«

»

Aug 23 2012

Print this Post

Málsligt demokrati

 

Ofta verður sagt “Tvinnir eru kostirnir, og hvørgin er mjúkur”, tá ósemjur ráða og tað – at síggja til – bert eru tvey at velja ímillum. Men noyðist alt nú altíð at vera so knívskorið?

Í bólkunum á Facebook, ið snúgva seg um føroyskt mál, fær ein onkuntíð varhugan av, tá sjógvarnir bróta, sum um at fólk halda, at bert tveir møguleikar eru at velja í – antin: Málsligt einaveldi við strongum ásetingum um, hvat er málsliga rætt og skeivt, har eitt ‘málpoliti’ skal hava heimild at fara eftir teimum, sum ikki halda reglurnar. Ella málsligt lógloysi, har ongar reglur galda, og fullkomiligt málsligt ábyrgdarloysi valdar í samfelagnum… Eg haldi, at einki av hesum er til frama fyri málið.

Eitt triðja alternativ
Eftir mínum tykki er eingin orsøk til at fara so langt – antin til eina ella aðru síðuna. Eitt triðja lagaligari alternativ eigur at vera møguligt, t.d. at fremja málsligt demokrati. Eg kundi gott hugsað mær eitt konstruktivt kjak um hetta á Facebook, og loyvi mær tí at spyrja, hvat fólk halda um, hvussu eitt málsligt demokrati kann fáast at virka.

Fyri so vítt hava vit longu eitt málsligt demokrati (sum ein nú sær tað) í samfelagnum, tí fyri mær at síggja, tykjast øll næstan hvør sær at kunna gera av, hvussu tey brúka málið.

Gagnlig málnevnd
Vit hava ein almennan málsligan myndugleika, sum tó bara er ráðgevandi: eina málnevnd við politiskt valdum limum, sum umboða ymiskar samfelagsbólkar og stovnar við serligum áhuga í at brúka málið í samskifti og undirvísing, so sum Fróðskaparsetrið, Mentamálaráðið, Móðurmálslærarafelagið, Blaðmannafelagið og Rithøvundafelagið.

Hendan nevndin hevur eina leiðbeinandi funksjón, sum kann vera sera praktisk at hava. T.d. kann nevndin taka avgerðir í mun til málbrúkið hjá ymiskum stovnum í almennum høpi, tá ivamál eru, og taka avgerðir um tað málið, sum verður skrivað í skúlabókum, og sum undirvíst verður í. Nevndin verður, so vítt eg havi skilt, nógv brúkt – eisini av vanligum fólki.

Vanligur praksis er í nógvum londum at hava eina slíka nevnd, tí har verður viðurkent, at praktisk gagnnytta er í einum slíkum myndugleika, tí tað nøktar ein tørv. Tí hvat er alternativið, um eingin fakligur instansur er, sum kann leiðbeina? Um øll kunnu miðla eitt mál meira ella minni tilvildarliga eftir egnum høvdi, fer fullkomiligur ruðuleiki so ikki at valda? Um alt er rætt og einki er skeivt, gera vit so ikki okkara skúlaungdómar fullkomiliga ørkymlaðar?

Sum er, er trupulleikin tann, at stór ósemja ræður um, hvørjar aðalreglur fyri málmenningina, ein slík nevnd skal leggja seg eftir. Summi hava ikki álit á sitandi nevnd, tí tey eru so ósamd við avgerðunum hjá nevndini. Tey meta arbeiðið hjá nevndini sum dikatoriskt. Men spurningurin er, um tað ikki altíð vil vera ein trupulleiki, at fólk eru ósamd við nevndina, aldantíð at ein nevnd bert kann hava eitt avmarkað tal av limum.

Er umboðanin nóg breið?
Spurningurin er so, um hendan nevndin umboðar samfelagið nóg breitt…? Hvør skal hava okkurt at skula sagt í hesi nevndini? Hvørjir samfelagsbólkar, hví og hvussu?

Hvussu tryggja vit breiða undirtøku fyri avgerðunum hjá eini slíkari nevnd – UTTAN at nevndin verður fatað sum eitt málpoliti? Greitt er, at ein slík nevnd er noydd at taka útgangsstøði í onkrum – t.d. partvíst í afturlítandi málfrøði. Men nevndin má eisini viðurkenna, at málið mennir seg, og laga seg eftir tí. Men hvussu?

Uppgávan hjá málnevndini
Sjálv meti eg, at tað er alneyðugt, at nevndin fylgir væl við í almennum málkjaki og ansar eftir til eina og hvørja tíð at møta tørvinum fyri t.d. nýggjyrðum. Nevndin má javnt og samt samskifta breitt og opið og halda eyga við náttúrligu málmenningini í samfelagnum, har tað, sum flest semjast um (og sum samstundis hóskar inn í føroyska bendingarmynstrið) má kunna góðkennast sum tað alment galdandi. Hvussu hetta kann gerast best, og hvør skjótleiki er hóskandi, er eisini vert at umrøða her.

