«

»

Apr 23 2012

Print this Post

Hvussu kann tað almenna hjálpa filmsvinnuni?

Skulu Føroyar hava eina filmsvinnu? Eru Føroyar ikki ov lítlar til at hava eina filmsvinnu? Hetta vóru viðkomandi spurningar bert fyri fáum árum síðani, men vilkorini fyri filmsvinnu eru so nógv broytt í dag, at sannlíkindi fyri, at tað kann loysa seg at gera íløgur í eina føroyska filmsvinnu, eru nógv størri nú enn bert fyri fáum árum síðani. 

Eftir Elina Brimheim Heinesen, filmshandritahøvund og stjóra á SamViti, 2008

Við mentu tøknini, bíligari framleiðslutólum, øktum eftirspurningi og nýggjum altjóða distribusjónsmøguleikum, umframt at Føroyar longu hava eitt spírandi filmsumhvørvi og eitt vaksandi tal av fólkum, sum vilja arbeiða við filmi, eru møguleikarnir fyri at menna eina lønsama filmsvinnu í Føroyum nógv meira sannlíkir í dag.

Filmsmiðilin hevur ongantíð havt størri týdning fyri okkum enn nú, tí í alheiminum er filmur tann miðilin, sum nógv flest fólk brúka at miða seg eftir. Filmsmiðilin hevur tí eitt ómetaliga stórt árin í mun til aðrar miðlar – bæði í mun til at branda land okkara í útheimi og ikki minst í mun til at varðveita og skapa egnan samleika. Royndir aðrastaðni vísa, at almennar raðfestingar kunnu hava serstakliga stóran týdning í mun til at menna filmsvinnu – og at tað ikki altíð noyðist at kosta so dýrt. Íløgurnar kunnu koma fleirfaldaðar aftur. Tí er hetta evni vert at taka í álvara.

Hvat hevur virkað aðrastaðni?
Vit kunnu kanska hyggja at, hvat hevur virkað væl aðrastaðni politiskt í mun til at fáa eina virkna filmsvinnu. Harumframt kunnu vit meta um vilkorini fyri filmsvinnu í heila tikið í løtuni, og hvønn leiklut hesi vilkor spæla fyri, hvørjar politiskar avgerðir eru skilabestar at taka á filmsvinnuøkinum.

Royndirnar eru, at har sum tað almenna t.d. gevur nógvan stuðul til lokalar sjónvarpsstøðir, veksur ofta fram eitt virkið filmsframleiðsluumhvørvi kring støðirnar. Serliga um sjónvarpsstøðirnar verða álagdar at hava ein aktivan politikk um at skula vísa eina ávísa nøgd av lokalt framleiddum filmum.

Aðrastaðni hevur í mong ár verið siður at leggja mesta dentin á at fíggja útreiðslur – tvs. stuðla einstøkum filmsverkætlanum og filmum, sum eru ætlaðir biograf-áskoðarafjøldini fyrst og fremst. Men rákið í Evropa nú er at stuðla einstøkum filmsframleiðslum lutvíst eitt sindur minni og stuðla menning og marknaðarføring av filmsvinnu sum heild lutvíst eitt sindur meira – harímillum at stuðla filmsútbúgvingar og undirstøðukervið, t.d. við at leggja filmsundirvísing í skúlarnar og gera filmsverkstovur.

Nýggj vilkor fyri filmsvinnu
Ein av orsøkunum er helst tann, at vilkorini fyri filmsframleiðslu eru nógv broytt við talgildingini og skjótu menningini av KT-tøknini. Framleiðslutólini eru blivin ómetaliga nógv bíligari, og filmur verður ikki longur bara vístur í biografum, men eisini í vaksandi talinum av sjónvarpsræsum og ikki minst á internetinum. Harvið gerst filmsvinna meira fólkslig og minni elitu-merkt, tí tað nú er møguligt og ráð hjá nógv fleiri at fáast við framleiðslu av filmum. Nógv dømi eru um bíliga filmsframleiðslu, sum hóast hon ikki hevur kostað nógv, kann hava góðsku á høgum støði og vekja altjóða ans. Myndugleikarnir meta tí, at tað er skilagott at brúka orku uppá førleikamenna eina breiðari fjøld á økinum.

Hetta má tó gerast uttan heilt at burturraðfesta at stuðla einstaklingum og størri kostnaðarmiklari filmsverkætlanum, ið eisini hava týdning bæði sum góð fyridømi fyri grasrøturnar og fyri at varðveita og halda lív í einum livandi og førleikamennandi professionellum filmsumhvørvi, sum meira sannlíkt kunnu skapa framleiðslur, ið standa seg í kappingini á altjóða filmsmarknaðinum.

