↑ Return to Okkara tænastur

Print this Page

Verts- & ferðaleiðaratænastur

Umboðan, verts- og ferðaleiðaratænastur

  • Ert tú journalistur, lesandi á kanningarferð, handilsferðandi, ella skalt tú til Føroya í øðrum ørindum – og tørvar tær kunning og / ella viðmerkingar, áðrenn tú kemur, um støð, verd at vitja ella ting, verd at síggja?
  • Tørvar tær ein ferðaleiðara, sum kann vísa tær tey bestu støðini og tað mest áhugaverda at síggja í Føroyum?
  • Hevur tú virki í Føroyum, sum fær týdningarmiklar, útlendskar gestir á vitjan – og vil tú fegin verða vís/ur í, at gestir tínir fáa eina serliga góða uppliving av Føroyum?
  • Vilt tú fegin bjóða tínum útlendsku gestum ein góðan vert, sum er at sær komin, og kann bjóða gestunum eina rúgvu av áhugaverdari kunning og fylgja teimum á spennandi túrum / tiltøkum í Føroyum?
  • Tørvar tær ein ferðaleiðara til túrar / tiltøk fyri lokal viðskiftafólk í Føroyum?

Um tú svaraði ja til bara ein av spurningunum omanfyri, so halt teg endiliga ikki aftur, men set teg í samband við HEINESEN.info, so vit saman kunnu finna ta heilt røttu loysnina til tín innan teir fíggjarkarmar, sum tú setir. Prísurin, sum vit taka útgangsstøði í, finnur tú her.

Tú ert vælkomin at ringja til +298 21 31 02, so finna vit út av um HEINESEN.info kann hjálpa tær.

Ella fyll út henda frymilin HER og bið um fyrstu ókeypis viðtaluna.

[important]

Yvirlit

[/important]

 

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/introduction/foroyskt/okkara-taenastur/umbodan/