Samansvørjingarteoriir hjá QAnon slóða fyri harðræði

NeoNazis

Hvat hava neonazistar, New Age og aðrir trúarbólkar til felags?
Les greinina fyri at finna út av tí.

Trúgvin uppá samansvørjingar er í veruleikanum ein frávarpan av egnum ótta. Skjóti framvøksturin av samansvørjingarteorium seinastu tíðina avdúkar, hvussu óttafull og sinnisliga skamfílað nógv eru av støðuni í heiminum í dag, nú korona herjar. Máttloysið um ótryggleikan ger, at fólk kenna seg drigin at onkrum veruleikafjarum at balla seg inn í. Í fyrstu syftu følist tað betri og tryggari at vera í felag við samsintum um tað veruleikafjara, heldur enn at vera til staðar í veruliga veruleikanum. Men tað er sum at pissa í buksurnar fyri at fáa hitan. Tað vermir bara eina lítla løtu. Hetta er funnin fressur hjá QAnon, sum útvegar fólki upp í rúgvur av hugfloygdum, veruleikafjarum samansvørjingarteorium at gloyma seg burtur í. Samansvørjingarteoriirnar minna óhugnaliga nógv um tær hjá nazistunum í Týsklandi, har endamálið var at skapa ruðuleika, ið skuldi slóða fyri einaræðinum og fáa Hitler til valdið.

Óvissa fær fólk at royna at finna svarið í kaninholum
Ikki er lætt at fóta sær, nú heimsumfatandi koronafarsóttin hevur kollvelt lívið, soleiðis sum vit kendu tað áðrenn. Eingin er óávirkaður av farsóttini. Men hon hevur havt ymiskt árin á ymisk fólk. Summi hava valt at liva sunnari. Onnur hava valt at gera júst tað øvuta. Summi hava kanska fingið tættari tilknýti til familjuna og vinirnar. Onnur hava avbyrgt seg frá øðrum. Summi hava sett ferðina niður og hava kanska endurskoðað arbeiðslív sítt og lívið í heila tikið. Onnur lata eyguni aftur og royna at tráhalda um tað, sum var áðrenn koronu.

Koronafarsóttin hevur avdúkað nógv um okkum menniskju, har sannleikar eru komnir fram um okkum sjálvi og um samfelagið sum heild, ið vit ikki vitstu um áðrenn. Um tað nakrantíð var ein gyltur møguleiki til at rannsaka seg sjálvan og hugsavna seg um tað uttan at vera órógvað og uttan umberingar, so hevur hetta verið tíðin til at gera tað. Kortini hava nógv gjørt júst tað øvuta. Tey hava noktað at viðurkent veruleikan, sum hann er, og hava roynt at finna fótafesti í øllum ótryggleikanum við at fara niður í sonevndar “kaninholur” at royna at finna svarið í alskyns samansvørjingarteorium.

Tað er ikki løgið, at trúgvin uppá samansvørjingarteoriirnar hevur fingið økta undirtøku, meðan farsóttin hevur herjað. Tað var væntandi, tí tað er á ein hátt onkursvegna lættari at sannføra seg sjálvan um, at ein samansvørjing er “sannleikin”, heldur enn at sita miðskeiðis í ruðuleikanum, sum farsóttin hevur verið atvold til, og viðurkenna, at samfelag okkara er rættiliga viðbrekið, og at vit als ikki hava so nógv tamarhald á tilveruni, sum vit hava hildið okkum hava. Tá er skjótt, at fólk gerast óttafull og altrá eftir – bara onkursvegna – at fáa vissu fyri, hvussu tingini hanga saman.

Hvør er mest stýrdur av ótta?
Hetta hevur verið ein ræðandi tíð, har allur heimurin hevur livað við eini hóttan, sum er torfør hjá tí einstaka at yvirskoða og skilja. So trongdin eftir at fáa okkurt fast at halda í hevur verið øgilig. Men trupulleikin er, at tá fólk eru óttafull og altrá eftir vissu, eru tey eisini lættari at villeiða.

Mong hava valt at hava álit á, at vísindi og myndugleikar fóru at finna út av, hvussu trupulleikarnir verða loystir á frægasta hátt. Onnur hava øgiligt misálit á allar myndugleikar og velja heldur at trúgva tí, sum tey sjálvi finna meining í – eisini um tað merkir, at tey eru noydd at avnokta veruleikan. Hóast “vissan” hjá teimum er um okkurt, ið ikki er satt, so gevur hendan “vissan” teimum onkursvegna okkurt fast at halda í – og tað er uggi í tí.

Nógv ákæra onnur fyri at liva í ótta og fyri at vera “seyður”, sum bara blint fylgir øðrum, men hugsa ikki um, um tey sjálvi kanska líða av ótta, ið tey royna at halda burtur við at frávarpa hann yvir á onnur. Kanska eru tey ótilvitað enn meira stýrd av ótta. Fyri summi er tað óttin fyri at missa tamarhald. Fyri onnur er tað óttin fyri at skula noyðast at sleppa egnum vanum og gera okkurt annað, enn tey plaga, til fyrimuns fyri tað, sum er til gagns fyri felagskapin. Tey eru meira rædd fyri at skula noyðast at gera sær eitt sindur av ómaki í eina tíð, enn tey eru fyri veruligii hóttanini.

Kanska eru tey fólkini, sum lata seg í munnbind og halda seg mest heima, júst tey, sum eru tey djarvastu og mest næstakæru, og sum veruliga eru tilvitað um sannroyndina, at vit eru øll saman um hesa upplivingina, og at vit øll hava ávirkan á hvørt annað.

