Í fyrndini, tá eingin hevði ognarrætt til náttúrutilfeingið fram um nakran annan, áttu allar livandi verur alt í felag – djór og menniskju. Eins og eingin forðar fuglunum í at liva av tí, teir finna sær í náttúruni, forðaði heldur eingin nøkrum menniskja í at fáa sær burtur av tí, sum náttúran gav. Fólk livdu av tí, …
Continue reading »
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2022/03/20/grundinntoekutrygd-endurgjald-fyri-mistan-raett/
Apropos dómin yvir Inger Støjberg í dag. Hví vilja so nógv gera hetta málið til, at antin er man fyri ella ímóti barnabrúðrum? Einki normalt menniskja gongur inn fyri barnabrúðrum og pedofili – sjálvandi ikki, men tað er heldur ikki tað, dómurin snýr seg um, hóast Inger Støjberg roynir at fáa tað til at snúgva …
Continue reading »
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2021/12/14/loyvir-hevdad-hasinni-logarbrot/
Trúgvin uppá samansvørjingar er í veruleikanum ein frávarpan av egnum ótta. Skjóti framvøksturin av samansvørjingarteorium seinastu tíðina avdúkar, hvussu óttafull og sinnisliga skamfílað nógv eru av støðuni í heiminum í dag, nú korona herjar. Máttloysið um ótryggleikan ger, at fólk kenna seg drigin at onkrum veruleikafjarum at balla seg inn í. Í fyrstu syftu følist …
Continue reading »
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2021/02/17/samansvorjingarteoriir-sloda-fyri-hardradi/
Hvat fremur og hvat forðar mest fyri menning og trivnað í Føroyum? Dreymurin um modernaða, tøkniliga framkomna stórbýin – ella dreymurin um “at alt var betri í gomlum døgum”? Hava tey rætt, sum vilja gera Føroyar um til eitt hypermoderna, altjóðagjørt KT samfelag – ella hava tey rætt, sum vilja halda fast í gamla veiðusamfelagnum? …
Continue reading »
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2020/12/28/stridid-millum-bygd-og-by/
Langlesnaðargrein í Dimmu Apríl 2019 Fortalt hevur: Elin Brimheim Heinesen Skrivað hevur: Hans Egholm Elin er í javnvág. Í lívinum er hon á einum rættiliga góðum stað í løtuni. Hon er nøgd við sítt starv, hevur eitt gott heim, eigur eina fitta tík, hevur deilig systkin við heimsins fittastu børnum, sum hon er ógvuliga góð …
Continue reading »
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2020/06/30/umsorgan-hjalpti-maer-at-yvirliva/
Tíðindaskriv 7. mai 2010: Tað hevur gingist stak væl at fíggja fyrstu tónleikaverkætlanina á heimasíðuni http://hopfigging.fo, sum Íverksetarahúsið í Klaksvík rekur. Hópfíggingarverkætlanin hjá tónaskaldinum Elini Brimheim Heinesen fór av bakkastokki fríggjadagin 1. mai. Longu týskvøldið 6. mai vóru 105% av teim 60.000 kr., ið søkt var um, komin inn. Seint týskvøldið høvdu 131 fólk verið inni …
Continue reading »
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2020/05/07/fyrsta-tonleikaverkaetlanin-a-hopfigging-fo-rakk-a-mal-eftir-einans-6-dogum/
Kvinnurøddin – Grein í blaðnum Kvinnu um Korona-kreppuna: Frá sorgloysi til óttafulla stúran 3. februar í ár fleyg eg úr Føroyum fyri at halda langa vetrarferiu í Cuba saman við sjey vinkonum. Lítið vistu vit, at ein mánaða seinni fóru vit at koma heim aftur til ein veruleika, har alt var vent upp og niður. Vit sólaðu …
Continue reading »
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2020/04/13/frastoda-faer-okkum-at-virda-naerveru-2/
Samfelagshjólini mugu snara. Um ikki, verður galin endi. Í krepputíðum sum hesari er tað, at landastýrini kring heimin skulu vísa sítt virði við at taka ábyrgd og traðka til við skipanum, sum tryggja, at alt ikki steðgar upp. Eingin eigur at verða sleptur uppá fjall, sum er púra ósekur í, hvussu støðan er. Men hvussu …
Continue reading »
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2020/03/16/covid19-kreppan-undirstrikar-tydningin-av-figgjartrygdarneti/
Apropos kvinnudagin í gjár. Hvussu langt er vit komin við javnstøðuni, tá tað kemur til hugburð okkara? Hanga nógv ikki uppá nógvar mátar enn føst í hugburðinum um kynini, ið ráddi í 60’unum (sum ráðini til kvinnurnar tá illustrera á myndini)? Tað tykist í øllum førum meir enn so at vera hendan leiklutin, summir menn …
Continue reading »
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2020/03/09/hanga-vit-enn-fast-i-idealinum-um-fullkomnu-husmodurina/
Røða hildin á veðurlagsverkfallinum fríggjadagin 27. sep. 2019 Góðu áhoyrarar, Mytur og fakta Í løtuni verður dúgliga kjakast á sosialu miðlunum um, hvat eru mytur, og hvat eru fakta um veðurlagið. Ósemjurnar eru stórar, og tað merkist, at nógvar kenslur eru uppií. Hóast summi halda fast uppá, at tað, sum veðurlagsgranskarar siga, er tað reina …
Continue reading »
