Feb 17 2021

Samansvørjingarteoriir hjá QAnon slóða fyri harðræði

NeoNazis

Hvat hava neonazistar, New Age og aðrir trúarbólkar til felags?
Les greinina fyri at finna út av tí.

Trúgvin uppá samansvørjingar er í veruleikanum ein frávarpan av egnum ótta. Skjóti framvøksturin av samansvørjingarteorium seinastu tíðina avdúkar, hvussu óttafull og sinnisliga skamfílað nógv eru av støðuni í heiminum í dag, nú korona herjar. Máttloysið um ótryggleikan ger, at fólk kenna seg drigin at onkrum veruleikafjarum at balla seg inn í. Í fyrstu syftu følist tað betri og tryggari at vera í felag við samsintum um tað veruleikafjara, heldur enn at vera til staðar í veruliga veruleikanum. Men tað er sum at pissa í buksurnar fyri at fáa hitan. Tað vermir bara eina lítla løtu. Hetta er funnin fressur hjá QAnon, sum útvegar fólki upp í rúgvur av hugfloygdum, veruleikafjarum samansvørjingarteorium at gloyma seg burtur í. Samansvørjingarteoriirnar minna óhugnaliga nógv um tær hjá nazistunum í Týsklandi, har endamálið var at skapa ruðuleika, ið skuldi slóða fyri einaræðinum og fáa Hitler til valdið.

Óvissa fær fólk at royna at finna svarið í kaninholum
Ikki er lætt at fóta sær, nú heimsumfatandi koronafarsóttin hevur kollvelt lívið, soleiðis sum vit kendu tað áðrenn. Eingin er óávirkaður av farsóttini. Men hon hevur havt ymiskt árin á ymisk fólk. Summi hava valt at liva sunnari. Onnur hava valt at gera júst tað øvuta. Summi hava kanska fingið tættari tilknýti til familjuna og vinirnar. Onnur hava avbyrgt seg frá øðrum. Summi hava sett ferðina niður og hava kanska endurskoðað arbeiðslív sítt og lívið í heila tikið. Onnur lata eyguni aftur og royna at tráhalda um tað, sum var áðrenn koronu.

Koronafarsóttin hevur avdúkað nógv um okkum menniskju, har sannleikar eru komnir fram um okkum sjálvi og um samfelagið sum heild, ið vit ikki vitstu um áðrenn. Um tað nakrantíð var ein gyltur møguleiki til at rannsaka seg sjálvan og hugsavna seg um tað uttan at vera órógvað og uttan umberingar, so hevur hetta verið tíðin til at gera tað. Kortini hava nógv gjørt júst tað øvuta. Tey hava noktað at viðurkent veruleikan, sum hann er, og hava roynt at finna fótafesti í øllum ótryggleikanum við at fara niður í sonevndar “kaninholur” at royna at finna svarið í alskyns samansvørjingarteorium.

Tað er ikki løgið, at trúgvin uppá samansvørjingarteoriirnar hevur fingið økta undirtøku, meðan farsóttin hevur herjað. Tað var væntandi, tí tað er á ein hátt onkursvegna lættari at sannføra seg sjálvan um, at ein samansvørjing er “sannleikin”, heldur enn at sita miðskeiðis í ruðuleikanum, sum farsóttin hevur verið atvold til, og viðurkenna, at samfelag okkara er rættiliga viðbrekið, og at vit als ikki hava so nógv tamarhald á tilveruni, sum vit hava hildið okkum hava. Tá er skjótt, at fólk gerast óttafull og altrá eftir – bara onkursvegna – at fáa vissu fyri, hvussu tingini hanga saman.

Hvør er mest stýrdur av ótta?
Hetta hevur verið ein ræðandi tíð, har allur heimurin hevur livað við eini hóttan, sum er torfør hjá tí einstaka at yvirskoða og skilja. So trongdin eftir at fáa okkurt fast at halda í hevur verið øgilig. Men trupulleikin er, at tá fólk eru óttafull og altrá eftir vissu, eru tey eisini lættari at villeiða.

Mong hava valt at hava álit á, at vísindi og myndugleikar fóru at finna út av, hvussu trupulleikarnir verða loystir á frægasta hátt. Onnur hava øgiligt misálit á allar myndugleikar og velja heldur at trúgva tí, sum tey sjálvi finna meining í – eisini um tað merkir, at tey eru noydd at avnokta veruleikan. Hóast “vissan” hjá teimum er um okkurt, ið ikki er satt, so gevur hendan “vissan” teimum onkursvegna okkurt fast at halda í – og tað er uggi í tí.

Nógv ákæra onnur fyri at liva í ótta og fyri at vera “seyður”, sum bara blint fylgir øðrum, men hugsa ikki um, um tey sjálvi kanska líða av ótta, ið tey royna at halda burtur við at frávarpa hann yvir á onnur. Kanska eru tey ótilvitað enn meira stýrd av ótta. Fyri summi er tað óttin fyri at missa tamarhald. Fyri onnur er tað óttin fyri at skula noyðast at sleppa egnum vanum og gera okkurt annað, enn tey plaga, til fyrimuns fyri tað, sum er til gagns fyri felagskapin. Tey eru meira rædd fyri at skula noyðast at gera sær eitt sindur av ómaki í eina tíð, enn tey eru fyri veruligii hóttanini.

Kanska eru tey fólkini, sum lata seg í munnbind og halda seg mest heima, júst tey, sum eru tey djarvastu og mest næstakæru, og sum veruliga eru tilvitað um sannroyndina, at vit eru øll saman um hesa upplivingina, og at vit øll hava ávirkan á hvørt annað.

Torført at tosa saman, tá ein ikki trýr tí sama
Rangar upplýsingar, falstíðindi og kenslumanipulatión hevur altíð verið brúkt í søgu menniskjans til at villeiða fólk. Í søguni hevur hetta t.d. fingið fólk til at halda, at svørt menniskju ikki eru rættilig menniskju. Hetta hevur t.d. sannført foreldur um at brenna síni egnu børn, tí tey biltu sær inn, at børnini vóru heksir. Og hetta hevur t.d. fingið fólk at taka undir við átrúna ella øðrum sannføringum, sum tey vildu drepa onnur og seg sjálvi fyri.

Villeiðandi falstíðindi og rangar upplýsingar verða breidd út um allan heim umvegis internetið við vaksandi ferð. Ongantíð hevur gingið skjótari at breiða út falstíðindi. Tað hevur ført við sær, at fólk hava fingið alt meira ilt við at skilja ímillum, hvat er satt og ikki. Persónlig sjónarmið eru farin at viga tyngri enn fakta, tí alt verður gjørt til ein spurning um, hvat tú velur at trúgva. Fólk søkja saman í ekkorúm við øðrum, sum trúgva tað sama, har tey vátta hvørt annað í hesi trúnni uttan veruliga at seta spurnartekin við tað. Tað tykist meira umráðandi at kenna seg sum part av trúarfelagsskapinum. Trúgv verður mistikin fyri at vera fakta. Og fakta verða mistikin fyri at vera trúgv.

Hetta er ein vandamikil leið at fara, sum loypir split í dansin, tí tá ymiskir bólkar ikki trúgva somu fakta, verður tað sera torført yvirhøvur at tosa saman og blíva samdur um nakað. Skal mannaættin koma undan koronutíðini í øllum góðum, krevst at fólk læra seg at duga betur at skilja í millum, hvat eru villeiðandi falstíðindi, og hvat eru verulig fakta, soleiðis at vit fáa nøkurlunda sama faktuella grundstøði at taka støði í.

Gandahugsan og flýggjan frá veruleikanum
Koronatíðin hevur lært okkum, hvussu ófyrireikað mannaættin er, bæði mentalt og fyriskipanarliga, tá alheims kreppustøður koma fyri. Men tað er ikki lætt hjá stjórnum og heilsumyndugleikum at hava tamarhald á støðuni, tá so nógv velja at trúgva meira uppá pseudovísindi, sum tey lesa ella hoyra um á internetinum, enn tey trúgva teimum milliónunum av fólkum, sum hava halgað sítt lív til at granska – tað verið seg fólkaheilsu, farsóttir o.a.

Tað er ikki lætt at sannføra fólk um fakta, tá so nógv velja heldur at royna at finna meining og ugga í víðgongdum felagsskapum ella trúarsamfeløgum, ið taka frástøðu frá vísindaligum fakta og seta ofta hugfloygdar samansvørjingarteoriir ístaðin. Fyri mong virkar tað hugtakandi og dragandi at kenna seg sum part av átrúnaðarligum, politiskum og/ella nationalistiskum meira ella minni víðgongdum bólkum – á netinum ella IRL (í veruliga lívinum) – har tey fáa tey svarini, tey helst vilja hoyra, og har tey fáa ein felags fígginda at sameinast við onnur um at stríðast móti. Tað er hetta, sum eyðkennir sonevndu tribalismuna.

Men veruleikin er, at ofta er alt bara bygt á gitingar, ‘hearsay” og ynskihugsan. Í roynd og veru er talan um eina flýggjan frá veruleikanum, ald fram og eggjað av gandahugsan (magical thinking) og av kenslum, sum fólk leita upp at brúka at sissa seg sjálvi við. Tað er djúpast sæð ein máti at sleppa sær undan ábyrgd.

Tryggari at vera í tí veruleikafjara enn at vera í veruleikanum
Fólk tykjast ongantíð at hava verið meira ósamd og meira sundurbýtt, enn tey eru í dag, men ytstu veingirnir eru í veruleikanum ikki so langt frá hvørjum øðrum. Stórir partar av átrúnaðarligu og politiskt víðgongdu rørslunum fara so langt út til høgru ella til vinstru, at tey møtast aftur hinumegin kringin. Bólkar, sum annars tykjast at vera ósambæriligir – so sum nýnazististiska rørslan og New Age rørslan – eru í sínum fatanarliga misljóði (kognitiva dissonansi) í roynd og veru púra samdir um nógvar samansvørjingarteoriir og um sína avnoktan av fakta. Tí sóust so nógvir ymiskir bólkar luttaka í fullari semju í uppreistrinum móti kongressini í USA 6. januar 2021.

Hóast flest fólk eru grundfest í veruleikanum og eru at finna onkustaðni miðskeiðis millum teir ytstu veingirnar, er spenta átrúnaðarliga og politiska støðan í heiminum í dag ein áminning um vísdómin í at fara hóvliga fram og at velja millumvegin. Tí tað er har, størstu sannlíkindini eru fyri at finna sannleikan. Og tað er har, ein er minst ávirkiligur av tí fatanarliga misljóði, sum ofta endar við at føra fólk lúkst í víðgongdar rørslur, tey annars vildu tikið frástøðu frá. Rørslur, har tey lata seg stýra av reinum kenslum, heldur enn av skilvísi – og av hugfloygdum søgum, heldur enn av sannleikanum.

Hetta er ein heimur, har fólk kenna seg sum luttóku tey í einum action-filmi um tað góða mótvegis tí ónda, og at tey eru tey úrvaldu, sum hava fingið kallið at bjarga mannaættini undan einum fjaldum fígginda – einum loyniligum alheims felagsskapi, sum hevur til endamáls at gera fólkið til trælir hjá einum óndum alráðandi úrvalsliði.

Men trúgvin uppá samansvørjingar er í veruleikanum ein frávarpan av egnum ótta. Skjóti framvøksturin av samansvørjingarteorium seinastu tíðina avdúkar, hvussu óttafull og sinnisliga skamfílað nógv eru av støðuni í heiminum í dag, nú korona herjar. Máttloysið um ótryggleikan ger, at fólk kenna seg drigin at onkrum veruleikafjarum at balla seg í. Í fyrstu syftu følist tað betri og tryggari at vera í felag við samsintum um tað veruleikafjara, heldur enn at vera til staðar í veruliga veruleikanum. Men tað er sum at pissa í buksurnar fyri at fáa hitan. Tað vermir bara eina lítla løtu.

Skapa ein “vit ímóti teimum” mentalitet
Støðan í dag minnir tíverri ikki sørt um støðuna undan øðrum veraldarbardaga, tá fascisma og ymiskar átrúnaðarligar rørslur runnu saman næstan á sama hátt, sum vit hava sæð í seinastuni við QAnon rørsluni. Tað er eingin loyna, at Hitler, Hess, Himmler og nógvir aðrir førandi nazistar – eins og nógv av teimum, sum taka undir við Qanon-samansvørjingarteorium – vóru t.d. stak áhugaðir í gandahugsan, tvs. í tí átrúnaðarliga, í tí okkulta og paranormala, í shamanismu, í alternativum heilivági, í vistfrøðiligum og vegetariskum kostvanum, í homøopati, ja, sjálvt „anti-vaxxing“ og mongum øðrum, sum vit í dag seta í samband við New Age rørsluna.

Í teirra strategi at vinna viðhaldsfólk og heilatváa fólkið brúktu Hitler og nazistarnir – eins og Qanon – júst trúnna uppá loyniligar felagsskapir. Framferðarhátturin var við vilja at loypa ótta á fólk við at breiða út falska, ranga og villeiðandi propagandu, sum skuldi mana fram fíggindamyndir av einum ávísum bólki í samfelagnum – jødunum. Í dag eru tað framstandandi demokratar og sjónleikarar í Hollywood í USA, ið standa fyri skotum.

“Hitler og hansara nazistafelagar seldu týska fólkinum eina einfalda yvirnáttúrliga hugmynd og samansvørjingarteori, har allir trupulleikar hjá fólkinum vóru sagdir at vera íbirtir av einum loyniligum alheims úrvalsliði av ódjórum / blóðsúgvarum / devlum – tað vil siga jødunum. Men teir undurfullu lýsandi stríðsmenninir í nazistaflokkinum fóru at sigra á jødunum í einum alheims bardaga og hareftir fór at vera eitt gylt tíðarskeið við friði og kærleika. Nazistarnir trúðu fult og fast samansvørjingarteorium so sum Gerðabókini hjá Sions Elstu (The Protocol of the Elders of Zion), ið Hitler helt var ekta, men sum í veruleikanum varð skrivað og miðlað av fregnartænastuni hjá russiska Zarinum um aldarskiftið 1900 fyri at venda russiska fólkinum ímóti jødunum.”
– Jules Evans, Nazi Hippies.

Soleiðis skaptu nazistarnir ein “vit ímóti teimum”-mentalitet, har teir sannførdu fólkið um, at tað snúði seg um eitt trúarkríggj – at jødarnir veruliga vóru ein hóttan móti týska ríkinum, og at einans ein sterkur leiðari, Hitler, kundi fría fólkið frá hesum ‘vandamikla fígginda’. Nazistakrossurin var jú upprunaliga eitt friðarsýmbol. Hitler sannførdi eisini síni viðhaldsfólk um, at journalistar, granskarar og læknar vóru fólksins fíggindar, eins og Donald Trump ger tað í dag, sjálvsagt tí at hesi vóru størsta hóttanin móti fullkomna valdi hansara. Tað ráddi tí um at skaða trúvirðið hjá teimum mest møguligt.

QAnon brúkar somu strategi sum nazistarnir
Í dag síggja vit bæði høgravíðgongd og fólk úr ymiskum trúarbólkum trúgva júst tað sama – eggjað av Trump og Qanon, sum brúka júst somu strategi sum nazistarnir. Hetta er ein kultrørsla av oftast hvítum viðhaldsfólkum, har av nógv trúgva uppá hvítt yvirræði. Tey siga seg vera trúgvandi ella spirituell onkursvegna – og trúgva, at ein loyniligur bólkur av kendum fólkum og demokratum í USA valdstaka og eta børn fyri at liva longri, og at Trump er hetjan, sum er komin at bjargað heiminum undan hesum devlunum.

Viðhaldfólkini hava brúkt hashtaggið Save The Children dúgliga, hóast fleiri hundrað felagsskapir, sum veruliga arbeiða fyri at bjarga børnum, hava átalað hetta. Ein skuldi trúð, at felagsskapir, sum hava sett alla sína tíð og orku av til at hjálpa børnum, fóru at fagna hesum nýggja stuðlinum, men tað gera teir als ikki. Tí tað er bara eitt eiti, sum QAnon brúkar fyri at vinna viðhaldsfólk, og tað órógvar tað veruliga barnahjálpararbeiðið, sum hjálparfelagsskapirnir gera hvønn dag.

Vit hava sæð, hvussu fólk hava biðið fyri Donald Trump, sum tey halda, er komin fyri at fáa “Kristustilvitan” inn í verðina. Hesum trúgva tey, hóast talan er um ein sjálvsøknan, patologiskan lygnara við 26 ákærum um kynsliga misnýtslu, umframt eina rasistiska søgu + ein langan lista av misbrotum í kjalarvørrinum, sum tað ikki er rúm fyri at nevna í hesi grein. Alt, sum Trump hevur gjørt sum forseti, er ikki av tí illa, nei, men sjálvt teir mest harðrendu einaræðisharrarnir gera onkuntíð okkurt gott. Tað ger teir ikki minni harðrendar fyri tað. Tað skal í øllum førum ikki nógv til at síggja, at Trump manglar empati, sosiala tilvitan og fyrilit fyri øðrum. Illa ber til at siga, at atferð hansara umboðar kærleika ella inklusjón.

Loypa ótta á fólk, so tey missa álitið á øllum øðrum enn leiðaranum
Hvussu ber tað so til, at bæði høgravíðgongd og New Age fólk, sum ein skuldi trúð høvdu lítið til felags, eru treytaleys viðhaldsfólk hjá Trump? Ein orsøk er, at við Trump sitandi á maktini, fáa hesi fólkini bláa stemplið til at dyrka teirra egnu narsissismu. Skuggasíður teirra, sum áður vóru útskammaðar og knúskaðar, hava fingið fyrigeving gjøgnum óvikiligu, ósmædnu fevningina hjá Trump av sínum egnu og annara skuggasíðum. Hetta fríar tey onkursvegna. Skriðdjóraheilin hjá teimum vaknar til lívs av einum alfa-hanni, sum fær teirra ómegdarkenslu at kenna seg sum heima undir hansara yvirræði.

Tað er sera umráðandi at skilja psykologiina aftanfyri hesa sinnisstøðuna, sum nógv fólk eru í í dag, merkt av ótta, hatri, spliti og klandri. Ein sinnisstøða, sum Trump og QAnon hava gjørt alt fyri at herða og vaksa um við at mana fíggindamyndir fram. Vit hava sæð, hvussu júst hetta hevur endurtikið seg ferð eftir ferð í søguni, har ymiskir leiðarar hava leitt fólk burtur frá hjarta og skilvísi sínum og við vilja loypt ótta á fólk, so tey mistu álitið á øllum øðrum uttan leiðaranum. Hetta ger tað so nógv lættari hjá honum at manipulera og stýra fjøldini.

Leiðarin hevdar at vilja fría fólkið frá júst tí, sum hann sjálvur fremur við eini duldari, men heilt tilvitaðari og væl tilrættislagdari strategi, ið miðar ímóti at seta á stovn eitt stigskipað einaræði við leiðaranum á ovasta tindinum sum alvaldandi einaræðisharra.

Lumpar Q milliónir av fólki?
Tað einasta, sum skuldi til hesaferð, var, at ein navnleysur persónur, ið kallar seg Q, skumpaði fyrstu steinarnar, so ferð kom á skriðulopið, ið – næstan – endaði við einum statskvetti. QAnon-rørslan vaks nógv í vavi, tá samvitskuleys fólk, sum verða rúsað av valdi, sóu møguleikarnar í QAnon rørsluni fyri at misbrúka og vinna sær vald á øðrum. Slík menniskju vita, hvussu tey skulu orða seg fyri at rúnabinda vanlig, annars góð fólk og fáa tey til at taka undir við sær og gerast trúgv viðhaldsfólk, sum tey kunnu fáa til at gera næstan hvat sum helst.

Nógv halda, at QAnon í veruleikanum snýr seg um eina psykologiska roynd, hvørs endamál er at royna at lumpa nógvar milliónir fólk í heiminum. Royndin hevur víst, hvussu lætt tað er at heilatváa og manipulera kenslurnar hjá fólki, tá tey eru óttafull. Hetta hevur lært okkum, hvussu lætt tað er at seta eina kult á stovn og at fáa fólk til blint at trúgva øllum tí, tú billar teimum inn.

Svik og lokabrøgd finnast, men eru ikki neyðturviliga samansvørjingar
Tá fólk áhaldandi finnast at og leypa á allar serfrøðingar, granskarar, læknar, psykologar og journalistar, samstundis sum tey hálsfevna alternativar læknar og undirgrundsjournalistar uttan at seta spurnartekin við hesar, er hetta ikki tekin um, at hesi fólkini duga at hugsa sjálvi, sum tey halda seg gera – ella at tey eru serliga “tilvitað” og vakin. Nei, tað er tekin um, at tey grunda síni sjónarmið á kenslur og ótta og ikki á skilvísi og fakta.

Tað er einki skilvísi í at avnokta alla serfrøðina hjá nógvum milliónum fólkum kring allan heim, sum hava halgað sítt lív til at granska í og skilja sítt granskingarøki, bara tí onkur brotin skár eru ímillum. Koma serfrøðingar til skeivar niðurstøður viðhvørt? Ja. Hava teir av og á eina sjálvsøkna atferð? Ja. Men hvør hevur ikki tað onkuntíð? Sjálvsagt hava øll tað. Tað er menniskjansligt. Finnast fyritøkur, sum misnýta onnur til at vinna sær pening á óetiskan hátt? So avgjørt. Men finnast tað ikki eisini fólk í ymiskum trúarbólkum, sum gera tað sama? Jú, tað hendir eisini. Finnast embætisfólk, sum lúgva og taka ímóti mutri t.d.? So avgjørt. Men eru ikki eisini svikarar og lygnarar í trúarbólkum, sum gera nett tað sama? Jú, tað gera tey. Finnast gølujagstrandi miðlar, sum fyri at vekja ans snara sannleikanum, so hann ikki er at kenna aftur? Ja, avgjørt. Men merkir tað, at allir miðlar gera so allatíðina, og at ein als ikki kann líta á nakran miðil? Nei, sjálvandi ger tað ikki tað.

Um ein vil, er ikki torført at leita fólk upp alla møguliga staðni, sum svika og lumpa, lata seg keypa fyri pengar og/ella eru illa upplýst um tingini. Menniskju eru menniskju, likamikið hvar tú ferðast.

At tað finnast fólk, sum gera seg sek í óetiskari atferð, er ikki prógv um, at øll vinnan ella fakøki, sum tey arbeiða í, er grundað á ella tekur undir við hesari atferð. Tað er einans prógv um, at hesi fólkini eru so. Líknandi atferð kemur fyri líkamikið hvørjum samanhangi, ein er í. Tað er eingin umbering fyri beinanvegin at kolldøma og sáa misálit á ella hava illgruna til alt fakøkið, hesi fólkini arbeiða í.

Alternativar keldur kunnu manipulera eins nógv og aðrar keldur
Sannleikin er, at heilsuverkini, granskingarstovnarnir og teir stóru viðurkendu miðlarnir, sum miðla vitan til fólkið í ymiskum londum, eru undir nógv meira nágreiniligum eftirliti og umsjón enn tilvildarligar pseudovísindaligar heimasíður á internetinum eru tað – íroknað the dark web.

QAnon billar viðhaldsfólkunum inn, at allar tær kendu og virdu tíðindatænasturnar í heiminum eru við í eini alheims samansvørjing. Hetta hóast tíðindini allatíðina verða skrivað og miðlað frá sekundi til sekund av milliónum av ymiskum starvsfólkum, sum arbeiða í túsindavís av miðlum í fleiri hundrað londum. Tað er næstan ein automatreaktión hjá QAnon-viðhaldsfólkum at halda, at um eini tíðindi vera borin í viðurkendu tíðindatænastunum, ja, so eru tey følsk – sum um allar milliónirnar av starvsfólkum, ið arbeiða í hesum miðlum, eru lygnarar, ið als ikki duga at hugsa sjálvi, men verða stýrd av einum loyniligum felagsskapi. Koma tíðindi harafturímóti frá alternativum keldum, sum ofta als ongar keldur vísa til, ja, so eru tey røtt sum av sær sjálvum og verd at trúgva.

Sannleikin er, at óheftir undirgrundsmiðlar kunnu manipulera og lúgva akkurát líka nógv sum viðurkendu tíðindamiðlarnir kunnu. Hetta sóu vit m.a. í villeiðandi dokumentarfilminum “Plandemic”, framleiddur av Mikki Willis, ið er kendur fyri at miðla falstíðindi og samansvørjingarteoriir. Filmurin kom m.a. við uppáhaldinum, at tað at lata seg í munnbind gjørdi koronavirusið meira virkið. Einki skilvísi ella vísindaligt prógv er í hesum uppáhaldi, men nógvar milliónir fólk trúðu tí og sendu boðskapin víðari til onnur.

Við tilvitaðari ritsjórn, klipping og tónleiki kunnu ‘dokumentarfilmar’ lættliga tekna eina ranga mynd við vilja fyri at fáa síggjararnar til at fáa eina ávísa kenslu. Sjónvarp er ein sterkur miðil, og tey sum vilja misbrúka hetta, kunnu lættliga brúka psykologiska og kensluliga manipulatión fyri at sannføra fólk um, at tey falstíðindi, filmurin miðlar, eru verulig. Men tað merkir ikki, at tey veruliga eru tað.

Trúgva ikki serfrøði, men vísa kortini til serfrøði…?
Nógv hava illgruna til serfrøðingar, men kortini vísa tey av og á til “serfrøði”, tá tey skulu sannføra onnur um okkurt. Onkur lækni, sum av onkrari orsøk hevur gjørt seg til óvins við felagar sínar innan læknafrøðina og kanska vil gera vart við seg fyri at fáa uppreisn onkursvegna, kann t.d. leggja eitt videobrot út, har hann ella hon t.d. heldur uppá, at koronafarsóttin ikki er ein verulig farsótt. Fólk deila brotið og siga: “Hygg! Hetta sigur ein lækni!” Í veruleikanum avdúkar tað bara, at tey viðganga, at læknaserfrøði hevur týdning. Læknar brúka nógv ár av sínum lívi til at blíva serfrøðingar, so vit kunnu hóast alt semjast um, at serfrøði hevur nakað at týða.

Men hví brúka læknar sum sannleiksvitni fyri at økja um trúvirðið í einum uppáhaldi, bara tá teir siga okkurt, ein er samdur við teimum í? Hví ikki lurta eftir øllum hinum milliónunum av læknum, sum siga tað beint øvuta? Hví vera so lættliga til fals fyri nøkrum heilt fáum víðgongdum læknum – serliga tá teir ikki so frætt sum eru serfrøðingar í teim smittandi sjúkunum, teir breiða seg um? Hví ikki trúgva tí, sum nógv tann størsti parturin av læknunum siga, ella sum teir læknar, ið veruliga eru serfrøðingar á økinum, siga?

Flest fólk vita lítið ella einki um, hvussu heilivágur virkar, og hvussu vísindalig heilsugransking fer fram. Tá ein onga útbúgving hevur í hesum og ongantíð hevur fingið undirvísing í tí, er tað ómetaliga hástórt og hugmóðigt at halda uppá, at okkurt, ein hevur hoyrt ella lisið um á internetinum, er meira satt, enn tað, sum tey fólkini siga, ið hava brúkt áratiggju uppá at lesa og granska heilsuvísindi, og sum hava kannað, nároynt og eftirmett óteljandi granskingarúrslit hjá hvørjum øðrum.

Veruleikin yvirhálar átrúnaðarliga sannføring
Næstu ferð tær nýtist eina lívbjargandi skurðviðgerð, hevði tú so valt at farið til ein persón, sum ikki er góðkendur lækni, og sum onga útbúgving hevur í skurðviðgerðum? Næstu ferð tær nýtist bráfeingins tannlæknahálp, hevði tú so valt at litið á onkran, sum ongantíð hevur fingist við tannviðgerðir fyrr og grundar sína viðgerð í onkrum, viðkomandi hevur lisið ella hoyrt um á internetinum?

Tað átti at verið sjálvsagt, at tað ger ein ikki. Men kortini leggja fólk verulig fakfólk undir illgruna ferð eftir ferð, meðan tey hálova alternativari “anti-mainstream” propagandu frá fólkum, sum ofta onga útbúgving ella vitan hava innan serøkið, tey tosa so brasin um.

Samfelag okkara revsar serfrøðingarnar, tí so mong eru farin at síggja samansvørjingar allastaðni, har tey óttast fyri, at øll lúgva fyri teimum, og at samfelagið er stýrt niður í minstu smálutirnar av fyritøkum og stovnum, sum aftur eru stýrdar sum marionettdukkur av onkrum loyniligum alheims felagsskapi. Ikki fyri at siga, at peningur onga ávirkan hevur, ella at tað ikki finnast fólk, sum misbrúka sítt vald, ella at tað ikki finnast fyritøkur, sum gera mistøk ella ikki altið hava so etiska framferð. Sjálvandi finst tað. Men vit mugu ansa eftir, at ótti og paranoia ikki fær okkum til at vísa alla ta granskingina og vitanina frá okkum, sum veruliga hevði kunnað hjálpt okkum – t.d. vitanina um, at munnbind við 100% vissu seta ferðina av spjaðingini av koronavirussinum niður.

Hvussu skjótt munnu tey somu fólkini, sum nokta at taka vísindi í álvara, kortini ringja til 112 og koyra við sjúkrabilinum á sjúkrahúsið, tá tey koma í eina heilsuliga neyðstøðu? Sjálvt “The Law of Attraction”-drotningin, Esther Hicks, sum hevur brúkt nógv ár uppá at sannføra fólk um, at vit kunnu lekja okkum sjálvi við sinni okkara, endaði við at senda mannin hjá sær, Jerry Hicks, í kemoterapi, til hann tíverri doyði av krabbameini. Fram til dagin í dag, er torført at finna beinleiðis upplýsingar um hetta, tí tað gongur beint ímóti øllum tí, tey í “The Law of Attraction” undirvísa onnur í.

Hetta er bert eitt dømi um, hvussu veruleikin yvirhálar átrúnaðarligu sannføringina hjá menniskjum. Til ber sjálvandi at trúgva tí, ein vil, men í síðsta enda sigra vísindi og sannleikin. Bara spyr teir “breatherianarnar”, sum doyðu, tí fólk billaðu teimum inn, at teir kundu liva bara av “prana” (luft) og ongum øðrum.

Størsta samansvørjingin er okkara egni heilaspuni
Á sama hátt sum vit hyggja aftur í tíðina og rista við høvdinum at tí, fólk trúðu fyrr í tíðini, haldi eg, at fólk í framtíðini fara at rista við høvdinum at okkum og okkara núverandi sannføringum. Skal mannaættin yvirliva, má hon menna sítt skilvísi. Koronatíðin hevur víst okkum, hvussu nógv arbeiði vit enn hava eftir at gera.

Tað má vera øgiliga strævið at liva í áhaldandi ótta og paranoia, tí ein heldur, at øll verðin er offur fyri eini loyniligari ráðagerð. Men størsta samansvørjingin er í veruleikanum tann, okkara egni heilaspuni fremur, tá vit billa okkum inn, at so nógv er nakað annað enn tað, tað sær út til at vera – og at tað altíð býr okkurt aftanfyri, har onkur vil okkum ilt.

Er tað nú so løgið, at samfelagið ikki er fullkomið? Samfelagið, sum vit kenna tað, er jú spildurnýtt. 99,9% av tilveruni hjá menniskjum í dag líkist á ongan hátt tilveruni, sum hon var fyri ættarliðunum frammanundan. Vit vaksa upp og síggja bara heimin, sum hann er í løtuni. Tá hetta er alt, vit kenna til, so bera vit okkum at, sum um hetta er heilt vanligt. Men í veruleikanum eru vit fyrsta ættarliðið, sum livir í einum samfelag, sum tað sær út júst nú.

Er tað tá so løgið, at vit enn er í einari tilgongd, har vit eru í ferð við at finna út av øllum? Er tað tá so løgið, at alt virksemi t.d. innan samskifti, búskap, orku, og vitanardeiling er rættiliga nýtt og tí ikki fullfíggjað? Ja, fólk verða bæði trá- og misnýtt og login fyri, men hava vit vissu fyri, at tað altíð er við beráddum huga ella partur av eini yvirskipaðari ætlan? Fólk eru jú nústani við at finna út av, hvat er rætt og rangt í nógvum ymiskum nýggjum høpum, sum tey lítið ella einki vistu um frammanundan. Tá traðkar onkur sjálvandi skeivt onkuntíð og lærir vónandi av sínum mistøkum. Alt, sum er galið, er ikki neyðturviliga tekin um óndan vilja.

Forfedrarnir, ið upplivdu svarta deyða, venda sær í grøvini
Einaferð kemur ein farsótt við nógv hægri deyðatali enn koronafarsóttin, sum vit ikki fara at vera før fyri so lættliga at vinna á – í øllum førum ikki grundað á royndirnar, vit hava gjørt okkum við koronafarsóttini. Tað er lætt at gloyma fortíðina, sum vit ongantíð hava upplivað sjálvi. Vit hava ongantíð upplivað lívið, soleiðis sum tað var, áðrenn læknafrøðiligu framstigini vóru gjørd, sum vit njóta gott av í dag, og áðrenn vit høvdu tey koppingarevni, vit hava í dag.

Men einaferð í tíðini upplivdu fólk eitt ræðuligt tíðarskeið, tá ein einstøk farsótt – svarti deyðin – drap millum 50 og 60 prosent av øllum fólkinum í Evropu. Tað hevði svarað til, at um 370 til 400 milliónir fólk doyðu, um tað var í dag. Um vit sóu fleiri milliónir fólk doyggja kring okkum, høvdu vit uttan iva havt eitt annað sjónarmið um vísindaligu og læknafrøðiligu framstigini, sum vit í løtuni taka fyri givið.

Tey fleiri hundrað milliónir fólkini, sum livdu tá, og sum doyðu ella mistu teirra kæru orsaka av sjúkum, sum læknafrøðin í dag lættliga vinnur á, høvdu vent sær í grøvini, um tey vistu, at framtíðar ættarlið fóru at menna tøkni, vitan og heilivág, sum kundi bjarga milliónum av lívum, men at fólk fóru at nokta at brúka hesa vitanina, tí tey ikki litu á ella virdu læknar og granskarar, bara tí at óútbúgvin, óvitandi og/ella villeidd fólk, sum royna at fáa uppmerksemi á internetinum, kalla tey, sum trúgva uppá vísindi, fyri “seyð”.

Narsissisma og sjálvsøkni vundið alt meira uppá seg
Latið okkum staðfesta einaferð með alla: Tey flestu, sum brúka munnbind, gera tað ikki, tí tey eru óttafull. Tað snýr seg um etikk – um at gera tað rætta. Tað snýr seg um at verja og hava fyrilit fyri øðrum og at hava vilja til at gera nakað, sum neyvan kann rópast eitt “offur” samanborið við, hvat so mong onnur hava verið noydd til at gera ella vera fyriuttan.

