{"id":9269,"date":"2012-09-29T23:40:59","date_gmt":"2012-09-29T22:40:59","guid":{"rendered":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/?p=9269"},"modified":"2024-06-22T17:35:38","modified_gmt":"2024-06-22T16:35:38","slug":"30-tummilfingrareglur-sum-tryggja-at-tin-verkaetlan-eydnast","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/blog\/2012\/09\/29\/30-tummilfingrareglur-sum-tryggja-at-tin-verkaetlan-eydnast\/","title":{"rendered":"30 tummilfingrareglur, sum tryggja, at t\u00edn verk\u00e6tlan eydnast"},"content":{"rendered":"<div style=\"width: 300px\" class=\"wp-caption alignright\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\" \" title=\"project-design-sascha-531097-o\" src=\"http:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-content\/uploads\/2012\/09\/project-design-sascha-531097-o-300x300.jpeg\" alt=\"\" width=\"300\" height=\"300\" data-wp-editing=\"1\" \/><p class=\"wp-caption-text\">Photo: Sascha Pohflepp<\/p><\/div>\n<p><strong>Lei\u00f0sla er ein avbj\u00f3\u00f0andi uppg\u00e1va. Her eru n\u00f8kur g\u00f3\u00f0 r\u00e1\u00f0 til t\u00edn, sum anna\u00f0hv\u00f8rt hevur tiki\u00f0 ella fingi\u00f0 leiklutin sum lei\u00f0ari fyri eina st\u00f8rri verk\u00e6tlan, og sum kanska ongant\u00ed\u00f0 r\u00e6tiliga hevur roynt ta\u00f0 \u00e1\u00f0ur. Hv\u00f8rjum skalt t\u00fa leggja upp fyri?<\/strong><\/p>\n<p><em>\u00a9 Elin Brimheim Heinesen, 2003<\/em><\/p>\n<h4><strong>VERK\u00c6TLANIN <\/strong><\/h4>\n<p><strong>Skil, at ta\u00f0 krevur g\u00f3\u00f0a planlegging og g\u00f3\u00f0a fyriskipan , um ta\u00f0 skal eydnast at gj\u00f8gnumf\u00f8ra eina verk\u00e6tlan. <\/strong><br \/>\nUm t\u00fa ikki hevur eina lei\u00f0slu\u00fatb\u00fagving ella hevur veri\u00f0 \u00e1 verk\u00e6tlanarlei\u00f0sluskei\u00f0i, kanst t\u00fa googla teg fram til g\u00f3\u00f0 r\u00e1\u00f0 um verk\u00e6tlanarlei\u00f0slu \u00e1 internetinum. Ta\u00f0 er eitt &#8216;must&#8217; at seta seg inn \u00ed grundleggjandi reglurnar fyri verk\u00e6tlanarlei\u00f0slu, sum fyrst og fremst sn\u00fagva seg um, at ta\u00f0 m\u00e1 br\u00fakast n\u00f3gv orka upp\u00e1 at f\u00e1a karmarnar um verk\u00e6tlanina upp \u00e1 pl\u00e1ss \u2013 tvs. verk\u00e6tlanarl\u00fdsingina, sum minst skal innihalda n\u00e1greiniligar l\u00fdsingar av t\u00f8rvi, endam\u00e1li, \u00e1hugap\u00f8rtum, \u00f8llum uppg\u00e1vum, leiklutiir hj\u00e1 verk\u00e6tlanarluttakarum og t\u00ed\u00f0ar\u00e6tlan vi\u00f0 var\u00f0um \u00e1 vegnum. G\u00f3\u00f0 planlegging og semja um karmarnar eru eitt alney\u00f0ugt grundarlag undir eini og hv\u00f8rjari verk\u00e6tlan, um ein vil gera s\u00e6r v\u00f3nir um at eydnast vi\u00f0 henni.<\/p>\n<p><strong>Skil, at ein og hv\u00f8r verk\u00e6tlan krevur effektiva st\u00fdring fyri at kunna ver\u00f0a gj\u00f8gnumf\u00f8rd. <\/strong><br \/>\nSum lei\u00f0ari m\u00e1st t\u00fa vera til rei\u00f0ar at taka fulla lei\u00f0slu\u00e1byrgd fyri verk\u00e6tlanina. T\u00fa hevur h\u00f8vu\u00f0s\u00e1byrgdina fyri allari tilgongdini fr\u00e1 byrjan til enda. Tvs. ta\u00f0 er fyrst og fremst t\u00edn \u00e1byrgd at f\u00e1a teir trupulleikar loystar, sum m\u00f8guliga stinga seg upp \u00e1 lei\u00f0ini. Minst til, at t\u00fa ert flogskiparin. Um flogfari\u00f0 rennir seg \u00ed har\u00f0an turbulens, og fer\u00f0af\u00f3lkini umbor\u00f0 vera fr\u00e1 s\u00e6r sj\u00e1lvum av r\u00e6\u00f0slu, hj\u00e1lpir ta\u00f0 ikki, at flogskiparin eisini ver\u00f0ur fr\u00e1 s\u00e6r sj\u00e1lvum, sleppur r\u00f3\u00f0rinum og r\u00fdmir undan \u00e1byrgdini! Ver r\u00f3lig\/ur og hugsavna\u00a0 teg um at st\u00fdra, solei\u00f0is at t\u00fa harvi\u00f0 trygt kanst f\u00f8ra flogfari\u00f0 \u00far vanda.<\/p>\n<p><strong>Skil, at hv\u00f8r verk\u00e6tlan er ein menningartilgongd. <\/strong><br \/>\nEin og hv\u00f8r verk\u00e6tlan fer, l\u00edkamiki\u00f0 hvussu v\u00edkir og vendir, at m\u00f8ta turbulensi \u00e1 lei\u00f0ini. Hv\u00f8r einasta broyting er ein \u2018bur\u00f0ur\u2019, og ein bur\u00f0ur fer alt\u00ed\u00f0 at vera meira ella minni p\u00ednufullur. Ta\u00f0 er ein heilt nat\u00farligur partur av \u00f8llum menningartilgongdum, at turbulensur kemur \u00ed, so sum ymiskar \u00f3semjur millum partarnar ella a\u00f0rar for\u00f0ingar. Hesin turbulensur kann hava vi\u00f0 s\u00e6r, at f\u00f3lk gerast so strongd, at tey ikki halda ta\u00f0 \u00fat. Ta\u00f0 er t\u00fa, sum m\u00e1st gera av, um t\u00fa letur teg \u00f3r\u00f3gva ella ste\u00f0ga av turbulensinum, ella um t\u00fa hevur styrkina til at s\u00e1a skil \u00ed ru\u00f0uleikan og loysa truplu st\u00f8\u00f0una. Ta\u00f0 er her, at t\u00edni lei\u00f0sluevnir ver\u00f0a roynd.