{"id":729,"date":"2011-03-28T19:32:00","date_gmt":"2011-03-28T18:32:00","guid":{"rendered":"http:\/\/heinesen.info\/wp\/2011\/03\/hvar-eru-vit-a-veg-i-foroyum\/"},"modified":"2023-03-19T01:58:41","modified_gmt":"2023-03-19T01:58:41","slug":"hvar-eru-vit-a-veg-i-foroyum","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/blog\/2011\/03\/28\/hvar-eru-vit-a-veg-i-foroyum\/","title":{"rendered":"Hvar eru vit \u00e1 veg \u00ed F\u00f8royum?"},"content":{"rendered":"<p><em>Eg fekk hug at endurgeva hesa grein, sum eg skriva\u00f0i \u00ed 2006, n\u00fa samgongan hongur \u00ed einum tunnum tr\u00e1\u00f0 og ta\u00f0 &#8211; m\u00f8guliga &#8211; skj\u00f3tt stundar m\u00f3ti vali aftur. N\u00fa skulu vit aftur vera vitni til ein bardaga um sessir, har realpolitikkurin ver\u00f0ur burturgoymdur, me\u00f0an politikkarar br\u00faka meira orku upp\u00e1 at skilja seg fr\u00e1 hinum \u00ed valstr\u00ed\u00f0num, enn upp\u00e1 at finna saman um loysnir. Ein f\u00e6r hug at spyrja: Hvat skal ta\u00f0 til? Er ta\u00f0 ney\u00f0ugt? Fer ein n\u00fdggj stj\u00f3rn veruliga at gera nakran mun kortini? Ella er ta\u00f0 meira sannl\u00edkt, at eitt n\u00fdval ikki f\u00e6r okkum av fetanum, men br\u00fdtur bara kontinuitetin av og frystir menningina ni\u00f0ur, \u00f3vist hvussu leingi? Hava vit r\u00e1\u00f0 til ta\u00f0? Hava vit r\u00e1\u00f0 til at spilla t\u00ed\u00f0 \u00e1 henda h\u00e1tt &#8211; serliga n\u00fa \u00ed krepput\u00ed\u00f0um, har vit veruliga hava br\u00fak fyri effektivum realpolitikki? J\u00fast \u00ed t\u00ed h\u00f8pinum er henda greinin enn l\u00edka aktuel:<\/em><\/p>\n<p>Alheimsger\u00f0in:<br \/>\n<strong>Hvar eru vit \u00e1 veg \u00ed F\u00f8royum?<\/strong><\/p>\n<p><em>Eftir Elina Brimheim Heinesen<\/em><\/p>\n<p><strong><a href=\"http:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-content\/uploads\/2012\/04\/politics_everystockphoto-14359-o.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignright size-medium wp-image-1162\" title=\"politics_everystockphoto-14359-o\" src=\"http:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-content\/uploads\/2012\/04\/politics_everystockphoto-14359-o-300x135.jpg\" alt=\"\" width=\"300\" height=\"135\" \/><\/a>Sj\u00f3narringurin m\u00e1 brei\u00f0kast, um F\u00f8royar skulu kl\u00e1ra seg \u00e1 alheims markna\u00f0inum \u00ed framt\u00ed\u00f0ini. Visj\u00f3n 2015 hevur sett fer\u00f0 \u00e1 eitt alney\u00f0ugt kjak um, hvussu f\u00f8royingar skulu s\u00edggja seg sj\u00e1lvar \u00ed einum st\u00f8rri perspektivi. Men enn halda n\u00f3gv fast \u00ed avolda\u00f0um ideologiskum \u00edmyndum og br\u00faka \u2013 av gomlum vana \u2013 mestu orkuna upp\u00e1 kegl um partapolitikk \u00edsta\u00f0in fyri at taka st\u00f8\u00f0u til t\u00e6r veruligu avbj\u00f3\u00f0ingarnar.