Torført at tosa saman, tá ein ikki trýr tí sama
Rangar upplýsingar, falstíðindi og kenslumanipulatión hevur altíð verið brúkt í søgu menniskjans til at villeiða fólk. Í søguni hevur hetta t.d. fingið fólk til at halda, at svørt menniskju ikki eru rættilig menniskju. Hetta hevur t.d. sannført foreldur um at brenna síni egnu børn, tí tey biltu sær inn, at børnini vóru heksir. Og hetta hevur t.d. fingið fólk at taka undir við átrúna ella øðrum sannføringum, sum tey vildu drepa onnur og seg sjálvi fyri.

Villeiðandi falstíðindi og rangar upplýsingar verða breidd út um allan heim umvegis internetið við vaksandi ferð. Ongantíð hevur gingið skjótari at breiða út falstíðindi. Tað hevur ført við sær, at fólk hava fingið alt meira ilt við at skilja ímillum, hvat er satt og ikki. Persónlig sjónarmið eru farin at viga tyngri enn fakta, tí alt verður gjørt til ein spurning um, hvat tú velur at trúgva. Fólk søkja saman í ekkorúm við øðrum, sum trúgva tað sama, har tey vátta hvørt annað í hesi trúnni uttan veruliga at seta spurnartekin við tað. Tað tykist meira umráðandi at kenna seg sum part av trúarfelagsskapinum. Trúgv verður mistikin fyri at vera fakta. Og fakta verða mistikin fyri at vera trúgv.

Hetta er ein vandamikil leið at fara, sum loypir split í dansin, tí tá ymiskir bólkar ikki trúgva somu fakta, verður tað sera torført yvirhøvur at tosa saman og blíva samdur um nakað. Skal mannaættin koma undan koronutíðini í øllum góðum, krevst at fólk læra seg at duga betur at skilja í millum, hvat eru villeiðandi falstíðindi, og hvat eru verulig fakta, soleiðis at vit fáa nøkurlunda sama faktuella grundstøði at taka støði í.

Gandahugsan og flýggjan frá veruleikanum
Koronatíðin hevur lært okkum, hvussu ófyrireikað mannaættin er, bæði mentalt og fyriskipanarliga, tá alheims kreppustøður koma fyri. Men tað er ikki lætt hjá stjórnum og heilsumyndugleikum at hava tamarhald á støðuni, tá so nógv velja at trúgva meira uppá pseudovísindi, sum tey lesa ella hoyra um á internetinum, enn tey trúgva teimum milliónunum av fólkum, sum hava halgað sítt lív til at granska – tað verið seg fólkaheilsu, farsóttir o.a.

Tað er ikki lætt at sannføra fólk um fakta, tá so nógv velja heldur at royna at finna meining og ugga í víðgongdum felagsskapum ella trúarsamfeløgum, ið taka frástøðu frá vísindaligum fakta og seta ofta hugfloygdar samansvørjingarteoriir ístaðin. Fyri mong virkar tað hugtakandi og dragandi at kenna seg sum part av átrúnaðarligum, politiskum og/ella nationalistiskum meira ella minni víðgongdum bólkum – á netinum ella IRL (í veruliga lívinum) – har tey fáa tey svarini, tey helst vilja hoyra, og har tey fáa ein felags fígginda at sameinast við onnur um at stríðast móti. Tað er hetta, sum eyðkennir sonevndu tribalismuna.

Men veruleikin er, at ofta er alt bara bygt á gitingar, ‘hearsay” og ynskihugsan. Í roynd og veru er talan um eina flýggjan frá veruleikanum, ald fram og eggjað av gandahugsan (magical thinking) og av kenslum, sum fólk leita upp at brúka at sissa seg sjálvi við. Tað er djúpast sæð ein máti at sleppa sær undan ábyrgd.

Tryggari at vera í tí veruleikafjara enn at vera í veruleikanum
Fólk tykjast ongantíð at hava verið meira ósamd og meira sundurbýtt, enn tey eru í dag, men ytstu veingirnir eru í veruleikanum ikki so langt frá hvørjum øðrum. Stórir partar av átrúnaðarligu og politiskt víðgongdu rørslunum fara so langt út til høgru ella til vinstru, at tey møtast aftur hinumegin kringin. Bólkar, sum annars tykjast at vera ósambæriligir – so sum nýnazististiska rørslan og New Age rørslan – eru í sínum fatanarliga misljóði (kognitiva dissonansi) í roynd og veru púra samdir um nógvar samansvørjingarteoriir og um sína avnoktan av fakta. Tí sóust so nógvir ymiskir bólkar luttaka í fullari semju í uppreistrinum móti kongressini í USA 6. januar 2021.

Hóast flest fólk eru grundfest í veruleikanum og eru at finna onkustaðni miðskeiðis millum teir ytstu veingirnar, er spenta átrúnaðarliga og politiska støðan í heiminum í dag ein áminning um vísdómin í at fara hóvliga fram og at velja millumvegin. Tí tað er har, størstu sannlíkindini eru fyri at finna sannleikan. Og tað er har, ein er minst ávirkiligur av tí fatanarliga misljóði, sum ofta endar við at føra fólk lúkst í víðgongdar rørslur, tey annars vildu tikið frástøðu frá. Rørslur, har tey lata seg stýra av reinum kenslum, heldur enn av skilvísi – og av hugfloygdum søgum, heldur enn av sannleikanum.