Fleiri ung ynskja at arbeiða í filmsvinnu
Áhugin fyri at fáast við upplivingarvinnu og skapandi framleiðslu – herundir filmsframleiðslu – er vaksandi í stóran mun millum ung, sum í størri og størri tali søkja sær útbúgving á tílíkum økjum. Eftir lokna útbúgving fara hesi fólkini har, sum arbeiðspláss eru fyri tey, og tí hevur tað týdning at kunna bjóða teimum arbeiði og eitt hóskandi fakligt avbjóðandi umhvørvi at arbeiða í. Hetta er ikki minst galdandi í Føroyum, har vit í serligan mun mangla heil ættarlið av ungum fólkum – og har vit í serligan mun eisini mangla arbeiðspláss á skapandi økinum. Hetta er óheppið, tí at fleiri og fleiri ung ynskja at hava teirra livibreyð á tílíkum økjum. Tað er skilagott av teimum, tí eftirspurningurin eftir filmsframleiðslu er nógv vaksandi á altjóða marknaðurin. So hví ikki fáa part í hesi framleiðslu, leggja hana í Føroyum og harvið skapa arbeiðspláss til hesi ungu fólkini her?

Filmar eru við til at branda lond
Eisini verður størri dentur í dag lagdur á at stuðla ikki bara spælifilmum, men eisini t.d dokumentarfilmum, søguligum filmum og filmum, sum á ein ella annan hátt kunnu ‘selja’ eitt øki – tvs. hava eitt ávíst marknaðarføringsárin fyri økið. Myndugleikar síggja fyrimunir av at stuðla eisini tílíkari filmsframleiðslu, tí umframt at skapa arbeiðspláss, kunnu slíkir filmar vekja ans í útheiminum fyri júst teirra landi ella øki. Dømi eru um, hvussu ljós er varpað á ymisk útjaðaraøki á henda hátt, sum hava fingið stóran vinnuligan ágóða av hesum. Myndugleikar meta eisini, at tað er skilagott soleiðis at seta fígging av til varðveitslu av mentanararvinum, sum eisini fevnir um filmar.

Ymisk lond – t.d. Ísland – hava havt eina strategi, har tey gera tað so høgligt og bíligt sum gjørligt hjá útlendskum filmsframleiðarum at taka upp filmar í landinum við at geva filmsframleiðarunum skattligar fyrimunir og bjóða teimum framleiðslutól og lutvíst bíliga arbeiðsmegi á staðnum, so tey ikki noyðast at hava hetta við sær. Afturfyri fær landið so altjóða umrøðu, arbeiðspláss og førleikamenning á økinum fyri lokalu arbeiðsmegina. Henda strategi hevur fyri Ísland merkt, at fleiri Hollywood-filmar og onkur James Bond filmur eru tiknir upp í Íslandi. Hetta hevur aftur havt stóra jaliga ávirkan á ferðavinnuna í landinum.

Økt tilvitan um virði av filmsvinnu
Tilvitanin í flestu londum økist um, hvussu stóran týdning filmsvinna hevur fyri mentanarliga samleikan í einum landi, umframt hvussu stórt marknaðarføringsvirði filmsvinnan hevur – og tí er politiski viljin til at gera íløgur í filmsvinnu frá almennari síðu vaksandi í flestu londum, vit ofta samanbera okkum við. Tilvitanin um, hvussu neyðugt tað er hjá almennu ella politisku myndugleikunum, sum sita á avgerðunum, at gera heildarætlanir fyri at fáa gongd á filmsvinnu, økist eisini.

At gera heildarætlanir fyri filmsvinnu merkir t.d. at neyðugt er at velja innsatsøki, har ein ofta byrjar við at leggja eitt støðugt grundstøði undir eina filmsvinnu og filmsframleiðsluvirkini í landinum. Heildarætlanin má eisini innihalda ætlanir fyri, hvussu ein fær íløgur til vega frá vinnuni og privatari síðu og ger átøk, sum skulu selja framleiddu filmarnar uttanlands. Soleiðis fæst gongd á eina handilsliga framleiðslu, sum skapar peningarensl og virðir at byggja víðari á. Henda strategiin tykist eisini ofta at hála eisini grasrøturnar uppeftir og skapar fígging og rúm fyri teimum eisini.

Eitt annað, sum verður hildið at hava stóran týdning fyri at halda filmsvinnuhjólini í gongd, er at uppala áskoðarafjøldina til virkið at síggja og brúka film – t.d. við at skapa ans um film við at halda filmsstevnur, har virðislønir verða handaðar, fáa fjølmiðlar at skriva um og viðgera filmar, umframt at hava filmsundirvísing í skúlum o.a.

