«

»

Nov 20 2008

Print this Post

Til nýggja býráðið: Havnin skal vera eitt bankandi hjarta

Góða Havnar Býráð,

Nú tit eru í ferð við at skipa tykkum, kunnu vit, sum búgva í Havn, bara vóna, at hetta nýggja býráðið veruliga fer at gera ein jaligan mun fyri býin, so vit – millum mong onnur neyðug mál – fáa lív í henda býin aftur. Spurningurin er: Hvussu kunnu tit og vit borgarar í býnum í felag geva Havnini teir eginleikar, sum mynda ein livandi BÝ – ein miðdepil og ikki bara ein keðiligan sovibý?

Skulu vit ikki byrja at hugsa um Havnina sum ein BÝ – og ikki bara sum eina viðkaða bygd? Tvs. taka Havnina í álvara sum ein bý við øllum tí, sum tað inniber – t.d. miðsavningar av meira fólki (og ferðslu) – stutt sagt LÍV! Ístaðin fyri at spjaða bara sethús við stórum grundstykkjum yvir veldug øki uttan aðrar funktiónir enn bara at vera øki, har fólk búgva.

Eftir mínum tykki, má nýbyggjarí úti kring Havnina í nýbygdum økjum byggjast nógv meira býarkent – tvs. fleirhæddaðir og tættari bygningar við fjølbroyttum funktiónum við samanhangandi gøtum á kross og tvørs, so bygningarnir lívga fyri hvørjum øðrum og fyri lívinum á gøtunum (- og ikki bara blindgøtur, sum liggja púra deyðar!).

Men hví ikki eisini gera íløgur í verandi miðbýi, so vit fáa ein veruligan BÝ við einum livandi, bankandi hjarta, sum pumpar lív út í restina av landinum og skapar ringar í vatninum langt út um landoddarnar?

Eg dugi at síggja óendaligar ótroyttar møguleikar í miðbýarøkinum í Havnini – eitt øki, sum kundi verið brúkt øðrvísi og nógv betri enn í dag, soleiðis at har kundi angað bæði av søgu, mentan og av altjóða býi – uttan at man oyðileggur teir kvalitetirnar, sum longu eru har.

Tað hevði veruliga gjørt eitt stórt inntrykk á umheimin, um vit dugdu at gagnnýta tað gamla, vit longu hava, til nakað nýtt, eins og tað verður gjørt nógva aðrastaðni við stórari succes. Vit eru á rætta veg, haldi eg. Reinsaríið er ein sera góð byrjan! Meir av tí slagnum!

Havnin hevur so nógvar grundarleggjandi eginleikar, sum kunnu skapa gróðrarbotn fyri einum veruligum livandi miðbýarumhvørvi. Tak nú t.d. hugnaliga havnaumhvørvið í Vágsbotni/Skálatrøð/Bacalao. Har eru gomul pakkhús, sum kunnu brúkast sum mentanarmiðdeplar – til alt møguligt, sum savnar fólk – t.d. konferansuhøli, konserthølir og dansistøð, gallaríir, teatur, internetcaféir, kreativ verkstøð, har innovatørar, vinnulívsfólk, vísindafólk, listafólk, designarar, lýsingarfólk og øll møgulig onnur kunnu arbeiða og geva hvørjum øðrum íblástur, so Havnin verður partur av nýggja vitanarsamfelagnum, ið dregur útisetar og útlendingar til landi…

Vísind, list og vinna í synergiskari sameining. Tað er serliga sovorðin eksklusiv øki, sum gera stórar býir úti í heimi til pulserandi kraftsentur av kreativiteti, innovatión og produktiviteti, og sum dregur enn fleiri fólk, vitan og pengar til sín.

Vágsbotn út ímóti Tinganesi er við at byrja at menna seg til eina fólkaríka Nyhavn: Enn betri um tað vóru enn fleiri caféir og restauratiónir úteftir. Har er fjálgt og veðurgott, og sólargangurin er ideellur.

Hugsa sær at varðveitt tey gomlu húsini í miðbýnum, sum øll (serliga útlendingar) halda eru so sjarmerandi, og so rivið nøkur av teimum ljótastu cementmonstrunum frá 50’-60’unum mitt í Havn niður og flutt nakrar av teimum funktiónunum, tey hýsa, út úr miðbýnum. Ístaðin kundu vøkur – onkustaðni fleirhæddað – hús verið bygd, sum hóskaðu nógv betur inn í gomlu Havnina, og sum hýstu blandaðum funktiónum, sum skapa lív í miðbýnym – íbúðir, skrivstovur, hotell og handlar hvørt um annað. Húsafasadurnar kundu t.d. verið meira vendar móti sólsíðuni móti vestri, so gongugøtan ikki liggur í skugga, og soleiðis at hiti og ljós verða gagnnýtt mest møguligt.

Hvussu finna vit eina javnvág, har vit varðveita tey virðini – teir kvalitetirnar býurin hevur – men samstundis ikki bremsa menningini? Tað er av stórum týdningi, at vit fara fram við stórum varsemi, tí gera vit eitt, risikera vit at oyðileggja hitt. Men tað er møguligt at fáa alt hetta til at ganga upp í eina hægri eind.
Fyritreytirnar fyri at kunna skapa vøkstur og kappingarføri snúgva seg í høvuðsheitum um evnini hjá vinnulívinum í býnum til í enn størri mun at skifta t.d. frá framleiðslu til meira fjølbroyttar og handilsligar tænastur, sum ikki bara arbeiða á heimamarknaðinum, men á altjóða pallinum.