Hetta er ein heimur, har fólk kenna seg sum luttóku tey í einum action-filmi um tað góða mótvegis tí ónda, og at tey eru tey úrvaldu, sum hava fingið kallið at bjarga mannaættini undan einum fjaldum fígginda – einum loyniligum alheims felagsskapi, sum hevur til endamáls at gera fólkið til trælir hjá einum óndum alráðandi úrvalsliði.

Men trúgvin uppá samansvørjingar er í veruleikanum ein frávarpan av egnum ótta. Skjóti framvøksturin av samansvørjingarteorium seinastu tíðina avdúkar, hvussu óttafull og sinnisliga skamfílað nógv eru av støðuni í heiminum í dag, nú korona herjar. Máttloysið um ótryggleikan ger, at fólk kenna seg drigin at onkrum veruleikafjarum at balla seg í. Í fyrstu syftu følist tað betri og tryggari at vera í felag við samsintum um tað veruleikafjara, heldur enn at vera til staðar í veruliga veruleikanum. Men tað er sum at pissa í buksurnar fyri at fáa hitan. Tað vermir bara eina lítla løtu.

Skapa ein “vit ímóti teimum” mentalitet
Støðan í dag minnir tíverri ikki sørt um støðuna undan øðrum veraldarbardaga, tá fascisma og ymiskar átrúnaðarligar rørslur runnu saman næstan á sama hátt, sum vit hava sæð í seinastuni við QAnon rørsluni. Tað er eingin loyna, at Hitler, Hess, Himmler og nógvir aðrir førandi nazistar – eins og nógv av teimum, sum taka undir við Qanon-samansvørjingarteorium – vóru t.d. stak áhugaðir í gandahugsan, tvs. í tí átrúnaðarliga, í tí okkulta og paranormala, í shamanismu, í alternativum heilivági, í vistfrøðiligum og vegetariskum kostvanum, í homøopati, ja, sjálvt „anti-vaxxing“ og mongum øðrum, sum vit í dag seta í samband við New Age rørsluna.

Í teirra strategi at vinna viðhaldsfólk og heilatváa fólkið brúktu Hitler og nazistarnir – eins og Qanon – júst trúnna uppá loyniligar felagsskapir. Framferðarhátturin var við vilja at loypa ótta á fólk við at breiða út falska, ranga og villeiðandi propagandu, sum skuldi mana fram fíggindamyndir av einum ávísum bólki í samfelagnum – jødunum. Í dag eru tað framstandandi demokratar og sjónleikarar í Hollywood í USA, ið standa fyri skotum.

“Hitler og hansara nazistafelagar seldu týska fólkinum eina einfalda yvirnáttúrliga hugmynd og samansvørjingarteori, har allir trupulleikar hjá fólkinum vóru sagdir at vera íbirtir av einum loyniligum alheims úrvalsliði av ódjórum / blóðsúgvarum / devlum – tað vil siga jødunum. Men teir undurfullu lýsandi stríðsmenninir í nazistaflokkinum fóru at sigra á jødunum í einum alheims bardaga og hareftir fór at vera eitt gylt tíðarskeið við friði og kærleika. Nazistarnir trúðu fult og fast samansvørjingarteorium so sum Gerðabókini hjá Sions Elstu (The Protocol of the Elders of Zion), ið Hitler helt var ekta, men sum í veruleikanum varð skrivað og miðlað av fregnartænastuni hjá russiska Zarinum um aldarskiftið 1900 fyri at venda russiska fólkinum ímóti jødunum.”
– Jules Evans, Nazi Hippies.

Soleiðis skaptu nazistarnir ein “vit ímóti teimum”-mentalitet, har teir sannførdu fólkið um, at tað snúði seg um eitt trúarkríggj – at jødarnir veruliga vóru ein hóttan móti týska ríkinum, og at einans ein sterkur leiðari, Hitler, kundi fría fólkið frá hesum ‘vandamikla fígginda’. Nazistakrossurin var jú upprunaliga eitt friðarsýmbol. Hitler sannførdi eisini síni viðhaldsfólk um, at journalistar, granskarar og læknar vóru fólksins fíggindar, eins og Donald Trump ger tað í dag, sjálvsagt tí at hesi vóru størsta hóttanin móti fullkomna valdi hansara. Tað ráddi tí um at skaða trúvirðið hjá teimum mest møguligt.

QAnon brúkar somu strategi sum nazistarnir
Í dag síggja vit bæði høgravíðgongd og fólk úr ymiskum trúarbólkum trúgva júst tað sama – eggjað av Trump og Qanon, sum brúka júst somu strategi sum nazistarnir. Hetta er ein kultrørsla av oftast hvítum viðhaldsfólkum, har av nógv trúgva uppá hvítt yvirræði. Tey siga seg vera trúgvandi ella spirituell onkursvegna – og trúgva, at ein loyniligur bólkur av kendum fólkum og demokratum í USA valdstaka og eta børn fyri at liva longri, og at Trump er hetjan, sum er komin at bjargað heiminum undan hesum devlunum.

Viðhaldfólkini hava brúkt hashtaggið Save The Children dúgliga, hóast fleiri hundrað felagsskapir, sum veruliga arbeiða fyri at bjarga børnum, hava átalað hetta. Ein skuldi trúð, at felagsskapir, sum hava sett alla sína tíð og orku av til at hjálpa børnum, fóru at fagna hesum nýggja stuðlinum, men tað gera teir als ikki. Tí tað er bara eitt eiti, sum QAnon brúkar fyri at vinna viðhaldsfólk, og tað órógvar tað veruliga barnahjálpararbeiðið, sum hjálparfelagsskapirnir gera hvønn dag.

