«

»

Jan 17 2011

Print this Post

Stovnið eftirskúla í Føroyum fyri føroysk børn, sum búgva uttanlands!

Nú er so nógv tos um, hvussu vit skulu fáa fleiri føroyingar at flyta aftur til Føroya. Eg haldi, at vit skulu stovna ein eftirskúla í Føroyum fyri børn hjá føroyskum foreldrum, sum búgva uttanlands.

Eg kenni nógvar føroyingar uttanlands, sum eru foreldur at børnum, sum ikki duga at lesa og skriva føroyskt, hóast bæði foreldur eru føroysk. Kanska børnini skilja føroyskt, men that’s it! Eg eri vís í, at mong føroysk foreldur, sum búgva uttanlands, kundu hugsað sær, at børn teirra fingu størri tilknýti til Føroya. Tey høvdu verið glað fyri møguleikan at kunna senda síni børn eitt ár á eftirskúla í Føroyum.

Eg havi sjálv verið í júst somu støðu við dóttir mínari, har eg droymdi um, at ein slíkur møguleiki var í Føroyum. Tað var tað ikki, so eg tók farloyvi eitt hálvt ár og fór til Føroya við dóttrini, so hon kundi ganga í føroyskan skúla og læra seg føroyskt ordiligt. Tað er helst nakað av tí besta eg nakrantíð havi gjørt, tí í dag – mong ár eftir – tosar dótturin flótandi føroyskt enn.

Men hetta er ikki nakað, ein og hvør hevur møguleika fyri. Tað eru avgjørt ikki øll, sum kunnu flyta við allari familjuni til Føroya bert fyri eina tíð – bara fyri at geva børnunum høvi til at læra seg føroyskt.

Eitt, sum eisini ger tað sera torført fyri føroyskar familjur uttanlands at flyta aftur til Føroya, er nettupp, at børnini ikki duga føroyskt og heilt hava átikið sær samleikan á staðnum, har tey nú búgva. Hesi børn kenna seg ikki ordiliga heima i Føroyum og hava kanska ilt við bara at verða blakað beinleiðis inn í føroyska fólkaskúlan. Tað gerst ein barriera, sum er torfør at vinna á.

Men fáa hesi børn ein møguleika fyri at vera høgligt slúsað inn í føroyskt mál og mentan t.d. við at høvið býðst at ganga á einum eftirskúla í Føroyum, sum tekur atlit at, at tey ikki eru á hædd við onnur føroysk børn á hesum økjum, so eri eg vís í, at tað gjørdist lættari hjá nøkrum familjum at taka avgerð um at flyta til Føroya aftur – kanska aftaná eftirskúlatíðina, tá børnini hava fingið egið netverk í Føroyum og tað vísir seg, um børnini trivast í Føroyum. Fáast børnini at trívast her, so er stigið nógv lættari at taka.

So eg haldi, at allar góðar kreftir, sum halda, at hetta er eitt gott hugskot, áttu at arbeitt fyri, at ein slíkur eftirskúli verður settur á stovn í Føroyum. Kanska gerst tað best í ella kring miðstaðarøkið, har flest fólk búgva, tí meiningin er jú nettupp, at tey ungu skulu fáa best møguligt tilknýti til dagliga lívið og samfelagið sum heild – ikki bara við hvønnannan á fjarløgdum stað.

Á eftirskúla kunnu tey ungu læra at kenna seg trygg við føroyskt og við føroyska mentan. Tey læra kanska at kenna seg meira sum føroyingar og at vera errin av tí.

Eg hugsi um eftirskúla sum framhaldsdeild – altso 8.-9. flokk, eins og tað er á flestu eftirskúlum í Danmark, sum eg veit, at nógv donsk børn hava serstakliga stóra gleði av at fara á. M.a. dóttur mín.

Meiningin við júst at hava ein eftirskúla í Føroyum, er at fáa teir ungu føroyingarnar heim til Føroya í einum aldri, har tey enn eru før fyri sera skjótt at nema sær nýggjan kunnleika og læra mál, og eisini har tey eru komin upp í ein aldur, har tey ikki eru so bundin at foreldrunum longur, sum tá tey eru yngri, umframt at tað er aldurin, har vit ofta finna okkum lívslang vinarløg – og tað er ikki so galið, um tey fingu sær nógvar føroyskar vinir. Eg trúgvi neyvan, at foreldur vilja senda ungar sínar til Føroya eitt heilt skúlaár, tá tey eru yngri enn 14-15 ár.

Tey, sum eru yngri enn 14-15, kundu so kanska fingið møguleikan at gingið á summarskeið á eftirskúlanum, tá tey eru heima og ferðast saman við foreldrunum – eins og amerikanarar hava ‘summer camps’.

Hvat halda onnur?

Comments

comments

Powered by Facebook Comments

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/blog/2011/01/17/stovnid-eftirskula-i-foroyum-fyri-foroysk-born-sum-bugva-uttanlands/