Til ber, at nevndin tekur støðu t.d. einaferð um árið til, hvar málið stendur beint nú, har hon so kann blaka eitt kjakupplegg um hetta út til almenningin. Men hin vegin má nevndin – fyri yvirhøvur at kunna verða tikin í álvara – kanska eisini hava ein ávísan avgerðarrætt at enda, tá ið eitt evnið er væl og virðiliga viðgjørt á fleiri stigum.

Eins og danska málnevndin, kann nevndin t.d. geva út eitt árligt skriv, har boðað verður frá, hvørji orð nú – eftir drúgva viðgerð – eru alment góðkend sum partur av orðfeinginum, ið kann brúkast í almennum høpi, t.d. í skúlabókum.

Sjálvandi má nevndin ikki virka – ella fatast – sum ein dómsnevnd, ið revsar tey, ið ikki fylgja avgerðunum hjá nevndini. Hetta er ikki uppgávan, men tað er neyðugt, at vit hava okkurt felags at halda okkum til – t.d. í skúlahøpi, og har er tað, eftir mínum tykki, praktiskt við eini tílíkari nevnd, sum ein kann venda sær til, tá ivi er um okkurt.

Vítt má vera til veggja
Men frælsi og rúm má og skal vera fyri fjølbroytni í einum fólkaræðisligum samfelag – bæði fyri teimum, ið tilvitað velja at loyva alskyns útlendskum orðum og orðingum innivist í teirra máli, og eisini fyri teimum, ið hava meira avgjørdar meiningar um málið, og sum t.d. ynskja at tosa eitt mál, har tey stremba eftir at reinska tað so nógv sum gjørligt fyri útlendskt árin. Soleiðis eru vit so ymisk, og eg haldi, tað er í lagi, at fólk hava ymiskar meiningar um hetta.

Eg haldi eisini, tað er fínt, at fólk dyrka sínar meiningar um mál, sum tey gera m.a. í ymiskum Facebook bólkum, antin tey eru “strammarar” ella “slapparar” (við nøkrum góðum donskum orðum. ;-) ) Eg haldi, tað er í lagi, at fólk orða seg, sum tey halda er best – SERLIGA í einum forum, sum snýr seg um mál. Eg haldi, at tey, sum hava áhuga í máli, hava brúk fyri at hoyra/síggja og vita, hvussu fólk orða seg heilt náttúrligt – og so kunnu vit hvør sær, alt eftir hvat málsligt sjónarmið vit annars hava, royna at gera okkum meira ómak í øðrum fora.

Vit hava tað frælsið, vit geva okkum sjálvum
Eingin orsøk er – eftir mínum tykki – til at taka sær tykni av, at summi “rætta uppá” onnur í einum bólki, ið snýr seg um mál. Fólk í slíkum bólkum hava í veruleikanum onga heimild til at gera av fyri nakran, hvat er rætt ella skeivt, so eg kann ikki øsa meg upp um, hvat tey halda og meina her. Kenni eg meg ikki væl í bólkinum, so er eingin, sum noyðir meg at fara inn her. Vit hava øll frælsi til at velja og vraka millum meiningarnar og halda við antin einum ella hinum bólkinum – ella gera okkurt heilt triðja.

Eg brúki sjálv hesar bólkar eftir tørvi og til at leita mær góð ráð, um eg haldi meg hava tað fyri neyðini. Ofta eru nógv ymisk boð. Og eg haldi ofta, at tað er áhugavert at fylgja við í, hvat fólk halda um hetta og hatta málsliga fyribrigdið. Men í síðsta enda geri eg sjálv av, hvat eg taki at mær. Eg eri takksom fyri, at her eru so virkin fora sum Føroysk rættstaving og Leyst og fast um føriskt, har fólk luttaka so engagerað í kjakinum – og hetta líkamikið, hvussu samd ella ósamd eg annars kann vera við onnur fólk í bólkinum. So takk til tykkum øll. :-)

Ein spurningur at kjakast um
Men aftur til mítt ørindi, sum altso var at seta spurningin:

Hvussu fáa vit eitt málsligt demokrati at virka best, uttan at tað ein vegin fullkomiliga køvir málmenningina – og hin vegin heldur ikki oyðileggur tey málsligu virði og serkenni, sum vit eiga í føroyska málinum? Nøkur boð?

[subscribe2]

Comments

comments

Powered by Facebook Comments

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/blog/2012/08/23/malsligt-demokrati/