Vit hava sæð, hvussu fólk hava biðið fyri Donald Trump, sum tey halda, er komin fyri at fáa “Kristustilvitan” inn í verðina. Hesum trúgva tey, hóast talan er um ein sjálvsøknan, patologiskan lygnara við 26 ákærum um kynsliga misnýtslu, umframt eina rasistiska søgu + ein langan lista av misbrotum í kjalarvørrinum, sum tað ikki er rúm fyri at nevna í hesi grein. Alt, sum Trump hevur gjørt sum forseti, er ikki av tí illa, nei, men sjálvt teir mest harðrendu einaræðisharrarnir gera onkuntíð okkurt gott. Tað ger teir ikki minni harðrendar fyri tað. Tað skal í øllum førum ikki nógv til at síggja, at Trump manglar empati, sosiala tilvitan og fyrilit fyri øðrum. Illa ber til at siga, at atferð hansara umboðar kærleika ella inklusjón.

Loypa ótta á fólk, so tey missa álitið á øllum øðrum enn leiðaranum
Hvussu ber tað so til, at bæði høgravíðgongd og New Age fólk, sum ein skuldi trúð høvdu lítið til felags, eru treytaleys viðhaldsfólk hjá Trump? Ein orsøk er, at við Trump sitandi á maktini, fáa hesi fólkini bláa stemplið til at dyrka teirra egnu narsissismu. Skuggasíður teirra, sum áður vóru útskammaðar og knúskaðar, hava fingið fyrigeving gjøgnum óvikiligu, ósmædnu fevningina hjá Trump av sínum egnu og annara skuggasíðum. Hetta fríar tey onkursvegna. Skriðdjóraheilin hjá teimum vaknar til lívs av einum alfa-hanni, sum fær teirra ómegdarkenslu at kenna seg sum heima undir hansara yvirræði.

Tað er sera umráðandi at skilja psykologiina aftanfyri hesa sinnisstøðuna, sum nógv fólk eru í í dag, merkt av ótta, hatri, spliti og klandri. Ein sinnisstøða, sum Trump og QAnon hava gjørt alt fyri at herða og vaksa um við at mana fíggindamyndir fram. Vit hava sæð, hvussu júst hetta hevur endurtikið seg ferð eftir ferð í søguni, har ymiskir leiðarar hava leitt fólk burtur frá hjarta og skilvísi sínum og við vilja loypt ótta á fólk, so tey mistu álitið á øllum øðrum uttan leiðaranum. Hetta ger tað so nógv lættari hjá honum at manipulera og stýra fjøldini.

Leiðarin hevdar at vilja fría fólkið frá júst tí, sum hann sjálvur fremur við eini duldari, men heilt tilvitaðari og væl tilrættislagdari strategi, ið miðar ímóti at seta á stovn eitt stigskipað einaræði við leiðaranum á ovasta tindinum sum alvaldandi einaræðisharra.

Lumpar Q milliónir av fólki?
Tað einasta, sum skuldi til hesaferð, var, at ein navnleysur persónur, ið kallar seg Q, skumpaði fyrstu steinarnar, so ferð kom á skriðulopið, ið – næstan – endaði við einum statskvetti. QAnon-rørslan vaks nógv í vavi, tá samvitskuleys fólk, sum verða rúsað av valdi, sóu møguleikarnar í QAnon rørsluni fyri at misbrúka og vinna sær vald á øðrum. Slík menniskju vita, hvussu tey skulu orða seg fyri at rúnabinda vanlig, annars góð fólk og fáa tey til at taka undir við sær og gerast trúgv viðhaldsfólk, sum tey kunnu fáa til at gera næstan hvat sum helst.

Nógv halda, at QAnon í veruleikanum snýr seg um eina psykologiska roynd, hvørs endamál er at royna at lumpa nógvar milliónir fólk í heiminum. Royndin hevur víst, hvussu lætt tað er at heilatváa og manipulera kenslurnar hjá fólki, tá tey eru óttafull. Hetta hevur lært okkum, hvussu lætt tað er at seta eina kult á stovn og at fáa fólk til blint at trúgva øllum tí, tú billar teimum inn.

Svik og lokabrøgd finnast, men eru ikki neyðturviliga samansvørjingar
Tá fólk áhaldandi finnast at og leypa á allar serfrøðingar, granskarar, læknar, psykologar og journalistar, samstundis sum tey hálsfevna alternativar læknar og undirgrundsjournalistar uttan at seta spurnartekin við hesar, er hetta ikki tekin um, at hesi fólkini duga at hugsa sjálvi, sum tey halda seg gera – ella at tey eru serliga “tilvitað” og vakin. Nei, tað er tekin um, at tey grunda síni sjónarmið á kenslur og ótta og ikki á skilvísi og fakta.

Tað er einki skilvísi í at avnokta alla serfrøðina hjá nógvum milliónum fólkum kring allan heim, sum hava halgað sítt lív til at granska í og skilja sítt granskingarøki, bara tí onkur brotin skár eru ímillum. Koma serfrøðingar til skeivar niðurstøður viðhvørt? Ja. Hava teir av og á eina sjálvsøkna atferð? Ja. Men hvør hevur ikki tað onkuntíð? Sjálvsagt hava øll tað. Tað er menniskjansligt. Finnast fyritøkur, sum misnýta onnur til at vinna sær pening á óetiskan hátt? So avgjørt. Men finnast tað ikki eisini fólk í ymiskum trúarbólkum, sum gera tað sama? Jú, tað hendir eisini. Finnast embætisfólk, sum lúgva og taka ímóti mutri t.d.? So avgjørt. Men eru ikki eisini svikarar og lygnarar í trúarbólkum, sum gera nett tað sama? Jú, tað gera tey. Finnast gølujagstrandi miðlar, sum fyri at vekja ans snara sannleikanum, so hann ikki er at kenna aftur? Ja, avgjørt. Men merkir tað, at allir miðlar gera so allatíðina, og at ein als ikki kann líta á nakran miðil? Nei, sjálvandi ger tað ikki tað.