Men at síggja til hevur sannleikin lítið at siga fyri tey, sum nokta at brúka munnbind, tí at hetta sbrt. teimum sjálvum skal eitast fyri at ganga út yvir teirra “frælsi”. At gera akkurát, sum tey hava hug til, er tað mest umráðandi fyri tey. Við øðrum orðum: at sleppa sær undan ábyrgd og flýggja inn í reinan átrúna, sum einki hald er í vísindaliga ella faktuelt. Gud forbjóðið, at tey skulu noyðast at rannsaka seg sjálvi og sína egnu sannføring, hóast tað hevði verið tað mest gagnliga fyri tey. Nei, tað er alt ov strævið og møtimikið.

Koronafarsóttin hevur avdúkað, at sjálvsøkni og narsissisma hevur vundið alt meira uppá seg í okkara sundurbýtta heimi. Nógv eru sum særd børn, ið ikki tora at vera einsamøll av ótta fyri at vera sett andlit til andlits við skuggasíður sínar. Tey vilja heldur fara út til alskyns tiltøk og spjaða eina deyðiliga sjúku enn at møta tøgnini og sita í frið heima í einsemi. Tíðin hevur víst, at fólk eru frá sær sjálvum av longsli eftir fyri einhvønn prís at verða ásannað og viðurkend í samveru við onnur, hóast tað merkir, at tey kunnu koma til at skaða onnur ella seta lív í vága.

Fólk, ið halda seg vera vakin, eru ofta tey blindastu
Vit hava í seinastuni, meðan ein deyðilig farsótt hevur herjað, sæð dømi um, at kend, priviligerað fólk – harímillum sokallaðir ‘ávirkarar’, jogalærarar og andaligir vegleiðarar og onnur fólk, sum siga seg at vera “vakin” – hava íðkað síni framíhjárættindi við at ferðast til lond, har stórt fátækradømi ræður, eftir øllum at døma fyri at dyrka “sjálvsmenning” og “víðka sína tilvitsku”. Tey hava ósmæðin víst seg fram á Instagram, hvussu “frí og fræls” tey eru har millum tey litríku fólkasløgini, tey hava vitjað. Tey klína hesar Instagram-myndirnar beint upp í andlitini á teimum, sum hava ofrað so nógv fyri at verja onnur við vanda fyri at missa lív ella heilsu.

Meðan tey sjálvútnevndu “vaknu” fóru til alskyns tiltøk at stuttleika sær ella “menna seg”, arbeiddu sjúkrarøktarfrøðingar og onnur ótroyttiliga á hermótinum alt samdøgrið runt dag eftir dag í longri tíð í royndini at bjarga lívum. Tey eru tær sonnu hetjurnar. Ikki tey sonevndu “vaknu”, sum sjálvsøkið krevja “frælsi” til at gera akkurát, sum tey hava hug til uttan fyrilit fyri øðrum.

Hvussu hevði verið, um tað at vera “vakin” og at “víðka sína tilvitsku” í veruleikanum merkti, at fólk av álvara settu seg inn í tað, sum tey hava so sterkar meiningar um? At útbúgva seg sjálvan merkir altso ikki bara at lesa nakrar greinir á internetinum, sum vátta tað, ein trýr frammanundan, og so senda greinirnar víðari á sosialu miðlunum.

Í veruleikanum tekur tað ár at útbúgva seg og enn longri tíð at blíva serfrøðingur innan eitt vitanarøki. Men hjá summum er tað opinberiliga nóg mikið at lesa onkrar greinir, tey finna á netinum, evt. hava nakrar “djúpar” samrøður um tað í onkrum ekkorúmi onkustaðni, har fólk eggja og øsa hvørt annað og rúsa seg í sjálvstimbran, og síðani fara út at stríðast av øllum alvi fyri hesum illa grundaða sjónarmiði. Tað hevur einki við rætta gransking at gera – og tað er hvørki “vakið” ella serliga “víðkandi” fyri tilvitskuna.

Samansvørjingarteoriir gjørdar fyri at gera fólk lættari at manipulera við
Tá eg hyggi kring meg og síggi fólk, sum fegin vilja brúka munnbind fyri at verja onnur, síggi eg ikki ótta. Eg síggi samkenslu. Eg síggi empati. Tá eg síggi fólk, sum nokta at fara í munnbind, har tað er kravt, síggi eg sjálvsøkni. Eg síggi børn í vaksnum kroppum fáa hýsterisk herðindi. Eg síggi fólk, sum siga: “Eg leggi einki petti í títt lív.” Tey halda seg kanska stríðast eitt frælsisstríð, men eg síggi meira eina fjøld av sjálvsøknum einstaklingum, ið eru fullkomiliga hugsavnað bara um seg sjálvi og teirra egna tørv.

Tey, sum skulu eitast fyri at vera so snild og “vakin”, billa sær inn, at hini eru tey býttu og góðtrúnu, ið lata seg lumpa. Men í veruleikanum eru tað tey sjálvi, sum ikki duga at gjøgnumskoða, at allar hesar samansvørjingarteoriirnar t.d. um New World Order og Illuminati, sum tey trúgva uppá, júst eru tilvirkaðar við tí fyri eyga at halda fólki føstum í ótta og illgruna til serfrøði og vísindi, so tey lættari geva seg undir andaligar manipulatorar at trúgva blint uppá ístaðin – t.d. tann sonevnda Q.

Tað syrgiliga er, at fólk, sum leita eftir “sannleikanum” í bólkum, ið byggja sítt samhaldsfesti á fíggindamyndir og hatur (so sum t.d. QAnon), finna ongan frið – bara meira ótta, hatur og stríð.

Ver til staðar, um tú vilt gera heimin til eitt betri stað
Koronatíðin hevur verið ein avbjóðandi og avdúkandi tíð. Kanska hevur tú mist sambandið við partar av vinaskaranum ella tú ert dottin burtur úr felagskapum, ið áður vóru ein stórur partur av lívi tínum. Tað kann kennast sum ein svárur missur, men kanska er tað ikki tað ringasta, sum kann henda. Kanska er gongdin bara ein endurspegling av tí persónliga vøkstri, tú ert farin ígjøgnum hesa tíðina. Kanska hevur tú í veruleikanum bara loyst teg úr gomlum haftum og fríað teg frá sjónarmiðnum, sum tú vart vaksin frá. Kanska er kenslan av einum stevnumiði greiðari í dag.

Høvi býðst nú til at raðfesta tað, sum veruliga er mest umráðandi fyri teg. Kanska er tíðin komin til at ríka tilveruna á ein annan, minni sjálvsøknan hátt og veruliga arbeiða fyri at gerast eitt betri menniskja. Ikki bara leita eftir einum veruleikafjarum egostimbrandi “fiksi” í ivasomum bólkum, sum í veruleikanum bara avbyrgja teg frá restini av heiminum og elva til sundurlyndi, klandur og stríð.

Um nøkur meining skal vera við hesum lívinum á hesari gongustjørnuni í hesi tíðini, má tað vera at vera til staðar – ikki at sleppa sær undan tí, sum er, men royna at fevna tað og læra av tí. Stutt sagt at vera til staðar her og nú á jørðini. Ikki seta seg yvir ella undir nakran ella nakað. Men bara vera við í tí, sum er. Gevast við at trúgva teimum, sum elva til ógrundaðar óttar einans fyri at vinna sær vald á tær. Og gevast við at geva teimum uppmerksemi, sum als ikki brýggja seg um teg – bara um at hava vald á tær.

Vilt tú veruliga víðka tína tilvitsku og gera heimin til eitt betri stað fyri teg og øll onnur at vera, so ver til staðar í løtuni, hav meira álit á onnur, hvørv ikki inn í heilaspuna, men varnast heimin, sum hann veruliga er – og ikki sum onkur ørvitisknokkur av einum samansvørjingarteoretikara við forfylgingarørsku fortelur tær, hann er.


Innihaldið í greinini er partvíst grundað á hesa greinina:
https://www.elephantjournal.com/2020/12/how-covid-exposed-the-narcissism-of-the-new-age-community/
Størri brot eru leysliga umsett ella ein umskriving av brotum úr omanfyrinevndu grein.
Sí eisini hesa greinina: https://www.justsecurity.org/72339/qanon-is-a-nazi-cult-rebranded/

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2021/02/17/samansvorjingarteoriir-sloda-fyri-hardradi/

Dec 28 2020

Stríðið millum bygd og bý

9836B598-AA76-4944-A26F-07B33B9C6127Hvat fremur og hvat forðar mest fyri menning og trivnað í Føroyum? Dreymurin um modernaða, tøkniliga framkomna stórbýin – ella dreymurin um “at alt var betri í gomlum døgum”? Hava tey rætt, sum vilja gera Føroyar um til eitt hypermoderna, altjóðagjørt KT samfelag – ella hava tey rætt, sum vilja halda fast í gamla veiðusamfelagnum? Kjakið gongur ofta hart.

Tað líkist einum virðisstríði millum bygd og bý - millum meiniga bygdaføroyingin og akademikararnar í miðøkinum. Men neyvan er markið millum hesi so knívskorið, sum tað tykist vera í kjakinum onkuntíð. Í veruleikanum er ein stór grásona. Og hóast sjónarmiðini tykjast ósambærilig, er ikki so langt millum teirra, sum hildið verður. So ber ikki til at finna eina javnvág? Er ikki rúm fyri báðum? Og ber til at fáa nakað konstruktivt burturúr?

Eins og vit síggja tað nógva aðrastaðni í heiminum tykist tíverri ein gjógv at vaksa tey seinastu árini millum miðstaðarøkið og bygdirnar; millum tey modernaðu og tey siðbundnu; millum tey við akademiskum útbúgvingum og tey við handverkaraútbúgvingum ella ófaklærdu; og millum almennu Føroyar og siðbundnu vinnuna – sum um tað ber til at býta seg so knívskorið upp í tveir bólkar. Tað ger tað sjálvandi ikki, tí veruleikin er meira fjølbroyttur enn so. Men hugurin at bólka seg tykist stórur, og fordómarnir um hvønn annan blóma, har skeldast verður um, hvør skapar mestu virðini í samfelagnum. Tað kann man sjálvandi altíð diskutera, men soleiðis at seta alt upp í mótsetningar upp móti hvørjum øðrum ger einki gott fyri samfelagið – og als einki gott fyri trivnaðin í landinum.

Vit kunnu saktans vera hybridføroyingar
Vit noyðast at læra at liva við, at vit eru ymisk, um vit vilja tað ella ikki, men hóast vit eru ymisk, merkir tað ikki neyðturviliga, at partarnir eru óforeiniligir mótsetningar. Í veruleikanum hava flestir føroyingar eitt sindur av báðum í sær – meir ella minni. Flest fólk eru bæði modernaði og siðbundin. Eg havi áður í aðrari grein skrivað soleiðis:

“Tíbetur noyðist lívið ikki at vera antin-ella. Vit hava tann framíhjárætt, at vit noyðast ikki at velja ímillum, um vit skulu vera ANTIN siðbundin ELLA modernaði. Hesir lívsstílir kunnu saktans sameksistera í ein ávísan mun, sum teir longu partvíst gera. Eisini fyri tann einstaka, um hann ella hon hevur hug til at hava part í báðum. Vit kunnu saktans vera “hybridføroyingar”.

Tað er ikki nakað eindømi, at fólk ein part av síni tíð t.d. menna KT-skipanir um dagin saman við indarum í India, og um kvøldi eru DJ’s í onkrum náttklubba, meðan tey ein annan part av síni tíð ganga fjøllini, fletta seyð ella fara til útróðrar. Soleiðis er tíðin – tann postmodernaða tíðin – í Føroyum. Mótsetningarnir eru fluttir inn í okkum, og nógv av okkum hava tillagað okkum og vant okkum við ta nýggju tíðina og hennara fjølbroytni og tíðarforskjótingar í globalu bygdini.

Tað er nettupp tað góða við føroyska samfelagnum: at tað er so mótsetningsmikið, tí er tað ikki júst tað, sum ger landið spennandi at búgva í? Er tað ikki júst hetta, sum nógv av okkum føroyingum í veruleikanum dámar so væl við Føroyum? Og er tað ikki júst hetta, sum eisini hugtekur mangan útlending, sum kemur hendanvegin?”

Møguleikar í ymiskleikanum
Tað ber væl til at geva rúm fyri báðum lívsstílum, so teir kunnu liva væl síð um síð uttan at hótta hvønnannan. Teir kunnu kanska nettupp stuðla uppundir hvønnannan við eitt sindur av hugflogi. Men halda vit alt ov fast í tí siðbundna og geva als einki rúm fyri nøkrum sum helst nýggjum, so ræða vit tey mest alheimsgjørdu ‘modernaðu’ fólkini burtur. Hin vegin – trýsta vit eina menning ígjøgnum, sum skumpar burtur alt tað siðbundna, sum nógv fólk samkenna seg við í Føroyum, so fer ein annar stórur partur av fólkinum at gerast ónøgdur og mistrívast. Tað ræður um at síggja møguleikarnar í ymiskleikanum.

Eg vænti, at veruleikin meira ella minni av sær sjálvum ger, at vit noyðast at finna okkum sjálvi onkustaðni mitt í millum tað modernaða og tað siðbundna. Tað ræður bara um at viðurkenna og gerast meira tilvitandi um, at føroyski samleikin er – ikki bara sum vit idealistiskt droyma um, at hann skal vera, men er soleiðis, sum hann nú einaferð er við øllum sínum fjølbroytni og íbygdu kontrastum.

Tað er galdandi fyri báðar partar – bæði fyri “hálvstuderaðu røvararnar”, sum droyma um at flyta Keypmannahavn til Føroya, og fyri Palleba, sum treiskur bítur seg fast í, at her skal einki broytast! Hvørki ber til. Eingin av teimum hevur patent uppá føroyska samleikan. Tí vit eru øll føroyingar, sum búgva her, likamikið hvønn lívsstíl okkum dámar best. Vit noyðast at fevna um bæði. Gera vit tað, kunnu vit betri gagnnýta allar tær ressursurnar, vit hava í fólkinum, sum býr her. Øll eru vit fyritreyt fyri hvønnannan og innanhýsis bundin. Og so kunnu vit taka tað harfrá.

Tað er bara upp til okkara hugburð, um vit vilja síggja tað sum ein fyrimun ella bara sum ein vansa, at samfelagið bæði er moderna og siðbundið. Velja vit tað at síggja tað sum ein vansa, koma vit ikki úr stað, og so verður annar av bólkunum undir øllum umstøðum fyri vanbýti, og fólkafráflytingin er vís. Velja vit at síggja tað sum ein fyrimun, lata óánaðir møguleikar seg upp, sum eg dugi at síggja tað.

Hevur Palleba fatur í langa endanum?
Fyri at fyribyrgja, at vit fara ov nógv í hvør sítt borð, kunnu vit kanska spyrja okkum sjálvi, hvat ella hvønn vit síggja upp til – og hví? Hvørjum snobba vit fyri? Hvønn síggja vit niðurá – og hví? Ofta sæst eitt mynstur – eisini aðrastaðni, at tað verður sæð niður á “útjaðaran”, bæði geografiska og sosiala “útjaðaran”. Fólk í útjaðarinum, sum ikki hava nomið sær (hægri) útbúgving og kanska ikki hava orðini í síni makt í sama mun sum tey útbúnu, verða fatað sum “tapararnir” í samfelagnum. Men fata tey seg so sjálvi? Neyvan. So hvør er veruligi taparin?

Tann sonevnda “elitan” (den herskende klasse), sum fyllir miðlalandslagið við sínum meiningum, vigar at síggja til kanska tyngst, tí tey eru tey sjónligastu. Men samleiki okkara sum fólk verður ikki bara myndaður í bókum ella á skrift. Hann má eisini livast av veruligum menniskjum. Er “útjaðara-Palleba”, sum ikki letur seg dupera av teim “fínu”, og sum fer til arbeiðis og livir sítt vanliga, stillisliga lív uttanfyri miðlanna skotmála, veruliga taparin? Nei, kanska er tað júst hann, sum hevur fatur í langa endanum.

Hin vegin sær útjaðara-Palleba eisini ofta niður á tey, sum hann fatar sum hasar snobbutu, cafe-latte-drekkandi, sushi-etandi akademikararnar í Havn, ið “altíð halda seg vita best” bara tí tey hava lisið niðri og fylt seg við útlendskum teoretiskum fjasi um ditt og datt, men sum ikki ána nakað um veruliga lívið, tí tey hava aldrin pissað í saltan sjógv. Tey kunnu tí neyvan hava nakað virðismikið íkast at geva til hetta samfelagið, sum byggir næstan 100% uppá primerar vinnur sum fiskivinnu og seyðahald. Men er hetta nú veruliga so svart-hvítt?

Er orsøk til at óttast altjóðagerðina?
Ikki øll kunnu, tíma ella vilja liva einans av primerum vinnum. Vit noyðast at viðurkenna, at vit liva í einum altjóðagjørdum heimi. Lív okkara byggir í stóran mun á handil við onnur lond, sum búskapur okkara er bundin av. Vit kunnu ikki byrgja okkum inni. Nýggja tíðin og alheims rákini fara allatíðina at troðka seg inn á okkum og bjóða okkum av. Tí mugu vit vera ílatin til at møta hesum avbjóðingum – og tað verða vit ikki, um vit balla okkum inn í fastfrysta, heimføðisliga sjálvtilstrekkiligheit.

Summi óttast fyri, at vit missa okkum sjálvi burtur, okkara virði og samleika, um vit lata samfelagið upp fyri altjóða rákum og laga samfelagið “ov nógv” til nýggjar tíðir og altjóðagerð. Men er orsøk til at óttast?

Sjálv eri eg rættiliga vís í, at føroyingar nokk skulu klára at halda fast í teim serligu virðum, vit hava, sum veruliga eru góð og gagnlig, tí tað eru júst hesi virði og serkenni, sum ger lívið í Føroyum so attraktivt fyri mong okkara, sum trívast í Føroyum – og sum eisini virkar so dragandi fyri nógv fólk uttanfyri Føroyar. Tað vil siga, at tey, sum búgva her, og tey, sum vilja flyta higar, hava uttan iva flest øll áhuga í at vera við til at varðveita hesi virði – HÓAST samfelagið eisini er opið fyri nýhugsan og altjóðagjørt í aðrar mátar.

Vit skulu heldur óttast fyri, at vit gerast taparar, um vit byrgja okkum inni í eini romantiskari boblu sum ein norðuratlantiskur kuriositetur – eitt antropologiskt museum, sum bara er áhugavert fyri tey fáu, so leingi tey halda, tað er stuttligt. Men tað byggja vit onga burðardygga framtíð uppá.

Sæð í hesum høpi: Hvat er tað, vit vilja menna okkum til frameftir? Hvat er tað fyri sjálvsmynd, vit dyrka? Hvønn status ynskja vit, at Føroyar skulu hava í heimshøpi? Hvat er realistiskt við tí tilfeinginum, vit nú einaferð hava?

Ikki verðins best – men tað rætta fyri nøkur
Ofta sæst ein ávísur ambivalensur í okkara stremban eftir at gera okkum galdandi í heiminum. Tað er sum um, tað snýr seg um alt ella einki. Antin skulu vit vera verðins best – ella nyttar alt einki. Eru vit ikki góð nokk, hóast vit ikki eru verðins best altíð? Kunnu vit ikki byggja sjálvsálit upp, uttan at skula framhevja okkum sjálvi sum betri enn øll onnur í øllum? Er hetta ikki bara úttrykk fyri reina megalomani, sum er føtt av heimføðisligheit og eitt í veruleikanum sera skirvisligt sjálvsálit?

Hin vegin er heldur eingin orsøk til at seta sítt ljós undir eina skeppu og als ikki at vilja gera seg galdandi yvirhøvur – og bara niðurgera seg sjálvan, sum summi forfella til, um tað ikki altíð eydnast at vera verðins best. Vit kunnu saktans gera okkum galdandi – í øllum førum innan eitt ávíst segment her í heiminum – har Føroyar ikki neyðturviliga eru tað besta av øllum, men akkurát tað rætta fyri nøkur.

Eitt sindur paradoksalt er tað, at nógvir føroyingar leingjast eftir pulserandi stórbýarlívi, meðan nógvir útlendingar vildu givið sín høgra arm fyri at sleppa at liva tað tryggja, friðaliga og lutvíst meira einfalda lívið í Føroyum, sum “útjaðara-Palleba” livir. Óteljandi viðmerkingar frá útlendingum um Føroyar á sosialu miðlunum vátta hetta. Helst kunnu Føroyar ikki liva upp til allar tær positivu væntaninar hjá hesum fólkunum, um tað skuldi staðið sína lakmusroynd. Og tó… kanska kunnu tær tað, meira enn so mong onnur støð í verðini.

Duga vit at síggja realistiskt uppá fjølbroytni í tilfeinginum, vit eiga – bæði menniskjansliga tilfeingið og náttúrutilfeingið, samstundis sum vit eru realistisk í mun til, hvat vit megna at lyfta í hesum lítla landi, og megna vit at lata moderna og siðbundið flættast og styrkja hvørt annað, kunnu vit veruliga skapa eitt samfelag, har eingin noyðist at kenna seg uttanfyri, men har øll hava týdning, líkamikið hvørji tey eru ella hvat tey gera; og har øll fáa møguleikan at geva sítt íkast.

Øll umráðandi fyri heildina
Kendi altjóða NLP-serfrøðingurin, undirvísarin og fyrilestrahaldarin Judith DeLozier hevur í einum av sínum fyrilestrum sagt soleiðis:

“In the pioneering days of space research, John Kennedy was visiting NASA at the Cape. He had met many great scientists, and researchers. He had met the men whose great ambition was to conquer space and walk on the surface of the moon. He had met administrators and accountants, and many others whose contribution to the project was immense. Men and women who had a sense of destiny, purpose, and pride.

Walking through the corridors on his way back to his limousine, he came across a stooped, grey-haired black man with a bucket in one hand and a mop in the other. It seemed to be quite a redundant question, but the President asked him politely,”And what do you do here at the Cape?”

Straightening his back, the cleaner looked square at the President, and with a strong sense of pride and dignity in his voice replied: “Sir, I’m doing the same here as everybody else. I’m working here to put a man on the moon. That’s exactly what I’m doing here.”

Hendan lítla søgan undirstrikar, at øll – ØLL líkamikið status – hava avgerðandi leiklutir í, at heildin virkar sum best.

………………..

Les t.d. hesa greinina í Information fyri at fáa betur innlit í, hvat eg hugsi um í hesum føri:

Tænker du: Jeg er en taber?

Vi er ved at skabe en fortælling i samfundet, hvor de, der ikke formulerer sig offentligt, gøres til tabere. Et samfund, hvor eliten har en hånlig retorik, der bunder i dumhed og manglende viden om det Danmark, der ligger uden for rækkevidde: erhvervsskolerne, håndværkerne, Udkantsdanmark.
https://www.information.dk/debat/2013/10/taenker-taber

 

 

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2020/12/28/stridid-millum-bygd-og-by/

Jun 30 2020

Umsorgan hjálpti mær at yvirliva

Langlesnaðargrein í Dimmu Apríl 2019

Fortalt hevur: Elin Brimheim Heinesen
Skrivað hevur: Hans Egholm

Elin er í javnvág. Í lívinum er hon á einum rættiliga góðum stað í løtuni. Hon er nøgd við sítt starv, hevur eitt gott heim, eigur eina fitta tík, hevur deilig systkin við heimsins fittastu børnum, sum hon er ógvuliga góð við, og so hevur hon góð vinfólk rundan um seg, ið hon javnan hevur tað hugnaligt saman við. Elin er glað fyri sítt lív. Men hon hevur ikki havt tað lætt á síni lívsleið. Hon hevur upplivað svára mótgongd, men hóast tað er Elin eitt gott dømi um, at tað ber til at fáa eitt gott lív, um tú viðurkennir, at títt lív er til at deila við onnur. Vit hava øll brúk fyri stuðli og umsorgan frá øðrum. Eingin er ein avbyrgd oyggj, sigur hon.

Elin Brimheim Heinesen fekk hjartabankan, tá undirritaði bað hana um eina samrøðu til eina langlesnaðargrein í Dimmu. Eina løtu var tøgn í telefonini. Tað var, sum hevði eg rakt mitt niður í sentralnervaskipan hennara. Hon hevði hug at siga nei beinanvegin. Hvussu kundi hon siga søguna um seg sjálva uttan at greiða frá svárum hendingum, henni hevur verið fyri, men sum hon hevur ilt við at tosa um?

– Bert at víst eitt glansbílæt av mær, hevði gjørt søguna ófullfíggjaða og beinleiðis misvísandi. Eg eri formað av nøkrum hendingum, sum eg ongantíð havi tosað alment um, tí eg havi óttast fyri at verða brennimerkt og sett í bás, um eg segði frá hesum. Men kanska er rætta løtan komin nú.

Avgerðin var ikki løtt at taka. – Rakar tað almenningin, hvat mær hevur verið fyri? spurdi Elin. Eftir at hava hugsað seg væl um og ráðført seg við góðar vinkonur, gjørdi hon av at vera opin og ærlig um tað, sum er hent henni. Skuldi tað vera, so skuldi tað vera ein ærlig frásøgn við endamálinum at birta vón – og ikki bara fyri, at fólk skulu lesa eina sensationella søgu, helt Elin.

– Kanska onkur kann samkenna seg við mína søgu og læra av henni. Boðskapurin má vera, at tað ber til at liva eitt gott lív, hóast ein hevur upplivað sera traumatiserandi hendingar. Eg tími heldur ikki at ganga runt og spæla komediu og lata sum um, at alt mítt lív hevur verið ein dansur av rósum, tí tað er bara hálvi sannleikin. Um nakar heldur minni um meg, eftir at hava lisið veruligu søguna, er tað teirra trupulleiki.

- Lívið hjá mær kundi gingið heilt galið. Tað var líka við, at eg ikki yvirlivdi. Men eg lærdi at enda, hvussu ómetaliga týdningarmikið tað er, IKKI at royna at klára alt sjálv og avbyrgja seg, men at biðja onnur um hjálp. Eg tagdi so leingi og lat sum um, alt var í lagi, men tá eg endiliga rætti hondina út og bað um hjálp, varnaðist eg, at eg var umgyrd av familju og vinum, ið vóru góð við meg og til reiðar at geva mær umsorgan. Eg havi so óendaliga nógv at takka teimum, serliga míni bestu vinkonu, Mariu. Eg veit ikki, hvat eg skuldi havt gjørt uttan hana.

Hvør er Elin?
- Vit eru fleiri við navninum Elin Heinesen. Tí brúki eg konsekvent Brimheim sum millumnavn, sigur Elin, nú eg standi í túninum uttanfyri kjallaraíbúðina hennara í Stoffalág og heilsi uppá.

Elin er ikki einsamøll at taka ímóti mær. Ein lítil glaður hundur vísir áhugað fyri mær og fylgir mær inn í stovuna hjá Elini. Kurla er ein svørt 8 ára gomul tík. Bert labbarnir og ein lítil partur av trýninum eru hvítir. Elin er øll, sum hon er, svørtklødd. Bert hálsprýðið, ið liggur uttaná blusini, brýtur frá. Ja, og so kritahvíta hár hennara, ið røkkur niður á akslarnar.

Hon skeinkir mær ein kopp av kaffi og setir seg á sítt fasta pláss á sofuni. Sjálvur seti eg meg á sofuna við síðuna av. Kurla kemur og leggur seg hjá mær. Viðhvørt ivist eg í, um Elin er í brillum, so væl fella tær inn í andlitið. Elin hevur lætt til láturs, og tá koma hennara hvítu framtenn til sjóndar. Smílið klæðir henni.

Flest allir føroyingar munnu kennast við sangir hjá Elini sum ”Eitt dýpi av dýrari tíð”, ”Á, tann deiliga Havn” og ”Sjeikurin” frá NALJA-útgávuni í 1988 og ”Áarvegurin”, sum kom út á fløguni “Yndisløg” í 2010.

1988_Elin_og_Kari_Nalja

Fyri Elina er tónleikur sálarbót, og í fjør, tá hon fylti 60 ár, eydnaðist henni endiliga at fáa útgivið eina fløgu bara við egnum tilfari, nevnd ”Handan stjørnurnar”. Nógv kennast kanska við nýggju løgini ”Tú vart altíð har” og ”Søti mín”, sum hava sjangrað í útvarpinum í seinastuni.

Og so munnu tað verða tey, ið vita, at Elin Brimheim Heinesen er dóttur rithøvundarnar, Maud og Jens Paula Heinesen.

Fødd í Revagarðinum
Elin Brimheim Heinesen er fødd 25. juni í 1958 í Lon nr. 11 í kamarinum hjá ommu og abba hennara, Onnu og Otto Brimheim. Revagarðurin er annað heiti fyri Lonirnar, ið liggja beint eystanfyri gomlu løgreglustøðina við Jónas Broncks gøtu í Havn.

1958_Jens P_Maud_Elin_nyfoedd

Elin veit frá mammu síni, at talan var um eina harða føðing, og at verkirnir vardu í 42 tímar. Elin gjørdist summarbarn. Hendan dagin fyri 60 árum síðani var av allarfagrasta veðrið og sjáldsama heitt.

Longu dagin eftir var hon at síggja í barnavogni í grannalagnum.

1958_JensP_Maud_Elin_Lon

Fátækrabýlingur, spøkilsi og beinagrindir
Elin gjørdist Reynabarn. Tey fyrstu seks árini av sínum lívi búði Elin í Leigubúðini úti á Tinganesi við síðuna av Munkastovuni. Hetta komst av, at mamma Elina, Maud, eitt skifti var í starvi úti í landstýrinum. Pápi Elina, Jens Pauli, var tá lærari í Kommunuskúlanum og seinni í Venjingarskúlanum.

1963_Elin_5-6ar

Tá tey fluttu inn í Leigubúðina var onki vesi í íbúðini. Tey máttu út í ein skúr at seta seg á eina bukku. Hvønn morgun mátti mamman oman at tøma bukkuna við sjóvarmálan. Men seinni var íbúðin víðkað, og tey fingu atgongd til eitt vesi við ”træk og slip”.

Túnið í garðinum beint uttanfyri Leigubúðina var ein gamal kirkjugarður og ein partur helti nokkso nógv oman móti sjónum tá. Tá tað regnaði av grimd, máaðist mold undan bakkanum, og beinagrindir og skøltar komu undan. – Eg helt hetta verða spennandi og tók okkurt bein við mær inn, flennur Elin. – Men eg fekk harraboð um at fara út og leggja tað uppá pláss aftur í stundini.

Tað spøkti illa í Leigubúðini. Húsini vóru rættiliga gomul, so har knirkaði illa, og tað kendist onkuntíð, sum onkur fremmandur var inni í íbúðini ella gekk uppi á takinum.

Elin treivst væl í hesum duldarfulla umhvørvinum. Hon minnist barnaárini úti á Reyni sum sera góð, hóast Reyn tá var ein fátækrabýlingur at kalla. Møguliga ikki júst har, hon búði, men í smáu kroysunum beint við búðu rættiliga nógv fólk. Ongin sentralhiti var í húsunum, og allastaðni luktaði av petroleum.

Nú hon soleiðis situr á sofuni, og hugurin sveimar, minnist hon heimið hjá eini gentu, ið hon spældi nógv við. Har stóð ikki væl til. Tey vaksnu í húsinum drukku illa. Gentan hevði fleiri systkin, og øll búðu í einum kjallara. Har var moldgólv, og veggirnir vóru av laðaðum gróti. Inni var ein vatnkrani, ið stóð upp úr moldgólvinum. Hetta var teirra køkur. Soleiðis búðu nøkur fólk har úti. Børnini vóru saksalopin. Elin tekur hendurnar upp til hálsin og vísir, hvar óreinskan sat á hálsinum og um skøvningarnar.

- Vit sum børn hugsaðu ikki um tað at verða skitin. Vit stuttleikaði okkum. Har var gaman í ein serligur stemningur við smáu kroysunum, men tað var ein onnur tíð og soleiðis var tað. Vit vóru nógv børn, og vit stórtrivust har úti. Eg elskaði at búgva har. Tað var eitt satt paradís fyri meg at vaksa upp í.

Fyrra partin av degnum gekk Elin í Drotning Ingridar barnagarðinum. Hon gekk sjálv heim seinnapartin. Tað var inngrógvið í fólki at fylgja við og ansa eftir hvørjum øðrum, so hjá børnum at reika aftur og fram í býnum var hildið at verða trygt tá. Hon lærdi tí skjótt at klára seg sjálva og blíva sjálvbjargin.

- Eg hevði eina uppgávu, tá eg gekk heim úr barnagarðinum. Tað var at stilla meg í bíðirøð á Meiðarínum at keypa mjólk í eina brúna fløsku, eg hevði við í taskuni. Eg minnist deymin av mjólk inni har, sum tey stóðu og rørdu í henni í stórum grýtum.

1964_JensPauli_Elin_MaudHeinesen

Men tað vóru ikki einans góðar løtur, tí sum smágenta var Elin ring í astma. Tað skuldi ikki nógv til, fyrr enn hon gjørdist útlúgvað. Hon fekk lungnabruna fleiri ferðir, og mundi doyð av meslingum. Elin heldur, at ein av orsøkunum til, at heilsan var so ring, var, at tey høvdu kolkomfýr, og at ongin sentralhiti var í húsinum. Petroleumsluktur var hangandi innandura allan dagin, og so bleiv spælt í ymiskum húsum, ið ikki vóru serliga væl bjálvað. Eisini vísir Elin á, at óivað hava fleiri hús verið full av soppi.

- Alt hetta hevur heilt víst verið ein orsøk til mítt astma. Eg varð altíð so pøst. Í dag havi eg enn bert um 80 prosent av lungunum at gera gott við. Eg havi ongantíð orkað væl at íðka ítrótt. Um eg kýti meg, so kann eg framvegis fáa astmalíknandi sjúkueyðkenni.

Stoffalág
Foreldrini hjá Elini, Maud og Jens Pauli Heinesen, keyptu grundstykki uppi í Stoffalág og bygdu hús har, sum tey fluttu inn í í 1964.

- Eg gloymi aldrin, hvussu kedd eg var av at flyta av Reyni. Sum troyst fekk eg ein frens sum æt Rasmus. Men frensurin bleiv so illa happaður av hinum frensunum, at hann mátti avlívast. Hann kom altíð sundurskræddur heim, tá hann hevði verið á ferð.