<\/strong><\/p>\n<p>Politiska kjaki\u00f0 \u00ed F\u00f8royum er beiskt, n\u00fa vit meira og meira gerast partur av alheimssamfelagnum. T\u00e1 talan fellir \u00e1 st\u00f8\u00f0utakanina til alheimsger\u00f0ina \u2013 til tj\u00f3\u00f0skaparligu vir\u00f0i okkara \u00ed mun til vi\u00f0urskiftini vi\u00f0 \u00fatheimin, serliga Danmark og ES \u2013 er ein av st\u00f3ru spurningunum: Hvussu kunnu vit var\u00f0veita tj\u00f3\u00f0skaparligu vir\u00f0i okkara undir umst\u00f8\u00f0um, har umheimurin streingir meir og meir \u00e1.<\/p>\n<p>T\u00e1 sambandskreftirnar aftur fingu betri f\u00f3tafesti, royndi ytri tj\u00f3\u00f0veldisvongurin at tekna\u00f0 eina dapra mynd av framt\u00ed\u00f0 f\u00f8royinga, t\u00e1 valdi\u00f0 eftir teirra tykki var yvirtiki\u00f0 av einum afturhaldandi landsst\u00fdri, sum setti menning okkara sum tj\u00f3\u00f0 \u00e1rt\u00edggjundir aftur. Ein skilir v\u00f3nbroti\u00f0, men eru atfinningarnar relevantar, t\u00e1 vit hyggja at t\u00ed st\u00f3ra samanhanginum? Hvussu n\u00f3gv hevur ta\u00f0 \u00ed roynd og veru at siga fyri menningina \u00ed F\u00f8royum, hv\u00f8r i\u00f0 situr vi\u00f0 r\u00f3\u00f0ri?<\/p>\n<p>Eg lurta\u00f0i fyri eini t\u00ed\u00f0 s\u00ed\u00f0ani eftir \u00e1hugaverdari sending \u00e1 Danmarks Radio P1, har danski rith\u00f8vundurin og kunningart\u00f8knisserfr\u00f8\u00f0ingurin Ole Gr\u00fcnbaum tosa\u00f0i um danska samfelagskjaki\u00f0 um tj\u00f3\u00f0skaparlig vir\u00f0i. Eitt kjak, sum er frammi n\u00fa orsaka av \u00f8kta tr\u00fdstinum, mangir danir kenna fr\u00e1 st\u00f3ru tilflytingini til Danmark \u2013 serliga fr\u00e1 muslimsku londunum. Danska kjaki\u00f0 um tj\u00f3\u00f0skaparlig vir\u00f0i kann \u00e1 n\u00f8krum \u00f8kjum samanberast vi\u00f0 f\u00f8royska kjaki\u00f0 um ta\u00f0 sama.<\/p>\n<p>Ole Gr\u00fcnbaum v\u00edsti \u00ed hesum samanhanginum \u00e1, hvussu heimssamfelagi\u00f0 hevur broytt seg so \u00f3metaliga n\u00f3gv seinastu 30-40 \u00e1rini, og hvussu hetta hevur broytt fyritreytirnar fyri hugbur\u00f0in, og \u00e1 hv\u00f8nn h\u00e1tt gamal hugbur\u00f0ur ikki longur er t\u00ed\u00f0arh\u00f3skandi.<\/p>\n<p><strong>Tj\u00f3\u00f0skaparkjaki\u00f0 &#8211; ein anakronisma<\/strong><br \/>\nVit kunnu samanbera tj\u00f3\u00f0skaparkjaki\u00f0 eitt sindur vi\u00f0 kapitalismukritikkin, sum serliga var frammi \u00ed 70\u2019unum. Ole Gr\u00fcnbaum helt fyri, at \u00ed dag er sosialisman sum samfelagsskipan dey\u00f0. Fyri ta\u00f0 ber t\u00f3 v\u00e6l til enn at finnast at kapitalismuni. Men ta\u00f0 er bara ikki tann sama kapitalisman, sum r\u00e6\u00f0ur longur. Fyrstu 60-70 \u00e1rini \u00ed fyrru \u00f8ld var \u00edmyndin av kapitalismuni ein tekning av einum feitum heils\u00f8lumanni \u00ed h\u00f8gum hatti og jakkaveli vi\u00f0 serviettinum bundnum um h\u00e1lsin og vi\u00f0 eini st\u00f3rari steik \u00e1 gaflinum, sum hann \u00e1t gramliga, me\u00f0an tey f\u00e1t\u00e6ku sv\u00f8ltandi hugdu at honum. Henda myndin gav meining t\u00e1. Hon v\u00edsti eina kl\u00e1ra mynd av f\u00edggindanum &#8211; honum, f\u00f3lki\u00f0 skuldu gera uppreistur \u00edm\u00f3ti. Men \u00ed dag er kapitalisman anna\u00f0lei\u00f0is.