«

»

Mar 28 2011

Print this Post

Hvar eru vit á veg í Føroyum?

Eg fekk hug at endurgeva hesa grein, sum eg skrivaði í 2006, nú samgongan hongur í einum tunnum tráð og tað – møguliga – skjótt stundar móti vali aftur. Nú skulu vit aftur vera vitni til ein bardaga um sessir, har realpolitikkurin verður burturgoymdur, meðan politikkarar brúka meira orku uppá at skilja seg frá hinum í valstríðnum, enn uppá at finna saman um loysnir. Ein fær hug at spyrja: Hvat skal tað til? Er tað neyðugt? Fer ein nýggj stjórn veruliga at gera nakran mun kortini? Ella er tað meira sannlíkt, at eitt nýval ikki fær okkum av fetanum, men brýtur bara kontinuitetin av og frystir menningina niður, óvist hvussu leingi? Hava vit ráð til tað? Hava vit ráð til at spilla tíð á henda hátt – serliga nú í krepputíðum, har vit veruliga hava brúk fyri effektivum realpolitikki? Júst í tí høpinum er henda greinin enn líka aktuel:

Alheimsgerðin:
Hvar eru vit á veg í Føroyum?

Eftir Elina Brimheim Heinesen

Sjónarringurin má gerast breiðari, um Føroyar skulu klára seg á alheims marknaðinum í framtíðini. Visjón 2015 hevur sett ferð á eitt alneyðugt kjak um, hvussu føroyingar skulu síggja seg sjálvar í einum størri perspektivi. Men enn halda nógv fast í avoldaðum ideologiskum ímyndum og brúka – av gomlum vana – mestu orkuna uppá kegl um partapolitikk ístaðin fyri at taka støðu til tær veruligu avbjóðingarnar.

Politiska kjakið í Føroyum er beiskt, nú vit meira og meira gerast partur av alheimssamfelagnum. Tá talan fellir á støðutakanina til alheimsgerðina – til tjóðskaparligu virði okkara í mun til viðurskiftini við útheimin, serliga Danmark og ES – er ein av stóru spurningunum: Hvussu kunnu vit varðveita tjóðskaparligu virði okkara undir umstøðum, har umheimurin streingir meir og meir á.

Tá sambandskreftirnar aftur fingu betri fótafesti, royndi ytri tjóðveldisvongurin at teknað eina dapra mynd av framtíð føroyinga, tá valdið eftir teirra tykki var yvirtikið av einum afturhaldandi landsstýri, sum setti menning okkara sum tjóð ártíggjundir aftur. Ein skilir vónbrotið, men eru atfinningarnar relevantar, tá vit hyggja at tí stóra samanhanginum? Hvussu nógv hevur tað í roynd og veru at siga fyri menningina í Føroyum, hvør ið situr við róðri?

Eg lurtaði fyri eini tíð síðani eftir áhugaverdari sending á Danmarks Radio P1, har danski rithøvundurin og kunningartøknisserfrøðingurin Ole Grünbaum tosaði um danska samfelagskjakið um tjóðskaparlig virði. Eitt kjak, sum er frammi nú orsaka av økta trýstinum, mangir danir kenna frá stóru tilflytingini til Danmark – serliga frá muslimsku londunum. Danska kjakið um tjóðskaparlig virði kann á nøkrum økjum samanberast við føroyska kjakið um tað sama.

Ole Grünbaum vísti í hesum samanhanginum á, hvussu heimssamfelagið hevur broytt seg so ómetaliga nógv seinastu 30-40 árini, og hvussu hetta hevur broytt fyritreytirnar fyri hugburðin, og á hvønn hátt gamal hugburður ikki longur er tíðarhóskandi.

