«

»

Dec 13 2010

Print this Post

Vantandi førleikarnir, sum PISA-kanningin vísti, er eisini úrslit av vantandi miðlatilfari til børn og ung á føroyskum!

Tað undrar meg, at øll bara tosa um vánaliga undirvísing í skúlanum, tí tað er ikki bara í skúlanum, børn og ung læra… Hví tosa so fá í hesum høpi um ta massivu ávirkan, sum nýggja miðlabrúkið hjá føroyskum børnum og ungum hevur á málsligu førleikar teirra – og tí eisini á aðrar førleikar við?

Eg kenni 4-5 ára gomul børn, sum tá tey spæla við dukkur, lata ‘dukkurnar tosa’ danskt! 4-5 ár! Og tað er ikki tí, tey hava búð niðri ella tí eitt ella bæði foreldrini eru donsk. Nei, tey hava búð alt sítt lív í Føroyum, foreldini eru føroysk og tosa bara føroyskt við børnini. Tað sigur bara nakað um, hvussu nógv børn verða ávirkað av tí, tey síggja (og hoyra) í sjónvarpinum.

Tað er ein ógvuliga stórur trupulleiki, at tað eru alt ov fá miðlatilboð til børn og ung á – góðum – føroyskum, sum kunnu vera mótvekt til alt hitt, sum floymir inn yvir okkum. Móðurmálsligi førleikin er ein grundarleggjandi førleiki, sum er ein fyritreyt undir øllum øðrum førleikum. Stutt sagt: Børn og ung gerast meira nom í heila tikið, jú betri tey duga sítt egna mál.

Tíverri er føroyskt vorðið ‘yt’ millum børn og ung, tí tað, sum finst á føroyskum til teirra er so ótíðarhóskandi og so ó-kul, so hvussu kunnu tey vera motiverað til at tíma at duga sitt egna mál? Tað gongur ikki minst út yvir teirra sjálvsvirðing, at tey tosa eitt ó-kul mál.

Her má landið so ella so seta ressursur av til at gera meira kveikjandi hóskandi ‘kult’ sjónvarps- og netmiðlatilfar til børn og ung – tí tað er í sjónvarpinum og á netinum, at nógv tey flestu av teimum orientera seg í dag. Um vit ynskja at varðveita føroyska málið í framtíðini, og styrkja føroyska samleikan, sjálvsvirðingina og málsliga førleikan millum børn og ung, so er hetta alneyðugt at seta í verk – ongantíð nóg skjótt.

Summi siga, at føroyskt – og serliga føroysk nýyrði – eru so stirvin, at tey ungu tíma ikki at læra tað… Men eingin dugir nakað orð, fyrr enn onkur hevur lært tey tað. Tað ber til at læra…

Um kulir persónar, sum tey ungu síggja upp til frammanundan, brúktu hesi orðini, so bleiv tað kul at brúka tey. Og ikki stirvið… Men um tey kulu sjálvi halda tað er stirvið og flóvisligt at brúka sovorðin orð, jamen, so halda tey ungu eisini tað sama, sjálvandi…

Tað er bara ein spurningur um at tora at standa við sítt mál – og at tora at halda, at tað er kul við føroyskari málbygging. Íslendsk ung halda t.d. at tað er kul við íslendskari málbygging. Tey eru errin av at tosa íslendskt. Tað er nærmast eitt kul ítriv at finna íslendsk orð og máliskur heldur enn útlendsk.

Eg sigi ikki, at vit skulu brúka íslendsk orð ístaðin fyri donsk – nei, vit skulu finna okkara egnu, sum hóska inn í okkara mál – men vit kunnu sjálvandi verða íblást av íslendinum, so væl sum av øðrum – eisini dønum, um teirra orð hóska grammatiskt inn í okkara mál.

Eg síggi sjálv ómetaliga nógv upp til tey, sum veruliga duga at brúka føroyskt mál á ein livandi og lættan hátt – tað eru altso nøkur sum duga tað. Sum eru málsliga musikalsk. Tað er sum at hoyra vakran tónleik at lurta eftir teimum. Og tað er ein frægd at lesa føroyskar bøkur, har føroyska málið er leikandi lætt. Eisini um har eru onkur forkunnug orð ímillum, men hvat? So lærir man tað. Man víðkar sítt orðatilfeingi.

Slíkt átti at verið virðismett nógv meira, heldur enn altíð at fara eftir lægsta felagsnevnara. Tað er bara ein spurningur um vana… og at leggja óvanar frá sær, tí tað er ikki neyðugt at velja útlendsk orð og máliskur, tá vit hava góð føroysk orð og máliskur fyri tað sama. Men her ræður dovinskapurin millum føroyingar í ólukkumát.

Spell at tey, sum royna at nútímansgera føroyskt við nýyrðum ofta bara verða láturliggjørd. Pápi plagdi at siga, hvussu fólk flentu at orðinum “útvarp”, tá tað var innført í Føroyum. Fólk søgdu, at tað fór aldrin at ganga at siga annað enn “radio”, tí orðið “útvarp” var láturligt og býtt, men eg veit ikki… Tað verður so brúkt dúgliga í dag, uttan at nakar hugsar um tað ‘stuttliga’ í tí longur. Aftur: tað er ein spurningur um at venja seg við orðið. Hoyra vit tað ofta sagt t.d. í útvarpinum, ja, so venur oyrað seg við tað.

