«

»

Sep 01 2012

Print this Post

Alt livandi livir av øðrum livandi

Alt livandi hevur lívsmegi. Tað er tankavekjandi, hvussu óttin fyri deyðanum, fyri pínu og fyri at koma til skaða er felagsnevnari fyri øll menniskju og djór. Einki vil doyggja, um tað kann sleppa frá tí. Lívsmegi er drívmegin í øllum og gevur viljan til at liva. So løgið tað ljóðar, so er tað tann sama drívmegin, sum fær djór til at drepa og eta hvønnannan fyri at yvirliva.

Henda lívsins og deyðans ringrás hevur virkað soleiðis í fleiri milliardir ár, áðrenn vit menniskju vóru til. Hetta er bert ein staðfesting. Hví er tað so?

Tað er líkt til, at alt, sum livir, livir av øðrum livandi – plantum ella djórum. Hví kunnu vit ikki bara eta skarn? Sera áhugavert, at alt, sum er til, virkar á henda hátt. Alt snýr seg í grundini bara um at umskapa orku. Náttúruvísindin sigur okkum, at fysisku lógirnar loyva ikki, at orka hvørvur. Orka kann einans broyta form. Alheimurin tykist eta seg sjálvan. Alt doyr og verður endurføtt í hesi stóru ringrás.

Indiánararnir í Amerika hava orð fyri at hava skilt og góðtikið hesa náttúrligu ringrás. Teir takkaðu Stóra Andanum og djórunum fyri, at tey lótu lív, so menniskjuni kundu liva.

Men menniskjað í dag er vorðið so óttafult og so kensluborið, at tað næstan ikki megnar at drepa nakað livandi longur. Vit seta okkum í djóranna stað. Og vit vita, at vit ynskja ikki at verða dripin, so hví skulu djórini so verða tað?

Hví eta øll djór og øll menniskju ikki bara plantur? Hin vegin: Hvat fær okkum til at siga, at tað er í lagi at ‘drepa’ og eta plantur, tí “tær eru jú ikki veruliga livandi”? Plantur hava eisini lívsmegi, eins og djórini, men tær hava als ongan tjans fyri at verja seg. Eg undrist á, hvat hevði hent, um menniskju funnu tekin um, at eisini plantulív hevur nakað, sum líkist følisansi, kenslum ella enntá einum slag av intellgensi.

Hvat fær okkum til at halda, at tað at eta eitt slag av livandi verum – so sum plantur – er meira í lagi enn at eta eitt annað slag av livandi verum – so sum djór? Ella halda, at tað er í lagi at eta eitt slag av djórum, men ikki eitt annað slag av djórum? Hvat er munurin í grundini?

Hvat nú um vit, sum intelligentar verur, finna út av bara at eta syntetiskt framleiddan mat ella kanska øll somul gjørdust veganarar? Hevði tað í grundini gjørt nakran mun? Er tað ikki bara ein onnur síða av sama mynti? Snýr hetta seg í veruleikanum ikki bara um at finna ein ella annan “smartan” máta at sleppa undan okkara egnu sjálvskaptu ringu samvitsku um, at okkara “breyð er annans deyð”?

Tað tykist í øllum førum sera torført at liva upp til tann moralin, sum summi fólk hava ment í dag, har tað næstan er blivið ógjørligt at eta nakað sum helst uttan ringa samvitsku. Men gera vit álvara av at finna alternativ, íð kunnu góðtakast sum ‘etiskt forsvarlig’ í dag, hevði tað so í veruleikanum ikki bara verið at sett seg ímóti kørmunum fyri, hvussu øll vistfrøðiliga heildarskipanin virkar – og altíð hevur virkað?

Djór eta jú hvønnannan, eins og tey altíð hava gjørt. Er tað so eisini amoralskt, tá djórini gera tað? Skulu vit vera konsekvent, skulu vit so ikki eisini forða djórunum í at eta hvønnannan?

Hvat ger okkum menniskju í dag – í hesum lutfalsliga sera stutta bilinum, vit hava verið til í alheiminum – so serlig og so øðrvísi, at vit eru noydd til at broyta nakað so grundleggjandi náttúrligt sum lívsins og deyðans ringrás?  Er tað í lagi? Nei, eg spyrji bara….

Comments

comments

Powered by Facebook Comments

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/blog/2012/09/01/alt-livandi-livir-av-odrum-livandi/