Um ein vil, er ikki torført at leita fólk upp alla møguliga staðni, sum svika og lumpa, lata seg keypa fyri pengar og/ella eru illa upplýst um tingini. Menniskju eru menniskju, likamikið hvar tú ferðast.

At tað finnast fólk, sum gera seg sek í óetiskari atferð, er ikki prógv um, at øll vinnan ella fakøki, sum tey arbeiða í, er grundað á ella tekur undir við hesari atferð. Tað er einans prógv um, at hesi fólkini eru so. Líknandi atferð kemur fyri líkamikið hvørjum samanhangi, ein er í. Tað er eingin umbering fyri beinanvegin at kolldøma og sáa misálit á ella hava illgruna til alt fakøkið, hesi fólkini arbeiða í.

Alternativar keldur kunnu manipulera eins nógv og aðrar keldur
Sannleikin er, at heilsuverkini, granskingarstovnarnir og teir stóru viðurkendu miðlarnir, sum miðla vitan til fólkið í ymiskum londum, eru undir nógv meira nágreiniligum eftirliti og umsjón enn tilvildarligar pseudovísindaligar heimasíður á internetinum eru tað – íroknað the dark web.

QAnon billar viðhaldsfólkunum inn, at allar tær kendu og virdu tíðindatænasturnar í heiminum eru við í eini alheims samansvørjing. Hetta hóast tíðindini allatíðina verða skrivað og miðlað frá sekundi til sekund av milliónum av ymiskum starvsfólkum, sum arbeiða í túsindavís av miðlum í fleiri hundrað londum. Tað er næstan ein automatreaktión hjá QAnon-viðhaldsfólkum at halda, at um eini tíðindi vera borin í viðurkendu tíðindatænastunum, ja, so eru tey følsk – sum um allar milliónirnar av starvsfólkum, ið arbeiða í hesum miðlum, eru lygnarar, ið als ikki duga at hugsa sjálvi, men verða stýrd av einum loyniligum felagsskapi. Koma tíðindi harafturímóti frá alternativum keldum, sum ofta als ongar keldur vísa til, ja, so eru tey røtt sum av sær sjálvum og verd at trúgva.

Sannleikin er, at óheftir undirgrundsmiðlar kunnu manipulera og lúgva akkurát líka nógv sum viðurkendu tíðindamiðlarnir kunnu. Hetta sóu vit m.a. í villeiðandi dokumentarfilminum “Plandemic”, framleiddur av Mikki Willis, ið er kendur fyri at miðla falstíðindi og samansvørjingarteoriir. Filmurin kom m.a. við uppáhaldinum, at tað at lata seg í munnbind gjørdi koronavirusið meira virkið. Einki skilvísi ella vísindaligt prógv er í hesum uppáhaldi, men nógvar milliónir fólk trúðu tí og sendu boðskapin víðari til onnur.

Við tilvitaðari ritsjórn, klipping og tónleiki kunnu ‘dokumentarfilmar’ lættliga tekna eina ranga mynd við vilja fyri at fáa síggjararnar til at fáa eina ávísa kenslu. Sjónvarp er ein sterkur miðil, og tey sum vilja misbrúka hetta, kunnu lættliga brúka psykologiska og kensluliga manipulatión fyri at sannføra fólk um, at tey falstíðindi, filmurin miðlar, eru verulig. Men tað merkir ikki, at tey veruliga eru tað.

Trúgva ikki serfrøði, men vísa kortini til serfrøði…?
Nógv hava illgruna til serfrøðingar, men kortini vísa tey av og á til “serfrøði”, tá tey skulu sannføra onnur um okkurt. Onkur lækni, sum av onkrari orsøk hevur gjørt seg til óvins við felagar sínar innan læknafrøðina og kanska vil gera vart við seg fyri at fáa uppreisn onkursvegna, kann t.d. leggja eitt videobrot út, har hann ella hon t.d. heldur uppá, at koronafarsóttin ikki er ein verulig farsótt. Fólk deila brotið og siga: “Hygg! Hetta sigur ein lækni!” Í veruleikanum avdúkar tað bara, at tey viðganga, at læknaserfrøði hevur týdning. Læknar brúka nógv ár av sínum lívi til at blíva serfrøðingar, so vit kunnu hóast alt semjast um, at serfrøði hevur nakað at týða.

Men hví brúka læknar sum sannleiksvitni fyri at økja um trúvirðið í einum uppáhaldi, bara tá teir siga okkurt, ein er samdur við teimum í? Hví ikki lurta eftir øllum hinum milliónunum av læknum, sum siga tað beint øvuta? Hví vera so lættliga til fals fyri nøkrum heilt fáum víðgongdum læknum – serliga tá teir ikki so frætt sum eru serfrøðingar í teim smittandi sjúkunum, teir breiða seg um? Hví ikki trúgva tí, sum nógv tann størsti parturin av læknunum siga, ella sum teir læknar, ið veruliga eru serfrøðingar á økinum, siga?