<\/p>\n<p><strong>Skil, at ta\u00f0 finnast ongar sni\u00f0g\u00f8tur. <\/strong><br \/>\nSj\u00e1lvsagt ber til at l\u00e6ra av royndum, men til ber ikki bara at flyta loysnir \u00e1 trupulleikar fr\u00e1 eini verk\u00e6tlan til eina a\u00f0ra, sj\u00e1lvt um loysnirnar hava rigga\u00f0 v\u00e6l \u00ed \u00f8\u00f0rum f\u00f8rum. H\u00f3ast ein fyrr hevur uppliva\u00f0 trupulleikar \u00ed l\u00edknandi st\u00f8\u00f0um, er als ikki vist, at j\u00fast teir somu trupulleikarnir fara at stinga seg upp aftur. Minst til, at ein og\u00a0 hv\u00f8r samanhangur er serligur, og ta\u00f0 vil alt\u00ed\u00f0 vera ney\u00f0ugt, at hv\u00f8r einasta verk\u00e6tlan finnur s\u00edna heilt egnu loysn. M\u00f8guliga n\u00e6r ein til sama \u00farslit, men ta\u00f0 er tilgongdin at finna loysnina, sum er ta\u00f0 allarmest umr\u00e1\u00f0andi \u00ed mun til, at allir partar skulu f\u00f8la ognarskap \u00ed loysnini. Ta\u00f0 kann vera t\u00ed\u00f0arkrevjandi, men uttan hendan ognarskap er ein og hv\u00f8r loysn d\u00f8md til at miseydnast. Minst til at rokna vi\u00f0 hesum longu \u00e1\u00f0renn byrjan, so ta\u00f0 kann havast \u00ed huga longu \u00ed planleggingini og \u00ed t\u00ed\u00f0ar\u00e6tlanunum, sum sj\u00e1lvandi eisini eru t\u00fddningarmiklar at halda.<\/p>\n<h4>LEI\u00d0ARALEIKLUTURIN<\/h4>\n<p><strong>Skil, at t\u00edtt fremsta endam\u00e1l sum lei\u00f0ari er at vera ein lei\u00f0arstj\u00f8rna. <\/strong><br \/>\nHetta merkir m.a., at t\u00fa sum lei\u00f0ari skalt vera primus motor og br\u00faka alla t\u00edna orku til at eggja og motivera onnur og vekja teirra eldhuga og hug at luttaka \u00ed verk\u00e6tlanini. So l\u00f8gi\u00f0 ta\u00f0 lj\u00f3\u00f0ar, so fata n\u00f3gvir \u00edverksetarar ikki seg sj\u00e1lvar sum lei\u00f0arar, men ta\u00f0 er umr\u00e1\u00f0andi at skilja, at t\u00e1 t\u00fa ert \u00edverksetari av onkrum, sum fyrst og fremst er t\u00edn verk\u00e6tlan, so fellur \u00e1byrgdin fyri verk\u00e6tlanina nat\u00farliga \u00e1 teg. Onnur v\u00e6nta av t\u00e6r, at t\u00fa tekur lei\u00f0sluna. Hesin leikluturin fellur ikki tilvildarliga \u00e1 onnur. Sj\u00e1lvt um \u00e1byrgdin formelt ver\u00f0ur latin til onnur, vil lei\u00f0araleikluturin framvegis hava lyndi til at kn\u00fdta seg til \u00edverksetaran.<\/p>\n<p><strong>Skil, at t\u00edni lei\u00f0araevnir ver\u00f0a mett \u00fat fr\u00e1, hvussu trygt t\u00fa lei\u00f0ir verk\u00e6tlanina m\u00f3ti m\u00e1linum. <\/strong><br \/>\nMinst til, at t\u00fa ver\u00f0ur ikki fata\u00f0\/ur sum ein g\u00f3\u00f0ur, sterkur lei\u00f0ari, um t\u00fa bert tvingar t\u00edna egnu dagsskr\u00e1 \u00edgj\u00f8gnum. Ven teg beinanvegin vi\u00f0, at ta\u00f0 endar ikki ney\u00f0turviliga vi\u00f0 at ver\u00f0a T\u00cdN veg f\u00f3lk ganga, solei\u00f0is sum t\u00fa hev\u00f0i \u00edmynda\u00f0 t\u00e6r fr\u00e1 byrjan, men at tey ganga ein veg, sum meirilutin vil ganga. Ta\u00f0 kann v\u00e6l vera, at ikki \u00f8ll kunnu gerast heilt samd, og ta\u00f0 kemur alt\u00ed\u00f0 ein stund, har t\u00fa sum lei\u00f0ari ert noydd\/ur at skera \u00edgj\u00f8gnum og taka eina avger\u00f0 vegna \u00f8ll hini. Men um t\u00fa hevur givi\u00f0 teimum \u00f8llum gott innlit \u00ed verk\u00e6tlanina \u00e1 vegnum og eina kenslu av, at tey hava havt ein r\u00edmiligan m\u00f8guleika at \u00e1virka hana, so ver\u00f0a tey eisini meira eftirlatin og semjus\u00f8kjandi og kunnu betur g\u00f3\u00f0taka t\u00edna avger\u00f0. T\u00fa ert bert ein sterkur lei\u00f0ari, um t\u00fa dugir v\u00e6l at hj\u00e1lpa so n\u00f3gvum sum m\u00f8guligt at ganga ein \u00e1v\u00edsan veg vi\u00f0 at gera avger\u00f0argongdina sj\u00f3nliga, og s\u00ed\u00f0ani dugir at halda fast vi\u00f0 avger\u00f0ina og at halda \u00f8\u00f0rum til eldin, so tey halda seg til vegin, tit hava avtala\u00f0, og ganga vi\u00f0 \u00e1lei\u00f0 sama stevi. T\u00fa m\u00e1st gjarna seta kr\u00f8v, sum onnur v\u00e6nta, at t\u00fa setur. Gert t\u00fa ta\u00f0, fata onnur teg sum ein sterkan lei\u00f0ara.<\/p>\n<p><strong>Skil, hvussu umr\u00e1\u00f0andi ta\u00f0 er at tr\u00fagva upp\u00e1 verk\u00e6tlanina. <\/strong><br \/>\nTa\u00f0 kann til t\u00ed\u00f0ir vera torf\u00f8rt at halda fast \u00ed tr\u00fanni \u00e1, at ein verk\u00e6tlan kann lata seg gera og at halda fast, t\u00e1 turbulensurin er har\u00f0ur, men um t\u00fa ikki sj\u00e1lv\/ur megnar at halda fast vi\u00f0 tr\u00fanna \u00e1 verk\u00e6tlanina, kanst t\u00fa ikki v\u00e6nta av \u00f8\u00f0rum, at tey skulu hava \u00e1lit \u00e1 henni. Ver t\u00ed v\u00edsur \u00ed, \u00e1\u00f0renn t\u00fa setur eina verk\u00e6tlan \u00ed gongd, at ta\u00f0 er ta\u00f0 r\u00e6tta at gera, so t\u00fa kanst var\u00f0veita tr\u00fanna \u2013 og eitt r\u00f3ligt sinni, l\u00edkamiki\u00f0 hvussu st\u00f3rum avbj\u00f3\u00f0ingum t\u00fa m\u00f8tir og l\u00edkamiki\u00f0, hvussu n\u00f3gva m\u00f3tst\u00f8\u00f0u, t\u00fa fert at uppliva \u00ed tilgongdini. Annars kanst t\u00fa eins v\u00e6l pakka saman beinanvegin. Minst aftur til: T\u00fa ert flogskiparin. \u00d8ll hava t\u00f8rv \u00e1, at t\u00fa sj\u00e1lv\/ur tr\u00fdrt upp\u00e1, at t\u00fa ert f\u00f8r\/ur fyri trygt at lenda hesi verk\u00e6tlan.<\/p>\n<p><strong>Skil, hvussu umr\u00e1\u00f0andi gj\u00f8gnumskygni er.