{"id":6235,"date":"2019-09-05T17:50:29","date_gmt":"2019-09-05T16:50:29","guid":{"rendered":"http:\/\/heinesen.info\/wp\/?p=6235"},"modified":"2026-08-03T11:31:40","modified_gmt":"2026-08-03T10:31:40","slug":"verjid-javnraettindi-teirra-samkyndu","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/blog\/2019\/09\/05\/verjid-javnraettindi-teirra-samkyndu\/","title":{"rendered":"Verji\u00f0 javnr\u00e6ttindi teirra samkyndu!"},"content":{"rendered":"<p><strong><a href=\"http:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-content\/uploads\/2019\/09\/CC42291B-5D5F-4A43-A0D6-7377026E4373_4_5005_c.jpeg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignright wp-image-6279\" src=\"http:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-content\/uploads\/2019\/09\/CC42291B-5D5F-4A43-A0D6-7377026E4373_4_5005_c.jpeg\" alt=\"CC42291B-5D5F-4A43-A0D6-7377026E4373_4_5005_c\" width=\"340\" height=\"258\" \/><\/a><\/strong><strong>Um okkum d\u00e1mar ta\u00f0 ella ei, er samkyndleiki ein veruleiki, vit ikki kunnu lata eyguni aftur fyri, er til. Antin g\u00f3\u00f0taka vit henda veruleika, ella gera vit ta\u00f0 ikki. Men ta\u00f0 hj\u00e1lpir l\u00edti\u00f0 at stinga h\u00f8vdi\u00f0 \u00ed sandin. Samkynd hava alt\u00ed\u00f0 veri\u00f0 til og fara ikki at hv\u00f8rva, l\u00edkamiki\u00f0 hvat ver\u00f0ur gj\u00f8rt fyri at for\u00f0a hesum f\u00f3lkum \u00ed at elska s\u00edtt egna kyn. Er naka\u00f0 alternativ til at g\u00f3\u00f0taka veruleikan, sum hann n\u00fa einafer\u00f0 er? Summi vilja seta seg millum tveir st\u00f3lar. Eg lesi t.d. ofta \u00e1 Facebook, at f\u00f3lk siga seg \u201celska tey samkyndu &#8211; bara ikki teirra livih\u00e1tt\u201d. Sum um ta\u00f0 onkursvegna er ein umbering fyri at gera mismun \u00e1 samkyndum og \u00f8\u00f0rum. Men kanst t\u00fa bl\u00e1sa og hava mj\u00f8l \u00ed munninum \u00ed senn?<\/strong><\/p>\n<p><em>Eftir Elina Brimheim Heinesen<\/em><\/p>\n<h4>Hv\u00ed er \u2018at elska\u2019 og \u2018at elska\u2019 ikki ta\u00f0 sama?<\/h4>\n<p>Eg undrist \u00e1, hvat hetta \u00ed grundini merkir &#8211; at f\u00f3lk \u201celska samkynd\u201d men ikki d\u00e1ma \u201cteirra livih\u00e1tt\u201d. Eg undrist \u00e1, hvat f\u00f3lk s\u00edggja fyri s\u00e6r. Hvat hugsa f\u00f3lk, t\u00e1 tey siga, at teimum ikki d\u00e1mar \u201clivih\u00e1ttin\u201d hj\u00e1 teim samkyndu? Hvat er ta\u00f0 presist teimum ikki d\u00e1mar? Hvat er ta\u00f0 fyri ein m\u00e1ti at liva, tey halda, er so andstyggiligur? Hv\u00ed er hesin m\u00e1tin verri enn m\u00e1tin at liva hj\u00e1 \u00f8\u00f0rum? Samkynd eru ikki perfekt, nei. Men hv\u00f8r er ta\u00f0? \u00d8ll eru ikki l\u00edka. Er ta\u00f0 ikki minst l\u00edka n\u00f3gv \u00ed m\u00e1tanum, n\u00f3gv hinskynd liva upp\u00e1, sum kann vera \u00f3d\u00e1mligt? Hvat presist er ta\u00f0, sum ger, at m\u00e1tin hj\u00e1 teimum samkyndu skuldi veri\u00f0 verri enn tann hj\u00e1 hinskyndum? Hvat er ta\u00f0, sum skuldi r\u00e6ttv\u00edstgj\u00f8rt, at ein ger mun \u00e1 samkyndum og hinskyndum?