Húsini vóru als ikki liðug, tá flutt varð inn. Baðirúmið var ikki liðugt, og tað var ikki tapetserað. Kjallarin var eitt stórt rúm við grótgólvi. Soleiðis vóru umstøðurnar tá. Tað bleiv bygt, so hvørt ráðini vóru til tað.

- Frá tí eg var seks til eg var tólv, var onki hús framman fyri okkara í Stoffalág. Her vóru onnur hús, men ikki nakað, ið órógvaði okkara útsýni. Vit sóu inn á Skálafjørðin, alla Nólsoynna og út á Argir.

1965_Elin_Stoffalag_adrennn_bygt_var Tað besta av øllum var, at mín besta vinkona, Maria Andreassen, ið eg var komin at kenna niðri á Reyni, eisini var flutt niðan í Essalág beint niðanfyri hjá okkum, og tað gjørdi sítt til, at eg skjótt fall til. Ein stór trøð var millum húsini hjá teimum og okkara við seyði og tjøldrum, so har vóru góðar umstøður at spæla.

Maud Brimheim og Jens Pauli Heinesen
Mamma Elina, Maud, byrjaði júst um hetta mundið sum fyrsta starvsfólkið í fyrisitingini á Fróðskaparsetrinum. Tey fyrstu árini starvaðist hon bæði á Fróðskaparsetrinum og hjá Landslæknanum, men seinni fekk hon  fulltíðar starv sum setursskrivari á Setrinum, ella fyrisitingarstjóri, sum tað nevnist í dag. Har starvaðist hon í út við 40 ár. Hon skrivaði barnabøkur í frítíðini. Maud andaðist av lungakrabba í 2005, einans 69 ára gomul.

Pápi Elina, Jens Pauli var triðelstur av systkjunum, ið vóru av Loftafamiljuni í Sandavági.

1959_I_Sandavagi

Tað var ikki sørt meira enn eitt ár ímillum beiggjan, Jóannes, og Jens Paula. Teir vóru sum tvíburar. Jóannes var elstur og skuldi yvirtaka garðin. Av somu orsøk fekk hann ikki nakra útbúgving. Jens Pauli fór longu sum 14 ára gamal til Havnar í skrivstovulæru. Men hann hevði betur hug til skúla og bað um at sleppa á preleminærskúla. Tað slapp hann. Frá preleminærskúlanum fór Jens Pauli víðari á studentaskúlan í Hoydølum og eftir tað tók hann læraraútbúgving í Keypmannahavn.

Jens Pauli Heinesen bleiv fulltíðar rithøvundur, eftir at hann gavst sum lærari í 1972. Hann var ein av Føroya virknastu rithøvundum nakrantíð og hevur greitt úr hondum út við 40 verk – skaldsøgur, stuttsøgur, greinasøvn, sjónleikir, yrkingar osfr. Tað er eingin loyna, at Jens Pauli var illa fyri tey seinastu árini í sínum lívi og bundin at rúsdrekka.

- Hann var høvuðsorsøkin til, at eg flutti heimaftur til Føroya í 2007 eftir at hava búð 25 ár í Danmark. Hann kláraði seg illa, eftir at mamma doyði í 2005 og kravdi fulltíðar røkt, so eg kom heim at taka mær av honum. Hann doyði so í 2011, 78 ára gamal.

Elin var einabarn, til hon var 14 ára gomul. Tá fekk hon eina lítlasystir, Mariannu, sum er ættleidd úr Korea.

1973_Marianna_just_komin_til_Dk_ur_Korea

- Heimið hjá okkum var rættiliga nógv øðrvísi enn hjá vinfólkum okkara, tí pápi arbeiddi heima, og mamma arbeiddi úti. Tey vóru mynsturbrótarar, so at siga. Hartil vóru tey vertskapsfólk og sera aktiv í mentanarlívinum í Havn, umframt at tey ferðaðust nógv. Tey vóru heimsborgarar og høvdu nógvar útlendskar vinir, rithøvundar, tónleikarar, sjónleikarar osfr. Heimið hjá okkum var ofta fylt av spennandi, áhugaverdum fólkum. Tað hevur givið mær nógvan kreativan íblástur.

- Sjálv havi eg altíð teknað og skrivað. Eg havi tó ikki skrivað bøkur, kanska tí eg havi liðið undir, at tað var pápi mín, sum var rithøvundurin í familjuni, so eg havi savnað meg um aðrar listagreinir. Tá eg var 6 ára gomul, fingu vit klaver í húsið, og síðani havi eg sungið og spælt, komponerað og arrangerað og skrivað egnar sangir.

Góð barnaár
Elin undirstrikar, at hon hevur havt ein góðan barndóm. Hon elskaði at ferðast á bygd. Í Klaksvík ferðaðist hon hjá fosturforeldrunum hjá mammuni. Har vóru nógv børn at spæla við, og altíð okkurt at takast við. Eisini var Elin mangan hjá ommuni og abbanum í Sandavági. Abbin, Petur á Lofti, var kongsbóndi. Omman Maria – kallað Mia – var en fantastisk omma. Har var kærleiki, umsorgan og eitt satt paradís hjá Elini.

Elin hevði fleiri systkinabørn og trímenningar at spæla við í Sandavági. Áin var spæliplássið hjá børnunum, har tey fangaðu kombikk og síl. Tey stjólu røtur og alt tað góða, sum børn áttu at gera. Familjan setti stóran prís á tað sosiala í tilveruni og at koma hvørjum øðrum við. Ikki at tala um, tá okkurt var á vási, sum eitt nú brúdleyp ella rundir føðingardagar. Elin minnist, at tá var púra vanligt at senda drunn á veitslum. Menninir kappaðust um at vera bestir at yrkja. Alt var so stuttligt tá, heldur hon.

Elin er farin inn í seg sjálva og sær alt fyri sær. Hon smílist. – Vit sluppu at vera við í øllum. Um morgnarnar ruku vit neytini út um garðarnar og fingu tey heim aftur ímóti kvøldi.

Pápabeiggin, Jóannes, var so smátt farin at yvirtaka garðin. Hann var ein fyrimyndarligur maður, ið Elin sá upp til. – Vit vóru ofta í haganum, har hann greiddi mær frá um seyðahald, um heiðafugl, um staðarnøvn og røkt av haga. Hann var sum ein annar pápi fyri meg og hevur verið tað til henda dag. Hann hevur ringt hvørja viku at vita, hvussu stóð til. Nú er hann vorðin gamal og sálarliga viknaður, so hann klárar ikki longur at ringja.

Jóannes giftist ikki fyrr enn hann var um 40 ár. – Eg var líka nógv hansara barn sum pápasa, inntil hann sjálvur fekk eina dóttur og seinni trý abbabørn. Men vit hava altíð varðveitt tætta tilknýtið.

- Eg hevði eisini tætt tilknýti til pápa mín. Líka til eg var um 14 ára gomul, gingu vit bæði túr úti við Strond og út á Boðanes hvønn einasta sunnumorgun, líkamikið hvussu veðrið var. Tað kom eisini fyri, at vit gjørdu túrin longri, um veðrið var gott. Tá fóru vit ofta niðan í Hoyvíkina at standa á seiðabergi yviri av Hoyvíkshólmi.

- Hóast eg kom at uppliva bæði eitt og annað, so er eingin ivi um, at tað hevur hjálpt mær nógv, tá á hevur staðið, at eg havi havt ein ótrúligan góðan barndóm, umgyrd av fólki, ið vóru góð við meg.

Nørdaslig
Elin hevði frá hon var heilt lítil eina innari tráan eftir vitan. Hon var forvitin og vildi tíðliga læra seg at lesa, tí hon vildi skilja tað, ið stóð í talubløðrunum í Anders And bløðunum. Mamma hennara terpaði og las við henni, og tá Elin var bara 4 ár, var hon før fyri at lesa Anders And bløðini á tamb og gjørdist ein sannur bókaormur.

- Eg var so altrá eftir at lesa, at eg las hvørja einastu bók á Barnabókasavninum. Tá eg var komin ígjøgnum allar, byrjaði eg umaftur.

Tá føðingardagar vóru í heiminum á Stoffalág, var ikki altíð, at Elin orkaði at rokast við øll hini børnini. Hon grínur, tí ein tanki kom framvið. – Eg kundi finna uppá bara at hvørva. Hini høvdu onga hóming av, hvar eg var farin, og undraðust. Tá tey fóru at leita, funnu tey meg inni í einum skápi við lykt og eini bók!

Láturin heldur áfram, og Elin setur seg betur til rættis, meðan hon greiðir frá, at hon hevði krógvað seg fyri at fáa frið. Hon orkaði ikki gangin. Eg haldi, eg var eitt sindur undarlig,… ja, tað havi eg verið, sigur Elin og grínur aftur.

Fyri siðamisbroti
Sum 7 ára gomul byrjaði Elin í 1. flokki í skúlanum á Frúutrøð, bert eitt hanagleiv frá ommuni og abbanum í Lon. Elin, ið er summarbarn, minnist, at hon harmaðist um, at hon ongantíð kundi bjóða floksfeløgunum góðgæti tann dagin, hon fylti ár.

Av tí at Elin var so veik, gjørdi hon ongantíð nakað serligt av fimleiki, ið tá fór fram í skúlagarðinum. Tað kundi verða stikkbolt ella onnur spøl. Annars varð svomið í gamla svimjuhylinum í Gundadali, har badmintonhøllin er í dag.

Fakliga var Elin frammanfyri hini í flokkinum, so hon keddi seg í tímunum. Tá hini í flokkinum vóru komin í helvt í roknibókini, hevði Elin roknað alla bókina fýra ferðir. Seinni javnaði støðan seg tó út.

Ein dagin, júst áðrenn hon skuldi byrja í 2. flokki og bert tvær vikur áðrenn hon fylti 8, ger hon av at ganga einsamøll gjøgnum Viðarlundina ávegis heim frá svimjihylinum í Gundadali.

- Har var eg fyri eini serstakliga skelkandi hending, sum vendi fullkomiliga upp og niður uppá mítt áður so sorgleysa lív. Tað rætt og slætt knústi meg sundur sálarliga.

Elin var bara knapt 8 ára gomul, tá hon valdi at fara einsamøll spákandi inn í Viðarlundina. At ganga túrar har við foreldrunum var ikki ókent fyri Elina, ið hevði áhugað fyri náttúruni. Kanska hon fór at síggja smáfuglar og dunnur á leiðini. Hon føldi seg trygga og hugtikna av vakra umhvørvinum.

Men knappliga leyp ein vaksin, ókendur maður fram og kom rennandi eftir henni. Hann lyfti hana upp, helt hondina fyri munnin á henni og bar hana inn millum trøini. Elin bardist fyri lívinum, men hann var nógv sterkari. So orkaði hon ikki meir. Hon undraðist stórliga á, at einki ljóð kom úr hálsinum, tá hon royndi at rópa um hjálp. Hon var rætt og slætt lammað av ræðslu. Inni millum trøini blakaði maðurin hana niður á jørðina og stappaði eitt lummaturklæði inn í munnin á henni. Hann bant hana við stáltráði, ið hann hevði frá einum stiki nærhendis, og síðani misnýtti og neyðtók hann hana.

- Ja, tað er skelkandi! sigur Elin, tá hon sær, hvussu skelkaður undirritaði er av frásøgnini.

Tá brotsmaðurin endiliga rýmdi, lá Elin enn niðurbundin. Hon var ræðslusligin og tordi ikki at røra seg, tí hon visti ikki, um hann kom aftur. Vóru ævintýrini um trøll, sum burturførdu prinsessur, veruliga sonn? Var hann sum eitt trøll, ið hevði tikið hana, og skuldi hon nú vera trælur hansara, fangað í allar ævir? Ella fór hann at drepa hana? Slíkir tankar runnu gjøgnum hennara lítla høvd.

Hon lá leingi, áðrenn hon megnaði at røra seg og fekk lív í kroppin. Tað eydnaðist henni at enda at vinda seg úr stáltráðnum. Hon stríddi seg niðan til minnisvarðan yvir teirra sjólátnu, har hon gekk seg fram á fólk og bað um hjálp. Hon royndi at greiða teimum frá, at ein maður var eftir henni, men dugdi so illa at siga frá, hvat var hent. Fólkini tyktust ikki at trúgva henni og høvdu hug at smílast. Men tey samdust tó um fylgja henni oman á Hoydalsvegin. Hagani mátti hon renna einsamøll allan vegin heim.

Foreldrini sóu beinanvegin, tá hon kom inn, at har var púra galið. Elin segði teimum stamandi frá hendingini, og tey lótu beinanvegin ein lækna kanna hana. Tilburðurin bleiv meldaður. Maðurin varð eftirlýstur í útvarpinum og varð funnin. Rættarsak kom burturúr, og maðurin varð dømdur sinnissjúkur. Søgan um, hvat var farið fram í Viðarlundini í Havn, frættist um allar Føroyar. Hetta gjørdi, at fólk leingi sóu Elina bara sum offurið fyri hesa ræðuligu hending. Tey skýggjaðu hana, tí tey vistu ikki, hvussu tey skuldu bera seg at, tá tey vóru í nánd av henni.

- Forhoyrini, rættarsakin og stigmatiseringin var nakað, sum fyri meg var minst líka traumatiserandi í sær sjálvum, og sum tók mær áratíggju at rista av mær. Í einum lítlum samfelag sum Føroyum er sera torført at koma burtur úr tí básinum, ein verður settur í. Haraftrat var ein psykologisk verjumekanisma hend undir álopinum, sum onkursvegna skilti mín kropp og sinn sundur, og gjørdi, at eg í nógv ár kendi meg ógvuliga fremmandagjørda frá verðini og frá mínum egnu kenslum og kroppi.

Elin fekk ongantíð nakra kreppuhjálp frá sálarfrøðingi. Og tey vaksnu tosaðu aldrin við hana um hendingina aftur, eftir at rættarsakin var liðug. Ongin spurdi, hvussu hon hevði tað við tí. Tá var hildið, at best var at tiga tílíkt burtur. Tey vistu ikki betur.

- Men sjálv hugsaði eg um tað nógvar ferðir um dagin hvønn einasta dag í nógv, nógv ár. Eg helt meg síggja mannin um hvørt horn og aftanfyri  hvørja gardinu. Og eg mátti liva við, at eg faktiskt kundi møta manninum í býnum árini aftaná. Hvørja ferð eg sá hann, rann eg og krógvaði meg onkustaðni.

Frá at hava verið ein glað, sorgleys og úteftirvend smágenta, gjørdist Elin still, innisæl og fólkaskýggjandi. Hon leið av angist og av øllum møguligum ræðslum. Elin er vís í, at hon hevði PTSD uttan nakrantíð at fáa diagnosuna.

1966_Elin_beint_eftir_hendingina

Fluttu til Wales
Hendingin setti eisini síni týðiligu spor á mammu Elina, sum legðist heima, var fyri ongum og megnaði ikki at fara til arbeiðis. Landslæknin, arbeiðsgevari hennara, ráddi teimum til at fara av landinum eina tíð, fáa fjarstøðu til hendingina og fella til ró. Tey fluttu tí til Wales í nakrar mánaðar. Elin heldur seg minnast, at tey búðu í einum kolabýi. Har vóru óendaligar longdir av raðhúsum. Eitt av hesum bleiv teirra heim. Har tóktist grátt og trist, minnist Elin.

- Eg minnist, hvussu tað luktaði av gomlum dusti. Trappan var myrk, og húsið var gamalt. Alt var í myrkum litum. Tað kendist sum eitt spøkilsishús. Mamma og babba vóru sorgarbundin og gingu har sum tvey spøkilsir um føturnar á hvørjum øðrum. Eg hevði ongan at spæla við og kendi meg so einsamalla. Ivaleyst var meiningin góð við ferðini. Men afturlítandi er torført at síggja, um tað var nøkur hjálp.

Illa happað í skúlanum
Í sínum óseka barnasinni var Elin sannførd um, at hon hevði gjørt okkurt – at hon hevði syndað, og tí sjálv hevði ákallað sær tað, ið hendi henni. At talan var um eitt slag av revsing, sum hon hevði uppiborið, tí hon var eitt ringt menniskja. Elin fekk ræðuliga skuldarkenslu og var áhaldandi óttafull og bangin fyri, at um hon gjørdi okkurt skeivt, fór nakað líknandi at henda sær aftur.

– Eg hugsaði nógv og helt meg í stóran mun fyri meg sjálva. Bøkurnar vóru ofta mín hjálp og møguliga mín máti at takla einsemið uppá. Alt hetta var við til at gera meg løgna í eygunum á hinum børnunum í skúlanum. Tey upplivdu meg viðbrekna. Tað skuldi einki til, so bleiv eg kedd.

Støðan gjørdist ikki betri av, at hon hevði astma og var veik kropsliga. Hon dugdi tí illa at verja seg.

- Eg bleiv eitt lætt offur og bleiv illa happað av tí sama. Teir fyrstu dagarnar, tá eg kom aftur í skúla á Frúutrøð aftaná hendingina, vóru øll so varin og tóku synd í mær. Men eftir eina tíð bliknaði hendingin í eygunum á hinum. Tey kundu ikki blíva við at halda, at tað var synd í mær.

Børnini fingu til frægd at rópa navnið á manninum, ið hevði gjørt seg inn á Elina, eftir henni. Hetta særdi og ørkymlaði hana. Men í Stoffalág hevði Elin tíbetur onkran at tosa við í trúnaði. Elin er sannførd um, at vinalagið við vinkonuna Mariu bjargaði henni frá at gerast sálarliga sjúk av øllum áganginum.

- Hon var tann einasta, ið eg kundi tosa við um alt. Hon var altíð trúgv og legði oyru til tað, sum eg hevði uppá hjarta. Vit vóru bara smágentur, men hóast tað, so tosaðu vit um hendingina. Hevði hon ikki verið har, so veit eg ikki, hvat hevði blivið av mær. Vit vóru ógvuliga ymiskar og sera óparaligar. Summi kallaðu okkum Fy & Bi, tí hon var lítil, og eg var long og kløn. Hon var ein fysisk sterk genta. Eg var ein nørdur, ið altíð lá við mínum bókum. Hon var ljóshærd og eg myrkhærd. Men hon var góð við meg og eg við hana.

Hetta skuldi ikki verða seinastu ferð, at Elin fekk brúk fyri vinkonu sínari.

Eitt ár í Spania
Tá Elin var tíggju ára gomul, flutti familjan Heinesen til Spania í eitt ár. Jens Pauli vildi vita, hvussu tað var at liva í einum einaræði, sum Spania var tá. Hetta var partur av kanningararbeiði til bókina, Frænir eitur ormurin, sum hann skrivaði, meðan tey vóru har. Eisini mamma Elina, Maud, hevði fingið farloyvi og hevði í hyggju at royna seg sum rithøvund. Hon skrivaði sína fyrstu barnabók, Marjun og tey, í Spania.

1968f_JPH_Elin_i_skulagardinum_i_Fuengirola

Seinni, tá Elin var vaksin, og bæði mamman og pápin vóru farin, kom Elin eftir, at alt ikki var heilt soleiðis, ið hon hevði fingið greitt frá. Hon las í eini bók hjá Jógvani Isaksen um skaldskapin hjá pápa hennara, at pápin í eini samrøðu segði, at ein av høvuðsorsøkunum til, at tey fluttu til Spania, var, at tað var gott fyri heilsuna hjá Elini, tí tað var so veðurgott har.

- Tey valdu at koyra meg í ein spanskan skúla, heldur enn í ein altjóða skúla, sjálvt um eg ikki dugdi eitt orð á sponskum. Men á tann hátt lærdi eg skjótt at tosa flótandi spanskt.

Skúlaskipanin í Spania var nógv øðrvísi enn í Føroyum. Men av tí at Elin var væl fyri fakliga og hevði lætt við at læra, gekk ikki long tíð, til hon kláraði tað sama sum hini børnini.

Hvønn morgun svam hon í svimjihylinum, ið hoyrdi til íbúðina. Hon føldi seg frískari, bleiv kropsliga betur fyri og slapp av við trupulleikarnar av astmu. Av tí sama fekk hon spakuliga meira sjálvsálit.

Sólin gjørdi holdið brúnt og hárið nógv ljósari. Hon flennur, tá hon minnist, hvussu forliptir og forelskaðir dreingirnir vóru í sær. Dreingirnir vistu, hvar Elin búði, og tað kom fleiri ferðir fyri, at teir stóðu undir altanini og floytaðu og vónaðu, at hon kom út. Elin kann ikki lata vera við at grína eftir, at hon í sponskum dreingjaeygum ivaleyst var ein lekkur genta tá.

Flokslærarin í skúlaflokkinum á Frúutrøð tók stig til, at børnini skrivaðu brøv til Elina í Spania. Elin skrivaði aftur og greiddi í longum brøvum frá sínum lívi í suðurlondum.

Aftur í Føroyum
Tá Elin aftur sat í skúlastovuni á Frúutrøð, vónaði hon, at hon á ein ella annan hátt hevði fingið uppreisn frá happingini, men so bleiv ikki. Elin hevði nú upplivað aðra mentan og hevði fingið víðkað um sjónarringin. Nú visti hon um ein heim uttanfyri Føroyar.

- Hetta gjørdi meg bara enn meira løgna í eygunum á hinum. So eg endaði aftur við at blíva happað. Eg slapp bara ikki burtur úr happingini.

Á Frúutrøð var happingin ring, men tá flokkurin mátti halda áfram í Kommunuskúlanum í sætta flokki, bleiv tað eitt satt helviti.

Fyrsta dagin Elin kom í nýggja skúlagarðin, segði ein genta í flokkinum seg at hava mist okkurt niður í eina trappuniðurgongd, ið gekk oman í kjallaran, har m.a. oljufýringin stóð, ið hitaði allan skúlan. Elin helt tað verða løgið, at gentan bað seg fara niður har eftir tí, hon hevði mist. Hví fór hon ikki bara sjálv? Men fyri at verða fitt og vísa seg frá síni bestu síðu, fór Elin.

- Tað, sum eg ikki visti, var, at um nakar fór niður har, so var beinanvegin allur skúlagarðurin rundan um trappuholið og gjørdi tað ógjørligt hjá viðkomandi at koma uppaftur. Gjørdi eg eina roynd at koma upp, bleiv eg skumpað niðuraftur. Øll børnini stóðu rundan um holið og róptu og spýttu eftir mær. Tað var mín fyrsti dagur í Kommunuskúlanum!

Daman, ið situr yviri av mær á eini sofu í eini kjallaraíbúð í Stoffalág, greiðir róliga frá øllum. Hon tykist at verða í javnvág, men eg hoyri á røddini, at hon ikki altíð hevur havt tað so gott. Sjálvur siti eg sum kánus og undrist yvir, at nakað barn kann vera fyri tílíkari viðferð. At børn kunnu verða so órein og finna uppá at gera slíkt ímóti hvørjum øðrum.

Kurla lyftir høvdið upp og hvínur. Hon hevur ligið undir hvørjum orði, men nú var ovboðið. Elin veit, hvat er áfatt. Tær báðar reisast mestsum í senn, og hundurin sleppur at lufta sær eina løtu í garðinum.

Eftir hendingina í kommunuskúlagarðinum fekk Elin enn eitt sálarligt afturstig. Men hóast hon var bangin fyri at fara í skúla og stríddist nógv við angist, so var hon kortini blivin brýnd. Eingin skuldi síggja á henni, at hon læt seg ávirka av happingini.

- Hevði eg greitt foreldrunum frá, so hevði eg kanska komið í ein annan skúla, men eg beit tað í meg. Eg hevði eina byrjandi kenslu av, at eg ikki skuldi lata meg kúga og bleiv sannførd um, at eingin skuldi fáa meg niður við nakkanum. Eg vildi ikki vera eitt offur longur. Eg skuldi vísa teimum.

Elin gjørdist vaksin alt ov tíðliga og brúkti ómetaliga nógva orku gjøgnum barndómin og ungdómin at stríða seg burtur úr offurleiklutinum og fáa harðari húð.

Tá hon fór úr Kommunuskúlanum og byrjaði at ganga í Realskúla, vóru fleiri nýggj andlit í flokkinum, sum Elin gjørdist væl við. Elin royndi at verða kul, m.a. við at verða frek í málburðinum, og hon byrjaði at roykja. Tað ráddi jú um at verða partur av hópinum. Elin gjørdist eisini greið yvir, at tað loysti seg ikki at skelta við, hvussu ‘klók’ hon var.

- Eg gjørdi upp við leiklutin sum tann “fitta, dugnaliga gentan”, tí eg orkaði ikki meir. Eg fekk einki burturúr. Tað kundi gera tað sama. So eg fór at gera uppreistur móti foreldrunum og móti autoritetum í heila tikið. Eg var t.d. beinanvegin við uppá tað, um onkur skeyt upp at skulka. Kondittaríið bleiv tilhaldstaðið, og har blivu nógvir skúlatímar brúktir.

Tað, at Elin nú hevði skift kós, gjørdi, at hon bleiv meira góðtikin. Hon byrjaði at byrjaði at ganga í dans og finna sær vinarløg í býnum, sum tordu at verða ímóti myndugleikunum og gjørdist partur av eini kliku, har hon treivst.

Pápi Elina, Jens Pauli Heinesen, kendi væl sjónleikaraumhvørvið í býnum, har menn sum Olivur Næs og Oskar Hermansson vóru í vælmaktini. Ein dagin, tá veitsla var í Stoffalág, sang Elin kenda lagið, Streets of London, við føroyskum sangteksti, sum hon sjálv hevði skrivað sum bara 15 ára gomul. Øll gjørdust hugtikin, og Elin bleiv boðin at koma í Sjónleikarahúsið at syngja sangin til eina minningarsýning, har brot úr eldri sjónleikum, ið høvdu verið gjøgnum tíðirnar, blivu spæld. Ímillum framførslurnar skuldi pallurin broytast, og tá var tað, at Elin undirhelt við sínari tulking av lagnum, hon kallaði “Áarvegurin”.

Elin reisist og fer eftir eini mynd at vísa mær. Á myndini syngur ein rættiliga ung Elin í Sjónleikarhúsinum. Hetta var fyrstu ferð, Elin sang alment frammanfyri eini áhoyrarafjøld. Mammubeiggi hennara Svenn Brimheim og Finnbogi Johannesen leikaðu á gittarar afturvið. Sangurin “Áarvegurin” bleiv ógvuliga væl dámdur og breiddi seg skjótt um allar Føroyar.

1974_Elin16ar-Sjonleikarhusid

Flýggjar inn á Kondittaríið,
sami gamlin, frá strev´og stríði,
í myrkasta krókin
at turka síni tár.
Ongastaðni fær hann frið,
látur altíð fylgir við.
Roynir hann at gloyma
síni tungu sálarsár.

Hetta førdi seinni við sær, at Elin sama vetur gjørdist føst vísusangarinna í sera væl umtóktu undirhaldssendingini V4 í nøkur ár, ið summi helst minnast til.

Millum flipparar og rokkarar
Sjeytiárini vóru ein politisk rembingartíð. Tá Elin var um 16-17 ára gomul, vóru ymiskar klikur í býnum. Diskarar vóru tey til høgru, og flipparar vóru tey til vinstru. Og so vóru tað rokkarar, ið vóru meira til knallertir og annað.

- Eg byrjaði við at vera mest rokkari, har eg fór frá at dáma Sweet til at dáma Deep Purple, Uriah Heep og Led Zeppelin og aðrar sjeytiára rokkbólkar. Fyri fermingarpengarnar keypti eg mær fyrst eitt stereoannlegg og síðan spardi eg mær upp til eina knallert, sum kom væl við, tá eg fór at ganga í Hoydølum.

Láturin kemur frá Elini, tí hon minnist, at hon boraði knallertina út og koyrdi eisini onkuntíð undan løgregluni. Eg var forferdilig, sigur hon og grínur so hjartaliga.

Um somu tíð vandi ein tónleikabólkur í einum kjallara á Traðarvegnum. Har vóru dreingir sum eitt nú Petur Mohr Reinert, Ragnar Rubeksen og Arnbjørn Sivertsen. Bólkurin nevndist Mjølnir. Elin minnist, at hon og ein onnur genta stóðu uttanfyri og lurtaðu og vónaðu inniliga, at dreingirnir fóru at biða tær sum kórgentur.

- Tað kom okkum ikki til hugs, at vit eisini kundu brúkt okkara fermingarpengar til ljóðføri, trummusett og annað. Tað var ikki í okkara tonkum, sjálvt um vit ivaleyst vóru líka so musikalskar sum teir. Tað var bara í tíðini, at gentur kundu ikki annað enn syngja, dansa ella blíva kórgenta. So hóast tað var mín stóri dreymur tá, bleiv eg ongantíð biðin.

Seinni bleiv eg meira sosialt tilvitað, tí eg var jú sjálv blivin illa viðfarin og var tí í parti við teimum veiku. Øll vit anti-autoriteru, og sum vóru eitt sindur øðrvísi, søktu saman. Tey kallaðu okkum flipparar. Vit hildu okkum verða kul, og tað vóru vit sikkurt eisini.

Broytingartíð
Tað hendi nógv tey árini, Elin gekk í Hoydølum. – Kristian Blak byrjaði sum lærari hjá okkum í Hoydølum tá. Hann lat ein nýggjan heim upp. Flokkurin fór at lurta eftir øðrvísi plátum, enn øll hini lurtaðu eftir. Elin lær eftir sær sjálvari. – Nei, vit vóru ikki til disco. Hjá okkum var tað jazztónleikur, tú.

Tá kundi ein eisini hoyra um jazzarar í býnum. Tey vóru fleiri, ið høvdu hendan áhugan. Elin var millum teirra, ið stovnaðu Havnar Jazzfelag. Hon heldur seg verða hepna, tí flokkurin hjá henni í Hoydølum var ein væl samansettur flokkur við fleiri kreativum fólkum. Har vóru t.d. Ívar Bærentsen, sum sang og leikaði á gittar, og Bergur Hanusson, sum leikaði á blokkfloytu, meðan Elin sang og spældi klaver.

Flokkurin gjørdi nógv við at syngja, serliga úr Háskúlasangbókini og Primo. Kristian Blak var eisini áhugaður í fólkatónleiki, ið var nógv frammi tá, og stovnaði Spælimenninar í Hoydølum, sum Ívar Bærentsen spældi við í. Ívar gjørdi fólkaløg og gav Elini íblástur at gera fleiri egin fólkaløg eisini.

- Vit royndu fleiri av løgunum av, tá vit høvdu veitslur í skúlanum, og fleiri gjørdust rættiliga væl umtókt.

1976_Bergur_Elin_Ivar

Nú Elin hevur hugsað seg um, kemur hon í tankar um, at hon eitt skifti sum smágenta fekk frálæru í klaveri. Um tað mundið, tá Jazzfelagið var stovnað, framførdi hon okkurt smávegis í gamla Havnar Klubba og í gamla B36 húsinum, sum Jazzfelagið lánti. Um onkur fór upp og spældi okkurt, ið Elin kendi, so kundi hon stemma í við nøkrum akkordum á klaverinum.

Beint eftir at Elin var liðug í Hoydølum í 1977, fóru hon og onnur, hon sang og spældi saman við, saman við Kristiani Blak og Spælimonnunum í Hoydølum til Skotlands, Hetlands og Orkneyar á konsertferð.

Elin nýtti nógva tíð í Jazzfelagnum. Hon var í nevndini, var eftirlitsfólk, seldi atgongumerki, stóð í barrini, ruddaði, fyrireikaði konsertir. Hon var við í øllum. Hon upplivdi, at Jazzfelagið fór frá áleið 8 til 900 limir uppá stutta tíð. Hildið varð til Veitsluhøll Klubbans mestu tíðina. Men seinni varð farið í Perluna.

Jazzfelagið var eitt ógvuliga tolerant felag, har pláss var fyri øllum slag av fólki. Hetta hóvaði ikki øllum. Serliga var Viljin (ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum) ímóti virkseminum hjá Jazzfelagnum. Nakrir dreingir komu onkuntíð bara fyri at gera ónáðir og leggja upp til rok, tí teir hildu, at øll vóru kommunistar har.

- Tað var als ikki so, sigur Elin. – Onkur var kanska við í Reyða kórinum, men tey flestu av okkum vóru nógv meira áhugað í tónleiki og í at skapa eitt spælistað enn í politikki. Sjálv var eg ikki politiskt aktiv uppá nakran máta, men eg bleiv stemplað sum kommunist, bara tí eg var aktiv í jazzfelagnum.

Reyðsokkar
- Í Perluni var altíð nógv fólk í vikuskiftunum, og har var smátt við plássi. Eg minnist, at tá eg skuldi bera øl- og sodavatnskassar, var neyðugt hjá mær at balansera við kassunum á høvdunum. Eg mátti halda við báðum ørmum fyri ikki at missa kassan á meg sjálva ella onkran annan og var tí verjuleys, tá mannfólkini hildu seg hava rætt at føla uppá meg. Teir gjørdu tað í heilum. Fyri meg var tað sera óbehagiligt. Tað fekk meg at kenna meg brúkta og sum ein annanrangs borgara. Tað tímdi eg ikki at finna meg í.

Elin gekk til drama í kvøldskúlanum hjá Eyðuni Johannesen og kom í samband við fólk, ið vóru aktiv innan Kvinnufylkingina. Kvinnufylkingin kravdi størri virðing fyri kvinnum og gjørdi vart við, at kvinnur høvdu alt ov lítla samfelagsávirkan, tí alt ov fáar sótu í leiðandi størvum. Ikki minst var tað órættvíst við lønarmuninum millum kynini, og at alt ov fáir barnagarðar vóru, sum gjørdi tað torført hjá kvinnum at koma út á arbeiðsmarknaðin. Elin tók fult undir við hesum sjónarmiðum og bleiv rættiliga tíðliga limur í Kvinnufylkingini.

- Eg haldi, eg var akkurát fylt 17, tá eg bleiv tilvitaður feminist. Vit blivu eisini kallaðar fyri reyðsokkar, akkurát sum tær í Danmark. Navnið bleiv nokk sagt í spølni ella sum spei, men vit tóku tað til okkum. Kvinnufylkingin gav t.d. eitt blað út, ið fekk navnið “Súrsokkurin”.

Vit liva saman
Vit liva sama, tú og eg
Hví so gera mær fortreð?
Rætt tú mær tína
hond og fylg mær á veg.
Latið okkum ganga síð um síð
sama slag øll innaní.
Taka vit saman hendur,
vera vit frí.                                    

Tín fíggindi er innan
í tær og ikki í mær.
Tú spælir bara sterkur,
ein týðiliga sær.
Tað er tí, tú ert so illur,
at tú næstan drepa kanst,
men tá ið tú fært valdið,
Er tað veruliga tú, sum vanst?

