Trúgvin uppá samansvørjingar er í veruleikanum ein frávarpan av egnum ótta. Skjóti framvøksturin av samansvørjingarteorium seinastu tíðina avdúkar, hvussu óttafull og sinnisliga skamfílað nógv eru av støðuni í heiminum í dag, nú korona herjar. Máttloysið um ótryggleikan ger, at fólk kenna seg drigin at onkrum veruleikafjarum at balla seg inn í. Í fyrstu syftu følist …
Category Archive: Sálarfrøði & Samleiki
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2021/02/17/samansvorjingarteoriir-sloda-fyri-hardradi/
Dec 28 2020
Stríðið millum bygd og bý
Hvat fremur og hvat forðar mest fyri menning og trivnað í Føroyum? Dreymurin um modernaða, tøkniliga framkomna stórbýin – ella dreymurin um “at alt var betri í gomlum døgum”? Hava tey rætt, sum vilja gera Føroyar um til eitt hypermoderna, altjóðagjørt KT samfelag – ella hava tey rætt, sum vilja halda fast í gamla veiðusamfelagnum? …
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2020/12/28/stridid-millum-bygd-og-by/
Jun 30 2020
Umsorgan hjálpti mær at yvirliva
Langlesnaðargrein í Dimmu Apríl 2019 Fortalt hevur: Elin Brimheim Heinesen Skrivað hevur: Hans Egholm Elin er í javnvág. Í lívinum er hon á einum rættiliga góðum stað í løtuni. Hon er nøgd við sítt starv, hevur eitt gott heim, eigur eina fitta tík, hevur deilig systkin við heimsins fittastu børnum, sum hon er ógvuliga góð …
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2020/06/30/umsorgan-hjalpti-maer-at-yvirliva/
Apr 13 2020
Frástøða fær okkum at virða nærveru
Kvinnurøddin – Grein í blaðnum Kvinnu um Korona-kreppuna: Frá sorgloysi til óttafulla stúran 3. februar í ár fleyg eg úr Føroyum fyri at halda langa vetrarferiu í Cuba saman við sjey vinkonum. Lítið vistu vit, at ein mánaða seinni fóru vit at koma heim aftur til ein veruleika, har alt var vent upp og niður. Vit sólaðu …
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2020/04/13/frastoda-faer-okkum-at-virda-naerveru-2/
Mar 09 2020
Hanga vit enn fast í idealinum um fullkomnu húsmóðurina?
Apropos kvinnudagin í gjár. Hvussu langt er vit komin við javnstøðuni, tá tað kemur til hugburð okkara? Hanga nógv ikki uppá nógvar mátar enn føst í hugburðinum um kynini, ið ráddi í 60’unum (sum ráðini til kvinnurnar tá illustrera á myndini)? Tað tykist í øllum førum meir enn so at vera hendan leiklutin, summir menn …
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2020/03/09/hanga-vit-enn-fast-i-idealinum-um-fullkomnu-husmodurina/
Sep 05 2019
Verjið javnrættindi teirra samkyndu!
Um okkum dámar tað ella ei, er samkyndleiki ein veruleiki, vit ikki kunnu lata eyguni aftur fyri, er til. Antin góðtaka vit henda veruleika, ella gera vit tað ikki. Men tað hjálpir lítið at stinga høvdið í sandin. Samkynd hava altíð verið til og fara ikki at hvørva, líkamikið hvat verður gjørt fyri at forða …
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2019/09/05/verjid-javnraettindi-teirra-samkyndu/
May 08 2018
Hví fara kvinnur aftur til menn, sum eru harðligir við tær?
