Elin Brimheim Heinesen

Author's details

Name: Elin Brimheim Heinesen
Date registered: november 30, -0001

Latest posts

  1. Er kvinnurørslan fyri bakkasti? — mars 8, 2017
  2. Bíligari flogferðaseðlar nú! — oktober 29, 2015
  3. Syndanna fyrigeving — oktober 22, 2015
  4. Jaliga støk — oktober 18, 2015
  5. “Eg eri ósamdur í tí, tygum siga, men eg vil verja tygara rætt til at siga tað, um eg so skal lata lív fyri tað.” — august 14, 2015

Author's posts listings

Feb 06 2013

Hvussu verður Havnin ein rættur BÝUR?

Havnin livir ikki upp til sín leiklut sum ein rættur høvuðsstaður. Ístaðin fyri at vera ein livandi býur við eini yðjandi kjarnu, kann hon best samanberast við eina deydliga sovibygd. Hvussu verður Havnin til ein veruligan orkumiðdepil, sum dregur ung og virkisfús fólk, ið skapa tað lívgevandi virksemið, vit sakna í dag? Her er eitt …

Continue reading »

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/blog/2013/02/06/hvussu-verdur-havnin-ein-raettur-byur/

Dec 04 2012

App’ropos Elin Brimheim Heinesen í Góðan Morgun Føroyar

App’ropos Elin Brimheim Heinesen, 4. dec. 2012: Rúni Jákupsson prátar við Elina Brimheim Heinesen, samskiftisráðgeva, sum greiðir frá sínum trimum yndisappum. Trýst HER fyri at lurta -  ella tak niður HER. App’ropos var fastur týsdagstáttur í Góðan morgun Føroyar í 2012.

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/blog/2012/12/04/appropos-elin-brimheim-heinesen-i-godan-morgun-foroyar/

Nov 22 2012

Hvat skulu vit við Kringvarpinum?

Kringvarp Føroya er í kreppu. Framtíðar tilveran hjá einasta public service miðlinum í Føroyum er sera óviss. Størri broytingar eru í væntu. Men áðrenn alt Kringvarp Føroya verður koppað á høvdið, má støða takast til, hvønn leiklut Kringvarpið skal spæla framyvir. Hvat tilfar má Kringvarpið raðfesta fyrst og fremst? Skal Kringvarpið býtast sundur aftur í …

Continue reading »

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/blog/2012/11/22/hvat-skulu-vit-vid-kringvarpinum/

Nov 02 2012

Ferðaseðlaprísirnir mugu niður – NÚ!

Bíligari ferðaseðlar til og úr Føroyum er ein ósvitalig treyt fyri at fáa búskaparkurvurnar at venda rætta vegin og fyri at fáa fólkavøkstur í Føroyum aftur. Framtaksemið í landinum kódnar undir núverandi ótolandi umstøðum, sum meira ella minni avbyrgja føroyska fólkið frá umheiminum, bara tí politiska valdið heldur fast í at vilja geva nøkrum fáum …

Continue reading »

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/blog/2012/11/02/ferdasedlaprisirnir-mugu-nidur-nu/

Sep 24 2012

Vart: Fløtan Fría – eitt friðskjól fyri djór og djóravinir

Har er eingin úrdráttur, tí hetta er ein vardur postur.

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/blog/2012/09/24/flotan-fria-eitt-fridskjol-fyri-djor-og-djoravinir/

Sep 01 2012

Alt livandi livir av øðrum livandi

Alt livandi hevur lívsmegi. Tað er tankavekjandi, hvussu óttin fyri deyðanum, fyri pínu og fyri at koma til skaða er felagsnevnari fyri øll menniskju og djór. Einki vil doyggja, um tað kann sleppa frá tí. Lívsmegi er drívmegin í øllum og gevur viljan til at liva. So løgið tað ljóðar, so er tað tann sama drívmegin, …

Continue reading »

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/blog/2012/09/01/alt-livandi-livir-av-odrum-livandi/

