Ráðstevnan vendir sær til øll – bæði fólk innan vinnulív, handilslív, politiskt lív og mentanarlív, sum vilja vita meira um, hvussu vit í Føroyum kunnu gera okkum galdandi í alheimshøpi – bæði vinnuliga og mentanarliga.
Millum fyrilestrarhaldararnar verða fleiri folk við altjóða royndum. Mark Lorenzen, Erik Peitersen, Kirsten Stendevad, Kathrine Heiberg og Lasse Brodén, eru øll folk, sum hava drúgvar praktiskar og ástøðiligar royndir á altjóða pallinum.
Eisini hevur ráðstevnan fleiri áhugaverdar framførslur á skránni. eitt nú spælir Déjà vu, eins og Jákup Veyhe sýnir fram bestu filmirnar, sum eru framleiddir á filmsverkstaðnum, Klippfisk.
Tað er Elin Heinesen, blaðstjóri á danska KIWI-magazine, sum er fyriskipari av ráðstevnuni. Elin er í løtuni í farloyvi frá blaðstjórastarvinum.