↑ Return to Tørvar tær hjálp?

Print this Page

Okkara tænastur


Íblásandi samstarv

HEINESEN.info vil fegin vera til tænastu og veita tær professionella hjálp til samskifti av øllum slag. HEINESEN.info bjóðar hjálp og vegleiðing til einstaklingar, virkir, stovnar og skúlar. Mest av øllum veitir HEINESEN.info íblásandi tænastur á høgum støði.

Elin Brimheim Heinesen, stovnari av HEINESEN.info, sigur:

“Í mong ár eru fólk komin til mín at fáa íblástur. Eg havi hjálpt teimum at finna og brúka teirra egnu styrki og hjálpt teimum at seta dreymaverkætlanir teirra í verk. Eg kann ikki bjóða hokus pokus loysnir, sum knappliga loysa allar trupulleikar, fólk hava, men eg kann bjóða teimum hugagóða nærveru og evnini at fáa tey at kenna seg væl og síggja teirra egnu møguleikar, og eg kann hjálpa teimum við at koma í gongd og síðani lata tey taka við, tá tey eru til reiðar at lætta sær á og flúgva.” 

Tørvar tær eina ella fleiri av niðanfyrinevndu tænastum, so ert tú komin á rætta stað! Í smálutum kann HEINESEN.info hjálpa tær við fylgjandi:

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/introduction/foroyskt/okkara-taenastur/

Tekstframleiðsla & -viðgerð

Skriva / ritstjórna / viðgera / rættlesa tekstir Hevur tú tørv á, at ein royndur og professionellur høvundur skrivar ein góðan tekst fyri teg frá byrjan til enda – tað verið seg eitt bræv, eina røðu, eina umsókn, eina grein, eitt tíðindabræv, eitt bræv til viðskiftafólk, eitt pressuskriv, eina innbjóðing, ja, eina heila bók kanska – ella …

View page »

Týðing

Týðing til og úr fleiri málum Hevur tú tørv á at fáa ein tekst týddan? T.d. Føroyskt til danskt ella enskt? Danskt til føroyskt ella enskt? Enskt til føroyskt ella danskt? Spanskt til føroyskt, danskt ella enskt? Norskt ella svenskt til føroyskt, danskt ella enskt? Um tú svaraði ja til bara ein av spurningunum omanfyri, …

View page »

Miðlaverkætlanarstýring

Vegleiða um verkseting av miðla-, marknaðarførings- og fyritøkusamskiftisverkætlanum Hevur fyritøka tín tørv á vegleiðing og gagnligum tólum til at verkseta lýsingarátøk / marknaðarføringsherferðir ella aðrar miðla-, marknaðarførings- ella fyritøkusamskiftisverkætlanir og gjøgnumføra tær? Hevur tú ella fyritøka tín tørv á at gera eina andlitsgreining av fyritøku tíni, t.d. sum bókling ella smáhefti, ein dokumentar um fyritøkuna, eitt …

View page »

Heimasíðuframleiðsla & ritstjórnan

Gera, skipa, ritstjórna og rættlesa heimasíður / brúka sosialar miðlar / marknaðarføra á internetinum Hevur tú eina einstaklingafyritøku ella arbeiðir tú í eini fyritøku, sum kundi hugsað sær eina nýggja heimasíðu, sum lýsir teg, fyritøkuna og / ella tínar vørur / tænastur? Vilt tú fegin betra verandi heimasíðu? Kundi tú hugsað tær ein uttanhýsis heimasíðuritstjóra, …

View page »

Spurnarbløð & brúkarakanningar

Gera spurnarbløð og brúkarakanningar Tørvar tær hjálp at seta eina spurnarkanning í verk – t.d. innanhýsis á arbeiðsplássi tínum? Tørvar tær hjálp at orða eina spurnarkanning í sambandi við okkurt kanningararbeiði, tú gert, t.d. til eina skúlauppgávu ella vísindaliga uppgávu? Tørvar tær hjálp at geva eina almenna spurnarkanning út á internetinum? Um tú svaraði ja …

View page »

Skeiðs- & ráðstevnufyriskipan

Fyrireika og fyriskipa ymisk tiltøk – so sum fyrilestrar, skeið, verkstovur, ráðstevnur, framsýningar, konsertir o.a. Eru tit eitt virki, ein stovnur, ein skúli ella bara ein bólkur av fólki, sum hava hug til at lurta eftir einum íblásandi fyrilestri, ella luttaka í einum spennandi skeiði, verkstovu ella ráðstevnu? Tørvar tær hjálp við at fyrireika ein fyrilestur, …

View page »

Listafólkaumboðan & tiltaksfyriskipan

Umboðanarvirksemi fyri listafólk innan fleiri listagreinir, tónleikaraumboðan og bílegging, umframt fyriskipan av mentanartiltøkum. Hevur tú brúk fyri at bílegga tónleikarar ella onnur upptraðkandi til eitt minni ella størri tiltak? Tørvar tær hjálp við at fyrireika eitt mentanartiltak – t.d. eina konsert, eina framsýning o.a.? Hevur tú eitt virki, og kundi tú hugsað tær t.d. at …

View page »

Verts- & ferðaleiðaratænastur

Umboðan, verts- og ferðaleiðaratænastur Ert tú journalistur, lesandi á kanningarferð, handilsferðandi, ella skalt tú til Føroya í øðrum ørindum – og tørvar tær kunning og / ella viðmerkingar, áðrenn tú kemur, um støð, verd at vitja ella ting, verd at síggja? Tørvar tær ein ferðaleiðara, sum kann vísa tær tey bestu støðini og tað mest …

View page »

Persónlig vegleiðing

Persónlig ráðgeving og vegleiðing og íblásandi prát Kundi tú hugsað tær at fingið ráðgeving og stuðul frá einum samskiftisserfrøðingi, sum hevur verið í samskiftisvinnu í meira enn 30 ár. Hevði tú virðismett eitt prát við eitt menniskja við nógvum royndum, sum kann greina, síggja møguleikar og skjótt koma inn til kjarnuna í einum máli? Tørvar …

View page »

Tónleikaframførsla

Elin Brimheim Heinesen er eisini singer/songwriter, sum kann bíleggjast til framførslur á konsertum og serligum tiltøkum. Elin hevur havt tónleikaframførslur á festivalum, brúdleypum, jarðarferðum og á mongum øðrum tiltøkum. Les meira um Elinsa tónleikalívsleið her: Heinesen.fo. Vinaliga ring til (+298) 21 31 02 og latið okkum finna út av, um Elin Brimheim Heinesen kann hava …

View page »