Nú skal eg ikki gera meg betri enn onnur: Eg flenti eisini, tá eg hoyrdi orðið “urtaátari”, hóast orðið i veruleikanum bara lýsir greitt júst tað, sum tað er. Eg brúki orðið nú – eitt sindur til stuttleikar – ella ironiskt, júst tí tað er stuttligt at siga og onkusvegna kryddar málið. Tað haldi eg, er nokkso kul. Eingin veit… um eina tíð verður tað kanska so vanligt at hoyra, at eingin hugsar um tað stuttliga í tí longur, eins og tað gekk við orðinum “útvarp” í sínari tíð.

Hugsa bara um, tá Kringvarpið fór at rópa “Finansiel Stabilitet” fyri “Fíggjarligt Støðufesti”. Tað var rama skríggj. Hví nú tað? Hvat er í roynd og veru galið við orðunum “fíggjarligt” og “støðufesti”. Í mínum eygum: Einki annað enn… at tað er føroyskt!

Fyri mær sær tað út til, at nógv fólk, sum onkusvegna hava sannført seg sjálvi um, at føroyskt bara ikki er serliga kul, flenna serliga nógv at sovorðnum – og taka tað ikki til sín. Tey taka frástøðu frá tí, verja ofta sítt egna brúk av ikki-føroyskum orðum/orðingum, tí tey tíma so illa at tosa føroyskt og at læra seg at brúka tað ordiligt. Tvætla enntá um at ‘føroyskt’ føroyskt bara er fyri elituna og ikki ‘menniskjamál’! Nei, tað er einki galið við málinum. Hatta er bara reinur og skærur málsligur dovinskapur, eftir mínum tykki.

Ein slíkur hugburður er tað, sum er tað mest vandamikla, tí hesi fólkini eru við til at ávirka børn og ung til at halda tað sama…. Tey orka ikki at læra nýggj orð heldur og hava tí stikni til føroysk nýyrði í heila tikið. Tað er næstan líkamikið, hvat nýtt orð kemur, so flenna tey at tí og/ella síggja allar møguligar trupulleikar og vandar í tí – sum um tað er meira “náttúrligt” at brúka tey donsku orðini t.d.

Nei, tað er einki “náttúrligt” sum so í tí danska fyri føroyingar. Vit brúka einans donsk orð og orðingar, tí vit eru bumbarderað við donskum gjøgnum bøkur og miðlar allatíðina – og tí at vit hava lisið ov lítið føroyskt í mun til, og síggja/hoyra ov lítið føroyskt í loftmiðlunum – og tí vit lata standa til. So einfalt er tað.

So er spurningurin: Skulu vit lata standa til og lata danskt – ella enskt – fortreingja føroyskt alt meira, tí vit halda, at tað er ein “náttúrlig” gongd? Ella skulu vit royna at varðveita føroyskt sum eitt sjálvstøðugt mál við at halda fast í nakrar grundreglur fyri føroyskt – harímillum gera nýyrði, har útlendsku orðini hóska illa inn í okkara mál? Og ikki minst: Gera nógv meira tíðarhóskandi tilfar á góðum føroyskum máli, sum tekur atlit at hesum reglum, so børn og ung venja seg við føroyskt, heldur enn bara danskt og enskt…

Í roynd og veru havi eg eitt sindur ilt við at síggja trupulleikan ella vandan í sjálvum orðunum, ið verða gjørt, sum so. Lítil orsøk er til at óttast, eftir mínum tykki. Tað eru bara orð. Um nýyrði hóska illa inn í málið, so doyggja tey oftast av sær sjálvum, meðan tey, sum hóska væl, yvirliva. Tað eigur ikki at forða orðagerð sum heild, tí nógv dømi eru um nýyrði, sum eingin trúi uppá í fyrstani, men sum fjøldin kortini hevur tikið til sín.

Nei, tað vandamiklasta eru ikki orðini, men hugburðurin til tey! Tvs. hugburðurin til føroyskt mál millum mong av teimum, sum skulu vera fyrimyndir fyri tey ungu. Tað eru ikki orðini í sær sjálvum, sum neyðturviliga gera, at tey ungu fáa stikni til tey, tí tey ungu eru í einum aldri, har tey kortini skulu læra seg so nógv orð og hugtøk, sum tey ikki kendu frammanundan, so eitt nýyrði til ella frá, ger ongan mun. Men um lærarin hjá teimum t.d. flennur at onkrum føroyskum nýyrði, tí hann heldur tað vera láturligt, ja, so verður tað eisini torført hjá teimum ungu at taka orðið í álvara og halda tað vera kul.

Sjálv havi eg verið so heppin at hava havt sera góðar føroysk-lærarar í fólkaskúlanum, sum lærdu meg at virðismeta føroyskt – allarmest tí at alskurin til føroyskt mál hjá teimum sjálvum var so týðiligur, at tað var til stóran íblástur fyri meg. Høvdu vit bara havt fleiri av tí slagnum í føroyska fólkaskúlanum í dag, so kanska nógv sá øðrvísi út.

Comments

comments

Powered by Facebook Comments

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/blog/2010/12/13/vantandi-forleikarnir-sum-pisa-kanningin-visti-er-eisini-urslit-av-vantandi-midlatilfari-til-born-og-ung-a-foroyskum/