«

»

Oct 27 2017

Print this Post

Er #metoo bara humbukk og tvætl?

MeTooEg veit ikki, hvat onnur halda, men sjálv fekk eg næstan morgundrekka í rangastrúpan, tá eg hoyrdi klummuna í útvarpinum í morgun. Klumman gjørdi nógv burtur úr at speireka og lítisgera #metoo rørsluna og láturliggjørdi tær kvinnur, sum hava sett hashtaggið #metoo á vangar sínar á sosialu miðlunum.

Klummuskrivarin vildi vera við, at tær flestu av teimum – í berari politiskari korrektheit – bara blint fylgja einum mótafyribrigdi, sum “í veruleikanum ikki er annað enn eitt ketubræv”, ja, tað “reina humbukk og tvætl”! Tær eru allar farnar “upp at garta og rópa í holið á hvørjum øðrum um sexchikanu” bara tí tær ikki vilja vera uttanfyri “tað góða selskapið”, helt klummuskrivarin.Álvaratos… “góða selskapið”? Sum um tað er nakað at reypa sær av at skelta við at hava verið fyri kynsligum ágangi!

Klummuskrivarin royndi at krógva seg aftanfyri ein skjøldur av sarkasmu, men boðskapurin er í grundini eitt bakbit, sum fer út um mark fyri sømiligheit í sínari háðandi útspilling av teimum skeivu fólkunum. Eg undraðist stórliga á hesar sera víðgongdu niðurstøður og var ikki sørt paff og hørm um, hvussu ivi soleiðis verður sáddur um sanngildið í #metoo átakinum og trúvirðið hjá øllum, sum hava luttikið í tí, hvør skal siga, at tey als ikki eiga at verða tikin í álvara, og enn minni sjálvt átakið.

Ivasom kanning brúkt sum próvgrund
Fyri at grunda uppáhaldini í klummuni var víst á eina ivasama kanning, sum skuldi eitast at vísa, at hóast 25% siga seg at hava verið fyri kynsligum ágangi, so hava í veruleikanum bara 5% uppliva ‘veruligan’ kynsligan ágang. Men har var einki sagt um, hvat fyri kanning, talan var um, og hvar kanningin setur mark millum, hvat er kynsligur ágangur og ikki. Meg lysti at vita, hvør hevur gjørt hesa kanning, hvar hon er gjørd, hvussu nógv hava luttikið, hvussu hon er gjørd, og við hvørjum metingarstøði og endamáli, áðrenn eg kann taka slíkt uppáhald í álvara.

Eg ivist nevniliga ikki eina einastu løtu í, at tær kvinnur (og menn) í Føroyum, sum í kjalarvørrinum av altjóða #metoo rørsluni hava valt at seta #metoo taggið á sína vangamynd, hava serstakliga góðar grundir til at gera tað. Orsøkin til, at eg ikki ivist, er nettupp tí, at hesi fólkini heilt vist eru púra greið yvir, at soleiðis sum ráðandi hugburðurin er í dagsins samfelag, so taka tey ein váða á seg við at gera tað – nevniliga at gerast mál fyri sneytandi forvitni, ákærum um at lúgva og spottandi reaktiónum sum t.d. tær hjá klummuskrivaranum. Hvør ynskir at koma í slíkt skotmál? So tað er avgjørt ikki nakað, ein bara lættliga ger. Tað skal dirvi til. Tí eingin skal billa mær inn, at nakar sjálvboðin tímir at stíga fram sum offur í eygunum á almenninginum, uttan so at tey meta tað alneyðugt – t.d. fyri at gera vart við eitt álvarsmál.

Tora ikki at bróta tøgnina av ótta fyri eyðmýking sum hesari
Les bara Vikuskiftissosialin, har skrivað verður um hetta álvarsmál, har journalisturin vísir á, hvussu nógvar kvinnur av teimum, hon spurdi og sum hava brúkt #metoo hashtaggið, siga, hvussu glaðar tær eru fyri, at fólk í Føroyum eisini hava tikið undir við átakinum og harvið eggjað fleiri til at traðka fram, so trupulleikin við kynsligum ágangi endiliga kann sjónliggerast og viðgerast alment, men at tær kortini ikki tora at fortelja sína søgu av ótta fyri avleiðingunum, tí tær eru so ávirkaðar av skakandi hendingunum, tær hava verið úti fyri, og orka ikki ta eyðmýking aftrat, sum tær eru í vanda fyri at uppliva við at bróta tøgnina.