<\/p>\n<p>Ella er ta\u00f0 m\u00e1tin at elska, f\u00f3lki ikki d\u00e1mar? Hvat er so andstyggiligt \u00ed, at eitt menniskja elskar eitt anna\u00f0 menniskja? J\u00fast hvat er munurin \u00e1 m\u00e1tanum ein samkynd\/ur elskar og m\u00e1tanum ein hinskynd\/ur elskar, sum ger tann eina m\u00e1tan so n\u00f3gv andstyggiligari enn hin? Hv\u00ed er ta\u00f0 \u00ed lagi hj\u00e1 summum at elska, men ikki hj\u00e1 \u00f8\u00f0rum, bara t\u00ed tey hava forelska\u00f0 seg \u00ed einum menniskja av sama kyni? Hvat er \u00ed grundini so n\u00f3gv \u00f8\u00f0rv\u00edsi \u00ed t\u00ed m\u00e1tanum, at ta\u00f0 r\u00e6ttv\u00edsger, at man vi\u00f0 l\u00f3g partt\u00fa skal for\u00f0a hesum menniskjum \u00ed at hava somu r\u00e6ttindi til at sta\u00f0festa teirra k\u00e6rleika og tryggja teirra elska\u00f0a, \u00e1 sama h\u00e1tt sum onnur elskandi kunnu?<\/p>\n<p>Er ta\u00f0 veruliga \u201cat elska tey samkyndu\u201d ikki at vilja loyva teimum at liva saman vi\u00f0 s\u00ednum elska\u00f0a undir somu treytum sum onnur? Hv\u00ed nokta summum henda m\u00f8guleika og ikki \u00f8\u00f0rum, bara t\u00ed tann, tey elska, er av sama kyni? Hvussu kann man r\u00e6ttv\u00edsgera at gera hendan munin \u00e1 f\u00f3lki? Er tann k\u00e6rleikin ikki akkur\u00e1t l\u00edka dj\u00fapur og l\u00edka n\u00f3gv verdur at fagna? Hvat er ta\u00f0, sum er so r\u00e6\u00f0uligt vi\u00f0 t\u00ed k\u00e6rleikanum?<\/p>\n<h4>Er ta\u00f0 haturfult at seta spurningar?<\/h4>\n<p>Nei, eg spyrji bara, t\u00ed eg havi sera ilt vi\u00f0 at s\u00edggja munin. Eg havi sera ilt vi\u00f0 at s\u00edggja ta\u00f0 andstyggiliga \u00ed, at f\u00f3lk elska hv\u00f8rt anna\u00f0 &#8211; at tey vilja liva saman og vera g\u00f3\u00f0 vi\u00f0 hv\u00f8rt anna\u00f0 og skapa s\u00e6r eina g\u00f3\u00f0a tilveru saman, har tey liva \u00ed fri\u00f0i og n\u00e1\u00f0um millum onnur, og har tey gera s\u00ednar skyldur sum samfelagsborgarar, arbei\u00f0a og gjalda s\u00edn skatt sum \u00f8ll onnur. Hvat er ta\u00f0, sum er so r\u00e6\u00f0uligt vi\u00f0 einum sl\u00edkum livih\u00e1tti?<\/p>\n<p>Eg havi sett hesar somu spurningar \u00e1 Facebook \u00e1\u00f0ur, og havi undrast \u00e1, at teir hava veri\u00f0 sk\u00fdrdir fyri at vera haturstala m\u00f3ti kristnum, og at eg s\u00e1i split vi\u00f0 at seta teir. Lat meg undirstrika, at ta\u00f0 \u00e1 ongan h\u00e1tt er m\u00edn \u00e6tlan at leggja nakran sum helst undir hatur vi\u00f0 at seta hesar spurningar &#8211; ei heldur at s\u00e1a split. Tv\u00f8rtur\u00edm\u00f3ti. Eg havi heilt einfalt sett hesar spurningar av einum \u00e6rligum hjarta, t\u00ed eg veruliga ikki skilji, hv\u00ed f\u00f3lk taka undir vi\u00f0 at for\u00f0a n\u00f8krum \u00ed at elska eitt anna\u00f0 menniskja. Og t\u00ed eg ynski, at f\u00f3lk spyrja seg sj\u00e1lvi um r\u00edmiligheitina \u00ed t\u00ed, tey siga um tey samkyndu.