«

»

Dec 04 2014

Print this Post

Sea Shepherd lógin skapar ein fólkaræðisligan og praktiskan trupulleika

SSCS-activist_Photo-JensKrVang

Photo: Jens Kr. Vang

Løgtingið vil nú fremja eina lóg, sum skal eitast fyri at gera tað lættari at útihýsa felagsskapum sum Sea Shepherd. Men vit koma ikki av við trupulleikan við at samtykkja eina slíka lóg. Aktivistarnir broyta bara taktikk. Og vit føroyingar fáa bara ein annan álvarsaman trupulleika – ein fólkaræðisligan trupulleika, umframt ein praktiskan, løgfrøðisligan trupulleika.

Lógaruppskotið sigur, at vit skulu steðga, at “umboð fyri felagsskapir og útgerð, ið hava sum fráboðað endamál at fremja ólógligt virksemi ella at hótta lóglig rættindi í Føroyum, kunnu koma til landið ella kunnu útinna fyrireikingar til tílíkt virksemi í Føroyum.”

Men hvat merkir hetta ítøkiliga? Hvussu skilmarka vit “fráboðað endamál”. Hvat ítøkiligt skulu fólk gera fyri, at gerðir teirra kunnu roknast sum at “hótta lóglig rættindi” ella at “útinna fyrireikingar”. Hetta tykist so mikið ivasamt og opið fyri tulking, at tey, sum sita við valdið, kunnu jú stórt sæð bara velja og vraka millum, hvør skal kunna koma inn í landið. Um teimum ikki dáma ávís fólk ella teirra sjónarmið, kunnu tey bara ákæra tey fyri at hava landaskaðiligt virksemi í kvittanum og tískil nokta teimum atgongd við heimild í hesi lóg. Kunnu vit tá enn kalla Føroyar fyri eitt opið og frælst fólkaræði?

Men tað er ikki bara problematiskt at hækka gáttina inn í landið sæð frá einum fólkaræðisligum sjónarmiði, men eisini sæð frá einum reint praktiskum, løgfrøðisligum sjónarmiði. Tí hvussu ætlar man sær at handhevja hesa lógina? Skulu vit nú seta marknavarðhald upp við innkomuvegirnar, har fólk verða sett til at skilja seyðirnar frá geitunum? Eru tað tollarnir, sum skulu gera tað? Hvussu í allari víðu verð skulu tollarar kunna gera av, hvat ferðafólk, sum koma til Føroya, standa fyri ideologiskt? Og hvussu skulu teir gera av, um ideologiin hjá ferðafólkunum samsvarar við tað, sum verður roknað sum ‘lógligt’ her á landi?

Man kann – á pappírinum – forbjóða einum felagsskapi at koma inn í landi, sum hevur lógarbrot í kvittanum, men felagsskapir eru jú samansettir av fólki. Hvussu skalt tú frammanundan kunna vita, hvørji fólk nú eru limir í óynsktum felagsskapum ella ikki? Koma fólk uniformerað til landið, kann man kenna tey aftur, men tey kunnu jú bara velja at koma ‘inkognito’ – altso lata vera við at vísa og/ella upplýsa, at tey t.d. eru Sea Shepherd limir. Og tú kanst ikki forbjóða einum og hvørjum at koma til Føroya, sum bara ‘minnir um’ ein Sea Shepherd lim.

Skulu so øll, sum ferðast til Føroya nú skriva undir uppá, at tey ikki eru limir í Sea Shepherd ella líknandi felagsskapum, og at tey ikki ætla sær at fremja brot á føroyskar lógir, meðan tey eru her? Um onkur hevur lógarbrot í kvittanum – og veit, at viðkomandi verður vendur í hurðini, um hann ella hon upplýsir um tað, heldur man so veruliga, at hann ella hon fer at upplýsa um tað frammanundan?

Higartil hava vit hóast alt kunna kent tey aftur, sum stuðla SS, tí tey hava ikki havt orsøk til at krógva tað – tvørturímóti hevur tað verið umráðandi fyri tey nettupp at vísa føroyingum við teirra ‘uniformi’, hvørji sjónarmið tey stóðu fyri. Men nú koma hesi fólk uttan iva kortini til landið, men hesaferð ‘undercover’ uttan sín eyðmerkjandi ‘uniform’. Tískil vita føroyingar ikki, hvør útlendingur, sum kemur higar, er limur í Sea Shepherd og hvør ikki er.