<\/p>\n<p>Kapitalisman kann ikki longur identifiserast vi\u00f0 pers\u00f3nar. Kapitalisman er ein real time alheims telduskipan. Ta\u00f0 eru pensi\u00f3nskassar \u2013 tvs. l\u00f8nm\u00f3ttakarar sum t\u00fa og eg \u2013 i\u00f0 eiga ein sera st\u00f3ran part av vinnul\u00edvinum \u00ed ver\u00f0ini. T\u00fa kanst siga, at kapitalisman hevur sigra\u00f0, t\u00ed hon er \u00ed okkum \u00f8llum. T\u00e1 i\u00f0 funnist ver\u00f0ur at kapitalismuni \u00ed dag, er ta\u00f0 ofta \u00e1 ein hykleriskan h\u00e1tt, t\u00ed f\u00f3lk \u2019gloyma\u2019, at vit \u00f8ll eru kapitalistar. (Spyr bara bankar\u00e1\u00f0geva t\u00edn). Vit mugu eisini hyggja at okkara egnu kapitalismu.<\/p>\n<p><strong>Hvat er fr\u00e6lsi?<\/strong><br \/>\nKapitalisman er ikki tj\u00f3\u00f0armonopolistisk longur, seg\u00f0i Ole Gr\u00fcnbaum. Tj\u00f3\u00f0skaparliga fr\u00e6lsisstr\u00ed\u00f0i\u00f0, sum bl\u00f3ma\u00f0i \u00ed 60\u2019unum og 70\u2019unum, t\u00e1 n\u00f3gv hj\u00e1lond fingu loysing, er \u00ed n\u00f3gvum f\u00f8rum enda\u00f0 \u00ed einari sj\u00e1lvsands\u00f8gn \u2013 serliga fyri tey londini, sum s\u00f3u sosialistisku samfelagsskipanina sum eitt alternativ til kapitalismuna. Tey allarmest kollveltingarsinna\u00f0u londini, sum rivu seg leys fr\u00e1 koloniharrunum og vildu gerast heilt \u00f3bundin av \u00f8\u00f0rum, eru \u00ed dag vor\u00f0in d\u00f8pur kollveltingarfornminniss\u00f8vn \u2013 t.d. Cuba, Zimbabwe ella Nor\u00f0ur Korea, har f\u00f3lksins besta v\u00f3n er, at lei\u00f0ararnir doyggja.<\/p>\n<p>Fr\u00e6lsi fyri eitt land er t\u00ed &#8211; eftir Ole Gr\u00fcbaum\u2019sa meting &#8211; ikki at melda seg \u00fat \u00far heimssamfelagnum, at avbyrgja seg og bert ansa s\u00e6r sj\u00e1lvum. Fr\u00e6lsi er ikki ideologiirnar, sum gerast ein samfelagslig spennitroyggja. Nei, fr\u00e6lsi er at vera vi\u00f0 \u00ed felagsskapinum! At vera vi\u00f0 \u00ed netverkinum, t\u00ed ta\u00f0 er har, fr\u00e6lsi liggur. Ta\u00f0 er har, menningin fer fram. Ta\u00f0 er har, v\u00e6lfer\u00f0in liggur. Ta\u00f0 er har mentanin er, sum er til at halda \u00fat at vera \u00ed.<\/p>\n<p><strong>Hykleriskt at b\u00f3lka hv\u00f8nnannan<\/strong><br \/>\nRoyndirnar eru enn n\u00f3gvar \u2013 eisini \u00ed F\u00f8royum \u2013 at skapa gamlar ideologiskar \u00edmyndir um tey \u2019\u00f3ndu hini\u2019, sum postmodernistarnir kalla ta\u00f0. Ein konstruerar seg sj\u00e1lvan vi\u00f0 at konstruera tey \u2019\u00f3ndu hini\u2019. Eins og sosialisman gj\u00f8rdi ta\u00f0 vi\u00f0 kapitalismuna. Eins og (n\u00f3gv) tj\u00f3\u00f0veldisf\u00f3lk gera ta\u00f0 vi\u00f0 sambandsf\u00f3lk (og umvent) og\/ella vi\u00f0 danir. Eins og Dansk Folkeparti ger ta\u00f0 vi\u00f0 muslimsku tilflytararnar \u00ed Danm\u00f8rk. Og tey vinstraradikalu gera ta\u00f0 vi\u00f0 Dansk Folkeparti. \u00d8ll henda ideologiska konstrukti\u00f3nin vi\u00f0 teim \u2019\u00f3ndu hinum\u2019, sum ein eisini kann kalla \u2019leguhugsan\u2019 \u2013 er ikki longur aktuell. \u00d8ll hava bara ikki heilt givi\u00f0 t\u00ed ans enn \u00ed F\u00f8royum.