<\/p>\n<p>Eg ynski bara, at f\u00f3lk hugsa seg um, t\u00e1 tey \u00fattala seg um samkynd. Eg veit ikki, um tey vita, hvussu s\u00e6randi ta\u00f0 er, t\u00e1 hesin k\u00e6rleiki, sum er akkur\u00e1t l\u00edka ekta\u00f0ur og reinur sum allur annar k\u00e6rleiki, ver\u00f0ur kalla\u00f0ur &#8220;ein spilt v\u00f8ra&#8221; og alt m\u00f8guligt anna\u00f0 andstyggiligt. Ta\u00f0 tykist, sum um f\u00f3lk, i\u00f0 siga sl\u00edkt, p\u00farasta gloyma &#8211; ella ikki skilja, at tey tosa um menniskju vi\u00f0 j\u00fast somu kenslum sum \u00f8ll onnur menniskju. Ta\u00f0 er, sum um tey ikki vita, at sl\u00edkt kennist sum mannminkandi ni\u00f0urgering og reinur \u00e1gangur fyri tey samkyndu, familjur og vinir teirra. At br\u00faka B\u00edbliuna til at r\u00e6ttv\u00edsgera \u00e1gang \u00e1 \u00f3sek f\u00f3lk, tykist ikki bara at vera f\u00e1vitska, men eisini f\u00e1fongd og hugm\u00f3\u00f0, t\u00ed sbrt. kristnu tr\u00fanni er ta\u00f0 einans ein, i\u00f0 kann d\u00f8ma \u00ed s\u00ed\u00f0sta enda.<\/p>\n<h4>Ein r\u00f8randi k\u00e6rleikskv\u00f8\u00f0a<\/h4>\n<p>Vinaliga lesi\u00f0 k\u00e6rleikskv\u00f8\u00f0una ni\u00f0anfyri. Hetta er ein av vakrastu k\u00e6rleikskv\u00f8\u00f0unum, eg nakrant\u00ed\u00f0 havi lisi\u00f0:<\/p>\n<blockquote><p>This is my person.<br \/>\nThis is my love.<br \/>\nThe biggest love.<br \/>\nThe love of my life.<br \/>\nThis is the match of a lifetime.<br \/>\nThe tinder date that lasted for weeks.<br \/>\nThe most beautiful human I\u2019ve ever met.<br \/>\nThis is who makes me laugh every day.<br \/>\nWho takes me on adventures I never thought I\u2019d have.<br \/>\nThis is who makes me feel excited, makes me feel calm, makes me feel free, makes me feel safe all at the same time.<br \/>\nThis is who makes me feel beautiful.<br \/>\nThis is who gives me strength.<br \/>\nThis is who has endless support for me.<br \/>\nThis is who lights sparks in my eyes and fireworks in my body.<br \/>\nThis is who I\u2019m gonna write a thousand songs about.<br \/>\nThis is who I didn\u2019t know, I had been looking for all along.<br \/>\nThe person that makes me the best version of me.<br \/>\nAnd who forgives me without hesitation when I\u2019m not.<br \/>\nThis is who treats me better than I thought a significant other was supposed to.Better than I thought I deserved and who made me see that I do.<br \/>\nThis is who loves me for my quirks, silliness and spiky, unshaven legs.<br \/>\nThis is the strongest person I know.<br \/>\nSo kind.<br \/>\nSo brave.<br \/>\nSo curious.<br \/>\nSo adventurous.<br \/>\nSo generous.<br \/>\nSo funny, idealistic and stylish.<br \/>\nA logistics genius with the voice of an actual goddess.<br \/>\nHer whole existence is a fierce act of resistance against societal and familial expectations.<br \/>\nI\u2019ll probably never be able to fully understand the shit that she has to face daily.<br \/>\nAnd still she looks upon the world and sees endless potential.<br \/>\nI want to submerge myself in the depths of her being forever.<br \/>\nThis is who I choose.<br \/>\nThis is who asked me to marry her.<br \/>\nThis is who I said yes to.<br \/>\nThis is my future wife.