Vegurin, sannleikin og lívið

Bræv til dóttur mína um Gud
eftir Elina Brimheim Heinesen

Mín elskaða dóttir,

Meg minnist, at tú einaferð spurdi meg: “Mamma? Ert tú trúgvandi?” Eg hugsaði um, hví tú mundi ivast í tí. Eg havi jú biðið faðirvár við tær gjøgnum allan tín barndóm. Eg havi sungið sálmar við tær. Vit hava ikki gingið nógv í kirkju – tað er synd at siga, men eg eri sjálv doypt í kirkju, havi valt at lata meg konfirmerað og gifta í kirkju, og eg havi eisini latið teg doypa og konfirmera í kirkju. Eg havi eisini í uppalingini av tær latið nøkur orð falla um Gud av og á. Kanska í heldur ógreiðum orðingum, so kanska er tað ikki so løgið kortini, at tú spyrt.

Men tað er ikki einfalt heldur at svara tær, tí hvat merkir tað í veruleikanum at vera “trúgvandi”? Hvat Gud so enn er, so kenni eg míni viðurskifti við Gud sum persónlig, tvs. at eg bara kann tosa fyri meg. Eg vil ikki trýsta mítt Gudshugtak á onnur, heldur ikki á teg. Eg haldi, at ein og hvør má gera upp við seg sjálvan, hvat hann ella hon kann ella vil trúgva.

Kanska er tað eisini torført hjá tær at skilja, at eg bæði havi biðið við tær og tosað um Gud, samstundis sum eg eisini altíð havi verið serstakliga ivingarsom yvirfyri átrúnað sum so. Tað havi eg ikki krógvað á nakran hátt. So ei dáni í, at tú ivast. Tað einasta, eg við vissu kann siga, er, at eg ikki kann kalla meg gudloysing.

Eg kann tó ikki siga, at eg fullhjartað kann játta meg til eitt ávíst trúarsamfelag, hóast eg kenni meg mest í familju við kristindómin, tvs. tann lutheranska protestantiska partin av kristindóminum. Kristindómurin er vorðin ein partur av mær gjøgnum mína uppaling, har familjan í móðurætt vóru í Brøðrasamkomuni og familjan í faðirætt gingu í kirkju.

Trúgvandi fólk hava tí altíð verið partur av mínari tilveru og hava ávirkað meg, og eg havi altíð kent eina inniliga virðing fyri Bíbliunnar boðskapi um Jesus og læru hansara.

Kortini má eg siga, at eg havi havt nógvar trupulleikar við at trúgva øllum tí, tey søgdu í samkomunum, eg var partur av sum barn. Eg fekk ikki koplað mítt egna skilvísi úr, bara tí eg fekk at vita, at man ‘skal’ trúgva, tí annars endar man jú eitt stað við gráti og tannagrísli í allar ævir. Innast inni kundi mítt barnasinni ikki rúma, at tað veruliga kundi vera satt, at Gud loyvdi slíkum ræðleikum. Onkursvegna hevur tað altíð boðið mær nógv ímóti, at menniskju royndu at hótta meg til trúgv á henda hátt – sjálvt um tey helst gjørdu tað í bestu meining, tí tey trúðu tí veruliga sjálvi.

Men tað hevði mótsatt árin á meg. Eg føldi, at tey royndu at tvinga meg inn í trúnna móti at eg afturfyri mátti ganga ímóti tí, sum eg innast inni føldi var rætt. Eg føldi, at tey kravdu óerligheit av mær. Til tíðir slakaði eg og megnaði at sannføra meg sjálva um, at tey kanska høvdu rætt. Men tað vardi ongantíð serliga leingi. Eg kláraði ikki at vera óerlig í longdini. Eg megnaði ikki at skumpa allan mín iva til viks og bara lata sum um, at eg trúði fult og heilt uppá tann Gud, tey royndu at ‘selja’ mær – og uppá helviti og alt hitt, sum fylgdi við teirra trúgv. Jú eldri eg bleiv, gjørdist tað torførari og torførari fyri meg at sannføra meg sjálva um tað rætta í tí, tey søgdu mær. Og eg tók tí at enda heilt frástøðu frá trúnni í mong ár av tí sama.

Intuitivt hevði eg – hóast eg bert var eitt barn – eina kenslu av, at teirra dagsskrá í veruleikanum snúði seg minni um Gud og meira um tey sjálvi og teirra egnu óttar, sum tey fluttu yvir á meg. Fyri meg tykist trúgvin hjá summum av teimum mest at vera grundað á ótta – óttan fyri deyðanum, fyri tí ókenda, fyri at missa tamarhaldið, fyri at enda í helviti – og á ein har av fylgjandi stóran tørv, sum menniskju hava fyri vissu, ið kann linna henda ótta.