Harvið er jørðin taðað fyri vaksandi illgrunasemi frá báðum síðum. Hendan lógin fer tí bara at føra við sær, at (nógvir) føroyingar fara at leggja meir og minni allar útlendingar undir illgruna fyri at vera limir í Sea Shepherd ella øðrum óynsktum felagsskapum. Tann blíðskapin, sum føroyingar annars hava verið kendir fyri, fara nógvir føroyingar helst at vera meira pírnir við nú – tíverri fyri allar teir óseku útlendingarnar, sum ferðast til Føroya av reinum áhuga fyri Føroyum og einki annað. At avbyrgja landið á henda hátt kann gerast stak óheppið fyri ferðavinnuna og fyri umdømið hjá Føroyum bæði sum ferðaland og sum fólkaræði.

Henda stúran kemur ikki av ongum. Vit hava sæð, hvussu fólk hava øst seg sjálvi og hvønnannan upp í summar – heilt út av proportiónum – á Facebook við øllum møguligum meira ella minni fantasifullum ímyndum av, hvussu hóttandi Sea Shepherd skal eitast at vera, og hvat tey sjálvi skuldu finna uppá at gera móti Sea Shepherd. Krígshungrandi innari svínahundurin hevur havt góðar dagar.

Tað royna nakrir politikkarar nú at scora bílig poeng uppá. Populisman leingi livið! Men føroyingar hava als ikki orsøk til at føla seg SO hóttar, at tað skal vera neyðugt við so drastiskum stigum. Tað er ein fullkomiliga óneyðug yvirreaktión, sum als ikki samsvarar við veruliga vandan – og avleiðingarnar av hesi stigtakan eru sera óhepnar.

Ein slík lóg legitimerar júst ta uppøsingina, vit hava upplivað, sum í flestum førum hevur verið irrationell. Myndugleikarnir blástempla harvið hesa øsingina – men ikki bara tað. Man blástemplar eisini eina misteinkiliggering millum fólk og eina smettaramentan. Hvat við teimum føroyingum, sum t.d. sympatisera við felagsskapum sum Sea Shepherd? Skulu tey dømast sum landasvíkjarar? Henrik Old hevur longu tosað um, at tað skal vera gjørt ólógligt at hjálpa felagsskapum sum Sea Shepherd. Men hvat merkir hetta ítøkiliga? Nær “hjálpir” man slíkum felagsskapum? Hvør skal avgera, nær blíðskapur yvirfyri fremmandum koppar yvir til at vera “landaskaðiligt” virksemi?

Nei, hetta er ikki rætta leiðin at ganga, tí hetta er at skjóta spurvar við kanónum. Vansarnir av slíkari lóggávu kunnu skjótt koma at viga tyngri enn fyrimunirnir. At fara og lóggeva á henda hátt í óðum verkum, kann sum nevnt skapa nógv álvarsligari trupulleikar fyri hetta landið – fólkaræðisligar, so væl sum løgfrøðisligar – og ikki minst praktiskar trupulleikar.

Hetta er sum at pissa í buksurnar, bara fyri at nøkta tørvin her og nú fyri at pissa – í hesum føri á Sea Shepherd, men aftan á eru tað føroyingar, sum standa í vátum buksum. Hugurin til hevnisøku er nøktaður, men gleðin er stokkut.

Eg haldi, at føroyingar høvdu staðið seg nógv betri við at sláa kalt vatn í blóðið. Tað er ikki rationell argument, vit mangla í Føroyum, og tað eru hesi skilagóðu argumentini, vit koma longst við, og sum vinna sympatiin úti í heimi í síðsta enda hjá meirilutanum, sum als ikki eru so fanatiskur sum aktivistarnir. Skulu føroyingar økja um egnu sjálvsvirðing og styrkja sín samleika, so haldi eg, at vit mugu líta á, at okkara egnu argument eru nóg góð til at verja okkara støðu, heldur enn at royna at avbyrgja okkum við lóggávu. Gera vit tað, er tað næstan tað sama sum at siga, at vit longu hava givið upp. At goyma seg handan slíka ivasama lóggávu, er tað tað sama sum at siga, at vit ikki trúgva nóg nógv uppá okkara egnu søk.

Vandin fyri, at Føroyar vera yvirrendar av fólki, sum koma her at bróta landsins lógir, er ikki so stórur, at tað skal vera neyðugt at skerja meinings- og talufrælsið hjá fólki. Bróta fólk landsins lógir, hava vit longu løgregluna til at taka sær av slíkum. Áðrenn tað, haldi eg, at vit skulu tora at lata fólk hava loyvi til at hava ta meining, sum teimum lystir. Føroyingar standa altso ikki so veikt, at vit hava brúk fyri at verja okkum móti ávísum illa sæddum meiningum við reglum og restriktiónum, sum í síðsta enda bara avmarka okkum sjálvi.

Comments

comments

Powered by Facebook Comments

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/blog/2014/12/04/5419/