«

Mar 08 2017

Print this Post

Er kvinnurørslan fyri bakkasti?

Trump-PutinGreinin stóð at lesa í blaðnum Kvinna í februar 2017:

Internetið hevur givið kvinnum í dag møguleika fyri at málbera seg uppá óteljandi nýggjar, individuellar mátar. Kvinnur samskifta í ein mun, sum aldrin sæð fyrr. Nýggi veruleikin hevur íbirt tað, vit rópa „fjórðu kvinnurørsluna“, og hevur á mangan hátt styrkt støðuna hjá kvinnum. Men samstundis síggja vit eisini eitt sterkt mótrák, sum bjóðar kvinnurørsluni av.

Hvat stendur „fjórða kvinnurørslan“ fyri?
Ógvusliga tøknimenningin og altjóðagerðin eftir túsundáraskiftið hevur merkt, at størri samfelagsbroytingar henda oftari og skjótari enn nakrantíð áður. Nýggja kunningartøknin og netborni heimurin tykist fullkomiliga náttúrligur fyri nýggja ættarliðið av ungum kvinnum, sum eru sera tilvitandi um sín kynsamleika og kønar í at brúka tøknina. Tær gera vart við seg á teirra egna hátt og mynda fjórðu kvinnurørsluna við at skapa sínar egnu pallar og stuðulsbólkar, m.a. á sosialum miðlum. Úr hesum er vaksin ein ørgrynna av ymiskum bólkum, har fólk stuðla hvørjum øðrum í at styrkja sín serliga samleika sínámillum.

Summi halda hesa menning bara vera eina enn meira víðgongda syndran av kvinnurørsluni, sum frammanundan var syndrað í eina rúgvu av ymiskum fylkingum. Tey halda, at hetta heldur kvinnum fast í innanhýsis stríði, har stóra myndin kámast, og felags avbjóðingar verða gloymdar. Onnur síggja tøkniligu kollveltingina sum part av eini størri frígering – ikki bara av kvinnum, men sum nakað, ið styrkir okkum øll sum einstaklingar og okkara møguleikar fyri frítt at velja okkara egna samleika.

Hvagar er so kvinnurørslan á veg í dag? Hvørji mál setir nútíðarinnar kvinnurørsla á dagsskránna? Gomul kjak um kyn og kynsmunir liva væl enn – ikki minst á sosialum miðlum – t.d. um kvinnur nú veruliga duga at koyra bil ella at fáast við tøkni o.a. Tað er skjótt at vera vavd/ur inn í slík nyttuleys, afturlítandi kjak. Men royna vit at seta vandamálini hjá kvinnum í dag í eitt framtíðarhøpi, hava vit so nakra vissu fyri, at vunnin rættindi ikki verða mist aftur?

Støðan hjá kvinnum í dag
Ungar kvinnur hava í dag vant seg við fruktirnar av menningini og av teimum kvinnurørslum, sum hava gingið undan. Fyribyrging hevur givið kvinnum høvi til at hava tamarhald á, hvussu nógv børn, tær vilja hava og við hvørjum. Tað at eiga børn, tá ein er farin upp um tey 40, er ikki longur ein deyðadómur, sum tað ofta var fyri 150-200 árum síðani. Atgongd til heilsutrygd og heilivág merkir, at fleiri børn yvirliva. Kvinnur eru ikki longur noyddar at fáa sær nógv børn fyri at tryggja sín aldurdóm. Í dag hava tær tíð og ráð til at fáa sær eina útbúgving. Og tær noyðast ikki longur at velja ímillum at fáa børn, at útbúgva seg og at arbeiða. Tær kunnu velja alt.

Fyri kvinnur í vesturheiminum er tað ein sjálvfylgja í dag at hava møguleikan fyri at hava arbeiði, sum gevur teimum fíggjarligt frælsi – og harvið frælsi at velja, hvat fyri lív, tær vilja liva. Tó at tað enn kann vera torført hjá kvinnum at røkka hægri størvum, er tað ikki so, at tað er bannað kvinnum at vera fíggjarliga óbundnar ella at fáa stjórastørv. Tær skulu bara ofta stríðast harðari enn menn fyri at røkka tí sama. Men tær kunnu í dag verða virdar fyri arbeiði, sum fyrr einans var kannað monnum. Tær kunnu atkvøða og stilla upp til val. Tær kunnu velja at liva einsamallar. Tær kunnu klæða seg sum tær vilja. Tær kunnu hava tað kynslívið, teimum hóvar. Tær kunnu aloftast fara til arbeiðis á skrivstovu ella luttaka í veitslum, uttan at vænta, at onkur traðkar um mørk teirra og tekur uppundir tær. Kvinnur vilja ikki av við hetta frælsið aftur.