(Lagið “Vit liva saman” er at hoyra á fløguni hjá Elini “Handan Stjørnurnar, sum kom út summarið 2018)

Eftir Studentaskúlan tók Elin exam.art.-útbúgving í føroyskum á Setrinum, og tá hon var liðug á Setrinum sum 23 ára gomul, gjørdist hon læraravikarur í føroyskum í Hoydølum.

Um sama mundið, sum Elin gekk á Setrinum, møtti hon einum manni um sín egna aldur, sum hon helt saman við í fýra ár. Ein av sangunum “Vit liva saman” á nýggjastu fløgu hennara “Handan stjørnurnar”, ið bleiv útgivin í fjør, er um henda mann. Í byrjanini gekk væl, men eftir eina tíð gjørdist greitt, at hann hevði alt meira hug at drekka og misbrúka alt, hann fekk hendur á. Haraftrat var hann sjúkliga svartsjúkur. Hann vildi ikki lata Elina fara einsamalla nakrastaðni. Hann vildi hava fult tamarhald á henni.

– Eg kundi ikki fara nakrastaðni, tí har bleiv rok burturúr hvørja ferð, greiðir Elin frá. – Einaferð eftir eina lítla ósemju langaði hann mær ein undir vangan, so trummuhindan brast. Tað sang í oyranum. Tað ger tað framvegis, sigur Elin, ið hevur ógvusligt tinnitus. – Eg havi verið opin um mítt tinnitus, men ongantíð greitt frá, hví eg fekk tað. Tað er jú ikki nakað, eg eri errin av.

Aftaná angraði hann og lovaði at verða góður við meg. Og eg tók hann til náði aftur, sigur Elin. – Eg var jú góð við mannin og ynskti so inniliga, at tað skuldi verða gott okkara millum.

Men ikki var long tíð fráliðin, til hann aftur gjørdi seg inn á Elina. Hvørja ferð bað hann um fyrigeving, og Elin tók hann aftur. – Eg longdist so nógv eftir kærleika og hevði frammanundan sera lága sjálvsvirðing, so eg var til reiðar at trúgva honum og geva honum ein kjans. Men hann fekk bara minni og minni virðing fyri mær.

Við tíðini bleiv Elin alt meira avbyrgd í einum umhvørvi merkt av misbrúki og harðskapi og gjørdist alt meira sálarliga og likamliga niðurundirkomin av strongd. Eftir næstan fýra ár var hon so mikið afturfarin, at hon vigaði bert 43 kg. Hon hevði einki yvirskot til at gera nakað við støðuna og tordi ikki at biðja nakran um hjálp.

- Tað versnaði serliga tað síðsta árið, vit vóru saman. Hann kallaði meg dagliga fyri heks. Hann helt pútur niður yvir andlitið á mær, til eg næstan svímaði. Og einaferð høgdi hann eftir mær við knívi og rakti meg í tjúkkan, tá eg rann upp á loft undan honum. Hetta vóru umstøðurnar, eg livdi undir. Tað var sum at liva í einum ræðufilmi, greiðir Elin frá, týðiliga rørd.

Seint eitt kvøldið, tá tey vóru løgst í songina uppi á hemsini í einum lítlum húsi úti á Reyni, sum tey vóru flutt inn í stutt frammanundan, fall prátið á bøkurnar, hann hevði lánt á Býarbókasavninum. Elin kundi hugsað sær at lisið onkra teirra, tí hon helt, at hann ikki fór at fáa tíð at lesa allar. Tá sló fullkomiliga klikk hjá honum.

”Klári eg ikki tað?”, segði hann og østi seg upp. Hann helt áfram: ”Hvat helviti heldur tú meg vera! Ja, tú heldur fanin altíð, at tú ert klókari enn eg!”. Hann vant seg enn meira upp. Áh nei, áh nei, hugsaði Elin. Her mátti okkurt gerast. Kvikliga rullaði hon seg úr songini og helt leiðina niðurundir. Hann var í hølunum á henni.

Hóast Elin bara var í trussum og eini t-shirt, visti hon, at nú ráddi um at koma sær út sum skjótast, áðrenn hann fekk fingrarnar í hana. Elin hevði júst tikið í úthurðina, tá hann fær fatur í hárið á henni. Við megi rendi hann høvdið á henni í durastólpan.

Elin krýpur saman á sofuni. Hetta er ikki eitt kvøld, hon gloymir. Hon minnist, at hon taldi, hvussu ofta hann buldraði høvdið á sær inn í durastólpan. Tá hon hevði talt uppí 30, svímaði hon. Hon veit ikki, hvussu leingi hon var uttan vit, men tá hon raknaði við, sat hann uppøstur fullur av adrenalini við síðuna av henni.

Elin gjørdi eina roynd at reisa seg upp frá gólvinum. Hon hevði eitt í tonkunum, og tað var at sleppa sær á dyr. Hann varnaðist rørslurnar av skroypiliga kroppinum á gólvinum og setti seg á hana, algoystur á málinum:”Eg hati teg! Doyggj, tín helvitis heks”, rópti hann og tók síðan um hálsin á Elini og kvaldi hana til hon á øðrum sinni misti vitið. Elin suffar og sigur seg ikki skilja, at hon yvirlivdi harðskapin hetta seina kvøldið stutt undan jólum. Hon heldur áfram.

- Tá eg kom til mín aftur, sá eg, at hann lá og svav. Eg var als ikki klár í høvdinum. Eg tordi ikki upp eftir klæðunum av ótta fyri at vekja hann. Vaknar hann, er deyðin vísur, greiðir Elin frá, at hon hugsaði. So hon smoygdi sær út í kuldan, hóast tað var bæði vindur og vátakavi.

At fara heim til foreldrini kom ikki uppá tal. – Eg var alt ov foy av støðuni. Men Elin visti, at vinkona hennara, Maria, ið las í Danmark tá, var heima í jólafrí. Illa fyrikomin fór hon varisliga sníkjandi fram við húsaveggunum ígjøgnum fólkatóma býin bert í trussum og eini t-shirt. Tað eydnaðist henni at koma ósædd av Reyni og niðan í Essalág. Enn einaferð var Maria, vinkonan, bjargingin.

- Hóast alt høvdið var hovnað, og eg hevði blá merki um hálsin, noktaði eg blankt at melda mannin og at fara á skaðastovuna, no way! Eg tordi ikki, tí eg var 100 prosent vís í, at hann fór at koma eftir mær at drepa meg, um eg gjørdi tað.

Hesaferð fór Elin ikki aftur til hansara. Hon kom fyri seg likamliga og flutti í eina kjallaraíbúð í Grím Kambans gøtu, men kendi seg ongantíð trygga har. Av tí sama læsti hon altíð væl og virðiliga, tá hon fór frá húsum, ella tá hon var einsamøll inni.

- Men einaferð, eg kom heim, var hurðin ólæst og inni í íbúðini stendur hann, sum stutt frammanundan nærum hevði tikið lívið av mær. Hann gløddi uppá meg uttan at siga eitt orð. Eg hugsaði, nei, eg skal bara verða púra kúrr. Beint tá hoyrdi eg, at onkur skavaðist í erva. So við eitt leyp eg á dyr og skundaði mær uppá til útleigaran. Har var eg verandi, til eg sá, at maðurin fór avstað aftur. Eg var ræðslusligin.

Elin hevur sanniliga verið fyri skelkandi tilburðum, har menn hava misbrúkt, at teir vóru við yvirlutan í styrki, og hetta hevur helst, sum hon sjálv sigur, verið vil til at gjørt hana til ein gløðandi feminist. Men Elin ger í sama viðfangi greitt, at hon avgjørt ikki hatar menn.

- Eg havi sanniliga upplivað nógvar góðar menn. Eg veit ígjøgnum mín barndóm, hvønn kærleika og umsorgan eg havi fingið, t.d. frá pápa, abbum, pápabeiggja mínum o.ø. monnum í familjuni. Og eg havi eisini gingið saman við dreingjum, sum vóru ordiliga fittir og deiligir. Tað hevur ongantíð verið so, at eg havi dømt allar menn. Men eg eri greið yvir, at tað finnast menn, ið ein skal ansa sær eftir, og sum hava gjørt lívið súrt hjá mongum konufólkum.

Rýmdi til Danmarkar
- Eg má hóast alt hava havt eina sterka og sunna kjarnu, sigur Elin, tí eg yvirlivdi alla hesa niðrandi viðferðina hvørja ferð. Men eg trongdi til at koma burtur frá øllum, tí eg føldi, at lívið í Føroyum helt mær niðri. Eg treivst ikki og spurdi meg sjálva; hví ikki bjóða mær sjálvari okkurt betri?

Í 1983 gjørdi Elin av at rýma til Danmarkar sum 25 ára gomul. Rætt og slætt fyri at broyta kós, bjarga lívinum og vónandi vinna persónligar sigrar. Um tað mundið var Norðurlandahúsið bygt. Tað gav Elini íblástur til at stremba eftir at gera mentan til sítt arbeiðsøki. Elin fór tí at lesa Fagurfrøði og Mentan (Æstetik og Kultur) sum høvuðsgrein á Aarhus Universiteti aftrat hjágreinini í føroyskum. Seinni tók hon eisini ein yvirbygnað í Vinnulívsbúskapi á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn.

- Men so lætt skuldi eg ikki sleppa. Í Aarhus var eg aftur fyri eini skakandi hending eina náttina á veg heim úr býnum. Ein maður fylgdi aftaná mær og ætlaði at neyðtaka meg stutt frá, har eg búði, men eg rann undan honum. Hann rann aftaná mær, men í síðstu løtu slapp eg inn í uppgongdina og fekk bjargað mær sjálvari. Eg fekk ein sovorðnan skelk, at eg fór beint heim til Føroya og var um at gevast við lestrinum, tí hetta skræddi allar sálarløstirnar hjá mær uppaftur, sum eg helt, eg var við at koma yvir. Men tað var eg als ikki.

Elin gjørdi hesa ferð á fyrsta sinni av at tosa við mammu sína um hendingina í Viðarlundini, tá hon var 7 ár. Mamma Elina spurdi, um tað kanska var eitt hugskot at biðja um innlit í gomlu sakina. Stutt eftir sat Elin einsamøll í einum lítlum rúmi á fútaskrivstovuni og las avritini av forhoyrunum av sær beint eftir neyðtøkuna.

- Eg kundi staðfesta, at alt, sum eg mintist til hendingina, var rætt. Fyri fyrstu ferð, síðani tað hendi, græt eg um tað, sum var hent mær. Eg mundi ikki steðgað aftur. Eg tók so innarliga synd í hesi stakkals smágentuni, sum jú var eg sjálv, ið upplivdi alt hetta ræðuliga. Tað er eingin ivi um, at tað, at eg soleiðis konfronteraði meg sjálva við hendingina, gjørdist eitt umskifti fyri meg. Eg gjørdi enn einaferð av, at eg ikki vildi lata óttan stýra mær, tók meg saman og fór niðuraftur.

Treivst væl í Danmark
Stutt eftir hesa hending beint áðrenn jól í 1985 hitti Elin nú fyrrverandi mannin hjá sær. Hann var heilt øðrvísi og var eisini við til at hjálpa henni úr svarta holinum. Jens, ið er dani, og Elin blivu gift á hásumri í 1989. Spakuliga lærdi Elin at liva eitt meira normalt lív, ið styrkti seg.

Elin hevur nú tosað seg heita. Hon greiðir frá, at tá hon valdi at flyta til Danmarkar, var tað sum at fáa eitt kalt, frískligt brúsubað. Eingin visti, hvør hon var. Hon kundi so at siga turka alt av sær og byrja av nýggjum.

- Fyrstu árini í Danmark kendi eg meg uttanfyri, sigur Elin. – Eg sá alt uttanífrá, men eftir nøkur ár og eina rúgvu av stuttligum og minni stuttligum mentanarligum misskiljingum, fall eg endiliga til í danska samfelagnum og fór at klára meg rættiliga væl. Tað havi eg eisini hug at tosað um, ja, reypa eitt sindur av, sigur Elin og hyggur at mær við einum smíli.

Í 1990 bleiv Elin mamma. Hon átti dóttrina Helenu. Hetta var ein kollvelting. Helena var eitt ynskibarn, ið veruliga gav lívinum meining.

1990_Elin_Helena_just-foedd

Knapt eitt ár seinni gjørdi Elin útbúgvingina lidna í 1991. Stutt eftir fekk hon eitt leiðarastarv og borðið fangaði, tí síðani hava øll størv hennara verið leiðarastørv.

– Sera spennandi størv, leggur Elin aftrat. Millum annað hevur Elin verið marknaðarleiðari á Folketeatret í Keypmannahavn og marknaðarsamskipari av Kulturby 96, har hon tók sær av altjóða marknaðarførslu av Keypmannhavn sum mentanarbýi. Beint eftir hetta slapp hon, sum ein av átta millum 1.200 umsøkjarar og umvegis fimm upptøkuroyndir, inn á Den Danske Filmskole á filmmanuskriptforfatter-linjuna. Tað stimbraði sjálvsálitið, viðgongur Elin.

– Men tíanverri gekk ikki við hjúnalagnum, kemur frá Elini.

1995_Jens_Helena_Elin

- Vit fóru hvør til sítt. Hetta var um somu tíð, sum eg byrjaði á Filmskúlanum. So mátti eg klára meg sjálva sum einsamøll mamma. Av tí at eg hevði uppbrúkt mítt S.U., var neyðugt at finna uppá okkurt annað at liva av.

– Eg lærdi meg at programmera og gera heimasíður, skaffaði mær góðar kundar og stovnaði mína egnu samskiftisfyritøku. Hesum kláraði eg dagin og vegin við, meðan eg gekk á Filmskúlanum. Aftaná Filmskúlaútbúgvingina bleiv eg headhuntað av altjóða fyritøkuni World Online til at stovna fyrsta danska kvinnumagasinið á netinum, Kvindekanalen.dk. Men tíverri kom KT-kreppan í 2001. Vit vóru 60, sum mistu starvið sama dag, og netmagasinið bleiv niðurlagt.

Elin var heppin beinanvegin at fáa nýtt starv sum ritstjóri á Komiteen for Sundhedsoplysning og medritsjóri av ungdómsblaðnum UNG, sum øll ung, ið gingu í 8., 9. og 10. flokki í Danmark fingu ókeypis.

Árið eftir fekk Elin starv sum blaðstjóri á kvinnu- og forbrúkarablaðnum KIWI, ið hon var við til at menna og selja til Netto ketuna sum teirra Instore Magasine – akkurát sum Samvirke er fyri Keypssamtøkuna.

2004_Elin-leder-KIWI

Blaðið er ikki til longur, sigur Elin, men tað er greitt, at hon er errin av sínum avriki, tí tá hon fór úr starvinum fimm ár seinni, hevði KIWI, sambært Gallup, 430.000 lesarar, tvs. dupult so nógv sum t.d. Alt for Damerne og Femina. Besta starv nakrantíð! staðfestir Elin uttan at himprast og smílist.

Flutti heim til Føroya
- Í 2007 flutti eg heim til Føroya. Eg brúkti sum undanførslu, at eg hevði fingið starv í Føroyum sum stjóri á SamViti, men sannleikin var, at eg mátti heim at taka mær av pápa mínum.

SamVit var ein samanrenning av Ferðaráð Føroya og Menningarstovuni, sum var eitt slag av útflutningsráð. Tað var ein politisk avgerð at sláa stovnarnar saman, men vinnan var alt annað enn fegin um avgerðina. Bert tvey ár seinni kipti Jørgen Niclasen, táverandi uttanríkisráðharrri, SamVit. Stutt eftir byrjaði Elin sum miðlaleiðari í Kringvarpinum men ymisk viðurskifti, bæði á arbeiðsplássinum og á heimavølli, gjørdu, at Elin fekk nakrar óvæntaðar avbjóðingar.

Pápi Elina, Jens Pauli Heinesen, fekk fleiri fylgjandi blóðproppar og nakað eftir andaðist hann. Hjartavinkonan hjá Elini fekk staðfest krabbamein stutt eftir, og í hølunum á tí komu skelkandi boð niðrifrá, at dóttirin var sálarliga sjúk, og at hon í skundi var innløgd á psykiatrisku deild á Ríkissjúkrahúsinum. Elin harkar og steðgar á. Hon er týðiliga ávirkað. So heldur hon fram. – Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so fekk eg sjálv diskusprolaps við nógvari pínu, sum gjørdi, at eg mátti ganga við høkjum í eitt hálvt ár.

- Alt hetta legði meg undir stórt trýst, men eg møtti ikki nógvum forstáilsi frá leiðsluni. Tað endaði við, at eg segði starvið í Kringvarpinum upp í 2012 aftaná trý ár har. Eg royndi so at klára meg sum freelance samskiftisfólk, men eg var troytt, og tað var ikki lætt at fáa til at mala runt, tí føroyski marknaðurin er so lítil, og vit vóru nógv samskiftisfólk um boðið, sum undirbjóðaðu hvønnannan fyri at fáa uppgávur. Aftaná trý ár var eg so strongd, at eg søkk saman rætt og slætt. Eg svímaði í heilum og fekk ikki hugsað ein samanhangandi tanka. Eg fór til lækna, sum sendi meg beint á Hvíldarheimið í fimm vikur. Tað var sálarbót, kann eg siga tær – bara at kunna leggja alla ábyrgd frá sær eina tíð. Tað vil eg viðmæla øllum!

Elin kom spakuliga fyri seg aftur, og júst komin av Hvíldarheiminum fekk hon starv á Fróðskaparsetrinum sum lestrarskrivstovuleiðari. Henni dámdi væl, men tað var ikki óvanligt, at vit á skrivstovuni starvaðust 16 tímar um samdøgrið 7 dagar um vikuna um sumrarnar, tá upptøkan skuldi avgreiðast, tí uppá fimm ár var talið av lesandi vaksið til tað dupulta og umsøkjaratalið fleirfaldað, uttan at talið av starvsfólkum í fyrisitingini fylgdi við. Tað merkti, at arbeiðsbyrðan bleiv ov stór, og Elin bleiv aftur stúrin um sína heilsu. Hon søkti tí eitt ára farloyvi eftir trý ár í starvinum á Setrinum. Hetta var í fjør.

- Júst um tað mundið las eg inn eina bók hjá pápa mínum í Ljóðbókatænastuni, sum er ein deild av Landsbókasavninum. Margreta Næss, sum gjørdi upptøkurnar, segði, at starvið sum ljóðbókafyristøðufólk fór at vera lýst leyst, og spurdi, um eg ikki vildi søkja. Tað gjørdi eg. Úrslitið var, at eg nú havi verið í hesum starvi í eitt ár. Vit taka upp og framleiða ljóðbøkur, fyrst og fremst til blind, sjón- og lesiveik. Og eg eri í ferð við at gera fyrireikandi arbeiði til ein framtíðar netmiðlapall til ljóðbøkur, sum tað er ógviliga stórur eftirspurningur eftir. Eg stórtrívist og fari ikki aftur á Setrið.

Elin sær glað út og nevnir eisini, hvussu glað, hon er um dóttrina hjá sær, Helenu, sum í fjør gjøgnumførdi útbúgvingina og hevur nú master prógv í Music Creation frá Det Rytmiske Musikkonservatorium í Keypmannahavn.

2018_Helena-Elin60ar

Elin er ómetaliga stolt av henni. Hon er nú 29 ára gomul og hevur tað gott. Í apríl mánaða í ár bleiv hon gift við damuni hjá sær, Lorri, í New York.

- Eitt fantastiska rørandi brúdleyp, sigur Elin. – Vit vóru sjey føroyingar har yviri fyri at fagna tær. Tær báðar eru akkurát fluttar til Malmø í Svøríki og eru sera eydnuríkar. Tað gleðir meg ósigiliga nógv.

2019_Lorri-Helena_brudleyp

Letur ikki stúranina stýra sær
Í dag kann Elin tykjast sum ein sterk kvinna, sum ikki er bangin fyri at traðka fram. Men í veruleikanum hevur Elin altíð havt tað torført við at standa fram á einum palli. Kortini hevur hon gjørt tað. Tí sum hon sigur:

- Eg vil ikki, at óttin skal stýra mær, so eg havi altíð bjóðað mínari pallræðslu av. Onkuntíð havi eg fínt sjálválit, men aðrar tíðir má eg viðganga, at eg havi verið eitt ristandi vrak innaní áðrenn eina framførslu. Tað er eisini komið fyri, at angistin hevur fingið takið á mær frammanfyri eini áhoyrarafjøld. Tað er ikki ofta, tað er hent, men framvegis tann dag í dag kann óttin koma sum eitt snarljós úr bláum himni uttan ávaring.

Elin hevur sungið á fleiri stórum tiltøkum uttan trupulleikar, eitt nú á Voxbotni. Men á Summarfestivalinum í fjør, tá Elin skuldi syngja “Eitt dýpi av dýrari tíð” á stóra palli á Vágsbøi, hendi tað, sum ikki skuldi henda. Elin hevur sjálv gjørt lagið til vøkru yrkingina hjá pápanum og sungið tað óteljandi ferðir. Hon dugir tað út í fingraspíssarnar. Men knappliga kom óttin kortini á hana.

- Eg mátti halda um mikrofonina við báðum hondum, fyri at tað ikki skuldi síggjast, at eg ristist so illa. Akkurát tann sangin! Tað var so irriterandi. Eg gloymdi ikki tekstin, men eg fór upp at ristast og fekk av tí sama ikki sungið frítt. So jú, eg havi meira enn so setst aftur, tá fólk hava biðið meg spælt. Eg havi spurt meg sjálva, klári eg tað? Orki eg? Hvat nú um eg verið bangin?

Men tónleikurin hevur eisini ofta verið henni ein stór hjálp í myrkum løtum. Hennara góða hugflog og skapanarevni yvirhøvur hava eisini givið henni styrki at yvirliva. Og so hevur Elin eina sterka drívmegi, ið helst botnar í, at hon ikki bara hevur viljað verið kend sum offurið, hon var í barndóminum. Tað hevur tí havt stóran týdning fyri Elina at megna at blíva sjónlig á annan hátt, hóast hon hevur stríðst nógv við lágt sjálvsvirði og eina øgiliga pallræðslu.

#Metoo
- Av tí, at eg jú havi upplivað kynsligan ágang, var eg ein av teimum, ið skrivaði #Metoo á mín facebook-vanga, tá tað var nógv frammi. Eg var ein av teimum fáu í Føroyum, ið tordi at gera tað. Tað vóru rættiliga nógvar, eg visti um, sum ikki tordu, hóast tær eisini hava upplivað kynsligan ágang. Tær vóru bangnar fyri, at fólk fóru at seta sneytandi spurningar um, hvør, hvat og hví tær gjørdu tað. Óttin fyri, at fólk ikki vildu trúgva tí, sum kvinnurnar komu fram við, var eisini reellur.

Fyri Elina var tað rættiliga særandi, tá menn byrjaðu at ákæra konufólk, sum luttóku í Metoo, fyri at vera mannahatarar. Fleiri søgdu t.d.: “Tit helvitis feministar eru bara úti eftir okkum monnum, og hatta Metoo er bara eitt helvitis uppreklamerað tvætl. Har er onki í tí, sum tit siga!” Elin hevur t.d. eisini hoyrt útsøgnina: “Hatta gera tit bara fyri at gera tykkum áhugaverdar”.

Tað sæst, at Elin gerst hørm av hesum. – Eg havi ikki biðið um at vera fyri siðamisbroti í Viðarlundini sum barn. Ella at ein hýruvognsførari gjørdi seg inn á meg, tá eg var blaðung. Ella at ein læknalesandi doyvdi meg, tá eg las. Ella at ein virdur politikari føldi uppá meg á, tá eg var í starvsvenjing, uttan at eg á nakran hátt legði upp til tað sjálv, bara tí eg var ung og ósikkur, og tí hann hevði vald til at gera tað. Eg ynski inniliga, at eg var hesar oyðileggjandi upplivingar fyriuttan. Skal eg nú oman á tað heila ákærast fyri at hata onnur og bara vilja gera meg áhugaverda? Heilt ærligt… Er slíkt nakað at reypa av?

- Og veitst tú hvat? leggur Elin aftrat. – Eg eri als ikki nakað eindømi ella serliga óheppin. Nógvar hava upplivað líknandi hendingar, serliga sum heilt ungar, men tosa bara ikki alment um tað. M.a. tí tær eru bangnar fyri at blíva ákærdar fyri at hata menn sum heild. Nógvar eru so vanar við at skula finna seg í meira, enn tær í veruleikanum hava tað gott við, fyri ikki at verða ákærdar fyri at vera alt ov erkvisnar. Tær vita eisini, at tað gongur sannlíkt mest út yvir tær sjálvar, um tær gera álvara av at melda slíkt, tí tað er so torført at prógva.

Elin greiðir frá eini kvinnu, hon kennir, ið meldaði ein mann fyri neyðtøku. Úrslitið varð, at hon bleiv hongd út. Maðurin, ið hevði gjørt seg inn á hana, var høgt í metum, og tað eydnaðist honum at hunddálka hennara umdømi og trúvirði. Hon rýmdi úr Føroyum og býr framvegis uttanlands, sigur Elin.

Elin minnist, at fyri kortum var okkurt frammi um, hvussu nógvar fráboðanir eru um árið í Danmark um neyðtøkur, og hvussu fá í roynd og veru verða dømd fyri neyðtøku. Amnesty.dk skrivar, at talið av neyðtøkum og neyðtøkuroyndum liggur millum 5.100 (sbrt. danska løgmálaráðnum) upp til 24.000 neyðtøkur ella neyðtøkuroyndir (sbrt. kanning hjá Syddansk Universitet í 2018) um árið í Danmark. Men í 2017 blivu einans 890 neyðtøkur meldaðar, og einans 94 av hesum endaðu við, at tann, sum neyðtók, fekk fellandi dóm.

- Og so siga fólk, at Metoo er yvirdrivið! Nei, tað er sanniliga enn tørvur á eini størri tilvitan um, hvussu útbreiddur kynsligur ágangur er – og hví, so vit vita, hvørji stig mugu takast fyri at fyribyrgja tí og kunnu verja tey, sum ikki fáa vart seg sjálvi, so øll kunnu ganga trygg allastaðni uttan at óttast at vera fyri kynsligum ágangi. Vónandi var MeToo eitt tikaralop á leiðini fram móti einum tryggari samfelag fyri øll.

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2020/06/30/umsorgan-hjalpti-maer-at-yvirliva/

May 07 2020

Fyrsta tónleikaverkætlanin á hopfigging.fo rakk á mál eftir einans 6 døgum

03841816-F24F-433A-93D9-409B61911274Tíðindaskriv 7. mai 2010:
Tað hevur gingist stak væl at fíggja fyrstu tónleikaverkætlanina á heimasíðuni http://hopfigging.fo, sum Íverksetarahúsið í Klaksvík rekur. Hópfíggingarverkætlanin hjá tónaskaldinum Elini Brimheim Heinesen fór av bakkastokki fríggjadagin 1. mai. Longu týskvøldið 6. mai vóru 105% av teim 60.000 kr., ið søkt var um, komin inn.

Seint týskvøldið høvdu 131 fólk verið inni og stuðlað verkætlanini við upphæddum frá 100 kr. heilt upp í 5.000 kr. Tilsamans 62.700 kr. Í meðal hava fólk stuðlað við knøppum 480 kr. hvør.

Málið var at savna í minsta lagi 60.000 kr. fram til 9. juni. Rakk Elin ikki málinum innan freistina, høvdu allir pengarnir fallið aftur til stuðlarnar. Men nú kann Elin anda róliga aftur, tí nú kann hon varðveita upphæddina, ið er komin inn. Meir enn ein mánaði er eftir, so møguleiki er fyri, at enn meira kemur inn.

- At tað fór at ganga so skjótt at koma so langt, hevði eg als ikki roknað við! Eg kenni meg eyðmjúka og eri sera takksom fyri stuðulin, sigur Elin, ovfarin av stóru undirtøkuni.

Elin søkti fígging til útseting og innspæling við symfoniorkestri og kóri av lag, sum hon hevur gjørt til vøkru yrkingina Sóleyan hjá pápa sínum, Jens Paula Heinesen, eins og hon gjørdi við lagið hjá pápanum og sær: Eitt dýpi av dýrari tíð, sum í spurnarkanning hjá Kringvarpinum í 2018 varð kosið sum fjórðbesta lagið tey seinastu 50 árini.

Fyrsta verkætlanin kann skapa fordømi
- Eg hevði ongar væntanir áðrenn, tí eingin hevur roynt júst hetta fyrr, so tað var ikki til at vita. Men tað eydnaðist at røkka á mál langt áðrenn tíð, sigur Elin fegin.

Tey, sum reka heimasíðuna http://hopfigging.fo, hava eisini verið spent at vita, hvussu tað fór at gangast við fíggingini, tí hetta er fyrsta tónleikaverkætlanin á síðuni.

- Eg rokni við, at allir tónleikarar í Føroyum hava verið spentir um, hvussu tað fór at gangast verkætlanini hjá Elini, tí hon er tann fyrsta av sínum slag og kann skapa fordømi fyri aðrar líknandi hópfíggingarverkætlanir, sigur Magni Thomsen, sum starvast í Íverksetarahúsinum í Klaksvík, ið stendur aftanfyri heimasiðuna hopfigging.fo.

Kostar meira at spæla lagið inn
- 60.000 kr. røkkur langt, men upphæddin er ikki nóg stór til bæði at gera útseting OG at spæla lagið Sóleyan inn fyri, sigur Elin.

- Tað kostar væl meira at spæla eitt lag inn við fullum symfoniorkestri, har øll skulu hava løn fyri ómakin. Eg kann gott fáa eina innspæling við einum eysturevropiskum symfoniorkestri bíligari, enn um tað var spælt inn í Føroyum. Men tað hevði nú verið stuttligari, um hetta gjørdist ein fult føroysk verkætlan, har eg kundi brúkt Føroya Symfoniorkestur. Men so tosa vit um nógv størri upphæddir.

Hvussu stóran part av fíggingini tað fer at eydnast at fáa inn restina av tíðini, fer tíðin at vísa.

- Tað týdningarmesta er hóast alt at hava fingið nóg mikið til at gera útsetingina fyri symfoniorkestur og kór. Tað er størsta avbjóðingin, sigur Elin.

Elin hevur tosað við leiðsluna í Føroya Symfoniorkestri. Tey eru jalig og hava sagt, at um ein útseting av lagnum kemur fyri symfoniorkestur, so vil Føroya Symfoniorkestur fegið spæla lagið til eina av teirra konsertum.

Tordi ikki at seta uphæddina hægri
Til spurningin, hví hon ikki valdi at seta málið hægri, so nóg mikið er til alt, svarar Elin:

– Eg tordi ikki at seta upphæddina ov høgt, tí so var eg bangin fyri, at tað var heilt órealistiskt at røkka á mál. So heldur seta eina upphædd, sum tað kanska var møguleiki fyri røkka, hóast tað ikki kann fíggja alt. Um eg tryggi ein týðandi part av fíggingini, so er hóast alt betri møguleiki fyri at fáa meira fígging aðrastaðni til restina.

– Skuldi eg verið so heppin, at tað koma fleiri pengar inn umvegis hopfigging.fo, enn tann upphæddin, eg setti sum mál, so fara teir sjálvsagt allir beint til endamálið. Jú meira kemur inn, jú meira økir tað um møguleikan fyri, at hetta kann gerast ein verkætlan, sum verður gjøgnumførd einans við føroyskum luttakarum, og jú meira fái eg gjørt fyri, at endaúrslitið kann blíva so gott, sum tað yvirhøvur ber til – vónandi til gleði fyri alt Føroya fólk í langa tíð frameftir, sigur Elin Brimheim Heinesen at enda.

Sum sæst á hopfigging.fo eru fleiri av gjøgnumførdu hópfíggingarverkætlanum yvirfíggjaðar, so tað er ikki óhugsandi, at meira kemur inn til verkætlanina á hopfigging.fo innan freistina 9. juni.

—————————-

Fá meira at vita

Her er beinleiðis leinki til hópfíggingarverkætlanina hjá Elini Brimheim Heinesen:
https://www.hopfigging.fo/project/view/57

GEVIÐ GÆTUR! Síðan er bæði á føroyskum og enskum. Ovast á síðuni kann ein velja, hvat av málunum, ein heldur vil hava.

Her er eitt videobrot uppá 15 sekund, har Elin sjálv greiðir frá , hvat tað er, hon biður um eina hjálpandi hond til:
https://player.vimeo.com/video/409760342

Og her eitt videobrot við tí, sum alt snýr seg um – Elin Brimheim Heinesen syngur og spælir lagið Sóleyan:
https://youtu.be/YKAUiqQm-i0

Her er heimasíðan hjá Elini Brimheim Heinesen, har meira fæst at vita um Elina og tónleikin hjá henni:
http://heinesen.fo

Her er samrøða við Elina Brimheim Heinesen í Kringvarpi Føroya um hópfíggingarverkætlanina:
https://kvf.fo/gmf?sid=108286

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2020/05/07/fyrsta-tonleikaverkaetlanin-a-hopfigging-fo-rakk-a-mal-eftir-einans-6-dogum/

Apr 13 2020

Frástøða fær okkum at virða nærveru

F94D8248-FDFB-43C0-AADD-D89AFDE869CEKvinnurøddin – Grein í blaðnum Kvinnu um Korona-kreppuna:

Frá sorgloysi til óttafulla stúran
3. februar í ár fleyg eg úr Føroyum fyri at halda langa vetrarferiu í Cuba saman við sjey vinkonum. Lítið vistu vit, at ein mánaða seinni fóru vit at koma heim aftur til ein veruleika, har alt var vent upp og niður. Vit sólaðu okkum ekkaleysar, nutu lívið í tropuhitanum og hugsaðu lítið um, hvat hendi kring heimin, meðan vit vóru burtur. ‘Fast forward’ til fyrst í mars. Ikki meira enn komnar úr flogfarinum í Keypmannahavn, merktu vit at eitt dapurt skýggj hekk oman yvir øllum. Miðlarnir vóru á tremur við ræðusøgum úr Wuhan í Kina og tíðindum um herviliga Korona-virussið, sum nú hevði breitt seg stórt sæð um allan heim.

Føroysku fjøllini líktust sær sjálvum, tá eg lendi í Føroyum. Seyðurin og fuglarnir livdu enn lívið, sum um einki var hent. Húsini hjá mær sóu út, sum tá eg fór. At síggja til var alt, sum tað plagdi, men kortini var einki longur, sum tá eg fór avstað. Harraboð vóru komin úr Tinganesi sama dag, at nú máttu vit øll sum ein hjálpa til við at forða hesi herviligu smittu í at fáa fastatøkur í Føroyum. Øll, sum ikki høvdu avgerandi lívsneyðug størv, vóru biðin um at fara heim at arbeiða. Frá einum degi til tann næsta var øll sosial samvera nær um bannlýst, og alt samfelagið lá so gott sum lamið. Tað kendist óveruligt og skelkandi, at øll mannaættin kundi takast á bóli so knappliga.