<\/p>\n<p>N\u00f3gv hevur veri\u00f0 tosa\u00f0 um samanleggingar av fyrit\u00f8kum \u00ed vinnul\u00edvinum seinastu 30 \u00e1rini, me\u00f0an minni ver\u00f0ur hugsa\u00f0 um, at minst l\u00edka n\u00f3gvar samanleggingar eru farnar fram millum mentanir og ideologiir. \u00cd dag ganga m\u00f8rkini millum einu s\u00ed\u00f0una og hina s\u00ed\u00f0una mitt ni\u00f0ur \u00edgj\u00f8gnum hv\u00f8nn einstakan av okkum. Vit eru ikki longur bara til eina s\u00ed\u00f0u, men til b\u00e1\u00f0ar. Vit eru \u00f8ll b\u00e6\u00f0i national og transnational. Vit eru \u00f8ll b\u00e6\u00f0i vinstra- og h\u00f8grahall. Vit eru \u00f8ll b\u00e6\u00f0i tj\u00f3\u00f0veldisf\u00f3lk og sambandsf\u00f3lk\u2026!<\/p>\n<p>T\u00ed er ta\u00f0 hykleriskt, t\u00e1 i\u00f0 ein vil identifisera tey \u2019\u00f3ndu hini\u2019 vi\u00f0 \u00e1v\u00edsar b\u00f3lkar \u00ed samfelagnum, har ein metir seg sj\u00e1lvan at vera millum tey g\u00f3\u00f0u og reinu \u2013 tey kroniskt \u00f3seku \u2013 me\u00f0an hini eru \u201dtey \u00f3ndu\u201d. \u00cd hesum sambandinum er freistandi at spyrja: Eru allir sambandsf\u00f8royingar veruliga minni f\u00f8royingar enn tj\u00f3\u00f0veldisf\u00f8royingar? Og eru allir tj\u00f3\u00f0veldisf\u00f8royingar minni kosmopolittar enn sambandsf\u00f8royingar?<\/p>\n<p><strong>Hv\u00f8r st\u00fdrir \u00fatviklinginum?<\/strong><br \/>\nEin kundi spurt: Men er ta\u00f0 ikki ney\u00f0ugt at halda l\u00edv \u00ed politiska samfelagsliga kjakinum, har partarnir standa beint yvir av hv\u00f8rjum \u00f8\u00f0rum og halda seg hv\u00f8r s\u00e6r hava r\u00e6ttin, me\u00f0an hini fara skeiv? J\u00fa, ta\u00f0 kann vera sera undirhaldandi, men um ikki kjaki\u00f0 sn\u00fdr seg um naka\u00f0, sum hevur r\u00f3t \u00ed veruleikanum, er ta\u00f0 j\u00fa l\u00edka miki\u00f0.<\/p>\n<p>Sum sagt eru vit \u00ed dag b\u00e6\u00f0i national og transnational. Ta\u00f0 vil m.a. siga, at samfelagsgongdin \u00ed veruleikanum ikki ver\u00f0ur avgj\u00f8rd \u00ed serliga st\u00f3ran mun inni \u00ed l\u00f8gtingsh\u00fasinum ella \u00fati \u00ed Tinganesi. F\u00f3lki\u00f0 kann ikki velja eina \u00e1v\u00edsa lei\u00f0, sum f\u00f3lki\u00f0 meinar, er tann r\u00e6tta, vi\u00f0 at velja ein \u00e1v\u00edsan meiriluta inn \u00ed l\u00f8gtingi\u00f0, t\u00ed gongdin ver\u00f0ur \u00ed veruleikanum ikki avgj\u00f8rd har. Heimsins gongd ver\u00f0ur avgj\u00f8rd \u00ed einari r\u00f8\u00f0 av netverkum, har nakrar (f\u00e1ar) avger\u00f0ir kanska koma innum tingsins g\u00e1tt \u2013 t\u00e6r flestu ikki. Har eru stj\u00f3rnir, har eru NGO-felagskapir (privatir hj\u00e1lparfelagskapir), har eru Greenpeace og antiglobalistarnir, sum er heimsins st\u00f8rsta f\u00f3lkar\u00f8rsla \u00ed l\u00f8tuni. Har eru altj\u00f3\u00f0a felagsskapir, har eru alheims fyrit\u00f8kur. Har eru films- og t\u00f3nleika\u00eddna\u00f0urin \u2013 t\u00f3nleikastj\u00f8rnur, m\u00f3taskaparar og a\u00f0rir trendsetarar osfr. Landsst\u00fdri\u00f0 og l\u00f8gtingsmeirilutin er bara eitt l\u00edti\u00f0 netverk \u00fat av so n\u00f3gvum.