Kann støðið undir javnstøðuni máast burtur?
Men tað er eingin sjálvfylgja, at kvinnur í allari framtíð fara at hava møguleika fyri at stýra egnari lagnu í so stóran mun sum nú. Tá vit hugsa um, hvussu nógv restar í hjá mongum kvinnum aðrastaðni í heiminum, áðrenn tær røkka javnstøðu, og hvussu fá ættarlið, tað er síðani, at kvinnur um okkara leiðir ikki høvdu omanfyrinevndu rættindi – omma mín var barn, tá kvinnur enn ikki høvdu fingið valrætt – ja, so kann ein kanska óttast fyri, at hetta tíðarskeiðið við meira javnstøðu her hjá okkum bara var ein parantes í søguni.

Vit liva í dag í einum búskapi stýrdum av einum ríkum fámannaveldi. Verður búskapurin raktur av eini ógvusligari fíggjarligari kreppu, so er sannlíkt, at kvinnurnar standa fyri skotum fyrst til at missa síni størv, m.a. tí so nógvar kvinnur arbeiða í tænastuvinnuni, sum er ein svikalig vinna í krepputíðum. Harnæst standa menninir fyri skotum. Alt fleiri missa síni størv til tólmenni, ið taka seg  inn á arbeiðsmarknaðin í stórum í løtuni og vinna kappingina við menniskjansliga arbeiðskraft, ið verður alt meira til avlops. Í dag eru mong tí noydd at selja sína arbeiðskraft fyri lítið og lætt.

Hesar samfelagsavbjóðingar kunnu skjótt fáa kvinnusakina at blikna, uttan so at ein nýggjur búskapur verður mentur, sum onkusvegna loftar teim arbeiðsleysu og fátøku og tryggjar eitt javnari býti. Tá ein meiriluti av monnum endar á samfelagsins botni, og menn missa síni status , so innanholast stríðið fyri javnstøðu. Hvør leggur nakað í, um tey eru trælir hjá eini drotning ella hjá einum kongi? Fyri ein træl er kynið hjá trælaeigaranum óviðkomandi. Hann hevur einki yvirskot til at hugsa um at verja rættindi, hvørki hjá einum ella øðrum kyni. Hann vil bara yvirliva.

Eru vunnin rættindi eitt undantak í søguni?
Seinastu árini hava vit sæð eitt mótrák ímóti kvinnurørsluni, har kvinnur – serliga sterkar kvinnur í árinamiklum størvum – verða happaðar við niðrandi viðmerkingum og beinleiðis hóttar, og har t.d. neyðtøkuoffur verða háðað, speirikin og spilt út á sosialu miðlunum. Rætturin til fosturtøku, sum summi lond hava sett í verk, er undir hørðum álopum, so grundarlagið undir hesum rættindum máast burtur. Nógvar ungar kvinnur velja einans at arbeiða parttíð ella siga seg vilja vera heimagangandi fulla tíð. Harvið seta tær seg sjálvar í eina fíggjarliga veika støðu, sum eisini tekur møguleikarnar frá teimum fyri at taka seg fram á arbeiðsmarknaðinum og hava árin á samfelagsgongdina.

Grundin tykist at rilla undir javnstøðuni, og ein kann tí fáa varhugan av, at vunnin rættindi kunnu gleppa kvinnum av hondum aftur. Hvat um galdandi viðurskifti eru eitt undantak í søguni – og ikki ein normur, sum fer at halda í ævir? Flest fólk, sum taka undir við fólkaræði, siga, at, nei, tað verður ongantíð soleiðis aftur, at kvinnur verða fjøtraðar og tagdar burtur. Upplýsingartíðin og tøknimenningin hava upplýst okkum so mikið nógv, at tað vendist ikki aftur. Londini, sum enn forða kvinnum í at luttaka á valum ella í at eiga ognir, fara fyrr ella seinni at fylgja demokratisku londunum. Men kunnu vit vera vís í tí?

