↑ Return to Okkara tænastur

Print this Page

Tekstframleiðsla & -viðgerð

Skriva / ritstjórna / viðgera / rættlesa tekstir

  • Hevur tú tørv á, at ein royndur og professionellur høvundur skrivar ein góðan tekst fyri teg frá byrjan til enda – tað verið seg eitt bræv, eina røðu, eina umsókn, eina grein, eitt tíðindabræv, eitt bræv til viðskiftafólk, eitt pressuskriv, eina innbjóðing, ja, eina heila bók kanska – ella onkran annan tekst?
  • Hevur tú tørv á, at ein royndur høvundur lesur, ritstjórnar og rættlesur okkurt, tú hevur skrivað, og hyggur væl eftir tínum teksti, so tú sleppur undan misskiljingum og villum, sum kunnu órógva samskiftið?
  • Ynskir tú at senda boðskapin út um, at tú ert professionell/ur, og økja um trúvirði títt við góðum, rættlisnum tekstum, sum eru væl úr hondum greiddir?
  • Hevur tú skrivað eitt handrit, sum krevur at verða arbeitt ígjøgnum ella kanska umskrivað av einum professionellum høvundi?
  • Hevur tú skrivað brotpartar av einum handriti og ynskir at fáa arbeitt við tekstinum og kanska leggja meira tekst aftrat, t.d. bygdan á samrøður o.a.?
  • Hevur tú skrivað eitt liðugt handrit, men tørvar hjálp at fáa tekstin settan upp við ella uttan myndir, og kanska prentaðan sum bók í so nógvum eintøkum, sum tú ynskir?

Um tú svaraði ja til bara ein av spurningunum omanfyri, so halt teg endiliga ikki aftur, men set teg í samband við HEINESEN.info, so vit saman kunnu finna ta heilt røttu loysnina til tín innan teir fíggjarkarmar, sum tú setir. Prísurin, sum vit taka útgangsstøði í, finnur tú her.

Tú ert vælkomin at ringja til +298 21 31 02, so finna vit út av um HEINESEN.info kann hjálpa tær.

Ella fyll út henda frymilin HER og bið um fyrstu ókeypis viðtaluna.

[important]

Yvirlit

[/important]

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/introduction/foroyskt/okkara-taenastur/tekstir/