Aug 23 2012

Málsligt demokrati

  Ofta verður sagt “Tvinnir eru kostirnir, og hvørgin er mjúkur”, tá ósemjur ráða og tað – at síggja til – bert eru tvey at velja ímillum. Men noyðist alt nú altíð at vera so knívskorið? Í bólkunum á Facebook, ið snúgva seg um føroyskt mál, fær ein onkuntíð varhugan av, tá sjógvarnir bróta, sum …

Continue reading »

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/blog/2012/08/23/malsligt-demokrati/

Aug 13 2012

Hvat stremba vit eftir?

Eitt samfelag, har alt verður roknað í pengum, og virði okkara sum menniskju bert verður mett í mun til, hvussu nógv vit megna at forvinna, leggur eitt øgiligt trýst á menniskju. Tá lívið hjá hvørjum einstøkum verður treytað av pengum fyrst og fremst, og pengar verða gjørdir til málið, vit øll skulu stremba eftir, so …

Continue reading »

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/blog/2012/08/13/hvat-stremba-vit-eftir/

Jun 29 2012

Hví fyllir Fámará málið so nógv í hugaheiminum hjá fólki?

Onkur hevur sagt, at tað er eitt sindur møðsamt ikki at kunna fara á Facebook í løtuni uttan at skula blíva teppibumbaður við greinum, viðmerkingum og áheitanum um eitt festi, sum fá ánaðu, hvar lá fyrr enn í vetur. Viðkomandi helt, at hatta er jú ikki meira enn eitt festi, sum so mong onnur í Føroyum. …

Continue reading »

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/blog/2012/06/29/hvi-fyllir-famara-malid-so-nogv-i-hugaheiminum-hja-folki/

Jun 12 2012

Elin og Kári í Tíðarinnar Bakspegili

Gunnar Nolsøe hevur samrøðu við Elin og Kára um Nalja-útgávuna við dømum tiknum úr útgávuni í Tíðarinnar Bakspegili, 1988, 4. partur: http://soundcloud.com/elinbheinesen/elin-og-kari-tidarinnar

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/blog/2012/06/12/elin-og-kari-i-tidarinnar-bakspegili/

Jun 05 2012

Hvussu fært tú viðhald fyri tí, tú brennir fyri?

Eg havi ráðgivið nógvum fólkum. Millum teirra havi eg upplivað nøkur, sum veruliga hava brent fyri einari søk, ja, kanska hava barst fyri sakini meginpartin av lívinum. Tað verið seg íverksetarar, uppfinnarar, aktivistar ella onnur, sum vilja bróta upp úr nýggjum. Onkusvegna tykist tað lættari hjá summum enn hjá øðrum at fáa ta undirtøku, teim nýtist, …

Continue reading »

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/blog/2012/06/05/hvussu-faert-tu-vidhald-fyri-ti-tu-brennir-fyri/

Status update

Nógvar góðar visiónir seinastu dagarnar, men tíma tey visiónsleysu at lurta? Ella fara visiónirnar bara fram við borðinum aftur, sum vant?

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/blog/2012/06/02/visionir/

May 25 2012

Ber til at liva stórbýarlív í Føroyum?

Føroyskur samleiki í nýggjum tíðum – partur II: Føroyingar lata seg í stóran mun ávirka av alheimsgerðini og eru farnir at líkjast øllum øðrum vesturlendingum. Summi tykjast eisini hava skund við at taka frástøðu frá tí at vera føroyingur ella frá føroyskari siðvenju. Men hvussu áhugavert er tað, um allir føroyingar gerast meinlíkir øðrum í …

Continue reading »

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/blog/2012/05/25/ber-til-at-liva-the-american-dream-i-foroyum/

May 25 2012

Er grindadrápið vert at varðveita?