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2019/10/08/mytur-og-fakta-um-vedurlagid/
Um okkum dámar tað ella ei, er samkyndleiki ein veruleiki, vit ikki kunnu lata eyguni aftur fyri, er til. Antin góðtaka vit henda veruleika, ella gera vit tað ikki. Men tað hjálpir lítið at stinga høvdið í sandin. Samkynd hava altíð verið til og fara ikki at hvørva, líkamikið hvat verður gjørt fyri at forða …
Continue reading »
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2019/09/05/verjid-javnraettindi-teirra-samkyndu/
Nú løgtingsval verður leygardagin, havi eg hug at seta nakrar spurningar til øll tey, ið ætla sær á val at gera sína demokratisku skyldu og seta sín kross. Um tú ikki heilt hevur tikið støðu enn til, hvønn tú skalt velja, kunnu spurningarnir kanska hjálpa tær at seta krossin á rætta stað. Og um tú …
Continue reading »
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2019/08/29/hvi-velur-tu-tann-politikaran-tu-velur/
Øgilig øsing, sum er í løtuni um, at onkur bóndi ætlar sær at taka gjald fyri, at fólk ganga á hansara øki. Ja, eg kann saktans blíva nostalgisk eins og nógv onnur og halda, at tað er ein keðilig gongd, at nú kann mann ikki ganga nøkur ávís náttúruvøkur støð longur uttan at gjalda fyri …
Continue reading »
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2019/03/27/er-gjald-fyri-ferdslu-i-natturuni-nu-veruliga-so-bytt/
Síggi í Facebook-kjakum í løtuni, at fólk undrast á kvinnur, sum fara aftur til menn, sum hava verið harðligir við tær. Skilagóði sosialráðgevin og brævkassaredaktørurin Tine Bryld – eisini nevnd “Hele Danmarks mor” – segði einaferð um hetta í eini útvarpssending, sum æt P4 på P1 í Danmarks Radio, at hon skilti so avbera væl, …
Continue reading »
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2018/05/08/hvi-fara-kvinnur-aftur-til-menn-sum-eru-hardligir-vid-taer/
Eftir Mildrið Jacobsen; Sosialurin, 18. Januar 2018; Evni: #MeToo Føroyskar kvinnur aftra seg við at seta #MeToo frámerkið á sína vangamynd á sosialu miðlunum. Tað er ikki tí, at trupulleikin við kynsligum ágangi er minni í Føroyum enn aðrastaðni, men samfelagið er lítið, og kvinnurnar stúra fyri spurningum og gitingum, og vilja ikki vera sæddar sum …
Continue reading »
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2018/01/18/foroyskar-kvinnur-tora-ikki-at-trina-fram/
Eg veit ikki, hvat onnur halda, men sjálv fekk eg næstan morgundrekka í rangastrúpan, tá eg hoyrdi klummuna í útvarpinum í morgun. Klumman gjørdi nógv burtur úr at speireka og lítisgera #metoo rørsluna og láturliggjørdi tær kvinnur, sum hava sett hashtaggið #metoo á vangar sínar á sosialu miðlunum. Klummuskrivarin vildi vera við, at tær flestu av teimum – í …
Continue reading »
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2017/10/27/er-metoo-bara-humbukk-og-tvaetl/
Greinin stóð at lesa í blaðnum Kvinna í februar 2017: Internetið hevur givið kvinnum í dag møguleika fyri at málbera seg uppá óteljandi nýggjar, individuellar mátar. Kvinnur samskifta í ein mun, sum aldrin sæð fyrr. Nýggi veruleikin hevur íbirt tað, vit rópa „fjórðu kvinnurørsluna“, og hevur á mangan hátt styrkt støðuna hjá kvinnum. Men samstundis síggja vit …
Continue reading »
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2017/03/08/er-kvinnurorslan-fyri-bakkasti/
Í gjár, tann 19. november, var altjóða mannadagur – ein altjóða stríðsdagur fyri menn. Í tí sambandinum havi eg sæð fólk á Facebook kjakast um, um menn nú hava brúk fyri einum slíkum degi, tí menn “grenja” ikki sum kvinnur… Hmmm, tað veldst um, hvørjum sjónarvinkli ein sær tað frá. Eg haldi, at líka so …
Continue reading »
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2016/11/20/hvi-ein-altjoda-stridsdag-fyri-menn/
Í 1984 gav Jens Pauli Heinesen eina bók út, sum hann nevndi “Ískoyti til 1984”. Bókin var eitt savn av greinum um “Tann totalitera statin”. Árstalið sipaði til víðagitnu bókina hjá George Orwell “1984” frá 1949 um eina dystopiska framtíð, har “Big Brother Is Watching You” – ein bók, sum á mangan hátt spáar óhugnaliga …
Continue reading »
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2016/06/10/hvi-velja-vit-aggressivar-politikarar/
So leingi, sum tað er so lutfalsliga dýrt at flyta fólk og farm millum Føroyar og umheimin, verður sera torført at fáa fleiri fólk til Føroya og harvið skapa nóg stórt grundarlag fyri øktum virksemi í landinum. Men økja vit um samferðsluna – t.d. við at bjóða bíligari flogferðaseðlar – setir bara hugflogið markið fyri …
Continue reading »
Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2015/10/29/biligari-flogferdasedlar-nu/