Tjóðskaparkjakið – ein anakronisma
Vit kunnu samanbera tjóðskaparkjakið eitt sindur við kapitalismukritikkin, sum serliga var frammi í 70’unum. Ole Grünbaum helt fyri, at í dag er sosialisman sum samfelagsskipan deyð. Fyri tað ber tó væl til enn at finnast at kapitalismuni. Men tað er bara ikki tann sama kapitalisman, sum ræður longur. Fyrstu 60-70 árini í fyrru øld var ímyndin av kapitalismuni ein tekning av einum feitum heilsølumanni í høgum hatti og jakkaveli við serviettinum bundnum um hálsin og við eini stórari steik á gaflinum, sum hann át gramliga, meðan tey fátæku svøltandi hugdu at honum. Henda myndin gav meining tá. Hon vísti eina klára mynd av fíggindanum – honum, fólkið skuldu gera uppreistur ímóti. Men í dag er kapitalisman annaðleiðis.

Kapitalisman kann ikki longur identifiserast við persónar. Kapitalisman er ein real time alheims telduskipan. Tað eru pensiónskassar – tvs. lønmóttakarar sum tú og eg – ið eiga ein sera stóran part av vinnulívinum í verðini. Tú kanst siga, at kapitalisman hevur sigrað, tí hon er í okkum øllum. Tá ið funnist verður at kapitalismuni í dag, er tað ofta á ein hykleriskan hátt, tí fólk ’gloyma’, at vit øll eru kapitalistar. (Spyr bara bankaráðgeva tín). Vit mugu eisini hyggja at okkara egnu kapitalismu.

Hvat er frælsi?
Kapitalisman er ikki tjóðarmonopolistisk longur, segði Ole Grünbaum. Tjóðskaparliga frælsisstríðið, sum blómaði í 60’unum og 70’unum, tá nógv hjálond fingu loysing, er í nógvum førum endað í einari sjálvsandsøgn – serliga fyri tey londini, sum sóu sosialistisku samfelagsskipanina sum eitt alternativ til kapitalismuna. Tey allarmest kollveltingarsinnaðu londini, sum rivu seg leys frá koloniharrunum og vildu gerast heilt óbundin av øðrum, eru í dag vorðin døpur kollveltingarfornminnissøvn – t.d. Cuba, Zimbabwe ella Norður Korea, har fólksins besta vón er, at leiðararnir doyggja.

Frælsi fyri eitt land er tí – eftir Ole Grübaum’sa meting – ikki at melda seg út úr heimssamfelagnum, at avbyrgja seg og bert ansa sær sjálvum. Frælsi er ikki ideologiirnar, sum gerast ein samfelagslig spennitroyggja. Nei, frælsi er at vera við í felagsskapinum! At vera við í netverkinum, tí tað er har, frælsi liggur. Tað er har, menningin fer fram. Tað er har, vælferðin liggur. Tað er har mentanin er, sum er til at halda út at vera í.

Hykleriskt at bólka hvønnannan
Royndirnar eru enn nógvar – eisini í Føroyum – at skapa gamlar ideologiskar ímyndir um tey ’óndu hini’, sum postmodernistarnir kalla tað. Ein konstruerar seg sjálvan við at konstruera tey ’óndu hini’. Eins og sosialisman gjørdi tað við kapitalismuna. Eins og (nógv) tjóðveldisfólk gera tað við sambandsfólk (og umvent) og/ella við danir. Eins og Dansk Folkeparti ger tað við muslimsku tilflytararnar í Danmørk. Og tey vinstraradikalu gera tað við Dansk Folkeparti. Øll henda ideologiska konstruktiónin við teim ’óndu hinum’, sum ein eisini kann kalla ’leguhugsan’ – er ikki longur aktuell. Øll hava bara ikki heilt givið tí ans enn í Føroyum.

Nógv hevur verið tosað um samanleggingar av fyritøkum í vinnulívinum seinastu 30 árini, meðan minni verður hugsað um, at minst líka nógvar samanleggingar eru farnar fram millum mentanir og ideologiir. Í dag ganga mørkini millum einu síðuna og hina síðuna mitt niður ígjøgnum hvønn einstakan av okkum. Vit eru ikki longur bara til eina síðu, men til báðar. Vit eru øll bæði national og transnational. Vit eru øll bæði vinstra- og høgrahall. Vit eru øll bæði tjóðveldisfólk og sambandsfólk…!