Gjøgnum alla søguna hava kvinnur vunnið og mist rættindi aftur. Hvussu kunnu tær kenna seg  tryggar? Eingin minnilutabólkur kann kenna seg tryggan. Sexisma, konufólkahatur, homofobi, transfobi o.a. av sama slag trívist í øllum góðum. Tá krepputíðir eru, blómar hatrið til minnilutabólkar uppaftur meira. Verja okkara lógir javnstøðuna nóg væl til, at rákið ikki kann vendast aftur skeiva vegin?

Mannchauvinistar hava góðan byr í dag
Nú tykist ein ávísur valdmikil forseti handan hav at vilja bjóða allari kvinnurørsluni og øðrum minnilutabólkum av saman við einum øðrum valdmiklum forseta eystanfyri. Báðir eru kendir fyri at dyrka macho-ímyndir og gera mismun á fólki. Í Ruslandi hevur stjórnin júst sett eina lóg í gildi aftur, ið annars var ógildað, sum gevur russiskum monnum rætt til at sláa konur sínar fyri at revsa tær, um tær ikki akta mannin.

Í USA er forsetin ímyndin av einum sonnum mannchauvinisti. Dømi eru um, at hann ber seg at sum ein graður hundur, ið reypar av at taka sær rætt til at taka uppundir konufólk, sum hann vil. Hann tykist onga virðing hava fyri ræðisrætti teirra á egnum kroppi. Hann sigur seg vamlast við mánasjúkuna hjá kvinnuni . Í hansara verð er tað í fínasta lagi eina løtu at hava „virðing“ fyri eini kvinnu og næstu løtuna at gera seg inn á hana. Hann heldur, at hetta bara er „rós“ til kvinnuna. Tó eru tað einans tær kvinnur, ið eru nóg vakrar, sum fáa „æruna“ av at vera „róstar“ á henda hátt av hesum manni osfr. osfr.

Maðurin er ein sonn marra fyri kvinnurørsluna, sum annars hevði væntað, at hann fór at tapa valið til eina kvinnu. Mong hildu, at sigurin til kvinnuliga forsetavalevnið var tryggur, og at meirilutin av veljarunum fór at stuðla javnstøðu og seta krossin við kvinnuna, ið á so mangan hátt var betri skikkað enn mannliga valevnið. Men so var ikki. Veljarin vrakaði ikki mannchauvinistin, sum gjøgnum alt valstríðið førdi seg fram við konufólkavanvirðing, og sum talaði til tað ringasta – óttan og vreiðina – í  menniskjum. Hesin maður er nú vorðin forseti í heimsins valdmiklasta landi.

Uttan heilsurøkt og fyribyrging, eingin kvinnurfrígering
Staðfestast kann, at ein hópur av veljarum løgdu líka í, hvat hesin jokarin í amerikanska valstríðnum segði um kvinnur. Tær kvinnur, sum hava notið flestar fyrimunir av vunnum rættindum, mugu viðurkenna, at tey virðir og tann heimsfatan, sum hava týdning fyri tær, ikki eru eins umráðandi fyri ein stóran part av amerikanska fólkinum, sum livir eitt heilt annað lív, enn tær gera. Hesin parturin av fólkinum valdi heldur at seta ein mann við stýrisvølin, sum m.a. hevur sagt seg vilja avtaka „The Affordable Care Act“ (Obamacare) og harvið atgongdina til fyribyrging og heilsurøkt hjá ómúgvandi kvinnum í USA.

Hetta sigur nakað um, at kvinnurørslan í vesturheiminum stendur als ikki so sterk, sum hon helt seg gera. Hvør er tað, sum fer at líða mest undir hesi nýggju støðuni í amerikanskum politikki? Tað eru minnilutarnir – muslimarnir,  LGBT’arnir, innflytararnir, tey ikki-hvítu – og tað eru kvinnurnar. Hin vegin sást eisini dagin eftir, nýggi amerikanski forsetin varð settur, at fólk í milliónatalið streymaðu út á gøturnar kring allan heim fyri at mótmæla teim átøkum, sum forsetin hevði boðað frá, at hann vil seta í verk, og sum fara at raka hesar bólkar meinast. Tað tykist, sum um fólk rakna við, nú tey kenna, at vunnin rættindi eru hótt. Grundarlag er tískil lagt undir eina nýggja hóprørslu.

Eingin ivi er um, at heilsutrygd og fyribyrging er ómetaliga týdningarmikið, serliga fyri kvinnur. Kvinnur um allan heim verða ikki frígjørdar uttan atgongd til heilsurøkt og fyribyrging. Úrslitið av amerikanska valinum er ein áminning – eitt wake up call – um, at kvinnustríðið als ikki er av. Javnstøða og vunnin rættindi  eru nakað, sum sannlíkt kann missast, um ikki kvinnur – og menn – støðugt stríðast fyri sínum rættindum hvønn dag, dag eftir dag, við líka stórum ágrýtni.


