↑ Return to Okkara tænastur

Print this Page

Heimasíðuframleiðsla & ritstjórnan

Gera, skipa, ritstjórna og rættlesa heimasíður / brúka sosialar miðlar / marknaðarføra á internetinum

  • Hevur tú eina einstaklingafyritøku ella arbeiðir tú í eini fyritøku, sum kundi hugsað sær eina nýggja heimasíðu, sum lýsir teg, fyritøkuna og / ella tínar vørur / tænastur?
  • Vilt tú fegin betra verandi heimasíðu?
  • Kundi tú hugsað tær ein uttanhýsis heimasíðuritstjóra, sum við jøvnum millumbilum kann dagføra tína heimasíðu við nýggjum tilfari, so síðan verður meira áhugaverd hjá viðskiftafólki at vitja?
  • Hevur tú tørv á góðum ráðum og vegleiðing í, hvussu tú kanst brúka internetið, t.d. sosialar miðlar, betri til at varpa ljós á virksemi títt og / ella vørur / tænastur tínar?
  • Kundi tú hugsað tær at brúkt pengarnar til eitt gjøgnumhugsað, væl virkandi og professionelt heimasíðuinnihald, heldur enn til at keypa dýrar CMS-skipanir? (CMS = Content Management System)
  • Tørvar tær ein professionallan vevstjóra, sum kann seta heimasíðuna hjá tær upp í eini ókeypis (!) og einfaldari CMS-skipan (WordPress), og sum kann undirvísa tær og tínum starvsfeløgum í at brúka skipanina við eini stig fyri stig-vegleiðing til mest týðandi funksjónirnar, umframt ráðgeva og vegleiða um internetsamskifti?

Um tú svaraði ja til bara ein av spurningunum omanfyri, so halt teg endiliga ikki aftur, men set teg í samband við HEINESEN.info, so vit saman kunnu finna ta heilt røttu loysnina til tín innan teir fíggjarkarmar, sum tú setir. Prísurin, sum vit taka útgangsstøði í, finnur tú her.

Tú ert vælkomin at ringja til +298 21 31 02, so finna vit út av um HEINESEN.info kann hjálpa tær.

Ella fyll út henda frymilin HER og bið um fyrstu ókeypis viðtaluna.

[important]

Yvirlit

[/important]

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/introduction/foroyskt/okkara-taenastur/heimasidur/