Hvussu kann tað almenna stuðla filmsvinnu?
Uttan almennan stuðul ber ikki til at fáa eina filmsvinnu í gongd í Føroyum. Hetta er ein sannroynd í øllum teimum londum, sum hava eina filmsvinnu. Men nógvir ymiskir mátar eru at stimbra og stuðla filmsvinnu. Spurningurin er, hvat er skilabest hjá okkum at gera.

Í teimum londum, har tað almenna stuðlar filmsvinnu, er altíð tvídráttur ímillum tveir málsetningar: Eigur ein fyrst og fremst at stuðla eini framleiðslu, sum mest leggur dent á mentanarlig og sosial virði – ella eigur ein mest at stuðla menningini av einum filmsídnað, sum skal geva ítøkilig fíggjarlig avkøst? Nógva staðni verður valt at løna teimum, sum tað gongur væl hjá – altso filmskaparum, sum á ein ella annan hátt hava víst sítt virði og fingið viðurkenning. Men hvussu metir ein um úrslitini? Er tað talið av góðum ummælum, av altjóða virðislønum, ella er tað talið av seldum biografatgongumerkjum, sum avger, hvussu góð úrslitini eru?

Ymiskir stuðulshættir
Tað er ymiskt frá landi til land, hvat myndugleikarnir meta um, hvør stuðulsháttur er tann mest virkni og mest stimbrandi fyri filmsvinnuna. Almennir myndugleikar stuðla ofta filmsvinnu ígjøgnum eina samanseting av ymiskum mátum at fáa fígging til vega – t.d.:

  • Við beinleiðis fígging – bæði frá altjóða grunnum, so sum frá grunnum undir Norðurlandaráðnum ella EU, og frá lokalum almennum kassum, so sum mentamálaráðum, almennum mentanargrunnum ella vinnuframagrunnum.
  • Gjøgnum umflyting av fígging – t.d. við at leggja avgjald á útlendskar innfluttar filmar, har avgjaldið fer í ein kassa, sum beinleiðis stuðlar lokalu filmsvinnuna, eins og tað verður gjørt við avgjøldum av fløgum og kassettubondum, sum síðani verða býtt út til tónleikarar.
  • Gjøgnum avgjøld og skattatillagingar – t.d. við avtøku ella niðursetan av tolli og MVG.
  • Við óbeinleiðis fígging – har upphæddir verða t.d. settar av fíggjarlóg ella kommunukassum til stovnar, sum hava til endamáls at fremja íblástur til nýskapan, menna og marknaðarføra nýggjar vinnur, vørur og tænastur, og skapa arbeiðspláss við at draga kapital og aktivar íløgur til – umframt við at menna infrastrukturin.

Hetta eru alt ymiskir mátar at royna at náa tað sama – at verja, stuðla og fáa gongd á lokalu filmsvinnuna. Sum nevnt eru fleiri vegir at stuðla, men hvat er viðkomandi fyri okkum í Føroyum?

Óbeinleiðis stuðul til filmsvinnu
Ein stovnur sum SamVit t.d. hevur til uppgávu stimbra nýggjar vinnur og fremja nýskapan og hevur ymiskar verkætlanir, ætlaðar til at fremja filmsvinnu í Føroyum, harímillum at gera kanningar av ávísum vinnuøkjum og skriva tilmæli um, hvat loysir seg, luttaka á sølustevnum og ráðstevnum fyri at selja og netverka, umframt skipa fyri filmsummarskúla. Ein var í 2006 og aftur ein verður í 2009. Kommunur kunnu t.d. gera íløgur í framleiðslutól og filmsverkstovur – eins og Tórshavnar Kommuna ger, tá hon fíggjar virksemið í filmsverkstovuni Klippfisk. Og tað almenna hevur møguleika til at hækka játtanina til Kringvarpið, sum antin kann framleiða sjálvt ella vera keypari av føroyskari filmsframleiðslu og harvið óbeinleiðis stuðla føroyskari filmsvinnu. Hetta eru átøk, sum øll eru stak viðkomandi fyri at leggja lunnar undir eina filmsvinnu í Føroyum.

Ein annar máti, sum kundi verið ein høgligur stuðulsháttur og viðkomandi fyri okkum, er at gera skattligar tillagingar ígjøgnum avtøku ella niðursetan av tolli og MVG. Skattligar tillagingar eru ofta tann høgligasti mátin hjá tí almenna at stuðla, tí tað er lættari hjá almennu myndugleikunum at seta almennu inntøkurnar eitt sindur niður heldur enn at økja um tær almennu útreiðslurnar. Umframt at ein kann verja tílíkar tillagingar við, at inntøkurnar sannlíkt koma inn aftur í lands- og kommunukassarnar aðrar vegir, tí tað skapar møguleika fyri, at fleiri arbeiðspláss verða skapt. Slíkar tillagingar hava eisini tann fyrimunin, at tað er marknaðurin, sum av sær sjálvum syrgir fyri at javnbýta ressursurnar, heldur enn at almenni myndugleikin ger býtið.