<\/strong><br \/>\nUm ein verk\u00e6tlan skal f\u00e1a undirt\u00f8ku, er ta\u00f0 sera umr\u00e1\u00f0andi, at verk\u00e6tlanin og hennara endam\u00e1l eru so einf\u00f8ld sum gj\u00f8rligt fyri \u00f8ll at s\u00edggja, so tey kunnu taka st\u00f8\u00f0u til hana. Allir \u00e1hugapartar eiga at ver\u00f0a kunna\u00f0ir so v\u00e6l sum gj\u00f8rligt \u00ed allari tilgongdini \u2013 ikki bara munnliga, men eisini skrivliga. Gjarna sett upp \u00ed yvirskriftir, sum \u00f8ll kunnu skilja. Ta\u00f0 er umr\u00e1\u00f0andi at syrgja fyri, at \u00f8ll f\u00e1a somu uppl\u00fdsingar, so at tey hava eitt so eins felags fatanarst\u00f8\u00f0i sum m\u00f8guligt. Annars kann \u00f8rkymlan og slatur l\u00e6ttliga stinga seg upp og vinda upp \u00e1 seg.<\/p>\n<p><strong>Skil, at t\u00edn hugbur\u00f0ur er avgerandi fyri, hvussu n\u00f3gvan turbulens, t\u00fa fert at uppliva \u00ed tilgongdini. <\/strong><br \/>\nUm t\u00fa fatar hv\u00f8rja for\u00f0ing sum ein st\u00f3ran trupulleika, so kunnu trupulleikarnir fylla \u00f3ney\u00f0uga n\u00f3gv og harvi\u00f0 stjala alla t\u00edna orku, so ta\u00f0 til endans ger teg lamna\/n og ska\u00f0ar t\u00edtt tr\u00favir\u00f0i sum lei\u00f0ari. Orka, sum t\u00fa heldur \u00e1tti at br\u00fak til at arbei\u00f0a vi\u00f0 sj\u00e1lvari verk\u00e6tlanini. Ta\u00f0 kann bert skapa fleiri trupulleikar, um t\u00fa spillir orku upp\u00e1 ta\u00f0, sum \u00f3r\u00f3gvar.<\/p>\n<p><strong>Skil, at t\u00edn hugbur\u00f0ur avger t\u00edn l\u00edvskvalitet, og hvussu v\u00e6l t\u00fa eydnast. <\/strong><br \/>\nHevur t\u00fa ein offur-hugbur\u00f0, \u00f8kist vandin fyri, at t\u00edn verk\u00e6tlan miseydnast \u2013 og so er ta\u00f0 sj\u00e1lvandi synd fyri teg. Men ta\u00f0 kemur t\u00fa bara ikki v\u00ed\u00f0ari vi\u00f0. Hevur t\u00fa ein vinnara-hugbur\u00f0,\u00a0 hugsar t\u00fa, at alt er j\u00fast solei\u00f0is, sum ta\u00f0 skal vera \u2013 l\u00edkamiki\u00f0 hvussu trupul st\u00f8\u00f0an er. Og ta\u00f0 er hon, uttan so vit tosa um n\u00e1tt\u00faruvanlukkur! Ta\u00f0 er \u00ed sinninum, vit gera av, hvussu vit d\u00f8ma ta\u00f0, vit uppliva. Og her hava vit alt\u00ed\u00f0 eitt val.<\/p>\n<p><strong>Skil, at alt sn\u00fdr seg um, \u00ed hv\u00f8rjum perspektiv t\u00fa s\u00e6rt tingini. <\/strong><br \/>\nT\u00fa kanst antin hugsa, at t\u00fa ella onnur eru nakrir st\u00f3rir, \u00f3dugnaligir t\u00e1pulingar, um tingini ikki ganga eftir \u00e6tlan. Ella t\u00fa kanst kalla trupulleikarnar fyri avbj\u00f3\u00f0ingar \u2013 og ru\u00f0uleika fyri vakstrarbeinverk. Ta\u00f0 er t\u00edn avger\u00f0.<\/p>\n<p><strong>Skil, hvussu umr\u00e1\u00f0andi ta\u00f0 er at hugsavna seg um loysnir, heldur enn um trupulleikar. <\/strong><br \/>\nTa\u00f0 \u00e1hugaverda er ikki so n\u00f3gv, <em>hv\u00f8nn<\/em> \u2018turbulens\u2019 t\u00fa sum lei\u00f0ari noy\u00f0ist \u00edgj\u00f8gnum ella <em>hv\u00f8rjar<\/em> \u2018t\u00e1pulingar\u2019, t\u00fa noy\u00f0ist at finna teg \u00ed, men <em>hvussu<\/em> t\u00fa handfer turbulensin, og um t\u00fa ert f\u00f8r\/ur fyri at s\u00fagva alla tann l\u00e6rd\u00f3m til t\u00edn, i\u00f0 kann koma burtur\u00far turbulensinum \u00ed tilgongdini, og br\u00faka hann konstruktivt. Hvussu v\u00e6l t\u00fa eydnast sum lei\u00f0ari veldst um, hvussu v\u00e6l t\u00fa dugir at loysa trupulleikar \u2013 tvs. hvussu v\u00e6l t\u00fa dugir at handfara og venda truplar st\u00f8\u00f0ur og skapa samlj\u00f3\u00f0 millum \u00e1hugapartarnar, fyri s\u00ed\u00f0ani at v\u00edsa vegin fram. T\u00fa m\u00e1st vi\u00f0 \u00f8\u00f0rum or\u00f0um vera ein r\u00e6ttiliga g\u00f3\u00f0ur diplomatur.<\/p>\n<p><strong>Skil, at sj\u00e1lvt um \u00e1byrgdin er t\u00edn \u00ed s\u00ed\u00f0sta enda sum lei\u00f0ari, kanst t\u00fa ikki kl\u00e1ra alt sj\u00e1lv\/ur. <\/strong><br \/>\nVi\u00f0urkenn, at t\u00fa ert bundin at hj\u00e1lp fr\u00e1 \u00f8\u00f0rum, um t\u00fa skalt eydnast vi\u00f0 at gj\u00f8gnumf\u00f8ra t\u00edna verk\u00e6tlan. Minst til, at besti m\u00e1tin at innlima og f\u00e1a onnur at hava hug at vera vi\u00f0 \u00ed einari verk\u00e6tlan er vi\u00f0 at lata tey skilja, at t\u00f8rvur er \u00e1 teimum og teirra hj\u00e1lp. Ver ikki bangin fyri at \u00fatluta uppg\u00e1vur \u2013 eisini sj\u00e1lvt um t\u00fa heldur, t\u00fa hev\u00f0i gj\u00f8rt t\u00e6r betur sj\u00e1lv\/ur \u2013 og vir\u00f0, at onnur hava a\u00f0rar m\u00e1tar at \u00fatinna uppg\u00e1vurnar. Fyrimunirnir vi\u00f0 at innlima onnur fara \u00ed longdini at vera st\u00f8rri, enn um t\u00fa sj\u00e1lv\/ur endar vi\u00f0 at gera alt arbei\u00f0i\u00f0 vi\u00f0 st\u00f3rum sannl\u00edkindum fyri, at t\u00fa gerst sj\u00fak\/ur av strongd. Bi\u00f0 t\u00ed um hj\u00e1lp, um so er, at t\u00fa m\u00f8tir m\u00f3tst\u00f8\u00f0u, sum t\u00fa hevur torf\u00f8rt vi\u00f0 at handfara, og um ta\u00f0 ikki hj\u00e1lpir, f\u00e1 so hj\u00e1lp fr\u00e1 \u00f8\u00f0rum. T\u00fa missir ikki st\u00fdringina vi\u00f0 at \u00fatluta uppg\u00e1vur, um t\u00fa bara syrgir fyri, at leiklutab\u00fdti\u00f0 er greitt, at t\u00fa veglei\u00f0ir onnur v\u00e6l, og at tit annars hava eitt gott, gagnligt og vir\u00f0iligt samstarv.