Er gjald fyri ferðslu í náttúruni nú veruliga so býtt?

SaksunØgilig øsing, sum er í løtuni um, at onkur bóndi ætlar sær at taka gjald fyri, at fólk ganga á hansara øki. Ja, eg kann saktans blíva nostalgisk eins og nógv onnur og halda, at tað er ein keðilig gongd, at nú kann mann ikki ganga nøkur ávís náttúruvøkur støð longur uttan at gjalda fyri tað. Men um vit nú hugsa eitt sindur longri, kann tað gott vera, at tað – at gjalda fyri at ganga ávís serliga viðbrekin støð – er ein farbær loysn uppá teir trupulleikar, sum ov nógv ferðsla av ferðafólki skapar hesi ávísu støðini.

Eg má siga, at eg havi í roynd og veru einki ímóti sum føroyingur eisini at gjalda eina minni upphædd fyri at fáa atgongd til nøkur av teimum mest árendu støðunum, um tað kann vera við til at hjálpa teimum lokalu við at fyribyrgja niðursliti og viðlíkahalda økini – og kanska tálma alt ov ógvusligum streymum av ferðafólkum á hesum støðum. Eg verið neyvan fátøk av tí, tí hvussu ofta gangi eg slík støð?

Eg haldi í veruleikanum ikki, at tað er fair, at tað bara skulu vera tey lokalu, sum skulu merkja ampan av ov nógvum ferðafólki. Eg havi einki ímóti at vera solidarisk og taka mín part av ampanum við t.d. at noyðast at gjalda eitt sindur fyri at ganga har, sum serligur vandi er fyri, at støðini verða niðurslitin – ella har ov nógv órógv er av ferðafólkum til ampa fyri íbúgvar og djóralív.

Har eru enn ein rúgva av støðum í Føroyum, ein kann ganga ókeypis, so eg síggi ikki persónliga nakra orsøk til at fara í panikk fyri tað, um tey mest árendu royna at fáa endurgjald fyri tann ampan tey hava av nógvu ferðsluni.

Ferðafólkastreymurin steðgar ikki í bræði
Tíðirnar broytast, og tað noyðast vit helst øll at liva við. Tað er ikki realistiskt, at vit kunnu venda við og fáa somu viðurskifti aftur, sum fyri bara 5-10 árum síðani. Umheimurin HEVUR varnast hesa perluna, vit eiga.

Visit Faroe Islands hava dugað væl og hava gjørt eitt sera effektivt marknaðarføringsarbeiði. Men eitt, sum vit kanska gloyma eitt sindur í øllum, er, at líkamikið, hvat Visit Faroe Islands hevur gjørt – ella um tey als einki høvdu gjørt fyri at marknaðarføra Føroyar sum ferðaland, so høvdu vit uttan iva kortini merkt ein nógv vaksandi ferðafólkastreym. Kanska hevði hann ikki vaksið líka skjótt – serliga tey ávísu støðini, sum eru nógv vitjað – men at vit høvdu havt nógv ferðafólk kortini, eri eg vís í.

Líka síðani eg var stjóri í Samviti frá 2007-2009, havi eg verið sannførd um, at fyrr ella seinni fór heimurin at fáa eyguni upp fyri perluni, sum Føroyar eru, um vit vildu tað ella ikki. Hetta kemst fyrst og fremst av sera skjótu tøknuligu menningini.

Í dag er so ræðuliga lætt og ómakaleyst hjá vanligum fólki at leggja myndir út á netið – á heimasíður og sosialar miðlar, Instagram, Facebook, Twitter, YouTube, Pinterest osfr. Í dag gongur hvørt mansbarn við fartelefon, sum kann taka betri og betri myndir – bæði stillmyndir og livandi myndir – líka so góðar sum einans tey bestu fototólini kundu taka fyrr, umframt at hvør kleyv kann keypa sær eina dronu fyri undir 1.000 kr.

Far bara t.d. á YouTube ella Instagram og leita eftir “Faroe Islands”. Har eru túsundavís av imponerandi myndum og videoum úr Føroyum, sum ferðafólk hava lagt har av egnum eintingum, og sum einki hava við Visit Faroe Islands at gera.

Myndirnar eru ótrúliga flottar og sera væl umtóktar, tí vit hava eitt ómetaliga vakurt land, sum lokkar nógv fólk til, bara tey síggja myndirnar. So tað var “bound to happen”, at kunnleikin til Føroya spjaddist um allan heim við løttu atgongdini øll hava til at spjaða tilfar – og at vit í dag tí uppliva eina sera skjótt vaksandi ferðavinnu.

