«

»

Nov 02 2012

Print this Post

Ferðaseðlaprísirnir mugu niður – NÚ!

Bíligari ferðaseðlar til og úr Føroyum er ein ósvitalig treyt fyri at fáa búskaparkurvurnar at venda rætta vegin og fyri at fáa fólkavøkstur í Føroyum aftur. Framtaksemið í landinum kódnar undir núverandi ótolandi umstøðum, sum meira ella minni avbyrgja føroyska fólkið frá umheiminum, bara tí politiska valdið heldur fast í at vilja geva nøkrum fáum fyrimunir, sum øll onnur mugu svíða fyri.

Um eini líkinda vinnu skal vera lív lagað í Føroyum, mugu prísirnir fyri millumlanda ferðing niður ongantíð nóg skjótt. Nøkur fá missa kanska við tað, ja, men um atlitið at fjøldini kemur fram um atlitið at nøkrum fáum partaeigarum, sum helst eiga ov mikið frammanundan, so kann tað, sum mist verður uppá reiggjurnar, í ríkiligt mát vinnast inn aftur uppá karussellirnar – til stórar fyrimunir fyri samfelagið sum heild, bæði fíggjarliga og í aðrar mátar.

Grundprísurin fyri ferðaseðlar minkar ikki
Ein kann gleðast um, at tað gongur væl hjá Atlantsflog í løtuni, og vóna, at jaliga gongdin fer at minka um ferðaseðlaprísirnar. Men ein slík vón er í besta føri bláoygd. Yvirskotið kemur neyvan føroyska fólkinum til góðar. Vit kunnu jú bara staðfesta, at tá tað gongur væl hjá Atlantsflog, so merkir miðal hampa føroyingurin lítið til tað. Tað verður eyðsýniliga bara til onkur hissini tilboð uppá bíliga sølu av setrum í lágsesong, sum uttan iva eru setur, ið tað frammanundan ikki er so nógvur eftirspurningur eftir. Hetta tykist mest at vera ein “smartur” máti at sleppa av við setrini fyri ein lutfalsliga bíligan penga, so partaeigararnir fáa eitt lítið sindur meira burtuúr teimum enn einki.

Gávumildni er so sum so við, tí skalt tú knappliga av landinum, tí tú t.d. noyðist at fara til eina jarðarferð, so fært tú ikki lut í hesum sertilboðum, men mást gjalda fullan prís. Mong hava eisini við serstakliga stórari ónøgd staðfest, at prísurin fyri broyting av ferðaseðlum er beinleiðis skammleysur.

So í veruleikanum tæna tilboð av hesum slag ikki fólkinum sum heild. Tey eru kanska bara við til at halda grundprísinum uppi. Eg vildi heldur havt, at góða gongdin hjá felagnum fekk vanligu ferðaseðlaprísirnar til at minka sum heild. Men hetta hendir ikki. Líkamikið, hvussu væl tað gongur hjá flogfelagnum, tykist grundprísurin fyri ferðaseðlar, saman við ferðaavgjaldinum, meira ella minni óvikandi. Og hví man tað vera so?

Kappingin kemur ikki
Jú, soleiðis fer at vera, so leingi sum einasta flogfelagið í landinum onga kapping hevur á marknaðinum. At vænta, at onnur flogfeløg skulu fara at hava áhuga fyri at taka kappingina upp við Atlantsflog, og at hetta so kann trýsta prísirnar niður, er helt einfalt ikki realistiskt.

Flogvøllurin er longdur, men flogfeløg standa avgjørt ikki í bíðirøð kortini fyri at stovna flogrutur til Føroya. Og hví? Tí tey meta væl saktans, at kundagrundarlagið er ov lítið. Eg haldi, at allar grundir eru til at óttast fyri, at kappingin kemur ikki. Verandi kundagrundarlag er rætt og slætt ov lítið til at kunna breyðføða fleiri flogfeløgum í nóg stóran mun. Feløgini kunnu ikki við so lutfalsliga lítlum kundagrundarlag vinna partaeigarunum nóg stóran vinning til, at tað verður nóg attraktivt fyri íløgarar at gera íløgur í fleiri flogfeløg, sum flúgva til og úr Føroyum. Tað er einans áhugavert at gera íløgur í flogleiðirnar til og úr Føroyum, so leingi sum bert eitt felag hevur monopol og kann hava fult tamarhald á ferðaseðlaprísunum.

