{"id":10364,"date":"2024-09-24T17:35:43","date_gmt":"2024-09-24T16:35:43","guid":{"rendered":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/?p=10364"},"modified":"2026-07-08T13:36:19","modified_gmt":"2026-07-08T12:36:19","slug":"opid-braev-til-ein-fyrrverandi-misnytara-sum-er-vordin-umvendur-kristin","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/blog\/2024\/09\/24\/opid-braev-til-ein-fyrrverandi-misnytara-sum-er-vordin-umvendur-kristin\/","title":{"rendered":"Opi\u00f0 br\u00e6v til ein fyrrverandi misn\u00fdtara, sum er vor\u00f0in umvendur kristin"},"content":{"rendered":"<div id=\"attachment_10331\" style=\"width: 320px\" class=\"wp-caption alignright\"><a href=\"http:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-content\/uploads\/2024\/10\/RusselBrand.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" aria-describedby=\"caption-attachment-10331\" class=\"wp-image-10331\" src=\"http:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-content\/uploads\/2024\/10\/RusselBrand-300x288.jpg\" alt=\"\" width=\"320\" height=\"307\" srcset=\"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-content\/uploads\/2024\/10\/RusselBrand-300x288.jpg 300w, https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-content\/uploads\/2024\/10\/RusselBrand-768x736.jpg 768w, https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-content\/uploads\/2024\/10\/RusselBrand-750x719.jpg 750w, https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-content\/uploads\/2024\/10\/RusselBrand.jpg 912w\" sizes=\"auto, (max-width: 320px) 100vw, 320px\" \/><\/a><p id=\"caption-attachment-10331\" class=\"wp-caption-text\">Screenshot<\/p><\/div>\n<p class=\"p1\">G\u00f3\u00f0i Russel,<\/p>\n<p class=\"p1\">Lat meg siga beinanvegin, at eg eri ikki ein teirra, sum \u00e6tli m\u00e6r at gera gj\u00f8ldur vi\u00f0 t\u00ednum n\u00fdggja tokka. Um so er, at k\u00e6rleiki t\u00edn til kristind\u00f3min er ekta\u00f0ur, og\u00a0 t\u00fa veruliga hevur ynski um at gerast eitt betri menniskja, so er hetta kanska r\u00e6tti vegurin at ganga hj\u00e1 t\u00e6r. T\u00fa tykist \u00ed \u00f8llum f\u00f8rum sannf\u00f8rdur um, at B\u00edblian hevur lykilin til t\u00edna umvending.\u00a0 R\u00e6tt hevur t\u00fa \u00ed, at B\u00edblian inniheldur \u00ed roynd og veru n\u00f3gvan v\u00edsd\u00f3m. T\u00e1 samanum kemur, var hon j\u00fa skriva\u00f0 av menniskum, sum str\u00edddust vi\u00f0 torf\u00f8r l\u00edvskor, og sum stremba\u00f0u eftir at finna meining \u00ed eini fl\u00f8ktari ver\u00f0. Ta\u00f0 er ikki l\u00f8gi\u00f0 og bara n\u00e1tt\u00farligt, at f\u00f3lk kenna seg aftur \u00ed summum av teim vitugu innlitunum \u00ed B\u00edbliuni, sum f\u00e6r n\u00f3gv til at hava ta sannf\u00f8ringina, at sl\u00edkur v\u00edsd\u00f3mur m\u00e1 vera \u00edbl\u00e1stur av Gudi.<\/p>\n<p class=\"p1\">Men lati\u00f0 okkum ikki gloyma nakrar av teimum meira ivasomu p\u00f8rtunum \u00ed B\u00edbliuni. Eg st\u00fari fyri, at B\u00edblian eisini er \u00e1 tremur vi\u00f0 moralskt ivasomum, ikki serliga k\u00e6rleiksfullum upp\u00e1haldum, sum ver\u00f0a kanna\u00f0 V\u00e1rharra &#8212; okkara Himmalska Fa\u00f0iri, i\u00f0 sigst elska okkum \u00f8ll &#8212; men sum helst munnu hava ein n\u00f3gv meira jar\u00f0bundnan uppruna. Onkunt\u00ed\u00f0 kann B\u00edblian lesast sum ein spegilsmynd av teimum sera menniskjansligu og t\u00ed so \u00f3fullkomnu h\u00f8vundunum heldur enn sum ein gudd\u00f3mlig r\u00f8dd, i\u00f0 talar til okkum.