<\/p>\n<p><strong>Vit eru heimsborgarar<\/strong><br \/>\nSo kunnu vit gera politiskar stevnuskr\u00e1ir og liggja og kjakast so gali\u00f0 vit vilja \u00ed l\u00edtlu F\u00f8royum, til vit liggja n\u00e6stan dey\u00f0 og bl\u00f8\u00f0andi eftir \u00e1 v\u00ed\u00f0v\u00f8llinum. Men ta\u00f0 hevur bara ongan t\u00fddning fyri st\u00f3ra samanhangin, sum vit \u00f8ll eru partur av meira enn nakrant\u00ed\u00f0. Vit kunnu ikki halda \u00e1 at liva \u00ed illusi\u00f3nini um, at F\u00f8royar enn liggja \u00f3spiltar og \u00f3r\u00f8rdar \u00ed Nor\u00f0uratlantshavinum, og at einasti m\u00e1tin at var\u00f0veita okkara serkenni og reinleika er at leggja sj\u00f3gv millum okkum og onnur. Hetta er vanahugsan, sum er avgomul. Og vanar eru sum vera man t\u00edverri r\u00e6ttiliga seigl\u00edva\u00f0ir.<\/p>\n<p>Veruleikin er, at t\u00e1 vit keypa \u00fatlendskar v\u00f8rur \u00ed sj\u00e1lvt\u00f8kuhandlunum \u2013 t\u00e1 vit byggja h\u00fas vi\u00f0 \u00fatlendskum vi\u00f0i \u2013 t\u00e1 vit selja fisk okkara \u2013 t\u00e1 vit fer\u00f0ast uttanlands sum fer\u00f0af\u00f3lk, emb\u00e6tisf\u00f3lk ella handilsf\u00f3lk \u2013 ella bara t\u00e1 vit hyggja at fylgisveinasj\u00f3nvarpi ella r\u00f3gva \u00e1 aln\u00f3tini, sum vit gera meira og meira, og solei\u00f0is fylgja vi\u00f0 \u00ed heimsins gongd, eru vit \u00f8ll partur av heimssamfelagnum, eins v\u00e6l sum av okkara egna lokala samfelag. Vit eru ikki bara f\u00f8royingar \u2013 ta\u00f0 eru ikki bara fj\u00f8ll, fuglur, fiskur, sey\u00f0ur, grindadr\u00e1p og kristnitr\u00fagv, sum ger okkum til ta\u00f0, vit eru. Vit eru eisini heimsborgarar. Ta\u00f0 er \u00ed allarh\u00e6gsta grad eisini samskifti vi\u00f0 umheimin, sum ger okkum til ta\u00f0, vit eru, og sum ikki minst mennir okkum sum menniskju \u2013 og andsl\u00edv og mentanarl\u00edv okkara.<\/p>\n<p><strong>For\u00f0ingarnar<\/strong><br \/>\nVit koma ikki v\u00ed\u00f0ari, so leingi vit hava tv\u00edb\u00fdttar politiskar vengur, sum halda l\u00edv \u00ed gomlum sv\u00f8rt-hv\u00edtum f\u00edggindasp\u00f8kilsum \u2013 tj\u00f3\u00f0veldisvongurin \u00ed s\u00ednari \u00edmynd um reinleika f\u00f8royinga einumegin \u00ed mun til danska koloniharrad\u00f8mi og samansv\u00f8rjingar m\u00f3ti f\u00f8royingum hinumegin. Og \u00edmyndini um F\u00f8roya-elskandi tj\u00f3\u00f0veldisvongin einumegin \u00ed mun til \u2019hentu b\u00fdttlingar\u2019 dana \u00ed F\u00f8royum (sambandsvongin) hinumegin. Me\u00f0an sambandsvongurin \u00ed s\u00ednum lag heldur l\u00edv \u00ed s\u00edni klettafastu tr\u00fagv upp\u00e1, at ta\u00f0 einasta \u2018r\u00e6tta\u2019 er at tv\u00edhalda um r\u00edkisfelagsskapin, og \u00edmyndini um at ein og hv\u00f8r, sum h\u00f3ttir r\u00edkisfelagsskapin, h\u00f3ttir eisini eksistensgrundarlag f\u00f8royinga. So leingi vit tv\u00edhalda um hesar \u00edmyndir \u2013 ja, so kemur lokala politiska kjaki\u00f0 einans at sn\u00fagva seg um, hv\u00f8rji tey \u00f3ndu eru, og hv\u00f8rji tey g\u00f3\u00f0u eru.