Tí er tað hykleriskt, tá ið ein vil identifisera tey ’óndu hini’ við ávísar bólkar í samfelagnum, har ein metir seg sjálvan at vera millum tey góðu og reinu – tey kroniskt óseku – meðan hini eru ”tey óndu”. Í hesum sambandinum er freistandi at spyrja: Eru allir sambandsføroyingar veruliga minni føroyingar enn tjóðveldisføroyingar? Og eru allir tjóðveldisføroyingar minni kosmopolittar enn sambandsføroyingar?

Hvør stýrir útviklinginum?
Ein kundi spurt: Men er tað ikki neyðugt at halda lív í politiska samfelagsliga kjakinum, har partarnir standa beint yvir av hvørjum øðrum og halda seg hvør sær hava rættin, meðan hini fara skeiv? Jú, tað kann vera sera undirhaldandi, men um ikki kjakið snýr seg um nakað, sum hevur rót í veruleikanum, er tað jú líka mikið.

Sum sagt eru vit í dag bæði national og transnational. Tað vil m.a. siga, at samfelagsgongdin í veruleikanum ikki verður avgjørd í serliga stóran mun inni í løgtingshúsinum ella úti í Tinganesi. Fólkið kann ikki velja eina ávísa leið, sum fólkið meinar, er tann rætta, við at velja ein ávísan meiriluta inn í løgtingið, tí gongdin verður í veruleikanum ikki avgjørd har. Heimsins gongd verður avgjørd í einari røð av netverkum, har nakrar (fáar) avgerðir kanska koma innum tingsins gátt – tær flestu ikki. Har eru stjórnir, har eru NGO-felagskapir (privatir hjálparfelagskapir), har eru Greenpeace og antiglobalistarnir, sum er heimsins størsta fólkarørsla í løtuni. Har eru altjóða felagsskapir, har eru alheims fyritøkur. Har eru films- og tónleikaídnaðurin – tónleikastjørnur, mótaskaparar og aðrir trendsetarar osfr. Landsstýrið og løgtingsmeirilutin er bara eitt lítið netverk út av so nógvum.

Vit eru heimsborgarar
So kunnu vit gera politiskar stevnuskráir og liggja og kjakast so galið vit vilja í lítlu Føroyum, til vit liggja næstan deyð og bløðandi eftir á víðvøllinum. Men tað hevur bara ongan týdning fyri stóra samanhangin, sum vit øll eru partur av meira enn nakrantíð. Vit kunnu ikki halda á at liva í illusiónini um, at Føroyar enn liggja óspiltar og órørdar í Norðuratlantshavinum, og at einasti mátin at varðveita okkara serkenni og reinleika er at leggja sjógv millum okkum og onnur. Hetta er vanahugsan, sum er avgomul. Og vanar eru sum vera man tíverri rættiliga seiglívaðir.

Veruleikin er, at tá vit keypa útlendskar vørur í sjálvtøkuhandlunum – tá vit byggja hús við útlendskum viði – tá vit selja fisk okkara – tá vit ferðast uttanlands sum ferðafólk, embætisfólk ella handilsfólk – ella bara tá vit hyggja at fylgisveinasjónvarpi ella rógva á alnótini, sum vit gera meira og meira, og soleiðis fylgja við í heimsins gongd, eru vit øll partur av heimssamfelagnum, eins væl sum av okkara egna lokala samfelag. Vit eru ikki bara føroyingar – tað eru ikki bara fjøll, fuglur, fiskur, seyður, grindadráp og kristnitrúgv, sum ger okkum til tað, vit eru. Vit eru eisini heimsborgarar. Tað er í allarhægsta grad eisini samskifti við umheimin, sum ger okkum til tað, vit eru, og sum ikki minst mennir okkum sum menniskju – og andslív og mentanarlív okkara.

Forðingarnar
Vit koma ikki víðari, so leingi vit hava tvíbýttar politiskar vengur, sum halda lív í gomlum svørt-hvítum fíggindaspøkilsum – tjóðveldisvongurin í sínari ímynd um reinleika føroyinga einumegin í mun til danska koloniharradømi og samansvørjingar móti føroyingum hinumegin. Og ímyndini um Føroya-elskandi tjóðveldisvongin einumegin í mun til ’hentu býttlingar’ dana í Føroyum (sambandsvongin) hinumegin. Meðan sambandsvongurin í sínum lag heldur lív í síni klettafastu trúgv uppá, at tað einasta ‘rætta’ er at tvíhalda um ríkisfelagsskapin, og ímyndini um at ein og hvør, sum hóttir ríkisfelagsskapin, hóttir eisini eksistensgrundarlag føroyinga. So leingi vit tvíhalda um hesar ímyndir – ja, so kemur lokala politiska kjakið einans at snúgva seg um, hvørji tey óndu eru, og hvørji tey góðu eru.