<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p><\/blockquote>\n<p>D\u00f3ttir m\u00edn, Helena, skriva\u00f0i k\u00e6rleikskv\u00f8\u00f0una til unnustu s\u00edna, Lorri, \u00ed september 2017, beint eftir at Lorri ba\u00f0 Helenu um at giftast vi\u00f0 s\u00e6r. Kv\u00f8\u00f0an \u00edmyndar so sera v\u00e6l, at k\u00e6rleikin millum samkynd er l\u00edka so ekta\u00f0ur og reinur, sum k\u00e6rleikin millum hinskynd er<\/p>\n<h4>Fer dreymurin at bresta?<\/h4>\n<p>T\u00e6r b\u00e1\u00f0ar &#8211; Helena og Lorri &#8211; giftust \u00ed mars \u00ed \u00e1r \u00ed New York, har Lorri er f\u00f8dd og uppvaksin. Ta\u00f0 var eitt fantastiska deiligt br\u00fadleyp, fylt av romantikki, k\u00e6rleika, gle\u00f0i og v\u00f3n fyri framt\u00ed\u00f0ina.<\/p>\n<p>Helena og Lorri m\u00f8ttust \u00ed Keypmannahavn, har Lorri var skiftisn\u00e6mingur. T\u00e6r forelska\u00f0u seg dj\u00fapt \u00ed hv\u00f8rji a\u00f0rari beinanvegin. T\u00e1 sk\u00fala\u00e1ri\u00f0 var li\u00f0ugt, m\u00e1tti Lorri t\u00edverri aftur til USA, h\u00f3ast hon fegin vildi vera verandi. Men solei\u00f0is sp\u00e6lir klaveri\u00f0 ikki \u00ed danska r\u00edkinum. L\u00f3gin for\u00f0a\u00f0i henni \u00ed t\u00ed. So t\u00e6r m\u00e1ttu leingi hava eitt sonevnt &#8220;long distance&#8221; forhold, har t\u00e6r fer\u00f0a\u00f0ust aftur og fram til hv\u00f8rja a\u00f0ra so ofta, sum ta\u00f0 n\u00fa bar til. Alla hesa t\u00ed\u00f0ina droymdu t\u00e6r um sum skj\u00f3tast at sleppa at b\u00fagva fast saman. Men t\u00e1 t\u00fa kemur \u00far hv\u00f8r s\u00ednum landi, er ta\u00f0 n\u00e6stan \u00f3gj\u00f8rligt.<\/p>\n<p>Av t\u00ed at ta\u00f0 var skj\u00f3tast og l\u00e6ttast hj\u00e1 Lorri at f\u00e1a uppihaldsloyvi \u00ed Sv\u00f8r\u00edki, royndu t\u00e6r t\u00ed tann m\u00f8guleikan. \u00cd v\u00e1r eydna\u00f0ist ta\u00f0 endiliga hj\u00e1 teimum at f\u00e1a loyvi til at flyta saman \u00ed Malm\u00f8 beint eftir br\u00fadleypi\u00f0. T\u00e6r v\u00f3ru hepnar at f\u00e1a \u00edb\u00fa\u00f0 og eru \u00f3metaliga gla\u00f0ar og lukkuligar um endiliga at sleppa at b\u00fagva saman fast. Eg havi ikki s\u00e6\u00f0 d\u00f3ttur m\u00edna gla\u00f0ari \u00ed l\u00edvinum.<\/p>\n<p>N\u00e6sta stigi\u00f0 \u00ed dreyminum er at s\u00f8kja um uppihaldsloyvi til Lorri \u00ed F\u00f8royum, so t\u00e6r b\u00e1\u00f0ar kunnu flyta higar, so skj\u00f3tt sum ta\u00f0 kann lata seg gera. Men n\u00fa eru afturhaldskreftirnar t\u00edverri farnar at glinta vi\u00f0 sv\u00f8r\u00f0unum. N\u00fa h\u00f3tt ver\u00f0ur vi\u00f0 at rulla hj\u00fanabandsl\u00f3gina aftur, eru t\u00e6r b\u00e1\u00f0ar farnar at ivast \u00ed, um t\u00e6r munnu vera v\u00e6lkomnar \u00ed F\u00f8royum kortini. T\u00e6r \u00f3ttast fyri, at dreymurin um at flyta til F\u00f8roya fer at bresta. Og satt at siga, ver\u00f0i eg sum mamma eisini r\u00e6\u00f0uliga kedd, um dreymurin brestur.<\/p>\n<h4>Lati\u00f0 k\u00e6rleikan bl\u00f3ma<\/h4>\n<p>Eg havi glett meg so inniliga um menningina \u00ed F\u00f8royum seinastu \u00e1rini &#8211; m.a. um at samkynd hava fingi\u00f0 r\u00e6ttindi til at gifta seg. Hetta lat m\u00f8guleikan upp fyri, at d\u00f3ttir m\u00edn endiliga kundi flyta heim og tr\u00edvast her saman vi\u00f0 s\u00edni elska\u00f0u konu. Men n\u00fa, eftir at \u00farsliti\u00f0 av l\u00f8gtingsvalinum var greitt, er \u00f3ttin fyri, at alt hetta dettur \u00e1 g\u00f3lv aftur, farin at gnaga av \u00e1lvara. Tey afturhaldssinna\u00f0u mugu barasta ikki f\u00e1a makt sum tey hava akt!