Beinleiðis stuðul til filmsvinnu
Møguleiki er sjálvandi eisini at raðfesta at geva beinleiðis fíggjarligan stuðul til at niðurseta útreiðslurnar hjá filmsframleiðarum. Beinleiðis stuðul t.d. frá lokalum myndugleikum, so sum mentamálaráðum og mentanargrunnum, verður mest brúktur til at stuðla filmsframleiðslu, sum kanska ikki kann væntast at hava nakað serligt lønsemi, men sum tó heldur eini filmsvinnu í gongd. Eftirspurningur eftir tílíkum stuðli vísir seg at vera nokkso støðugur, og upphæddirnar, sum verða settar av til tað í ymiskum londum, eisini. Her er tað ein politisk raðfesting í hvønn mun ein ynskir at økja um ískoyti til mentanararvin í landinum við at tryggja, at filmar í heila tikið verða framleiddir, líkamikið um teir geva fíggjarligt avkast ella ei.

Men ikki allir beinleiðis stuðulshættir eru líka viðkomandi fyri okkum – t.d. tá myndugleikar velja at umflyta fígging við at leggja skattalíknandi avgjøld á útlendskar filmar, sum verða vístir í biografum og sjónvarpi, og flyta avlopið til lokalar filmsframleiðarar. Hesin mátin ber næstan bert til at brúka í størri londum, t.d. í Frankaríki, sum hevur ein stóran marknað fyri filmum, og má sjálvandi hava fulla undirtøku frá sjónvarpsrásum og biografum fyri at kunna virka.

Ein møguleiki hjá okkum fyri at fáa lut í fígging til stórar og dýrar filmsframleiðslur úr altjóða grunnum, er, eins og onnur smærri lond ofta gera, at luttaka í felags framleiðslum við onnur lond. Men hetta er ikki altíð nakar lættur máti at arbeiða. Tað krevur øgiliga orku at fáa fígging til vega og at samskipa arbeiðið. Og úrslitini eru heldur ikki altíð líka heppin, tí tað ofta krevur, at filmsframleiðararnir binda seg til at gera filmar eftir leistum, har atlit skulu takast til ymisku luttakandi londini, men sum kunnu forða listarliga frælsinum.

Hvørji ítøkilig stig eru neyðug at taka nú?
Jalig stig eru tikin seinastu fáu árini, men stigini muna ikki so nógv, um ikki tey er partur av eini langtíðarheildarætlan. Eingin ivi er um, at orka eigur at setast av nú til at gera eina politiska heildarætlan, um verulig gongd skal fáast á eina filmsvinnu í Føroyum, og um ein ynskir at tryggja, at tey stig, sum higartil eru tikin, ikki skulu detta niðurfyri og vera til fánýtis.

Henda ætlan má seta sær realistisk mál fyri eitt ynskiligt tal av filmum, ein ynskir skulu framleiðast í Føroyum yvir so og so langa tíð. Haraftrat mugu mál setast fyri útbúgving og menning sum ein integreraðan part av at fremja talent, førleikar og ressursur, ið eru neyðugar fyri at kunna skapa eitt nøktandi góðskustøði og tryggja, at okkara lokalt framleiddu filmar verða so væleydnaðir sum gjørligt. Tað kann vera stuðul til útbúgvingarstovnar og verkstovur, men eisini stuðul til fólk, sum ynskja at fara út í heim til stimbrandi filmsumhvørvi aðrastaðni at útbúgva seg og knýta virðismikil sambond.

Menning og marknaðarføring alneyðug
Tað tykist ofta at loysa seg væl aðrastaðni at leggja dent á at menna sterkar filmsframleiðslufyritøkur, sum hava trúvirði og kunnu draga góða og føra arbeiðsmegi til – og íløgur ikki minst. So hví ikki eisini leggja dent á hetta í Føroyum?

Tað vísir seg av royndum eisini at vera skilagott at styrkja søluliðið – tvs. at tryggja sær atgongd til marknaðirnar, brúka marknaðirnar best møguligt og spjaða filmsframleiðsluna so vítt gjørligt út í heim – við t.d. at stuðla luttøku á films- og sølustevnum osv. Her kunnu almennir og hálvalmennir stovnar t.d. gera mun sum samskiparar av tílíkum úteftirvendum átøkum, so hetta er eisini ein gongd leið hjá okkum.

Elin Brimheim Heinesen

Comments

comments

Powered by Facebook Comments

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2012/04/23/hvussu-kann-tad-almenna-verda-vid-til-at-faa-eina-filmsvinnu-i-gongd/