<\/p>\n<p class=\"p1\">Hetta f\u00f8rir fram til ein \u00e1trokandi spurning: Hvat f\u00e6r ein r\u00edmiliga intelligentan mann sum teg \u00ed roynd og veru til at taka b\u00edbilska bo\u00f0skapin til t\u00edn, sum er so fullur \u00ed ands\u00f8gnum? Er hetta ikki ein st\u00f8\u00f0ug kelda til tv\u00eddr\u00e1tt \u00ed t\u00e6r at royna sigla millum skerini og halda k\u00f3sini millum \u00f8ll hesi m\u00f3tstr\u00ed\u00f0andi sj\u00f3narhornini \u00ed B\u00edbliuni? Ella hevur t\u00fa kanska akkur\u00e1t tra\u00f0ka\u00f0 t\u00edni fyrstu fet inn \u00ed B\u00edbilska heimin og kennir t\u00ed ov l\u00edti\u00f0 til hesar tvist\u00f8\u00f0ur?<\/p>\n<p class=\"p1\">Ta\u00f0 er \u00ed \u00f8llum f\u00f8rum eitt \u00e1hugavert fyribrigdi, at kristind\u00f3min dregur teg. Er ors\u00f8kin m\u00f8guliga tann, at \u00e1tr\u00fana\u00f0arligi eldhugin, sum serliga kemur til sj\u00f3ndar innan evangeliskar samkomur, kenst sum ein euforiskur r\u00fasur, i\u00f0 kann minna um r\u00fasin, ein f\u00e6r av dr\u00f8ggi, sum t\u00fa einafer\u00f0 vart so drigin at? T\u00fa hevur uttan iva hoyrt gomlu or\u00f0ingina: \u201cEinafer\u00f0 misbr\u00fakari, alt\u00ed\u00f0 misbr\u00fakari\u201d. Ta\u00f0 er kanska serliga h\u00f3skandi her, t\u00ed t\u00fa gongur j\u00fa somu g\u00f8tu, sum so n\u00f3gvir \u201cumvendir\u201d einstaklingar undan t\u00e6r, sum halda upp\u00e1 at teir hava vunni\u00f0 \u00e1 s\u00ednum bundinskapi, einans fyri at seta ein annan l\u00edka so sterkan bundinskap \u00edsta\u00f0in.<\/p>\n<p class=\"p1\">Men hv\u00ed taka v\u00e1gan \u00e1 seg at s\u00e1a iva um hesa \u201cleking\u201d, t\u00fa j\u00fast hevur funni\u00f0? Tey, i\u00f0 leita s\u00e6r frelsu &#8212; serliga fr\u00e1 s\u00e6r sj\u00e1lvum &#8212; tykjast ofta drigin at bo\u00f0skapinum \u00ed evangelisku tr\u00fanni, lokka\u00f0 av lyftinum um at ver\u00f0a loyst \u00far allari synd. Tr\u00fagvin uggar vi\u00f0 at bj\u00f3\u00f0a teimum, sum leingjast eftir at kenna seg fr\u00eda\u00f0 \u00far synd og gerast uppl\u00fdst, eina n\u00fdggja sj\u00e1lvsmynd, me\u00f0an ta\u00f0, sum \u00ed veruleikanum hendir, er, at tey ver\u00f0a drigin at t\u00ed v\u00e6lsigna\u00f0a r\u00fasi, sum \u00e1tr\u00fana\u00f0arligi eldhugin gevur teimum.<\/p>\n<p class=\"p1\">T\u00fa ert ikki av b\u00fdttastu monnum, so t\u00fa m\u00e1st hava hugsa\u00f0 tankan, at evangeliska tr\u00fagvin kann \u00ed roynd og veru tykjast j\u00fast sum ein t\u00f8landi r\u00fasur, serliga fyri f\u00f3lk, sum hava lyndi til narsissismu. Eitt lyndi, t\u00fa j\u00fa sj\u00e1lvur hevur sagt, at t\u00fa hevur. Hetta er ikki minst galdandi fyri tey, sum fegin vilja s\u00edggja seg sj\u00e1lvi sum \u00f3sj\u00e1lvs\u00f8kin menniskju, i\u00f0 hj\u00e1lpa \u00f8\u00f0rum. Ta\u00f0 er t\u00f8landi fyri tey at vera h\u00e1vird av s\u00ednum tr\u00faarfel\u00f8gum fyri s\u00edtt \u2018\u00f3sj\u00e1lvs\u00f8kni\u2019 , me\u00f0an tey \u00ed veruleikanum halda fram vi\u00f0 at vera akkur\u00e1t l\u00edka manipulerandi og vandamikil fyri onnur, sum einhv\u00f8r annar vanligur narsissistur er. \u00c1tr\u00fana\u00f0urin gevur teimum bara h\u00f8vi at v\u00edsa eina sn\u00f8gga frams\u00ed\u00f0u, sum kann kr\u00f3gva teirra st\u00f3rl\u00e6tis\u00f8rsku og sj\u00e1lvr\u00e6ttv\u00edsi, men sum f\u00e6r tey til at s\u00fdnast ey\u00f0mj\u00fak fyri Gudi, i\u00f0 aftur gevur teimum m\u00f8guleika fyri at kenna seg yvirlegin.