«

»

Apr 23 2012

Print this Post

Ert tú drivin av hugskygni ella sjálvsøkni?

Hvussu kennir tú munin ímillum hugskygni og sjálvsøkni í tær? Hvørjari rødd eigur tú at lurta eftir?

Skrivað hevur Steve Pavlina. Elin Heinesen umsetti til føroyskt, 9. februar 2009. 

Í fyrstani er tað vanliga ein krevjandi avbjóðing at kenna mun á, hvat hugskygni (intuitión) sigur, og hvat sjálvsøkni (egoisma) sigur, tú skalt gera. Tað krevur venjing at kenna aftur munin ímillum ’sanna’ hugskygna drívmegi, sum vil tað besta – og so ’falska’ drívmegi, sum vil blása títt ’ego’ upp. Men her eru nakrar leiðreglur, sum kunnu hjálpa tær at kenna munin:

Óttí – í mun til óttaloysi.
Følsk drívmegi, sum fremur sjálvsøkna atferð, hevur sínar røtur í ótta. Henda drívmegi byggir á hugmyndina um, at heimurin er ótryggur, og at tú harvið ert ótrygg/ur. Tí miðar hon eftir, at tú økir um títt eftirlit við og tamarhald á umverðini – við øðrum orðum vald. Sonn hugskygd drívmegi kemur harafturímóti frá einum stað, har kærleikin ræður, og har grundarleggjandi hugmyndin er, at tú ert púra trygg/ur júst, sum tú ert, og ístaðin fyri at royna at fáa vald, miðar hon eftir, at tú vísir sonnu myndina av tær.

Útifrá og inn – í mun til innanífrá og út.
Sjálvsøkni í tær krevur sjónlig úrslit fyri at kenna seg væl. Tað eggjar tær at stremba eftir støðugt meira ágóða í vónini um, at tað ger teg eydnuríkari. Tað miðar útifrá og inn. Tað sigur: Gev mær peningaligan vinning, ognir, hepni og hægri status – SO fari eg at kenna meg væl. Sonn drívmegi bygd á hugskygni miðar innanífrá og út. Hon eggjar tær fyrst at arbeiða við tíni innaru menning og hareftir at vísa tínar allarbestu eginleikar fram. Hon eggjar tær ikki til at leita eftir eydnuni uttanfyri teg sjálva/n.

Avmarking – í mun til yvirflóð
Sjálvsøkni heldur, at tú livir í eini verð, har alt er avmarkað. Fyri at tú skal vinna, so má onkur annar tapa ella missa. Sjálvsøkni boðskapurin er, at lívið er ein kapping, har bara vinnarar og taparar eru til – rík og fátøk – tey, sum hava eydnuna við sær, og tey sum ikki hava eydnuna við sær. Tað besta í tær kennir harafturímóti bara til yvirflóð. Tað heldur, at tað er nóg mikið til øll, og tá tú vinnur, so vinna hini eisini. Tað fær teg til at kenna gleði við at sýna fram tað besta í tær.

Høvd – í mun til hjarta
Sjálvsøkna røddin hongur føst í tínum høvdi. Henni tørvar at rættvísgera seg sjálva ígjøgnum skilvísi. Hon vil ágrýtin royna at fáa teg inn í kjak við onnur fyri at prógva, at hon hevur rætt. Røddin hjá hugskygninum miðar harafturímóti móti hjartanum. Eggjan hennara lyftir teg upp og fyllir teg við gleði. Hon tímir ikki at rættvísgera seg, tí hon væntar, at tú viðurkennir hana sum sannleikan. Um tú roynir at kjakast við hana, kemur hon bara aftur við sama svari.

Her eru nøkur serstøk dømi, sum vísa munin:
Hugskygni fær teg til at skriva sangir av hjartanum.
Sjálvsøkni vil hava teg at skriva ein sang fyri at gera eina landaplágu, tú kanst fáa vinning av.

Hugskygni fær teg at bjóða onkrum út saman við tær, tí tú ynskir at gleðast saman við viðkomandi.
Sjálvsøkni fær teg at bjóða onkrum út fyri ikki at vera einsamallur/-møll.

Hugskygni fær teg til at stovna eina fyritøku, tí tú vilt hjálpa fólki.
Sjálvsøkni fær teg til at stovna eina fyritøku, tí tú vilt gerast rík/ur.

Hugskygni eggjar tær at fyrigeva.
Sjálvsøkni eggjar tær at søkja hevnd.

Gev gætur, at vegleiðingin frá bæði hugskygni og sjálvsøkni kann meir enn so vísa somu leið í báðum førum, men at tú fært sera ymisk úrslit burturúr, sum valdast ætlanina handan tínar gerðir. Tá tú lurtar eftir hugskygnu røddini, bjóðar tú kærleika, friði og yvirflóð innum. Tá tú lurtar eftir sjálvsøknu røddini, bjóðar tú meira ótta innum, sum drívur teg til at vinna tær meira og meira vald. Í báðum førum er talan um endaleysar snyrlar.

Hvørjari rødd skalt tú lurta eftir?
Einki er, sum eitur ”skal”. Valið er títt egna, fullkomiliga. Um tú vigar tína samvitsku upp móti tonkum grundaðar á ótta – tvs. um tú heldur, at heimurin er grundarleggjandi ótryggur, og tú mást hava tamarhald (vald) á honum fyri at kenna teg trygga/n – tá ert tú stýrd/ur av sjálvsøknu røddini. Tú velur eina tilgongd til lívið, sum miðar uttanífrá og inn, sum ger uttara verðsliga heimin til tína fyrstu raðfesting og setir tín innara andaliga heim í aðru røð. Tín fremsta drívmegi í lívinum er tá at náa eina kenslu av tryggleika við at vinna tær vald á heiminum kring teg. Sum eitt dømi kann nevnast USA, sum fyri at halda óttanum niðri, higartil hevur valt at royna at vinna sær meira og meira ríkidømi og vald í heiminum.

Men um tú hin vegin vigar tína samvitsku upp ímóti kærleika – tvs. at tú kennir teg treytaleyst trygga/n her og ert vís/ur í, at tín sál ongantíð veruliga kann vera skalað – tá verður tú stýrd/ur av hugskygni. Tú velur eina tilgongd til lívið, har tín innari andaligi heimur er tín fyrsta raðfesting, meðan uttari verðsligi heimurin kemur í aðru røð. Tín fremsta drívmegi er at vísa tað besta í tær sjálvum/-ari við gleði. Sum eitt dømi kann hesin hugburður samanberast við tann, sum Jesus og Buddha høvdu: Teir sýndu sín innara frið og gleði við at útinna kærleiksfullar gerningar.

Hóast tann eini hugburðurin tykist frægari enn hin, so viga báðir líka nógv. Tú eigur at kenna teg fullkomiliga frælsa/n til at velja tann hugburð, sum tú kennir teg mest drignan at. Tað mest sannlíka er, at tú beint nú finnur teg sjálva/n á tí síðuni, sum er stýrd av ótta, av tí at tað er tað mest vanliga – og eisini tað, vit eru uppald til í vesturheiminum. Meðan tað ber væl til at lurta eftir báðum røddum, so hóska hesir ymisku hugburðir tó í veruleikanum ikki saman, so tú nært meira javnvág í tær sjálvari/-um, um tú tilvitað velur at hella meira til eina síðu enn til eina aðra. Tú hevur jú altíð frælsi til at velja hina síðuna.

(Umsett 9. februar 2009)

Comments

comments

Powered by Facebook Comments

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/blog/2012/04/23/ert-tu-drivin-av-hugskygni-ella-sjalvsokni/