<\/p>\n<p>Eg elski d\u00f3ttur m\u00edna og ynski henni og verd\u00f3ttrini alt ta\u00f0 besta \u00ed ver\u00f0ini. Eg vil &#8211; sum mamma og vermamma &#8211; so fegin undirstrika fyri F\u00f8roya f\u00f3lki, at l\u00edkamiki\u00f0 kyni\u00f0, so m\u00e1 k\u00e6rleikin fyri alt \u00ed ver\u00f0ini sleppa at bl\u00f3ma!<\/p>\n<p>Eg spurdi t\u00ed Helenu, um eg kundi sleppa at endurgeva hesa v\u00f8kru k\u00e6rleikskv\u00f8\u00f0una omanfyri til unnustu hennara \u00ed v\u00f3nini um, at \u00f8ll, sum lesa ta\u00f0, skilja, at k\u00e6rleiki millum samkynd \u00ed grundini einki \u00f8\u00f0rv\u00edsi er enn k\u00e6rleikin millum hinskynd. Velur t\u00fa, hv\u00f8nn t\u00fa forelskar teg \u00ed? Um so er, at t\u00fa hevur ein maka, n\u00e6r var ta\u00f0 presist, at t\u00fa valdi, at n\u00fa \u00e6tla\u00f0i t\u00fa t\u00e6r at forelska teg \u00ed honum ella henni? Ella var ta\u00f0 naka\u00f0, sum bara hendi? Sj\u00e1lvandi eru vit ikki harrar yvir, hv\u00f8nn vit fella fyri. T\u00fa forelskar teg \u00ed &#8211; og elskar tann, t\u00fa elskar. Og sj\u00e1lvandi vilt t\u00fa vera saman vi\u00f0 t\u00ed, sum t\u00fa elskar.<\/p>\n<h4><strong>Samkyndleiki er ikki eitt val<\/strong><\/h4>\n<p>Skulu vit lata ein d\u00f8mandi, afturhaldssinna\u00f0an, mi\u00f0aldarligan hugbur\u00f0 um samkyndleika veruliga sleppa at r\u00e1\u00f0a aftur \u00ed F\u00f8royum, sum vil gera mismun, vil for\u00f0a summum f\u00f3lkum at elska tann, tey elska, og vil skerja m\u00f8guleikan hj\u00e1 teimum at liva saman sum hj\u00fan? Skulu vit lata afturhaldskreftirnar r\u00e1\u00f0a, sum d\u00f8ma henda k\u00e6rleika sum eina andstyggiliga synd? Skulu vit lata tey sleppa at l\u00f3ggeva eftir t\u00ed? Ta\u00f0 stendur eisini \u00ed B\u00edbliuni, at gentur skulu steinast til dey\u00f0is, sum ikki eru jomfr\u00fdr, t\u00e1 t\u00e6r ver\u00f0a giftar, og at b\u00f8rn skulu revsast fyri syndir, sum tippoldurabbi teirra gj\u00f8rdi. Skulu vit eisini l\u00f3ggeva eftir t\u00ed? Nei, sj\u00e1lvandi vil eingin ta\u00f0, t\u00ed ta\u00f0 er \u00f3menniskjansligt. Men hv\u00ed so vilja hitt, sum eisini er \u00f3menniskjansligt?<\/p>\n<h4><strong>Gevi\u00f0 teimum samkyndu ein kjans<\/strong><\/h4>\n<p>K\u00e6ru tit ivasomu. V\u00e6lsigna\u00f0u veri\u00f0 tykkum! Lati\u00f0 ikki tey afturhaldsinna\u00f0u sleppa at oy\u00f0ileggja vakra k\u00e6rleikan millum d\u00f3ttur m\u00edna og konu hennara og dreym teirra um at sleppa at b\u00fagva \u00ed F\u00f8royum. T\u00e6r eru b\u00e1\u00f0ar sera d\u00e1mligar, v\u00e6l\u00fatb\u00fanar, ressursusterkar kvinnur, sum ikki gera haltari h\u00f8nu mein og hava so n\u00f3gv gott at geva f\u00f8royska samfelagnum.