Men hetta kann vera ein følsk vissa. Ein verjumekanisma. Trúgv av hesum slag tykist mær mest meinlík ynskiteinking, sum hesi trúgvandi sannføra hvørt annað um allatíðina í einum innanhýsis afturljóði í ekkorúmum. Tey hava tørv á at halda hvørjum øðrum fast í tí fyri at kenna seg trygg. Tey, sum ikki bara góðtaka doktrinina, men seta spurnartekin við hana, gerast tí hóttanir móti trúnni, sum gevur samkomuni tryggleika. Tey ivandi taka tí vágan á seg, at tey kunnu verða útihýst úr samfelagnum sum “vantrúgvandi”.

Eg kundi ikki ærliga vera partur av hesum. Tað kendist bara ikki rætt. Okkurt skurrar, tá einki pláss er fyri iva, og man heldur tað vera neyðugt at hótta fólk til trúgv við báli og brandi í helviti í allar ævir. Sum um fólk ikki kunnu trúgva uppá Gud uttan at vera hótt til tað. Er tað sonn trúgv?

Eg havi altíð verið ivingarsom, tvs. eg havi altíð havt ilt við – bara soleiðis uttan víðari – at góðtaka meira ella minni hugfloygdar frágreiðingar um eina ósjónliga hond, ið stýrir øllum og bara hevur gandað alt fram, og eg vil til eina og hvørja tíð velja at trúgva “nattúrligu frágreiðingini” uppá okkurt óskiljandi – tvs. trúgva tí, sum kann prógvast vísindaliga og annars halda meg skeptiska.

Men tað merkir tó ikki, at eg haldi meg vita betri. Tað merkir ikki, at eg kann útihýsa, at Gud er til. Als ikki. Tí eg eri ikki nóg vitandi til at kunna siga við vissu, at Gud IKKI er til. Eg veit ikki, um Gud ER til. Men hóast eg velji eina so sakliga tilgongd til tilverunnar spurningar sum gjørligt, so er trúgvin uppá okkurt, sum er nógv, nógv stórfingnari enn eg, ikki køvd.

Tí sjálv kenni eg til tíðir eitt sterkt samband við nakað, sum eg kenni sum guddómligt, uttan at kunna greina heilt, hvat tað merkir. Eg kann ikki neyvt greiða frá júst hví, eg haldi at Gud er til. Eg trúgvi tí bara, tí eg havi eina sterka kenslu av, at tað er so. Eg havi ikki ánilsi av, um tað bara er mín egni heilaspuni. Tað er møguligt, men eg kann heldur ikki vtia, um tann veruleiki, eg sansi, ikki eisini bara er heilaspuni. Alt kann vera heilaspuni.

Eg skal royna at greiða frá, hvat tað er, sum ger, at eg ikki kann útihýsa, at Gud er til, hvat eg fati sum Gud, og hví eg haldi, at Gud– ella tað, eg fati sum Gud – er so fantastiskur. Tað fer hetta brævið at snúgva seg um.

Eg havi ikki fyri vana at sitera úr Bíbliuni, men fari bert taka tvey skriftstøð fram her, sum hava verið og eru rættiliga viðkomandi fyri meg. Í fyrsta brævi Jóhannesar, 4. kap., 8. ørindi, stendur, at “tann, sum ikki elskar, kennir ikki Gud, tí at Gud er kærleiki.” Jesus segði eisini í Jóhannes Ev. 14. kap., 6. ørindi, at “eg eri vegurin, sannleikin og lívið, og eingin kemur til Faðirin uttan við mær”. Kanska skilji ella tulki eg hesi skriftstøð eitt sindur øðrvísi enn onkur annar. Eg veit ikki.

Eg veit bara, at kærleiki og sannleiki er tað, eg skatti hægst av øllum. Sannleikin er altíð eitt mál, sum eg strembi eftir, og kærleikan síggi eg sum tað, ið vísir vegin í leitanini. Eg góðtaki ikki, hvat sum helst, sum eg fái fortalt, tí eg kann ikki vita, um tað er satt, um eg ikki skilji tað. Eg vil tí altíð heldur royna at finna sannleikan sjálv, fram um bara blint at adoptera okkurt liðugt stoypt, ella fake’a eina uppgjørda “vissu”, sum onnur kanska hava billað mær inn, men sum kann vera følsk.

Ivin meira sannur fyri meg enn vissan, tí tað er tað einasta eg kann vera vís í: at eg ivist. Tí loyvi eg altíð ivanum framat fyri at síggja, hvar hann førir meg, tá eg seti mínar spurningar um alt, eg ivist í. Tað er tann vegurin, eg havi valt at ganga. Tað er ikki lættasti vegurin, tí á hesum vegnum er einki, sum sigur seg sjálvt. Her kann eg einki taka fyri givið. Her má eg hugsa sjálv og brúka mína intuisjón. Men eg kann lata mína intuisjón verða vegleidda av kærleika, sum eg ímyndi mær er íblást av onkrum guddómligum.

