“Eg eri ósamdur í tí, tygum siga, men eg vil verja tygara rætt til at siga tað, um eg so skal lata lív fyri tað.”

17B1D4C8-0555-40D1-8398-DE5DE2120FC8_4_5005_c

Fólk hava spurt meg: “Hví hevur tú so nógv ímóti grindalógini? Er tað ikki týdningarmiklari at hava meira fyrilit fyri føroyingum sjálvum, heldur enn at hugsa so nógv um ferðafólk og útlendingar? Hevur tú nakað ímóti, at føroyingar drepa grind ella hvat?” Nei, eg havi einki ímóti grindalógini sum heild. Hetta snýr seg ikki um at vera fyri ella ímóti grindadrápi. Hetta er heldur ikki ein spurningur um ferðafólk versus føroyingar. Tað snýr seg einans um §3 í grindalógini – um §3 er ein skynsam og gagnlig lógaráseting ella ikki.

Lóg er lóg, og lóg skal sjálvandi haldast. Men fyri tað merkir tað ikki, at vit skulu koyra høvdið undir armin og í allar ævir framyvir heilt ókritiskt góðtaka alt, sum løgtingið í tankaloysi samtykkir. Tann herda ásetingin um fráboðanarskyldu var samtykt uttan nakra veruliga viðgerð. Eftirfylgjandi hevur tað víst seg, at tað er serstakliga ivasamt, um ásetingin í §3 í grindalógini ger nakað sum helst gagn. Tvørturímóti síggja vit, at lógarbroytingin longu hevur fingið sera óhepnar avleiðingar. Sjálvandi er skilagott at endurskoða ávísar lógarásetingar, sum einki nyttuvirði er í.

Í fyrsta lagi missa vit onga grind fyri tað, um vit ikki hava hasa herdu fráboðanarskylduna í grindalógini. Tað er púrasta óneyðugt at áleggja ØLLUM hesa skyldu‚ tí tað eru ivaleyst av fólki til, sum ógvuliga fegin vilja fráboða grind og tryggja sær finningarhvalin. Tey, sum ikki boðaðu frá grind frammanundan, fara heldur ikki at boða frá nú allíkavæl, hóast handan lógarásetingin er komin í gildi, tí tey vita fullvæl, at tað ikki kann prógvast, at tey hava sæð hval.

Í øðrum lagi rakar ásetingin ikki nóg meint beint har, sum hon er ætlað at skula raka. Um tað er Sea Shepherd, ein vil raka við ásetingini, finnast aðrir nógv meira effektivir mátar at raka Sea Shepherd uppá‚ eins og fleiri løgfrøðingar hava gjørt vart við.

Í triðja lagi hevur §3 higartil einki annað gjørt enn at skaða umdømi Føroya og at sáa split millum føroyingar. Orðingin í §3 eigur tí at verða broytt so skjótt, sum tingið kemur saman aftan á valið.

Eitt prinsippmál um tanka- og talufrælsi
Men hetta snýr seg ikki bara um manglandi nyttuvirðið í §3. Tað snýr seg eisini um eitt prinsippmál. Ein tann størsta orsøkin til, at eg haldi, at tað hevur stóran týdning at fáa orðingina í §3 í grindalógini broytta, er IKKI, tí eg hugsi so nógv um avleiðingarnar fyri ferðavinnuna‚ hóast tað sjálvandi eisini hevur týdning – ikki minst búskaparliga.

Nei, tað, sum fyrst og fremst er sera týdningarmikið fyri meg‚ er, at øll mugu hava rætt til talu- og tankafrælsi í Føroyum. Talu- og tankafrælsi eru grundarleggjandi mannarættindi‚ staðfest í Grundlógini og í Evropeisku Mannarættindakonventiónini, sum Føroyar hava undirskrivað. Hetta fatar eisini um frælsið til einki at siga.

Eitt er at vera ósamdur við teimum, sum ikki ynskja at boða frá, tá tey síggja grind, tí tey hava eina aðra sannføring, Men er tað rætt ella rímiligt at hótta fólk – fremmandafólk og føroyingar – við at revsa tey við risa bót og fongsli fyri bara at vilja blanda seg uttanum?

