↑ Return to Tørvar tær hjálp?

Print this Page

Virkið


HEINESEN.info er ikki nøkur fyritøka sum so. Tað er ein samvinnufelagskapur, sum viðskiftafólk kunnu fáa ágóðan av, har Elini Brimheim Heinesen samstarvar við og fær ráðgeving frá einum altjóða netverki av professionellum serfrøðingum, serliga innan samskifti. (Sí samstarvspartar her).

Elin hevur sjálv nógvar og breiðar royndir innan nógv ymisk øki, so sum miðlar, internet, marknaðarføring, mentan, fyritøkusamskifti og leiðslu. (Les meira um Elina her).

HEINESEN.info loysir nógvar ráðgevingar- og samskiftisuppgávur – bæði minni og størri – á fríyrkis- og sáttmálagrundarlag.

HEINESEN.info kann loysa næstan eina og hvørja samskiftisuppgávu – av og á í samstarvi við samstarvsfelagar alt eftir, hvat uppgávan krevur.

HEINESEN.info veitir góð ráð og hjálp á fylgjandi økjum:

  • Hjálp við at skriva tekstir av ymsum slag – handrit (bøkur, film, útvarp, sjónvarp), greinir, pressuskriv, brøv til viðskiftafólk, framløgur, røður, persónlig brøv, umsóknir, sangir o.a. – tekstviðgera, ritstjórna, rættlesa og gera journalistiskt kanningararbeiði
  • Týðing (T.d. føroyskt, dansk, enskt báðar vegir, og úr norskum, svenskum og sponskum til eitt av teimum trimum fyrrnevndu málunum).
  • Innihalds- og konseptmenning,framleiðsla, skipan, rættlestur, ritstjórnan og útgáva av tíðarritum o.ø. prentaðum miðlavørum
  • Innihalds- og konseptmenning, framleiðsla, skipan, uppseting, rættlestur og ritstjórnan av heimasíðum, og.ø. Internetsamskifti
  • Marknaðarføring og brúk av sosialum miðlum
  • Fyritøkusamskiftisgreining og eftirmeting
  • Ráðgeving um leiðslu, herundir verkætlanarleiðslu, strategiska leiðslu og HR leiðslu / ætlanarlegging
  • Tiltaksfyriskipan og bókan av tónleiki
  • Nýmenning, hugskots- og vørumenning, og hættir at eggja kreativitet
  • Incoming ferðavinna, vørumenning innan ferðavinnu og professionell umboðan og gestablídni
  • o.a.

Ring til okkum á +298 21 31 02 ella send teldupost til: elin@heinesen.info, bið um tína fyrstu ókeypis viðtalu – og latið okkum tosa saman um tíni ynski, og um HEINESEN.info kann uppfylla tey.

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/introduction/foroyskt/virkid/