So hóast Visit Faroe Islands gavst heilt við at marknaðarføra Føroyar sum ferðaland í dag, so er “loynidómurin” avdúkaður. Ferðafólkastreymurin letur seg neyvan steðga, og tað er spilt orka at berjast ímóti. Her mugu konstruktivar loysnir til, so neiliga árinið ikki fær yvirvág. Og tað merkir broytingar, sum í ávísum førum ganga móti siðvenjuni og tí kanska ikki altíð eru so væl umtóktar, men sum í síðsta enda kortini gagna okkum øllum.

Fyrimunir og vansar við ferðavinnu
Ferðavinnan ávirkar okkum øll – bæði neiliga og jaliga. Hon er til ampa fyri summi í summum førum – tað mugu vit viðurkenna og royna at finna loysnir uppá. Vit kunnu ikki lata eyguni aftur fyri, at ferðavinna kann leggja ov nógv trýst á ávís øki, og at okkurt má gerast við tað.

Men vit mugu heldur ikki gloyma, at í øðrum førum hava vit føroyingar eisini gleði av ferðavinnuni í og við, at hon er eitt gott ískoyti til samfelagsbúskapin, og at hon skapar nýggjar starvsmøguleikar t.d. fyri lesandi og kvinnur, sum áður hava manglað starvsmøguleikar í Føroyum. Ikki minst í útjaðaraøkjunum.

Føroyski almenningurin hevur eisini nógv størri og betri matstovuúrval í dag enn nakrantíð, tí ferðavinnan ger kundagrundarlagið størri. Haldi eisini, at Føroyar eru vorðnar størri og meira áhugaverdar onkursvegna.

Give and take…. So um eg gjaldi eitt sindur fyri gúngurnar, so fái eg tað innaftur fyri karusellirnar. Noget for noget, ha? Um tað kann fáa meira javnvág í, so tað ikki bara eru summi, sum skulu gjalda prísin fyri tað neiliga árinið av ferðavinnuni, hví ikki taka medábyrgd á henda hátt? 🙂

Bólturin liggur hjá politisku myndugleikunum
Eg tosi ikki um, at mann nú skal gjalda allastaðni, bara mann fer út um bøgarðarnar. Tað er heldur eingin, sum sigur, at vit skulu gera tað. Tað mugu vera mátar at forða fyri, at tað kemur inflatión í at taka órímiliga nógvar pengar frá fólki fyri at ferðast støð, sum als ikki eru undir trýsti (enn). Tað er ein uppgáva hjá politikarunum, sum teir eiga at taka í størsta álvara ongantíð nóg skjótt. Men nøkur støð eru undir serliga stórum trýsti, og okkurt má gerast fyri at verja tey serliga útsettu støðini. Hvussu loysa vit tann trupulleikan?

Vit mugu venja okkum við, at tíðirnar eru øðrvísi nú enn fyrr, og tað er nú einaferð soleiðis, at har eru ávís serliga viðbrekin øki, sum hava tørv á at vera serliga vard. Tað er tað, eg einki havi ímóti at vera við til at tryggja, at tey vera – m.a. við at góðtaka at gjalda fyri at ferðast júst hesi støðini, so vit varðveita okkara vakra land so óspilt, sum tað kann vera, til gleði fyri okkum øll.

Misskil meg ikki. Eg haldi ikki, at tað er rætt, at hvør Hanus og Janus, sum eigur ella forpaktar jørð onkrastaðni skal kunna krevja pengar frá fólki púrasta óskipað og ótalmað. Sjálvandi má slíkt skipast onkursvegnað, soleiðis at forðað verður fyri, at inflatión kemur í pengaspekulatión.

Men eg haldi ikki, at vit kunnu vera ósamd um, at summi serlig øki krevja serliga verju – og at tað má finnast ein loysn uppá tað. Eg sigi ikki bøndur ringar fyri, at teir sjálvir royna at finna onkra loysn, nú trýstið er blivið alt ov stórt á nøkur øki. Tí tað er, sum onkur sigur: Wild west… Myndugleikarnir hava sovið í tímanum. Og tað merkir, at privatfólk kenna seg noydd at finna uppá sínar egnu loysnir. Kanska ikki altíð bestu loysnirnar, men tað haldi eg ikki, vit skulu lasta teimum fyri. Heldur venda skjútsið rætta vegin.