<\/p>\n<p>Minnist n\u00fa til, hvat ta\u00f0 \u00ed veruleikanum sn\u00fdr seg um: at samkynd eru menniskju eins og \u00f8ll onnur, sum eiga at hava r\u00e6ttin til at kunna elska s\u00edn maka l\u00edka so h\u00f8gt, sum \u00f8ll onnur, og at tey t\u00ed mugu sleppa at var\u00f0veita r\u00e6ttin til at sta\u00f0festa teirra k\u00e6rleika vi\u00f0 hj\u00fanabandi vi\u00f0 somu borgarligu r\u00e6ttindum sum \u00f8ll onnur til at tryggja hv\u00f8nnannan.<\/p>\n<p>Samkynda d\u00f3ttir m\u00edn fann tann st\u00f3ra k\u00e6rleikan, og hevur ongant\u00ed\u00f0 veri\u00f0 so gla\u00f0, sum hon er, n\u00fa hon giftist og flutti saman vi\u00f0 konu s\u00ednari. Sj\u00e1ldan havi eg veri\u00f0 til eitt br\u00fadleyp so fylt av k\u00e6rleika, vir\u00f0ing og v\u00f3n fyri framt\u00ed\u00f0ina. T\u00e6r gera ongum naka\u00f0 vi\u00f0 at elska hv\u00f8rja a\u00f0ra.<\/p>\n<h4>Ein etiskur spurningur?<\/h4>\n<p>T\u00e1 f\u00f3lk, sum siga seg elska samkynd, vi\u00f0 l\u00f3g vilja for\u00f0a m\u00edni samkyndu d\u00f3ttur \u00ed at vera gift vi\u00f0 og vera saman vi\u00f0 s\u00edni elska\u00f0u konu upp\u00e1 somu treytir sum onnur gift p\u00f8r, so haldi eg meg hava loyvi til at seta spurningar vi\u00f0, hv\u00ed f\u00f3lk vilja for\u00f0a teimum \u00ed t\u00ed. Eg m\u00e1 kunna seta spurning vi\u00f0 ta\u00f0, uttan at vera \u00e1k\u00e6rd fyri at s\u00e1a split. Ta\u00f0 er ikki haturstala &#8211; ta\u00f0 er verjutala!<\/p>\n<p>Eg vil verja elska\u00f0u d\u00f3ttir m\u00edna og eydnu hennara til heimsins enda! Sj\u00e1lvandi kann eg ikki bara sita hendur \u00ed favn og bara finna meg \u00ed, at nakar skal sleppa at taka eydnuna fr\u00e1 d\u00f3ttur m\u00edni. Ta\u00f0 eri ikki eg &#8211; ella d\u00f3ttir m\u00edn og kona hennara, sum s\u00e1a naka\u00f0 split nakrasta\u00f0ni, bara t\u00ed t\u00e6r elska hv\u00f8rja a\u00f0ra og vilja sleppa at liva saman sum hj\u00fan. Eg dugi einki haturfult at s\u00edggja \u00ed t\u00ed at vilja verja t\u00e6r og eydnu teirra.<\/p>\n<p>Nei, ta\u00f0 er ikki l\u00e6tt at vera mamma at samkyndari d\u00f3ttur og leggja oyru til alt, sum f\u00f3lk hava lagt samkynd undir at vera. Ta\u00f0 er serliga s\u00e6randi, t\u00e1 f\u00f3lk kalla k\u00e6rleikan millum d\u00f3ttur m\u00edna og konu hennara fyri eina &#8220;spilta v\u00f8ru&#8221;, at k\u00e6rleiki teirra er fullur av roti, \u00f3fl\u00fdggjaligur, \u00f3n\u00e1tt\u00farligur, sj\u00fakligur, perversur, skeikla\u00f0ur o.a. \u00far somu skuffu.<\/p>\n<p>\u00cd m\u00ednum oyrum lj\u00f3\u00f0a sl\u00edkar or\u00f0ingar sum sonn haturstala, i\u00f0 vil naka\u00f0. Og ta\u00f0 tykist m\u00e6r ikki at vera ta\u00f0 g\u00f3\u00f0a. Tey siga ta\u00f0 sn\u00fagva seg um etiskar spurningar, men hvat er ETISKT \u00ed hesum? Hvat ETISKT er \u00ed t\u00ed at vilja gera mismun?<\/p>\n<h4>K\u00e6rleikin yvirvinnur alt<\/h4>\n<p>Ta\u00f0 stendur eisini \u00ed B\u00edbliuni, at &#8220;k\u00e6rleikin yvirvinnur alt&#8221;. Ta\u00f0 velji eg at tr\u00fagva n\u00f3gv meira upp\u00e1, enn t\u00e6r d\u00f8mandi tulkingarnar av k\u00e6rleikanum hj\u00e1 d\u00f3ttur m\u00edni og konu hennara, eg hoyri her og har. Eg fari \u00ed song hv\u00f8rt kv\u00f8ld vi\u00f0 reinari samvitsku um at tr\u00fagva upp\u00e1, at k\u00e6rleikin yvirvinnur alt.