At sita avbyrgd í sóttarhaldi so leingi gevur tíð til at hugsa. Fer sjúkan at raka onkran, eg eri góð við? Sjálv eri eg farin um tey 60. Astma í barndóminum merkir, at eg havi varandi niðursett lungnavirkni. Nýrini virka heldur ikki allarbest. So ivin gnagar. Man eg vera í vandabólki? So er tað ikki minst fíggjarstøðan. Partur av inntøkugrundarlagnum hjá mær er horvin í løtuni. Allir Airbnb-gestirnirnir í apríl hava strikað sínar gistingar, og tríggjar konsertir, sum eg skuldi spæla hendan mánaðan, eru avlýstar. Eingin veit, hvussu leingi hetta fer at vara, so eg stúri. Fari eg at klára at svara hvørjum sítt framyvir?

Óttast hvørt annað
Eg sakni menniskju kring meg. At klemma onnur. Eg sakni ein góðan døgurða saman við familjuni. Eg sakni at sita saman við vinkonunum og spæla Gekk aftur við einum góðum glasi av víni. Eg sakni fríggjadags-morgunmatin saman við mínum góðu starvsfeløgum. Tað er ikki tað sama at hitta fólk á netinum, hóast tað avgjørt er betri enn einki. Men eg sakni nærveruna. Tá eg eina sjáldna ferð fari út at keypa tað mest neyðuga, merki eg á fólki, at hetta lívið nívir. Fólk skunda sær framvið, tá tey møtast á gøtuni. Tað kennist løgið at skula halda frástøðu. Mammur hála børnini burtur frá øðrum. Vit eru øll vorðin bangin fyri hvørjum øðrum. Hvussu leingi noyðast vit at liva so?

Fer óttin fyri smittu at ávirka alla sosiala samveru í langa tíð framyvir? Hvussu sleppa vit undan at gerast traumatiserað og menniskjaliga fátøk av frástøðuni? Tá alt er yvirstaðið, fara vit at vera óbótaliga merkt? Ella fara vit at reisa okkum aftur sum ein nýborin fuglur Føniks úr øskuni, sterkari, klókari og meira nærverandi, enn vit vóru áðrenn? Ella glíða vit bara aftur í gamlar vanar?

Ábyrgd av lívi næsta okkara
Beint nú vita vit bara, at heimurin knappliga hevur latið seg aftur og ikki longur er so atkomuligur, sum vit so leingi hava verið von við. Møguleikar, vit áður hava tikið fyri givið, eru skerdir. Sannlíkt verður einki heilt tað sama eftir kreppuna. Tað er lagnunnar speisemi, at sosiala frástøðan hevur fingið okkum at sanna, hvussu nógv nærvera og felagsskapur hevur at týða – sum um tað var tað, ið skuldi til, fyri at vit rættiliga kunnu virða og skilja, at eingin kann liva púra avbyrgdur og óbundin at øðrum. Vit læra nú, hvussu okkara egnu val ávirka onnur í samfelagnum, og hvussu stóra ábyrgd vit í veruleikanum hava fyri hvørjum øðrum. Vit eru øll vorðin samvitskan hjá hvørjum øðrum. Vit læra, at tað bókstaviliga stendur um lív, hvat vit gera, og hvat tað krevur av okkum at hava fyrilit fyri hvørjum øðrum.

Uppá onga tíð hava vit tillagað okkara dagliga lív fyri at vísa fyrilit, vit ongantíð hava verið noydd til fyrr. Eftir bert einari viku løgdu vit okkara vanar um, og trilvandi seta vit aðrar ístaðin. Vit gera tað av ábyrgdarkenslu, av stúran og við samhuga og vón um at kunna hjálpa okkara eldru og veikastu meðborgarum. Heilsuverk okkara hevur eftir bert fáum døgum gjørt umfatandi tillagingar, sum vanliga høvdu tikið ár at gera. Vit spritta og halda reinføri, sum ongantíð fyrr. Vit hava broytt aldargamlar siðir at heilsast og halda fysiska frástøðu við at liva lívið, samskifta, syngja saman og fara til jarðarferðir á netinum. Vit fara treyðugt út, men noyðast tó til handils av og á, har vit standa fleiri metrar frá hvørjum øðrum.

Grundleggjandi mannarættindi í váða
Í fyrstani tóktist tað lætt. At verða send í sóttarhald var næstan sum at fáa óvæntaða eyka feriu. Vit styttu okkum stundir á sosialum miðlum og Netflix. Kreativiteturin blómaði. Støðan var forkunnug og kendist næstan bara hugnalig. Men hvussu leingi blívur tað við at vera stuttligt? Sannlíkt er, at onkur ikki orkar frástøðuna og strævnu trygdartiltøkini í longdini og fer at slaka. Verða tey mong, sum gera tað, er vandi fyri, at myndugleikarnir kenna seg noyddar at brúka tvingsil, ið hugsandi kann seta grundleggjandi mannarættindi og sjálvt fólkaræðið í váða. Vónandi hendir tað ikki.

Hetta er ræðandi og næstan ov stórt at rúma, tí tað er ikki bara títt lív, men allur heimurin, sum við eitt er broyttur. Tá búskaparhjólini kring allan heim fara so nógv niður í ferð so knappliga, og samfeløg lata seg aftur, kollveltir tað heimsbúskapin. Hvussu fer kreppan at ávirka okkum og okkara arbeiðsmarknað? Hvussu við matvøru- og heilsutrygdini? Fara vit ikki at kunna ferðast líka frítt framyvir? Fara myndugleikar at leggja trýst á fyri at hava størri eftirlit við fólki, so vit missa meira av longu skerda, persónliga sjálvræði okkara?

Lært størri tilvit, ábyrgd og virðing
Nei, ikki man loysa seg at mála illamann á veggin. Neyð lærir nakna kvinnu at spinna. Tá vit hava vant okkum við støðuna, síggja vit uttan iva aðrar møguleikar, vit áður ikki bóru eyga við, tí vit ikki vóru noydd til tað. Vit vita væl, at vit ikki hava livað burðardygt. Heimurin hevði kanska brúk fyri at steðga á eina løtu, so luftin kundi reinsast eitt sindur – bæði bókstaviliga og myndaliga talað. Hvør veit, um tað ikki endar við, at vit halda, at tað ikki bara var ringt, at vit øll vóru noydd at seta ferðina niður.

Korona-kreppan hevur víst okkum, at vit ikki eru so ósærilig, sum vit kanska hildu. Hetta hevur givið okkum kjansin at síggja klárari, hvat veruliga hevur virði. Kanska høvdu vit brúk fyri veruliga at merkja saknin eftir nærveru við onnur fyri at síggja, í hvussu stóran mun lív okkara liggur í hondunum á øðrum. Kanska høvdu vit gott av at læra okkum øðrvísi og kreativar mátar at liva og arbeiða. Hvør veit, um alt hetta fær okkum til at kenna meira eyðmýgd og vera eitt sindur meira tilvitandi framyvir um týdningin av at vísa meira ábyrgd og virðing fyri øðrum.

Kanska læra vit nú, at tað ræður ikki bara um at “hava”, men um at “vera”. Ístaðin fyri bara tilvitskuleyst at keypa og hópa ting upp, vit ikki hava brúk fyri, kunnu vit velja at leggja meira dent á virði, ið økja lívsgóðskuna og eru meira burðardygg – so sum at dyrka tað, sum er í nánd, nærveru og upplivingar. Tá ringasti smittuvandin er av – sum hann verður fyrr ella seinni – hava vit møguleika fyri framhaldandi at velja at halda heimin reinari, sunnari og burðardyggari. Saman hava vit hóast alt enn møguleikan at skapa okkum sjálvum ein heim at trívast í – kanska enntá stuttligari og betri enn tann, sum var, áðrenn Korona-bumban brast.

 

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2020/04/13/frastoda-faer-okkum-at-virda-naerveru-2/

Mar 16 2020

CoViD19-kreppan undirstrikar týdningin av fíggjartrygdarneti

6C5D41FD-EE56-466F-B55B-B726593267CE_4_5005_c

UBI – Universal Basic Income. Á føroyskum: Grundinntøkutrygd

Samfelagshjólini mugu snara. Um ikki, verður galin endi. Í krepputíðum sum hesari er tað, at landastýrini kring heimin skulu vísa sítt virði við at taka ábyrgd og traðka til við skipanum, sum tryggja, at alt ikki steðgar upp. Eingin eigur at verða sleptur uppá fjall, sum er púra ósekur í, hvussu støðan er. Men hvussu tryggja vit øllum borgarum eitt fíggjarligt grundstøði at standa á, so øll snikkaleys yvirliva hesa kreppuna og kreppur, sum fara at koma?

Nú støðan er, sum hon er, har nógv – púra óuppiborið – missa alla sína inntøku ella eru í vanda fyri missa ein stóran part av henni, er neyðugt at gera alt fyri at tryggja allar borgarar fíggjarliga onkursvegna. Tá so gott sum alt virksemi – ferðing, handil og felagslív – steðgar upp, skal jú ikki nógv til fyri at koppa serliga smáum fyritøkum. Tænastuvinnan er serliga hart rakt. Og tað gongur út yvir okkum øll. Ikki bara tey, sum missa síni arbeiði.

Skulu búskaparhjólini haldast í gongd, mugu vit fyribyrgja, at alt ov nógvir einstaklingar og fyritøkur fara á heysin. Tað er neyðugt at tryggja, at vinnan er virkisfør og kann koma aftur við fullari styrki, tá eftirspurningurin aftur veksur eftir kreppuna. Fólk mugu ikki fáa grundarlagið undir virksemi sínum hálað undan sær, so tey kanska missa sínar fyritøkur, hús og heim. Okkurt trygdarnet má vera fyri, at alt vanligt og neyðugt virksemi kann halda fram, tá kreppan er av.

Eitt fíggjarligt grundstøði at standa á
Fyri at stimbra búskapin mæla nógv nú – har ímillum nógvir samfelags- og búskaparfrøðingar úti í heimi, bæði til høgru og vinstru – til at veita øllum borgarum eina treytaleysu grundinntøku, tvs. eina minimumsupphædd, ið tryggjar yvirlivilsi hjá øllum borgarum, so øll hava okkurt at standa ímóti við, tá á stendur, og ikki risikera at missa alt, bara tí tey t.d. missa inntøku nakrar mánaðir. Ein treytaleys grundinntøkutrygd gevur fólki frælsi til sjálvi at leggja so stóra inntøku omaná grundinntøkuna, sum tey megna at forvinna. Og fólk sleppa undan teim frælsisskerjandi krøvum og tvingsli, umframt tí stigmatisering, sum liggur í núverandi skipanum.

Ein grundinntøkutrygd til øll er nettupp ikki ein “olmussa”, men ein viðføddur rættur, sum allir borgarar eiga at hava til eitt grundstøði at standa á. Tað hevur stóran týdning, at øll sleppa at veita sítt fulla ískoyti sum samfelagsgagnligir medborgarar. Grundinntøkan má tí vera treytaleys – tvs. fólk mugu hava frælsi til at tjena so nógv aftrat grundinntøkuni, sum tey vilja, uttan at verða revsað fyri tað, soleiðis sum tey verða nú, har fólk eru noydd at halda seg óvirkin fyri at varðveita rættin til arbeiðsloysisstuðul. At vera fasthildin í óvirkni á henda hátt kann gerast ein óndur snyril, ið er torførur at sleppa burturúr, tí fólk tora ikki at royna at byggja nakað upp og skapa sær eitt arbeiði sjálvi av ótta fyri at missa trygdina fyri lívsgrundarlagnum, sum stuðulin er fyri tey arbeiðsleysu.

Ein skipan við grundinntøkutrygd til øll eliminerar henda ótta, og gevur øllum frælsi til at arbeiða og forvinna so nógv, sum tey vilja og kunnu, aftrat grundinntøkuni. Hon tryggjar øllum borgarum líka møguleika fyri at yvirliva kreppur, so eingin óuppiborið dettur niður í millum. Tá øll hava sama rætt til eitt grundstøði at standa á, kann tað ikki minst vera við til at bróta sosialan arv og stigma.

“Put the money in our hands!”
Í USA eru nógvar røddir frammi í løtuni – bæði millum republikanarar og demokratar – um, at ein slík grundinntøkuskipan er ein gongd leið, sum støðan er – ikki minst í mun til, at alt fleiri størv eisini verða automatiserað við tíðini. Roknað verður við, at ein stórur partur av teimum størvum, sum eru mist undir korona-kreppuni, fara aldrin at koma aftur, tí tá kreppan er av, er alt hetta arbeiðið automatiserað, sum fólk áður tóku sær av.

“Put the money in our hands!” er slagorðið. Hildið verður, at tað er búskaparliga skilagott at kanalisera pengar beinleiðis út til fólkið sum “cash”, tí tað er fólkið fyrst og fremst, ið hevur tørv á reiðum peningi fyri at yvirliva og fyri t.d sjálvi at kunna taka sær av sínum børnum, sjúku ella gomlu.

Tað er jú ikki so, at hesir pengarnir bara hvørva. Teir koma jú beint út í pengarenslið aftur í samfelagnum og út í vinnuna, sum so eisini betri kann yvirliva kreppur. Hetta verður mett at tæna øllum samfelagnum betri enn, at t.d. stórfyritøkur bara fáa enn størri skattalættar, har spardu pengarnir mest sannlíkt fara til íløgur í meira automatisering og ikki til skapan av fleiri størvum.

Fyritøkur hava jú fyrst og fremst skyldu til at tjena pengar – tær hava onga skyldu at virka sum sosial trygd fyri starvsfólkini. Tað er so nógv bíligari og kann loysa seg nógv betri fyri fyritøkur at automatisera so vítt gjørligt, heldur enn framhaldandi at verða bundin at starvsfólkum, sum einans kunnu arbeiða nakrar tímar um dagin, og sum kunnu gerast sjúk ella uppá vegin í tíð og ótíð og skulu hava sjúkrapengar, feriupengar og pensjónspengar osv. osv.

Vinningsbýtið av tøkniligu framgongdini út til fólkið
Í USA verður tosað nógv um, at automatiseringin gongur alt skjótari í løtuni og við aksellererandi ferð. Hetta merkir at skapanin av nýggjum størvum hevur alt verri við at klára at fylgja við menningini.

Tað, sum tøknin byggir á, og sum stórfyritøkurnar tjena uppá, er dáta, sum í dag er meira vert enn olja – dáta, sum fyritøkurnar fáa heilt ókeypis frá fólki, men sum eru virði, ið vit øll skapa og eru rættarliga meðeigarar av. Tað er ikki burðardygt, at stórfyritøkur, sum jú taka lívið av mest sum øllum smávirksemi eftirhondini – t.d. risar sum Amazon, Google, Facebook o.a. – fara avstað við allari úrtøkuni av hesum dátum. Ein kann av røttum spyrja, um tað er rætt, at vinningsbýtið av hesum felags virðum einans kemur nøkrum heilt fáum fyritøkum til góðar, so tær kunnu tjena astronomiskar upphæddir, samstundis sum virksemi teirra tekur grundarlagið undan inntøkunum hjá flest øllum øðrum. Hetta tykist ikki haldbært.

Tí verður mett nú, at tað er skilabest, at fólkið fær tryggjað sín part í ágóðanum av teimum virðum, sum fólkið av røttum er eigari av – nemliga egnum dáta. Um ein lítil upphædd (t.d. í form av sonevndum robottskatti, tolli ella MVG) varð løgd á t.d. hvørja einastu transaktión á netinum, og blivu tær upphæddir, sum komu burtur úr hesum, slúsaðar út aftur til fólkið sum vinningsbýti, so høvdu øll harvið fingið møguleika eisini at fáa ágóða av tøkniligu menningini og automatiseringini, umframt at øll vóru betur tryggjað í kreppustøðum sum hesari, vit eru í nú.

Sunnur búskaparpolitikkur til gagns fyri øll
Andrew Freris, fíggjarserfrøðingur, íløguráðgevi og CEO í Ecognosis Advisory, sigur t.d.: “The United States has got 330 million people. If they start giving $1,000 per month to every single American, within three months they would have done about a billion plus, and they will still have plenty of money still to come — and this is money that will go straight into consumption.” ( https://www.cnbc.com/2020/03/13/us-should-give-citizens-1000-a-month-amid-covid-19-crisis-analyst.html)

Alt fleiri – eisini milliardingar, ið sjálvir eiga stórfyritøkur – duga at síggja, at búskapargongdin nú er ikki burðardygg, tí tá fyritøkurnar viðvirka til at gera fólk arbeiðsleys uttan løn, soleiðis at alt fleiri verða skumpað út í fátækradømi, so hava alt færri ráð at keypa tær vørur, sum tøknin og tólmennini framleiða.

Tólmennini keypa ongar vørur og gjalda heldur ongan skatt. Verður eingin kompensatión latin til vanliga fólkið fyri alt, sum automatiseringin yvirtekur frá teimum, kann tað enda við, at allur samfelagsbúskapurin kollapsar. Tí eru alt fleiri – eisini milliardingar – ið ganga inn fyri, at ein grundinntøkutrygd verður veitt til øll, so ella so. Tað er hvørki vinstra- ella høgrapolitikkur, bara sunnur búskaparpolitikkur til gagns fyri øll – bæði borgarar og vinnu. Stutt sagt: win-win.
……………

Fá meira at vita:

  • Facebook:
    Ein føroyskur bólkur er á Facebook, har til ber at lima seg inn fyri at lesa um og kjakast um grundinntøkutrygd (Basic Income Guarantee):
    https://www.facebook.com/groups/grundinntokutrygd/
  • New York Times:
    “Andrew Yang’s $1,000-a-Month Idea May Have Seemed Absurd Before. Not Now. Mr. Yang championed putting money in the pockets of every American adult during his presidential campaign. Now, amid the coronavirus crisis, “This thing is going to pass,” he says.”
    https://www.nytimes.com/2020/03/18/us/politics/universal-basic-income-andrew-yang.html
  • Washington Examiner:
    “A universal basic income works because it is universal
    The populist revolution responding to the coronavirus has been spearheaded by none other than Mitt Romney. The Utah senator embraced a $1,000 cash bailout to every adult in the country, to both help induce consumer demand among middle- and upper-income earners and help the basic bottom line for those who cannot make immediate bills.”
    https://www.washingtonexaminer.com/opinion/a-universal-basic-income-works-because-it-is-universal
  • CNN:
    “Trump Administration Seeks Guidance from Andrew Yang on Giving Americans Cash
    2020 Democratic candidate Andrew Yang joins Anthony Scaramucci, Catherine Rampell, and Don Lemon on CNN Tonight to discuss the Trump administration’s response to the economic fallout from the Coronavirus COVID-19 pandemic.”
    https://youtu.be/p1EVhgsu_-o
  • Scott Santens:
    “The Water Room Analogy
    Why giving basic income to even the richest makes sense.
    “You want to even give basic income to the rich?! That doesn’t make any sense at all because they don’t need it, it’ll cost more, and you’ll be taxing them only to give it back to them.” This a common response to the idea of providing everyone an unconditional basic income. Yes, everyone. That means that even Bill Gates will receive $1,000 per month. Why?”
    https://www.scottsantens.com/the-water-room-analogy-why-giving-basic-income-to-even-the-richest-makes-sense
  • Altinget:
    “David Trads: Borgerløn på vej i USA. Hvad med Danmark?
    Finansminister Nicolai Wammen (S) har sammen alle partiledere understreget, at Folketinget er parat til alt for at hjælpe, skriver David Trads. Tusinddollarchecks til de enkelte borgere i USA er en del af den hjælpepakke, som præsidenten og Kongressen forhandler om nu. Danmark bør lade sig inspirere i en tid, hvor politikerne med finansminister Nicolai Wammens ord er klar til at gøre alt, skriver David Trads.”
    https://www.altinget.dk/artikel/david-trads-borgerloen-paa-vej-i-usa-hvad-med-danmark
  • The Independent:
    “Spain is to roll out a universal basic income (UBI) “as soon as possible” to mitigate the impact of coronavirus.” … “… the government’s ambition (is) that UBI could become something that “stays forever, that becomes a structural instrument, a permanent instrument”. If the payments are successfully implemented, Spain would become the first country in Europe to introduce them nationwide on a long-term basis.“
    https://www.independent.co.uk/news/world/europe/coronavirus-spain-universal-basic-income-europe-a9449336.html
  • Jonathan Pie:
    “Coronavirus: Survival of the Richest!”
    https://youtu.be/aox7CeOdmOY

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2020/03/16/covid19-kreppan-undirstrikar-tydningin-av-figgjartrygdarneti/

Mar 09 2020

Hanga vit enn fast í idealinum um fullkomnu húsmóðurina?

Perfekt-husmorApropos kvinnudagin í gjár. Hvussu langt er vit komin við javnstøðuni, tá tað kemur til hugburð okkara? Hanga nógv ikki uppá nógvar mátar enn føst í hugburðinum um kynini, ið ráddi í 60’unum (sum ráðini til kvinnurnar tá illustrera á myndini)?

Tað tykist í øllum førum meir enn so at vera hendan leiklutin, summir menn enn droyma um, at kvinnan átekur sær aftur. Og ein hoyrir eisini summar ungar kvinnur tala fyri nøkrum líknandi í dag: at tær síggja tað sum frælsi at vera heimagangandi og passa síni børn.

Alt gott um at vera heimaarbeiðandi, men ótrúligt, at fólk enn í 2020 so gott sum bara síggja kvinnur hóska í leiklutinum sum tann uppofrandi húsmóðurin. Havi enntá sæð summi fara so langt sum til at halda, at ALLAR kvinnur áttu at átikið sær hendan leiklutin aftur – sum um tað er tað einasta, kvinnur kunnu brúkast til. Tey, sum halda hetta kynsleiklutabýtið vera ideelt, hvussu kunnu tey ímynda sær, at allar kvinnur høvdu trivist í leiklutinum?

Eru heimagangandi menn “ómansligir”?
Persónliga kundi eg ongantíð droymt um at uppgivið mítt arbeiði fyri at vera húsarhaldskona fyri ein mann, passa børn- og einki annað! Tað hevði verið reint spill av mínum ressursum og evnum, og eg hevði mistrivist nakað so illa, varð eg tvingað til tað. Og by the way… tað finnast faktiskt eisini menn, sum høvdu elskað at havt heimagangandi leiklutin fyri útiarbeiðandi konuna, so hví kundu teir ikki eins væl kunnað átikið sær tann leiklutin uttan at skula óttast fyri at verða sæddir sum “ómansligir”?

Eitt er at seta eina æru í tað at vera heimagangandi og gera húsligt arbeiði. Tað er alla æru vert og alt gott um tað. Tað finnast uttan iva bæði kvinnur og menn, sum hava hug til at vera heimagangandi, hóast eg rokni við, at flestir menn neyvan høvdu viljað brúkt alla sína tíð upp á umsorganar- og húsligt arbeiði uttan at fáa løn afturfyri – fyri ikki at tala um óttan fyri stigmatisering.

Nakað heilt annað er, at eitt heilt kyn skal vera undirgivið hinum kyninum og tæna tí treytaleyst uttan samsýning afturfyri. Tað er tað sama sum trældómur, líkamikið um ein íklæðir tað romantiskar og nostalgiskar ímyndir av viðurskiftunum millum mann og kvinnu, har ein droymir um at endurskapa eina tíð, har “menn vóru menn” og “kvinnur vóru kvinnur”.

Hava vit gloymt upprunaorsøkina til stríðið fyri kvinnufrígering?
Er tað veruliga eina slíka fortíð, vit áttu at strembt eftir at fingið aftur? Tey, sum halda tað – hava tey gloymt orsøkina til, hví nógvar kvinnur ikki longur orkaðu tað mynstrið, sum var, og gjørdu uppreistur móti tí við at fara upp í kvinnurørsluna og stríðast í 100 ár fyri at frígera kvinnurnar frá trældómi?

Hóast vit kunnu siga, at flestar avleiðingar av hesum stríði hava verið fyrimunarligar og hava broytt samfelagið til tað betra, hevur menningin tíverri eisini havt onkrar minni hepnar avleiðingar. Av tí at bæði kyn í dag mugu brúka mesta av síni tíð til at arbeiða úti fyri at tjena nóg mikið til lívsins uppihald, so verða heimini og børnini kanska ofta meira forsømd enn fyrr. Tað er tað, sum uttan iva fær summi til at halda, at tað var “betri”, sum tað var fyrr.

Men loysnin er ikki at tvinga allar kvinnur heim aftur til grýturnar at arbeiða fyri onga løn, og aftur gera tær 100 % fíggjarliga bundnar av at hava ein (útiarbeiðandi) mann, og harvið eisini forða teimum í at geva sítt íkast til samfelagið á annan hátt, um tað er tað tær hava hug og evni til.

Lyfta heimaarbeiði upp til heiður og æru – vit at løna hetta arbeiðið
Nei, loysnin er heldur, at vit lyfta húsligt arbeiði upp til heiður og æru – meir enn nakrantíð fyrr – við at geva fólki, antin tað eru kvinnur ella menn, ið velja hetta yrki sum fullltíðarstarv, væl uppiborna løn afturfyri sítt arbeiði, soleiðis at tey ikki noyðast at vera fíggjarliga bundin av at undirgeva seg onnur, men kunnu klára seg sjálvi, antin tey eru í parlag ella ikki.

Um tað var eitt lønt arbeiði at vera heimagangandi og taka sær av heimininum, børnum, sjúkum og gomlum, so vænti eg ikki, at hetta arbeiðið hevði verið líka so undirmett, sum tað ofta er í dag, ella líka so knívskorið bundið upp á kyn.

Men tað krevur eina størri hugburðsbroyting, tí vit eru so von við at hugsa, at ein kvinna ikki er nøkur “ordilig” kvinna uttan so, at hon frívilliga átekur sær ólønta leiklutin sum tann uppofrandi húsmóðurin, ið ofrar sítt (búskaparliga) frælsi fyri at passa mann og børn, og at ein maður ikki er ein “ordiligur” maður, uttan so at hann fer út at arbeiða fyri at tjena pengar til familjuna.

Bæði kyn mugu luttaka í umsorganarkollvelgitnini
Eg havi einki ímóti, at foreldur velja at raðfesta síni børn. Tvørturimóti haldi eg, sum nevnt, at tey skulu hava uppiborna løn afturfyri at gera tað, tí øll børn hava uppiborið meira tíð og uppmerksemi frá foreldrum teirra. Men eg haldi ikki, at tað einans eigur at liggja á mammunum at taka seg burturúr arbeiðsmarknaðinum fyri at vera saman við børnunum.

Sonevnda “umsorganarkollveltingin”, fólk tosa um í dag, er avgjørt neyðug og tiltrongd, men eg óttist samstundis fyri, at hon kann gerast eitt afturstig fyri kvinnurnar, um menninir ikki eisini eru við. Tí um menn ikki eisini taka sín part heima, dragna kvinnurnar afturum á arbeiðsmarknaðinum, umframt at (summir) arbeiðsgevarar aftra seg við at seta kvinnur, tí teir vita, at tær hava longri barnsburðarfarloyvi enn menn og eru tí ikki líka álítandi arbeiðskraft í teirra eygum.

Enn er tað tíverri soleiðis, at tað mest liggur á kvinnununum at gera harða valið: antin raðfestir tú tíni børn ELLA raðfestir tú títt arbeiði/karrieru. Einki millumting her. Tann ábyrgdin átti at verið betri býtt millum mann og kvinnu, so hvørki børn ella karriera verða forsømd, fyri tað um foreldrini bæði eru útiarbeiðandi. Eg skilji væl, at mammur vilja niður í tíð, tá børnini eru smá, so tær hava betri tíð til børnini. Men eg skilji ikki, hví menn ikki eisini vilja hava betri tíð til børnini.

Nei, tað er langt eftir á mál, áðrenn vit – hugburðsliga – røkka javnstøðu, har tað er líkamikið, hvør tað er, sum tjenar pengarnar, og hvør, ið ger hvat, bara øll sleppa at gera tað, tey hava best hug og evni til.

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2020/03/09/hanga-vit-enn-fast-i-idealinum-um-fullkomnu-husmodurina/

Oct 08 2019

Mytur og fakta um veðurlagið

A2E3B5B5-B5D6-4F38-84D0-96C96E6CEF5CRøða hildin á veðurlagsverkfallinum fríggjadagin 27. sep. 2019

Góðu áhoyrarar,

Mytur og fakta
Í løtuni verður dúgliga kjakast á sosialu miðlunum um, hvat eru mytur, og hvat eru fakta um veðurlagið. Ósemjurnar eru stórar, og tað merkist, at nógvar kenslur eru uppií. Hóast summi halda fast uppá, at tað, sum veðurlagsgranskarar siga, er tað reina ‘fupp’, so ber illa til at síggja burtur frá, at ongantíð hava so nógvir granskarar verið samdir um, at veðurlagsbroytingarnar eru menniskjaskaptar.

Líkamikið hvør orsøkin er til alheims upphitingina, so vita vit, at veðurlagið broytist, og at menniskjaskapt dálking oyðir plantur og djór kring heimin við vaksandi ferð, bæði á sjógvi og landi, og kann potentielt taka lívsgrundarlagið undan okkum øllum. So hví ikki liva meira burðardygt og dálka minni? Er tað ikki skilagott? Átti tað ikki at verið ein sjálvfylgja, at øll tóku undir við tí?

Nei. tað er eingin sjálvfylgja. Tað vísir seg at vera ein øgilig mótstøða, ið tey, sum stúra fyri veðurlagsgongdini og dálkingini, ofta møta. Tey verða løgd undir at vera offur fyri psykotiskt massahysterí, at vera frelstir, ideologistýrdir Co2-fanatikarar, og at vera imbesilir býttlingar, sum líða av panikkangist, tí tey trúgva fantasifullum konspirerandi vinstrahallum, nazikommunistiskum dómadagsprofetium osfr. osfr.

Er Greta bara hysterisk?
Men tað er einki afturímóti øllum tí, sum svenska gentan, Greta Thunberg fær omanyvir seg av haturstalu í hesum døgum – serliga eftir at hon í S.T. háborgini í New York fyrr í vikuni so inniliga heitti á stjórnarleiðarar kring heimin um at taka veðurlagskreppuna í álvara.

Nógv tykjast at klára illa at rúma tað, sum Greta Thunberg sigur. Hon ræðir fólk við sínum sterku kenslum. Og vreiði hennara smakkar summum sera illa. Automatreaktiónin hjá nógvum er tí at kveistra burtur tað, Greta sigur sum “kensluporno” og “reint hysterí” og soleiðis sáa iva um trúvirði hennara. Tey vísa á unga aldur hennara, á diagnosur hennara og á ivasomu bakgrundina hjá familju hennara. Fólk siga seg taka synd í Gretu, og at hon hevur brúk fyri hjálp, tí hon verður bara “stýrd” og “(mis)brúkt” fyrilitarleyst av foreldrunum og øðrum kreftum við sterkum politiskum ella fíggjarligum áhugamálum. Sjálv noktar Greta blankt, at tað er so. Eingin stýrir ella tvingar hana til nakað sum helst, sigur hon.

Fólk kenna seg aftur í Gretu
Líkamikið hvat er rætt og ikki, er tað tankavekjandi, at fólk eru so upptikin av Gretu’sa persóni. Tað er, sum um tað er alt um at gera at tosa um alt annað enn boðskapin hjá henni. Sum um tað eingin grund er til at taka tann óttan í álvara, sum Greta følir og vísir – og sum so nógv onnur við henni eisini føla!

Tær næstan panisku royndirnar at máa støðið undan trúvirðinum hjá Gretu, eru kanska í grundini úttrykk fyri, hvussu ringt tað er at pilka við kollektivu fortreingingina. Greta Thunberg er jú talskvinna fyri ein boðskap, sum í sínum ýtarsta konsekvensi merkir, at vit øll skulu til at leggja lívið um onkursvegna. Tað virkar alt, alt ov óyvirkomiligt at skula kollvelta tilveruna, sum vit kenna hana í dag. Nei, tað er ikki lætt at bjóða sínari “mageligheit” av. So eg skilji mótreaktiónina.

Men vit kunnu fokusera alt vit vilja á Gretu’sa diagnosur og havast at foreldrum hennara fyri at vera vánalig foreldur og gera jánkasligar ella trøllsligar royndir at skapa illvilja og distraktión burtur frá tí ófrættakenda boðskapinum, sum Greta Thunberg er vorðin ein so kend talskvinna fyri. Eitt kunnu vit ikki taka frá henni: Líkamikið um hon hevur fingið stuðul til tað ella ikki, so hevur hon verið heilt ómetaliga røsk at skapa uppmerksemi kring sakina. So kunnu vit onnur siga, hvat vit vilja um orsøkina til, hví hon ger tað, ella ákæra hana so galið vit vilja fyri bara at vera eina marionettdukku, stýrda av øðrum. Sannleikin er, at óteljandi fólk kring heimin kenna seg aftur í tí, hon sigur. Tað er tí tað vekir so nógv afturljóð, og tað er tí hon fær so stóra undirtøku.

Ídnaðurin áhuga í at ivi verður sáddur
Og tað er eisini júst tí, at hon verður sædd sum ein fíggindi av valdsmiklum kreftum, sum vilja varðveita status quo. Hvør er tað, sum fær mest burturúr, at vit einki gera? Heimsins helst fíggjarsterkasti ídnaður – kolvetnisídnaðurin og lobbyistar hans, vilja fegin hava okkum at halda fram at brúka kolvetni og ynskja ikki at verða áløgd Co2 útlátsgjald. Tey eru væl stuðlað av øllum teimum, sum hava gjørt stórar íløgur í kolvetnisídnaðin og fáa risaavlop burturúr, umframt av teim stjórnarleiðarum og politikkarum, hvørs valkampanjur verða fíggjaðar av kolvetnisídnaðinum, og sum fáa búskaparligar fyrimunir av, at kolvetnisídnaðurin hevur virksemi í londum teirra.

Teimum dámar sjálvandi illa boðskapin hjá Gretu Thunberg. Sjálvandi klappa tey í hendurnar, tá ivi verður sáddur um veðurlagsgranskararnar – og Gretu Thunberg. Og tey, sum sáa iva, hava lætt spæl, tí sjálvandi eru tað nógv, sum ikki ynskja at trúgva, at lívsgrundarlag okkara alra er hótt. Tað ger jú alt so nógv lættari, um tað ikki er so. Men skulu vit tora kanska at risikera at lata kolvetnisídnaðin selja framtíðina hjá børnum okkara fyri løtuvinning?