<\/p>\n<p><strong>Skil, hvussu umr\u00e1\u00f0andi ta\u00f0 er at taka avger\u00f0ir \u2013 og at taka t\u00e6r \u00ed g\u00f3\u00f0ari t\u00ed\u00f0! <\/strong><br \/>\nAt vera vinglut\/ur og ivingarsamur\/-som er naka\u00f0 av t\u00ed ringasta ein lei\u00f0ari kann vera. Um t\u00fddningarmiklar avger\u00f0ir ikki ver\u00f0a tiknar \u2013 ella ver\u00f0a framhaldandi \u00fatsettar, t\u00ed lei\u00f0arin ikki kl\u00e1rar at taka avger\u00f0 um, hvat er ta\u00f0 r\u00e6tta at gera \u2013 skapar ta\u00f0 alt ov n\u00f3gvan \u00f3tryggleika millum starvsf\u00f3lkini. Ta\u00f0 er t\u00fddningarmiki\u00f0 fyri ein lei\u00f0ara at lurta eftir \u00f8llum, men ta\u00f0 m\u00e1 t\u00f3 ikki gerast ein for\u00f0ing fyri, at t\u00fddningarmiklar avger\u00f0ir ver\u00f0a tiknar r\u00e6ttstundis. Lei\u00f0arin m\u00e1 ikki gerast ein fl\u00f8skuh\u00e1lsur fyri avger\u00f0artilgongdina. Manglandi avger\u00f0art\u00f8ka elvir til eina \u00f8rgrynnu av \u00f3vissu og \u00f8rkymlan millum starvsf\u00f3lkini, t\u00ed tey missa k\u00f3sina og f\u00f8la at tey bara flyta seg runt \u00ed einum ongamannalandi uttan m\u00e1l. Ta\u00f0 kann \u00ed longdini eitra ta\u00f0 g\u00f3\u00f0a huglagi\u00f0 \u00e1 arbei\u00f0spl\u00e1ssinum og skapa eina r\u00fagvu av \u00f3ney\u00f0ugari \u00f3n\u00f8gd. Fyrr ella seinni ver\u00f0ur lei\u00f0arin noyddur at taka eina avger\u00f0 um ta\u00f0, sum er t\u00fddningarmiki\u00f0 fyri, at \u00f8ll kunnu fara v\u00ed\u00f0ari vi\u00f0 s\u00ednum arbei\u00f0i, solei\u00f0is at alt ikki ste\u00f0gar upp. Ta\u00f0 m\u00e1 finnast ein g\u00f3\u00f0 javnv\u00e1g millum \u2018demokrati\u2019 og \u2018diktatur\u2019, t\u00ed ein lei\u00f0ari kann bert vekja \u00e1liti\u00f0 hj\u00e1 \u00f8\u00f0rum, um hann ella hon b\u00e6\u00f0i lurtar eftir teimum OG v\u00edsir, at hann ella hon torir og vil taka avger\u00f0ir teirra vegna. So g\u00f3\u00f0 &#8216;timing&#8217; fyri avger\u00f0irnar er altavgerandi.<\/p>\n<h4>VANLIGAR AVBJ\u00d3\u00d0INGAR VI\u00d0V\u00cdKJANDI SAMSTARVSP\u00d8RTUM<\/h4>\n<p><strong>Skil, hvussu umr\u00e1\u00f0andi ta\u00f0 er, at luttakararnir samkenna seg vi\u00f0 verk\u00e6tlanina <\/strong><br \/>\nEin verk\u00e6tlan heldur ikki \u00ed longdini, um ikki meirilutin av teimum, i\u00f0 eru partur av henni, kunnu samkenna seg vi\u00f0 hana og kenna seg sum ognarar av henni. T\u00ed hevur t\u00fa \u00ed allarh\u00e6gsta mun t\u00f8rv \u00e1 at vekja eldhuga og skapa grundleggjandi vir\u00f0ing um verk\u00e6tlanina millum so n\u00f3gv sum m\u00f8guligt, um verk\u00e6tlanin skal eydnast. T\u00fa ert avger\u00f0atakarin &#8211; gloym ikki ta\u00f0 &#8211; men onnur skulu f\u00f8la, at tey hava havt g\u00f3\u00f0ar m\u00f8guleikar fyri at koma vi\u00f0 s\u00ednum vi\u00f0merkingum og \u00edk\u00f8stum.<\/p>\n<p><strong>Skil, at \u00f8ll menniskju eru ymisk \u2013 og at tey hava r\u00e6tt til at fata ting \u00e1 ymiskan h\u00e1tt. <\/strong><br \/>\nTey m\u00e1l og t\u00e6r visj\u00f3nirnar, sum virka so sj\u00e1lvsagdar fyri teg, kunnu onnur hava torf\u00f8rt vi\u00f0 at s\u00edggja fyri s\u00e6r. Vi\u00f0urkenn, at ikki \u00f8ll menniskju eru f\u00f8r fyri beinanvegin at skilja ella s\u00edggja fyrimunirnar vi\u00f0 t\u00ednum m\u00e1ta at gera tingini, ella vi\u00f0 n\u00fdggjum m\u00e1tum at hugsa um tingini. Ger t\u00ed eyka n\u00f3gv fyri at gera t\u00edna verk\u00e6tlan so t\u00fd\u00f0iliga og l\u00e6ttgj\u00f8gnumsko\u00f0iliga sum gj\u00f8rligt, so onnur hava betri m\u00f8guleika at taka st\u00f8\u00f0u til hana og ikki n\u00fdtast at gita seg fram til naka\u00f0. Um t\u00fa skalt gera t\u00e6r v\u00f3nir um at eydnast vi\u00f0 at fremja eina verk\u00e6tlan, er t\u00fa noydd\/ur at syrgja fyri, at so n\u00f3gv sum m\u00f8guligt kunnu n\u00e1a at fylgja vi\u00f0. Vir\u00f0 ta\u00f0, at onnur kunnu hava eitt anna\u00f0 sj\u00f3narhorn ella eitt anna\u00f0 tempo, enn t\u00fa hevur. Lat vera vi\u00f0 at fata ta\u00f0 sum eitt trupulleika, men rokna bara vi\u00f0 t\u00ed. Og tak so eina avger vi\u00f0 st\u00f8\u00f0i \u00ed t\u00ed. vinglut lei\u00f0sla skapar \u00f3tryggleika.<\/p>\n<p><strong>Skil, at \u00f8ll \u00edk\u00f8st eru l\u00edka t\u00fddningarmikil.<\/strong><br \/>\nOnnur skulu liva vi\u00f0 teimum broytingum, verk\u00e6tlanin m\u00f8guliga ber vi\u00f0 s\u00e6r, eins og t\u00fa skalt. Um tey hava bara tann minsta leiklutin \u00ed fremjan av verk\u00e6tlanini, er hon \u00ed grundini eisini teirra verk\u00e6tlan. \u00d8ll \u00edk\u00f8st eru t\u00ed vir\u00f0ismiklir partar,\u00a0 sum tilsaman syrgja fyri, at ein verk\u00e6tlan eydnast. Ein demokratisk tilgongd kann vera str\u00e6vin, men \u00farsliti\u00f0 gerst meira haldb\u00e6rt, tvs. fleiri f\u00f8la, at tey hava veri\u00f0 vi\u00f0 til at skapa ta\u00f0 endaliga \u00farsliti\u00f0. Ein v\u00e6leydna\u00f0 verk\u00e6tlan er t\u00ed ofta \u00farsliti\u00f0 av einari tilgongd, sum er ein long r\u00f8\u00f0 av ney\u00f0semjum.