Print this Page

Skuldfrágonga / Treytir fyri nýtslu

1. Treytir fyri nýtslu
2. Endamál við upplýsingunum
3. Nýtsla av innihaldi og upphavsrættur
4. Leinki til aðrar heimasíður
5. Trúnaður
6. Upplýsingar “sum tær eru”
7. Ábyrgdaravsøgn
8. Lógarval

1. Treytir fyri nýtslu
Fyri nýtslu av heimasíðuni hjá HEINESEN.info eru fylgjandi reglur og treytir galdandi: Tá tú nýtir hesa heimasíðu, góðtekur tú uttan avmarkan ella fyrivarni niðanfyristandandi treytir fyri nýtslu og góðtekur, at hesar treytir koma fram um allar aðrar avtalur millum teg og HEINESEN.info.

2. Endamál við upplýsingunum
Endamálið við heimasíðuni hjá HEINESEN.info er at endurgeva virknið hjá HEINESEN.info fyri tær. Allar upplýsingar á hesari síðu er einans til kunningar.

3. Nýtsla av innihaldi og upphavsrættur
Tú ert vælkomin at taka niður, vísa fram ella prenta upplýsingar á hesari síðu. Henda kunning er einans ætlað at brúka privat og ikki-handilsliga. Loyvt er ikki at broyta innihaldið fyri at endurgeva tað aðrastaðni í øðrum líki. Loyvt er ikki at taka ljósavrit av ella at brúka innihaldið, uttan at HEINESEN.info frammanundan hevur givið sítt skrivliga loyvi til tess. HEINESEN.info og tess tilknýttu samstarvspartar eiga heimasíðuna og innihaldið.

4. Leinki til aðrar heimasíður
Leinki til aðrar heimasíður eru á hesari síðu fyri at tæna brúkaranum. HEINESEN.info átekur sær onga ábyrgd fyri innihaldið ella raksturin av hesum heimasíðum og kann ikki ábyrgdast fyri endurgjald ella skaðar, sum eru íkomnir av innihaldinum ella rakstrinum.

5. Trúnaður
HEINESEN.info gevur bindandi tilsøgn um trúnað. Summir av frymlunum á okkara síðu biða brúkaran upplýsa t.d. navn, postadressu og teldupostadressu. Brúkaraupplýsingar verða ongatíð givnar víðari ella seldar. Persónligar upplýsingar verða bert heintaðar í skrásetingartilgongdum, og teldupostadressur verða einans nýttar, tá kunning skal sendast eftir fyrispurningi..

6. Upplýsingar “sum tær eru”
Upplýsingarnar á hesi heimasíðu verða kunnaðar “sum tær eru”. HEINESEN.info ger ongar fráboðanir ella veitir onga trygd fyri innihaldið. HEINESEN.info átekur sær avgjørt onga ábyrgd fyri, hvat enn kann henda í sambandi við nýtsluna av hesi heimasíðu ella av innihaldinum í henni. Harumframt boðar HEINESEN.info hvørki frá ella veitir trygd fyri, at tín nýtsla av innihaldinum á síðuni ikki ger seg inn á rættin hjá triðjapørtum, sum HEINESEN.info ella samstarvspartar tess ikki eiga.

7. Ábyrgdaravsøgn
Roynt verður til eina og hvørja tíð at syrgja fyri, at innihaldið á heimasíðuni hjá HEINESEN.info er dagført og rætt. Men fyrivarni verður tikið fyri skeivum upplýsingum, og HEINESEN.info kann ikki ábyrgdast løgliga ella fíggjarliga fyri villur ella skeivar / misskiltar upplýsingar, sum kunnu koma fyri á síðuni. HEINESEN.info kann ikki ábyrgdast fyri endurgjald ella skaðar, sum kunnu standast av tínari atgongd ella vantandi atgongd til hesa heimasíðu ella sum fylgja av tínari tiltrúgv til tær upplýsingar, sum eru á síðuni. HEINESEN.info avsigur sær eina og hvørja ábyrgd fyri beinleiðis, óbeinleiðis ella avleidd tap ella fylgiskaðar, peningaliga grundgivin endurgjøld og endurgjøld fyri ítøkilig, skjalprógvað tap ella annað skaðaendurgjald, mistir møguleikar, mistan vinning ella eitt og hvørt annað tap og skaðaendurgjald. Henda avmarkan fatar eisini um skaðaendurgjald fyri møguligar telduvirussar, sum kunnu  hava árin á tína telduútgerð.

8. Lógarval
Hesi løgfrøðiligu vilkor og innihaldið á hesari síðu eru reglubundin av og verða tulkað í mun til danskan / føroyskan evnisrætt. Eitt og hvørt trætumál, sum kemst av ella í sambandi við hesi boð, og sum ikki kunnu loysast í sátt og semju, verða avráddir av donskum / føroyskum dómstólum.

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/disclaimer/