Hanga vit enn fast í idealinum um fullkomnu húsmóðurina?

Perfekt-husmorApropos kvinnudagin í gjár. Hvussu langt er vit komin við javnstøðuni, tá tað kemur til hugburð okkara? Hanga nógv ikki uppá nógvar mátar enn føst í hugburðinum um kynini, ið ráddi í 60’unum (sum ráðini til kvinnurnar tá illustrera á myndini)?

Tað tykist í øllum førum meir enn so at vera hendan leiklutin, summir menn enn droyma um, at kvinnan átekur sær aftur. Og ein hoyrir eisini summar ungar kvinnur tala fyri nøkrum líknandi í dag: at tær síggja tað sum frælsi at vera heimagangandi og passa síni børn.

Alt gott um at vera heimaarbeiðandi, men ótrúligt, at fólk enn í 2020 so gott sum bara síggja kvinnur hóska í leiklutinum sum tann uppofrandi húsmóðurin. Havi enntá sæð summi fara so langt sum til at halda, at ALLAR kvinnur áttu at átikið sær hendan leiklutin aftur – sum um tað er tað einasta, kvinnur kunnu brúkast til. Tey, sum halda hetta kynsleiklutabýtið vera ideelt, hvussu kunnu tey ímynda sær, at allar kvinnur høvdu trivist í leiklutinum?

Eru heimagangandi menn “ómansligir”?
Persónliga kundi eg ongantíð droymt um at uppgivið mítt arbeiði fyri at vera húsarhaldskona fyri ein mann, passa børn- og einki annað! Tað hevði verið reint spill av mínum ressursum og evnum, og eg hevði mistrivist nakað so illa, varð eg tvingað til tað. Og by the way… tað finnast faktiskt eisini menn, sum høvdu elskað at havt heimagangandi leiklutin fyri útiarbeiðandi konuna, so hví kundu teir ikki eins væl kunnað átikið sær tann leiklutin uttan at skula óttast fyri at verða sæddir sum “ómansligir”?

Eitt er at seta eina æru í tað at vera heimagangandi og gera húsligt arbeiði. Tað er alla æru vert og alt gott um tað. Tað finnast uttan iva bæði kvinnur og menn, sum hava hug til at vera heimagangandi, hóast eg rokni við, at flestir menn neyvan høvdu viljað brúkt alla sína tíð upp á umsorganar- og húsligt arbeiði uttan at fáa løn afturfyri – fyri ikki at tala um óttan fyri stigmatisering.

Nakað heilt annað er, at eitt heilt kyn skal vera undirgivið hinum kyninum og tæna tí treytaleyst uttan samsýning afturfyri. Tað er tað sama sum trældómur, líkamikið um ein íklæðir tað romantiskar og nostalgiskar ímyndir av viðurskiftunum millum mann og kvinnu, har ein droymir um at endurskapa eina tíð, har “menn vóru menn” og “kvinnur vóru kvinnur”.

Hava vit gloymt upprunaorsøkina til stríðið fyri kvinnufrígering?
Er tað veruliga eina slíka fortíð, vit áttu at strembt eftir at fingið aftur? Tey, sum halda tað – hava tey gloymt orsøkina til, hví nógvar kvinnur ikki longur orkaðu tað mynstrið, sum var, og gjørdu uppreistur móti tí við at fara upp í kvinnurørsluna og stríðast í 100 ár fyri at frígera kvinnurnar frá trældómi?

Hóast vit kunnu siga, at flestar avleiðingar av hesum stríði hava verið fyrimunarligar og hava broytt samfelagið til tað betra, hevur menningin tíverri eisini havt onkrar minni hepnar avleiðingar. Av tí at bæði kyn í dag mugu brúka mesta av síni tíð til at arbeiða úti fyri at tjena nóg mikið til lívsins uppihald, so verða heimini og børnini kanska ofta meira forsømd enn fyrr. Tað er tað, sum uttan iva fær summi til at halda, at tað var “betri”, sum tað var fyrr.