<\/p>\n<p><strong>Skil, hvussu umr\u00e1\u00f0andi ta\u00f0 er at v\u00edsa vir\u00f0ing. <\/strong><br \/>\nT\u00e6r rey\u00f0u lampurnar \u00e1ttu at blinka\u00f0, um verk\u00e6tlanarluttakarar t.d. byrja ikki at m\u00f8ta til fundir ella v\u00edsa manglandi virkishug \u00e1 annan h\u00e1tt. Er ta\u00f0 so r\u00e6tta verk\u00e6tlanin? Ella kemst hetta av, at f\u00f3lk f\u00f8la seg sett til s\u00ed\u00f0is \u2013 ella f\u00f8la, at tey ikki ver\u00f0a hoyrd? Minst til sum lei\u00f0ari alt\u00ed\u00f0 at v\u00edsa \u00f8\u00f0rum, at t\u00fa ert opin fyri at lurta eftir teimum og taka teirra uppskot \u00ed \u00e1lvara. \u00d8ll, sum eru vi\u00f0, hava t\u00f8rv \u00e1 at f\u00f8la, at teirra lutur ver\u00f0ur vir\u00f0ismettur, og at tey hava m\u00f8guleika fyri at f\u00e1a \u00e1virkan \u00e1 t\u00ednar avger\u00f0ir sum lei\u00f0ari. Annars missa tey hugin til at vera vi\u00f0 \u00ed verk\u00e6tlanini. Um t\u00fa f\u00e6rt m\u00f3tst\u00f8\u00f0u fr\u00e1 onkrum, so far beinlei\u00f0is til vi\u00f0komandi og bj\u00f3\u00f0a teg til at lurta eftir, hvat tey m\u00f8guliga hava at siga. V\u00eds, at t\u00fa tekur tey \u00ed \u00e1lvara.<\/p>\n<p><strong>Skil, hvussu umr\u00e1\u00f0andi ta\u00f0 er at lurta. <\/strong><br \/>\nT\u00fa ert sum lei\u00f0ari sj\u00e1lvandi noydd\/ur at taka avger\u00f0ir &#8211; eisini nakrar fer\u00f0ir ikki v\u00e6l d\u00e1mdar avger\u00f0ir, men ta\u00f0 tekur ikki t\u00edna moralsku skyldu fr\u00e1 t\u00e6r: nevniliga at lurta eftir \u00f8\u00f0rum. Gev ikki \u00f8\u00f0rum fatan av, at t\u00fa einans ert \u00e1huga\u00f0\/ur \u00ed, at onnur skulu lurta eftir t\u00e6r og skilja t\u00edni sj\u00f3narmi\u00f0. Ta\u00f0 er m\u00f8guligt, at t\u00fa bert f\u00f8lir teg virdan, um onnur lurta eftir t\u00e6r. Men minst til, at onnur hava ta\u00f0 \u00e1 akkur\u00e1t sama h\u00e1tt. Byrja t\u00ed heldur vi\u00f0 at geva \u00f8\u00f0rum talut\u00ed\u00f0, \u00e1\u00f0renn t\u00fa sj\u00e1lv\/ur tekur samanum. V\u00eds jaligan \u00e1huga og opinleika fyri sj\u00f3narmi\u00f0um hj\u00e1 \u00f8\u00f0rum \u2013 eisini um ta\u00f0 eru \u00f3gvusligar atfinningar. Ikki taka atfinningarnar pers\u00f3nliga og far ALDRIN \u00ed verjust\u00f8\u00f0u, t\u00ed t\u00e1 lurtar t\u00fa ikki eftir og missur kanska vir\u00f0ismikla vitan. Ta\u00f0 kann vera hart at taka m\u00f3ti, t\u00e1 f\u00f3lk finnast at einum, men hugsa um, at ta\u00f0 kemur eitt n\u00f3gv betur \u00farslit burtur\u00far t\u00ed, enn um t\u00fa letur oyruni aftur. T\u00ed: Lurta, um t\u00fa vilt hava vi\u00f0haldsf\u00f3lk, og um t\u00fa vil vekja teirra \u00e1huga og f\u00e1a tey til at tr\u00fagva upp\u00e1, at ta\u00f0 er til fyrimuns hj\u00e1 \u00f8llum at n\u00e1a m\u00e1linum. (Um ikki ta\u00f0 er so, so var verk\u00e6tlanin helst ikki verd at fremja fr\u00e1 byrjanini).<\/p>\n<p><strong>Skil, at ta\u00f0 ikki alt\u00ed\u00f0 er vist, at t\u00edn loysn er tann besta fyri \u00f8ll. <\/strong><br \/>\nH\u00f3ast t\u00fa ert avbera sannf\u00f8rd\/ur um, at t\u00fa hevur r\u00e6tt, er ta\u00f0 ikki vist, at ta\u00f0 loysir seg at tr\u00fdsta t\u00edn vilja \u00edgj\u00f8gnum og skunda t\u00e6r ov n\u00f3gv Um t\u00fa t.d. ikki lurtar eftir uppskotum til loysnir hj\u00e1 \u00f8\u00f0rum, men allat\u00ed\u00f0ina roynir at sannf\u00f8ra hinar verk\u00e6tlanarluttakararnar um ta\u00f0 fram\u00farskarandi \u00ed t\u00ednum egnu hugskotum, kanst t\u00fa virka so r\u00e1\u00f0ar\u00edk\/ur, at t\u00fa riskerar, at onnur kenna seg sett til s\u00ed\u00f0is, missa hugin at vera virkin ella beinlei\u00f0is byrja at arbei\u00f0a \u00edm\u00f3ti t\u00e6r. Um t\u00edn loysn veruliga er tann besta loysn, so l\u00edt r\u00f3liga \u00e1, at t\u00e6r bestu grundgevingarnar og uppskotini fara at vinna \u00ed longdini, t\u00ed tey hava st\u00f8rst m\u00f8guleika at pr\u00f3gva, at tey halda \u00ed longdini. So tak ta\u00f0 r\u00f3liga \u2013 eisini, t\u00e1 i\u00f0 t\u00fa kennir teg undir tr\u00fdsti. Ta\u00f0 loysir seg kortini ikki at royna at tvinga naka\u00f0 \u00edgj\u00f8gnum, um ikki onnur eru vi\u00f0 upp\u00e1 hugskoti\u00f0. Ta\u00f0 fer bert at geva baksl\u00e1ttur. J\u00fa r\u00f3ligari t\u00fa tekur ta\u00f0, tess st\u00f8rri m\u00f8guleikar eru fyri, at t\u00fa f\u00e6rt ta\u00f0 \u00edgj\u00f8gnum, sum t\u00fa vilt.<\/p>\n<p><strong>Skil, at t\u00fa ongant\u00ed\u00f0 fert at f\u00e1a 100 % undirt\u00f8ku.<\/strong><br \/>\nT\u00fa fert sum lei\u00f0ari ongant\u00ed\u00f0 at vinna \u00f8ll hj\u00f8rtu kortini \u2013 serliga ikki, um verk\u00e6tlanin hevur vi\u00f0 s\u00e6r broytingar, sum onkur av verk\u00e6tlanarluttakarunum kanska heldur l\u00edti\u00f0 um, kanska t\u00ed vi\u00f0komandi veit, at hann\/hon fer at missa fyrimunir av t\u00ed \u00e1 onkran h\u00e1tt. Minst til: Eingin ynskir at lata fyrimunir fr\u00e1 s\u00e6r. Finn fri\u00f0 vi\u00f0 , at t\u00fa ikki kanst vera vinur vi\u00f0 \u00f8ll. Solei\u00f0is er ta\u00f0 bara. Br\u00faka ikki \u00f3ney\u00f0uga orku upp\u00e1 ta\u00f0. Ugga teg vi\u00f0, at ta\u00f0 mest sannl\u00edka er, at ta\u00f0 bara eru f\u00e1, sum ikki lata seg vika. Hini eru \u00ed besta f\u00f8ri l\u00edkas\u00e6l og kunnu \u00e1virkast. Og minst til, at ta\u00f0 er meirilutin, i\u00f0 hevur avger\u00f0ina \u00ed s\u00ed\u00f0sta enda.