Skulu vit halda fram at lata sum um eingin vandi finst?
Líkamikið hvør orsøkin til veðurlagsbroytingarnar er, so hevur Greta Thunberg undir øllum umstøðum uppiborið stóran heiður fyri at standa fremst í andglettinum og fáa allan heimin til at ressast og taka støðu til eitt sera álvarsligt mál, tí hvat er meira álvarsligt enn hópoyðingin av náttúruni, sum vit síggja, fer fram beint frammanfyri nøsini á okkum í løtuni? So ístaðin fyri at seta sjóneykuna á Gretu Thunberg persónliga, hví ikki lurta? Hon sigur jú í grundini bara, at vit skulu lurta eftir vísindini og taka tað í álvara, sum vísindin sigur.

Men av tí at hon m.a. hevur sagt: “I want you to panic” verður hon ákærd fyri bara at vilja skapa ótta. Men hví sigur hon so? Tað er ikki Greta, men vísindin, sum sigur, at tað er síðsta útkall, og at tað má handlast nú beinanvegin, sum um eldur er í húsinum, um ikki tað skal enda púra galið. Greta undirstrikar bara tað, vísindin hevur sagt leingi. Men tað er hon, sum verður ákærd fyri at loypa ótta á fólk og at vera orsøk til, at nógv ung fólk í dag verða rakt av tunglyndi. Men hvat skulu vit annars gera? Skulu vit blíva við at lúgva fyri okkum sjálvum og fortreingja, at nakar vandi finst?

Liva í kenslufornoktandi mentan
Greta er bangin, ja, og tað sigur hon hart vegna øll, sum hava tað sum hon. Men er tað ikki ein sunn reaktión? Eg veit ikki, hvørjum tað er mest synd í. Henni ella teimum, sum eru so skjót at seta spjaldrið “kensluporno” á sterka boðskapin hjá Gretu og avvísa hann sum irrationellan, tí tey ikki klára at rúma, at hetta unga menniskja kanska hevur rætt í tí, hon sigur og følir. Hvat nú um tey bangnastu og mest irrationellu í veruleikanum ikki eru Greta og hennara viðhaldsfólk? Hvat nú um tey bangnastu og mest irrationellu í veruleikanum eru tey, sum royna at fortreingja ræðandi veruleikan? Er tað ikki í veruleikanum mest synd í teimum?

Tann ógvisliga mótreaktiónin hjá summum sigur kanska nógv minni um Gretu, enn tað sigur um ta kenslufornoktandi mentanina, vit liva í í dag, har vit hava lyndi til at blíva øgiliga illa við av at síggja onkran vísa so sterkar og ektaðar kenslur, sum Greta gjørdi í S.T. bygninginum, og har kensluborin passión verður mistikin fyri “veikleika” og skýrd bara at vera “sinnissjúka” ella “religiøsur ørskapur”, hóast tað kanska er júst tað øvuta – nemliga eitt kolossalt dirvi til at tora at síggja veruleikan í eyguni, og konfrontera og vísa tann óttan, sum øgiliga nógv fólk hava av røttum fyri, at tað kanska er rætt, sum tey siga um veðurlagsbroytingarnar og vanlukkuligu støðuna, náttúran er í. Ein ótti, sum fá higartil hava torað at víst av ótta fyri at verða stemplað sum svøk. Júst sum Greta verður í løtuni.

Stýra við bindi fyri eyguni
Nei, Greta Thunberg er ikki orsøkin. Hon er eitt symptom. Tað er ikki hon, sum skapar óttan. Óttin lúrdi har frammanundan, tí vísindin hevur ávarað um hetta í 40 ár, so vit hava flestøll leingi vitað innast inni, at vit eru á vandaleið. Orsøkin til óttan eru fyrst og fremst tann vaksandi dálkingin og tær veðurlagsbroytingar, sum henda kring heimin, sum vit síggja, miðlarnir eru á tremur við hvønn dag og sum nógv uppliva á egnum kroppi í løtuni: ógvisligar ódnir, ekstremar hitabylgjur, turkur, skógareldar, ísbræðingar, vatnflóðir, hópoyðing av heilum plantu- og djórasløgum og flóttafólk, sum rýma undan veðurlagsvanlukkunum, umframt desperatiónin yvir øll hesi sokallaðu “rationellu vaksnu”, sum tykjast ignorera hetta og stýra heimin við bindi fyri eyguni. Tað er orsøkin til óttan. Tað vildi verið irrationelt als ikki at reagera, líkamikið hvør orsøkin er til vanlukkurnar.

Tey ungu eru sum kanariufuglurin í kolanáminum og hava leingi – langt áðrenn Greta Thunberg gjørdist eitt fyrbrigdi – verið serstakliga stúrin – av góðum grundum. Harragud, tað snýr seg jú ítøkiliga um teirra egna framtíðar vaksna lív. Ógvisliga veðurlagið seinastu árini hevur bara váttað fyri teimum, at tey høvdu orsøk til at stúra. So vit skulu ikki undirmeta tey ungu – sum um tey ikki duga hugsa sjálvi, fyri tað um tey eisini eru viðkvom kensluliga.

Veðurlagsrørslan skapar vón
Greta er bara ein katalysator fyri tað, sum so nógv hugsa og føla frammanundan. Hon setti bara hol á og sjónliggjørdi tað, sum so nógv kunnu samkenna seg við. Hvussu kundi hon annars fingið so stóra alheims undirtøku so skjótt? So stóra, at fólk um allan heim hesar dagarnar fara út á gøturnar fyri saman at gera tey ráðandi vart við, at nú má okkurt ítøkiligt gerast við støðuna. Er tað svakligt at vænta? Tað, sum Greta hevur givið okkum øðrum, er bara eitt høvi og eitt incitament til at gera vart við, at eisini vit eru stúrin fyri framtíðini, um einki munagott verður gjørt beinanvegin.

Nei, tað er ikki ótti, Greta skapar við at gera vart við eina støðu, sum beint nú tykist vónleys. Tað, sum Greta í veruleikanum skapar við tí risa ávirkan, hennara rødd hevur havt, er vón! Vón um, at eitt nýtt ættarlið veruliga er ført fyri lata eyguni upp, har sum vit onnur hava sovið í tímanum. Vón um, at tað fer at gera munin, sum skal til. Tann munin, sum eldru ættarliðini higartil ikki hava megnað at gera.

Takk fyri.

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2019/10/08/mytur-og-fakta-um-vedurlagid/

Sep 05 2019

Verjið javnrættindi teirra samkyndu!

CC42291B-5D5F-4A43-A0D6-7377026E4373_4_5005_cUm okkum dámar tað ella ei, er samkyndleiki ein veruleiki, vit ikki kunnu lata eyguni aftur fyri, er til. Antin góðtaka vit henda veruleika, ella gera vit tað ikki. Men tað hjálpir lítið at stinga høvdið í sandin. Samkynd hava altíð verið til og fara ikki at hvørva, líkamikið hvat verður gjørt fyri at forða hesum fólkum í at elska sítt egna kyn. Er nakað alternativ til at góðtaka veruleikan, sum hann nú einaferð er? Summi vilja seta seg millum tveir stólar. Eg lesi t.d. ofta á Facebook, at fólk siga seg “elska tey samkyndu – bara ikki teirra livihátt”. Sum um tað onkursvegna er ein umbering fyri at gera mismun á samkyndum og øðrum. Men kanst tú blása og hava mjøl í munninum í senn?

Hví er ‘at elska’ og ‘at elska’ ikki tað sama?
Eg undrist á, hvat hetta í grundini merkir – at fólk “elska samkynd” men ikki dáma “teirra livihátt”. Eg undrist á, hvat fólk síggja fyri sær. Hvat hugsa fólk, tá tey siga, at teimum ikki dámar “liviháttin” hjá teim samkyndu? Hvat er tað presist teimum ikki dámar? Hvat er tað fyri ein máti at liva, tey halda, er so andstyggiligur? Hví er hesin mátin verri enn mátin at liva hjá øðrum? Samkynd eru ikki perfekt, nei. Men hvør er tað? Øll eru ikki líka. Er tað ikki minst líka nógv í mátanum, nógv hinskynd liva uppá, sum kann vera ódámligt? Hvat presist er tað, sum ger, at mátin hjá teimum samkyndu skuldi verið verri enn tann hjá hinskyndum? Hvat er tað, sum skuldi rættvístgjørt, at ein ger mun á samkyndum og hinskyndum?

Ella er tað mátin at elska, fólki ikki dámar? Hvat er so andstyggiligt í, at eitt menniskja elskar eitt annað menniskja? Júst hvat er munurin á mátanum ein samkynd/ur elskar og mátanum ein hinskynd/ur elskar, sum ger tann eina mátan so nógv andstyggiligari enn hin? Hví er tað í lagi hjá summum at elska, men ikki hjá øðrum, bara tí tey hava forelskað seg í einum menniskja av sama kyni? Hvat er í grundini so nógv øðrvísi í tí mátanum, at tað rættvísger, at man við lóg parttú skal forða hesum menniskjum í at hava somu rættindi til at staðfesta teirra kærleika og tryggja teirra elskaða, á sama hátt sum onnur elskandi kunnu?

Er tað veruliga “at elska tey samkyndu” ikki at vilja loyva teimum at liva saman við sínum elskaða undir somu treytum sum onnur? Hví nokta summum henda møguleika og ikki øðrum, bara tí tann, tey elska, er av sama kyni? Hvussu kann man rættvísgera at gera hendan munin á fólki? Er tann kærleikin ikki akkurát líka djúpur og líka nógv verdur at fagna? Hvat er tað, sum er so ræðuligt við tí kærleikanum?

Er tað haturfult at seta spurningar?
Nei, eg spyrji bara, tí eg havi sera ilt við at síggja munin. Eg havi sera ilt við at síggja tað andstyggiliga í, at fólk elska hvørt annað – at tey vilja liva saman og vera góð við hvørt annað og skapa sær eina góða tilveru saman, har tey liva í friði og náðum millum onnur, og har tey gera sínar skyldur sum samfelagsborgarar, arbeiða og gjalda sín skatt sum øll onnur. Hvat er tað, sum er so ræðuligt við einum slíkum livihátti?

Eg havi sett hesar somu spurningar á Facebook áður, og havi undrast á, at teir hava verið skýrdir fyri at vera haturstala móti kristnum, og at eg sái split við at seta teir. Lat meg undirstrika, at tað á ongan hátt er mín ætlan at leggja nakran sum helst undir hatur við at seta hesar spurningar – ei heldur at sáa split. Tvørturímóti. Eg havi heilt einfalt sett hesar spurningar av einum ærligum hjarta, tí eg veruliga ikki skilji, hví fólk taka undir við at forða nøkrum í at elska eitt annað menniskja. Og tí eg ynski, at fólk spyrja seg sjálvi um rímiligheitina í tí, tey siga um tey samkyndu.

Eg ynski bara, at fólk hugsa seg um, tá tey úttala seg um samkynd. Eg veit ikki, um tey vita, hvussu særandi tað er, tá hesin kærleiki, sum er akkurát líka ektaður og reinur sum allur annar kærleiki, verður kallaður “ein spilt vøra” og alt møguligt annað andstyggiligt. Tað tykist, sum um fólk, ið siga slíkt, púrasta gloyma – ella ikki skilja, at tey tosa um menniskju við júst somu kenslum sum øll onnur menniskju. Tað er, sum um tey ikki vita, at slíkt kennist sum mannminkandi niðurgering og reinur ágangur fyri tey samkyndu, familjur og vinir teirra. At brúka Bíbliuna til at rættvísgera ágang á ósek fólk, tykist ikki bara at vera fávitska, men eisini fáfongd og hugmóð, tí sbrt. kristnu trúnni er tað einans ein, ið kann døma í síðsta enda.

Ein rørandi kærleikskvøða
Vinaliga lesið kærleikskvøðuna niðanfyri. Hetta er ein av vakrastu kærleikskvøðunum, eg nakrantíð havi lisið:

This is my person.
This is my love.
The biggest love.
The love of my life.This is the match of a lifetime.
The tinder date that lasted for weeks.
The most beautiful human I’ve ever met.This is who makes me laugh every day.
Who takes me on adventures I never thought I’d have.
This is who makes me feel excited, makes me feel calm, makes me feel free, makes me feel safe all at the same time.This is who makes me feel beautiful. This is who gives me strength. This is who has endless support for me.
This is who lights sparks in my eyes and fireworks in my body.
This is who I’m gonna write a thousand songs about.This is who I didn’t know, I had been looking for all along.
The person that makes me the best version of me.
And who forgives me without hesitation when I’m not.
This is who treats me better than I thought a significant other was supposed to. Better than I thought I deserved and who made me see that I do.This is who loves me for my quirks, silliness and spiky, unshaven legs.This is the strongest person I know. So kind. So brave. So curious. So adventurous. So generous. So funny, idealistic and stylish.
A logistics genius with the voice of an actual goddess.Her whole existence is a fierce act of resistance against societal and familial expectations. I’ll probably never be able to fully understand the shit that she has to face daily.
And still she looks upon the world and sees endless potential.I want to submerge myself in the depths of her being forever.This is who I choose.This is who asked me to marry her.This is who I said yes to.This is my future wife.

Dóttir mín, Helena, skrivaði kærleikskvøðuna til unnustu sína, Lorri, í september 2017, beint eftir at Lorri bað Helenu um at giftast við sær. Kvøðan ímyndar so sera væl, at kærleikin millum samkynd er líka so ektaður og reinur, sum kærleikin millum hinskynd er

Fer dreymurin at bresta?
Tær báðar – Helena og Lorri – giftust í mars í ár í New York, har Lorri er fødd og uppvaksin. Tað var eitt fantastiska deiligt brúdleyp, fylt av romantikki, kærleika, gleði og vón fyri framtíðina.

Helena og Lorri møttust í Keypmannahavn, har Lorri var skiftisnæmingur. Tær forelskaðu seg djúpt í hvørji aðrari beinanvegin. Tá skúlaárið var liðugt, mátti Lorri tíverri aftur til USA, hóast hon fegin vildi vera verandi. Men soleiðis spælir klaverið ikki í danska ríkinum. Lógin forðaði henni í tí. So tær máttu leingi hava eitt sonevnt “long distance” forhold, har tær ferðaðust aftur og fram til hvørja aðra so ofta, sum tað nú bar til. Alla hesa tíðina droymdu tær um sum skjótast at sleppa at búgva fast saman. Men tá tú kemur úr hvør sínum landi, er tað næstan ógjørligt.

Av tí at tað var skjótast og lættast hjá Lorri at fáa uppihaldsloyvi í Svøríki, royndu tær tí tann møguleikan. Í vár eydnaðist tað endiliga hjá teimum at fáa loyvi til at flyta saman í Malmø beint eftir brúdleypið. Tær vóru hepnar at fáa íbúð og eru ómetaliga glaðar og lukkuligar um endiliga at sleppa at búgva saman fast. Eg havi ikki sæð dóttur mína glaðari í lívinum.

Næsta stigið í dreyminum er at søkja um uppihaldsloyvi til Lorri í Føroyum, so tær báðar kunnu flyta higar, so skjótt sum tað kann lata seg gera. Men nú eru afturhaldskreftirnar tíverri farnar at glinta við svørðunum. Nú hótt verður við at rulla hjúnabandslógina aftur, eru tær báðar farnar at ivast í, um tær munnu vera vælkomnar í Føroyum kortini. Tær óttast fyri, at dreymurin um at flyta til Føroya fer at bresta. Og satt at siga, verði eg sum mamma eisini ræðuliga kedd, um dreymurin brestur.

Latið kærleikan blóma
Eg havi glett meg so inniliga um menningina í Føroyum seinastu árini – m.a. um at samkynd hava fingið rættindi til at gifta seg. Hetta lat møguleikan upp fyri, at dóttir mín endiliga kundi flyta heim og trívast her saman við síni elskaðu konu. Men nú, eftir at úrslitið av løgtingsvalinum var greitt, er óttin fyri, at alt hetta dettur á gólv aftur, farin at gnaga av álvara. Tey afturhaldssinnaðu mugu barasta ikki fáa makt sum tey hava akt!

Eg elski dóttur mína og ynski henni og verdóttrini alt tað besta í verðini. Eg vil – sum mamma og vermamma – so fegin undirstrika fyri Føroya fólki, at líkamikið kynið, so má kærleikin fyri alt í verðini sleppa at blóma!

Eg spurdi tí Helenu, um eg kundi sleppa at endurgeva hesa vøkru kærleikskvøðuna omanfyri til unnustu hennara í vónini um, at øll, sum lesa tað, skilja, at kærleiki millum samkynd í grundini einki øðrvísi er enn kærleikin millum hinskynd. Velur tú, hvønn tú forelskar teg í? Um so er, at tú hevur ein maka, nær var tað presist, at tú valdi, at nú ætlaði tú tær at forelska teg í honum ella henni? Ella var tað nakað, sum bara hendi? Sjálvandi eru vit ikki harrar yvir, hvønn vit fella fyri. Tú forelskar teg í – og elskar tann, tú elskar. Og sjálvandi vilt tú vera saman við tí, sum tú elskar.

Samkyndleiki er ikki eitt val.
Skulu vit lata ein dømandi, afturhaldssinnaðan, miðaldarligan hugburð um samkyndleika veruliga sleppa at ráða aftur í Føroyum, sum vil gera mismun, vil forða summum fólkum at elska tann, tey elska, og vil skerja møguleikan hjá teimum at liva saman sum hjún? Skulu vit lata afturhaldskreftirnar ráða, sum døma henda kærleika sum eina andstyggiliga synd? Skulu vit lata tey sleppa at lóggeva eftir tí? Tað stendur eisini í Bíbliuni, at gentur skulu steinast til deyðis, sum ikki eru jomfrýr, tá tær verða giftar, og at børn skulu revsast fyri syndir, sum tippoldurabbi teirra gjørdi. Skulu vit eisini lóggeva eftir tí? Nei, sjálvandi vil eingin tað, tí tað er ómenniskjansligt. Men hví so vilja hitt, sum eisini er ómenniskjansligt?

Gevið teimum samkyndu ein kjans
Kæru tit ivasomu. Vælsignaðu verið tykkum! Latið ikki tey afturhaldsinnaðu sleppa at oyðileggja vakra kærleikan millum dóttur mína og konu hennara og dreym teirra um at sleppa at búgva í Føroyum. Tær eru báðar sera dámligar, vælútbúnar, ressursusterkar kvinnur, sum ikki gera haltari hønu mein og hava so nógv gott at geva føroyska samfelagnum.

Minnist nú til, hvat tað í veruleikanum snýr seg um: at samkynd eru menniskju eins og øll onnur, sum eiga at hava rættin til at kunna elska sín maka líka so høgt, sum øll onnur, og at tey tí mugu sleppa at varðveita rættin til at staðfesta teirra kærleika við hjúnabandi við somu borgarligu rættindum sum øll onnur til at tryggja hvønnannan.

Samkynda dóttir mín fann tann stóra kærleikan, og hevur ongantíð verið so glað, sum hon er, nú hon giftist og flutti saman við konu sínari. Sjáldan havi eg verið til eitt brúdleyp so fylt av kærleika, virðing og vón fyri framtíðina. Tær gera ongum nakað við at elska hvørja aðra.

Ein etiskur spurningur?
Tá fólk, sum siga seg elska samkynd, við lóg vilja forða míni samkyndu dóttur í at vera gift við og vera saman við síni elskaðu konu uppá somu treytir sum onnur gift pør, so haldi eg meg hava loyvi til at seta spurningar við, hví fólk vilja forða teimum í tí. Eg má kunna seta spurning við tað, uttan at vera ákærd fyri at sáa split. Tað er ikki haturstala – tað er verjutala!

Eg vil verja elskaðu dóttir mína og eydnu hennara til heimsins enda! Sjálvandi kann eg ikki bara sita hendur í favn og bara finna meg í, at nakar skal sleppa at taka eydnuna frá dóttur míni. Tað eri ikki eg – ella dóttir mín og kona hennara, sum sáa nakað split nakrastaðni, bara tí tær elska hvørja aðra og vilja sleppa at liva saman sum hjún. Eg dugi einki haturfult at síggja í tí at vilja verja tær og eydnu teirra.

Nei, tað er ikki lætt at vera mamma at samkyndari dóttur og leggja oyru til alt, sum fólk hava lagt samkynd undir at vera. Tað er serliga særandi, tá fólk kalla kærleikan millum dóttur mína og konu hennara fyri eina “spilta vøru”, at kærleiki teirra er fullur av roti, óflýggjaligur, ónáttúrligur, sjúkligur, perversur, skeiklaður o.a. úr somu skuffu.

Í mínum oyrum ljóða slíkar orðingar sum sonn haturstala, ið vil nakað. Og tað tykist mær ikki at vera tað góða. Tey siga tað snúgva seg um etiskar spurningar, men hvat er ETISKT í hesum? Hvat ETISKT er í tí at vilja gera mismun?

Kærleikin yvirvinnur alt
Tað stendur eisini í Bíbliuni, at “kærleikin yvirvinnur alt”. Tað velji eg at trúgva nógv meira uppá, enn tær dømandi tulkingarnar av kærleikanum hjá dóttur míni og konu hennara, eg hoyri her og har. Eg fari í song hvørt kvøld við reinari samvitsku um at trúgva uppá, at kærleikin yvirvinnur alt.

Um tað er ein synd at góðtaka samkyndleika, sum eg skal hava ringa samvitsku um, áttu onnur kristin so at farið í song við reinari samvitsku um, at tey hava lagt rentur á skuld, sum onkur skyldar teimum, hóast tað stendur í Bíbliuni, at tað er skeivt at áleggja øðrum rentur? Ja, har stendur enntá, at vit skulu geva alt burtur, vit eiga! Skulu vit øll so eisini hava ringa samvitsku um, at vit IKKI hava verið úti og steinað onkra neyðars gentu til deyðis, tí hon ikki var jomfrú á brúdleypsnáttini, ella tí vit ikki revsa børn fyri syndirnar, sum tippoldurabbi teirra hevur gjørt? Tað stendur nemliga eisini í Bibliuni, at man skal.

Tað stendur so nógv í Bíbliuni, sum eingin í dag við síni fullu fimm – heldur ikki djúpt trúgvandi kristin – kunnu ella vilja liva eftir, tí ein og hvør dugir at síggja, at tað er fullkomiliga órímiligt og ómenniskjansligt. At forða samkyndum í at elska og vera saman við sínum elskaða er í mínari verð rein píning – og líka so órímiligt og ómenniskjansligt, sum nógv av tí í Bíbliuni er, sum eingin longur livir eftir í dag (uttan kanska tey ultra fundamentalistisku).

Hví lata júst tað (sera lítla), sum stendur um samkynd í Bíbliuni, viga so nógv tyngri enn so nógv annað, sum eisini stendur í Bíbliuni, men sum nógv kristin als ikki taka í líka stórum álvara? Er tað ikki bara reint hykl?

Fara trúgvandi uppá kompromis við trúnna?
Eg haldi ikki, at Gud á nakran hátt dømir tann, ið vil loyva samkyndum at elska hvørt annað og at liva saman, líka so lítið sum Gud dømir tey, ið ikki liva bókstaviliga eftir øllum livireglum, sum standa í Bíbliuni. Siviliserað fólk kunnu sjálvandi ikki liva so, heldur ikki kristin fólk, tí nógv av tí er púrasta óforeiniligt við, hvussu vit fara við hvørjum øðrum í dag. So Gud man ikki fara at døma nakran kristnan fyri tað, um tey unna samkyndum at liva saman sum hjún.

Nei, eg dugi onga orsøk at síggja til at forða kærleikanum í at yvirvinna alt. Eg haldi tí, at øll kristin kunnu við góðari samvitsku saktans góðtaka, at vit í Føroyum – trúgvandi og ikki-trúgvandi – liva við eini lóggávu, sum verjir rætt teirra samkyndu til at giftast við teimum, sum tey elska, uttan at skula kenna tað, sum um tað er at fara uppá kompromis við trúnna. Tað fara eingi skár av trúgvandi fólki av at hava samhuga við teim samkyndu og vísa teimum tað miskunn at loyva teimum at gerast fullgyldugir borgarar av samfelag okkara.

“Before you speak to me about your religion, first show it to me in how you treat other people. Before you tell me how much you love your God, show me how much you love all his children. Before you preach to me about your passion for your faith, teach me about it through your compassion for your neighbours. In the end, I’m not as interested in what you have to tell or sell as in how you choose to live and give.”
- Cory Brooker, Newark, New Jersey.

Samkynd javnsett við øll onnur
Við rættinum at giftast borgarliga hava almennu Føroyar einaferð með alla viðurkent og javnsett hins- og samkyndar borgarar, og viðurkenna eisini, at samkynd eru til og eiga pláss í okkara samfelagi. Henda javnstøða má fyri alt í verðini ikki takast aftur! So hetta skal vera ein áheitan til øll, sum eru góð við okkara samkyndu og ynskja, at tey skulu kenna seg vælkomin í Føroyum sum javnsettir borgarar:

Standið saman, sláið verjugarð um tey samkyndu og verjið javnrættindi teirra!

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2019/09/05/verjid-javnraettindi-teirra-samkyndu/

Aug 29 2019

Hví velur tú tann politikaran, tú velur?

E34ADAF4-4365-49F3-9593-D2E8C4D694E8_4_5005_cNú løgtingsval verður leygardagin, havi eg hug at seta nakrar spurningar til øll tey, ið ætla sær á val at gera sína demokratisku skyldu og seta sín kross. Um tú ikki heilt hevur tikið støðu enn til, hvønn tú skalt velja, kunnu spurningarnir kanska hjálpa tær at seta krossin á rætta stað. Og um tú HEVUR tikið støðu, er spurningurin ikki, HVAR tú fert at seta krossin, men heldur: Veitst tú, HVÍ tú setur krossin har, tú setur hann? Hevur tú hugsað um, hvussu tað ber til, at tú velur júst tann politikaran?

“Ja, sjálvandi havi eg hugsað um tað”, svarar tú kanska. Men gert tú nú eisini tað? Eg havi hug at grava eitt sindur djúpri og biðja teg hugsa um, hvussu tú hevði svarað spurningunum niðanfyri. Og ver nú heilt ærlig/ur, tá tú svarar:

Veitst tú orsøkina til, at tú velur ein ávísan flokk? Ella velur tú flokkin av gomlum vana uttan at skeinkja tí stórvegis tankar hví? Kanska tí familjan hjá tær altíð hevur valt tann flokkin? Ella tí tú altíð hevur verið von/vanur við at hildið við tí liðnum móti hinum liðnum og vil ikki svíkja títt lið? Metir tú, at tað, at halda við einum liði móti einum øðrum (næstan sum ein trúgvur fótbóltsfjeppari heldur við sínum liði), er nóg gott grundarlag fyri at velja rætt?

Velur tú við hjartanum ella velur tú við heilanum? Við øðrum orðum: Velur tú ein politikara, tí tær dámar hann ella hana sum persón (t.d. tí tú heldur viðkomandi vera dámligan ella tí hann/hon dugir væl at seta mótpartar uppá pláss og virkar sterk/ur, ella tí tú veitst, at onnur fólk, sum tú hevur virðing fyri, velja viðkomandi)? Ella velur tú politikaran, tí tú veitst júst, hvat fyri politikk viðkomandi stendur fyri? Veitst tú akkurát, hvørji hjartamál viðkomandi politikari hevur?

Um vit eina løtu síggja burtur frá problematikkum sum vinstra vs. høgra, loysing vs. samband og sekularisering vs. átrúnað sum vegvísara, so ber til at siga, at allarflestu politikararnir eru samdir um og geva vallyfti so sum t.d., at:

vit skulu geva vinnuni umstøður til at virka so optimalt sum gjørligt
vit skulu royna at fáa fleiri bein at standa á vinnuliga
vit skulu styrkja heilsuverkið og tryggja teim sjúku og veiku betri atgongd til viðgerðir
vit skulu styrkja eldraøkið og geva pensjónistunum betri kor
vit skulu taka betur hond um okkara børn og ungu og styrkja dagstovnaøkið
vit skulu betra um skúlaverkið og útbúgvingarmøguleikar í Føroyum
vit skulu ansa betri eftir umhvørvinum
vit skulu hava eitt gott og trygt infrakervi við góðum og væl viðlíkahildnum vegum, tunlum og brúm
vit skulu hava javnstøðu bæði fyri kvinnur og menn
osfr.

Hetta siga næstan allir politikarar seg ganga inn fyri – og lova veljarunum. Tað ber illa til at vera ósamd/ur í tí, tá ein politikari førir seg fram við slíkum slagorðs-argumentunum, sum nærmast eru sjálvfylgjur. Men hetta sigur í veruleikanum lítið um, hvat fyri politikk politikarin reelt fer at føra.

Veitst tú neyvt, HVUSSU viðkomandi politikari, sum tú setur tín kross við, ætlar sær at røkka hesum málum? Veitst tú neyvt, hvørji øki viðkomandi raðfestir hægri enn okkurt annað? Hevur tú kannað eftir, um viðkomandi hevur heilt ítøkilig boð uppá politiskar loysnir á hvørjum øki? Veitst tú, hvussu nógv viðkomandi vil seta av til hesar loysnir? Veitst tú, hvussu viðkomandi hugsar sær at fíggja hesar loysnir? Veitst tú fyri hvønn, loysnirnar hjá politikaranum fara at loysa seg best? Kanst tú vita við vissu, at tú velur rætt, um tú ikki kennir svarini til omanfyrinevndu spurningar?

Hevur tú eisini lurtað væl eftir á hvønn hátt, viðkomandi politikari argumenterar? Er nøkur verulig, væl grundað støðutakan aftanfyri tað, viðkomandi sigur? Ella er tað bara orðaskvaldur, sum skal fjala, at viðkomandi í veruleikanum ikki veit, hvat hann ella hon tosar um? Hvat eyðkennir argumentasjónina hjá politikaranum? Tekur viðkomandi mest støði í, hvat vit IKKI skulu hava, heldur enn í, hvat vit skulu hava? Tosar politikarin nógv um alt tað, vit skulu óttast fyri og berjast ÍMÓTI? Ella tosar politikarin um visjónir – alt tað góða, vit skulu berjast FYRI og kunnu røkka, um vit gera so ella so? Eru tað ítøkiligar politiskar loysnir, viðkomandi tosar mest um? Ella eru tað mest álop á mótpartin, viðkomandi brúkar sína talutíð til? Brúkar viðkomandi talutíðina til at argumentera fyri egnum politikki? Ella fer viðkomandi mest eftir mótstøðumanninum/kvinnuni heldur enn eftir bóltinum?

Hvussu greiður er viðkomandi politikari í sínari argumentasjón? Tosar viðkomandi mest í slagorðum, sum í veruleikanum siga lítið um politikkin hjá viðkomandi? Dømi: “Tað skal loysa seg at arbeiða” – jú, sjálvandi kunnu øll vera samd í tí, men hvat merkir tað í veruleikanum? Nær “loysir tað seg” at arbeiða? Nær “loysir tað seg ikki” at arbeiða? Og fyri hvønn? Hvussu stórur er trupulleikin? Hvat ætlar viðkomandi politikari sær at gera við tað? Og hvussu hugsar viðkomandi sær, at loysnin skal síggja út? Eitt annað dømi: “Vit skulu varðveita Føroyar, soleiðis sum vit kenna tað”. Men hvat er tað ítøkiligt, vit skulu eitast fyri “at kenna”? Hvør kennir hvat? Er alt tað, vit kenna, gott? Skal einki broytast ella betrast? Og um so er, hvat? Hví? Júst hvat er tað, viðkomandi politikari vil varðveita og hví?

Loypir viðkomandi politikari á ávís sjónarmið ella rák í samfelagnum uttan at siga ítøkiliga, hvør stendur fyri hesum sjónarmiðum? Tað er lætt at finnast t.d. at “vaksandi kravlyndinum” í samfelagnum, men hvar ítøkiliga heldur politikarin, sum sigur so, at markið gongur ímillum rættvís krøv og órímilig krøv? Hvør er tað í veruleikanum, viðkomandi heldur, er so “krevjandi”? Sigur viðkomandi politikari nakað ítøkiligt um tað? Ella eru hetta bara atfinningar, sum onga adressu hava – og sum eingin tí kann kenna seg raktan av ella gera nakað við? Hvussu ímyndir politikarin sær, at “kravlyndið” skal basast?

Sleingir viðkomandi politikari um seg við tølum, sum tað er sera torført at gjøgnumskoða ella meta um, um tey veruliga siga nakað um eina veruliga støðu? Ella velur viðkomandi bara tøl út, sum vátta tað, viðkomandi frammanundan vil hava váttað?

Brúkar viðkomandi politikari “strámenn” í sínum argumentum – tvs. kemur við uppáhaldum um, at mótparturin meinar okkurt ávíst, og argumenterar so ímóti tí, hóast mótparturin hvørki hevur sagt ella meint tað, sum viðkomandi heldur uppá, at tey meina? Heldur viðkomandi seg vita alt um, hvat mótparturin meinar, betur enn mótparturin veit tað sjálvur? Ella spyr politikarin seg fyri, áðrenn hann ella hon fellir dóm, vísir áhuga fyri og lurtar eftir, hvat onnur meina, og gevur teimum ein kjans at svara fyri seg?

Heldur viðkomandi politikari uppá, at mótparturin hevur krógvaðar ætlanir ella motivir, sum eingin við vissu kann vita, um mótparturin veruliga hevur, heldur enn at fyrihalda seg beinleiðis til ítøkiligu politisku uppskotini hjá mótpartinum, og argumentara fyri ella ímóti, um tey nú eru góð ella ikki – og hví? Fyriheldur viðkomandi politikari seg til kritikkin og mótargumentini hjá mótpartinum? Svarar viðkomandi kritikkpunktunum? Ella kemur viðkomandi við uttanumtosi fyri at sleppa undan at svara? Heldur politikkarin seg á síni egnu breythálvu? Ella roynir viðkomandi bara at misteinkiliggera tey, sum koma við kritikkpunktum og loypir á øll tey, sum ditta sær at argumentera ímóti sær, við yvirdrivnum ákærum og persónligum álopum?

Hvat heldur tú, at endamálið við argumentunum hjá politikarunum skal vera fyrst og fremst? At berja mótstøðu niður? Ella at finna semjur? Hvat fyri argumentasjónsháttur heldur tú mest sannlíkt førir til flest semjur um veruligar politiskar loysnir? Kanst tú gera upp við teg sjálva/n, hvat fyri argumentasjónshátt tær dámar best og hví? Hví heldur tú, at júst argumentasjónshátturin hjá viðkomandi politikara, sum tú ætlar tær at velja, er betri enn hjá onkrum øðrum?