Tí er tað so týdningarmikið fyri meg at viðurkenna ivan – tvs. at viðurkenna, at tað er so nógv, eg ikki veit og kanska heldur ikki megni at taka støðu til, tí eg kann ikki vera vís í, hvat er satt. Bíblian gevur avgjørt ikki altíð greið svar. Tað noyðir meg at tora at lata meg bjóða av og møta tí, eg óttist, við at seta teir torføru spurningarnar, sum kanska ikki hava eitt lætt ella ynskiligt svar. Men eg má spyrja, tí annars finni eg ikki sannleikan. Lygnin tolir ikki, at spurnartekin verður sett við hana, men sannleikin tolir tað.

Hetta inniber eisini at tora at viðurkenna, at eg kann fara skeiv. Um eg ivist ella undrist á okkurt ivasamt, sum ikki kann prógvast uttan víðari, so brúki eg fyrst mítt skilvísi fyri at royna at skilja. Og har skilvísi og vísindini ikki røkka longur, má eg spyrja hjartað – mína intuitión. Eg má spyrja meg sjálva, hvat eg vil trúgva. Kenst tað púra rætt, so at eg ærliga kann siga, ja, tað trúgvi eg uppá innast inni? Eg kann velja, hvat eg trúgvi, men eg kann ongantíð hava fulla vissu fyri, at mín sannleiki er rætti sannleikin fyri øll.

At vera púrasta sannførd um nakað, er fyri meg fanatisma… tað er tað sama sum ikki at loyva sær at ivast. Ikki at ivast um nakað er í mínari verð egocentristisk hugmóð og fáfongd. Um eg eri sannførd um, at bara mín máti at síggja verðina er tann rætti, so havi eg helst yvirmett meg sjálva, tí hví skal annara fatan vera minni sonn enn mín? Eg kann ógjørligt vita við vissu, um mín fatan er einasti rætti mátin at síggja tingini. Ella um eg bara geri mær illusiónir.

Eg finni ikki sannleikan, um eg ikki loyvi mær at ivast – ella við øðrum orðum: Um Gud veruliga er sannleikin, so finni eg ikki Gud uttan at seta spurningar. Vísindin kann svara nógvum spurningum, og eg kann ræssonnera meg fram til nógv, men um ræsonnemangið ikki røkkur á mál, hvussu kann eg so vita, hvat er satt? Hjartað er tað einasta, eg í veruleikanum kann spyrja tá. Tað er tann trúgvin uppá hjartað – ella uppá kærleikan sum vegvísara, ið er sjálvur grundvøllurin fyri meg og mína trúgv uppá, hvør sannleikin er. Eg kundi sagt tað soleiðis: “Vegurin til at finna sannleikan um lívið, er kærleikin!” Eg komi meira ítøkiliga inn á, akkurát hvat eg meini við hetta seinni.

Júst sannleikin um tilveruna í sær sjálvum er kanska størsta keldan til undran. Kanska er tað júst har – í undranini um tilveruna, at sannleikin um lívið er at finna – tann sannleikin, sum kanska opinberar Gud fyri mær – um Gud nú er ein veruleiki. Tað førir meg til næsta spurningin, sum snýr seg um, hvat lívið er – ja, hvat ER lívið… hvat er tilveran í veruleikanum?

Ofta undrist eg á, at eg eri til ella á, at nakað yvirhøvur er til. Tí hvussu ber tað til, at nakað kann vera til? Hvussu kann tað lata seg gera, at okkurt kann vera tilfar, og at tilfar er til? Hví er alt ikki bara einki? Og nú, tá alt er vorðið til, hví er tað ikki alt bara ein stór óformilig frumsuppa? Hví er tað, sum er til, so lutfalsliga væl skipað? Hvat náttúrligt er við náttúrulógum av fyrstani tíð? Og hví er alt, sum er til, ikki bara deytt? Hvussu ber tað til, at tilfar kann røra seg og anda? Tvs. ikki bara vera livandi, men hvussu kann alt livandi hava ein slíkan ófatiligan lívsvilja og enntá vera tilvitandi um tað, at vera til? Ja, hvat er tilvitan í heila tikið?

Tað er eitt sindur torført at ímynda sær, at alt bara er eitt úrslit av meiningsleysari tilvild. Tí um alheimurin, sum er so ófatiliga fløktur, bara er tilvildarliga upprunnin, er alt so ikki grundleggjandi meiningsleyst í veruleikanum?

Eg velji ikki at síggja tað sum meiningsleyst. Lívið er eitt ófatiligt undur. Tess longri eg livi, tess meira eg seti meg inn í tað, tess ófatiligari tykist tað, og tess meira undrist eg. Hetta ófatiliga undur er – í mínari fatan – guddómligt, kanska júst tí tað er so ófatiligt. Eg veit væl, at nógv, sum tykist ófatiligt, ber til at greina vísindaliga niður í smálutir um, hvussu náttúrulógir virka, og at man – næstan – kann koma til eina niðurstøðu, at Gud ongan leiklut eigur í hesum tikkandi urverkinum, sum er alheimurin. Men tað ger tað tó ikki minni guddómligt fyri meg. Tí líkamikið, hvussu nógv granskað verður í tí, hevur tað higartil ikki borið til at forklára, hvat tað var, sum var upphavið til upprunan, ella hvat tað er, sum ger okkum livandi skapningar tilvitandi.