Tá vit soleiðis tvinga fólk við strangari revsing til at gera ímóti síni persónligu sannføring og samvitsku, vildi eg mett, at vit í veruleikanum ikki eru petti frægari enn Sea Shepherd‚ sum vil tvinga allar føroyingar til at vera vegetarar móti teirra vilja.

Tankafrælsi er grundstøðið undir fólkaræðinum
Tað sigst, at franski heimsspekingurin og rithøvundurin Voltaire, sum livdi í 1700-talinum, skal hava sagt: “Eg eri ósamdur í tí, tygum siga, men eg vil verja tygara rætt til at siga tað, um eg so skal lata lív fyri tað.”

Hetta grundsjónarmiðið um talufrælsi, sum við tíðini vann frama í Evropa, hevur verið við til at leggja lunnarnar undir fólkaræðisligu skipaninar, sum vit í dag njóta gott av. Henda frælsishugsjónin er ikki minst ein av týðandi orsøkunum til, at vesturheimurin yvirhøvur hevur havt alla ta framgongd, sum vit hava upplivað seinastu 200 árini. At hava rættindini til tanka- og talufrælsi er tí serstakliga týðandi fyri øll tey, sum vilja varðveita fólkaræðið og tey persónligu frælsini, sum eitt fólkaræðið tryggjar.

Vit liva (vónandi) í einum fólkaræði – ikki í einum diktaturi – so vit hava sjálvandi ongan rætt til at tvinga øll, sum búgva – ella tilvildarliga eru – í Føroyum, til at hava eitt ávíst sjónarmið. Men Jacob Vestergaard og aðrir politikkarar bera seg at, sum um vit liva í einum diktaturi við at lógarfesta eina herda fráboðanarskyldu, har teir áleggja øllum‚ sum eru í Føroyum – tvs. búgva ella vitja her – eina skyldu‚ sum gongur ímóti sannføringini hjá summum – eisini summum føroyingum. Hvat skal hetta vera gott fyri?

Fyrilit fyri tí einstaka ella kollektivinum
Ein av mínum Facebook-vinum setti henda sera viðkomandi spurningin, sum eg haldi, lýsir væl, hvat kjakið um herdu fráboðanarskylduna í grindalógini snýr seg um: Hvat er týdningarmiklari, mín persónligi rættur til eina ávísa sannføring ella mín persónliga ábyrgd fyri kollektivinum (tvs. mín solidaritetur við felagsskapin millum føroyingar)? Til hetta viðmerkti ein annar av mínum skilagóðu Facebook-vinum: Um mín sannføring er, at eg ikki vil skaða heilsuna hjá fólki og fylgi tilráðingini hjá landslæknanum um grind, eri eg so ikki ábyrgdarfull móti kollektivinum?

Hetta vísir m.a. at vit kunnu fata so ymiskt, hvat solidaritetur er. Veruleikin er samansettur, so hví gera spurningin um, hvørji fyrilit vit eiga at taka, til ein antin-ella spurning? Snýr tað seg veruliga um ANTIN at taka fyrilit fyri tí einstaka ELLA fyri kollektivinum? Nei, tað er sjálvandi als ikki so knívskorið. Vit kunnu saktans verja bæði einstaklingin og kollektivið. Tað er tað lógir verða gjørdar til. Men ein lóg má t.d. ikki bróta grundleggjandi mannarættindi. Mín og tín rættur til at tiga er grundlógartryggjaður og vigar tí til eina og hvørja tíð tyngri enn onkur óumhugsað áseting í eini nýliga samtyktari lóg.

Rætturin til at tiga kann einans yvirtrumfast, um so er, at veruligur vandi fyri lív og heilsu hjá fólki stendst av, at eg einki sigi. Men her er ikki talan um nakran beinleiðis vanda fyri nakran. Tað verður ikki hungursneyð í Føroyum fyri tað, um onkur einstakur ikki boðar frá, at tey hava sæð hval. Sum nevnt finnast ein rúgva av fólki, sum heldur enn gjarna boða frá grind. Tí kann fráboðanarskyldan saktans vera frívillig. Eingin orsøk er til at tvinga nakran til at fráboða, sum ikki vil. At leggja tvingsil á fólk fer bara at vaksa um mótviljan – eisini millum føroyingar – móti grindadrápi. So um ein ynskir at skapa vaksandi mótvilja, so er bara at halda fast við §3.