Hóast klummuskrivarin í morgun royndi at binda um heilan fingur og hindra møguligum kritikki við at siga, at sexchikana sjálvandi kann vera álvarslig fyri tey, sum tað rakar, og eigur ikki at verða told, so er allur tónin og tann opinberiliga vanvirðingin av #metoo átakinum í mínum eygum kortini at skilja sum ein greið niðurgering av øllum teimum, sum hava tikið átakið í álvara og hava valt at standa fram á henda hátt fyri at gera vart við ein reellan trupulleika. Hesar illa krógvaðu og grovu illgitingarnar hjá klummuskrivaranum um, at flestu fólkini, sum nýta #metoo hashtaggið, beinleiðis lúgva, er eitt typiskt og symptomatiskt dømi um, hvussu treyðugt nógv(ir menn) tíverri vilja viðurkenna og taka tey í álvara, sum ynskja at varpa ljós á problematikkin við kynsligum ágangi.

Kappast um, hvør er mest offur fyri hinum kyninum
Klumman er eitt rættiliga týðiligt tekin um lyndið hjá nógvum (mest monnum) til at koyra skýklapparnar niður fyri eyguni, lítisgera evnið og siga: “Jamen, so ringt kann tað ikki vera” – ella venda tí móti kvinnunum og siga: “Harragud, ver ikki so sart” – ella sum summir gera – avleiða tað við at siga: “Jamen, menn eru eisini offur fyri kynsligum ágangi”, sum um, at so er eingin orsøk til at tosa um menn, sum útseta kvinnur fyri kynsligum ágangi. Sum um tað snýr seg um, at kynini skulu kappast um, hvør er mest offur fyri hinum kyninum!

Tað er, sum um nógvir menn eru púra blindir fyri trupulleikanum við kynsliga ágangandi atferð, sum øll hagtøl tíverri vísa, at persónar av teirra egna kyni fremja mest, antin teir vilja viðurkenna tað ella ikki. Flestir menn tykjast at fortreingja og beinleiðis fornokta hetta rætt og slætt, tí teir halda seg jú ikki gera tað sjálvir – og so er trupulleikin ikki til, væl? Kanska síggja teir ótilvitað upp til teir menn, sum tora at fara um mørk hjá kvinnum fyri at hevja seg upp um tær. Hygg bara at Hollywood actionfilmum og telduspølum hjá einhvørjum dreingi í dag, gjørdir av monnum fyri menn, og síggj tað harðskapsdyrkandi, valdsbannsetta og vøddabølnandi idealið, sum verður dyrkað har. Kanska er henda harðrenda, sjálvshevdandi og ráðaríka atferðin, sum onnur mugu svíða fyri, vorðin ein so inngrógvin partur av tí macho-idealinum, sum nógvir menn tykjast at hava, at slíkt nærmast verður hildið at vera “normalt” og “náttúrligt”, og tí einki at “grenja” um.

Tiltrong tiltak, sum kann lata eyguni upp hjá fólki
Hví fara so nógvir menn beinanvegin í verjustøðu, tá onkur ger vart við vandamálið? Hví ikki heldur fara saman við teimum, sum mótmæla, og aktivt taka frástøðu frá slíkum óvirðiligum atburði? Hví hava teir so ilt við at viðurkenna, at vit hava øll ein trupulleika av kynsligum ágangi? Hví beinanvegin døma og niðurgera tey, sum eru við í #metoo rørsluni, heldur enn at síggja rørsluna sum eitt kærkomið, reelt og tiltrongt átak, sum kann lata eyguni hjá fólki upp fyri, at her er okkurt galið, sum vit mugu gera nakað við? Her er eitt misjavnt valdsbýti onkusvegna. Til ber jú ikki at finna eina loysn, fyrr enn trupulleikin verður eyðmerktur. Hví er tað so torført bara at lurta eftir teimum, sum á henda hátt gera vart við eina óakseptabla atferð og stuðla teimum í at bróta tøgnina, so tey tora betur at tosa hart um tað, sum teimum hevur verið fyri, so vit kunnu fáa í ljósmála, hvussu umfatandi trupulleikin er.