Vit kunnu ikki vera skilvísi fyriuttan, men eg ivist í, at tað ber til at greiða frá og fata alt umvegis skilvísi ella logikk. Eitt ella annað stað steðgar logikkurin har, sum tilveran byrjar, tí vísindaligar frágreiðingar siga einki um, hví nakað er til. Ella hví tað eru náttúrulógir, sum virka, sum tær virka. Ella hví vit hava eina tilvitsku. Eg kundi steðgað har, og sagt, at tað er líkamikið at hugsa um tað, tí tað ber ikki til at finna svarið.

Men kortini, so kann eg ikki lata vera við at seta spurningin: Er tað yvirhøvur nøkur meining í tí? Ella er alt veruliga bara meiningsleyst? Og um tað er meiningsleyst… ja, so eru vit aftur har, sum vit byrjaðu, at tað er ófatiligt, at nakað yvirhøvur er blivið til, og at tað er skipað á ein ávísan matematiskt rættiliga vælskipaðan hátt. Hví skuldi tað yvirhøvur verið til, um eingin meining var í tí? Hví er skil í óskilinum í heila tikið? Eg kann spyrja: Why bother? um eg nú tosaði enskt, altso.

Eitt er tó vist, hugsi eg: Skil er komið úr óskili. Og vit hava fingið evnini at verða tilvitandi um hetta og at virðismeta tað. Vit kunnu undrast á, hvat hevur sett alt í gongd. Og á, hvussu óskil kann umskapast til skil, skipa og reka seg sjálvt – úr ongum, og hvussu tað deyða ‘einki’ er vorðið til livandi og tilvitandi ’tilfar’. Og vit kunnu spyrja: Hvat er drívmegin aftanfyri?

Eg veit ikki, hvat vit kunnu kalla hesa drívmegi, sum ger ‘einki’ til tilfar og blæsur lív og rørslu í stillstøðuna, og skipar seg eftir ávísum mynstrum eftir fysiskum náttúrulógum, og sum skapar verur, sum síggja hetta og eru tilvitandi um egna tilveru. Hvør er henda orkan, sum rennur gjøgnum allan alheimin…? Eystanfyri kalla tey tað ‘chi’, lívskraftin, sum andar lív og rørslu í alt. Summi meina, at chi er tann mátin, Gud opinberar seg í alheiminum, uttan at nakar í veruleikanum yvirhøvur fatar, hvat tað veruliga merkir. Eg velji at kalla tað Gud.

Er hetta Gud? Ella hvør er Gud? Tað er kanska rættari at spyrja: Hvat er Gud? Tí, um man spyr ‘hvør’, so verður Gud ofta mistikin fyri at vera ein persónur, ið líkist okkum menniskjum, og tað er helst at hála Gud niður á eitt støði, har hann – ella tað – ikki hoyrir heima. Ella at lyfta menniskju upp til hæddir, har tey ikki hoyra heima.

Spurningurin kann helst ikki svarast við orðum, men ein skilvís ella logisk tankarøð (hóast hon kann virka avmarkandi í summum førum) kann kanska føra tankarnar eitt vet víðari, og kanska geva eina fatan, sum stingur bara eitt lítið sindur djúpri.

Um Gud er tann drívmegin, sum hevur skumpað alt í gongd, tvs. at um Gud hevur skapt alt, andað lív í alt, so má Gud vera almáttugur. Gud kann ikki vera minni enn alt, hann hevur skapt. Og um alt hevur fingið lív og er íblást av Gudi, so er Gud alt. Men hvat er ‘alt’ so? Alt er alt tað, sum er til. Men hvat er til?

Vit vita í veruleikanum bara tað, sum vit sansa her og nú – tað, sum vit merkja, síggja, hoyra, lukta. Vit eru noydd til at ímynda okkum alt hitt, alt, sum vit ikki sansa, men bara rokna við er til alla tíðina eitt hvørt stað eina og hvørja løtu her og nú í øllum alheiminum. Alt hetta tilsamans má vera tað, sum er til.

Vit vita eisini, at einki er óbroytandi. Tað, sum er til, kann røkka frá fortíðini – yvir núið – til framtíðina. Men einki heldur í longdini. Hendan løtan, sum vit uppliva her beint nú, verður fyri tey, sum liva um hundrað ár, líka so fjar, sum tað, ið var til fyri hundrað árum síðani, er fyri okkum nú. Alt er forgeingiligt, og verður til okkurt annað. Alt er í støðugari broyting. Tað broytist, er í rørslu, útviklar seg. Í rættiliga ymiskum stevi, ja. Okkurt er til bert eitt nanosekund. Annað er til í milliardir av árum, men einki stendur stilt.

Um vit fara niður á ‘sub-atomara’ støðið, so er absolutt stillstøða tað sama sum ‘einki’. Tvs. at tilfar er bara til, um rørsla – ella við øðrum orðum darran ella vibrasjón – er til staðar. Alt er sostatt til, tí tað rørir seg, hvat ‘tað’ so enn er, sum rørir seg. Um alt stóð 100 prosent stilt, so var tað ikki til.

