«

»

Sep 09 2009

Print this Post

Meira jaligt hugflog í ferðavinnu

Onnur av fýra greinum um, hvussu tóm hotelkømur verða fylt, eftir Elina Brimheim Heinesen, fyrrverandi stjóra í SamViti:

Skal gongd koma á ferðavinnu, má vinnan varpa ljós á potentialið í ferðavinnuni. Elin Brimheim Heinesen hugleiðir í hesi greinini um avbjóðingarnar hjá vinnuni, og heitir á ferðavinnuna um at vísa, at her liggur gull grivið, sum kann koma samfelagnum til góðar, og sum tað kann loysa seg fyri íløgarar og fyri landið at raðfesta og blaka pengar eftir.

Almenningurin spyr: Hvussu ber tað til, at ferðafólkatalið minkar og hotelkømur standa tóm í hásesong, tá ferðavinnan heldur uppá, at føroyingar hava eitt so fantastiskt land at bjóða fram? Eingin sigur seg heilt kenna svarið, men øll kenna á sær, at tað má vera okkurt galið – helst ikki við vøruni, men við marknaðarføringini av henni. Tíðum verður peikað á, at almenni stovnurin, sum hjálpir ferðavinnuni at marknaðarføra Føroyar sum ferðaland – fyrst Ferðaráðið, síðani SamVit og nú Uttanríkisráðið – hevur ábyrgdina.

Orsøkir til trupulleikarnar
Hevði tað verið so væl, at almenna ferðaráðið kundi loyst allar trupulleikar fyri vinnuna. Men tíanverri hava trupulleikarnir nógvar ymiskar orsøkir, sum ferðaráðið ikki einsamalt kann hava ávirkan á. Heimskreppan hevur sjálvandi sína neiligu ávirkan. Ein onnur orsøk er ivaleyst tann, at tað – hóast góðan vilja – í nógv ár ikki hevur eydnast nóg væl hjá ferðavinnuni sum heild at traðka sama stev.

Men eg eri sannførd um, at størsti trupulleikin er, at so lutvíst fá fólk búgva í Føroyum. Tað merkir við øðrum orðum, at føroyingar hava mikroskopiskar ressursur í mun til onnur lond, sum kappast verður við. Tað, sum higartil er sett av til marknaðarføring av Føroyum sum ferðaland, munar so evarska lítið úti í stóru verð, sum “larmar” alt meira við tíðini, so tað gerst alt torførari at vekja ans. So einfalt er tað.

Kappingin harðnað
Tær størstu ferðavinnufyritøkurnar í Føroyum – so sum Atlantic Airways, Smyril Line, Greengate Incoming o.o. – eru sera smáar sæð í mun til samanberiligar fyritøkur aðrastaðni. Einsamallar hava tær tí eisini lutvíst lítla orku til at marknaðarføra seg og Føroyar. Tí er tað so umráðandi – júst í Føroyum, meira enn aðrastaðni – at tað almenna traðkar til við eini hjálpandi hond fyri at fáa gongd á.

Tað, sum hevur verið gjørt higartil, hevur munað alt ov lítið í mun til tað, vinnuni tørvar fyri at vaksa. Somu upphæddir muna í veruleikanum minni og minni ár undan ári, tí altjóða kappingin er harðnað alt meira seinastu árini. Umvegis internetið verður rokkið longri enn nakrantíð fyrr, men “larmurin” á marknaðinum er eisini ógvusligari enn nakrantíð, nú talið av miðlum – t.d. prentaðum miðlum, loftmiðlum og heimasíðum, sum longu finnast í milliardatali – økist í hvørjum.

Føroyar eru evarska lítlar og drukna lætt burtur í øllum larminum, so lítið, sum føroyingar hava megnað at gera um seg har úti í stóru verð. Kappingarneytarnir fylla so nógv meira í myndini, tí teir hava – og brúka – nógv fleir ressursur. Hetta er bara ein veruleiki, føroyingar mugu síggja í eyguni og laga seg til. Føroyar verða ongantíð líka so sjónligar sum onnur størri lond, men kunnu kanska verða nóg sjónligar i mun til, hvat hóskar til tørvin í Føroyum, sum jú ikki er líka so stórur sum í størri londum.

Eingin hevur ‘skyldina’
Nógv undrast stórliga á, hví ikki fleiri fólk vitja oyggjarnar, tí óteljandi jaligar ferðafrásøgnir frá útlendingum, ið hava verið í Føroyum, umframt plaseringin, Føroyar fingu frá National Geographic Traveler, benda á, at potentialið má vera stórt. Tað tykist bara ikki at verða brúkt til fulnar.