Flest fólk vita lítið ella einki um, hvussu heilivágur virkar, og hvussu vísindalig heilsugransking fer fram. Tá ein onga útbúgving hevur í hesum og ongantíð hevur fingið undirvísing í tí, er tað ómetaliga hástórt og hugmóðigt at halda uppá, at okkurt, ein hevur hoyrt ella lisið um á internetinum, er meira satt, enn tað, sum tey fólkini siga, ið hava brúkt áratiggju uppá at lesa og granska heilsuvísindi, og sum hava kannað, nároynt og eftirmett óteljandi granskingarúrslit hjá hvørjum øðrum.

Veruleikin yvirhálar átrúnaðarliga sannføring
Næstu ferð tær nýtist eina lívbjargandi skurðviðgerð, hevði tú so valt at farið til ein persón, sum ikki er góðkendur lækni, og sum onga útbúgving hevur í skurðviðgerðum? Næstu ferð tær nýtist bráfeingins tannlæknahálp, hevði tú so valt at litið á onkran, sum ongantíð hevur fingist við tannviðgerðir fyrr og grundar sína viðgerð í onkrum, viðkomandi hevur lisið ella hoyrt um á internetinum?

Tað átti at verið sjálvsagt, at tað ger ein ikki. Men kortini leggja fólk verulig fakfólk undir illgruna ferð eftir ferð, meðan tey hálova alternativari “anti-mainstream” propagandu frá fólkum, sum ofta onga útbúgving ella vitan hava innan serøkið, tey tosa so brasin um.

Samfelag okkara revsar serfrøðingarnar, tí so mong eru farin at síggja samansvørjingar allastaðni, har tey óttast fyri, at øll lúgva fyri teimum, og at samfelagið er stýrt niður í minstu smálutirnar av fyritøkum og stovnum, sum aftur eru stýrdar sum marionettdukkur av onkrum loyniligum alheims felagsskapi. Ikki fyri at siga, at peningur onga ávirkan hevur, ella at tað ikki finnast fólk, sum misbrúka sítt vald, ella at tað ikki finnast fyritøkur, sum gera mistøk ella ikki altið hava so etiska framferð. Sjálvandi finst tað. Men vit mugu ansa eftir, at ótti og paranoia ikki fær okkum til at vísa alla ta granskingina og vitanina frá okkum, sum veruliga hevði kunnað hjálpt okkum – t.d. vitanina um, at munnbind við 100% vissu seta ferðina av spjaðingini av koronavirussinum niður.

Hvussu skjótt munnu tey somu fólkini, sum nokta at taka vísindi í álvara, kortini ringja til 112 og koyra við sjúkrabilinum á sjúkrahúsið, tá tey koma í eina heilsuliga neyðstøðu? Sjálvt “The Law of Attraction”-drotningin, Esther Hicks, sum hevur brúkt nógv ár uppá at sannføra fólk um, at vit kunnu lekja okkum sjálvi við sinni okkara, endaði við at senda mannin hjá sær, Jerry Hicks, í kemoterapi, til hann tíverri doyði av krabbameini. Fram til dagin í dag, er torført at finna beinleiðis upplýsingar um hetta, tí tað gongur beint ímóti øllum tí, tey í “The Law of Attraction” undirvísa onnur í.

Hetta er bert eitt dømi um, hvussu veruleikin yvirhálar átrúnaðarligu sannføringina hjá menniskjum. Til ber sjálvandi at trúgva tí, ein vil, men í síðsta enda sigra vísindi og sannleikin. Bara spyr teir “breatherianarnar”, sum doyðu, tí fólk billaðu teimum inn, at teir kundu liva bara av “prana” (luft) og ongum øðrum.

Størsta samansvørjingin er okkara egni heilaspuni
Á sama hátt sum vit hyggja aftur í tíðina og rista við høvdinum at tí, fólk trúðu fyrr í tíðini, haldi eg, at fólk í framtíðini fara at rista við høvdinum at okkum og okkara núverandi sannføringum. Skal mannaættin yvirliva, má hon menna sítt skilvísi. Koronatíðin hevur víst okkum, hvussu nógv arbeiði vit enn hava eftir at gera.

Tað má vera øgiliga strævið at liva í áhaldandi ótta og paranoia, tí ein heldur, at øll verðin er offur fyri eini loyniligari ráðagerð. Men størsta samansvørjingin er í veruleikanum tann, okkara egni heilaspuni fremur, tá vit billa okkum inn, at so nógv er nakað annað enn tað, tað sær út til at vera – og at tað altíð býr okkurt aftanfyri, har onkur vil okkum ilt.

Er tað nú so løgið, at samfelagið ikki er fullkomið? Samfelagið, sum vit kenna tað, er jú spildurnýtt. 99,9% av tilveruni hjá menniskjum í dag líkist á ongan hátt tilveruni, sum hon var fyri ættarliðunum frammanundan. Vit vaksa upp og síggja bara heimin, sum hann er í løtuni. Tá hetta er alt, vit kenna til, so bera vit okkum at, sum um hetta er heilt vanligt. Men í veruleikanum eru vit fyrsta ættarliðið, sum livir í einum samfelag, sum tað sær út júst nú.

Er tað tá so løgið, at vit enn er í einari tilgongd, har vit eru í ferð við at finna út av øllum? Er tað tá so løgið, at alt virksemi t.d. innan samskifti, búskap, orku, og vitanardeiling er rættiliga nýtt og tí ikki fullfíggjað? Ja, fólk verða bæði trá- og misnýtt og login fyri, men hava vit vissu fyri, at tað altíð er við beráddum huga ella partur av eini yvirskipaðari ætlan? Fólk eru jú nústani við at finna út av, hvat er rætt og rangt í nógvum ymiskum nýggjum høpum, sum tey lítið ella einki vistu um frammanundan. Tá traðkar onkur sjálvandi skeivt onkuntíð og lærir vónandi av sínum mistøkum. Alt, sum er galið, er ikki neyðturviliga tekin um óndan vilja.