<\/p>\n<p>Hetta er bara vi\u00f0 til at \u00f8kja um \u00f3hepnu fr\u00e1st\u00f8\u00f0una millum politisku partarnar og millum F\u00f8royar og heimssamfelagi\u00f0 \u2013 og ger okkum enn meira maktaleys, t\u00ed vit nokta at sp\u00e6la vi\u00f0 har, sum veruligu avger\u00f0irnar ver\u00f0a tiknar. \u00cdsta\u00f0in br\u00faka vit alla orku okkara upp\u00e1 innanh\u00fdsis pers\u00f3nligt kegl og klandur. Hetta var m.a. ors\u00f8kin til, at Su\u00f0ur-Afrika, h\u00f3ast \u00f3metaliga st\u00f3rt n\u00e1tt\u00farligt r\u00edkid\u00f8mi, gj\u00f8rdist avbyrgt og eftirb\u00e1tur \u00e1 n\u00f3gvum \u00f8kjum, og at Apartheid livdi so leingi \u00ed Su\u00f0ur-Afrika. \u00d8ll orkan bleiv br\u00fakt til at keglast um rasuatskiljing ella ikki, me\u00f0an tey \u2018veruligu evnini\u2019, so sum at finna konstruktivar politiskar loysnir \u00ed konkretum m\u00e1lum og fyri samfelagi\u00f0 sum heild, ongant\u00ed\u00f0 fingu ordiliga loyvi at koma \u00e1 dagsskr\u00e1nna.<\/p>\n<p><strong>Hvussu koma vit v\u00ed\u00f0ari?<\/strong><br \/>\nSvart-hv\u00edta kjaki\u00f0 f\u00f8rir ongasta\u00f0ni, og lei\u00f0ir bert burtur fr\u00e1 teimum st\u00f3ru evnunum, sum veruliga hava t\u00fddning fyri framt\u00ed\u00f0 F\u00f8roya at tosa um \u2013 nevniliga:<\/p>\n<p>Hvat merkir \u2019fr\u00e6lsi\u2019 \u00ed roynd og veru? \u00d8ll ynskja fr\u00e6lsi \u2013 men fr\u00e6lsi til hvat? Eingin ynskir at vera tr\u00e6lur \u2013 sj\u00e1lvt ikki sambandsf\u00f3lk. \u00d8ll vilja hava sj\u00e1lvsavger\u00f0arr\u00e6tt og \u00e1virkan \u00e1 egna lagnu. Hvat kunnu vit gera sj\u00e1lvi \u00ed F\u00f8royum fyri at \u00f8kja um sj\u00e1lvsavger\u00f0arr\u00e6tt f\u00f8royinga, okkara sj\u00e1lvsvir\u00f0ing og okkara v\u00e6lfer\u00f0? Hv\u00f8rjir eru bestu m\u00f8guleikarnir fyri hesum &#8211; uttanfyri ella innanfyri altj\u00f3\u00f0a felagsskapirnir? Hv\u00f8nn leiklut kunnu vit sum f\u00f8royingar sp\u00e6la \u00ed heimssamfelagnum? Hvussu kunnu vit sp\u00e6la ein aktivan leiklut? Hv\u00f8nn leiklut f\u00e1a vit, um vit fara burtur\u00far r\u00edkisfelagskapinum? Skulu vit halda okkum uttanfyri altj\u00f3\u00f0a felagskapir \u2013 ella skulu vit melda okkum inn \u00ed t.d. EU?