«

»

Oct 22 2012

Print this Post

Jens Pauli Heinesen 80 ár

JensPauliHeinesenPortrait

Hátíðarhald í Norðurlandahúsinum ísv. 80 ára føðingardag Jens Paula Heinesen’s verður mánadagin tann 12. november 2012

Rithøvundurin Jens Pauli Heinesen doyði 19. juli 2011. Í sambandi við, at hann hevði fylt 80 ár tann 12. november í ár, er ætlanin at heiðra høvundan og varpa ljós á skaldaverk hansara við einum hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum á føðingardegnum.

Á tiltakinum vera frumframførslur av nýggjum løgum til yrkingar hjá Jens Paula við kórinum Tarira, sjónleikur, upplestur og onnur upptraðkan, umframt serfrøðingapanel, framsýning við ymsum lutum og myndum, filmsfyrivísing, endurútgáva av 7 bókum hjá Jens Paula, bókasøla o.a.

Tiltakið er ÓKEYPIS. Einki krav um tilmelding, men til ber kortini at melda seg til tiltakið á Facebook her: http://www.facebook.com/events/217937938336818/

SKRÁ:

17.00-22.00
Framsýning, mynda- og filmsfyrivísan, umframt bókasøla í ovaru hæddini í Athøll.

19.30-19.35
Hátíðarhald í niðaru hæddini í Athøll. Elin Brimheim Heinesen, dóttir JPH’s, innleiðir haldið.

19.35-19.40
Kórið Tarira hevur frumframførslu av sangi, sum JPH hevur skrivað og dótturin EBH hevur gjørt lag til.

19.40-19.50
Lisin verða úrvald brot úr skaldskapi hjá JPH.

19.50-20.00
Sjónleikarar framføra úrvalt brot úr sjónleiki hjá JPH.

20.00-20.05
Klassiskt yndislag hjá JPH verður spælt.

20.05-20.15
Sjónleikarar framføra úrvalt brot úr øðrum sjónleiki hjá JPH.

20.15-20.20
Yrkingar hjá JPH verða lisnar, meðan genta dansar til ein einsligan floytutóna.

20.20-20.25
Kórið Tarira hevur frumframførslu av øðrum sangi, sum JPH hevur skrivað og EBH hevur gjørt lag til.

20.25-20.40
Steðgur

20.40-21.25
Eitt panel við fýra fólkum tosar um teirra fatan av JPH og skaldskapi hansara.

21.25-21.30
Lagið “Eitt dýpi av dýrari tíð” verður framført við Elini Brimheim Heinesen o.ø.

Umframt sjálvt hátíðarhaldið verður skipað fyri fylgjandi tiltøkum á degnum:

• Forlagið Sprotin endurútgevur stórverkini “Á ferð inn í eina óendaliga søgu” (teir fyrstu fýra partarnar av sjey) og “Tú Upphavsins Heimur” (allar tríggjar partar) hjá JPH sjálvan føðingardagin. Møguleiki verður fyri at ogna sær tey fyrstu eintøkini av hesum verkum hendan dagin í Norðurlandahúsinum.

• Bókamiðsølan skipar fyri sølu av øðrum bókum hjá JPH í Norðurlandahúsinum.

• Dokumentarurin “Eitt dýpi av dýrari tíð” um JPH verður vístur í Norðurstovu.

• Myndarøðir við myndum úr lívssøgu JPH’s verða vístar í Eystur- og Vesturstovu.

• Skipað verður fyri framsýning við bókum, handritum, heiðursbrøvum o.ø. artifaktum hjá JPH, originalpermumyndirnar til útgávurnar hjá Sprotanum, sum sonur JPH’s Janus á Húsagarði hevur gjørt, málningi av JPH hjá Thomas Michael Smith og gipsbringumynd av JPH hjá listamanninum Andreas Andreasen.

Familjan hjá Jens Paula Heinesen skipar saman við Rithøvundafelagnum og øðrum fyri sjálvum hátíðarhaldinum.

Hví hava alment hátíðarhald á 80 ára føðingardegi Jens Paula Heinesens?
Endamálið við tiltakinum er fyrst og fremst at varpa ljós á ein av okkara allarstørstu og bestu rithøvundum og á rúgvismikla skaldaverk hansara, sum í stóran mun hevur ríkað føroysku tjóðina og styrkt samleika føroyinga.

Gunnar Hoydal hevur skrivað soleiðis: “Her luktar, her angar, her fæst upp í lógvarnar og millum fingrarnar av myndum, so at lesarin hugsar: um einaferð øll skjøl fóru fyri skeyti, ið greiddu frá hesum tíðarskeiði í Føroyum, men bara hetta skaldaverkið stó eftir, so vistu vit kortini fyri alla tíð, hvussu tað var at liva og vera til hesi árini í hesum landi.”

Bókmentafrøðingar o.o. hava í ymsum høpum mett góðskuna í verkum eftir Jens Paula á hædd við heimsbókmentir. Nevnt hevur verið, at hevði Jens Pauli skrivað á enskum máli, hevði skaldskapur hansara hugsandi fingið nógv størri útbreiðslu í heiminum, men vit liva í einum evarska lítlum máløki, so skaldskapurin hjá Jens Paula fekk ikki ta viðurkenning, meðan rithøvundurin var á lívi, sum hann veruliga hevur uppiborið at fingið.

Eftirtíðin fer kanska í størri mun enn samtíðin hjá Jens Paula at virðismeta skaldskap hansara. Men hetta hendir ikki, um øll givin høvi ikki verða nýtt til at varpa ljós á tær perlur, sum Jens Pauli legði eftir seg, tí í dagsins tøkniliga kunningarhurlivasa er ikki lætt at vekja ans um skaldaverk, líkamikið á hvussu høgum støði tey eru.

Sum ein lítil tøkk fyri tað valaverk, sum Jens Pauli lat úr hondum til gleði og gagns fyri sína eftirtíð í langa tíð framyvir, verður hann nú heiðraður við einum hátíðarhaldi á 80 ára føðingardegi sínum, sum hann tíverri ikki náddi at uppliva sjálvur.

Haldið skal varpa ljós á Jens Paula Heinesen og skaldskapin hjá honum, so fleiri – eisini tey yngru ættarliðini – kunnu fáa eyga á verk høvundans og kanska eisini fáa hug at drekka úr bikarinum við lívsjáttandi, samleikaskapandi íblástri, sum Jens Pauli so gávumildur býtti út í livitíð síni. Hesa fragd kundi ein unt nógv fleiri fólkum at uppliva. Tí hava fólk, ið halda nógv um Jens Paula Heinesen og skaldskap hansara, tikið stig til hetta tiltak.

Vinaligavegna fyrireikingartoymið
Elin Brimheim Heinesen

Comments

comments

Powered by Facebook Comments

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2012/10/22/jens-pauli-heinesen-80-ar/