Forfedrarnir, ið upplivdu svarta deyða, venda sær í grøvini
Einaferð kemur ein farsótt við nógv hægri deyðatali enn koronafarsóttin, sum vit ikki fara at vera før fyri so lættliga at vinna á – í øllum førum ikki grundað á royndirnar, vit hava gjørt okkum við koronafarsóttini. Tað er lætt at gloyma fortíðina, sum vit ongantíð hava upplivað sjálvi. Vit hava ongantíð upplivað lívið, soleiðis sum tað var, áðrenn læknafrøðiligu framstigini vóru gjørd, sum vit njóta gott av í dag, og áðrenn vit høvdu tey koppingarevni, vit hava í dag.

Men einaferð í tíðini upplivdu fólk eitt ræðuligt tíðarskeið, tá ein einstøk farsótt – svarti deyðin – drap millum 50 og 60 prosent av øllum fólkinum í Evropu. Tað hevði svarað til, at um 370 til 400 milliónir fólk doyðu, um tað var í dag. Um vit sóu fleiri milliónir fólk doyggja kring okkum, høvdu vit uttan iva havt eitt annað sjónarmið um vísindaligu og læknafrøðiligu framstigini, sum vit í løtuni taka fyri givið.

Tey fleiri hundrað milliónir fólkini, sum livdu tá, og sum doyðu ella mistu teirra kæru orsaka av sjúkum, sum læknafrøðin í dag lættliga vinnur á, høvdu vent sær í grøvini, um tey vistu, at framtíðar ættarlið fóru at menna tøkni, vitan og heilivág, sum kundi bjarga milliónum av lívum, men at fólk fóru at nokta at brúka hesa vitanina, tí tey ikki litu á ella virdu læknar og granskarar, bara tí at óútbúgvin, óvitandi og/ella villeidd fólk, sum royna at fáa uppmerksemi á internetinum, kalla tey, sum trúgva uppá vísindi, fyri “seyð”.

Narsissisma og sjálvsøkni vundið alt meira uppá seg
Latið okkum staðfesta einaferð með alla: Tey flestu, sum brúka munnbind, gera tað ikki, tí tey eru óttafull. Tað snýr seg um etikk – um at gera tað rætta. Tað snýr seg um at verja og hava fyrilit fyri øðrum og at hava vilja til at gera nakað, sum neyvan kann rópast eitt “offur” samanborið við, hvat so mong onnur hava verið noydd til at gera ella vera fyriuttan.

Men at síggja til hevur sannleikin lítið at siga fyri tey, sum nokta at brúka munnbind, tí at hetta sbrt. teimum sjálvum skal eitast fyri at ganga út yvir teirra “frælsi”. At gera akkurát, sum tey hava hug til, er tað mest umráðandi fyri tey. Við øðrum orðum: at sleppa sær undan ábyrgd og flýggja inn í reinan átrúna, sum einki hald er í vísindaliga ella faktuelt. Gud forbjóðið, at tey skulu noyðast at rannsaka seg sjálvi og sína egnu sannføring, hóast tað hevði verið tað mest gagnliga fyri tey. Nei, tað er alt ov strævið og møtimikið.

Koronafarsóttin hevur avdúkað, at sjálvsøkni og narsissisma hevur vundið alt meira uppá seg í okkara sundurbýtta heimi. Nógv eru sum særd børn, ið ikki tora at vera einsamøll av ótta fyri at vera sett andlit til andlits við skuggasíður sínar. Tey vilja heldur fara út til alskyns tiltøk og spjaða eina deyðiliga sjúku enn at møta tøgnini og sita í frið heima í einsemi. Tíðin hevur víst, at fólk eru frá sær sjálvum av longsli eftir fyri einhvønn prís at verða ásannað og viðurkend í samveru við onnur, hóast tað merkir, at tey kunnu koma til at skaða onnur ella seta lív í vága.

Fólk, ið halda seg vera vakin, eru ofta tey blindastu
Vit hava í seinastuni, meðan ein deyðilig farsótt hevur herjað, sæð dømi um, at kend, priviligerað fólk – harímillum sokallaðir ‘ávirkarar’, jogalærarar og andaligir vegleiðarar og onnur fólk, sum siga seg at vera “vakin” – hava íðkað síni framíhjárættindi við at ferðast til lond, har stórt fátækradømi ræður, eftir øllum at døma fyri at dyrka “sjálvsmenning” og “víðka sína tilvitsku”. Tey hava ósmæðin víst seg fram á Instagram, hvussu “frí og fræls” tey eru har millum tey litríku fólkasløgini, tey hava vitjað. Tey klína hesar Instagram-myndirnar beint upp í andlitini á teimum, sum hava ofrað so nógv fyri at verja onnur við vanda fyri at missa lív ella heilsu.

Meðan tey sjálvútnevndu “vaknu” fóru til alskyns tiltøk at stuttleika sær ella “menna seg”, arbeiddu sjúkrarøktarfrøðingar og onnur ótroyttiliga á hermótinum alt samdøgrið runt dag eftir dag í longri tíð í royndini at bjarga lívum. Tey eru tær sonnu hetjurnar. Ikki tey sonevndu “vaknu”, sum sjálvsøkið krevja “frælsi” til at gera akkurát, sum tey hava hug til uttan fyrilit fyri øðrum.

