Category: List & Mentan

Fyrsta tónleikaverkætlanin á hopfigging.fo rakk á mál eftir einans 6 døgum

Tíðindaskriv 7. mai 2010: Tað hevur gingist stak væl at fíggja fyrstu tónleikaverkætlanina á heimasíðuni http://hopfigging.fo, sum Íverksetarahúsið í Klaksvík rekur. Hópfíggingarverkætlanin hjá tónaskaldinum Elini Brimheim Heinesen fór av bakkastokki fríggjadagin 1. mai. Longu týskvøldið 6. mai vóru 105% av teim 60.000 kr., ið søkt var um, komin inn. Seint týskvøldið høvdu 131 fólk verið inni …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2020/05/07/fyrsta-tonleikaverkaetlanin-a-hopfigging-fo-rakk-a-mal-eftir-einans-6-dogum/

Er mentan bara fjas?

Eftir Elina Brimheim Heinesen Ert tú ein av teimum, sum heldur, at mentan bara er nakað uppgjørt fjas, sum tey allarflestu gott kundu verið fyriuttan? Ert tú ein av teimum, sum spyr: “Hvat skulu vit brúka mentan til?” og svarar sjálvur í sama viðfangi: “Vit kunnu ikki liva av mentan!” Ert tú ein av teimum, …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2013/04/17/er-mentan-bara-fjas/

Hvussu verður Havnin ein rættur BÝUR?

Havnin livir ikki upp til sín leiklut sum ein rættur høvuðsstaður. Ístaðin fyri at vera ein livandi býur við eini yðjandi kjarnu, kann hon best samanberast við eina deydliga sovibygd. Hvussu verður Havnin til ein veruligan orkumiðdepil, sum dregur ung og virkisfús fólk, ið skapa tað lívgevandi virksemið, vit sakna í dag? Her er eitt …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2013/02/06/hvussu-verdur-havnin-ein-raettur-byur/

Jens Pauli Heinesen 80 ár

Hátíðarhald í Norðurlandahúsinum ísv. 80 ára føðingardag Jens Paula Heinesen’s verður mánadagin tann 12. november 2012 Rithøvundurin Jens Pauli Heinesen doyði 19. juli 2011. Í sambandi við, at hann hevði fylt 80 ár tann 12. november í ár, er ætlanin at heiðra høvundan og varpa ljós á skaldaverk hansara við einum hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum á …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/10/22/jens-pauli-heinesen-80-ar/

Málsligt demokrati

  Ofta verður sagt “Tvinnir eru kostirnir, og hvørgin er mjúkur”, tá ósemjur ráða og tað – at síggja til – bert eru tvey at velja ímillum. Men noyðist alt nú altíð at vera so knívskorið? Í bólkunum á Facebook, ið snúgva seg um føroyskt mál, fær ein onkuntíð varhugan av, tá sjógvarnir bróta, sum …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/08/23/malsligt-demokrati/

Hví fyllir Fámará málið so nógv í hugaheiminum hjá fólki?

Onkur hevur sagt, at tað er eitt sindur møðsamt ikki at kunna fara á Facebook í løtuni uttan at skula blíva teppibumbaður við greinum, viðmerkingum og áheitanum um eitt festi, sum fá ánaðu, hvar lá fyrr enn í vetur. Viðkomandi helt, at hatta er jú ikki meira enn eitt festi, sum so mong onnur í Føroyum. …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/06/29/hvi-fyllir-famara-malid-so-nogv-i-hugaheiminum-hja-folki/

At gera dokumentar

Um tú ætlar tær undir at gera ein dokumentarfilm, er sera týdningarmikið, at tú kennir nakrar grundleggjandi fortreytir fyri dokumentarfilmsframleiðslu. Hesar grundreglur hava alt at siga, um tú ætlar at fáa ein góðan dokumentarfilm burturúr. Eftir Elina Brimheim Heinesen, útbúgvin filmshandritshøvundur Ofta billa fólk sær inn, at tað ikki er neyðugt at fyrireika seg so …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/04/26/at-gera-dokumentar/

Búskaparkreppan er ein ovurvakstrarkreppa

Fyri 50 árum síðani ávaraði Leopold Kohr um, at risa alheims skipanin fór at vaksa, til hon smokkaði saman undir síni egnu tyngd. Vit áttu at havt lurtað. eftir Paul Kingsnorth, grein almannakunngjørd í The Guardian tann 26. sept. 2011. Umsett hevur Elin B. Heinesen At uppliva eitt skrædl er løgið. Tað mest løgna er, at …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/04/24/1056/

Hvussu kann tað almenna hjálpa filmsvinnuni?

Skulu Føroyar hava eina filmsvinnu? Eru Føroyar ikki ov lítlar til at hava eina filmsvinnu? Hetta vóru viðkomandi spurningar bert fyri fáum árum síðani, men vilkorini fyri filmsvinnu eru so nógv broytt í dag, at sannlíkindi fyri, at tað kann loysa seg at gera íløgur í eina føroyska filmsvinnu, eru nógv størri nú enn bert …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/04/23/hvussu-kann-tad-almenna-verda-vid-til-at-faa-eina-filmsvinnu-i-gongd/

Skapanarevni stóran týdning fyri búskapin

Hvussu ber tað til, at summi lond (ella býir) klára seg betri enn onnur, hóast atkomiliga ítøkiliga tilfeingið kann vera væl meira avmarkað, enn tað er í fátækari londum? Hvussu ber tað til, at summi duga betri at fáa meira burturúr minni? Hesum spurningi hevur amerikanski búskaparfrøðingurin Richard Florida roynt at svara. Eftir Elina Heinesen. Greinin …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/04/23/skapanarevni-storan-tydning-fyri-buskapin/

Hvat skulu vit við Kringvarpinum?