Eingin einstakur partur kann tó einsamallur ákærast fyri, at Føroyar ikki eru nóg sjónligar. Syndabukka-peikarí forðar góðum samstarvsanda og tekur bara fokus frá tí, sum hevur nógv tann størsta týdningin – nemliga, hvussu átrokandi tað er, at øll ferðavinnan samstarvar, og at tað almenna (les: løgting og landsstýri) raðfestir marknaðarføring av Føroyum og – ikki minst – at gera kringumstøðurnar fyri ferðavinnu lagaligari, so tað betri kann loysa seg fyri íløgarar at gera íløgur í ferðavinnu. At seta partafelagsskattin upp, hjálpir t.d. ikki í hesum føri.

Ferðavinna er tann vinnan, sum í løtuni hóast alt hevur mest sannlíku vakstrarmøguleikarnar í Føroyum. Men vinnan hevur brúk fyri fíggjarliga betri umstøðum og lagaligari reglum á ávísum økjum, skal hon vaksa og fáa orkuna til at marknaðarføra seg meira og fáa boðskapin út, um alt tað góða, føroyingar eiga at bjóða her í Føroyum.

Ferðavinna ikki klientur, men eitt aktiv
Ikki tí at eingin skal kunna finnast at almenna ferðaráðnum, men ferðaráðið kann og skal ikki syfta alt einsamalt. Øll, ið fáast við ferðavinnu – tvs. privatir tænastuveitarar, kommunur og almenna ferðaráðið – mugu standa saman og gera sín part, um munabetri úrslit skulu náast.

Fólk fáa lætt fatan av, at tað ikki loysir seg at gera íløgur í ferðavinnu, um ferðavinnan ikki vísir greitt, at hon hevur trúnna og viljan. Um ferðavinnan ikki sjálv tykist heilt at trúgva uppá møguleikarnar, hvussu skulu onnur so fáast at trúgva uppá ferðavinnu sum ein vinnumøguleika, roknast kann við? Um ferðavinnufólk ikki tykjast at finna út av at samstarva, og ov nógv fokus er á ónøgd við ella misálit á hvønnannan, hvussu skulu tey so fáa onnur at trúgva, at tey kunnu hepnast við tí, tey fáast við? Almenni stovnurin, sum fæst við ferðavinnu, tykjast hesi fólkini ikki at standa saman um, so hví skulu skattakrónur spillast uppá hann? Og hevur ferðavinnan uppiborið meira, enn hon longu fær? Er ikki ríkiligt sett av til tað?

Men tað er ikki soleiðis, fólk eiga at spyrja. Ferðavinnan er ikki nakar klientur, sum skal hava almennan “stuðul”, tí ”tað er synd í – ella hart hjá teimum, sum arbeiða við ferðavinnu”. Fólk skulu harafturímóti síggja ferðavinnu sum tað, hon veruliga er: Eitt stórt aktiv fyri alt landið, sum vert er at gera íløgur í – eisini almennar íløgur – tí hon gevur longu eitt risa íkast til samfelagsbúskapin – og kann potentielt geva fleirfaldað so nógv, um føroyingar tora at gera fleiri íløgur í hana!

Eg sakni meira jaligt og íblásandi hugflog í ferðavinnuni, sum kann íbirta trúnna millum fólk uppá, at ferðavinna veruliga er samfelagsgagnlig og verd at gera íløgur í, hóast tað kann ganga tíð, áðrenn avlopið vísir seg.

Íløgur skulu til, men í hvat?
Men hvat er tað ítøkiligt, íløgur skulu gerast í? Ferðavinnan er komin langt á summum økjum, meðan annað er forsømt, og nógv meira kann gerast. Eingin ivi er um, at tað er ov lítið til av ressursum, sum er – ikki bara til marknaðarføring, men so sanniliga eisini til at fáa neyðug hagtøl og brúkarakanningar til vega, sum kunnu fortelja ferðavinnuni, um hon satsar rætt, umframt til menning ella víðarimenning av lokalum tilboðum til ferðafólk kring landið. At menna røtt professionell tilboð og byggja marknaðir upp krevur eitt stórt fyrireikingararbeiði. Tað krevur ressursur at fyrireika seg. Tað krevur samskipan. Tað krevur áhaldni. Og tað krevur ikki minst vitan – m.a. um tað, ið gjørt verður, er á rættari leið og nóg effektivt.