Ferðafólk verða hildin sum gíslar, men fyri hvat?
Samstundis er lítið og einki, sum eggjar Atlantic Airways til at lækka prísirnar, so leingi sum felagið má virka sum eitt partafelag, har fremsta sukseskriterium eru at nøkta vinningstørvin hjá partaeigarunum. So leingi sum einasta flogfelagið, ið flýgur uppá Føroyar, má virka undir partafelagstreytum, so gongur atlitið at tí, at veita partaeigararunum so stóran vinning sum gjørligt, fram um atlitið at ferðafólkunum – tvs. teimum, sum eru noydd at ferðast og tí mugu keypa ferðaseðlar í dýrum dómum. Ferðafólk verða so at siga tikin sum “gíslar”, sum – fyri at nøkta vinningstørvin hjá partaeigararunum – mugu gjalda “loysipening” í form av yvirprísi fyri at sleppa til og úr landinum. So einfalt er tað.

Men hvør fær veruliga gagn av hesi skipan? Partaeigaravinningurin kann ikki vera serliga stórur, tí kundagrundarlagið er eisini lítið fyri bert eitt felag. Um vinningurin fór til at lækka ferðaseðlakostnaðin, ístaðin fyri til partaeigararnar, hevði tað neyvan gjørt tann stóra munin fyri ferðaseðlaprísirnar. Spurningurin er, um tað yvirhøvur er tað vert fyri nakran at halda fram við at lata Atlantic Airways vera eitt partafelag, tí so leingi sum Atlantsflog bara má virka sum eitt partafelag, verður støðan verandi, sum hon er.  Prísirnir fara ikki niður uttan so, at okkurt ekstraordinert verður gjørt.

Nøkur fá vinna – øll hini tapa
Vit kunnu bara staðfesta, at prísurin fyri at handilsgera “motorvegirnar” hjá føroyingum út í heim er rættiliga dýrur fyri tey flestu, m.a. tí at dýru ferðaseðlaprísirnir í stóran mun tálma samvinnuna við umheimin og vinnuligum virksemi í Føroyum sum heild. Samfelagið missur ómetaliga nógvar møguleikar fyri øktum virksemi, sum kann skapa meirvirði. Og fólkið avbyrgist frá handilssambondum, familju og vinum uttanlands. Dýru ferðaseðlaprísirnir minka beinleiðis um lívsgóðskuna hjá føroyska fólkinum. Tað kunnu vit ikki liva við, tí ferðaleiðirnar til og úr útheiminum eru samfelagsins lívsæðr. Hetta er tað, sum vit áttu at lagt mestu áherðsluna á: at tryggja samfelagsins ‘blóðrensl’ best møguligt..

Men atlit verða ikki tikin at hesum – einans til at tryggja partaeigarunum vinning. Hetta svarar til, at privat kunnu keypa part í og fáa rætt til at áseta bummgjald á motorvegir – t.d. millum Danmark og Týskland – ikki í mun til, hvat tað veruliga kostar at reka og viðlíkahalda motorvegirnar, men fyri at nøkur fá skulu fáa so stóran vinning sum gjørligt burtur úr lívsneyðuga tørvinum hjá fólki fyri at flyta seg millum lond.

Gamaní, eftirsum landið eigur størsta partin, fer meginparturin í landskassan, sum ikki brúkar vinningin til at lækka prísin, men til at gjalda alt møguligt annað fyri. Tað kemur í øllum førum ikki ferðafólkunum góðar.