Eingi sannførandi argument fyri §3
Eg havi enn ikki sæð ella hoyrt nakað sum helst skilagott argument fyri §3, sum ikki kann gerast betri við eini aðrari orðing. Eg havi bara sæð og hoyrt útspilling av teimum‚ sum hava funnist at hasum paragraffinum. Jacob Vestergaard skrivaði t.d. á Facebook vangamynd sína‚ at tey‚ sum eru ímóti §3‚ eru “fávitskut” fólk‚ sum “bara ynskja uppmerksemi”. Hetta er fyri mær at síggja ein sera jánkasligur máti at royna at sleppa undan at fara inn í og fyrihalda seg til argumentini móti §3. Jacob Vestergaard manglar opinberiliga sannførandi argument‚ og sær tí ongan annan útveg enn at søkka niður á eitt støði, har hann spillir síni mótstøðufólk út, bara tí hann í berum treiskni ikki torir at viðganga‚ at §3 er eitt mistak.

Treiskni kann vera skilagott í summum førum, men ikki øllum. Í hesum førinum er tað avgjørt ikki skilagott. Her spenna vit bara bein fyri okkum sjálvi, tí Sea Shepherd elskar §3. Tað er eitt frálíkt vápn, vit hava givið teimum í hondina. Spell, tá vit nú kundu havt steðgað Sea Shepherd upp á so nógv elegantari og meira effektivar mátar. Men Vestergaard og onnur við honum velja sum tvøri strutsurin at stinga høvdið í sandin.

Við tvørt og treiskt at halda fast í §3 við núverandi orðing, hava vit bara løtt kanónirnar hjá Sea Shepherd enn meira. Watson ELSKAR, tá føroyingar fara upp at gartera og traðka í kálið. Slíkar órímiligar lógarásetingar koyra bara meira benzin á bálið, soleiðis at sjálvt seriøsir alheimsmiðlar nú hoppa við uppá vognin hjá Watson, sum ikki gjørdu tað áður, tí hatta fáa vit ongantíð vanlig fólk til at fata tað skilagóða í. Hatta er funnin fressur hjá Sea Shepherd í teirra hatursherferð móti føroyingum. Vit hava forerað teimum eitt frálíkt høvi á eini silvurskál til at dálka okkara umdømi enn meira í altjóða miðlum.

Hesaferð er munurin bara tann, at vit fáa ikki afturvíst kritikkinum móti okkum um, at vit bróta mannarættindi – ikki líka væl, sum vit kunnu afturvísa so nógvum øðrum kritikki, sum bara grundar seg á lygnir og misskiljingar – tí vit bróta í roynd og veru mannarættindi við §3.

Eiga ikki at lata okkum brúka sum “hentir býttlingar”
Taktikkurin hjá Paul Watson at skapa mest møguligt rok, so Sea Sherpherd fær størri altjóða miðlaumrøðu, sær út til at rigga væl. Hansara strategi er at provokera føroyingar og øsa teir so nógv‚ at teir leypa fram av og gera okkurt óumhugsað‚ so sum t.d. í panikki yvir alt rokið at gera lógir‚ sum bróta tað‚ sum í vesturheiminum verður roknað sum grundleggjandi mannarættindi.

Sostatt er tað eydnast Watson at ræða og øsa fólk so mikið‚ at tey ótilvitað hava latið seg brúka sum hansara “hentu býttlingar” til í óðum verkum at gera eina lóg, sum – ístaðin fyri at fara spesifikt eftir Sea Shepherd – rakar øll – føroyingar, so væl sum útlendingar, sum eru í landinum – við tí úrslitið, at nú hava nakrir av heimsins størstu og mest seriøsu miðlum‚ sum annars altíð hava ignorerað grindadráp‚ varpað ljósið á Føroyar – ikki bara fyri grindadrápið sum so, tí har er einki nýtt í tí, men beinleiðis tí vit bróta mannarættindi.