<\/p>\n<p class=\"p1\">Til d\u00f8mis er atdr\u00e1tturin at t\u00ed \u201cat hava r\u00e6tt\u201d r\u00fasandi sterkur, er hann ikki? At halda, at t\u00fa hevur lykilin til sannleikan, me\u00f0an tey, sum velja ivan, reika runt \u00ed myrkrinum. Ta\u00f0 m\u00e1 uttan iva geva eina \u00e1v\u00edsa kenslu av at ver\u00f0a hevja\u00f0ur upp um onnur, ikki so? \u00cd veruleikanum fremur sl\u00edkur hugbur\u00f0ur fanatismu, ti hann loyvir ikki r\u00fami fyri iva. Men t\u00fa ert, sum sagt, ikki b\u00fdttur, so manst t\u00fa ikki kortini innast inni str\u00ed\u00f0ast vi\u00f0 eini \u00e1sannan av, at alt bert er ein skroypilig hv\u00f8rvisj\u00f3n &#8212; eitt yndisligt k\u00e1val\u00e6ti, so at siga. T\u00ed skalt t\u00fa vera heilt \u00e6rligur: Ger umvendingin teg veruliga til eitt betri menniskja?<\/p>\n<p class=\"p1\">Gongst ta\u00f0 t\u00e6r, sum ta\u00f0 gongst n\u00f3gvum \u00f8\u00f0rum, er ta\u00f0 ikki sannl\u00edkt. N\u00f3gv, sum geva seg yvir til evangeliska tr\u00fagv, v\u00edsa ofta j\u00fast somu atfer\u00f0armynstur, sum tey h\u00f8vdu, \u00e1\u00f0renn tey v\u00f3ru &#8220;frelst&#8221;, har tey t\u00e6ntu s\u00e6r sj\u00e1lvum fyrst og fremst, ofta uttan veruliga at v\u00edsa ta\u00f0 Kristus-l\u00edku atfer\u00f0ina, sum tey so \u00ed\u00f0in royna at lata sum um, at tey umbo\u00f0a. Umvending ger uttan iva\u00a0 okkurt gott fyri summi, men er hetta galdandi fyri \u00f8ll?<\/p>\n<p class=\"p1\">Hugsa t.d. um teir mongu \u00e1tr\u00fana\u00f0arligu samkomulei\u00f0ararnar, sum eru avd\u00faka\u00f0ir \u00ed at hava l\u00fata\u00f0 fyri s\u00ednum l\u00e6gstu girndum, i\u00f0 teir hava dult sum mansmor\u00f0 kanska gj\u00f8gnum mong \u00e1r, me\u00f0an teir hava leitt s\u00ednar samkomur. G\u00f8lurnar um kynsliga misn\u00fdtslu, hykl, \u00e1gang, skemd o.a. \u00edmillum predikantar og prestar eru r\u00e6\u00f0andi vanligar, og r\u00f3p teirra um frelsu og umvending eru ofta tekin um n\u00f3gv dj\u00fapri trupulleikar, sum liggja aftanfyri. Hesir tr\u00fabo\u00f0arar siga seg ofta elska syndaran, me\u00f0an teir samstundis sp\u00e6la moralsins vaktarf\u00f3lk, sum reisir spurningin: Umbo\u00f0a teir veruliga t\u00e6r dygdir, sum teir pr\u00e6dika um?<\/p>\n<p class=\"p1\">Tey, sum so \u00ed\u00f0in v\u00edsa \u00e1 annara l\u00fdti og misbrot, varpa helst \u00ed veruleikanum bara s\u00edn egna skugga yvir \u00e1 tey, sum tey s\u00edggja sum \u00f3fullkomin. Teirra sn\u00f8gga frams\u00ed\u00f0a er ofta bert eitt kl\u00e6\u00f0i, tey hanga upp fyri hugm\u00f3\u00f0ina og f\u00e1fongdina aftanfyri. Tey siga seg at vera moralskar fyrimyndir, samstundis sum tey demonisera tey, sum standa uttanfyri teirra tr\u00faarb\u00f3lk.<\/p>\n<p class=\"p1\">Ein sl\u00edk heimsfatan kann leggja sj\u00f3gv millum tey tr\u00fagvandi og so heimin uttanfyri og fremur ein \u201cvit m\u00f3ti hinum\u201d hugbur\u00f0, i\u00f0 elvir til \u00f3tta og f\u00edggindaskap millum menniskju. Eitt sl\u00edkt sj\u00f3narhorn kann f\u00f8ra til \u00f3sunna paranoiu og r\u00e6ttv\u00edsgera har\u00f0liga framfer\u00f0 m\u00f3ti teimum, ein s\u00e6r sum s\u00edna andst\u00f8\u00f0u. Er hetta ikki j\u00fast fyrsta s\u00e1\u00f0i\u00f0 til \u00f3semjur og str\u00ed\u00f0 millum menniskju?