<\/p>\n<p>Hetta eru relevantir spurningar at f\u00e1a grei\u00f0u \u00e1, t\u00e1 vit vilja finna \u00fat av, hvussu vit gera samfelagi\u00f0 so demokratiskt sum gj\u00f8rligt, og hvussu vit vilja tryggja, at tann einstaki f\u00e6r so st\u00f3ran avger\u00f0arr\u00e6tt yvir egi\u00f0 l\u00edv sum gj\u00f8rligt. Sj\u00e1lvsavger\u00f0arr\u00e6ttur eigur ikki at sn\u00fagva seg um ideologi og dogmur um at var\u00f0veita eina reina \u00f3spilta tj\u00f3\u00f0 m\u00f3tvegis einum h\u00f3ttandi umheimi (t.d. Danmark\/EU), men \u00ed roynd og veru bara um at loysa nakrar praktiskar spurningar \u00ed mun til tann alheims veruleika vit liva \u00ed \u00ed dag (um vit vilja ta\u00f0 ella ikki).<\/p>\n<p>Her mugu vit vera konstruktiv, um vit skulu n\u00e1a \u00farslit, og ikki so bundin av vanahugsan, sum heldur okkum fast \u00ed sl\u00edtandi \u00f3semjum um hugbur\u00f0 og hugt\u00f8k, sum ikki eru til longur. \u00cd \u00f8llum f\u00f8rum ikki \u00ed sama hami sum fyrr. T\u00ed so leingi vit tv\u00edhalda um svart-hv\u00edta hugsunarh\u00e1ttin, ja, so leingi vengurnir hv\u00f8r s\u00e6r ikki r\u00e6ttiliga vi\u00f0urkenna, at \u00ed einum og hv\u00f8rjum tj\u00f3\u00f0veldisf\u00f3lki b\u00fdr eisini eitt l\u00edti\u00f0 sambandsf\u00f3lk \u2013 og at \u00ed einum og hv\u00f8rjum sambandsf\u00f3lki b\u00fdr eisini eitt l\u00edti\u00f0 tj\u00f3\u00f0veldisf\u00f3lk \u2013 koma vit ikki av fetanum.<\/p>\n<p>Elin Brimheim Heinesen, 2006<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Eg fekk hug at endurgeva hesa grein, sum eg skriva\u00f0i \u00ed 2006, n\u00fa samgongan hongur \u00ed einum tunnum tr\u00e1\u00f0 og ta\u00f0 &#8211; m\u00f8guliga &#8211; skj\u00f3tt stundar m\u00f3ti vali aftur. N\u00fa skulu vit aftur vera vitni til ein bardaga um sessir, har realpolitikkurin ver\u00f0ur burturgoymdur, me\u00f0an politikkarar br\u00faka meira orku upp\u00e1 at skilja seg fr\u00e1 hinum &hellip; <\/p>\n<p><a class=\"more-link btn\" href=\"https:\/\/heinesen.info\/wp\/blog\/2011\/03\/28\/hvar-eru-vit-a-veg-i-foroyum\/\">Continue reading<\/a><\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":1162,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"amp_status":"","footnotes":""},"categories":[20,8,32],"tags":[120,262,260,258,45,254,261,257,259],"class_list":["post-729","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-foroyar","category-foeroyskt","category-samfelag-politikkur","tag-alheimsgerd","tag-folkaraedi","tag-heimsborgarar","tag-kapitalisma","tag-samband","tag-sjalvbjargni","tag-sjalvsavgerdarraettur","tag-tjodskapur","tag-tjodveldi","item-wrap"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/729","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=729"}],"version-history":[{"count":10,"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/729\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":8567,"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/729\/revisions\/8567"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/media\/1162"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=729"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=729"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=729"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}