↑ Return to Tørvar tær hjálp?

Print this Page

Stovnarin

IMG_0859

Elin Brimheim Heinesen, ið stovnaði HEINESEN.info, varð fødd tann 25. juni 1958 í Tórshavn. Hon fór til Danmarkar at lesa í 1983, og var verandi har fram til 2007, tá hon flutti aftur til Føroya. Mestu tíðina búði og arbeiddi hon í Keypmannahavn.

Arbeiðsroyndir
Elin hevur nógvar ymiskar royndir innan øki sum internet, marknaðarføring, miðlar og mentan, og hevur arbeitt við samskifti og marknaðarføring í mong ár sum miðaleiðari, marknaðarstjóri, journalistur og ritsjtóri í internetmiðlum og prentaðum miðlum.

Tey seinastu 5 árini, áðrenn hon flutti til Føroya, var hon blaðstjóri á KIWI magazine, eitt danskt kvinnu- og brúkarablað, sum hon var við til at stovna (blaðið er nú umdoypt til LIME magazine) (viðmæli). Elin hevur havt fleiri onnur størv áðrenn hetta – m.a. var hon ritstjóri í Komiteen for Sundhedsoplysning í Keypmannahavn (viðmæli), ritsjóri og stovnari av netmagasininum www.kvindekanalen.dk (sum var niðurlagt í 2001, tá KT-bløðran brast) (viðmæli 1viðmæli 2), umframt at hon var marknaðarsamskipari fyri Kulturby 96, tá Keypmannahavn var ársins Evropeiski Mentanarbýur í 1996 (viðmæli).

Í 2007 flutti hon til Føroyar fyri at átaka sær starvið sum stjóri í SamViti – Faroe Islands Enterprise, føroyska útflutnings- og ferðaráðið, sum bleiv niðurlagt sum sjálvstøðugur stovnur í 2009 og lagt saman við føroyska uttanríkisráðnum.

Stutt eftir, at SamVit ikki longur var til, gjørdist Elin leiðari fyri miðla- og menningardeildina í Kringvarpi Føroya, har hon m.a. var verkætlanarleiðari fyri toymið, sum stóð fyri gerðini og almannakunngerðini av eini heilt nýggjari heimasíðu hjá stovninum við tíðindum, og sum eisini virkar sum eitt alment savn á netinum við sendingum, gjørdar av Kringvarpi Føroya: www.kringvarp.fo.

Í februar 2012 gjørdi hon av at lata lívið taka eina nýggja vend, segði upp og setti seg niður sum fríyrkisráðgevi. Ì 2015 tók hon við starvi sum lestrarskrivstovuleiðari á Fróðskaparsetri Føroya. Og í 2018 gjørdist hon leiðari av Ljóðbókatænastuni undir Landsbókasavninum.

Útbúgving
Elin hevur eina hægri útbúgving sum Cand.mag. við høvuðsgrein í fagurfrøði og mentan á Aarhus Universiteti og hjágrein í norðurlendskum máli og bókmentum á Fróðskaparsetri Føroya. Hon hevur eisini ein yvirbygnað í vinnulívsbúskapi á Copenhagen Business School, og er útbúgvin filmshandritahøvundur á Den Danske Filmskole í Keypmannahavn.

Tónleikur
Elin er eisini kend fyri sítt virkni sum sangari og sangskrivari. Meira um hetta á: http://heinesen.fo.

Elin Brimheim Heinesen C.V.
Fá eitt gjøllari lýst CV á: http://www.linkedin.com/in/elinheinesen
ella á: http://heinesen.fo

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/introduction/foroyskt/stovnarin/