<\/p>\n<p>Sum ein n\u00fdliga \u201cumvendur kristin\u201d hevur t\u00fa kanska hug til at s\u00f3pa hesar eyglei\u00f0ingar til viks og v\u00edsa t\u00e6r fr\u00e1 t\u00e6r sum umbo\u00f0andi tann \u00f3nda, i\u00f0 freistar teg, og sum t\u00fa roynir at sleppa t\u00e6r undan. Eg v\u00f3ni t\u00f3 ikki, at t\u00e1 tann fyrsta euforiin yvir umvending t\u00edna er vi\u00f0 at f\u00e1na, at t\u00fa so stendur eftir har vi\u00f0 eini p\u00ednufullari \u00e1sannan av, hvussu dj\u00fapt t\u00fa ert dottin ni\u00f0ur \u00ed kaninholuna. Fert t\u00fa at vakna upp til \u00e1sannanina av, at ta\u00f0, sum t\u00fa helt, var t\u00edn frelsa, kanska bara er ein annar formur fyri bundinskap &#8212; ein bundinskapur av at dyrka eina balst\u00fdrliga narsissismu, men hesafer\u00f0 bara dulda handan eina vakra frams\u00ed\u00f0u?<\/p>\n<p class=\"p1\">Fyri t\u00edna egnu skyld, lati\u00f0 okkum v\u00f3na, at t\u00fa s\u00e6rt kl\u00e1rt, hv\u00f8nn veg t\u00fa velur. Enn er t\u00ed\u00f0 til at tr\u00edna n\u00f8kur fet aftur, burtur fr\u00e1 eggini, og \u00edsta\u00f0in fyri at br\u00faka orkuna upp \u00e1 bara at r\u00fasa teg \u00ed t\u00ednari egnu umvending, skelta vi\u00f0 og signalera, hvussu &#8220;g\u00f3\u00f0ur&#8221; t\u00fa ert (v.\u00f8.o. &#8220;virtue signaling&#8221;), so heldur endurfinna m\u00f8guleikarnar \u00ed t\u00e6r sj\u00e1lvum til at gerast ein ekta dr\u00edvmegi fyri ta\u00f0 g\u00f3\u00f0a, sum ikki dregur alt uppmerksemi\u00f0 til t\u00edn pers\u00f3n, men heldur varpar lj\u00f3si\u00f0 \u00e1 tey, sum t\u00fa vilt hj\u00e1lpa.<\/p>\n<p class=\"p1\">Ynski t\u00e6r alt ta\u00f0 besta,<br \/>\nEin, i\u00f0 tr\u00fdr upp\u00e1 evni t\u00edni til at gr\u00f3gva.<\/p>\n<p>P.S.<br \/>\nKanska ta\u00f0 at hyggja at hesum video&#8217;num kann greina, hvat eg meini vi\u00f0 \u201cm\u00f3tstr\u00ed\u00f0andi sj\u00f3narhornini \u00ed B\u00edbliuni\u201d:<br \/>\n<a href=\"https:\/\/www.youtube.com\/watch?v=YnOCpacEOFA\">https:\/\/www.youtube.com\/watch?v=YnOCpacEOFA<\/a><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>G\u00f3\u00f0i Russel, Lat meg siga beinanvegin, at eg eri ikki ein teirra, sum \u00e6tli m\u00e6r at gera gj\u00f8ldur vi\u00f0 t\u00ednum n\u00fdggja tokka. Um so er, at k\u00e6rleiki t\u00edn til kristind\u00f3min er ekta\u00f0ur, og\u00a0 t\u00fa veruliga hevur ynski um at gerast eitt betri menniskja, so er hetta kanska r\u00e6tti vegurin at ganga hj\u00e1 t\u00e6r. T\u00fa tykist &hellip; <\/p>\n<p><a class=\"more-link btn\" href=\"https:\/\/heinesen.info\/wp\/blog\/2024\/09\/24\/opid-braev-til-ein-fyrrverandi-misnytara-sum-er-vordin-umvendur-kristin\/\">Continue reading<\/a><\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":10331,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"amp_status":"","footnotes":""},"categories":[8,28],"tags":[1070,1069,1080,1068,1071],"class_list":["post-10364","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-foeroyskt","category-salarfroedi-samleiki","tag-evangelisma","tag-kristindomur","tag-narsissisma","tag-russel-brand","tag-virtue-signaling","item-wrap"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/10364","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=10364"}],"version-history":[{"count":19,"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/10364\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":12107,"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/10364\/revisions\/12107"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=10364"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=10364"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/heinesen.info\/wp\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=10364"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}