Eg gangi inn fyri privata initiativinum og so fríum ræsum sum gjørligt fyri vinnulívið, men tað má vera við skilvísi. Vinnuliga frælsið kann ikki vera so óavmarkað, at tað gerst beinleiðis samfelagsskaðiligt. Um vinningsatlitið hjá einstøkum fyritøkum nervar samfelagið sum heild og skapar stórar forðingar fyri onnur – m.a. skerjir møguleikarnar munandi hjá øllum øðrum vinnuligum virksemi fyri at virka smidliga, tá fer virksemið yvir um markið fyri tað ábyrgdarleysa, og tá er spurningurin um hetta veruliga er ein rímilig skipan.

Hvat er best fyri samfelagið?
Tað kemst ikki uttan um tað. Líka mikið hvussu víkir og vendir, so eru dýru ferðaseðlaprísirnir ein týðandi orsøk til, at fólkatalið i Føroyum minkar. Tá tað er nógv dýrari at ferðast til og úr Føroyum, enn tað er hjá øðrum í londunum kring okkum at ferðast til og úr teirra landi, verður hetta til ein fløskuháls fyri vinnulívið, sum tálmar og ger tað torført at fáa vinnuligt virksemi í Føroyum til at bera seg. Ferðingarsmidleikin er nevniliga ein sera týðandi fyritreyt fyri samhandilin við útheimin og harvið fyri øktum vinnuligum virksemi í landinum, hagani øll tey attraktivu arbeiðsplássini skulu koma.

Sæð frá einum størri perspektivi, er tað tí ikki skilagott, at síggja flogfelagið avbyrgt sum eina fyritøku bara fyri seg og meta suksesina eftir, hvussu fyritøkan klárar seg, um so er, at suksesin bert tyngir restina av samfelagnum. Latið okkum tí heldur gera eina cost benefit analysu, har ein tekur samfelagsgagnið og atlitið at føroyskari vinnu sum heild við inn í líkningina, og kanna eftir, um tað ikki kann loysa seg betri fyri samfelagið og fyri vinnuna sum heild, at samfelagið ofrar eitt sindur uppá at gera ferðing millum Føroyar og umheimin væl bíligari.

Samfelagsábyrgd at geva vinnuni lagaligar arbeiðsumstøður
Er tað rímiligt, at nøkur fá kunnu ogna sær og hava einkarrætt uppá hesa samfelagslívsæðr við endamálinum at fáa sær so nógvan persónligan vinning sum gjørligt burtur úr einastu loftvegis og sjóvegis farleiðunum fyri ferðafólk til og úr Føroyum? Er tað rímiligt, at nøkur fá óavmarkað skulu fáa fyrimunir av tørvinum hjá okkum øllum t.d. fyri samveru við okkara kæru uttanlands, t.d. møguleikan fyri foreldur at síggja síni børn, ið lesa uttanlands, ella hjá tí almenna fyri at kunna samráðast við onnur lond, ella hjá føroyskum fyritøkum fyri at kunna hava samhandil við umheimin á jøvnum føti við samanberiligar fyritøkur í londunum kring okkum? Er tað ikki kappingaravlagandi, at føroyskar fyritøkur hava munandi verri vilkor, tá tað kemur til ferðingarsmidleika, enn aðrar fyritøkur uttanfyri Føroyar, sum tær føroysku kappast við?

Er her ikki talan um, at tað er ein samfelagsábyrgd at reka og viðlíkahalda okkara motorvegir út í heim – og soleiðis skapa lagaligari umstøður fyri vinnuligum virksemi í Føroyum? Er tað ikki ein samfelagsábyrgd at syrgja fyri, at vinnuliga virksemið í samfelagnum hevur so góð vilkor sum gjørligt fyri at kunna virka á jøvnum føti við virksemið í londunum kring okkum, soleiðis at føroyingar ikki gerast verri fyri enn onnur fólk í Norðanlondum, sum vit kappast við, og annars samanbera okkum við? Her má hyggjast nærri at: Hvat er mest samfelagsgagnligt? Hvat tænir vinnuliga virkseminum í landinum sum heild best?