‘Alt’ er til, tí ‘alt’ er rørsla – ella vit kunnu siga: alt er orka, tí rørsla er orka. Alt verður skapað og umskapað alla tíðina gjøgnum rørslu í tíð og rúmd. Við øðrum orðum: Alt er skapan.

Vit kunnu tí kalla ‘alt’ fyri ‘skaparverkið’. Og tá eg sigi ‘skaparverkið’, so meini eg tað bókstaviligt, tí eg tosi um eitt skaparverk, sum spratt úr einum singulariteti – einum stillstandandi einkisleika, sum knappliga skrædnaði av eini óforklárligari rørslu – einari risting, ið forloysti eina ófatiliga orkumongd, og sum síðani áhaldandi hevur skapt seg sjálva gjøgnum rørslu – ein darran og titran sum fortættast til tilfar, ið skumpar til annað tilfar og faldar seg ævigt út í tíð og rúmd og verður til alheimin, vit kenna.

Náttúruvísindin sigur okkum, at fysisku lógirnar loyva ikki, at orka hvørvur. Orka kann einans broyta form. Alheimsins orka má tí vera konstant, men skaparverkið føðist og endurføðist støðugt alla tíðina innan hendan orkukarm, har alt snýr seg um at umskapa orku. Alheimurin tykist í einum at eta seg sjálvan og føða seg sjálvan aftur. Alt doyr, men verður endurføtt í hesi stóru ringrás. Eins og lívið er ein ringrás. ‘Alt’ er sostatt onkusvegna livandi. Skapan er lív, og lív er skapan.

Grundleggjandi spurningurin er, um skaparverkið mennir seg einans sum eitt tilvildarligt úrslit av strukturellum, mekanistiskum, kaosdynamiskum náttúrulógum, ella um tað finst ein ella annar formur fyri tilvitað ætlan við øllum. Eru tað einans fyrilagaðar náttúrulógir í samspæli við tilvildarinnar spæl, sum avgera menningina? Ella finst ein almáttug skapandi eind, sum er tilvitandi um seg sjálva? Og hevur henda eind – sum vit kunnu velja at kalla Gud – ein vilja?

Um vit tosa um tilvitan sum nakað, ið kann handla eftir egnum vilja, er so nøkur onnur tilvitan til, umframt menniskjanna tilvitan um skaparverkið – altso ein guddómlig tilvitan, sum er til uttan fyri menniskjansliga tilvitan? Ella er skaparverkið bara tilvitandi um seg sjálvt gjøgnum okkum tilvitandi menniskju? Ella kanska enntá gjøgnum alt, sum livir, tí møguliga er alt livandi tilvitandi onkursvegna. Og um ein guddómlig tilvitan er, kann tað lata seg gera fyri hesa tilvitan við sínum vilja at stýra skaparverkinum ávísar leiðir? Ella við øðrum orðum: at avgera lagnuna? Ella er alt fyriætlað frammanundan?

Alheimurin er ómetaliga fløktur og blívur við at gera okkum bilsin, jú meira vit menniskju royna at loysa alheimsins gátur. Í grundini kundi alt verið gjørligt í einum óendaligum alheimi, sum vit bara ikki vita um enn… kanska eisini ein tilvitandi Gud. Men eingin hevur hvørki prógvað ella mótprógvað, at ein tilvitandi Gud er til. Tað er ein spurningur um trúgv, hvat vit trúgva um tað. Men líkamikið um vit trúgva uppá eina guddómliga ætlan ella trúgva uppá, at alt verður stýrt av tilvild og reinum náttúrulógum, sum bara virka eftir einum givnum systematikki, so stendur ein ivaspurningur eftir: Hvaðani kemur so tilvitanin? Hvar kemur viljin inn? Og hvønn leiklut spælir viljin?

Hetta eru evni, sum dúgliga verður kjakast um. Vísindafólk hava í øllum førum ikki megnað higartil at koma við nakrari niðurstøðu um, hvat skapar tilvitan og gevur okkum ein vilja. Um tað bara var upphóping og goymsla av vitan og royndum, sum gjørdi tað, so áttu teldur helst langt síðani at verið tilvitaðar. Men tól og teldur hava ongan vilja – í øllum førum ikki enn. Tær mangla íblásturin, sum ger tær livandi. Tær mangla… sálina!

Smbrt. logikkinum í mínari Gudstrúgv, so má Gud vera handan tíð og rúmd, men Gud opinberar seg í hesum alheimi gjøgnum sítt egna livandi skaparverk. Tilveran og lívið í sær sjálvum er nevniliga fyri mær opinberingin um Gud – um, at Gud er tann rørslan, sum sprongdi einkisleikan til tað altfevnandi svaðið, sum hevur fingið frumsuppuna til at fortætta seg til tann veruleika, vit kenna í dag. Gud livir gjøgnum skaparverkið, ella umvent, skaparverkið livir gjøgnum Gud, so tað altíð er í rørslu, broytist og áhaldandi endurføðir seg sjálvt. Uttan Gud var einki ‘alt’, eingin tilvera, einki lív, eingin tilvitan, eingin vilji. Gud er sjálv keldan til alt hetta… trúgvi eg, hóast ikki øll viðurkenna hesa keldu sum Gud.

