«

»

Jun 05 2012

Print this Post

Hvussu fært tú viðhald fyri tí, tú brennir fyri?

Photo: couragextoxlive

Photo: couragextoxlive

Eg havi ráðgivið nógvum fólkum. Millum teirra havi eg upplivað nøkur, sum veruliga hava brent fyri einari søk, ja, kanska hava barst fyri sakini meginpartin av lívinum. Tað verið seg íverksetarar, uppfinnarar, aktivistar ella onnur, sum vilja bróta upp úr nýggjum. Onkusvegna tykist tað lættari hjá summum enn hjá øðrum at fáa ta undirtøku, teim nýtist, og tann viðburð, sum tey kanska hava uppiborið í mun til alt stríðið, tey hava havt. Hvussu ber tað til, at summi fáa viðhald, meðan onnur ikki fáa?

Eg havi sæð, hvussu summi fólk, ið hava arbeitt hart fyri at gjøgnumføra okkurt í nógv ár, við tíðini eru blivin støðugt meira desillusionerað og beisk í huga, tí tað ikki eydnast teimum at fáa viðhald frá øðrum. Tað eydnast teimum bara ikki at sannføra onnur. Tey halda seg kenna, at eingin skilir tey. Øll verðin tykist vera ímóti teimum. Í fleiri førum havi eg sæð, hvussu fólk at enda máttu uppgeva ein lívsdreym, og eru blivin tunglynt og ørg inn á mest sum alt og øll.

Um tú brennir fyri onkrum og upplivir mótgang á vegnum, sum fær teg at kenna teg mótfalna/n, so hevur tú kanska brúk fyri hesum ráðum.

Hvat fokuserar tú á?
Tað, sum onkuntíð hendir, tá fólk renna høvdið móti einum múri ov ofta og kenna, at eingin lurtar veruliga eftir teimum, er, at tey so við og við  - væl skiljandi – gerast sera kedd og hørm um allar hurðarnar, sum lata seg aftur fyri teimum, hóast tað einasta, tey vilja, er, at gera alt fyri eina góða sak. Vandi er tá fyri, at tey kenna seg so sperd, at tey stara seg blind á tær afturlatnu hurðarnar. Tey byrja at fokusera alt ov nógv á tað, sum IKKI eydnast, at øll orkan fer til at harmast. Hóast ein kennir seg at hava góða orsøk til at vera harmur, so er vandi fyri, at hetta viðvirkar til, at ein gerst sín egni versti fíggindi.

Tað er spell, tí brúkar tú ov nógva orku uppá at harmast um afturlatnar hurðar, endar tað sannlíkt við, at tú onga orku hevur eftir at arbeiða fyri sakini við. Tú kanst gerast demotiverað/ur. Tú kanska væntar tær einki gott at enda og billar tær inn, at eingin vil hjálpa tær. Hetta er ein sera óheppin støða at koma í. Tú byrjar kanska at útstrála mótfalni og ein beiskleika, sum ikki er serliga tiltalandi fyri onnur og bara ger støðuna enn verri fyri teg. Tú kanst enda við støðugt at uppliva at fólk taka frástøðu frá tær.

Tú framkallar soleiðis júst tað, sum tú óttast so nógv fyri og viðvirkar sjálv/ur til eina sjálvsuppfyllandi profeti: “Hygg, tað er, sum eg sigi! Einki riggar! Eingin skilir, hvussu týdningarmikið hetta er! Fólk hugsa bara um seg sjálvi…!” ella okkurt líknandi. Um tú so enntá fert út og sigur tað hart, so kenna fólk seg kanska stoytt av tínum útsøgnum. Vandi er fyri, at tú soleiðis stoytir fólk frá tær. Tey kanska leypa á teg aftur og ákæra teg. Og so endar tú við at kenna teg órættvíst viðfarna/n og váttaða/n í niðurstøðuni, at tað má vera hinum, sum galið er við, tí hvussu kunnu tey ikki taka undir við tínari góðu søk…? Men kanska gera tey tað… tey taka bara ikki undir við tínum máta at vera uppá.

Onkur fólk, sum uppliva mótgongd, gerast so beisk, at tey beinleiðis fara í innetnan hernað móti teimum, sum tey fata sum síni argastu mótstøðufólk, og enda við at brúka alla sína orku uppá ókonstruktivt stríð við onnur.

Tekur tú ímóti tí, sum verður tær bjóðað?
Tá fólk koma sær í eina slíka støðu, hava tey lætt við at gloyma at hyggja rundan um seg og fáa eyga á, um tað hóast alt eru onkrar hurðar, sum standa á glopp, har tær hendur eru, sum vilja rætta eina hjálpandi hond.

Tað kann vera, at tú ikki hevur tikið ímóti hjálp, sum tú fært bjóðað, tí tú antin ikki fær fatar tað sum nakra hjálp, ella heldur, at hjálpin, tú fært boðið, ikki er nóg mikið – ella ikki tann rætta hjálpin. Tað kann vera, at tú hevur start teg blindan á onkran ávísan instans, sum tú heldur eigur at hjálpa tær, men sum tú upplivir bara avvísir teg, meðan tú ikki fært eyga á tey, sum hóast alt hava hug at hjálpa, tó at tað kanska ikki er í so stóran mun, sum tú kundi ynskt tær.