Júst í hesum føri, tá talan er um eina lívsæðr hjá okkum øllum, nemliga sambandið við útheimin, haldi eg, at frælsi hjá fólkinum og hjá fyritøkum til at kunna ferðast so bíliga sum gjørligt, má koma fremst. Spurningurin er, um tað at kunna ferðast til og úr Føroyum so bíliga sum gjørligt, ikki veruliga er ein borgararættur fyri øll – og sum so eitt samfelagsmál meir enn nakað annað, sum vit øll fáa nakað burturúr at gera íløgur í. Eiga vit ikki at síggja hetta sum eina íløgu, sum førir við sær nakrar avleiddar fyrimunir ella “spin off” fyri alt samfelagið, sum setur gongd á alt møguligt annað virksemi í samfelagnum, og ger, at tað mista verður vunnið ríkiligt inn aftur aðrar vegir, soleiðis at allir borgarar vinna meira við tað í síðsta enda?

Føroyar eru útjaðari, ið tørvar útjaðarapolitikk
Í Føroyum verður t.d. viðurkent, at neyðugt er at føra útjaðarapolitikk fyri at halda lív í útoyggjunum, men vit mugu eisini minnast til, at allar Føroyar er ein útjaðari, ið eisini tørvar útjaðarapolitikk. Eins og løgtingið játtar stuðul til Strandfaraskip Landsins og letur um 3/4 til allar seldar ferðaseðlar hjá SSL – eisini teir, sum útlendingar o.a. ikki-føroyskir-skattaborgarar keypa, hví so ikki eisini gera nakað við ferðamøguleikarnar til og úr landinum? Latið okkum, um ikki annað byrja við at avtaka ferðaavgjaldið!

Eg eri púra vís, í at samfelagsgagnið hevði verið væl størri enn útreiðslan, tó at tað er torført at finna próvførslu fyri hesum, áðrenn tað verður roynt. Eg haldi tó, at til ber at kanna eftir, hvussu hetta hevur virkað aðrastaðni í heiminum. Mær er sagt um eina kanning millum vinnufyritøkur í Evropa, sum staðfestir, at fremsta grundin til, at London er vinnuhøvuðsstaðurin í Evropa, er júst tí at flutningsmøguleikarnir til og úr býnum eru bestir júst har.

Onkur vildi helst kallað eina slíka skipan fyri eina ”statsliga undirskotsvirksomheit”, men tað er misvísandi at siga so, tí hetta er í veruleikanum ein “statslig yvirskotsvirksomheit”. Sjálv eri eg sannførd um, at tað loysir seg fyri “statin” at gera íløguna, m.a. í form av øktum skattainntøkum av økta virkseminum í samfelagnum, sum uttan iva verður ein avleiðing av bíligari ferðaseðlaprísum.

Men heldur ein fast í at vilja síggja flogfelagið avbyrgt, so sær tað út sum “undirskot”, men eg haldi fast í, sum eg longu havi nevnt – at samfelagsgagnið verður tikið við inn í líkningina. Tá ein tá ger roknskapin upp, eri eg vís í, at fyrimunirnirnir fyri vinnuliga virksemið annars í landinum eru so stórir, at talan er ikki um “undirskotsvirksomheit”.

Mugu gera kanningar
Tað má sjálvandi kannast ordiliga, hvørjar avleiðingar tað kundi havt at lækka ferðaseðlaprísirnar, so at eingin ivi skal vera hjá nøkrum um, at hetta er rætti vegurin at ganga. Men nær fær ein 100 % vissu fyri nøkrum? Tað er so lætt at afturvísa uppáhaldum við at vísa á, at ein ikki kann vita tað við vissu.

