Return to Tín samstarvsfelagi

Tørvar tær hjálp?

HEINESEN.info kann vera tín: teksthøvundur, handritahøvundur, journalistur, ritstjóri, týðari, rættlesari, samskiftisráðgevi, verkætlanarleiðsluráðgevi, vevstjóri, heimasíðuinnihaldsmennari, fyrireikari av spurnarkanningum o.ø., fyrilestra- og uppleggshaldari, skeiðs- og / ella ráðstevnufyriskipari, fyriskipari av mentanar- og tónleikatiltøkum, listafólkaumboð, fyriskipari, bíleggjari, ferðaleiðari, vegleiðari, íblásari, samrøðufelagi, ‘coach’ osfr.

HEINESEN.info framleiðir eisini greinir og annað skrivað tilfar til dagbløð, tíðarrit, heimasíður, film, sjónvarp, útvarp. lýsingar osfr.

HEINESEN.info átekur sær bæði størri og minni uppgávur. So halt teg endiliga ikki aftur við at seta teg í samband við HEINESEN.info, sama hvussu stór ella lítil uppgávan er, sum tær tørvar hjálp til.

Smálutir

Les her nágreiniligari lýsing av teim tænastum, HEINESEN.info bjóðar. Her kanst tú finna út av, um vit kunnu bjóða tænastur, sum nøkta júst tín serliga tørv – so sum:

Tú kanst lesa um okkara lítla ráðgevingarvirki og um stovnaran. Síggja, hvørjar samstarvspartar, vit samstarva við. Finna okkara vanligu prísir. Finna upplýsingar um, hvussu tú setir teg í samband við okkum. Og lesa greinir á enskum, donskum og føroyskum.

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/introduction/foroyskt/

Hetta kann eg hjálpa við

Íblásandi samstarv HEINESEN.info vil fegin vera til tænastu og veita tær professionella hjálp til samskifti av øllum slag. HEINESEN.info bjóðar hjálp og vegleiðing til einstaklingar, virkir, stovnar og skúlar. Mest av øllum veitir HEINESEN.info íblásandi tænastur á høgum støði. Elin Brimheim Heinesen, stovnari av HEINESEN.info, sigur: “Í mong ár eru fólk komin til mín at fáa íblástur. …

Virkið

HEINESEN.info er ikki nøkur fyritøka sum so. Tað er ein samvinnufelagskapur, sum viðskiftafólk kunnu fáa ágóðan av, har Elini Brimheim Heinesen samstarvar við og fær ráðgeving frá einum altjóða netverki av professionellum serfrøðingum, serliga innan samskifti. (Sí samstarvspartar her). Elin hevur sjálv nógvar og breiðar royndir innan nógv ymisk øki, so sum miðlar, internet, marknaðarføring, …

Kostnaðir

Galdandi prísir: Fyri tónleikaframførslur Fyri at skriva tekst, tekstviðgera, ritstjórna, rættlesa og fyri aðrar vanligar samskiftisuppgávur Fyri at týða Fyri ráðgeving um miðla-, marknaðarførings- og samskiftisverkætlanarleiðslu Fyri heimasíðuframleiðslu og -ritstjórn Fyri at gera spurnarbløð og spurnarkanningar Fyri at fyrireika og halda fyrilestrar, skeið, verkstovur, ráðstevnur o.a. Fyri at fyrireika konsertir og mentanarlig tiltøk og fyri …