Í mínari verð er eingin ivi um, at bólturin liggur fyrst og fremst hjá politisku myndugleikunum.

Kundu havt fyribyrgt verandi støðu
Í Samviti, sum bara var til í tvey ár frá 2007-2009, var ein deild, ið tók sær av innlendis ferðavinnumenning. Deildin var umleið líka stór sum deildin, ið tók sær av marknaðarføringini av Føroyum sum ferðaland. Men menningardeildin var niðurløgd saman við SamViti í 2009 av táverandi uttanríkisráðharra, Jørgeni Niclasen, og var ikki endurreist aftur fyrr enn í fjør!

Fá trúðu uppá møguleikarnar hjá Føroyum sum ferðaland tá. Men sum stjóri í SamViti var eg sannførd um, at Føroyar vóru “óuppdagað gull”, og at innrásin av ferðafólki fór at koma fyrr ella seinni – næstan líkamikið, hvat vit annars gjørdu við marknaðarføring. Eg var greið yvir, at skjóta tøkniliga menningin, internetið og altjóðagerðin fór at broyta alt, um vit vildu tað ella ikki. Tað fór ikki at bera til at halda “loynidómin” fyri okkum sjálvi í longdini.

Í SamViti løgdu vit tí øgiliga stóran dent á, at vit máttu fyrireika okkum til innrásina. Vit skipaðu millum annað fyri eini stórari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum um, hvussu vit skuldu byggja upp eina burðardygga vistferðavinnu í Føroyum. Vit varpaðu ljós á vistferðavinnu, tí vit vóru greið yvir, at ferðavinnumenningin mátti hava fyrilit fyri teim umhvørvisligu avbjóðingunum, sum fóru at koma, tá nógv fleiri ferðafólk fóru at ferðast í føroysku náttúruni.

Øll landsstýrisfólk, allir tinglimir og allir miðlar fingu innbjóðing at koma á ráðstevnu. Men hvat? Bert tveir politikkarar møttu – ein, tí hann skuldi seta ráðstevnuna (hann fór avstað aftaná fimm minuttir) og ein annar, tí hann var pápi ein av fyrireikarunum av ráðstevnuni. Ikki eitt einasta miðlafólk møtti. So har var lítil áhugi í at lurta eftir okkum. Nógv ristu bara við høvdinum at hesum hugtakinum – “vistferðavinna”! Hvat er hetta fyri fjas, tey nú finna uppá…?

Men vit vistu væl, hvussu umráðandi tað var, at marknaðarføringin og innlendis menningin fylgdust, og at íløgur máttu gerast í bæði, nettupp fyri at fyribyrgja støðuni, vit hava í dag. Men vit tosaðu fyri deyvum oyrum. Ógvuliga fá trúðu okkum, tá vit søgdu, at tað fór at vera ein trupulleiki, um vit ikki fyrireikaðu okkum betri til at taka ímóti fleiri gestum.

Strategiin at brúka allar ressursur uppá marknaðarføring vann, og innlendis menningin bleiv forsømd í nógv ár. Inntil í fjør. Eg eri vís í, at um fast varð hildið í táverandi strategiini, hevði menningararbeiðið verið komið 10 ár longri, og vit høvdu ikki havt nærtil so nógvar trupulleikar, sum vit hava í dag. Spell.

Kunnu ikki skrúva tíðina aftureftir
Men hent er hent. Ferðafólkastreymurin er vaksin og fer at vaksa enn meira. Honum kunnu vit, sum sagt, ikki bara steðga uttan víðari. Samfelagið fer at broytast, um vit vilja tað ella ikki. So um vit skulu gera okkum nakra vón um at varðveita bara eitt sindur av stýring, og ikki bara standa sum Kánus, so mugu politikkararnir taka seg saman ongantíð nóg skjótt.

Politikkarar mugu taka málið í nógv størri álvara og viðurkenna, at her mugu íløgur gerast fyri at tryggja, at ferðavinnan er burðardygg – ikki bara fíggjarliga, men sanniliga eisini umhvørvisliga – soleiðis at landið kann varðveitast so reint og óspilt, sum tað nú einaferð kann vera undir nýggju umstøðunum. Ferðavinnumenning kostar, ja, men tað kostar meira ikki at gera íløgurnar.