Um tú setur tær sjálvum/ari spurningarnar omanfyri og roynir at svara teimum eftir besta førimuni – og síðani tekur støðu til, um tú kanst liva við svarunum, umframt letur tína niðurstøðu ávirka títt val, ja, so hevur tú tikið ábyrgd fyri, hvar tú setir tín kross. Men um tú als ikki hevur umhugsað hesar spurningar og onga roynd gert at svara teimum, so verður tað neyvan tín valluttøka, sum ger, at vit fáa eina líkinda tingmanning, sum kann samstarva innanhýsis og veruliga gera mun, har føroyska samfelagið kann verða skipað á ein hátt, sum verður til gagns fyri hvønn einasta borgara í landinum.

Tak nú eina væl umhugsaða, væl grundaða støðu og far so á løgtingsval leygardagin at seta tín virðismikla kross.

Gott val!

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2019/08/29/hvi-velur-tu-tann-politikaran-tu-velur/

Mar 27 2019

Er gjald fyri ferðslu í náttúruni nú veruliga so býtt?

SaksunØgilig øsing, sum er í løtuni um, at onkur bóndi ætlar sær at taka gjald fyri, at fólk ganga á hansara øki. Ja, eg kann saktans blíva nostalgisk eins og nógv onnur og halda, at tað er ein keðilig gongd, at nú kann mann ikki ganga nøkur ávís náttúruvøkur støð longur uttan at gjalda fyri tað. Men um vit nú hugsa eitt sindur longri, kann tað gott vera, at tað – at gjalda fyri at ganga ávís serliga viðbrekin støð – er ein farbær loysn uppá teir trupulleikar, sum ov nógv ferðsla av ferðafólki skapar hesi ávísu støðini.

Eg má siga, at eg havi í roynd og veru einki ímóti sum føroyingur eisini at gjalda eina minni upphædd fyri at fáa atgongd til nøkur av teimum mest árendu støðunum, um tað kann vera við til at hjálpa teimum lokalu við at fyribyrgja niðursliti og viðlíkahalda økini – og kanska tálma alt ov ógvusligum streymum av ferðafólkum á hesum støðum. Eg verið neyvan fátøk av tí, tí hvussu ofta gangi eg slík støð?

Eg haldi í veruleikanum ikki, at tað er fair, at tað bara skulu vera tey lokalu, sum skulu merkja ampan av ov nógvum ferðafólki. Eg havi einki ímóti at vera solidarisk og taka mín part av ampanum við t.d. at noyðast at gjalda eitt sindur fyri at ganga har, sum serligur vandi er fyri, at støðini verða niðurslitin – ella har ov nógv órógv er av ferðafólkum til ampa fyri íbúgvar og djóralív.

Har eru enn ein rúgva av støðum í Føroyum, ein kann ganga ókeypis, so eg síggi ikki persónliga nakra orsøk til at fara í panikk fyri tað, um tey mest árendu royna at fáa endurgjald fyri tann ampan tey hava av nógvu ferðsluni.

Ferðafólkastreymurin steðgar ikki í bræði
Tíðirnar broytast, og tað noyðast vit helst øll at liva við. Tað er ikki realistiskt, at vit kunnu venda við og fáa somu viðurskifti aftur, sum fyri bara 5-10 árum síðani. Umheimurin HEVUR varnast hesa perluna, vit eiga.

Visit Faroe Islands hava dugað væl og hava gjørt eitt sera effektivt marknaðarføringsarbeiði. Men eitt, sum vit kanska gloyma eitt sindur í øllum, er, at líkamikið, hvat Visit Faroe Islands hevur gjørt – ella um tey als einki høvdu gjørt fyri at marknaðarføra Føroyar sum ferðaland, so høvdu vit uttan iva kortini merkt ein nógv vaksandi ferðafólkastreym. Kanska hevði hann ikki vaksið líka skjótt – serliga tey ávísu støðini, sum eru nógv vitjað – men at vit høvdu havt nógv ferðafólk kortini, eri eg vís í.

Líka síðani eg var stjóri í Samviti frá 2007-2009, havi eg verið sannførd um, at fyrr ella seinni fór heimurin at fáa eyguni upp fyri perluni, sum Føroyar eru, um vit vildu tað ella ikki. Hetta kemst fyrst og fremst av sera skjótu tøknuligu menningini.

Í dag er so ræðuliga lætt og ómakaleyst hjá vanligum fólki at leggja myndir út á netið – á heimasíður og sosialar miðlar, Instagram, Facebook, Twitter, YouTube, Pinterest osfr. Í dag gongur hvørt mansbarn við fartelefon, sum kann taka betri og betri myndir – bæði stillmyndir og livandi myndir – líka so góðar sum einans tey bestu fototólini kundu taka fyrr, umframt at hvør kleyv kann keypa sær eina dronu fyri undir 1.000 kr.

Far bara t.d. á YouTube ella Instagram og leita eftir “Faroe Islands”. Har eru túsundavís av imponerandi myndum og videoum úr Føroyum, sum ferðafólk hava lagt har av egnum eintingum, og sum einki hava við Visit Faroe Islands at gera.

Myndirnar eru ótrúliga flottar og sera væl umtóktar, tí vit hava eitt ómetaliga vakurt land, sum lokkar nógv fólk til, bara tey síggja myndirnar. So tað var “bound to happen”, at kunnleikin til Føroya spjaddist um allan heim við løttu atgongdini øll hava til at spjaða tilfar – og at vit í dag tí uppliva eina sera skjótt vaksandi ferðavinnu.

So hóast Visit Faroe Islands gavst heilt við at marknaðarføra Føroyar sum ferðaland í dag, so er “loynidómurin” avdúkaður. Ferðafólkastreymurin letur seg neyvan steðga, og tað er spilt orka at berjast ímóti. Her mugu konstruktivar loysnir til, so neiliga árinið ikki fær yvirvág. Og tað merkir broytingar, sum í ávísum førum ganga móti siðvenjuni og tí kanska ikki altíð eru so væl umtóktar, men sum í síðsta enda kortini gagna okkum øllum.

Fyrimunir og vansar við ferðavinnu
Ferðavinnan ávirkar okkum øll – bæði neiliga og jaliga. Hon er til ampa fyri summi í summum førum – tað mugu vit viðurkenna og royna at finna loysnir uppá. Vit kunnu ikki lata eyguni aftur fyri, at ferðavinna kann leggja ov nógv trýst á ávís øki, og at okkurt má gerast við tað.

Men vit mugu heldur ikki gloyma, at í øðrum førum hava vit føroyingar eisini gleði av ferðavinnuni í og við, at hon er eitt gott ískoyti til samfelagsbúskapin, og at hon skapar nýggjar starvsmøguleikar t.d. fyri lesandi og kvinnur, sum áður hava manglað starvsmøguleikar í Føroyum. Ikki minst í útjaðaraøkjunum.

Føroyski almenningurin hevur eisini nógv størri og betri matstovuúrval í dag enn nakrantíð, tí ferðavinnan ger kundagrundarlagið størri. Haldi eisini, at Føroyar eru vorðnar størri og meira áhugaverdar onkursvegna.

Give and take…. So um eg gjaldi eitt sindur fyri gúngurnar, so fái eg tað innaftur fyri karusellirnar. Noget for noget, ha? Um tað kann fáa meira javnvág í, so tað ikki bara eru summi, sum skulu gjalda prísin fyri tað neiliga árinið av ferðavinnuni, hví ikki taka medábyrgd á henda hátt? :-)

Bólturin liggur hjá politisku myndugleikunum
Eg tosi ikki um, at mann nú skal gjalda allastaðni, bara mann fer út um bøgarðarnar. Tað er heldur eingin, sum sigur, at vit skulu gera tað. Tað mugu vera mátar at forða fyri, at tað kemur inflatión í at taka órímiliga nógvar pengar frá fólki fyri at ferðast støð, sum als ikki eru undir trýsti (enn). Tað er ein uppgáva hjá politikarunum, sum teir eiga at taka í størsta álvara ongantíð nóg skjótt. Men nøkur støð eru undir serliga stórum trýsti, og okkurt má gerast fyri at verja tey serliga útsettu støðini. Hvussu loysa vit tann trupulleikan?

Vit mugu venja okkum við, at tíðirnar eru øðrvísi nú enn fyrr, og tað er nú einaferð soleiðis, at har eru ávís serliga viðbrekin øki, sum hava tørv á at vera serliga vard. Tað er tað, eg einki havi ímóti at vera við til at tryggja, at tey vera – m.a. við at góðtaka at gjalda fyri at ferðast júst hesi støðini, so vit varðveita okkara vakra land so óspilt, sum tað kann vera, til gleði fyri okkum øll.

Misskil meg ikki. Eg haldi ikki, at tað er rætt, at hvør Hanus og Janus, sum eigur ella forpaktar jørð onkrastaðni skal kunna krevja pengar frá fólki púrasta óskipað og ótalmað. Sjálvandi má slíkt skipast onkursvegnað, soleiðis at forðað verður fyri, at inflatión kemur í pengaspekulatión.

Men eg haldi ikki, at vit kunnu vera ósamd um, at summi serlig øki krevja serliga verju – og at tað má finnast ein loysn uppá tað. Eg sigi ikki bøndur ringar fyri, at teir sjálvir royna at finna onkra loysn, nú trýstið er blivið alt ov stórt á nøkur øki. Tí tað er, sum onkur sigur: Wild west… Myndugleikarnir hava sovið í tímanum. Og tað merkir, at privatfólk kenna seg noydd at finna uppá sínar egnu loysnir. Kanska ikki altíð bestu loysnirnar, men tað haldi eg ikki, vit skulu lasta teimum fyri. Heldur venda skjútsið rætta vegin.

Í mínari verð er eingin ivi um, at bólturin liggur fyrst og fremst hjá politisku myndugleikunum.

Kundu havt fyribyrgt verandi støðu
Í Samviti, sum bara var til í tvey ár frá 2007-2009, var ein deild, ið tók sær av innlendis ferðavinnumenning. Deildin var umleið líka stór sum deildin, ið tók sær av marknaðarføringini av Føroyum sum ferðaland. Men menningardeildin var niðurløgd saman við SamViti í 2009 av táverandi uttanríkisráðharra, Jørgeni Niclasen, og var ikki endurreist aftur fyrr enn í fjør!

Fá trúðu uppá møguleikarnar hjá Føroyum sum ferðaland tá. Men sum stjóri í SamViti var eg sannførd um, at Føroyar vóru “óuppdagað gull”, og at innrásin av ferðafólki fór at koma fyrr ella seinni – næstan líkamikið, hvat vit annars gjørdu við marknaðarføring. Eg var greið yvir, at skjóta tøkniliga menningin, internetið og altjóðagerðin fór at broyta alt, um vit vildu tað ella ikki. Tað fór ikki at bera til at halda “loynidómin” fyri okkum sjálvi í longdini.

Í SamViti løgdu vit tí øgiliga stóran dent á, at vit máttu fyrireika okkum til innrásina. Vit skipaðu millum annað fyri eini stórari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum um, hvussu vit skuldu byggja upp eina burðardygga vistferðavinnu í Føroyum. Vit varpaðu ljós á vistferðavinnu, tí vit vóru greið yvir, at ferðavinnumenningin mátti hava fyrilit fyri teim umhvørvisligu avbjóðingunum, sum fóru at koma, tá nógv fleiri ferðafólk fóru at ferðast í føroysku náttúruni.

Øll landsstýrisfólk, allir tinglimir og allir miðlar fingu innbjóðing at koma á ráðstevnu. Men hvat? Bert tveir politikkarar møttu – ein, tí hann skuldi seta ráðstevnuna (hann fór avstað aftaná fimm minuttir) og ein annar, tí hann var pápi ein av fyrireikarunum av ráðstevnuni. Ikki eitt einasta miðlafólk møtti. So har var lítil áhugi í at lurta eftir okkum. Nógv ristu bara við høvdinum at hesum hugtakinum – “vistferðavinna”! Hvat er hetta fyri fjas, tey nú finna uppá…?

Men vit vistu væl, hvussu umráðandi tað var, at marknaðarføringin og innlendis menningin fylgdust, og at íløgur máttu gerast í bæði, nettupp fyri at fyribyrgja støðuni, vit hava í dag. Men vit tosaðu fyri deyvum oyrum. Ógvuliga fá trúðu okkum, tá vit søgdu, at tað fór at vera ein trupulleiki, um vit ikki fyrireikaðu okkum betri til at taka ímóti fleiri gestum.

Strategiin at brúka allar ressursur uppá marknaðarføring vann, og innlendis menningin bleiv forsømd í nógv ár. Inntil í fjør. Eg eri vís í, at um fast varð hildið í táverandi strategiini, hevði menningararbeiðið verið komið 10 ár longri, og vit høvdu ikki havt nærtil so nógvar trupulleikar, sum vit hava í dag. Spell.

Kunnu ikki skrúva tíðina aftureftir
Men hent er hent. Ferðafólkastreymurin er vaksin og fer at vaksa enn meira. Honum kunnu vit, sum sagt, ikki bara steðga uttan víðari. Samfelagið fer at broytast, um vit vilja tað ella ikki. So um vit skulu gera okkum nakra vón um at varðveita bara eitt sindur av stýring, og ikki bara standa sum Kánus, so mugu politikkararnir taka seg saman ongantíð nóg skjótt.

Politikkarar mugu taka málið í nógv størri álvara og viðurkenna, at her mugu íløgur gerast fyri at tryggja, at ferðavinnan er burðardygg – ikki bara fíggjarliga, men sanniliga eisini umhvørvisliga – soleiðis at landið kann varðveitast so reint og óspilt, sum tað nú einaferð kann vera undir nýggju umstøðunum. Ferðavinnumenning kostar, ja, men tað kostar meira ikki at gera íløgurnar.

Vit kunnu í øllum førum ikki lata standa til. Aðrastaðni hava tey valt at taka gjøld frá fólki fyri at ferðast, har serliga nógv trýst er á. Tað er púra vanligt, at fólk gjalda fyri at fáa atgongd til serliga attraktiv støð, ið eru í serligum vanda fyri at vera niðurslitin – tað verið seg náttúruparkir ella søguligir bygningar t.d. Hetta er liður í at fáa fíggjarliga orku til at viðlíkahalda og varðveita hesi støðini í upprunastandi, umframt at tað tálmar streyminum og fyribyrgir ov ógvusligum niðursliti.

Tað er einki stuttligt, um vit kanska noyðast at gera tað sama í Føroyum, men tað er ikki realistiskt at halda, at vit kunnu skrúva tíðina aftureftir og fara aftur til gomlu friðaligu Føroyar næstan uttan ferðafólk. Trupulleikin veksur bara, um vit halda fast í at liva í nostalgisku ‘bobluni’. Vit sleppa ikki undan at gera nakað við trupulleikan – í øllum førum ikki, um vit eru góð við land okkara.

Hvat við føroyska autensitetinum?
Tað er gott, um fólk síggja nýggjar vinnumøguleikar í ferðavinnuni og royna at fáa okkurt burturúr við at bjóða ferðafólkum ymiskar vørur og tænastur. Hetta kann skapa nýggj størv og fáa nýtt lív í útjaðaran aftur t.d. Hin vegin ber ikki til at tvinga øll til at gera tað sama. Ein má virða, at summi vilja halda fast í at reka landbúnað, sum tey altíð hava gjørt. Eg haldi tað er gott, at onkur varðveitir siðbundnan bóndaskap – í øllum førum summastaðni – heldur enn, at ØLL partú skulu innrætta seg eftir tørvinum hjá ferðafólkunum. Hvar bleiv av føroyska autensitetinum, um ALT samfelagið skal broytast, bara fyri at tekkjast ferðafólkum?

Eg havi verið fleiri ferðir í Íslandi og sæð, hvat massaturisman hevur gjørt við íslendska samfelagið bara tey síðstu 10 árini. Og tað er ikki líka vakurt allastaðni. Ferðavinnan hevur á mangan hátt bjargað búskapi teirra, men tað hevur eisini kostað teimum nógv. Havi ofta hoyrt íslendingar sagt við føroyingar, vælsignaðir verið tykkum, gerið ikki sum vit, men haldið fast í tykkara egnu serkennum, heldur enn at ganga eftir stuttskygdum vinningi við at gera alt – eisini umbroyta tykkum – bara fyri at tekkjast ferðafólkunum. Tit missa bara tykkum sjálvi burtur í øllum. Lærið heldur av okkara feilum.

Um vit ynskja, at nøkur støð kunnu varðveitast, sum tey eru, heldur enn bara at verða innrættað eftir treytunum hjá ferðafólkunum, haldi eg, at tað er vert at umhugsa, um tað ikki er ein loysn í summum førum, at gjald verður kravt av fólki fyri at ferðast hesi ávísu útsettu støðini. Hetta hevur hjálpt aðrastaðni, so hví ikki her? Tað er uppgávan hjá myndugleikunum at finna út av, hvar gjaldast skal, hvør skal gjalda, hvussu vit skilmarka gjaldararnar, hvussu tey skulu gjalda, hvussu nógv, til hvønn, og júst hvat peningurin skal fara til.

Hvør loysn er annars, ið kann hjálpa uppá trupulleikan? At forða ferðafólki í at ferðast til Føroya? Nei, tað er sjálvsagt eingin loysn at avbyrgja Føroyar frá umheiminum. Tað ber neyvan til kortini. So einaferð enn: Hvat er alternativið?

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2019/03/27/er-gjald-fyri-ferdslu-i-natturuni-nu-veruliga-so-bytt/

May 08 2018

Hví fara kvinnur aftur til menn, sum eru harðligir við tær?

19D19A97-91AC-431F-BAEB-3C7BA91FEED1Síggi í Facebook-kjakum í løtuni, at fólk undrast á kvinnur, sum fara aftur til menn, sum hava verið harðligir við tær. Skilagóði sosialráðgevin og brævkassaredaktørurin Tine Bryld – eisini nevnd “Hele Danmarks mor” – segði einaferð um hetta í eini útvarpssending, sum æt P4 på P1 í Danmarks Radio, at hon skilti so avbera væl, hví tað er so torført – ja, faktiskt nógv torførari at sleppa sær út úr vánaligum parløgum, enn úr parløgum við meira javnvág millum partarnar.

Tað hevur einki við masochismu at gera. Tað hevur nakað við at gera, hvussu nógvar”íløgur” tú kennir teg hava gjørt í parlagið. Ofta mást tú geva nógv meira av tær sjálvum/sjálvari fyri at fáa eitt vánaligt parlag til at ganga, enn tað er neyðugt at gera í einum meira vælvirkandi parlag. Hvørja ferð okkurt keðiligt hendir, stríðist og strevast tú fyri at bjarga rovunum, kanska tí tú jú byrjaði við at elska viðkomandi høgt og ynskir so inniliga at fáa tað til at gang væl – kanska eisini tí tú eigur børn saman við viðkomandi, hevur keypt hús saman o.m.a., so tað er ikki bara-bara at rýma.

Nógv psykisk orka skal til fyri at fáa javnvág í aftur, hvørja ferð okkurt keðiligt hendir millum partarnar. Ein av pørtunum særir hin, sum verður so særdur, at viðkomandi kanska ger tað liðugt og rýmir, men hevur tað av hundanum til. Viðkomandi ynskir kanska einki meira, enn at fáa tað gott aftur, so tað er sera freistandi at fyrigeva, tá tann, sum hevur sært ein, biðjur um fyrigeving.

Hetta mynstrið hendir longu, langt áðrenn harðskapurin nakrantíð er byrjaður, men um harðskapur kemur uppí, broytir hetta ikki mynstrið. Tí síggja vit, hvussu fólk í parløgum við nógvum trupulleikum – eisini harðskapsraktum parløgum – royna umaftur og umaftur, uttan at tað verður frægari.

Tað er eitt sindur sum at gera íløgur í eina vánaliga fyritøku. Tú setur eina fyritøku á stovn, sum tú brennir fyri. Men skjótt vísir tað seg, at tað gongur ikki so væl. Men tú stríðist og strevast fyri at fáa tað at ganga og blakar fleiri og fleiri pengar í fyritøkuna í vónini um, at gongdin vendir, men tað gongur bara verri og verri.

Tá tú hevur brúkt mestsum alt, tú eigur, og sett tað í fyritøkuna, er sera torført at síggja, nær nóg  mikið er nóg mikið, og nær tað ikki loysir seg at brúka meira orku uppá fyritøkuna longur. Nettupp orsaka av tí, at tú hevur so nógv útistandandi í fyritøkuni og hevur lagt so ómetaliga nógva orku og pengar í hana, er tað so sera ringt at geva alt upp, tí so kennist tað sum um, at alt stríðið var til onga nyttu, og tú hevur mist alt, sum tú legði í fyritøkuna! Tað skal nógv til at geva alt tað upp.

Akkurát tað sama ger seg galdandi fyri vánalig, kanska harðskapsrakt parløg.

Soleiðis segði Tine Bryld. Eg haldi, at hetta var ein sera skilagóð lýsing hjá henni av tí tvístøðu, sum tey, ið eru rakt av harðskapi í parlagnum, eru í. Fyri meg gav henda frágreiðingin í øllum førum sera góða meining, og eg skilji betur nú, hvat tað er, sum er uppá spæl, og hví tað er so torført hjá teim harðskapsraktu at rýma úr parlagnum, hóast tað – sæð uttanífrá – sjálvandi hevði verið tað skilabesta at gera hjá pørtunum.

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2018/05/08/hvi-fara-kvinnur-aftur-til-menn-sum-eru-hardligir-vid-taer/

Jan 18 2018

Føroyskar kvinnur tora ikki at trína fram

Eftir Mildrið Jacobsen; Sosialurin, 18. Januar 2018; Evni: #MeToo

Elin portrettFøroyskar kvinnur aftra seg við at seta #MeToo frámerkið á sína vangamynd á sosialu miðlunum. Tað er ikki tí, at trupulleikin við kynsligum ágangi er minni í Føroyum enn aðrastaðni, men samfelagið er lítið, og kvinnurnar stúra fyri spurningum og gitingum, og vilja ikki vera sæddar sum offur. Haraftrat óttast tær fyri at vera skýrdar at vera erkvisnar grátikonur. Tað sigur Elin Brimheim Heinesen, sum sjálv ivaðist nógv, áðrenn hon setti #MeToo frámerki á sín vanga.

Samstundis sum #MeToo rørslan vindur alt meira og meira uppá seg uttanlands, síggjast ikki nógv #MeToo frámerkið á vangamyndum hjá føroyskum kvinnum. Elin Brimheim Heinesen, sum sjálv hevur verið fyri grovum kynsligum ágangi, er ein av teimum fáu, sum hevur sett #MeToo frámerkið á sín vanga. Hon ivaðist leingi, og gjørdi sær nógvar tankar, áðrenn hon gjørdi tað.

- Eg skilji tað væl, at kvinnur aftra seg. Eg ivaðist sjálv, áðrenn eg setti frámerkið á mín vanga. Fólk hugsa beinanvegin, hvat er hent henni, og fólk fara at sneyta. Tað er einki stuttligt. Vit liva í einum lítlum samfelagi, og ongin vil verða sæddur sum eitt offur, sigur Elin Brimheim Heinesen.

Hon vildi so avgjørt eisini sjálv sleppa undan spurningum og gitingum, og hon vil als ikki vita av offurleiklutinum.
- Eg vil ikki vera definerað í eygunum á øðrum av teimum upplivingunum. Eg eri annað og nógv meira enn tað. Eg vil ikki verða sædd sum eitt offur, tí eg føli ikki, at eg eri eitt offur. Eg eri komin yvir tað, og eri komin víðari, sigur hon.

Elin Brimheim Heinesen hevur tosað við nógvar kvinnur, sum hava verið fyri grovum kynsligum ágangi, men tær hava valt ikki at seta #MeToo frámerkið á in vanga, tí tær vilja sleppa undan gitingum og at fáa spurningar um nakað, sum tær hava bestan hug at gloyma.

- Tað verður heldur ikki lættari, tá tað í kjakinum um rørsluna ery fleiri, sum vilja vera við, at bara tey, sum vilja spæla ein offurleiklut, seta frámerkið á sín vanga, sigur hon og vísir á, at tað er beint tað øvuta, sum er endamálið við frámerkinum.

- Tá so nógvar kvinnur ikki tora at trína fram, so vísir tað bara, at #MeToo rørslan er als ikki yvirdrivin, soleiðis sum nógvir menn í Føroyum vilja vera við, men heldur hinvegin, at tað kemur ov lítið fram, sigur Elin Brimheim Heinesen.

Ikki bara eitt klapp í afturpartin

Elin Brimheim Heinesen sigur seg ikki skilja, hví serliga menn í Føroyum øsa seg so nógv um #MeToo rørsluna.
- Teir leggja kvinnurnar í #MeToo rørsluni undir at vera erkvisnar grátikonur, sum ikki tola eitt klapp í afturpartin, og nú koma 30 ár seinni at grenja um tað. Teir lítisgera hendingarnar, kvinnurnar hava verið fyri, og gera tær, sum hava sett frámerkið á sin vanga til láturs, sigur hon.

Hetta snýr seg um nógv álvarsligari mál enn eitt lítið klapp. Talan er ofta um beinleiðis neyðtøkur, sum kvinnurnar ikki hava meldað, tí tær hava verið bangnar fyri, at tað kundi ikki prógvast, sigur Elin Brimheim Heinesen.

Menn í #MeToo kjakinum spyrja, hví kvinnurnar ikki langaðu nevan í borðið, tá tær vóru fyri kynsliga áganginum fyri 20-30 árum síðani, og hví tær koma fram við tí nu, tá tað sambært teimum er blivið modernað. Elin Brimheim Heinesen sigur soleiðis:

- Eg havi hoyrt spurningin fleiri ferðir. Um tað var so álvarsligt, hví meldaði tú ikki tá? Hesi fólkini gloyma, at aftanfyri helst tey allarflestu #MeToo frámerkini liggja skelkandi, pínufullar og djúpt mannminkandi hendingar, sum í nógvum førum eru farnar fram, tá kvinnurnar vóru rættiliga ungar og óbúnar, ella í øllum førum í eini undirlutastøðu.

- Eg trúgvi at nógvar kvinnur gjøgnum tíðina hava uppgivið at konfrontera tað, sum tær hava upplivað sum eina sterka yvirmakt. Tær hava verið vísar í, at tær fóru at tapa, um tær bara við pástandi móti pástandi blakaðu seg út í eitt stríð við kanska nógv eldri og sterkari menn, møguliga ein familjulim, møguliga ein arbeiðsgevara, møguliga onkran, sum kanska var fíggjarliga nógv betri fyri.

- Tær hava haraftrat ikki bara skula hugsa um avleiðingarnar av at taka eitt strið upp við ein einstakan gerningsmann, sum tær kanska kenna og kunnu møta á gøtuni restina av lívinum, men eisini við eitt heilt samfelag.

Flestar kvinnur hava sltíð vitað, at tað kann vera sera torført at sannføra onnur um, at tær hava verið fyri kynsligum ágangi – serliga menn, sum hava ilt við at skilja, hvar markið gongur millum óseka fjeppan og beinleiðis ágang, og sum hava lyndi til at vera solidariskir við sítt egna kyn, og tí ofta kveisra slíkt burtur sum grenj frá hysteriskum grátikonum, eins og vit síggja kvinnur nevndar í almenna kjakinum í løtuni, sigur hon.

Hon bað sjálv um tað

Elin Brimheim Heinesen vísir á, at samfelagshugburðurin hevur í stóran mun verið: ”Hon bað sikkurt um tað, tí hon gekk úti um kvøldið einsamøll. Sikkurt onkustaðni, har øll vita, at kvinnur ikki skulu ganga einsamallar í myrkri, uttan so tær vilja verða misbrúktar. Eingin bað hana fara har. Helst var hon eisini alt ov avbjóðandi ílatin, so hon er sjálv úti um tað.”

- Kvinnur vita, at tær fáa ofta skyldina, so tær velja heldur at tiga. Tá ein sær í almenna kjakinum, hvussu upplivingar av ágangi verið lítisgjørdar, og hvussu tey, sum siga frá, verða gjørd til láturs, eru tað nógv, sum hugsa, at tað loysir seg betur at tiga. Hvør vil hava eitt slíkt spjaldur sitandi á sær – at vera ein hysterisk grátikona, sum hatar menn?

- Sum um tað hevur nakað sum helst við sakina at gera. Eg skilji væl, hví kvinnur aftra seg við at siga frá. Men eg vóni, at #MeToo rørslan kann venda hesum, so tað verður lættari frameftir at siga frá og mótmæla kynsligum ágangi, uttan at óttast fyri at verða lítisgjørdur ella gjørdur til láturs, sigur hon.

Elin Brimheim Heinesen heldur, at atfinningarnar móti #MeToo rørsluni hava fingið nógv pláss í Føroyum. Tað hevur verið gjørt alt ov lítið av at spyrja og hava áhuga fyri, hví fólk eru við í rørsluni.

- Eg sakni at tað verður tosað um trupulleikan sum heild og viðurkent, at trupulleikin við kynsligum ágangi er veruligur, og at hann er stórur, helst størri enn tey flestu gera sær greitt, sigur Elin Brimheim Heinesen.

#MeToo fyri øll

Nógv tey flestu, sum seta frámerkið á sín vanga, eru kvinnur. Men menn gera tað eisini.
- Hetta er so avgjørt ikki bara fyri kvinnur. Menn, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, hava líka stóran rætt til at gera vart við seg og mótmæla kynsliga ágangin, sigur Elin Brimheim Heinesen, sum leggur dent á, at tað týdningarmesta er at gera upp við kynsligan ágang.

- #MeeToo rørslan er ikki eitt álop á eitt heilt kyn, soleiðis sum fleiri siga hana at vera. Tað er als ikki tað, sum hon snýr seg um. Veruleikin er bara tann, at tað eru flest menn, sum fremja kynsligan ágang, men tað merkir ikki, at øll mannfólk gera tað. Tað má vera loyvt at mótmæla kynsligum ágangi, uttan at verða lagdur undir at leggja eftir øllum kallkyninum og at vera mannahatari, sigur hon.

Hon ásannar, at tað henda mistøk, og at tað kann væl vera, at onkur ósekur er vorðin skuldsettur í sambandi við rørsluna. Men hon sigur seg ikki skilja, hví so nógv ljós verður varpað á nøkur heilt fá dømi um hetta, og nógv minni á allar tær søgurnar aftanfyri tær milliónirnar av #MeToo frámerkjum, har greitt verður frá veruligum harðskapi, sum er framdur. Hvar er lutfallið?

Hon vísir á, at ikki ein einasti hevur mist sítt starv í Føroyum orsaka av #MeToo ákærum. Kortini tykjast fleiri at óttast meira fyri hesum, enn tey óttast allan tann kynsliga ágangin, sum verður framdur.

Ógrundaður ótti

Í kjakinum um #MeToo rørsluna hava serliga menn ført fram, at #MeToo er ein nýpuritansk rørsla, sum er við at oyðileggja møguleikarnar hjá monnum at sleppa at vera menn, og at nú ber ikki longur til at fjeppast eitt sindur uppi í einari kvinnu ella at siga nøkur vøkur orð við hana, uttan at teir eru í vanda fyri at enda sum #MeToo á onkrum vanga.

Elin Brimheim Heinesen sigur, at hatta er nakað tvætl.

- Ongin kvinna fer at gremja seg um nøkur smikrandi orð ella meinaleysa fjeppan. Tað er ein púra ógrundaður ótti, sigur hon.

- Hatta er bara í teirra egna hugaheimi. Hatta er ikki veruligt. Um so var, so var tað langt síðani hent, og so skuldu allar kvinnur hata menn, tí tað var kanska upp aftur verri fyrr í tíðini. Og tað gera tær jú ikki.

Eisini vísir hon á, at menn, sum stúra fyri avleiðingunum av rørsluni, hava einki at óttast, um kvinnurnar, sum skriva #MeToo verða tiknar í álvara og ikki verða gjørdar til láturs.

- Um tær kenna seg hoyrdar og virdar, tá tær siga frá ella seta mørk, so verða tær eisini tryggari við mannfólk, og so er einki til hindurs fyri fjeppan. Sjálvandi kunnu øll fjeppast so galið tey vilja – bara tey tryggja sær, at báðir partar eru við uppá tað. So einfalt er tað, heldur Elin Brimheim Heinesen.

Hon leggur aftrat, at nógv teir flestu menninir vita væl, hvar markið gongur, og tí skilir hon ikki, at teir kenna seg so raktar av hesi rørsluni.

- Teir kunnu bara hyggja uppá konufólkini. Eru teir nóg empatiskir, so duga teir beinanvegin at avlesa støðuna. Tað er ikki fløktari enn so, sigur Elin.

Tað eru eisini kvinnur, sum halda, at rørslan er óneyðug. Elin Brimheim Heinesen heldur ikki, at tað er so løgið, tí tað eru tíbetur ikki allar kvinnur, sum hava verið fyri kynsligum ágangi. Og tað er ofta soleiðis, at fyrr enn man sjálvur hevur roynt tað, so trýr man ikki upp á tað. Man er góðtrúgvin og heldur, at verðin er góð. Men brádliga hendir einum nakað, sum fær verðina at síggja heilt øðrvísi út, sigur hon.

Endamálið við #MeToo rørsluni

Endamálið við #MeToo rørsluni er at steðga kynsliga áganginum, og at tey, sum fremja kynsligan ágang, skulu standa til svars fyri sínar gerðir. Tað er tað, sum avleiðingin skal vera av rørsluni, og einki annað.

Elin Brimheim Heinesen sigur, at ongantíð betur, um ehtta kemur meira fram í ljósmála, so vit fáa gjørt nakað við tað, soleiðis at øll kunnu ganga trygg úti um næturnar ella fara trygt til arbeiðis uttan at vera bangin fyri at vera álopin ella vera fyri ágangi.

- Endamálið er jú, at vit øll skulu kenna okkum trygg, og at tað er púra greitt fyri øllum, hvar markið gongur, og at nei merkir nei, sigur hon.

Hon vísir á, at nógv tær flestu kvinnurnar, sum hon kennur, eru bangnar fyri at ganga heim einsamallar um náttina, men at hon kennir fáar menn, sum eru bangnir fyri at ganga úti einsamallir. Og hví eru tær so bangnar? spyr Elin Brimheim Heinesen og vísir til rithøvundan Margaret Atwood.

- Margaret Atwood sigst at hava sagt soleiðs: “Menn eru ræddur fyri, at kvinnur flenna at teimum. Kvinnur eru ræddar fyri, at menn drepa tær.” Hetta er kanska eitt sindur yvirdrivið orðað, men har er eitt grann av sannleika í tí. Vónandi kann #MeToo vera við til at fáa eyguni hjá fólki upp fyri, hví so nógvar kvinnur líða av ótta fyri at ganga einsamallar um náttina. Er hetta ein heilt ógrundaður ótti?

