«

»

Aug 03 2011

Print this Post

Er føroyskt mál knortlut?

9D3C89C0-21DC-4DA6-83B0-212E882057A8

Skal málið gerast so einfalt sum gjørligt? Eg hoyri hetta so ofta sagt – og brúkt sum próvgrund fyri, at málið skal gerast einfaldari – at málið er jú “bara eitt amboð”, sum øll skulu kunna brúka. Jú, men… ER málið nú “bara eitt amboð”? Tað tykist mær at vera ein heldur fátæksligur máti at lýsa týdningin av málinum. Ikki tí… málið er avgjørt eisini eitt amboð, og helst mest tað, jú, jú.

Men málið er í mínum oyrum eisini sum tónleikur. Tað hevur ein estetikk. Tað kann vera vakurt. Tað kann vera stuttligt. Til ber at siga tað sama á ymsan hátt. Flestu mál eru tí rættiliga nuanserað. Mál kunnu hava eina dýpd, sum gera tey villingarsom og kanska meira gera samskiftið fløkjasligt, heldur enn at gera tað einfaldari.

Men tað er júst tað, sum ger mál spennandi! Og lív okkara ríkari. Og skapar stórar yrkjarar. Eg havi als einki ímóti einfeldi. T.d. haldi eg, at minimalistisku yrkingarnar hjá Christiani Matras eru nakað av tí fínasta skaldskapi, vit eiga. Men tað merkir ikki, at eg haldi, at tað er ráðiligt, at øll skulu málbera seg bara í einum einsljóðandi telegramm-stíli. Tað hevði gjørt málið sera fátækt, um fjølbroytni ikki má vera í málinum.

Um málið bara skuldi virkað sum eitt samskiftisamboð – og vit skuldu strembað eftir, at tað hevði mest møguligt beinleiðis samskiftisgagnvirði, so kundu vit kanska latið okkum lyndað og verið nøgd við nøkur fá, grundarleggjandi orð. So var alt so nógv, nógv einfaldari fyri øll og nógv “nemmari” (sum fólk siga í heilum – mær dámar betur at siga: lættari). Men hvat høvdu vit ikki mist?

Tíbetur er málið annað og meira enn “bara eitt amboð”! :-)

Nú tosað verður um, at tað er so stórur munur á talu- og skriftmáli…

Eg veit ikki hví, at summi halda føroyska mállæru vera so tunga og føroyskt skriftmál vera so knortlut, at talumálið ikki kann laga seg meira eftir skriftmálinum.

Tað er møguligt, at onkur skrivar so knortlut, at tað hevði ljóðað løgið – kanska enntá andskræmiligt – sum talumál, men tá eg lesi tey íkøst, sum t.d. tann málkøna Elin Henriksen skrivar her á Facebook – t.d. á síðuni hjá bólkinim “Føroysk rættstaving” – so er tað ein sonn fragd at lesa hennara málbering, tí hetta er sera gott føroyskt.

Málið hjá Elini er leikandi lætt at lesa – og hoyra eisini! Eg kenni Elina væl, og veit, at hon tosar (næstan) sum hon skrivar. Har er sera lítil munur millum skrivaða og talaða orðið. Uttan at tað á nakran hátt ljóðar tilgjørt. Bara heilt náttúrligt.

Tað vil siga, at tað ber saktans til – hjá summum – at lata talumálið og skriftmálið nærkast hvørjum øðrum, uttan at tað ger mál teirra tyngri og meira knortlut fyri tað. Tvørturímóti.

Elin, tú ert ein sera góð málslig fyrimynd – uttan at eg skal gloyma mong onnur góð, málkøn fólk, sum eisini duga sera væl at málbera seg lætt og vakurt, bæði á skrift og í talu. Høvdu fleiri sæð virði í so góðum málburði.

Tað er í grundini ein spurningur um, hvat føroyingar vilja við egnum máli í framtiðini. Tað eru vit, sum við okkara hugburði avgera lagnuna hjá málinum.

Summi siga, at málið verður ov klombrut av, at vit ikki loyva málinum at ‘útvikla’ seg náttúrliga – tvs. ikki loyva danismum og øðrum ávirkanum uttanífrá á málið. Lat tey ungu tosa sum tey tosa, siga tey.

Eg haldi meira, at vandin økist fyri, at málið verður fátæksligt og klombrut, um vit ikki virða tað fantastiska vakra, fjølbroytta og væl nýtiliga málið, sum vit í veruleikanum longu hava – og um vit ikki royna at læra tey ungu, hvussu væl tað i veruleikanum ber til at orða seg á egnum máli – eisini um tað, sum fer fram millum ung í dag.