Síggi í Facebook-kjakum í løtuni, at fólk undrast á kvinnur, sum fara aftur til menn, sum hava verið harðligir við tær. Skilagóði sosialráðgevin og brævkassaredaktørurin Tine Bryld – eisini nevnd “Hele Danmarks mor” – segði einaferð um hetta í eini útvarpssending, sum æt P4 på P1 í Danmarks Radio, at hon skilti so avbera væl, …
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2018/05/08/hvi-fara-kvinnur-aftur-til-menn-sum-eru-hardligir-vid-taer/
Jan 18 2018
Føroyskar kvinnur tora ikki at trína fram
Eftir Mildrið Jacobsen; Sosialurin, 18. Januar 2018; Evni: #MeToo Føroyskar kvinnur aftra seg við at seta #MeToo frámerkið á sína vangamynd á sosialu miðlunum. Tað er ikki tí, at trupulleikin við kynsligum ágangi er minni í Føroyum enn aðrastaðni, men samfelagið er lítið, og kvinnurnar stúra fyri spurningum og gitingum, og vilja ikki vera sæddar sum …
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2018/01/18/foroyskar-kvinnur-tora-ikki-at-trina-fram/
Oct 27 2017
Er #metoo bara humbukk og tvætl?
Eg veit ikki, hvat onnur halda, men sjálv fekk eg næstan morgundrekka í rangastrúpan, tá eg hoyrdi klummuna í útvarpinum í morgun. Klumman gjørdi nógv burtur úr at speireka og lítisgera #metoo rørsluna og láturliggjørdi tær kvinnur, sum hava sett hashtaggið #metoo á vangar sínar á sosialu miðlunum. Klummuskrivarin vildi vera við, at tær flestu av teimum – í …
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2017/10/27/er-metoo-bara-humbukk-og-tvaetl/
Mar 08 2017
Er kvinnurørslan fyri bakkasti?
Greinin stóð at lesa í blaðnum Kvinna í februar 2017: Internetið hevur givið kvinnum í dag møguleika fyri at málbera seg uppá óteljandi nýggjar, individuellar mátar. Kvinnur samskifta í ein mun, sum aldrin sæð fyrr. Nýggi veruleikin hevur íbirt tað, vit rópa „fjórðu kvinnurørsluna“, og hevur á mangan hátt styrkt støðuna hjá kvinnum. Men samstundis síggja vit …
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2017/03/08/er-kvinnurorslan-fyri-bakkasti/
Nov 20 2016
Hví ein altjóða stríðsdag fyri menn?
Í gjár, tann 19. november, var altjóða mannadagur – ein altjóða stríðsdagur fyri menn. Í tí sambandinum havi eg sæð fólk á Facebook kjakast um, um menn nú hava brúk fyri einum slíkum degi, tí menn “grenja” ikki sum kvinnur… Hmmm, tað veldst um, hvørjum sjónarvinkli ein sær tað frá. Eg haldi, at líka so …
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2016/11/20/hvi-ein-altjoda-stridsdag-fyri-menn/
Jun 10 2016
Hví velja vit aggressivar politikarar?