Brúkar tú alla tíðina uppá at banka uppá stongdar dyr, har tú HELDUR, at tú eigur at fáa hjálpina, ístaðin fyri at viðurkenna og virðismeta tey, sum hóast alt vilja stuðla tær, um tað so bara er eitt lítið sindur – so er vandi fyri, at tær hurðar, sum standa á glopp, kanska eisini spakuliga byrja at lata seg aftur. Fáa fólk, sum vilja veita tær hjálp, fatan av, at hjálp teirra ikki verður virðismett, ella ikki verður brúkt til nakað, ella tú enntá finst at teimum, tí tey ikki hjálpa nóg mikið ella nóg væl, so er stórur vandi fyri, at tey ístaðin fyri at vera viðhaldsfólk, gerast tíni mótstøðufólk.

Munurin millum sukses og fiasko
“Tricks’ið” at sleppa undan hesi óhepnu støðu, er endiliga IKKI at fella fyri freistingini at kenna seg sum eitt offur fyri umstøðurnar – “Eingin skilir meg!” – men at halda fokus á glottarnar og dyrka teir. At taka ímóti, uttan at krevja meira av fólki, enn tey sjálvboðið bjóða tær. Og at fáa øll, sum vilja geva bara tað minsta ískoyti, til at kenna seg væl og virðismett – ja, kanska enntá sum part av einum serligum “eksklusivum klubba”. Tú mást fyri alt í verðini varðveita jaliga og opna hugburðin og taka ímóti allari ti hjálp, tú yvirhøvur KANST fáa – eisini hóast hjálpin kanska er lítil, ella kanska ikki er akkurát tað, tú vilt hava, og als ikki tykist at vera nóg mikið.

Minst tó til, at nógvar smáar áir gera stórar áir. Tað ræður um at inspirera onnur, so tey veruliga fáa hug til at vera við til at stuðla tínari søk. Um tú bara gongur runt og ert ónøgd/ur, so missa onnur motivatiónina til at hava nakað við teg at gera. Lær teg heldur at seta prís uppá ein og hvønn, sum bara vísir seg eitt lítið sindur jaligan.

Sjálvt minsta hjálpin kann, um ikki annað, brúkast til spakuliga at byggja upp eitt netverk av viðhaldsfólkum og stuðlum, sum kunnu fáast at samkenna seg við sakina, sum tú brennir fyri, soleiðis at tey meira ella minni koma til at virka sum ambassadørar fyri sakina. Harvið ber til at vekja fagnað og spakuliga at vinna fleiri og fleiri fyri sakini. Tú gert teg sjálva/n, so at siga, til ein motiverandi, íbásandi oddamann fyri eina heila rørslu.

Tað er ofta hetta, sum ger munin millum sukses og fiasko.

Góður leiðaraskapur vinnur á mál
At verða oddamaður fyri eina heila rørslu krevur góðan leiðaraskap. Góður leiðaraskapur er at fáa fólk at trúgva uppá eina felags visjón. Ert tú sannførd/ur um, at tú hevur eina góða sak, so er tað helst rætt, at hon ER góð. So hevur tú allar møguleikar fyri at “selja” hesa sak, nettupp sum eina góða sak, onnur kunnu samkenna seg við og taka undir við. Hon skal bara orðast rætt og væl og kunnast út til onnur á ein hátt, soleiðis at flest møgulig skilja, hvussu fantastisk og munagóð sakin hjá tær veruliga er. Umframt at sjálvt minsti stuðulin kann gera mun!

Tað sigur seg sjálvt, at tað er torført at fáa onnur til at trúgva uppá eina sak, sum ein sjálv/ur hevur ilt við at trúgva uppá kann eydnast. Soleiðis fær ein ikki nógv viðhaldsfólk – og als ikki nakra fólkarørslu á glið. Tey allarfægstu hava hug til at fara upp í eina “rørslu”, har fokus er á forðingar og tað, sum IKKI eydnast. Tað er nógv meira gevandi og íblásandi – og gevur nógv meira trúgv á framtíðina – at vera við í eini rørslu, har fokus er á loysnir, sum eru innlýsandi góðar og hentar fyri øll, og sum øll kunnu fortelja víðari við sannføring.

Tí er so týdningarmikið – um tú ætlar tær at fáa nakað ígjøgnum – at tú bert teg at sum ein góður leiðari. Tvs. at tú fyrst og fremst fokuserar á at visualisera trúverdugar loysnir, sum fólk lætt kunnu síggja fyri sær. Fyrst tá er møguleiki fyri eisini at sannføra og fáa onnur til at trúgva uppá og taka undir við tí, sum tú brennir fyri, soleiðis at tey sjálvi fara út at “smitta” onnur við eldhuganum fyri sakini.

Eg ynski tær alla góða eydnu við at gjøgnumføra tína søk. :-)

Elin Brimheim Heinesen, samskiftisráðgevi

P.S. Hevur tú brúk fyri hjálp til at orða tað, sum tú brennir fyri, á ein hátt, sum virkar sannførandi á onnur? So vil eg fegin hjálpa tær við at orða tína viðsjón. Set teg vinaliga í samband við meg her.

Comments

comments

Powered by Facebook Comments

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2012/06/05/hvussu-faert-tu-vidhald-fyri-ti-tu-brennir-fyri/