Um tað er soleiðis, tað er, hvønn leiklut spæli eg so sum menniskja í øllum? Og her er tað, at tað gerst rættiliga áhugavert. Menniskju eru jú ein partur av skaparverkinum, og kunnu harvið – frá hesum sjónarmiðnum – eisini síggjast sum ein partur av Gudi. Sum menniskju hava vit tann framíhjárættin, at vit hava evnini til at eygleiða okkum sjálvi og skaparverkið, at leggja meining í tað og at orða tað. Tað er okkum unt at sansa skaparverkið, uppliva tað, vera tilvitandi um tað og… at ávirka tað – í øllum førum her á fold. Til ber tí á ein hátt at siga, at menniskju beinleiðis samvirka við og eru forlongdi armurin hjá skaparanum.

Tað einasta, sum vit við nøkurlunda vissu kunnu vita er satt, er, at vit eru til, og at vit vita, at vit eru til. Vit hava eina sjálvstilvitan. Hvat merkir tað so, at vit hava hesa sjálvstilvitan? Jú, tað merkir, at atburður okkara sannlíkt ikki bara er stýrdur av mekanistiskum lógum ella íelvi, tvs. av instinktum. Tað merkir, at vit kunnu stýra atferð okkara. Vit hava ein tilvitandi vilja. Við øðrum orðum: Vit hava eitt val.

Samstundis hava vit øll fingið nakrar eginleikar – nakrar óroyndar møguleikar – sum gávu, tá vit vóru fødd inn í hendan heim. Tá vit brúka hesar møguleikar, so geva vit okkara ískoyti til skaparverkið og eru við til at forma tað, tí:
Alt, sum vit gera, hevur avleiðingar fyri okkum sjálvi og onnur.
Alt, sum vit gera, hevur sína ávirkan á skaparverkið í minni ella størri mun.
Alt, sum vit gera, er tí ein partur av tí áhaldandi skapanini, sum fer fram alla tíðina.

Alt hongur saman – t.d. helt meteorologurin og kaosteoretikarin Edward Lorenz, at tann lítla rørslan sum ein summarfuglavongur ger í Amazonfrumskóginum, kann skapa eina dominoavleiðing, sum seinni úrslitar í eini melduródn fleiri túsund kilometrar haðani í Texas. Tí er tað ikki líkamikið júst, hvat tað er, sum vit gera. Okkurt, sum vit kanska gera í gáloysni, sum tykist lítisvert, kann hava ógvusligar avleiðingar á ein hátt, vit ikki vita um og heldur ikki kunnu ímynda okkum.

Vit hava øll meðábyrgd fyri skaparverkinum. Um vit føra henda tankan víðari, ber til at siga, at taka vit hesa ábyrgd í álvara og røkja hana væl, so vísa vit, at vit viðurkenna og virða skaparverkið. At virða skaparverkið er at virða Gud. Tað billi eg mær í øllum førum inn.

Sum eg nevndi, so vóru vit fødd við óroyndum møguleikum. Eg velji at trúgva, at tað er soleiðis, tað hongur saman: At tá vit brúka okkara møguleikar á besta hátt, tá vit lata okkum upp fyri kærleikanum og lívsgleðini, tá eru vit við til at forfína skaparverkið og skapa harmoni. Men handla vit tankaleyst og ábyrgdarleyst, har onnur mugu svíða fyri okkara gerðir, so misbrúka vit okkara evni og skapa disharmoni.

Vit hava eitt val. Tað er her moralurin ger seg galdandi. Vit mugu velja, hvat ið er tað rætta at gera. Og tað er her, at eg trúgvi, at tað, sum vit trúgva og merkja innast inni í hjartanum, kemur til gagn, tí tað vegleiðir okkum um, hvat er gott, og hvat er ilt… uttan so, at sál okkara onkusvegna er skadd, forráað og forbronglað, so vit hava mist sambandið við tað góða í okkum – við kærleikan – og skift kærleikan út við ótta .

Spurningurin er: Brúka vit okkara møguleikar til nakað gott ella nakað ringt? Byggja vit upp? Ella bróta vit niður? Eru vit bara passiv? Ella skapa vit nýggjar spírar, sum liva víðari og skapa aðrar spírar? Loyva vit hvørjum øðrum at vaksa? Ella hála vit hvønnannan niður? Brúka vit orku okkara til at niðurbróta og traðka á tað, sum er livandi og kvala tað? Eru vit lívsins tænarar? Ella eru vit deyðans tænarar?

Eg trúgvi, at tá vit brúka okkara eginleikar til at elska, fjálga og hjúkla um og hava umsorgan fyri hvørjum øðrum og heiminum, tá vit liva lív okkara fult út og brúka okkara evni so væl, vit megna, so gera vit akkurát tað, sum er meiningin við at vera til. Vit skapa. Vit gerast viðskaparar, og vit eru harvið Guds børn, Guds tænarar, sum spjaða kærleika og tað góða í alheiminum.