<\/p>\n<p>Um ta\u00f0 er ein synd at g\u00f3\u00f0taka samkyndleika, sum eg skal hava ringa samvitsku um, \u00e1ttu onnur kristin so at fari\u00f0 \u00ed song vi\u00f0 reinari samvitsku um, at tey hava lagt rentur \u00e1 skuld, sum onkur skyldar teimum, h\u00f3ast ta\u00f0 stendur \u00ed B\u00edbliuni, at ta\u00f0 er skeivt at \u00e1leggja \u00f8\u00f0rum rentur? Ja, har stendur ennt\u00e1, at vit skulu geva alt burtur, vit eiga! Skulu vit \u00f8ll so eisini hava ringa samvitsku um, at vit IKKI hava veri\u00f0 \u00fati og steina\u00f0 onkra ney\u00f0ars gentu til dey\u00f0is, t\u00ed hon ikki var jomfr\u00fa \u00e1 br\u00fadleypsn\u00e1ttini, ella t\u00ed vit ikki revsa b\u00f8rn fyri syndirnar, sum tippoldurabbi teirra hevur gj\u00f8rt? Ta\u00f0 stendur nemliga eisini \u00ed Bibliuni, at man skal.<\/p>\n<p>Ta\u00f0 stendur so n\u00f3gv \u00ed B\u00edbliuni, sum eingin \u00ed dag vi\u00f0 s\u00edni fullu fimm &#8211; heldur ikki dj\u00fapt tr\u00fagvandi kristin &#8211; kunnu ella vilja liva eftir, t\u00ed ein og hv\u00f8r dugir at s\u00edggja, at ta\u00f0 er fullkomiliga \u00f3r\u00edmiligt og \u00f3menniskjansligt. At for\u00f0a samkyndum \u00ed at elska og vera saman vi\u00f0 s\u00ednum elska\u00f0a er \u00ed m\u00ednari ver\u00f0 rein p\u00edning &#8211; og l\u00edka so \u00f3r\u00edmiligt og \u00f3menniskjansligt, sum n\u00f3gv av t\u00ed \u00ed B\u00edbliuni er, sum eingin longur livir eftir \u00ed dag (uttan kanska tey ultra fundamentalistisku).<\/p>\n<p>Hv\u00ed lata j\u00fast ta\u00f0 (sera l\u00edtla), sum stendur um samkynd \u00ed B\u00edbliuni, viga so n\u00f3gv tyngri enn so n\u00f3gv anna\u00f0, sum eisini stendur \u00ed B\u00edbliuni, men sum n\u00f3gv kristin als ikki taka \u00ed l\u00edka st\u00f3rum \u00e1lvara? Er ta\u00f0 ikki bara reint hykl?<\/p>\n<h4>Fara tr\u00fagvandi upp\u00e1 kompromis vi\u00f0 tr\u00fanna?<\/h4>\n<p>Eg haldi ikki, at Gud \u00e1 nakran h\u00e1tt d\u00f8mir tann, i\u00f0 vil loyva samkyndum at elska hv\u00f8rt anna\u00f0 og at liva saman, l\u00edka so l\u00edti\u00f0 sum Gud d\u00f8mir tey, i\u00f0 ikki liva b\u00f3kstaviliga eftir \u00f8llum livireglum, sum standa \u00ed B\u00edbliuni. Sivilisera\u00f0 f\u00f3lk kunnu sj\u00e1lvandi ikki liva so, heldur ikki kristin f\u00f3lk, t\u00ed n\u00f3gv av t\u00ed er p\u00farasta \u00f3foreiniligt vi\u00f0, hvussu vit fara vi\u00f0 hv\u00f8rjum \u00f8\u00f0rum \u00ed dag. So Gud man ikki fara at d\u00f8ma nakran kristnan fyri ta\u00f0, um tey unna samkyndum at liva saman sum hj\u00fan.<\/p>\n<p>Nei, eg dugi onga ors\u00f8k at s\u00edggja til at for\u00f0a k\u00e6rleikanum \u00ed at yvirvinna alt. Eg haldi t\u00ed, at \u00f8ll kristin kunnu vi\u00f0 g\u00f3\u00f0ari samvitsku saktans g\u00f3\u00f0taka, at vit \u00ed F\u00f8royum &#8211; tr\u00fagvandi og ikki-tr\u00fagvandi &#8211; liva vi\u00f0 eini l\u00f3gg\u00e1vu, sum verjir r\u00e6tt teirra samkyndu til at giftast vi\u00f0 teimum, sum tey elska, uttan at skula kenna ta\u00f0, sum um ta\u00f0 er at fara upp\u00e1 kompromis vi\u00f0 tr\u00fanna. Ta\u00f0 fara eingi sk\u00e1r av tr\u00fagvandi f\u00f3lki av at hava samhuga vi\u00f0 teim samkyndu og v\u00edsa teimum ta\u00f0 miskunn at loyva teimum at gerast fullgyldugir borgarar av samfelag okkara.