<\/p>\n<h4>VANLIGAR PERS\u00d3NLIGAR AVBJO\u00d0INGAR<\/h4>\n<p><strong>Skil, at ta\u00f0 t\u00fddningarmesta er ikki t\u00edn pers\u00f3nliga \u00e6ra, men at verk\u00e6tlanin eydnast.<\/strong><br \/>\nMinst til, at st\u00f8\u00f0ur kunnu taka seg upp, har t\u00fa ert noyddur at seta teg sj\u00e1lvan til viks og gera pers\u00f3nligar ney\u00f0semjur fyri at tryggja, at verk\u00e6tlanin ver\u00f0ur framd. Ugga teg vi\u00f0, at ofta kemur eitt effektivari \u00farslit burtur \u00far eini ney\u00f0semju, enn um t\u00fa heldur treiskt \u00ed t\u00edna egnu fatan av, hvussu tingini \u2018eiga at vera\u2019.<\/p>\n<p><strong>Skil, at t\u00fa bert kan var\u00f0veita annara vir\u00f0ing vi\u00f0 at var\u00f0veita t\u00edn egna integritet. <\/strong><br \/>\nSj\u00e1lv\/ur var\u00f0veitir t\u00fa t\u00edn integritet vi\u00f0 at skilja munin millum t\u00edn leiklut sum lei\u00f0ari og teg sj\u00e1lvan sum pers\u00f3n \u2013 eisini um onnur ikki skilja munin. Uttan so, at t\u00fa vilt grava t\u00edna egnu gr\u00f8v, tak ongant\u00ed\u00f0 atfinningar og m\u00f3tst\u00f8\u00f0u pers\u00f3nliga, uttan mun til hvussu pers\u00f3nlig \u00e1lopini m\u00f3tvegis t\u00e6r kunnu tykjast. Vi\u00f0 alt\u00ed\u00f0 at halda \u00ed t\u00ed, sum t\u00fa ert \u2013 og ta\u00f0, sum t\u00fa av hjartanum metir er r\u00e6tt \u2013 har t\u00fa samstundis v\u00edsir \u00f8\u00f0rum ta vir\u00f0ing, sum t\u00fa v\u00e6ntar, at onnur v\u00edsa t\u00e6r \u2013 uttan mun til hvussu n\u00f3gva m\u00f3tst\u00f8\u00f0u og vanvir\u00f0ing, t\u00fa m\u00f8tir \u2013 kanst t\u00fa h\u00f3ast alt vinna vir\u00f0ingina hj\u00e1 flest \u00f8llum.<\/p>\n<p><strong>Skil, at onkunt\u00ed\u00f0 kanst t\u00fa sj\u00e1lv\/ur vera tann st\u00f8rsta for\u00f0ingin fyri verk\u00e6tlanina. <\/strong><br \/>\nFanga teg sj\u00e1lvan \u00ed t\u00ed, t\u00e1 t\u00fa byrjar at k\u00e6ra teg um okkurt ella onkran, sum \u00ed t\u00ednum eygum for\u00f0ar fyri, at verk\u00e6tlanin kann fremjast \u00ed verki, uttan mun til hvussu r\u00f8tt t\u00edn k\u00e6ra annars kann tykjast \u00ed st\u00f8\u00f0uni. T\u00fa f\u00e6rt kortini ikki vi\u00f0haldsf\u00f3lk og vekir undir ongum umst\u00f8\u00f0um \u00e1huga hj\u00e1 \u00f8\u00f0rum vi\u00f0 at k\u00e6ra teg um m\u00f3tst\u00f8\u00f0u fr\u00e1 \u00f8\u00f0rum, manglandi stu\u00f0ul ella manglandi lutt\u00f8ku. Lat teg t\u00ed ikki freista til at br\u00faka gamlar m\u00e1tar so sum \u00e1brei\u00f0slur, pers\u00f3nligar atfinningar, \u00e1k\u00e6rur og biddan. Ta\u00f0 gevur kanska ein pers\u00f3nliga l\u00e6tta eina stutta l\u00f8tu at k\u00e6ra seg, men ta\u00f0 einasta, t\u00fa f\u00e6rt burtur \u00far t\u00ed, er at skapa ringt huglag um verk\u00e6tlanina, \u00f8kja m\u00f3tst\u00f8\u00f0una og fr\u00e1falli\u00f0, og harvi\u00f0 eisini vandan fyri, at verk\u00e6tlanin ikki ver\u00f0ur gj\u00f8gnumf\u00f8rd.<\/p>\n<p><strong>Skil avlei\u00f0ingarnar av at fata teg sj\u00e1lvan sum eitt offur fyri m\u00f3tst\u00f8\u00f0u ella m\u00f3tvilja hj\u00e1 \u00f8\u00f0rum. <\/strong><br \/>\nUm t\u00fa gert ta\u00f0, gert t\u00fa \u00ed grundini onnur til tey, i\u00f0 hava \u00e1byrgdina, i\u00f0 ver\u00f0ur fata\u00f0 sum, at t\u00fa r\u00fdmir undan t\u00edni egnu \u00e1byrgd. Um t\u00fa til d\u00f8mis br\u00fakar annara &#8216;\u00f3dugnaskap&#8217;, &#8216;\u00f3kunnleika&#8217; ella beinlei\u00f0s &#8216;\u00f3nda vilja&#8217; sum eina umbering fyri, at verk\u00e6tlanin ikki gongur v\u00e6l, fer hetta bert at elva til m\u00f3tvilja ella vrei\u00f0i m\u00f3tvegis t\u00e6r sum pers\u00f3ni. Onnur fara at ivast t\u00ednum lei\u00f0sluf\u00f8rleikum, t\u00ed t\u00fa \u00ed teirra eygum skumpar trupulleikarnar fr\u00e1 t\u00e6r yvir \u00e1 onnur &#8211; trupulleikar, sum t\u00fa sj\u00e1l\/vur hevur h\u00f8vu\u00f0s\u00e1byrgdina av at loysa. \u00cd sta\u00f0in fyri at d\u00f8ma onnur og\/ella geva upp, so halt teg til sakina. Halt fast \u00ed at vera opin og \u00e1l\u00edtisfull\/ur og kanna, hv\u00f8rjar ors\u00f8kirnar kunnu vera til m\u00f3tst\u00f8\u00f0una ella manglandi lutt\u00f8kuna. Ta\u00f0 kann vera, at har liggja heilt a\u00f0rar ors\u00f8kir aftanfyri, enn t\u00e6r, sum t\u00fa \u00ed fyrstu atl\u00f8gu hev\u00f0i rokna\u00f0 vi\u00f0.