Vit kunnu í øllum førum ikki lata standa til. Aðrastaðni hava tey valt at taka gjøld frá fólki fyri at ferðast, har serliga nógv trýst er á. Tað er púra vanligt, at fólk gjalda fyri at fáa atgongd til serliga attraktiv støð, ið eru í serligum vanda fyri at vera niðurslitin – tað verið seg náttúruparkir ella søguligir bygningar t.d. Hetta er liður í at fáa fíggjarliga orku til at viðlíkahalda og varðveita hesi støðini í upprunastandi, umframt at tað tálmar streyminum og fyribyrgir ov ógvusligum niðursliti.

Tað er einki stuttligt, um vit kanska noyðast at gera tað sama í Føroyum, men tað er ikki realistiskt at halda, at vit kunnu skrúva tíðina aftureftir og fara aftur til gomlu friðaligu Føroyar næstan uttan ferðafólk. Trupulleikin veksur bara, um vit halda fast í at liva í nostalgisku ‘bobluni’. Vit sleppa ikki undan at gera nakað við trupulleikan – í øllum førum ikki, um vit eru góð við land okkara.

Hvat við føroyska autensitetinum?
Tað er gott, um fólk síggja nýggjar vinnumøguleikar í ferðavinnuni og royna at fáa okkurt burturúr við at bjóða ferðafólkum ymiskar vørur og tænastur. Hetta kann skapa nýggj størv og fáa nýtt lív í útjaðaran aftur t.d. Hin vegin ber ikki til at tvinga øll til at gera tað sama. Ein má virða, at summi vilja halda fast í at reka landbúnað, sum tey altíð hava gjørt. Eg haldi tað er gott, at onkur varðveitir siðbundnan bóndaskap – í øllum førum summastaðni – heldur enn, at ØLL partú skulu innrætta seg eftir tørvinum hjá ferðafólkunum. Hvar bleiv av føroyska autensitetinum, um ALT samfelagið skal broytast, bara fyri at tekkjast ferðafólkum?

Eg havi verið fleiri ferðir í Íslandi og sæð, hvat massaturisman hevur gjørt við íslendska samfelagið bara tey síðstu 10 árini. Og tað er ikki líka vakurt allastaðni. Ferðavinnan hevur á mangan hátt bjargað búskapi teirra, men tað hevur eisini kostað teimum nógv. Havi ofta hoyrt íslendingar sagt við føroyingar, vælsignaðir verið tykkum, gerið ikki sum vit, men haldið fast í tykkara egnu serkennum, heldur enn at ganga eftir stuttskygdum vinningi við at gera alt – eisini umbroyta tykkum – bara fyri at tekkjast ferðafólkunum. Tit missa bara tykkum sjálvi burtur í øllum. Lærið heldur av okkara feilum.

Um vit ynskja, at nøkur støð kunnu varðveitast, sum tey eru, heldur enn bara at verða innrættað eftir treytunum hjá ferðafólkunum, haldi eg, at tað er vert at umhugsa, um tað ikki er ein loysn í summum førum, at gjald verður kravt av fólki fyri at ferðast hesi ávísu útsettu støðini. Hetta hevur hjálpt aðrastaðni, so hví ikki her? Tað er uppgávan hjá myndugleikunum at finna út av, hvar gjaldast skal, hvør skal gjalda, hvussu vit skilmarka gjaldararnar, hvussu tey skulu gjalda, hvussu nógv, til hvønn, og júst hvat peningurin skal fara til.

Hvør loysn er annars, ið kann hjálpa uppá trupulleikan? At forða ferðafólki í at ferðast til Føroya? Nei, tað er sjálvsagt eingin loysn at avbyrgja Føroyar frá umheiminum. Tað ber neyvan til kortini. So einaferð enn: Hvat er alternativið?


Eitt sindur av íblástri uttanífrá

Í Danmark hava tey eitt Friluftsråd, sum hjálpir kommunum at gera skipanir fyri teirra náttúruvøkru støð: https://www.friluftsraadet.dk/kommuner/danskenaturparker/

Í USA eru mest vitjaðu náttúruvøkru støðini gjørd til nationalparkir, har fólk mugu gjalda fyri at sleppa at ganga / koyra:
https://politiken.dk/rejser/art6174819/Entré-til-nationalparker-i-USA-står-til-stort-hop

Avbjóðingarnar við burðardyggari ferðavinnu eru altjóða avbjóðingar, sum nógv royna at loysa:
https://theconversation.com/sustainable-tourism-is-not-working-heres-how-we-can-change-that-76018


Eitt sindur av íblástri frá Magnus Paula Poulsen

Her er ein viðmerking frá Magnus Paula Poulsen við nøkrum ítøkiligum uppskotum til, hvussu økið kundi verið skipað:

Tað lættasta hevði verið ein skipan sambært galdandi lóg, ið sá umleið soleiðis út:

1. Ferðafólk kunnu ganga ókeypis og einsamøll eftir varðagøtunum (og møguliga kundu aðrar leiðir verið gjørdar/góðkendar hjá fólki at ganga ókeypis og einsamøll, og at trygdin var í lagi).