<\/p>\n<blockquote><p>&#8220;Before you speak to me about your religion, first show it to me in how you treat other people. Before you tell me how much you love your God, show me how much you love all his children. Before you preach to me about your passion for your faith, teach me about it through your compassion for your neighbours. In the end, I&#8217;m not as interested in what you have to tell or sell as in how you choose to live and give.&#8221;<br \/>\n&#8211; Cory Brooker, Newark, New Jersey.<\/p><\/blockquote>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<h4>Samkynd javnsett vi\u00f0 \u00f8ll onnur<\/h4>\n<p>Vi\u00f0 r\u00e6ttinum at giftast borgarliga hava almennu F\u00f8royar einafer\u00f0 me\u00f0 alla vi\u00f0urkent og javnsett hins- og samkyndar borgarar, og vi\u00f0urkenna eisini, at samkynd eru til og eiga pl\u00e1ss \u00ed okkara samfelagi. Henda javnst\u00f8\u00f0a m\u00e1 fyri alt \u00ed ver\u00f0ini ikki takast aftur! So hetta skal vera ein \u00e1heitan til \u00f8ll, sum eru g\u00f3\u00f0 vi\u00f0 okkara samkyndu og ynskja, at tey skulu kenna seg v\u00e6lkomin \u00ed F\u00f8royum sum javnsettir borgarar:<\/p>\n<p><em>Standi\u00f0 saman, sl\u00e1i\u00f0 verjugar\u00f0 um tey samkyndu og verji\u00f0 javnr\u00e6ttindi teirra!<\/em><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Um okkum d\u00e1mar ta\u00f0 ella ei, er samkyndleiki ein veruleiki, vit ikki kunnu lata eyguni aftur fyri, er til. Antin g\u00f3\u00f0taka vit henda veruleika, ella gera vit ta\u00f0 ikki. Men ta\u00f0 hj\u00e1lpir l\u00edti\u00f0 at stinga h\u00f8vdi\u00f0 \u00ed sandin. Samkynd hava alt\u00ed\u00f0 veri\u00f0 til og fara ikki at hv\u00f8rva, l\u00edkamiki\u00f0 hvat ver\u00f0ur gj\u00f8rt fyri at for\u00f0a &hellip; <\/p>\n<p><a class=\"more-link btn\" href=\"https:\/\/heinesen.info\/wp\/blog\/2019\/09\/05\/verjid-javnraettindi-teirra-samkyndu\/\">Continue reading<\/a><\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":6279,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"amp_status":"","footnotes":""},"categories":[8,566,28,32],"tags":[],"class_list":["post-6235","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-foeroyskt","category-kyn-og-kynsspurningar","category-salarfroedi-samleiki","category-samfelag-politikkur","item-wrap"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/6235","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=6235"}],"version-history":[{"count":9,"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/6235\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":12319,"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/6235\/revisions\/12319"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/media\/6279"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=6235"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=6235"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=6235"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}