Return to Tørvar tær hjálp?

Virkið


HEINESEN.info er ikki nøkur fyritøka sum so. Tað er ein samvinnufelagskapur, sum viðskiftafólk kunnu fáa ágóðan av, har Elini Brimheim Heinesen samstarvar við og fær ráðgeving frá einum altjóða netverki av professionellum serfrøðingum, serliga innan samskifti. (Sí samstarvspartar her).

Elin hevur sjálv nógvar og breiðar royndir innan nógv ymisk øki, so sum miðlar, internet, marknaðarføring, mentan, fyritøkusamskifti og leiðslu. (Les meira um Elina her).

HEINESEN.info loysir nógvar ráðgevingar- og samskiftisuppgávur – bæði minni og størri – á fríyrkis- og sáttmálagrundarlag.

HEINESEN.info kann loysa næstan eina og hvørja samskiftisuppgávu – av og á í samstarvi við samstarvsfelagar alt eftir, hvat uppgávan krevur.

HEINESEN.info veitir góð ráð og hjálp á fylgjandi økjum:

  • Hjálp við at skriva tekstir av ymsum slag – handrit (bøkur, film, útvarp, sjónvarp), greinir, pressuskriv, brøv til viðskiftafólk, framløgur, røður, persónlig brøv, umsóknir, sangir o.a. – tekstviðgera, ritstjórna, rættlesa og gera journalistiskt kanningararbeiði
  • Týðing (T.d. føroyskt, dansk, enskt báðar vegir, og úr norskum, svenskum og sponskum til eitt av teimum trimum fyrrnevndu málunum).
  • Innihalds- og konseptmenning,framleiðsla, skipan, rættlestur, ritstjórnan og útgáva av tíðarritum o.ø. prentaðum miðlavørum
  • Innihalds- og konseptmenning, framleiðsla, skipan, uppseting, rættlestur og ritstjórnan av heimasíðum, og.ø. Internetsamskifti
  • Marknaðarføring og brúk av sosialum miðlum
  • Fyritøkusamskiftisgreining og eftirmeting
  • Ráðgeving um leiðslu, herundir verkætlanarleiðslu, strategiska leiðslu og HR leiðslu / ætlanarlegging
  • Tiltaksfyriskipan og bókan av tónleiki
  • Nýmenning, hugskots- og vørumenning, og hættir at eggja kreativitet
  • Incoming ferðavinna, vørumenning innan ferðavinnu og professionell umboðan og gestablídni
  • o.a.

Ring til okkum á +298 21 31 02 ella send teldupost til: elin@heinesen.info, bið um tína fyrstu ókeypis viðtalu – og latið okkum tosa saman um tíni ynski, og um HEINESEN.info kann uppfylla tey.

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/introduction/foroyskt/virkid/

Stovnarin

Elin Brimheim Heinesen, ið stovnaði HEINESEN.info, varð fødd tann 25. juni 1958 í Tórshavn. Hon fór til Danmarkar at lesa í 1983, og var verandi har fram til 2007, tá hon flutti aftur til Føroya. Mestu tíðina búði og arbeiddi hon í Keypmannahavn. Arbeiðsroyndir Elin hevur nógvar ymiskar royndir innan øki sum internet, marknaðarføring, miðlar og …

Samstarvsfelagar

HEINESEN.info hevur samstarv við nógvar samstarvsfelagar úr fleiri ymiskum londum. Her eru nakrir, vit fegin vilja viðmæla: Stan Abbott, Media Relations and Marketing Consultant, with Specialism in Aviation and Tourism – www.gravity-consulting.com Jan Bilgrav, Graphic Designer, Owner of BILGRAV design ApS – www.bilgrav.com Poul Clementsen, Party secretary for Framsókn, Managing Director at Festi, (Framsókn, political party) – www.festi.fo Djóni Dalsgarð, …

Skuldfrágonga / Treytir fyri nýtslu

1. Treytir fyri nýtslu 2. Endamál við upplýsingunum 3. Nýtsla av innihaldi og upphavsrættur 4. Leinki til aðrar heimasíður 5. Trúnaður 6. Upplýsingar “sum tær eru” 7. Ábyrgdaravsøgn 8. Lógarval 1. Treytir fyri nýtslu Fyri nýtslu av heimasíðuni hjá HEINESEN.info eru fylgjandi reglur og treytir galdandi: Tá tú nýtir hesa heimasíðu, góðtekur tú uttan avmarkan …