Føroyskur samleiki í nýggjum tíðum – partur I: Hvørjar orsøkir eru til at halda fast við at drepa grind? Kann hetta gerast á burðardyggan, skynsaman hátt, har djórini verða avlívað so humant sum gjørligt? Kann tað gerast við atliti at heilsuni hjá fólki? Kunnu vit etiskt standa inni fyri tí, vit gera? Skaðar henda siðvenja …

Continue reading »

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/blog/2012/05/25/er-grindadrapid-vert-at-vardveita/

Audio

Kringvarpsvísa

“Kringvarpsvisa” – sangur: Elin Brimheim Heinesen. Orð: Steintór Rasmussen. Keyboard: Finnur Hansen. Guitar: Leivur Thomsen. Bass: Jón Svein Heinesen. Kór: Elin Brimheim Heinesen, Finnur Hansen, Leivur Thomsen og Jón Svein Heinesen. Lurta við at trýsta á leinki her.

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/blog/2012/05/19/what-does-it-look-like/

Apr 26 2012

At gera dokumentar

Um tú ætlar tær undir at gera ein dokumentarfilm, er sera týdningarmikið, at tú kennir nakrar grundleggjandi fortreytir fyri dokumentarfilmsframleiðslu. Hesar grundreglur hava alt at siga, um tú ætlar at fáa ein góðan dokumentarfilm burturúr. Eftir Elina Brimheim Heinesen, útbúgvin filmshandritshøvundur Ofta billa fólk sær inn, at tað ikki er neyðugt at fyrireika seg so …

Continue reading »

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/blog/2012/04/26/at-gera-dokumentar/

Apr 24 2012

Búskaparkreppan er ein ovurvakstrarkreppa

Fyri 50 árum síðani ávaraði Leopold Kohr um, at risa alheims skipanin fór at vaksa, til hon smokkaði saman undir síni egnu tyngd. Vit áttu at havt lurtað. eftir Paul Kingsnorth, grein almannakunngjørd í The Guardian tann 26. sept. 2011. Umsett hevur Elin B. Heinesen At uppliva eitt skrædl er løgið. Tað mest løgna er, at …

Continue reading »

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/blog/2012/04/24/1056/

Apr 24 2012

Steðga grenjinum á arbeiðsplássinum

Hví gremja vit okkum? Hvat fáa vit burtur úr tí? At gremja seg er sum at eta eina alt ov stóra rómakaku – fyrst er smakkurin søtur, men fáar minuttir seinni kennir tú teg illa fyri og angrar, at tú át kakuna. Kunnu gomul mynstur broytast og nýggj mynstur setast ístaðin? Eftir Elina Brimheim Heinesen, …

Continue reading »

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/blog/2012/04/24/stedga-grenjinum-a-arbeidsplassinum/

Apr 23 2012

Upplivingarbúskapur millum trot og yvirflóð

Vit liva í einum politiskt stýrdum búskapi, sum fullkomiliga hevur vent alt á høvdið. Vit bera okkum at, sum um náttúran er ein ótømandi kelda, og halda tí, at vit kunnu byggja búskap okkara á eina skipan, sum tekur útgangsstøði í, at óendaligur vøkstur er møguligur. Men veruleikin er, at ítøkiliga tilfeingið er avmarkað. Tískil …

Continue reading »

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/blog/2012/04/23/upplivingarbuskapur-sum-brugv-imillum-trot-og-yvirflod/

Apr 23 2012

Hvussu kann tað almenna hjálpa filmsvinnuni?

Skulu Føroyar hava eina filmsvinnu? Eru Føroyar ikki ov lítlar til at hava eina filmsvinnu? Hetta vóru viðkomandi spurningar bert fyri fáum árum síðani, men vilkorini fyri filmsvinnu eru so nógv broytt í dag, at sannlíkindi fyri, at tað kann loysa seg at gera íløgur í eina føroyska filmsvinnu, eru nógv størri nú enn bert …

Continue reading »

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/blog/2012/04/23/hvussu-kann-tad-almenna-verda-vid-til-at-faa-eina-filmsvinnu-i-gongd/

Older posts «

» Newer posts