Henda negativa miðlaumrøðan fekk beinanvegin aðrar fylgjur. Fólk í ferðavinnuni boðaðu frá, at ferðaskrivstovur strikaðu Føroyar sum ferðamál, og fleiri cruise skip avlýstu sínar ferðir til Føroya, tí tey vilja verja teirra ferðafólk móti at skula vera blandað uppí grindadráp og evt. verða revsað fyri ikki at boða frá grind.

Hetta gjørdist sostatt eisini ein altjóða miðlasensatión, sum sjálvandi er funnin fressur hjá Watson‚ ið nú hevur uppnátt at fingið umrøðu sum ongantíð fyrr‚ har hann stendur sum hetjan og føroyingar sum primitivir býttlingar. So kunnu vit sita her sum fornermaðir sjálvrættvísir tannáringar og mutla fyri okkum sjálvi: “Eg skíti á tað‚ ná!” uttan at nakar tímir at lurta eftir‚ tí vit hava mist tað trúvirðið‚ vit annars vóru gott á veg til at byggja upp. Men tað hava politikkararnir nú forpurrað við §3.

Føroyingar – ella rættari okkara politikkarar eru so blindir‚ at teir síggja ikki‚ teir eru lopnir beint í felluna‚ og Watson kann grína tjúkt at føroyingum allan vegin í bankan‚ tí nú streyma donatiónirnar inn til Sea Shepherd – eisini frá fólki‚ sum fyrr vóru líkaglað‚ men sum nú halda‚ at føroyingar eru farnir um alt rímiligt mark‚ og sum tí geva Watson stuðul‚ so hann fær ráð til at órógva og øsa okkum enn meira.

Hvør treingir mest til at sláa kalt vatn í blóðið
Onkur heldur meg gera í so nógv av og hevur biðið meg um at sláa kalt vatn í blóðið. Men eg haldi, at tey‚ sum treingja allarmest til at sláa kalt vatn í blóðið eru Jacob Vestergaard og onnur‚ sum eru so forhippað uppá at hevna seg inn á Sea Shepherd‚ at tey hava tikið høvdið undir armin og handla í blindni. Veruleikin er, at vit raka als ikki Sea Shepherd við hasum paragraffinum – vit tvørturímóti hjálpa teimum! Við hørðu revsiásetingini fyri at bróta fráboðanarskylduna, hava politikkararnir – saman við tí krigsgalna Watson – tikið alt Føroya fólk sum gíslar til onga verðsins nyttu, uttan at hava nakrar sum helst skilagóðar grundir til tess.

So, kæru politikkarar, broytið §3 ongantíð nóg skjótt. Tað snýr seg als IKKI um at broyta grindalógina grundarleggjandi. Tað hevði saktans borið til at skift orðingina í §3 út við t.d. hetta: “Ikki má farast undir at reka grind ella á annan hátt órógva hana, fyrr enn hetta er fráboðað á rættað stað frammanundan”, so sum løgfrøðingurin Turið Debes Hentze hevur skotið upp. So var eingin trupulleiki. Tað hevði eisini borið til at ásett eina rímiliga harða revsing fyri brot á hesa reglu.

Eisini kundi verið hugt nærri at, hvussu ein forðar fyri, at fólk, sum týðiliga hava sagt, at tey vilja gera nakað ólógligt – nevniliga forða grindadrápi – yvirhøvur sleppa nær at grindadrápinum. Allarhelst skuldu tey verið vend á flogvøllinum ella á keiini, so tey als ikki sleppa inn í landið at gera “balladu”.

Boyggja okkum ikki fyri trýsti við at broyta §3 – tvørturímóti
Onkur helt, at um vit broyta §3, so boyggja vit okkum fyri trýsti uttanífrá. Skulu vit tillaga okkum núkkunum hjá nøkrum tilvildarligum hysteriskum útlendingum? Skulu vit ikki heldur halda fast í at vera, sum vit eru?