Men loysnin er ikki at tvinga allar kvinnur heim aftur til grýturnar at arbeiða fyri onga løn, og aftur gera tær 100 % fíggjarliga bundnar av at hava ein (útiarbeiðandi) mann, og harvið eisini forða teimum í at geva sítt íkast til samfelagið á annan hátt, um tað er tað tær hava hug og evni til.

Lyfta heimaarbeiði upp til heiður og æru – vit at løna hetta arbeiðið
Nei, loysnin er heldur, at vit lyfta húsligt arbeiði upp til heiður og æru – meir enn nakrantíð fyrr – við at geva fólki, antin tað eru kvinnur ella menn, ið velja hetta yrki sum fullltíðarstarv, væl uppiborna løn afturfyri sítt arbeiði, soleiðis at tey ikki noyðast at vera fíggjarliga bundin av at undirgeva seg onnur, men kunnu klára seg sjálvi, antin tey eru í parlag ella ikki.

Um tað var eitt lønt arbeiði at vera heimagangandi og taka sær av heimininum, børnum, sjúkum og gomlum, so vænti eg ikki, at hetta arbeiðið hevði verið líka so undirmett, sum tað ofta er í dag, ella líka so knívskorið bundið upp á kyn.

Men tað krevur eina størri hugburðsbroyting, tí vit eru so von við at hugsa, at ein kvinna ikki er nøkur “ordilig” kvinna uttan so, at hon frívilliga átekur sær ólønta leiklutin sum tann uppofrandi húsmóðurin, ið ofrar sítt (búskaparliga) frælsi fyri at passa mann og børn, og at ein maður ikki er ein “ordiligur” maður, uttan so at hann fer út at arbeiða fyri at tjena pengar til familjuna.

Bæði kyn mugu luttaka í umsorganarkollveltingini
Eg havi einki ímóti, at foreldur velja at raðfesta síni børn. Tvørturimóti haldi eg, sum nevnt, at tey skulu hava uppiborna løn afturfyri at gera tað, tí øll børn hava uppiborið meira tíð og uppmerksemi frá foreldrum teirra. Men eg haldi ikki, at tað einans eigur at liggja á mammunum at taka seg burturúr arbeiðsmarknaðinum fyri at vera saman við børnunum.

Sonevnda “umsorganarkollveltingin”, fólk tosa um í dag, er avgjørt neyðug og tiltrongd, men eg óttist samstundis fyri, at hon kann gerast eitt afturstig fyri kvinnurnar, um menninir ikki eisini eru við. Tí um menn ikki eisini taka sín part heima, dragna kvinnurnar afturúr á arbeiðsmarknaðinum, umframt at (summir) arbeiðsgevarar aftra seg við at seta kvinnur, tí teir vita, at tær hava longri barnsburðarfarloyvi enn menn og eru tí ikki líka álítandi arbeiðskraft í teirra eygum.

Enn er tað tíverri soleiðis, at tað mest liggur á kvinnununum at gera harða valið: antin raðfestir tú tíni børn ELLA raðfestir tú títt arbeiði/karrieru. Einki millumting her. Tann ábyrgdin átti at verið betri býtt millum mann og kvinnu, so hvørki børn ella karriera verða forsømd, fyri tað um foreldrini bæði eru útiarbeiðandi. Eg skilji væl, at mammur vilja niður í tíð, tá børnini eru smá, so tær hava betri tíð til børnini. Men eg skilji ikki, hví menn ikki eisini vilja hava betri tíð til børnini.

Nei, tað er langt eftir á mál, áðrenn vit – hugburðsliga – røkka javnstøðu, har tað er líkamikið, hvør tað er, sum tjenar pengarnar, og hvør, ið ger hvat, bara øll sleppa at gera tað, tey hava best hug og evni til.

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2020/03/09/hanga-vit-enn-fast-i-idealinum-um-fullkomnu-husmodurina/