Hetta er bara við til at økja um óhepnu frástøðuna millum politisku partarnar og millum Føroyar og heimssamfelagið – og ger okkum enn meira maktaleys, tí vit nokta at spæla við har, sum veruligu avgerðirnar verða tiknar. Ístaðin brúka vit alla orku okkara uppá innanhýsis persónligt kegl og klandur. Hetta var m.a. orsøkin til, at Suður-Afrika, hóast ómetaliga stórt náttúrligt ríkidømi, gjørdist avbyrgt og eftirbátur á nógvum økjum, og at Apartheid livdi so leingi í Suður-Afrika. Øll orkan bleiv brúkt til at keglast um rasuatskiljing ella ikki, meðan tey ‘veruligu evnini’, so sum at finna konstruktivar politiskar loysnir í konkretum málum og fyri samfelagið sum heild, ongantíð fingu ordiliga loyvi at koma á dagsskránna.

Hvussu koma vit víðari?
Svart-hvíta kjakið førir ongastaðni, og leiðir bert burtur frá teimum stóru evnunum, sum veruliga hava týdning fyri framtíð Føroya at tosa um – nevniliga:

Hvat merkir ’frælsi’ í roynd og veru? Øll ynskja frælsi – men frælsi til hvat? Eingin ynskir at vera trælur – sjálvt ikki sambandsfólk. Øll vilja hava sjálvsavgerðarrætt og ávirkan á egna lagnu. Hvat kunnu vit gera sjálvi í Føroyum fyri at økja um sjálvsavgerðarrætt føroyinga, okkara sjálvsvirðing og okkara vælferð? Hvørjir eru bestu møguleikarnir fyri hesum – uttanfyri ella innanfyri altjóða felagsskapirnir? Hvønn leiklut kunnu vit sum føroyingar spæla í heimssamfelagnum? Hvussu kunnu vit spæla ein aktivan leiklut? Hvønn leiklut fáa vit, um vit fara burturúr ríkisfelagskapinum? Skulu vit halda okkum uttanfyri altjóða felagskapir – ella skulu vit melda okkum inn í t.d. EU?

Hetta eru relevantir spurningar at fáa greiðu á, tá vit vilja finna út av, hvussu vit gera samfelagið so demokratiskt sum gjørligt, og hvussu vit vilja tryggja, at tann einstaki fær so stóran avgerðarrætt yvir egið lív sum gjørligt. Sjálvsavgerðarrættur eigur ikki at snúgva seg um ideologi og dogmur um at varðveita eina reina óspilta tjóð mótvegis einum hóttandi umheimi (t.d. Danmark/EU), men í roynd og veru bara um at loysa nakrar praktiskar spurningar í mun til tann alheims veruleika vit liva í í dag (um vit vilja tað ella ikki).

Her mugu vit vera konstruktiv, um vit skulu náa úrslit, og ikki so bundin av vanahugsan, sum heldur okkum fast í slítandi ósemjum um hugburð og hugtøk, sum ikki eru til longur. Í øllum førum ikki í sama hami sum fyrr. Tí so leingi vit tvíhalda um svart-hvíta hugsunarháttin, ja, so leingi vengurnir hvør sær ikki rættiliga viðurkenna, at í einum og hvørjum tjóðveldisfólki býr eisini eitt lítið sambandsfólk – og at í einum og hvørjum sambandsfólki býr eisini eitt lítið tjóðveldisfólk – koma vit ikki av fetanum.

Elin Brimheim Heinesen, 2006

Comments

comments

Powered by Facebook Comments

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/blog/2011/03/28/hvar-eru-vit-a-veg-i-foroyum/