Um vit lata standa til og einki gera fyri at verja málið, so verður tað skjótt so mikið individualiserað og avlagað til okkurt, sum fer at gera tað torførari at samskifta manna millum – ikki minst millum ættarliðini.

Og jú, eg eri vís í, at tað ber til at vísa seg sum fyrimyndir og vísa teim ungu, at tað ber til at tosa føroyskt, uttan at noyðast at taka øll møgulig fremmandorð inn í málið, har vit hava góð føroysk orð frammanundan. Eins og foreldur mugu seta mørk, fyri at børn skulu kenna seg trygg, so kunnu eldru ættarliðini saktans vísa teim ungu vegin, uttan at tað er tað sama sum at illkenna teirra veruleika.

Tað er jú undir øllum umstøðum teirra val, um tey vilja taka eftir teim eldru ella ikki, men eg haldi, at tey hava uppiborið at fáa tilboðið, so tey hava eitt val.

Til spurningin, um hesi vanlukku ð’ini…. At taka ð so vítt gjørligt burtur úr málinum, svarar í mínari verð eitt lítið sindur til t.d. at taka tónar burtur úr 12-tónaskalaini, sum vit kenna mest til. Sum at taka bláu tónarnar út úr blues-tónleiki.

Kanska duga øll ikki at síggja tað, men ð’ini hava eina funktión í málinum, sum serkennir júst okkara mál. Og tað ER ikki torført at læra seg at seta ð og ogna sær hetta, sum ein náttúrligan part, um ein tímir at seta seg inn í tað. Tað er altso ikki bara elitan, sum kann finna út av tí. Tað er nakað tvætl.

Hetta kann ivaleyst virka provokerandi uppá onkran, men tíverri eru summi bara ov “dovin” til at royna at læra seg mállæruna. Tað gerst so ikki við. Men eg haldi ikki, at vit skulu broyta mállæruna einans orsaka av “dovinskapi” hjá summum.

Síggi ofta, at mong blíva við at koma við uppáhaldinum, at føroyskt er óhóskandi og ikki kann brúkast í eini modernaðari verð. Hetta haldi eg eisini er nakað tvætl, hóast eg væl kenni til hetta frá mær sjálvari. Eg veit væl, at tað kann kennast trupult við tí føroyska, serliga tá ein býr uttanlands. Eg havi sjálv búð uttanlands í 24 ár, har eg mátti sita við orðabók, tá eg skuldi skriva okkurt á føroyskum. Eg kundi velja at ilskast inn á tað, ella velja at taka tað sum eina avbjóðing. Eg gjørdi tað síðsta, tí tað er og verður ein spurningur um val og hvønn hugburð, ein hevur til føroyskt, um ein vil læra og ogna sær tað ella ikki, soleiðis sum tað er. Tað er ikki lætt, tí ávirkanin frá øðrum málum er so massiv. Men júst tí, skulu vit verja um málið.

Sjálvandi skal málið hava loyvi til at menna seg við tíðini og sjálvandi skulu vit ikki lúka hvørt einasta fremmandorð burtur úr málinum, men eingin orsøk er til at “blaka barnið út við baðivatninum” (sum danir taka til) og gera málið tannleyst og fremmant fyri sær sjálvum við at sleppa øllum teymunum. Vit mugu vera góð við málið, tí tað kann í roynd og veru so ræðuliga nógv meira, enn nógv halda, um bara vit eru opin fyri tí og brúka málið aktivt.

T.d. áttu fleiri fólk at lisið fleiri føroyskar bøkur. Jú meira føroyskt, vit lesa, tess meira náttúrligt (og moderna) kennist tað føroyska. Eg havi lært ómetaliga nógv hesi seinastu 4 árini, eftir at eg búsetti meg í Føroyum aftur. Tað er so nógv, sum í dag kennist heilt náttúrligt í mínum málburði, sum eg ikki kundi funnið uppá at tikið uppá tungu, tá eg var burtur, tí tað kendist so fremmant tá. Men tað ger tað ikki meir.

Um tað ber til hjá mær at ogna mær málið aftur sum nakað náttúrligt, ber tað helst eisini væl til hjá øðrum, vildi eg meint. Men bert um fólk vilja og tíma.

Samleiki okkara liggur jú í ógvuliga stóran mun í málinum. Um vit lata málið fara, so missa vit eisini serliga samleika okkara. Tíma vit at vera føroyingar ella tíma vit ikki? Tað er spurningurin….

Comments

comments

Powered by Facebook Comments

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2011/08/03/er-foroyskt-mal-knortlut/