Evnini til at fáa virðisskapandi fólk til at støðast og ikki rýma úr Føroyum er eisini av stórum týdningi fyri vøkstur og trivnað – tvs. at fáa ung fólk, barnafamiljur og kreativ, uppfinnsom fólk til at velja at búgva her. Evnini til at draga at sær vitjandi uttanífrá, sum keypa í handlum og brúka tænasturnar í býnum og leggja pengar eftir seg, eru sjálvandi eisini ein fyritreyt fyri inntøkuvøkstri.

So har eru trý atlit at taka: til vinnuna, til Havnaborgarar og til tey vitjandi. Og tað besta er, at í roynd og veru er tað soleiðis, at tekur ein mest møguligt atlit til allar tríggjar partar, so gerast allir partar vinnarar – meira enn, um atlit bara var tikið til ein ella tveir av pørtunum fram um onkran annan.

Royndir aðrastaðni vísa, at tað ber til at tryggja vøkstur og trivnað fyri øll. Her er tað, at arkitekturur og býarskipan spæla ein avgerandi leiklut. Spurningurin er, hvussu tilvitandi og hvussu samt býráðið er um, hvat skal til – og hvussu væl tey fara at duga at fáa øll tingini til at spæla saman, so tey stuðla uppundir hvørt annað.

Altjóða býarskipanar- og arkitekturserfrøðingar hava eftirkannað, hvørjar fyritreytir skulu til, fyri at fáa fólk til at trívast best í einum býarumhvørvi. Spurningurin er, um Havnin lýkur hesar treytir, sum er – og um ikki, so kann tað verða ein av frágreiðingunum uppá, at Havnin er blivin so deydlig.

Tað merkir, at vit eiga at endurskoða býarskipanina, so hon tekur atlit til niðanfyristandandi fyritreytir framyvir. Tær 13 fyritreytirnar fyri trivnað millum býarborgarar eru hesar:

1) Grannaløg skulu hava eitt sjónligt miðsavningarstað – ofta eitt torg ella eitt grønt øki og onkuntíð eitt fjølgongt ella onkusvegnað serstakt og ásýniligt geilarhorn.

2) Flestu bústaðir skulu vera innanfyri 5 minuttirs gongd frá miðsavningarstaðnum.

3) Fjølbroytni má vera í bústøðum – t.d sethús, raðhús og íbúðir – soleiðis at bæði ung og eldri, einsamøll og familjur, fólk við lítlari inntøku og fólk við størri inntøku, hava møguleika at hava støð at búgva, sum hóskar til júst tey.

4) Tætt við bústaðirnar skulu vera handlar og skrivstovur av hóskandi fjølbroytnum slag til at nøkta vikuliga tørvin hjá einum vanligum húsarhaldi.

5) Møguleiki skal vera fyri minni virksemi í bústaðarøkinum – t.d. smærri skrivstovur, gallaríir og smærri handverkslig verkstøð.

6) Ein fólkaskúli skal liggja so nær at bústøðunum, at børnini kunnu ganga til og frá skúlanum.

7) Smá spælipláss ella onnur øki við møguleika hjá børnum at spæla skulu vera innanfyri kanska hundrað metrar frá bústaðnum.

8) Ymisk grannaløg verða bundin saman ígjøgnum eitt samanhangandi vega- og gongugøtunetverk, sum spjaðir ferðsluna millum ymisk mál í bygda økinum.

9) Vegir eru lutvíst smalir – kanska við røðum av plantaðum trøum framvið vegnum. Hetta fær bilarnar til at seta ferðina niður og skapar eitt umhvørvi, sum eisini er hóskandi fyri fólk til gongu og á súkklu, meðan tungur ídnaður og høvuðsferðsluæðrir so vítt gjørligt verða løgd uttan fyri miðstaðar- og bústaðarøki.

10) Bygningar í miðsavningarstøðum ella torgum verða bygdir heilt út til gongubreytir við vegkantin, so teir skapa eitt greidliga avmarkað uttandura býarrúm

11) Parkering og garasjuhurðar venda sjáldan út móti vegnum, men eru aftanfyri bygningar og atkomilig gjøgnum trengri gøtur ella skot.

12) Serliga merkisverd ella tignarlig støð fyri endan á vegum ella við miðsavningarstøð og torg í grannalagnum eru ofta almennir stovnar ella samkomuhús, har fundir, møti, undirvísing ella annað alment virksemi kann fara fram

13) Grannaløg eru skipað soleiðis, at tey kunnu stýra sær sjálvum. Formlig grannafeløg taka sær av kjaki og avgerðum um viðlíkahald, trygd og broytingar í lokalum grannaløgum, meðan kommunan tekur sær av skattligum og øðrum gjaldsligum viðurskiftum sum heild.

Hetta er bara ein roynd at geva nýggja býraðnum konstruktivan íblástur til arbeiðið tey komandi árini. :-)

Góðan arbeiðshug!

Blíðar heilsur
Elin Brimheim Heinesen

Comments

comments

Powered by Facebook Comments

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/fo/blog/2008/11/20/til-nyggja-byradid-havnin-skal-vera-eitt-bankandi-hjarta/