Ístaðin brúka fólk (tíverri serliga menn) orkuna uppá at sláa alt upp í glens, láturliggera og venda skjútsinum burtur frá teimum, sum fremja ágangin, móti teimum, sum ditta sær at mótmæla hesi óakseptablu atferð, og gera tey soleiðis til dupult offur – fyrst fyri kynsligum ágangi og harnæst fyri almennari speireking og eyðmýking. Henda viðferðin tykist mær alt meira meinlíkt tí viðferð, sum tey littu og tey samkyndu hava liðið undir í yvirmát í teirra drúgva stríði fyri javnstøðu móti diskriminatión.

Tað skal dirvi til at vera solidariskur
Heldur enn øll hesi lokabrøgdini fyri at fjala ófjálga veruleikan, hvat við at fara uppí eitt hart tiltrongt kjak um, hvar mørkini eiga at ganga, og hvat ein virðilig atferð má vera – serliga hjá teimum, sum hava yvirtakið í eini relatión. Um vit minkaðu mest møguligt um valdsmisnýtslu, so sum kynsligan ágang, hevði tað einans verið til fyrimuns fyri øll. At gera vart við slíkt, hevur einki við “politiska korrektheit” at gera. Tvørturímóti haldi eg, at tað er sera djarvt av øllum hesum kvinnum at siga frá, hvat tær ikki vilja finna seg í. Ein skuldi heldur klappað fyri teimum, sum tora tað, heldur enn at gera gjøldur við teimum.

Hvat nú um menn eisini tordu at traðka fram – at teir tora at fara í part við kvinnunum móti kynsligum ágangi, tora at standa ímóti bólkatrýstinum, sum trýstir teir inn í eina ávísa hugmynd av, hvat ein “rættur maður” er, og tora at taka sína ræðslu fyri at vera ákærdir fyri at vera mammudreingir og kventlar, bara tí teir standa saman við kvinnum, við hornunum. Hví tora fleiri menn ikki tað?

Átti at givið eina treytaleysa umbering
Klumman í morgun er í sjálvari sær eitt rámandi dømi um, hvussu stórur trupulleikin er – tvs. hvussu stórar avbjóðingar fólk í veruleikanum hava, sum royna at standa upp fyri seg sjálvi ímóti kynsligum ágangi. Háðandi umrøðan av hesum fólkum virkar alt annað enn fremjandi fyri tey, sum eisini kundu ynskt at brotið tøgnina í vónini um, at hetta framyvir kann vera við til at forða fyri óakseptablari, valdsmisnýtandi, kynsliga ágangandi atferð. Eg haldi í roynd og veru, at klummuskrivarin skuldi givið teimum órættvíst ákærdu, sum hann við síni óneyðuga óempatisku og óskiljandi speireking hevur traðkað á, eina treytaleysa umbering. Og so leggi eg sektina á, um eg av hesum verið ákærd fyri at vera “politisk korrekt”!

Júst boðskapurin í hesi klummu – tilvitaður ella ei – vísir, hví tað er so umráðandi, at so nógv sum gjørligt – hóast vandan fyri speireking – halda fast í og seta uppá, at trupulleikin, sum #metooátakið hevur varpað ljós á, skal takast í álvara. Navnið á trøllinum má sigast hart, so tað kemur fram úr myrkrinum, heldur enn at vit blíva við at káva út yvir, tiga tað burtur og látast sum um hetta óynskta trøllið ikki er til.

………………….
Hvat halda onnur um klummuna, sum Elin á Rógvi las upp í Góðan Morgun Føroyar hósmorgunin, 26. oktober 2017, har klummuskrivarin, Hilmar Jan Hansen, gjørdi gjøldur við alheims #metoo átakinum?
Lurta her eftir klummuni: kvf.fo/gmf?sid=73615
Um onkur er áhugaður at vita meira fakta um evnið, so eru her nøkur áhugaverd leinki, sum m.a. vísa til sigandi hagtøl um, hvussu stórur trupulleikin er:

Comments

comments

Powered by Facebook Comments

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2017/10/27/er-metoo-bara-humbukk-og-tvaetl/