Tað er púra rætt, at tað ikki ber til at vera púra vísur í, at fólk høvdu ferðast meira, um ferðaseðlaprísirnir fóru niður. Men eg haldi kortini, at til ber at siga, at nógv bendir á, at fólk høvdu ferðast meira, um tað var bíligari at ferðast – eins og tey gera aðrastaðni, har tað er bíligt at ferðast uttanlands. Eg haldi heldur ikki, at nakar ivi er um, at ynskið um bíligari ferðaseðlar og um størri ferðingarsmidleika er sera stórt í samfelagnum – bæði frá vanligum fólki og frá vinnuni, ja, øllum, sum onkusvegna hava brúk fyri at ferðast nógv, nettupp tí tørvurin er størri enn ráðini.

Harumframt er dýri ferðaseðlaprísurin tann grundin, sum øgiliga nógvir útlendingar vísa til, ið ger, at tey velja Føroyar frá sum destinatión. (Hetta siga ferðaskrivstovur, sum selja ferðir til Føroya).

Tí ivist eg ikki so nógv í, at tað hevði skapt økta ferðing til og úr Føroyum við bíligari ferðaseðlaprísum. Tað er í øllum førum ikki nógv sum bendir á, at vit økja um ferðing til og úr Føroyum við at varðveita dýrar ferðaseðlaprísir!

Avleiddir fyrimunir av bíligari ferðaseðlum
Ein avleiddur fyrimunur av bíligari ferðaseðlum hevði uttan iva verið nógv økt millumlanda virksemi. Hetta hevði skapt betri fyritreytir fyri eini nógv virknari vinnu – ikki minst ferðavinnu – og harvið økt munandi um ferðingina til og úr Føroyum, so fleiri fólk komu til Føroya at leggja pening eftir seg.

Hetta hevði eisini gjørt tað meira attraktivt at flyta vinnuligt virksemi til Føroya við teimum skattafyrimunum, sum fyritøkur hava í Føroyum í mun til í flestu londum kring okkum, sum aftur hevði skapt fleiri arbeiðspláss í landinum og givið øktar og meira fjølbroyttar vinnuligar møguleikar til fólkið. Harvið verður ferð sett á økta tilflyting til landið – júst tað, sum øll suffa eftir.

At enda, men ikki minst, hevði hetta við tíðini eisini skapt eitt størri kundagrundarlag hjá ferðafólkaflutningsfeløgunum, so príslækkanin í síðsta enda eisini verður fyrimunarligt fyri tey.

At seta prísirnar niður fyri ferðaseðlar merkir sum sagt helst í fyrsta umfari mistar inntøkur fyri partaeigararnar her og nú, men eingin ivi er um, at bíligari ferðaseðlar í síðsta enda skapa økt virksemi í landinum, og harvið øktar inntøkur fyri samfelagið sum heild. Her kann veruliga vinnast inn uppá karussellirnar fyri tað, sum mist verður uppá reiggjurnar. Tá samfelagsroknskapurin skal gerast upp, verður úrslitið í øllum førum rættvísari og nógv meira fyrimunarligt fyri eina størri fjøld.

Í mínum heimi er eingin ivi um, at møguleikarnir í Føroyum høvdu verið nógv størri, og at tað hevði verið nógv meira attraktivt fyri fleiri at búð her, um so er, at vit lata hurðarnar til umheimin meira upp – bæði tá tað kemur til vinnumøguleikar og fyri betri trivnað í landinum.

Hetta er lutfalsliga lætt hjá politikkarunum at gera nakað við – við stórari effekt. So…. eg spyrji bara: hvat bíða vit eftir?


Her er annars ein Facebook-bólkur fyri fólk, sum eru ónøgd við dýru flogferðaseðlaprísirnar: http://www.facebook.com/pages/Til-%C3%B8ll-tey-sum-halda-at-Atlantic-Airways-er-N%C3%92GV-for-d%C3%BDrt-/252651025898

Comments

comments

Powered by Facebook Comments

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/blog/2012/11/02/ferdasedlaprisirnir-mugu-nidur-nu/