Men eingi fullfíggjað ella álítandi ferðavinnuhagtøl hava verið tøk tey nógvu seinastu árini. Eingin veit t.d. heilt neyvt, hvussu nógv útlendsk ferðafólk koma til landið, hvagani tey koma, hvørji tey eru, hví tey koma og hvat teimum dámar, tí pengar hava ikki verið til at gera ferðafólkakanningar, sum eru lutvíst dýrar at gera, og Hagstovan hevur ikki havt ressursur til at savna og viðgera hesi hagtøl. SamVit royndi at savna nakað av hagtalstilfari og setti eina hagtalsverkætlan í gongd saman við Hagstovuni o.ø. fíggjað av Vinnuframagrunninum, men nú tá almenna ferðaráðið er blivið partur av einum aðalráð, ber ikki til longur at søkja grunnar um pengar til slíkar verkætlanir.

Seinastu árini hevur tí bert borið til at gita og gera kvalifiseraðar metingar av ferðafólkahagtølum út frá onkrum smávegis indikatiónum her og har. Tað ger tað sera torført hjá vinnuni at vita, hvar hon flýtur, og hvar hon skal seta inn – t.d. viðv. marknaðarføringini.

Hvat kann vinnan nýta tað almenna til?
Her tykist neyðugt, at tað almenna og tað privata taka lógvatak saman og í felag finna svarið til fleiri ósvaraðir spurningar, so sum: Ber til at røkka nóg breitt út við marknaðarføringini við teimum tøku ressursunum, vinnan hevur? Hvat skal til? Hvat nú, um marknaðarføringin er góð, men bara ikki nóg væl distribuerað ella nóg áhaldandi, tí vinnan heilt einfalt ikki hevur ráð til tað? Kunnu ella skulu almennar íløgur í marknaðarføring leggjast aftrat fyri at muna nóg væl her?

Ein annar spurningur er, um marknaðarføringin hjá teimum, sum marknaðarføra Føroyar, sampakkar nóg væl. Verða allir atkomiligu marknaðarføringsmøguleikarnir brúktir nóg effektivt, um øll arbeiða hvør sær? Hvussu ávirkar tað ímyndina av Føroyum, at partarnir fara út hvør í sínum lag við marknaðarføring, ið kanska peikar í heilt ymiskar ættir? Kann tað almenna gera nyttu her við at spæla ein savnandi, samskipandi leiklut í samstarvi við vinnuna?

Og hvussu við tí, ið verður marknaðarført: Svara tey tilboð, ferðavinnan bjóðar út á marknaðinum, nóg væl til tað, sum marknaðurin eftirlýsir í dag – ella til ímyndina av Føroyum t.d., sum National Geographic Traveler o.o. hava spjatt kring heimin? Kemur boðskapurin um tilboðini út til røttu málbólkarnar? Verða røttu miðlarnir brúktir? Verður nýggja tøknin brúkt effektivt? Marknaðurin broytir seg jú á nógvum økjum alla tíðina. Er vitanin hjá vinnuni um eftirspurningin, sum hann er í dag í mun til fyrr, nóg væl dagførd? Og hevur vinnan ráð til at kanna hetta – og so laga seg leypandi til marknaðin? Ella skal tað almenna traðka til her og veita vinnuni vitan og kanningarúrslit at brúka sum amboð?

Hevur vinnan fatur í øllum teim bestu ferðafyriskiparunum t.d.? Eru onnur sløg av ferðafyriskiparum kanska meira viðkomandi í dag? Kanska skal arbeiðið gerast á ein annan hátt í dag, enn fyri bara fáum árum síðani. Alt hetta ber ikki til at vita, um tað ikki verður eftirkannað, og tað gerst neyvan uttan hjálp frá tí almenna.

Men kanska er tann týdningarmesti spurningurin, sum vinnan má seta sær sjálvum her og nú: Er ynskið ella viljin nóg stórur hjá einstøku pørtunum til at ganga saman og samskipa marknaðarføring og menningararbeiði? Og í hvønn mun ynskir vinnan luttøku og hjálp frá tí almenna til hetta arbeiðið?

Mugu semjast fyri at koma víðari
Eingin ivi er um, at føroysk ferðavinna hevur stórar avbjóðingar. Ein av grundarleggjandi fyritreytunum fyri at hepnast, er eftir mínari meting heilt einfalt tann: at vilja og tora at standa saman – og gagnnýta allar kreftir, bæði privatar og almennar. Ferðavinnan hevur ikki ráð til at ganga í smáum skóm. Føroyingar tykjast ofta at hava lyndi til ikki at hava nóg nógv álit á onnur enn seg sjálvi – og als ikki á tað almenna! Tí gera fólk ofta tað minst torføra – tvs. arbeiða í einingi hvør sær. Men um verandi ressursur skulu gagnnýtast á best møguliga hátt, má og skal álit, opinleiki og samstarv til – bæði millum tað almenna og tað privata og millum privatar ferðatænastuveitarar.