Kringvarp Føroya er í kreppu. Framtíðar tilveran hjá einasta public service miðlinum í Føroyum er sera óviss. Størri broytingar eru í væntu. Men áðrenn alt Kringvarp Føroya verður koppað á høvdið, má støða takast til, hvønn leiklut Kringvarpið skal spæla framyvir. Hvat tilfar má Kringvarpið raðfesta fyrst og fremst? Skal Kringvarpið býtast sundur aftur í …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/04/22/hvat-skulu-vit-vid-kringvarpinum/

European Podcast of the Year!

Faroe Islands Podcast er vorðin útnevndur sum “European Podcast of the Year” í non-profit kategoriini í European Podcast Awards. Podcasturin var eisini útnevndur at vera besti non-profit podcastur í Danmark (orsaka av ymiskum reglum í sambandi við dømingina, varð Danmark roknað sum upprunalandið hjá podcastinum… lang søga). Meira enn 2.000 podcastar luttóku, so toymið kennir …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/03/15/european-podcast-of-the-year/

Er føroyskt mál knortlut?

Skal málið gerast so einfalt sum gjørligt? Eg hoyri hetta so ofta sagt – og brúkt sum próvgrund fyri, at málið skal gerast einfaldari – at málið er jú “bara eitt amboð”, sum øll skulu kunna brúka. Jú, men… ER málið nú “bara eitt amboð”? Tað tykist mær at vera ein heldur fátæksligur máti at lýsa týdningin …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2011/08/03/er-foroyskt-mal-knortlut/

Stovnið eftirskúla í Føroyum fyri føroysk børn, sum búgva uttanlands!

Nú er so nógv tos um, hvussu vit skulu fáa fleiri føroyingar at flyta aftur til Føroya. Eg haldi, at vit skulu stovna ein eftirskúla í Føroyum fyri børn hjá føroyskum foreldrum, sum búgva uttanlands. Eg kenni nógvar føroyingar uttanlands, sum eru foreldur at børnum, sum ikki duga at lesa og skriva føroyskt, hóast bæði …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2011/01/17/stovnid-eftirskula-i-foroyum-fyri-foroysk-born-sum-bugva-uttanlands/

PISA: Føroysk børn og ung mangla føroyskt miðlatilfar!

Vantandi førleikarnir, sum PISA-kanningin vísti, er – eisini – úrslit av vantandi miðlatilfari til børn og ung á føroyskum! Tað undrar meg, at øll bara tosa um vánaliga undirvísing í skúlanum, tí tað er ikki bara í skúlanum, børn og ung læra… Hví tosa so fá í hesum høpi um ta massivu ávirkan, sum nýggja miðlabrúkið …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2010/12/13/vantandi-forleikarnir-sum-pisa-kanningin-visti-er-eisini-urslit-av-vantandi-midlatilfari-til-born-og-ung-a-foroyskum/

Koma ikki víðari við grenji

Frá veiðu- til vitanarsamfelag III: Høvuðsvinna okkara er í kreppu, og tosað verður tí um víðagitna triðja beinið, sum skal bjarga búskapinum. Men hvussu skapa vit betri fortreytir fyri menning av verandi vinnu og fyri ørðum lønandi vinnum? Tiltrúgvin til møguleikarnar tykist ikki stór. “Tað ber ikki til!” verður ofta tikið til. Men júst hesin …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2008/09/17/fra-veidusamfelag-til-vitanarsamfelag-iii/

Flyta drívmegi frá rávøru til handil og tænastu

Frá veiðu- til vitanarsamfelag II: Fyritreytirnar fyri at skapa kappingarføri snúgva seg í dag í høvuðsheitum um evnini hjá vinnulívinum til at skifta frá reinari rávøru- og ídnaðarframleiðslu sum fremstu búskaparligu drívmegi til meira fjølbroyttar og handilsligar tænastur – harímillum at draga skikkaða arbeiðsmegi til, sum hevur førleikar til at menna og marknaðarføra vørur.  Eftir …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2008/09/16/fra-veidusamfelag-til-vitanarsamfelag-ii/

Ein uppgerð millum gamalt og nýtt

Frá veiðu- til vitanarsamfelag I: Politiska kreppan, vit uppliva í løtuni, er eitt av eyðkennunum fyri búskaparrembingarnar og hugburðsbroytingarnar, sum føroyska samfelagið fer ígjøgnum í hesum tíðum. Umskifti henda altíð við gníggingum millum gamalt og nýtt. Vit eru mitt í einum ættarliðsskifti – og tað gongur ikki altíð fyri seg við mýkindum. Men uppgerðin er …

Continue reading

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2008/09/15/fra-veidusamfelag-til-vitanarsamfelag-i/