↑ Return to Okkara tænastur

Print this Page

Miðlaverkætlanarstýring

Vegleiða um verkseting av miðla-, marknaðarførings- og fyritøkusamskiftisverkætlanum

  • Hevur fyritøka tín tørv á vegleiðing og gagnligum tólum til at verkseta lýsingarátøk / marknaðarføringsherferðir ella aðrar miðla-, marknaðarførings- ella fyritøkusamskiftisverkætlanir og gjøgnumføra tær?
  • Hevur tú ella fyritøka tín tørv á at gera eina andlitsgreining av fyritøku tíni, t.d. sum bókling ella smáhefti, ein dokumentar um fyritøkuna, eitt starvsfólkablað, eitt blað til viðskiftafólk, eina heimasíðu ella eina intranetsíðu?
  • Fyllir fyritøka tín runt og kundi tú hugsað tær at gjørt eitt minningarrit sum bók ella hefti í hesum sambandi?
  • Tørvar tær onkran at gera upprit um, hvussu innihaldið í einum prentluti kann setast saman og síggja út?
  • Tørvar tær onkran at fáa tilfar til vega, gera kanningararbeiði og samrøður til útgávu tína?
  • Tørvar tær onkran, sum kann syrgja fyri at fáa tilfarið ritstjórnað, rættlisið og sett upp, umframt prenta eintøk í hóskandi tali?
  • Tørvar tær góð ráð ella hjálp at gera eina sjónvarpssending, eina útvarpssending, ein dokumentarfilm, ein stuttfilm osfr.?
  • Tørvar tær íblástur til at fáa nýggj hugskot til verandi miðlavørur?
  • Tørvar tær serfrøðiliga hjálp til at menna innihaldið í tínum samskifti og / ella til at greina, eftirmeta og endurskoða verandi samskifti?
  • Er verkætlan tín uppsteðgað, og tørvar tær eitt spark at fáa gongd á hana aftur?
  • Vilt tú vita meira um kynstrið at siga frá søgum, og hvussu hetta kann brúkast í tínum samskifti?

Um tú svaraði ja til bara ein av spurningunum omanfyri, so halt teg endiliga ikki aftur, men set teg í samband við HEINESEN.info, so vit saman kunnu finna heilt røttu loysnina til tín innan fyri teir fíggjarkarmar, sum tú setir. Prísurin, sum vit taka útgangsstøði í, tá vit tingast, er at finna her.

Tú ert vælkomin at ringja til +298 21 31 02, so finna vit út av um HEINESEN.info kann hjálpa tær.

Ella fyll út henda frymilin HER og bið um fyrstu ókeypis viðtaluna.

[important]

Yvirlit

[/important]

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/introduction/foroyskt/okkara-taenastur/vegleiding/