At skapa er at heiðra Gud. Vit eru aldrin so tætt at Gudi, enn vit eru, júst tá vit brúka tær gávur, vit hava fingið, fult út. Vit vita tað væl instinktivt, tí vit merkja tað jú. Vit merkja, at vit liva sterkast júst í teimum løtunum, tá vit elska, spjaða gleði og skapa nakað gott. Vit gleðast eisini, tá vit uppliva onnur gera tað. Tað rørir okkum og fær ofta tárini fram í eygunum.

Mong listafólk verða spurd, tá tey hava skapt ella framført okkurt framúrskarandi: Hvaðani kom tað frá? Og nógv av teimum vita tað ikki. Tey siga: Eg var íblást, so tað hendi bara. Summi mugu fyrst arbeiða nógv fyri tað, áðrenn íblásturin kemur, men tá so íblásturin fer avstað við teimum, so siga tey, at so kemur orkan. So kenna tey veruliga, at tey liva! Og vit onnur merkja tað so væl á teimum. Tey eru í sínum essi, plaga vit at siga.

Eg trúgvi eitt ella annað stað, at tað onkusvegna er Gud, sum er drívmegin handan hesa skapanargleðina – og lívsviljan sum heild, hóast nógv av okkum ikki kenna hetta aftur sum Gud, men kalla tað okkurt annað. Men eg síggi tað soleiðis: Alt, sum er til, livir. Lívið dregur andan, lívið andar, lívið íblæsur. Tað er Gud, sum blæsur lív í skaparverkið og heldur tað livandi. Alheimurin livir, tí hann andar. Andar inn og andar út, sum ein veldugur blásibjølgur í einum ævigum andadráttsstevi. Alt er í áhaldandi skifti, í áhaldandi útviklingi og avviklingi og í ævigari ringrás. Sveiggjar aftur og fram sum ein pendulur ella melur runt sum eitt urverk. Skapanin skapar seg sjálva í einum vaggandi stevi. Alt frá tí allarminsta til tað allarstørsta virkar soleiðis.

At draga andan, at anda frítt, at íblása, merkir jú grundleggjandi tað sama. Vit kunnu vera íblást, liva og andað við, ella vit kunnu gera mótstøðu – spenna ímóti og ‘halda andanum’ – ikki bókstaviliga forða andadráttinum, men steðga íblástrinum, andanum og kvala lívið, so tað heldur uppat við at anda frítt, liva og røra seg og gerst stívt, so vit gerast livandi deyð.

Spiritualitetur… ella tað, at vera spirituellur, merkir at vera andliga livandi. At vera andaligur, trúgvi eg, snýr seg bara um at lata seg upp fyri íblástri. At lata seg fylla av andanum. Summi kalla tað ‘heilaga andan’, onnur kalla tað ‘chi’. Eg kalli tað Gud. Eg trúgvi, at tað er Gud, sum heldur okkum livandi við sínum íblástri. Til ber at siga, at Gud dregur andan gjøgnum okkum. Um vit ikki loyva hesi lívskraftini at virka frítt, men skerja og snøra og avmarka okkum ella lata líkasæluna taka yvir, so stirðna vit. Vit liva ikki. Vit gerast ófræls. Vit ‘doyggja’, so at siga – myndaliga ella bókstaviliga – ella ana bert í einum andaligum myrkri. Men tá vit loyva andanum at virka, tvs. tá vit lata okkum upp fyri ljósinum og kærleikanum og brúka okkum sjálvi til fulnar, so fyllast vit av lívi og orku. Tað sæst á okkum, og tað smittar onnur, tí vit strála, sum um eitt innari ljós skínur av okkum.

Tá vit merkja hendan íblásturin, so merkja vit Guds nærveru í okkum, hóast ikki øll kalla tað tað – ella viðurkenna tað sum tað. Hetta er mín tulking. Vit merkja lívið, tá Gudsandin virkar í okkum. Vit merkja meiningina við lívinum. Tvs. vit gerast før fyri at síggja og uppliva tilverunnar vakurleika, men eisini før fyri at syrgja og hava samkenslu við teimum, sum líða. Uttan íblásturin frá Gudi, so var alt eins – einki var gott, einki var ringt, einki var vakurt, einki var ljótt, einki var gleðiligt, einki var syrgiligt, og harvið var alt einkisvert og líkagyldugt. Gud ger onkusvegna, at vit kenna munin, líkamikið um vit trúgva, at Gud hevur ein fingur við í spælinum ella ei. Soleiðis trúgvi eg bara, at tað er. Eg havi ikki altíð sæð tað soleiðis, men soleiðis síggi eg tað nú.