Loysnir finnast best og skjótast í einum jaligum anda. Vilji má vera til at møtast og laga seg. Hendur mugu rættast út til eitt íblásandi og konstruktivt samstarv, har fokus er á møguleikar heldur enn á forðingar. Tíbetur eru tað fleiri og fleiri, sum síggja fyrimunin í tí, tí í síðsta enda loysir tað seg best fyri allar partar at leggja orkuna saman, so øll fáa gagn av úrslitinum. Uttan semju og samanhald fær ferðavinnan í øllum førum ikki sannført hvørki politikkarar og íløgarar um, hvønn týdning tað hevur at gera størri íløgur í at fáa fleiri ferðafólk til landið.

Eingin ivi er um, at føroyingar fáa tað talið av ferðafólkum í Føroyum, sum ráð eru at fiska eftir. Ynskja politikkarar at síggja vøkstur í ferðafólkatalinum, má ferðavinna eisini týðiliga raðfestast. Politikkarar mugu taka ferðavinnu í álvara og lurta eftir, hvat serfrøðin á økinum sigur um, hvat tørvur er á. Almennir og privatir íløgugrunnar mugu vera jaligir í mun til at játta stuðul og lagalig lán til ferðavinnuverkætlanir. Íløgur mugu setast ikki bara í marknaðarføring, men eisini í álítandi hagtøl, umframt í menning av einum høgligari og meira álítandi infrastrukturi – innanhýsis og út í heim. Ikki fyri ferðavinnunar skyld í sær sjálvum, men tí tað er neyðugt fyri alt samfelagið – og ikki minst: tí tað heilt einfalt kann løna seg.

Øll mugu taka undir við tí
Harumframt er ein møguleiki at seta MVG niður fyri ferðafólkatænastur – t.d. gistingarhús- og matstovuvirksemi, útferðar- og flutningstænastur o.a. Hetta hevði verið ein vælkomin og hollur stuðul og ein lutvíst ómakaleysur máti at tryggja, at vinnuni er lív lagað, so meira gongd kemur í samfelagshjólini. Tað er alneyðugt at skapa fleiri arbeiðspláss í Føroyum, sum serliga ung og kvinnur dragast at. Júst hesir báðir samfelagsbólkar tørva eina ‘saltvatnsinnspræning’, um hesi fólkini skulu tíma at búgva í Føroyum. Hetta kann verða gjørt við at bjóða eitt breiðari starvsútboð, sum hesi fólkini dragast at. Og har gevur júst ferðavinnan nógvar møguleikar.

Síðst, men ikki minst: Skal ferðavinna í Føroyum veruliga hepnast, er neyðugt við undirtøku frá almenninginum og einum felags innsatsi frá øllum samfelagnum so ella so. Føroyingar sjálvir mugu verða teirra egnu bestu ambassadørar við t.d. at læra sítt egna land, søgu og mentan at kenna – og virðismeta tað, m.a. við at ferðast meira í egnum landi og brúka føroyskar vørur, gistingarhús, matstovur og aðrar tænasturnar meira, so tað kann loysa seg at framleiða føroyskt og hjá ferðavinnuni at fáast við ferðatænastuveiting alt árið. Tað ger dagliga lívið hjá øllum føroyingum bæði hugnaligari og stuttligari.

Hvat kann ferðavinnan sjálv ítøkiligt gera?
Eg eri sannførd um, at tey, ið arbeiða í ferðavinnu brúka sína orku best uppá at forfína júst tað, tey eru best til. Eg loyvi mær tí at enda hesa grein við eini áheitan til hvønn einstakan tænastuveitara í ferðavinnuni um áhaldandi at menna sína egnu styrki – m.a. við atliti til, at ferðafólk eftirspyrja nakað serligt, nakað serføroyskt, sum tey ikki kunna uppliva aðrastaðni í verðini. Tað gerst eisini nógv lættari at selja tað, Føroyar hava at bjóða, um øll ikki bjóða akkurát tað sama, men eru partur av einari viftu av nógvum ymiskligum tilboðum. Um øll allatíðina menna síni serstøku tilboð og hvør sær allatíðina tryggja, at júst tey veita best møguligu tænastuna á sínum øki, samstundis sum tey syrgja fyri at teirra tilboð hóska inn í heildina – úr sjónarhorninum hjá kundanum – so verður ett størri fjølbroytni í tilboðunum til stóran fyrimun fyri ferðafólkini og harvið eisini fyri vinnuna. Um øll haraftrat kunna um síni tilboð saman við øðrum føroyskum veitarum – tá verða øll tilboðini eisini sjónligari og meira sølubær hvør sær. T.d. ígjøgnum ein felags ferðavinnuportal.