Faktaboks:

Fyrsta kvinnurørslan, umleið 1840–1920:
Fyrsta veruliga kvinnurørslan spratt úr stríðnum móti trældómi. Kvinnurnar, sum tóku lut í stríðnum móti trælahaldi, gjørdust skjótt greiðar yvir, at tær sjálvar ikki høvdu tey rættindi, sum tær stríddist fyri, at svartir menn skuldu hava. Rørslan stríddist fyri borgararættindum til kvinnur, so sum valrætti – á enskum: suffrage. Kvinnur vildu hava rætt til at taka lut í fólkaræðinum og atkvøða við demokratisk val.

Onnur kvinnurørslan, umleið 1960–1988:
Onnur kvinnurørslan spratt eisini burtur úr eini størri rørslu, sum endaliga skuldi tryggja svørtum amerikanarum javnrættindi. Ung fólk av øllum fólkasløgum flokkaðust um rørsluna. Aftur hesa ferð varnaðust kvinnur – eins og tey, ið talaðu fyri friði, fyri talufrælsi og fyri rættindum hjá samkyndum – at tey stríddust fyri rættindum hjá øðrum, sum tey ikki sjálvi høvdu, og út úr hesum spratt so onnur skipaða kvinnurørslan – á enskum oftast kallað Women‘s Liberation Movement. Kvinnur vildu hava rættindi til somu møguleikar og skyldur, sum menninir høvdu, so sum at luttaka á arbeiðsmarknaðinum, at sleppa undan at vera bundin av bara at vera heima og gera húsarbeiði, og at kunna nokta at vera hildin sum gísli av barnsburðum.

Triðja kvinnurørslan, umleið 1988–2010:
Í 80‘unum datt hugmyndin sundur av kvinnum sum ein samlað stætt við felags, yvirskipaðum ‚kvinnuligum‘ virðum og upplivingum. Kvinnurørslan syndraðist. Svartar kvinnur, kvinnur við breki, lesbiskar kvinnur, transkvinnur og onnur funnust at rørslunnar alt ov breiðu og einføldu fatan av kynunum. Nógv ymisk feministisk ástøði sóu dagsins ljós í hesum tíðarskeiði. Kynið var bara ein av mongum inngongdum til feminismuna. Kvinnur noktaðu at átaka sær eina ávísa áskoðan um ymisk yvirskipað politisk mál fyri at kunna kalla seg feministar. Rørslan var í nógv størri mun merkt av individualismu. Nógvir menn fóru eisini at rópa seg sjálvar femininistar – ikki einans fyri at stuðla kvinnunum, men eisini fyri at stríðast saman við kvinnunum fyri egnum javnrættindum sum menn.

Fjórða kvinnurørslan, umleið 2008 til í dag:
Tann ógvusliga tøknimenningin og altjóðagerðin eftir túsundáraskiftið íbirti fjórðu kvinnurørsluna. Ein hópur av ungum feministum hava tikið netborna heimin til sín og mynda ta fjórðu kvinnurørsluna við at skapa sínar egnu pallar og sínámillum stuðulstiltøk á sosialum miðlum. Hesar kvinnurnar eru sera ekspressivar og kreativar og ganga í heila tikið ímóti vanligu stereotypu fatanini av, hvussu ein feministur sær út. Úr hesum er vaksin ein ørgrynna av ymiskum bólkum við einum ávísum samleika av onkrum slag til felags, og sum styrkja hvønnannan í hesum samleika.

Keldur:
http://www.huffingtonpost.com/entry/women-legislate-men_us_588778cee4b070d8cad56ee1?section=women&
https://mobile.nytimes.com/2017/01/24/opinion/after-the-womens-march.html?referer=https%3A%2F%2Fwww.google.ca%2F
http://everydayfeminism.com/
https://en.wikipedia.org/wiki/Fourth-wave_feminism
http://io9.gizmodo.com/the-future-of-women-on-earth-may-be-darker-than-you-tho-1676660905
http://progress.unwomen.org/en/2015/pdf/SUMMARY.pdf

Comments

comments

Powered by Facebook Comments

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/blog/2017/03/08/er-kvinnurorslan-fyri-bakkasti/