Hvussu hevði verið, um tað at vera “vakin” og at “víðka sína tilvitsku” í veruleikanum merkti, at fólk av álvara settu seg inn í tað, sum tey hava so sterkar meiningar um? At útbúgva seg sjálvan merkir altso ikki bara at lesa nakrar greinir á internetinum, sum vátta tað, ein trýr frammanundan, og so senda greinirnar víðari á sosialu miðlunum.

Í veruleikanum tekur tað ár at útbúgva seg og enn longri tíð at blíva serfrøðingur innan eitt vitanarøki. Men hjá summum er tað opinberiliga nóg mikið at lesa onkrar greinir, tey finna á netinum, evt. hava nakrar “djúpar” samrøður um tað í onkrum ekkorúmi onkustaðni, har fólk eggja og øsa hvørt annað og rúsa seg í sjálvstimbran, og síðani fara út at stríðast av øllum alvi fyri hesum illa grundaða sjónarmiði. Tað hevur einki við rætta gransking at gera – og tað er hvørki “vakið” ella serliga “víðkandi” fyri tilvitskuna.

Samansvørjingarteoriir gjørdar fyri at gera fólk lættari at manipulera við
Tá eg hyggi kring meg og síggi fólk, sum fegin vilja brúka munnbind fyri at verja onnur, síggi eg ikki ótta. Eg síggi samkenslu. Eg síggi empati. Tá eg síggi fólk, sum nokta at fara í munnbind, har tað er kravt, síggi eg sjálvsøkni. Eg síggi børn í vaksnum kroppum fáa hýsterisk herðindi. Eg síggi fólk, sum siga: “Eg leggi einki petti í títt lív.” Tey halda seg kanska stríðast eitt frælsisstríð, men eg síggi meira eina fjøld av sjálvsøknum einstaklingum, ið eru fullkomiliga hugsavnað bara um seg sjálvi og teirra egna tørv.

Tey, sum skulu eitast fyri at vera so snild og “vakin”, billa sær inn, at hini eru tey býttu og góðtrúnu, ið lata seg lumpa. Men í veruleikanum eru tað tey sjálvi, sum ikki duga at gjøgnumskoða, at allar hesar samansvørjingarteoriirnar t.d. um New World Order og Illuminati, sum tey trúgva uppá, júst eru tilvirkaðar við tí fyri eyga at halda fólki føstum í ótta og illgruna til serfrøði og vísindi, so tey lættari geva seg undir andaligar manipulatorar at trúgva blint uppá ístaðin – t.d. tann sonevnda Q.

Tað syrgiliga er, at fólk, sum leita eftir “sannleikanum” í bólkum, ið byggja sítt samhaldsfesti á fíggindamyndir og hatur (so sum t.d. QAnon), finna ongan frið – bara meira ótta, hatur og stríð.

Ver til staðar, um tú vilt gera heimin til eitt betri stað
Koronatíðin hevur verið ein avbjóðandi og avdúkandi tíð. Kanska hevur tú mist sambandið við partar av vinaskaranum ella tú ert dottin burtur úr felagskapum, ið áður vóru ein stórur partur av lívi tínum. Tað kann kennast sum ein svárur missur, men kanska er tað ikki tað ringasta, sum kann henda. Kanska er gongdin bara ein endurspegling av tí persónliga vøkstri, tú ert farin ígjøgnum hesa tíðina. Kanska hevur tú í veruleikanum bara loyst teg úr gomlum haftum og fríað teg frá sjónarmiðnum, sum tú vart vaksin frá. Kanska er kenslan av einum stevnumiði greiðari í dag.

Høvi býðst nú til at raðfesta tað, sum veruliga er mest umráðandi fyri teg. Kanska er tíðin komin til at ríka tilveruna á ein annan, minni sjálvsøknan hátt og veruliga arbeiða fyri at gerast eitt betri menniskja. Ikki bara leita eftir einum veruleikafjarum egostimbrandi “fiksi” í ivasomum bólkum, sum í veruleikanum bara avbyrgja teg frá restini av heiminum og elva til sundurlyndi, klandur og stríð.

Um nøkur meining skal vera við hesum lívinum á hesari gongustjørnuni í hesi tíðini, má tað vera at vera til staðar – ikki at sleppa sær undan tí, sum er, men royna at fevna tað og læra av tí. Stutt sagt at vera til staðar her og nú á jørðini. Ikki seta seg yvir ella undir nakran ella nakað. Men bara vera við í tí, sum er. Gevast við at trúgva teimum, sum elva til ógrundaðar óttar einans fyri at vinna sær vald á tær. Og gevast við at geva teimum uppmerksemi, sum als ikki brýggja seg um teg – bara um at hava vald á tær.

Vilt tú veruliga víðka tína tilvitsku og gera heimin til eitt betri stað fyri teg og øll onnur at vera, so ver til staðar í løtuni, hav meira álit á onnur, hvørv ikki inn í heilaspuna, men varnast heimin, sum hann veruliga er – og ikki sum onkur ørvitisknokkur av einum samansvørjingarteoretikara við forfylgingarørsku fortelur tær, hann er.


Innihaldið í greinini er partvíst grundað á hesa greinina:
https://www.elephantjournal.com/2020/12/how-covid-exposed-the-narcissism-of-the-new-age-community/
Størri brot eru leysliga umsett ella ein umskriving av brotum úr omanfyrinevndu grein.
Sí eisini hesa greinina: https://www.justsecurity.org/72339/qanon-is-a-nazi-cult-rebranded/

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2021/02/17/samansvorjingarteoriir-sloda-fyri-hardradi/