Um fólk í ferðavinnu varðveita trúnna á, at úrslitið kemur, um bara tey ger sær ómak við at fylla sítt pláss best møguligt út í øllum puslispælinum, fáa tey kanska eisini “ráð” og yvirskot til at finna saman við øðrum pørtum í ferðavinnuni um at gera heildartilboð. Støðið lyftist sum heild, møguleikarnir økjast fyri allar partar, og øll standa sterkari og fáa nógv meira burturúr, um ferðavinnan virkar sum ein heild. Harvið verður eisini eitt jaligt signal sent til almenningin – og politikkarnar/íløgarar – um, at ferðavinna er verd at taka í álvara og gera íløgur í.

Nýggir møguleikar fyri vøkstri
Hóast ferðavinna bara stendur fyri um 4 prosentum av BTÚ, sum er, er hon næststørsta vinna í Føroyum, næst eftir fiski- og alivinnu. Parturin er tó helst størri, um ymiskt vanligt tænastu- og mentanarvirksemi verður lagt aftrat, tí slíkt virksemi kann eisini í ávísan mun roknast sum ferðavinna. Sum skilst bendir nógv á, at føroysk ferðavinna hevur góðar møguleikar fyri at vaksa – fleiri enn nakrantíð fyrr. Við miðvísum arbeiði kann ferðavinnuparturin fáast at vaksa seg nógv størri, um føroyingar leggja seg eftir tí og gera kravdu íløgurnar.

Umframt at National Geographic Traveler hevur varpað ljós á Føroyar sum mest óspilta oyggjaland í heiminum – at surfarar og aðrir útlendingar hálova oyggjarnar – og at oyggjarnar eru vorðnar meira atkomiligar, hóast einstøk bakkøst hava verið – so ferðast fólk eisini longri, enn tey nakrantíð hava ferðast fyrr. Í dag er tað lættari hjá fleiri at finna upplýsingar um, at her er ein náttúra og ein mentan, sum tað kann loysa seg at ferðast langt fyri at uppliva. Tað er møguligt í dag, við nýggjum nógv bíligari samskiftismiðlum at náa út til fjøldir, sum als ikki kundu náast fyrr í tíðini.Tað merkir eisini, at til ber at byggja sterk altjóða netverk, og at vitan um Føroyar skjótt kann spjaðast víða um. Internetið gerst ein alt meira og meira brúktur miðil – og um nøkur ár smeltar bæði útvarp, sjónvarp, internet, teldur og fartelefonir saman. Tað verður har, nógv teir flestu brúkararnir fara at orientera seg. Longu í dag brúka tey ungu nýggju miðlarnar meir enn teir gomlu.

Men hetta krevur hart arbeiði og dugnalig fólk, sum hava fingurin á alheimspulsinum og duga væl at samskifta og brúka møguleikarnar í nýggju miðlunum, tí altjóða kappingin og miðlalarmurin er eisini ógvusligari enn nakrantíð. Vónandi fáa tey fólkini, sum átaka sær hetta arbeiði, bestu umstøður at virka undir. Fáa tey tað, fær ferðavinnan uttan iva eina bjartari framtíð.

Um greinarøðina “Hvussu verða tóm hotelkømur fylt”
Hetta er onnur greinin av fýra hjá Elini Brimheim Heinesen um, hvussu støðan hjá ferðavinnu í Føroyum møguliga kann fáast at batna. Tær síðstu tvær greinirnar koma í blaðið í næstum.

  • Fyrsta greinin snúði seg um, hví altjóða rákið hóast alt er til gagns fyri Føroyar og um, hvat tað merkir fyri framtíðar ferðavinnumøguleikar í Føroyum.
  • Onnur greinin snýr seg um avbjóðingarnar hjá ferðavinnuni – um, hvat skal til fyri at møta hesum avbjóðingum best, og hvussu tað almenna kann hjálpa vinnuni.
  • Triðja greinin snýr seg um, hví fleiri – bæði almennar og privatar – íløgur mugu til fyri at seta gongd á ferðavinnuna, og hvussu nógv skal til.
  • Fjóðra og síðsta greinin snýr seg um, hví ferðavinnan má standa samhaldfast saman – eisini um sín egna stovn – fyri at gera neyðugar heildarætlanir og gagnnýta gylt høvi best.
Fá meira at vita:

Comments

comments

Powered by Facebook Comments

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/blog/2009/09/09/meira-jaligt-hugflog-i-ferdavinnu/