<\/p>\n<p><strong>Skil, at ta\u00f0 er t\u00edn \u00e1byrgd at br\u00f3ta ni\u00f0ur ford\u00f3mar. <\/strong><br \/>\nUm t\u00fa m\u00f8tir n\u00f3gvum ford\u00f3mum, er ta\u00f0 helst ikki, t\u00ed at hini eru nakrir t\u00e1pulingar. Ford\u00f3mar kunnu stinga seg upp, t\u00ed t\u00fa sj\u00e1lvur ikki hevur l\u00fdst ella &#8216;selt&#8217; verk\u00e6tlanina n\u00f3g v\u00e6l. Lat ikki ford\u00f3mar hj\u00e1 f\u00f3lki \u00f8sa ella \u00e1virka teg pers\u00f3nliga, men far beinlei\u00f0is til tey, i\u00f0 seta seg \u00edm\u00f3ti t\u00e6r. Tosa vi\u00f0 teiy, lurta eftir teimum og br\u00faka so alla t\u00edna orku upp \u00e1 at hugsavna teg um ta\u00f0, i\u00f0 tit kunnu vera samd um. Legg dent \u00e1 t\u00fddningin og \u00e1 fyrimunirnar vi\u00f0 verk\u00e6tlanini fyri \u00f8ll \u2013 serliga t\u00e1 m\u00e1li\u00f0 er n\u00e1tt. Br\u00faka t\u00ed\u00f0 upp \u00e1 at grei\u00f0a fr\u00e1 hesum \u2013 fyri t\u00edna egnu og annnara skuld.<\/p>\n<h4>UM TA\u00d0 BYRJAR AT GANGA GALI\u00d0<\/h4>\n<p><strong>Skil, at t\u00e1 f\u00f3lk gerast atfinningarsom, er ta\u00f0 ofta tekin um \u00f3tryggleika vegna vantandi yvirlit.<\/strong><br \/>\nM\u00f3tst\u00f8\u00f0a m\u00f3ti t\u00e6r sn\u00fdr seg ikki ney\u00f0turviliga um, at f\u00f3lk vilja leypa \u00e1 teg pers\u00f3nliga \u2013 sj\u00e1lvt um ta\u00f0 kann s\u00edggja solei\u00f0is \u00fat. \u00cd sta\u00f0in sn\u00fdr ta\u00f0 seg ofta um vantandi yvirlit ella vantandi yvirskot. N\u00f3gv menniskju hava ilt vi\u00f0 at yvirsko\u00f0a broytingar \u00ed einum heimi, sum tey longu halda vera n\u00f3g fl\u00f8ktan, sum er. Tey str\u00ed\u00f0ast t\u00ed \u2013 ofta sum \u00f3\u00f0 \u2013 fyri at halda fast um ta\u00f0, tey kenna, og fyri at vera \u00ed teirri egnu makligu\u00a0 \u2018comfort zone\u2019. Tey vilja ikki vi\u00f0urkenna t\u00f8rvin \u00e1 broytingum og fata \u00f8ll, i\u00f0 vilja broyta teirra gerandisdag, sum eina h\u00f3ttan. \u00cd einum t\u00edl\u00edkum mentalum landslagi kunnu verk\u00e6tlanir, sum t.d. hava til endam\u00e1ls at broyta gamlar mannagongdir, tykjast serliga torf\u00f8rar at gj\u00f8gnumf\u00f8ra. T\u00edn besti m\u00f8guleiki fyri at sleppa undan hesum er at v\u00edsa j\u00fast ta\u00f0 yvirskoti\u00f0, i\u00f0 hini mangla! Vi\u00f0 sj\u00e1lv\/ur at v\u00edsa yvirskot kanst t\u00fa l\u00e6ttari f\u00e1a onnur at f\u00f8la seg trygg og vinna stu\u00f0lar til t\u00edna verk\u00e6tlan.<\/p>\n<p><strong>Skil, at ta\u00f0 er meira umr\u00e1\u00f0andi at skapa tryggleika heldur enn at f\u00e1a r\u00e6tt.<\/strong><br \/>\n\u00cd okkara krevjandi og villingarsomu t\u00ed\u00f0 er ta\u00f0 \u00f3metaliga n\u00f3gvur \u2018larmur\u2019 at fyrihalda seg til allat\u00ed\u00f0ina. St\u00f8rri ein verk\u00e6tlan er, fleiri f\u00f3lk eru uppi\u00ed, meiri \u2018larmur.\u2019 Larmur skapar \u00f8rkymlan, sum aftur skapar \u00f3tryggleika. \u00d3tryggleiki hevur ta\u00f0 vi\u00f0 at menna seg til \u00f3n\u00f8gdsemi, kjak og slatur \u2013 og \u00ed ringasta f\u00f8ri \u00e6ruskemmandi \u00e1t\u00f8k. S\u00edla t\u00ed larm fr\u00e1 vi\u00f0 allat\u00ed\u00f0ina at gera fyrimunirnar fyri \u00f8ll vi\u00f0 verk\u00e6tlanarframgongdini so sj\u00f3nligar og gj\u00f8gnumsko\u00f0iligar sum gj\u00f8rligt og set solei\u00f0is so mong sum tilber v\u00e6l inn \u00ed verk\u00e6tlanina. Spyr eftir meiningum hj\u00e1 \u00f8\u00f0rum og tak hesar til eftirtektar. Lurta eftir atfinningum og tak t\u00e6r til t\u00edn, l\u00edkamiki\u00f0 um t\u00fa heldur t\u00e6r vera \u00f3sakligar. Ver fevnandi og ikki samanl\u00e6st\/ur. Einans \u00e1 hendan h\u00e1tt kunnu f\u00f3lk kenna seg tryggari vi\u00f0 ta\u00f0, sum fer fram. Ta\u00f0 kann m\u00f8guliga ennt\u00e1 f\u00e1a tey til at gerast \u00e1huga\u00f0 aftur.<\/p>\n<p><strong>Skil, at f\u00f3lk hava natt\u00farligt lyndi til at vilja finna syndabukkar, t\u00e1 tey eru \u00f3trygg.<\/strong><br \/>\nUm t\u00fa sum lei\u00f0ari ikki megnar at gera tey, t\u00fa samstarvar vi\u00f0, trygg vi\u00f0 verk\u00e6tlanina, kanst t\u00fa sj\u00e1lv\/ur enda vi\u00f0 at ver\u00f0a \u00fatnevnd sum syndabukkur. \u00d3tryggleikin mennir seg l\u00e6ttliga til \u00f3n\u00f8gdsemi og kann t\u00ed\u00f0liga byrja at menna seg til slatur og pers\u00f3nligar atfinningar, sum f\u00e1a bein at ganga \u00e1, og sum sanniliga ikki ger tilgongdina l\u00e6ttari. T\u00fa kanst sj\u00e1lv\/ur syrgja fyri ongant\u00ed\u00f0 at geva n\u00f8krum eina umbering fyri at br\u00faka teg sum syndabukk ella sk\u00e1lk. Sp\u00e6l t\u00ed hv\u00f8rki offur ella \u00e1k\u00e6ri, men flyt uppmerksemi \u00ed burtur fr\u00e1 t\u00e6r sum pers\u00f3n vi\u00f0 at br\u00faka alla t\u00edna orku upp\u00e1 at gera verk\u00e6tlanina og fyrimunirnar vi\u00f0 at gj\u00f8gnumf\u00f8ra hana sj\u00f3nligt. Br\u00fdt ford\u00f3marnar ni\u00f0ur vi\u00f0 at vera ta\u00f0 g\u00f3\u00f0a fyrid\u00f8mi\u00f0 um ta atfer\u00f0, t\u00fa ynskir, at onnur skulu v\u00edsa m\u00f3tvegis t\u00e6r.<\/p>\n<p><strong>Skil, at ta\u00f0 at taka atfinningar til s\u00edn er ikki ta\u00f0 sama sum veikleiki.