Sjálvandi skulu vit ikki látast at vera nakað, vit ikki eru. Men í mínum eygum er §3 júst dømi um, at vit hava tillagað okkum eftir einum trýsti uttanífrá – tíverri tann heilt skeiva vegin – til nakað, sum annars hevur verið heilt fremmant fyri okkum føroyingar: nemliga við lóg at skerja frælsið hjá fólki og forða teimum – eisini føroyingum sjálvum – at vera seg sjálvi, gera og meina, hvat tey vilja. Hasin paragraffurin er ódemokratiskur – ja, beinleiðis diktatoriskur – og klæðir okkara annars so frælsishugaðu mentan heilt óluksáliga illa.

Við at samtykkja ein slíkan paragraff, sum kúgar frælsið hjá okkum øllum, og ikki bara hjá Sea Shepherd, hava vit nettupp boygt okkum fyri trýstinum frá Sea Shepherd, tí var tað ikki fyri henda felagsskap, høvdu vit aldrin orðað ein so frælsisskerjandi paragraf. Hví skulu vit broyta okkara lógir á ein slíkan hátt, so vit skerja okkara egna frælsi, bara orsaka av Sea Shepherd? Um vit vilja raka Sea Shepherd, hví so ikki heldur gera eina lóg, sum beinleiðis rakar Sea Shepherd og ikki øll møgulig onnur ósek eisini?

Senda signal um, at vit ikki tola aðrar meiningar
Tað einasta, sum §3 ger – við bara at vera til á pappírinum – er at senda eitt kraftigt signal út í heimin um, at føroyingar hava ein diktatoriskan hugburð, har vit ikki vilja loyva tankafrælsi. Harvið dálka vit okkara egna umdømi sum eitt frælst land og kasta ein fullkomiliga óneyðugan illgruna á okkum sjálvi um, at vit ikki tola aðrar meiningar enn okkara egnu. Ásetingin í §3 er klokkuklárt brot á mannarættindi, so tað nyttar okkum lítið at royna at forklára, at vit ikki ætla at revsa ferðafólk, fyri tað um tað stendur í lógini. Vit kunnu ikki forklára okkum burturúr hasum, so leingi sum §3 er orðaður, sum hann er.

Halda vit í berum tvørleika fast í nýggju, nógv strangari revsiásetingunum í grindalógini §3, sum potentielt kunnu raka ósek, og sum ØLL onnur (uttan summi treisk fólk í Føroyum) sjálvandi síggja sum totalt órímiligt og beinleiðis tápuligt brot á mannarættindi, so missa vit tað hart vunna trúvirði, vit hava uppbygt tey mongu seinastu árini við altíð at halda okkum til fakta og skynsama kunning og argumentatión.

Vit kunnu nógv lættari halda fast í og sannføra onnur um okkara rætt til at gagnnýta okkara havtilfeingi, um vit halda høvdið kalt og altíð hava fakta og skilagóð argumentir at vísa á, tá alheims fjølmiðlar varpa ljós á grindadrápið. So spæla vit kortini rætt. Men nú fáa altjóða miðlar og vanlig fólk kring heimin sera ilt við at trúgva tí, vit siga, tá vit vísa ein so ódemokratiskan og diktatoriskan hugburð, sum vit hava gjørt við at samtykkja hatta orðaljóðið í §3. Harvið hava vit sjálvi útholað okkara egnu skilagóðu og dámligu argument, sum tað higartil hóast alt hevur verið ein meiriluti úti í heimi, ið hevur trúð og ‘keypt’ – tá tey annars sleppa at hoyra argumentini.

Revsiásetingina í §3 kunnu vit aldrin ‘selja’ sum eitt skilagott argument nakra aðrastaðni enn bara millum summi treisk fólk í Føroyum. Hatta er ein “ommer” gjørdur í óðum verkum. Hvørki meira ella minni. Nei, vælsignaðir løgtingslimir, gerið heldur eina lóg, sum meira neyvt og effektivt forðar limunum í felagsskapinum Sea Shepherd í at koma til Føroya at bróta okkara lógir, heldur enn at halda fast í hatta sjálvmálið.

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2015/08/14/eg-eri-osamdur-i-ti-tygum-siga-men-eg-vil-verja-tygara-raett-til-at-siga-tad-um-eg-so-skal-lata-liv-fyri-tad/