2. Ferðafólk fáa greitt at vita, at tey annars ikki hava loyvi at fara uttangarðs uttan føroyskan ferðaleiðara. Her verður hugsað um lunnindi, trygd og náttúruverju.

3. At føroysku ferðaleiðararnir gjørdu beinleiðis avtalur við og avroknaðu við bóndurnar um eina samsýning fyri at fara uttangarðs. Á henda hátt kom eisini kapping í, og gjaldið var tengt at eini tænastu. Tað er ongin, sum sigur, at onkur bóndi t.d. bert vildi verið nøgdur við 10, 20 ella 30 kr pr høvd fyri ein túr í hagan. Og so høvdu fleiri møguliga bjóðað seg til, soleiðis at øll ferðafólkini ikki endaðu í teimum somu støðunum. Sjálvandi kundi bóndin sjálvur skipað fyri gongutúrum við ferðaleiðara. Soleiðis hevði mann stýr á bæði talið av turistum og trygdini hjá teimum, ið vildu ein gongutúr uttangarðs, samstundis sum mann virdi lunnindini hjá bóndum.

4. Og so ikki minst: Tey populeru/útsettu støðini skuldu havt kvotu á, hvussu nógv ferðafólk sluppu uttangarðs (t.d. x tal pr. dag/viku/mðr, hvat nú passaði staðnum best). Og tey høvdu hervið sjálvandi kosta meira, men tað er so, tá tað er stórur eftirspurningur í mun til avmarkað útboð.

5. Føroyingar høvdu frítt at fara, líka sum teir gera nú, sjálvt um teir ikki hava loyvi til tað, men gera tað allíkavæl, og bóndurnir tigandi samtykkja tað 🙂 (Um føroyingar fara í ferðalagi við ferðaleiðara, so verða somu reglur galdandi sum fyri ferðafólk.)

Á henta hátt verður hildið stýr og tal á ferðafólkum, ið ganga uttangarðs, gjøgnum ferðavinnuna, og øll møgulig gjøld fyri at ganga uttangarðs eru tengd at einum tilboðið, ið umfatar ferðaleiðara.


Viðvíkjandi klagunum frá Visit Faroe Islands um galdandi lóggávu, so haldi eg, at ferðavinnan bara kann byrja á staðnum – bottom up – við teimum tilboðum, ið tey longu bjóða út og praktiserað. Ferðavinnustovurnar nýtast ikkia at ringja til allar 477 bóndurnar. Tey kunnu ringja til teir, hvørs hagar tey vitja, og gera eina avtalu um at fara uttangarðs. So er alt sambært galdandi lóg.

Atlit at taka:

1. Náttúran má verjast
Nøkur støð eru longu yvirrend. Bóndurnir vita hvørji tey eru. Og her burdi eisini ein náttúruverndarlóg verið galdandi, sum t.d. setti kvotur á yvirtroytt og viðbrekin støð

2. Virksemi hjá bóndum má virðast
Lunnindini eru ymisk frá haga úr haga, seyður, gæs, fuglur, eggræning, haruskjóting osfr. Bóndin veit, hvar fólk koma at órógva, og sær, nær tað gongur skeiva vegin. Hetta má virðast.

3. Ferðavinnan biðjur um loyvi at fara júst har tey ætla sær.
Tey vita, hvar tey vilja vitja. Og vita, hvør festari varðar av tí lendið, ið tey vilja ferðast á. Tað kann ikki vera so ringt at skipað so fyri, at tey hava loyvi frá øllum, hvørs lendi tey vilja gagnnýta.

At broyta lóggávuna soleiðis, at ferðavinnan fær eitt fríkort at fara allastaðnis, er ikki ein gongd leið. Hvørki fyri náttúruna ella bóndurnar. Og í seinasta enda heldur ikki fyri ferðavinnuna, um hon slítur tey bestu støðini niður.

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2019/03/15/er-gjald-fyri-ferdslu-i-natturuni-nu-veruliga-so-bytt/