<\/strong><br \/>\nTa\u00f0 kann vera torf\u00f8rt at lurta eftir h\u00f8r\u00f0um atfinningum. \u00cd hesum sambandi er ta\u00f0 t\u00fddningarmiki\u00f0 at skilja, at f\u00f3lk ofta einans hava t\u00f8rv \u00e1 at sleppa av vi\u00f0 yvirtr\u00fdst, har t\u00fa so tilvildarliga stendur fyri skotum. Ta\u00f0 sn\u00fdr seg uttan iva n\u00f3gv minni um teg, enn ta\u00f0 sn\u00fdr seg um tey og teirra egnu trupulleikar. Um t\u00fa skilir hetta, so raka atfinningarnar ikki so meint, og t\u00fa f\u00e6rt orku til at geva teimum loyvi til at skr\u00fava eitt sindur upp fyri ventilinum fyri at reinsa luftina. Mong ver\u00f0a takksom fyri at f\u00e1a loyvi at l\u00e6tta hjarta teirra \u2013 og fyri t\u00edtt tolsemi. Tey fara ikki fata teg sum veika\/n. Tv\u00f8rtur\u00edm\u00f3ti. Flest f\u00f3lk fara at fata teg sum eitt r\u00famligt menniskja, i\u00f0 er sterkt nokk til at tola atfinningar, og sum tey t\u00ed kunnu l\u00edta \u00e1. Einans vi\u00f0 at lurta eftir og vir\u00f0a sj\u00f3narmi\u00f0 hj\u00e1 \u00f8\u00f0rum, hevur t\u00fa ein m\u00f8guleika fyri at f\u00e1a tey til at lurta eftir t\u00ednum sj\u00f3narmi\u00f0um eisini. Ta\u00f0 merkir ikki, at t\u00fa heilt letur st\u00fdringina til onnur. T\u00fa st\u00fdrir verk\u00e6tlanini vi\u00f0 at hj\u00e1lpa \u00f8\u00f0rum at finna loysnir \u00e1 teir trupulleikar, tey siga t\u00e6r, at tey hava. Har kunnu vera serliga t\u00fddningarmikil og l\u00e6rur\u00edk stig \u00ed t\u00ed, onnur siga fr\u00e1.<\/p>\n<p><strong>Skil, hvussu t\u00fddningarmiki\u00f0 ta\u00f0 er at hava ta\u00f0 stuttligt.<\/strong><br \/>\nHevja teg upp um trupulleikarnar, vir\u00f0ismet avbj\u00f3\u00f0ingarnar sum bestu l\u00e6runa, t\u00fa kanst f\u00e1a, finn g\u00e1vurnar og nj\u00f3tilsi \u00ed st\u00f8\u00f0uni og hygg at \u00f8llum vi\u00f0 l\u00f8ttum sinni og gloym ikki at skemtast eisini. Um t\u00fa hevur eina aura av jaligari gle\u00f0i kring teg, gerst t\u00fa sum magnetur, i\u00f0 dregur f\u00f3lk at t\u00e6r, og ta\u00f0 fer at gera ta\u00f0 n\u00f3gv l\u00e6ttari fyri teg sj\u00e1lvan, t\u00ed f\u00f3lk f\u00e1a n\u00f3gv meira hug til at vilja hj\u00e1lpa t\u00e6r \u2013 og vera vi\u00f0 til alt ta\u00f0 stuttliga, t\u00fa umbo\u00f0ar. Ta\u00f0 kann vi\u00f0m\u00e6last, t\u00ed so ver\u00f0ur t\u00fa standandi fatt\/ur, og t\u00edn verk\u00e6tlan dettur ikki ni\u00f0urfyri. \u00cd sta\u00f0in kanst t\u00fa r\u00f3liga syngja: The only way is up, baby!<\/p>\n<p style=\"text-align: right;\">\u00a0\u00a9 Elin Brimheim Heinesen, 2003<\/p>\n<p><a style=\"color: #074d7c; cursor: pointer;\" href=\"http:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-content\/uploads\/2012\/09\/How_to_change_the_world.jpeg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"wp-image-4261 aligncenter\" title=\"How_to_change_the_world\" src=\"http:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-content\/uploads\/2012\/09\/How_to_change_the_world.jpeg\" alt=\"\" width=\"576\" height=\"576\" srcset=\"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-content\/uploads\/2012\/09\/How_to_change_the_world.jpeg 720w, https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-content\/uploads\/2012\/09\/How_to_change_the_world-150x150.jpeg 150w, https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-content\/uploads\/2012\/09\/How_to_change_the_world-300x300.jpeg 300w, https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-content\/uploads\/2012\/09\/How_to_change_the_world-600x600.jpeg 600w\" sizes=\"auto, (max-width: 576px) 100vw, 576px\" \/><\/a><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Lei\u00f0sla er ein avbj\u00f3\u00f0andi uppg\u00e1va. Her eru n\u00f8kur g\u00f3\u00f0 r\u00e1\u00f0 til t\u00edn, sum anna\u00f0hv\u00f8rt hevur tiki\u00f0 ella fingi\u00f0 leiklutin sum lei\u00f0ari fyri eina st\u00f8rri verk\u00e6tlan, og sum kanska ongant\u00ed\u00f0 r\u00e6tiliga hevur roynt ta\u00f0 \u00e1\u00f0ur. Hv\u00f8rjum skalt t\u00fa leggja upp fyri? \u00a9 Elin Brimheim Heinesen, 2003 VERK\u00c6TLANIN Skil, at ta\u00f0 krevur g\u00f3\u00f0a planlegging og g\u00f3\u00f0a fyriskipan &hellip; <\/p>\n<p><a class=\"more-link btn\" href=\"https:\/\/heinesen.info\/wp\/blog\/2012\/09\/29\/30-tummilfingrareglur-sum-tryggja-at-tin-verkaetlan-eydnast\/\">Continue reading<\/a><\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":4253,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"amp_status":"","footnotes":""},"categories":[8,28,32],"tags":[],"class_list":["post-9269","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-foeroyskt","category-salarfroedi-samleiki","category-samfelag-politikkur","item-wrap"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/9269","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=9269"}],"version-history":[{"count":8,"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/9269\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":9406,"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/9269\/revisions\/9406"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/media\/4253"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=9269"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=9269"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=9269"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}