«

»

Apr 24 2012

Print this Post

Steðga grenjinum á arbeiðsplássinum

Hví gremja vit okkum? Hvat fáa vit burtur úr tí? At gremja seg er sum at eta eina alt ov stóra rómakaku – fyrst er smakkurin søtur, men fáar minuttir seinni kennir tú teg illa fyri og angrar, at tú át kakuna. Kunnu gomul mynstur broytast og nýggj mynstur setast ístaðin?

Eftir Elina Brimheim Heinesen, skrivað við útgangsstøði í grein eftir Gitte Koldtoft. Tú kanst finna meira íblástur til at skapa eitt gott arbeiðspláss í bókini: “7 gode vaner” eftir Stephen R. Covey.

Grenj er psykologisk dálking, sum er skaðiligari, enn fólk flest gera sær greitt. Hví spjaða vit so ofta hesa spillandi dálking á okkara arbeiðsplássum? Vit kunnu gerast bundin av grenji, tí grenj virkar sum ein ventilur fyri strongd og frustrasjónir og gevur eina “falska” kenslu av felagsskapi. Við at gremja okkum royna vit at flyta okkara frustrasjónir yvir á herðarnar hjá øðrum. Men hetta skapar í veruleikanum bert meira strongd og ónøgdsemi fyri øll.

Um grenj er vorðið vanligur tóni á tínum arbeiðsplássi, so kanst tú velja antin at taka lut í grenjikórinum, lata sum einki ella verða proaktiv/ur og gera nakað við tað.

Tú kennir tað kanska, sum um grenj lættir um strongdina hjá tær, men hevur tú hugsað um, um grenjið í veruleikanum tekur meira orku frá tær, enn tað gevur? Eru tú og starvsfelagar tínir troyttir av at luttaka í “grenjiklubbum”, sum slúka orku á arbeiðsplássinum, fyri síðani at sleipa alla “minus-orkuna” við tykkum heim til familjuna?

Tey góðu tíðindini eru, at tú við fáum amboðum kanst broyta arbeiðsplássið til eitt stað, merkt av fagnað og eldhuga. Tað er upp til tín. Vilt tú gera nakað við grenjið? Ert tú til reiðar at uppgeva tær “positivu” kenslurnar, grenjið gevur tær? Ert tú til reiðar at uppgeva felagsskapin, sum grenjið saman við øðrum kann geva tær, og melda teg úr grenjiklubbanum?

4 sløg av grenji

  1. Tey ímóti okkum-grenj: Hetta er grenj, har grenjisurrurnar hava eina kenslu av, at “hini” loyva sær meira enn tað, sum er í lagi.
  2. Persónligt grenj: Hetta er grenj, vent móti ávísum persónum. Ein starvsfelagi kemur t.d. til tín við einum sigandi eygnabrá og sigur spakuliga: “Í gjár kom hon 1 tíma for seint, og so fer hon enntá 20 minuttir áðrenn tíðina í dag!”
  3. Grenj um funktiónir: Hetta er grenj um alt, sum ikki virkar – kopimaskinuna, sum alla tíðina er í ólagi, kaffið sum smakkar beiskt og miðmálan, ið er ov ósunnur.
  4. Samfelagsgrenj: Hetta grenjið er negativt, men vendir sær ikki beinleiðis móti arbeiðsplássinum. Tað er samfelagið, sum hevur skyldina.

Hvat slag av hesum fýra grenjisløgunum slýkur mest orku á tínum arbeiðsplássi?

AT BROYTA MYNSTUR

Ofta royna arbeiðspláss at loysa grenjitrupulleikarnar við at halda fundir, har meiningin er, at starvsfólk sleppa frustrasjónunum leysum, men tey flestu lata bert munnin upp, tá tey skulu geispa av ótta fyri at seta seg sjálvi í ringt ljós.

Hví ikki skapa eitt stuttligt og opið stað, har eingin krógvar seg, og øll kunnu koma við sínum íkøstum? Ein bóltur verður blakaður runt í rúminum, og tann, sum loftar honum, kemur við einum uppskoti um, hvussu til ber at flyta seg frá grenji til fagnað. Við útgangsstøði í hugskotunum hjá hvørjum einstøkum, verður ein strategi ment, sum skal skapa fagnað og eldhuga á arbeiðsplássinum.

STRATEGIIR, SUM SKAPA FAGNAÐ OG ELDHUGA

Við at leiðbeina teg sjálva/n og onnur kanst tú flyta teg frá grenji til fagnað uppá fá sekund.

  1. Tak eina avgerð
    … um at vera í góðum lag. Ljóðar løgið, men tað ber til. Kennir tú teg troytta/n og kedda/n av tí, so rør teg sum ein aktivur, glaður, eldhugaður persónur hevði rørt seg. Tú ert ikki eldhugað/ur. Tú gert teg og onnur eldhugað! Legg til merkis, hvussu øll onnur kring teg gerast meira positiv, tá tú sendir út góða orku!
  2. Klænka teg mentalt
    … har tú svøltar negativar tankar og fóðrar teir positivu. Leiðbein teg sjálva/n við spurningunum: Hvat er tað góða við støðuni ella við persóninum? Hvat kann eg gera við støðuna, ístaðin fyri at gremja meg um hana? Ynski eg at vera ein, sum stjelur orku – ella ein, sum gevur orku?
  3. Vís samhuga
    … tá tú møtir einari grenjisurru, ella verður bjóðað/ur við í ein grenjiklubba. Minst til, at fólk oftast ikki ynskja at vera negativ, men helst bara hava brúk fyri at lætta um strongd og frustrasjónir. Ofta ynskja fólk sær bara eitt sindur av viðurkenning og forstáilsi. Har tú áður kanska vísti samhuga við at luttaka í grenjinum, kanst tú nú vísa samhuga við at bjóða hjálp og t.d. siga: Eg skilji torføru støðuna, tú/tit ert/eru í. Er okkurt, eg kann gera fyri at hjálpa?
  4. Ger eina persónliga vangamynd
    … har endamálið er, at øll kenna tørvin hjá øllum. Skriva fylgjandi spurningar og tíni svar á vakurt pappír við eini stuttligari mynd av tær sjálvum. Hvat er mín missión? Hvat ger meg glaðan á arbeiðnum? Hvussu ynski eg sjálv/ur at gera mun fyri onnur? Hvat ynski eg, at mínir starvsfelagar gera, tá eg vísi tekin um strongd? Hvørji eru míni trý týdningarmestu virði fyri eitt ideelt arbeiðspláss, sum stuðlar mær í mínum arbeiðslívi?

Hong allar vangamyndirnar upp við høvuðsdyrnar.

Spurningurin er, um títt arbeiðspláss í dag er eitt stað, har tú hvønn dag gleðir teg til at vera saman við tínum positivu starvsfeløgum, ella um tú í dag – vegna grenj – bara býtir tína lívsgleði og orku um við ein lønarseðil um mánaðin…? Spell, um tað er so, tí tað er heilt óneyðugt.

Kanska hava onnur skyldina – kanska hevur tú sjálv/ur skyldina. Tað er ikki neyðugt at vita, tí tað snýr seg bara um, hvat hvør einstakur ger. Tað er munur á at vita, hvat vit skulu gera – og at gera tað, vit vita.

Hvat hevur ætlað tær at gera við tað?

Comments

comments

Powered by Facebook Comments

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/blog/2012/04/24/stedga-grenjinum-a-arbeidsplassinum/