Kanska er tað tí, at eg havi sjálv upplivað nakrar ferðir, t.d. tá eg havi verið heilt einsamøll í haganum eitt náttúruvakurt stað langt burturi frá býarinnar larmi – bert saman við jarmandi seyði, klippandi tjøldrum og brúsinum frá havinum, hvussu eg knappliga verið tikin av einum djúpum, djúpum takksemi yvir at vera til. Eg upplivi, hvussu tilvitanin letur seg upp fyri íblástri, og hvussu íblásturin letur allar mínar sansir upp, soleiðis at eg – á ein alfevnandi hátt – upplivi tann ómetaliga vakurleikan, sum er allastaðni kring meg. Farin er allur tregi um fortíðina. Farin er allur ótti fyri framtíðini. Eftir er bara her og nú. Eg kenni meg aldrin so frælsa, so livandi og fulla av kærleika sum júst tá. Hetta er ein kensla av at vera í fullkomnari javnvág við alt… at vera eitt við alheimin og ævinleikan. Ella – eftir mínari fatan – við Gud. Tað gevur onkusvegna ein fullkomnan innari frið, har alt kenst sum um tað fer upp í eina hægri eind, har alt er akkurát soleiðis, sum tað skal vera, og har sjálvt deyðin ikki ræðir ein meira.

Tú hevur uttan iva eisini sjálv merkt íblásturin onkuntíð, t.d. tá tú hevur staðið á palli eitt kvøldið, har alt bara riggaði. Har tú og allur tónleikabólkurin kendu eitt heilt serligt samband við hvønnannan og við áhoyrarnar. Har tit royndust nógv betur enn væntað og í løtum kanska enntá náddu tí stórfingna. Tú syngur, og spakuliga – ella kanska knappliga – megnar tú at sleppa tamarhaldinum og gerst fræls.

Og so merkir tú, hvussu orkan, kærleikin og gleðin tykist at koma úr øllum ættum, innanífrá, frá áhoyrarunum, frá hinum tónleikarunum. Tú sært tað í teirra blonku eygum, teirra reyðu kinnum, teirra dandandi kroppum. Tú elskar tey øll; tey elska teg; tú elskar teg sjálva. Og tú merkir frøðina um hetta fullkomna frælsi sum gásarhold. Tú kennir teg lyftað til eitt hægri støði, og tú syngur av lív og sál. Teir fagrastu tónarnir koma út í vøkrum samljóði við øll ljóðførini.

Tit flóta øll avstað við tónleikinum, sum næstan kennist, sum um hann spælir seg sjálvan. Tit spæla ikki. Tónleikurin spælir tykkum. Tit eru ljóðførini hjá tónleikinum. Tit anda øll sama stevið í fullkomnari nærveru. Einki annað er til uttan núið. Tað kemur bara av sær sjálvum… og tað er ein ósigandi frøði at merkja hesa orku tutla og skola ígjøgnum kroppin og merkja, hvussu tit øll somul vaksa saman – tú, tónleikabólkurin, áhoyrararnir – til eitt.

Tað er í slíkum upplýstum, íblástum løtum, menniskju kenna: Hetta er lívið! Tí vit merkja lívið og kærleikan so sterkt. Tú veist, at hetta er bara meiningin við øllum. Hetta er orsøkin til, at tú so gjarna vilt hetta. Aftaná merkja tit, hvussu djúpt nøktandi, upplivingin hevur verið, og tit kenna tað sum um, at tit kundu bara blivið við og við og við í allar ævir. Tit kunnu næstan ikki bíða til næstu ferð, har tit fáa tjansin at uppliva tað sama aftur.

Tað er sum ein forelskilsisrúsur. Og tað er tað eisini. Tað er forelskilsi í lívinum, í skaparverkinum. Beint har, í hesum sterku løtunum, har tit skapa – ella viðskapa – eru tit nærmast Gudi. Gud setur sítt fingramerki á hendan heim gjøgnum tykkum. Tit hugsa ella nevna kanska ikki Gud, men í hesi løtu síggi eg Gud smíla at sínum egna skaparverki ígjøgnum tykkum, har tit standa so frí og so fylt og lýsandi av reinum lívgevandi kærleika. Tað fer beint í hjartað. Tit vita helst ikki av tí, men fyri meg er hetta opinberingin av Gudi – og tekin um, at Gud tegir ikki.

Guds kærleiksfulla rødd ljómar gjøgnum okkum menniskju, ofta uttan at vit varnast tað sjálvi. Nógv kenna bara ikki Guds rødd aftur. Hóast tey merkja nakkahárini reisa seg og fáa klump í hálsin av rørslu, hoyra tey bara tøgnina ella skilja ikki málið, Gud tosar. Vit síggja ikki skógina fyri berum trøum. Men hetta eru kanska tekin um, at Gud ER har, um vit geva okkum far um tað og vita, hvat tað er, vit skulu hyggja eftir. Kærleikin er at finna allastaðni, um vit loyva honum framat. Tað er hann, vit skulu hyggja eftir, tí Gud er kærleiki – og kærleikin er vegurin, sannleikin og lívið.

Hygg, hetta var tað, eg hevði at siga um, hvat eg trúgvi, at Gud er.

Við kærleika
Mamma tín

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2013/05/06/vegurin-sannleikin-og-livid/