Í 1984 gav Jens Pauli Heinesen eina bók út, sum hann nevndi “Ískoyti til 1984”. Bókin var eitt savn av greinum um “Tann totalitera statin”. Árstalið sipaði til víðagitnu bókina hjá George Orwell “1984” frá 1949 um eina dystopiska framtíð, har “Big Brother Is Watching You” – ein bók, sum á mangan hátt spáar óhugnaliga …
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2016/06/10/hvi-velja-vit-aggressivar-politikarar/
Oct 18 2015
Jaliga støk
Pør – pør – pør! Keðiligt, at síggja tey alla staðni, tá ein er stakur, ha? Tá er skjótt at fara og droyma um at fáa sær sjeik/dámu sum skjótast. Um ikki annað kanst tú troysta teg við, at tíbetur verður tú ikki longur sædd/ur líka so nógv niður á sum stakur/støk, sum fyrr í …
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2015/10/18/jaliga-stok/
Apr 25 2015
Flaggdagsrøða: Felagsskapur fortreyt fyri frælsi
Røðan hjá Elini Brimheim Heinesen hildin á Vaglinum í Havn flaggdagin 25. apríl 2015. Hendan útgávan er tann upprunaliga, sum er eitt lítið vet longri enn tann, hildin á Vaglinum, ið var stytt eitt sindur orsaka av nógva regninum. Góðu áhoyrarar, Tá íslendska Altingið helt 1.000 ára føðingardag á Tingvøllum í 1930, var føroyska flaggið …
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2015/04/25/flaggdagsroda-felagsskapur-fortreyt-fyri-fraelsi/
Apr 04 2015
Manglandi sømdir fyri nýhugsan fær fólk at rýma úr Føroyum
Um fólkatalið veruliga skal vaksa, og um føroyingar – serliga teir av kvennkyni – skulu støðast í Føroyum, má arbeiðs- og útbúgvingarmarknaðurin her á landi gerast nógv rúmligari. Vilja vit hava fleiri at venda aftur og geva færri orsøk til at fara, mugu vit hugsa nógv minni siðbundið. Kreativitetur manglar ikki millum føroyingar, men fær …
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2015/04/04/manglandi-somdir-fyri-nyhugsan-faer-folk-at-ryma-ur-foroyum/
Jun 18 2014
Maðurin í oyðimørkini
Lat meg siga søguna um mannin í oyðimørkini. Hetta er ein sonn søga. Nei, tvætl, kanska ikki heilt, men kortini. Hetta er ein søga, sum eg fann uppá fyri mongum árum síðani, íblást av einum dreymi, sum eg hevði, har eg ætlaði at gera eina skemtisøgu burturúr, tí tað var ein stuttligur dreymur. Eitt sindur …
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2014/06/18/madurin-i-oydimorkini/
Mar 14 2014
Eingin tíð til børnini og tey ungu
Apropos klummuna hjá Rudi Helenu Heinesen, sum so dúgliga hevur verið kjakast um í miðlunum, um, hvør hevur høvuðsábyrgdina av børnum – skúlin ella foreldrini. Eg kom í tankar um hesa klummuna, eg skrivaði fyri 12 árum síðani í 2002, sum er ein annar vinkul á eitt sindur sama evni: 12. mars 2002: Eingin …
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2014/03/14/eingin-tid-til-bornini-og-tey-ungu/
Dec 31 2013
Nýggjárslyfti: Halda 10 reglur fyri gott samskifti
Eitt gott nýggárslyfti er at lova sær sjálvum at gera sítt besta fyri at vera í betri samljóði við síni nærmastu og sínar kringumstøður í nýggja árinum. Men fyri at kunna vera tað, er neyðugt fyrst at vita, hvat gott samskifti við onnur í grundini er, og so læra seg nakrar grundleggjandi reglur fyri góðum …
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2013/12/31/nyggjarslyfti-halda-10-reglur-fyri-gott-samskifti/
Dec 05 2013
Skerjir trúarfrælsið at hevja trúgv til lóg
Nú løgtingið skal taka støðu til uppskot um at broyta hjúnabandslógina, so hon framyvir loyvir samkyndum at ganga saman í borgarligt hjúnaband, eru fólk enn einaferð á gosi – eins og hvørja ferð, tá royndir verða gjørdar at víðka um borgarligu rættindini hjá samkyndum. Men hvat er tað rætta hjá løgtinginum at taka atlit at …
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2013/12/05/skerjir-truarfraelsid-at-hevja-trugv-til-log/
May 06 2013
Vegurin, sannleikin og lívið
Bræv til dóttur mína um Gud. eftir Elina Brimheim Heinesen Mín elskaða dóttir, Meg minnist, at tú einaferð spurdi meg: “Mamma? Ert tú trúgvandi?” Eg hugsaði um, hví tú mundi ivast í tí. Eg havi jú biðið faðirvár við tær gjøgnum allan tín barndóm. Eg havi sungið sálmar við tær. Vit hava ikki gingið nógv …
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2013/05/06/vegurin-sannleikin-og-livid/