- Hava tær havt keðiligar upplivingar? Tað tori eg at pástanda, at tær hava, ella tær hava hoyrt um aðrar, sum hava havt keðiligar upplivingar, tá tær hava gingið úti einsamallar um náttina, sigur hon.

Hóast nógv teir flestu menninir ikki kundu droymt um at neyðtikið nakran, so er veruleikin tann, at menn fremja næstan allar neyðtøkur. Tøl í USA vísa, at meira enn 99% av neyðtøkum verða framdar av monnum, og at tað eru bæði kvinnur og menn, ið verða neyðtikin.

- Hetta er tíverri ein veruleiki, vit øll mugu viðurkenna, um nakað skal gerast við tað. Annars ber ikki til at taka um rótina á trupulleikanum. Tað merkir, sum sagt, ikki, at allir menn eru so, men nakrir eru. Vit kunnu ikki framhaldandi kveistra henda veruleika burtur, sum nógv, serliga menn, hava lyndi til, bara tí teir ikki sjálvir kundu funnið upp á slíkt. Men tá átti nettupp ongin orsøk verið til at kent seg raktan, heldur hon.

#MeToo rørslan ger mun

Elin Brimheim Heinesen heldur, at #MeToo rørslan fer at gera mun í strembanini eftir at steðga kynsligum ágangi. Sjálvt um mótstøðan móti rørsluni er stór, so er tað kortini nakað, sum fólk hugsa um.

- Tað skal sodna. Eg trúgvi, at nógv av teimum, sum hava verið ímóti rørsluni at byrja við, lurta eitt ella annað stað kortini. Um hetta kann fáa fólk at hugsa seg betur um, hvar mørkini ganga millum vanliga fjeppan og so ágang, so hevur rørslan gjørt nakað gott, sigur Elin Brimheim Heinesen.

Hon sigur seg rokna við, at rørslan fer ikki at steðga enn, tí tey, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, finna seg ikki í tí meira, og vilja gera okkurt fyri at steðga áganginum.

- Tey gevast ikki so lætt, nú hol fyrst er komið á svullin, sigur Elin Brimheim Heinesen.

—————————————————

Greinin var í Sosialinum 18. januar 2018:

2018-01-19 MeToo - Føroyskar kvinnur tora ikki at trína fram 1
2018-01-19 MeToo - Føroyskar kvinnur tora ikki at trína fram 2
2018-01-19 MeToo - Føroyskar kvinnur tora ikki at trína fram 3

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2018/01/18/foroyskar-kvinnur-tora-ikki-at-trina-fram/

Oct 27 2017

Er #metoo bara humbukk og tvætl?

MeTooEg veit ikki, hvat onnur halda, men sjálv fekk eg næstan morgundrekka í rangastrúpan, tá eg hoyrdi klummuna í útvarpinum í morgun. Klumman gjørdi nógv burtur úr at speireka og lítisgera #metoo rørsluna og láturliggjørdi tær kvinnur, sum hava sett hashtaggið #metoo á vangar sínar á sosialu miðlunum.

Klummuskrivarin vildi vera við, at tær flestu av teimum – í berari politiskari korrektheit – bara blint fylgja einum mótafyribrigdi, sum “í veruleikanum ikki er annað enn eitt ketubræv”, ja, tað “reina humbukk og tvætl”! Tær eru allar farnar “upp at garta og rópa í holið á hvørjum øðrum um sexchikanu” bara tí tær ikki vilja vera uttanfyri “tað góða selskapið”, helt klummuskrivarin.Álvaratos… “góða selskapið”? Sum um tað er nakað at reypa sær av at skelta við at hava verið fyri kynsligum ágangi!

Klummuskrivarin royndi at krógva seg aftanfyri ein skjøldur av sarkasmu, men boðskapurin er í grundini eitt bakbit, sum fer út um mark fyri sømiligheit í sínari háðandi útspilling av teimum skeivu fólkunum. Eg undraðist stórliga á hesar sera víðgongdu niðurstøður og var ikki sørt paff og hørm um, hvussu ivi soleiðis verður sáddur um sanngildið í #metoo átakinum og trúvirðið hjá øllum, sum hava luttikið í tí, hvør skal siga, at tey als ikki eiga at verða tikin í álvara, og enn minni sjálvt átakið.

Ivasom kanning brúkt sum próvgrund
Fyri at grunda uppáhaldini í klummuni var víst á eina ivasama kanning, sum skuldi eitast at vísa, at hóast 25% siga seg at hava verið fyri kynsligum ágangi, so hava í veruleikanum bara 5% uppliva ‘veruligan’ kynsligan ágang. Men har var einki sagt um, hvat fyri kanning, talan var um, og hvar kanningin setur mark millum, hvat er kynsligur ágangur og ikki. Meg lysti at vita, hvør hevur gjørt hesa kanning, hvar hon er gjørd, hvussu nógv hava luttikið, hvussu hon er gjørd, og við hvørjum metingarstøði og endamáli, áðrenn eg kann taka slíkt uppáhald í álvara.

Eg ivist nevniliga ikki eina einastu løtu í, at tær kvinnur (og menn) í Føroyum, sum í kjalarvørrinum av altjóða #metoo rørsluni hava valt at seta #metoo taggið á sína vangamynd, hava serstakliga góðar grundir til at gera tað. Orsøkin til, at eg ikki ivist, er nettupp tí, at hesi fólkini heilt vist eru púra greið yvir, at soleiðis sum ráðandi hugburðurin er í dagsins samfelag, so taka tey ein váða á seg við at gera tað – nevniliga at gerast mál fyri sneytandi forvitni, ákærum um at lúgva og spottandi reaktiónum sum t.d. tær hjá klummuskrivaranum. Hvør ynskir at koma í slíkt skotmál? So tað er avgjørt ikki nakað, ein bara lættliga ger. Tað skal dirvi til. Tí eingin skal billa mær inn, at nakar sjálvboðin tímir at stíga fram sum offur í eygunum á almenninginum, uttan so at tey meta tað alneyðugt – t.d. fyri at gera vart við eitt álvarsmál.

Tora ikki at bróta tøgnina av ótta fyri eyðmýking sum hesari
Les bara Vikuskiftissosialin, har skrivað verður um hetta álvarsmál, har journalisturin vísir á, hvussu nógvar kvinnur av teimum, hon spurdi og sum hava brúkt #metoo hashtaggið, siga, hvussu glaðar tær eru fyri, at fólk í Føroyum eisini hava tikið undir við átakinum og harvið eggjað fleiri til at traðka fram, so trupulleikin við kynsligum ágangi endiliga kann sjónliggerast og viðgerast alment, men at tær kortini ikki tora at fortelja sína søgu av ótta fyri avleiðingunum, tí tær eru so ávirkaðar av skakandi hendingunum, tær hava verið úti fyri, og orka ikki ta eyðmýking aftrat, sum tær eru í vanda fyri at uppliva við at bróta tøgnina.

Hóast klummuskrivarin í morgun royndi at binda um heilan fingur og hindra møguligum kritikki við at siga, at sexchikana sjálvandi kann vera álvarslig fyri tey, sum tað rakar, og eigur ikki at verða told, so er allur tónin og tann opinberiliga vanvirðingin av #metoo átakinum í mínum eygum kortini at skilja sum ein greið niðurgering av øllum teimum, sum hava tikið átakið í álvara og hava valt at standa fram á henda hátt fyri at gera vart við ein reellan trupulleika. Hesar illa krógvaðu og grovu illgitingarnar hjá klummuskrivaranum um, at flestu fólkini, sum nýta #metoo hashtaggið, beinleiðis lúgva, er eitt typiskt og symptomatiskt dømi um, hvussu treyðugt nógv(ir menn) tíverri vilja viðurkenna og taka tey í álvara, sum ynskja at varpa ljós á problematikkin við kynsligum ágangi.

Kappast um, hvør er mest offur fyri hinum kyninum
Klumman er eitt rættiliga týðiligt tekin um lyndið hjá nógvum (mest monnum) til at koyra skýklapparnar niður fyri eyguni, lítisgera evnið og siga: “Jamen, so ringt kann tað ikki vera” – ella venda tí móti kvinnunum og siga: “Harragud, ver ikki so sart” – ella sum summir gera – avleiða tað við at siga: “Jamen, menn eru eisini offur fyri kynsligum ágangi”, sum um, at so er eingin orsøk til at tosa um menn, sum útseta kvinnur fyri kynsligum ágangi. Sum um tað snýr seg um, at kynini skulu kappast um, hvør er mest offur fyri hinum kyninum!

Tað er, sum um nógvir menn eru púra blindir fyri trupulleikanum við kynsliga ágangandi atferð, sum øll hagtøl tíverri vísa, at persónar av teirra egna kyni fremja mest, antin teir vilja viðurkenna tað ella ikki. Flestir menn tykjast at fortreingja og beinleiðis fornokta hetta rætt og slætt, tí teir halda seg jú ikki gera tað sjálvir – og so er trupulleikin ikki til, væl? Kanska síggja teir ótilvitað upp til teir menn, sum tora at fara um mørk hjá kvinnum fyri at hevja seg upp um tær. Hygg bara at Hollywood actionfilmum og telduspølum hjá einhvørjum dreingi í dag, gjørdir av monnum fyri menn, og síggj tað harðskapsdyrkandi, valdsbannsetta og vøddabølnandi idealið, sum verður dyrkað har. Kanska er henda harðrenda, sjálvshevdandi og ráðaríka atferðin, sum onnur mugu svíða fyri, vorðin ein so inngrógvin partur av tí macho-idealinum, sum nógvir menn tykjast at hava, at slíkt nærmast verður hildið at vera “normalt” og “náttúrligt”, og tí einki at “grenja” um.

Tiltrong tiltak, sum kann lata eyguni upp hjá fólki
Hví fara so nógvir menn beinanvegin í verjustøðu, tá onkur ger vart við vandamálið? Hví ikki heldur fara saman við teimum, sum mótmæla, og aktivt taka frástøðu frá slíkum óvirðiligum atburði? Hví hava teir so ilt við at viðurkenna, at vit hava øll ein trupulleika av kynsligum ágangi? Hví beinanvegin døma og niðurgera tey, sum eru við í #metoo rørsluni, heldur enn at síggja rørsluna sum eitt kærkomið, reelt og tiltrongt átak, sum kann lata eyguni hjá fólki upp fyri, at her er okkurt galið, sum vit mugu gera nakað við? Her er eitt misjavnt valdsbýti onkusvegna. Til ber jú ikki at finna eina loysn, fyrr enn trupulleikin verður eyðmerktur. Hví er tað so torført bara at lurta eftir teimum, sum á henda hátt gera vart við eina óakseptabla atferð og stuðla teimum í at bróta tøgnina, so tey tora betur at tosa hart um tað, sum teimum hevur verið fyri, so vit kunnu fáa í ljósmála, hvussu umfatandi trupulleikin er.

Ístaðin brúka fólk (tíverri serliga menn) orkuna uppá at sláa alt upp í glens, láturliggera og venda skjútsinum burtur frá teimum, sum fremja ágangin, móti teimum, sum ditta sær at mótmæla hesi óakseptablu atferð, og gera tey soleiðis til dupult offur – fyrst fyri kynsligum ágangi og harnæst fyri almennari speireking og eyðmýking. Henda viðferðin tykist mær alt meira meinlíkt tí viðferð, sum tey littu og tey samkyndu hava liðið undir í yvirmát í teirra drúgva stríði fyri javnstøðu móti diskriminatión.

Tað skal dirvi til at vera solidariskur
Heldur enn øll hesi lokabrøgdini fyri at fjala ófjálga veruleikan, hvat við at fara uppí eitt hart tiltrongt kjak um, hvar mørkini eiga at ganga, og hvat ein virðilig atferð má vera – serliga hjá teimum, sum hava yvirtakið í eini relatión. Um vit minkaðu mest møguligt um valdsmisnýtslu, so sum kynsligan ágang, hevði tað einans verið til fyrimuns fyri øll. At gera vart við slíkt, hevur einki við “politiska korrektheit” at gera. Tvørturímóti haldi eg, at tað er sera djarvt av øllum hesum kvinnum at siga frá, hvat tær ikki vilja finna seg í. Ein skuldi heldur klappað fyri teimum, sum tora tað, heldur enn at gera gjøldur við teimum.

Hvat nú um menn eisini tordu at traðka fram – at teir tora at fara í part við kvinnunum móti kynsligum ágangi, tora at standa ímóti bólkatrýstinum, sum trýstir teir inn í eina ávísa hugmynd av, hvat ein “rættur maður” er, og tora at taka sína ræðslu fyri at vera ákærdir fyri at vera mammudreingir og kventlar, bara tí teir standa saman við kvinnum, við hornunum. Hví tora fleiri menn ikki tað?

Átti at givið eina treytaleysa umbering
Klumman í morgun er í sjálvari sær eitt rámandi dømi um, hvussu stórur trupulleikin er – tvs. hvussu stórar avbjóðingar fólk í veruleikanum hava, sum royna at standa upp fyri seg sjálvi ímóti kynsligum ágangi. Háðandi umrøðan av hesum fólkum virkar alt annað enn fremjandi fyri tey, sum eisini kundu ynskt at brotið tøgnina í vónini um, at hetta framyvir kann vera við til at forða fyri óakseptablari, valdsmisnýtandi, kynsliga ágangandi atferð. Eg haldi í roynd og veru, at klummuskrivarin skuldi givið teimum órættvíst ákærdu, sum hann við síni óneyðuga óempatisku og óskiljandi speireking hevur traðkað á, eina treytaleysa umbering. Og so leggi eg sektina á, um eg av hesum verið ákærd fyri at vera “politisk korrekt”!

Júst boðskapurin í hesi klummu – tilvitaður ella ei – vísir, hví tað er so umráðandi, at so nógv sum gjørligt – hóast vandan fyri speireking – halda fast í og seta uppá, at trupulleikin, sum #metooátakið hevur varpað ljós á, skal takast í álvara. Navnið á trøllinum má sigast hart, so tað kemur fram úr myrkrinum, heldur enn at vit blíva við at káva út yvir, tiga tað burtur og látast sum um hetta óynskta trøllið ikki er til.

………………….
Hvat halda onnur um klummuna, sum Elin á Rógvi las upp í Góðan Morgun Føroyar hósmorgunin, 26. oktober 2017, har klummuskrivarin, Hilmar Jan Hansen, gjørdi gjøldur við alheims #metoo átakinum?
Lurta her eftir klummuni: kvf.fo/gmf?sid=73615
Um onkur er áhugaður at vita meira fakta um evnið, so eru her nøkur áhugaverd leinki, sum m.a. vísa til sigandi hagtøl um, hvussu stórur trupulleikin er:

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2017/10/27/er-metoo-bara-humbukk-og-tvaetl/

Mar 08 2017

Er kvinnurørslan fyri bakkasti?

Trump-PutinGreinin stóð at lesa í blaðnum Kvinna í februar 2017:

Internetið hevur givið kvinnum í dag møguleika fyri at málbera seg uppá óteljandi nýggjar, individuellar mátar. Kvinnur samskifta í ein mun, sum aldrin sæð fyrr. Nýggi veruleikin hevur íbirt tað, vit rópa „fjórðu kvinnurørsluna“, og hevur á mangan hátt styrkt støðuna hjá kvinnum. Men samstundis síggja vit eisini eitt sterkt mótrák, sum bjóðar kvinnurørsluni av.

Hvat stendur „fjórða kvinnurørslan“ fyri?
Ógvusliga tøknimenningin og altjóðagerðin eftir túsundáraskiftið hevur merkt, at størri samfelagsbroytingar henda oftari og skjótari enn nakrantíð áður. Nýggja kunningartøknin og netborni heimurin tykist fullkomiliga náttúrligur fyri nýggja ættarliðið av ungum kvinnum, sum eru sera tilvitandi um sín kynsamleika og kønar í at brúka tøknina. Tær gera vart við seg á teirra egna hátt og mynda fjórðu kvinnurørsluna við at skapa sínar egnu pallar og stuðulsbólkar, m.a. á sosialum miðlum. Úr hesum er vaksin ein ørgrynna av ymiskum bólkum, har fólk stuðla hvørjum øðrum í at styrkja sín serliga samleika sínámillum.

Summi halda hesa menning bara vera eina enn meira víðgongda syndran av kvinnurørsluni, sum frammanundan var syndrað í eina rúgvu av ymiskum fylkingum. Tey halda, at hetta heldur kvinnum fast í innanhýsis stríði, har stóra myndin kámast, og felags avbjóðingar verða gloymdar. Onnur síggja tøkniligu kollveltingina sum part av eini størri frígering – ikki bara av kvinnum, men sum nakað, ið styrkir okkum øll sum einstaklingar og okkara møguleikar fyri frítt at velja okkara egna samleika.

Hvagar er so kvinnurørslan á veg í dag? Hvørji mál setir nútíðarinnar kvinnurørsla á dagsskránna? Gomul kjak um kyn og kynsmunir liva væl enn – ikki minst á sosialum miðlum – t.d. um kvinnur nú veruliga duga at koyra bil ella at fáast við tøkni o.a. Tað er skjótt at vera vavd/ur inn í slík nyttuleys, afturlítandi kjak. Men royna vit at seta vandamálini hjá kvinnum í dag í eitt framtíðarhøpi, hava vit so nakra vissu fyri, at vunnin rættindi ikki verða mist aftur?

Støðan hjá kvinnum í dag
Ungar kvinnur hava í dag vant seg við fruktirnar av menningini og av teimum kvinnurørslum, sum hava gingið undan. Fyribyrging hevur givið kvinnum høvi til at hava tamarhald á, hvussu nógv børn, tær vilja hava og við hvørjum. Tað at eiga børn, tá ein er farin upp um tey 40, er ikki longur ein deyðadómur, sum tað ofta var fyri 150-200 árum síðani. Atgongd til heilsutrygd og heilivág merkir, at fleiri børn yvirliva. Kvinnur eru ikki longur noyddar at fáa sær nógv børn fyri at tryggja sín aldurdóm. Í dag hava tær tíð og ráð til at fáa sær eina útbúgving. Og tær noyðast ikki longur at velja ímillum at fáa børn, at útbúgva seg og at arbeiða. Tær kunnu velja alt.

Fyri kvinnur í vesturheiminum er tað ein sjálvfylgja í dag at hava møguleikan fyri at hava arbeiði, sum gevur teimum fíggjarligt frælsi – og harvið frælsi at velja, hvat fyri lív, tær vilja liva. Tó at tað enn kann vera torført hjá kvinnum at røkka hægri størvum, er tað ikki so, at tað er bannað kvinnum at vera fíggjarliga óbundnar ella at fáa stjórastørv. Tær skulu bara ofta stríðast harðari enn menn fyri at røkka tí sama. Men tær kunnu í dag verða virdar fyri arbeiði, sum fyrr einans var kannað monnum. Tær kunnu atkvøða og stilla upp til val. Tær kunnu velja at liva einsamallar. Tær kunnu klæða seg sum tær vilja. Tær kunnu hava tað kynslívið, teimum hóvar. Tær kunnu aloftast fara til arbeiðis á skrivstovu ella luttaka í veitslum, uttan at vænta, at onkur traðkar um mørk teirra og tekur uppundir tær. Kvinnur vilja ikki av við hetta frælsið aftur.

Kann støðið undir javnstøðuni máast burtur?
Men tað er eingin sjálvfylgja, at kvinnur í allari framtíð fara at hava møguleika fyri at stýra egnari lagnu í so stóran mun sum nú. Tá vit hugsa um, hvussu nógv restar í hjá mongum kvinnum aðrastaðni í heiminum, áðrenn tær røkka javnstøðu, og hvussu fá ættarlið, tað er síðani, at kvinnur um okkara leiðir ikki høvdu omanfyrinevndu rættindi – omma mín var barn, tá kvinnur enn ikki høvdu fingið valrætt – ja, so kann ein kanska óttast fyri, at hetta tíðarskeiðið við meira javnstøðu her hjá okkum bara var ein parantes í søguni.

Vit liva í dag í einum búskapi stýrdum av einum ríkum fámannaveldi. Verður búskapurin raktur av eini ógvusligari fíggjarligari kreppu, so er sannlíkt, at kvinnurnar standa fyri skotum fyrst til at missa síni størv, m.a. tí so nógvar kvinnur arbeiða í tænastuvinnuni, sum er ein svikalig vinna í krepputíðum. Harnæst standa menninir fyri skotum. Alt fleiri missa síni størv til tólmenni, ið taka seg  inn á arbeiðsmarknaðin í stórum í løtuni og vinna kappingina við menniskjansliga arbeiðskraft, ið verður alt meira til avlops. Í dag eru mong tí noydd at selja sína arbeiðskraft fyri lítið og lætt.

Hesar samfelagsavbjóðingar kunnu skjótt fáa kvinnusakina at blikna, uttan so at ein nýggjur búskapur verður mentur, sum onkusvegna loftar teim arbeiðsleysu og fátøku og tryggjar eitt javnari býti. Tá ein meiriluti av monnum endar á samfelagsins botni, og menn missa síni status , so innanholast stríðið fyri javnstøðu. Hvør leggur nakað í, um tey eru trælir hjá eini drotning ella hjá einum kongi? Fyri ein træl er kynið hjá trælaeigaranum óviðkomandi. Hann hevur einki yvirskot til at hugsa um at verja rættindi, hvørki hjá einum ella øðrum kyni. Hann vil bara yvirliva.

Eru vunnin rættindi eitt undantak í søguni?
Seinastu árini hava vit sæð eitt mótrák ímóti kvinnurørsluni, har kvinnur – serliga sterkar kvinnur í árinamiklum størvum – verða happaðar við niðrandi viðmerkingum og beinleiðis hóttar, og har t.d. neyðtøkuoffur verða háðað, speirikin og spilt út á sosialu miðlunum. Rætturin til fosturtøku, sum summi lond hava sett í verk, er undir hørðum álopum, so grundarlagið undir hesum rættindum máast burtur. Nógvar ungar kvinnur velja einans at arbeiða parttíð ella siga seg vilja vera heimagangandi fulla tíð. Harvið seta tær seg sjálvar í eina fíggjarliga veika støðu, sum eisini tekur møguleikarnar frá teimum fyri at taka seg fram á arbeiðsmarknaðinum og hava árin á samfelagsgongdina.

Grundin tykist at rilla undir javnstøðuni, og ein kann tí fáa varhugan av, at vunnin rættindi kunnu gleppa kvinnum av hondum aftur. Hvat um galdandi viðurskifti eru eitt undantak í søguni – og ikki ein normur, sum fer at halda í ævir? Flest fólk, sum taka undir við fólkaræði, siga, at, nei, tað verður ongantíð soleiðis aftur, at kvinnur verða fjøtraðar og tagdar burtur. Upplýsingartíðin og tøknimenningin hava upplýst okkum so mikið nógv, at tað vendist ikki aftur. Londini, sum enn forða kvinnum í at luttaka á valum ella í at eiga ognir, fara fyrr ella seinni at fylgja demokratisku londunum. Men kunnu vit vera vís í tí?

Gjøgnum alla søguna hava kvinnur vunnið og mist rættindi aftur. Hvussu kunnu tær kenna seg  tryggar? Eingin minnilutabólkur kann kenna seg tryggan. Sexisma, konufólkahatur, homofobi, transfobi o.a. av sama slag trívist í øllum góðum. Tá krepputíðir eru, blómar hatrið til minnilutabólkar uppaftur meira. Verja okkara lógir javnstøðuna nóg væl til, at rákið ikki kann vendast aftur skeiva vegin?

Mannchauvinistar hava góðan byr í dag
Nú tykist ein ávísur valdmikil forseti handan hav at vilja bjóða allari kvinnurørsluni og øðrum minnilutabólkum av saman við einum øðrum valdmiklum forseta eystanfyri. Báðir eru kendir fyri at dyrka macho-ímyndir og gera mismun á fólki. Í Ruslandi hevur stjórnin júst sett eina lóg í gildi aftur, ið annars var ógildað, sum gevur russiskum monnum rætt til at sláa konur sínar fyri at revsa tær, um tær ikki akta mannin.

Í USA er forsetin ímyndin av einum sonnum mannchauvinisti. Dømi eru um, at hann ber seg at sum ein graður hundur, ið reypar av at taka sær rætt til at taka uppundir konufólk, sum hann vil. Hann tykist onga virðing hava fyri ræðisrætti teirra á egnum kroppi. Hann sigur seg vamlast við mánasjúkuna hjá kvinnuni . Í hansara verð er tað í fínasta lagi eina løtu at hava „virðing“ fyri eini kvinnu og næstu løtuna at gera seg inn á hana. Hann heldur, at hetta bara er „rós“ til kvinnuna. Tó eru tað einans tær kvinnur, ið eru nóg vakrar, sum fáa „æruna“ av at vera „róstar“ á henda hátt av hesum manni osfr. osfr.

Maðurin er ein sonn marra fyri kvinnurørsluna, sum annars hevði væntað, at hann fór at tapa valið til eina kvinnu. Mong hildu, at sigurin til kvinnuliga forsetavalevnið var tryggur, og at meirilutin av veljarunum fór at stuðla javnstøðu og seta krossin við kvinnuna, ið á so mangan hátt var betri skikkað enn mannliga valevnið. Men so var ikki. Veljarin vrakaði ikki mannchauvinistin, sum gjøgnum alt valstríðið førdi seg fram við konufólkavanvirðing, og sum talaði til tað ringasta – óttan og vreiðina – í  menniskjum. Hesin maður er nú vorðin forseti í heimsins valdmiklasta landi.

Uttan heilsurøkt og fyribyrging, eingin kvinnurfrígering
Staðfestast kann, at ein hópur av veljarum løgdu líka í, hvat hesin jokarin í amerikanska valstríðnum segði um kvinnur. Tær kvinnur, sum hava notið flestar fyrimunir av vunnum rættindum, mugu viðurkenna, at tey virðir og tann heimsfatan, sum hava týdning fyri tær, ikki eru eins umráðandi fyri ein stóran part av amerikanska fólkinum, sum livir eitt heilt annað lív, enn tær gera. Hesin parturin av fólkinum valdi heldur at seta ein mann við stýrisvølin, sum m.a. hevur sagt seg vilja avtaka „The Affordable Care Act“ (Obamacare) og harvið atgongdina til fyribyrging og heilsurøkt hjá ómúgvandi kvinnum í USA.

Hetta sigur nakað um, at kvinnurørslan í vesturheiminum stendur als ikki so sterk, sum hon helt seg gera. Hvør er tað, sum fer at líða mest undir hesi nýggju støðuni í amerikanskum politikki? Tað eru minnilutarnir – muslimarnir,  LGBT’arnir, innflytararnir, tey ikki-hvítu – og tað eru kvinnurnar. Hin vegin sást eisini dagin eftir, nýggi amerikanski forsetin varð settur, at fólk í milliónatalið streymaðu út á gøturnar kring allan heim fyri at mótmæla teim átøkum, sum forsetin hevði boðað frá, at hann vil seta í verk, og sum fara at raka hesar bólkar meinast. Tað tykist, sum um fólk rakna við, nú tey kenna, at vunnin rættindi eru hótt. Grundarlag er tískil lagt undir eina nýggja hóprørslu.

Eingin ivi er um, at heilsutrygd og fyribyrging er ómetaliga týdningarmikið, serliga fyri kvinnur. Kvinnur um allan heim verða ikki frígjørdar uttan atgongd til heilsurøkt og fyribyrging. Úrslitið av amerikanska valinum er ein áminning – eitt wake up call – um, at kvinnustríðið als ikki er av. Javnstøða og vunnin rættindi  eru nakað, sum sannlíkt kann missast, um ikki kvinnur – og menn – støðugt stríðast fyri sínum rættindum hvønn dag, dag eftir dag, við líka stórum ágrýtni.


Faktaboks:

Fyrsta kvinnurørslan, umleið 1840–1920:
Fyrsta veruliga kvinnurørslan spratt úr stríðnum móti trældómi. Kvinnurnar, sum tóku lut í stríðnum móti trælahaldi, gjørdust skjótt greiðar yvir, at tær sjálvar ikki høvdu tey rættindi, sum tær stríddist fyri, at svartir menn skuldu hava. Rørslan stríddist fyri borgararættindum til kvinnur, so sum valrætti – á enskum: suffrage. Kvinnur vildu hava rætt til at taka lut í fólkaræðinum og atkvøða við demokratisk val.

Onnur kvinnurørslan, umleið 1960–1988:
Onnur kvinnurørslan spratt eisini burtur úr eini størri rørslu, sum endaliga skuldi tryggja svørtum amerikanarum javnrættindi. Ung fólk av øllum fólkasløgum flokkaðust um rørsluna. Aftur hesa ferð varnaðust kvinnur – eins og tey, ið talaðu fyri friði, fyri talufrælsi og fyri rættindum hjá samkyndum – at tey stríddust fyri rættindum hjá øðrum, sum tey ikki sjálvi høvdu, og út úr hesum spratt so onnur skipaða kvinnurørslan – á enskum oftast kallað Women‘s Liberation Movement. Kvinnur vildu hava rættindi til somu møguleikar og skyldur, sum menninir høvdu, so sum at luttaka á arbeiðsmarknaðinum, at sleppa undan at vera bundin av bara at vera heima og gera húsarbeiði, og at kunna nokta at vera hildin sum gísli av barnsburðum.

Triðja kvinnurørslan, umleið 1988–2010:
Í 80‘unum datt hugmyndin sundur av kvinnum sum ein samlað stætt við felags, yvirskipaðum ‚kvinnuligum‘ virðum og upplivingum. Kvinnurørslan syndraðist. Svartar kvinnur, kvinnur við breki, lesbiskar kvinnur, transkvinnur og onnur funnust at rørslunnar alt ov breiðu og einføldu fatan av kynunum. Nógv ymisk feministisk ástøði sóu dagsins ljós í hesum tíðarskeiði. Kynið var bara ein av mongum inngongdum til feminismuna. Kvinnur noktaðu at átaka sær eina ávísa áskoðan um ymisk yvirskipað politisk mál fyri at kunna kalla seg feministar. Rørslan var í nógv størri mun merkt av individualismu. Nógvir menn fóru eisini at rópa seg sjálvar femininistar – ikki einans fyri at stuðla kvinnunum, men eisini fyri at stríðast saman við kvinnunum fyri egnum javnrættindum sum menn.

Fjórða kvinnurørslan, umleið 2008 til í dag:
Tann ógvusliga tøknimenningin og altjóðagerðin eftir túsundáraskiftið íbirti fjórðu kvinnurørsluna. Ein hópur av ungum feministum hava tikið netborna heimin til sín og mynda ta fjórðu kvinnurørsluna við at skapa sínar egnu pallar og sínámillum stuðulstiltøk á sosialum miðlum. Hesar kvinnurnar eru sera ekspressivar og kreativar og ganga í heila tikið ímóti vanligu stereotypu fatanini av, hvussu ein feministur sær út. Úr hesum er vaksin ein ørgrynna av ymiskum bólkum við einum ávísum samleika av onkrum slag til felags, og sum styrkja hvønnannan í hesum samleika.

Keldur:
http://www.huffingtonpost.com/entry/women-legislate-men_us_588778cee4b070d8cad56ee1?section=women&
https://mobile.nytimes.com/2017/01/24/opinion/after-the-womens-march.html?referer=https%3A%2F%2Fwww.google.ca%2F
http://everydayfeminism.com/
https://en.wikipedia.org/wiki/Fourth-wave_feminism
http://io9.gizmodo.com/the-future-of-women-on-earth-may-be-darker-than-you-tho-1676660905
http://progress.unwomen.org/en/2015/pdf/SUMMARY.pdf

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2017/03/08/er-kvinnurorslan-fyri-bakkasti/

Nov 20 2016

Hví ein altjóða stríðsdag fyri menn?

412E4EFA-9C44-4D98-B8A5-09B8FBC9E19F_4_5005_cÍ gjár, tann 19. november, var altjóða mannadagur – ein altjóða stríðsdagur fyri menn. Í tí sambandinum havi eg sæð fólk á Facebook kjakast um, um menn nú hava brúk fyri einum slíkum degi, tí menn “grenja” ikki sum kvinnur… Hmmm, tað veldst um, hvørjum sjónarvinkli ein sær tað frá.

Eg haldi, at líka so væl, sum menn fata kvinnur sum nøkur verri “grenj”, tá tær kæra seg um menn sum orsøkin til allar teirra trupulleikar, líka so væl fata kvinnur menn sum nøkur verri “grenj”, tá teir kæra seg um kvinnur sum orsøkin til allar teirra trupulleikar. Og har haldi eg, at kynini eru líka góð um tað.

Men at spæla “the blame game” er nokk ikki tann mest konstruktivi mátin at loysa ein trupulleika, sum í veruleikanum bæði kyn líða undir, nemliga: at vera undirløgd nøkrum aldargomlum kulturellum normum, sum í veruleikanum læsa bæði kyn føst í nakrar avmarkandi kassar – tvs. eina ávísa fatan av kynsleiklutum, sum uttan iva eru líka so kúgandi fyri menn sum fyri kvinnur.

Hesir normarnir – ella “kynskassa-mentaliteturin” – ger, at mong, sum ikki kenna seg passa heilt inn í kassarnar, ikki tora bara at vera seg sjálvi, tí um tey ikki at liva upp til kulturella normin, fella tey uttanfyri samfelagið, har henda kynsfatanin er galdandi, og verða marginaliserað.

Eg tori væl at rópa meg sjálva feminist, men eg hoppi av, tá summar kvinnur, sum rópa seg feministar, gera feminismu til ein spurning um kvinnur móti monnum. Tað er als ikki tað, sum feminisma snýr seg um – ella eigur at snúgva seg um – fyri meg.

Fyri meg snýr feminisma seg um at stríðast fyri javnstøðu – hvørki meira ella minni. End of story. Tað snýr seg um, at kvinnur – ístaðin fyri bara at “grenja” um menn og spæla offurleiklutin – ikki undirleggja seg kúgandi kulturellar normar um, hvussu kvinnur “eiga at vera”, men taka sína ábyrgd av at stríðast fyri sínum javnrættindum – ikki við at stríðast MÓTI hinum kyninum, men við at standa upp fyri seg sjálvar og stríðast FYRI javnstøðu við hitt kynið, til fyrimuns og win-win fyri bæði kyn. Eingin yvir. Eingin undir.

Eg síggi ikki menn sum kyn sum orsøkin til teir kynsrelateraðu trupulleikar, sum nógvar kvinnur hava at stríðast við. Eg síggi teir kulturellu normarnar, sum læsa bæði kynini føst, sum størstu avbjóðingina.

Á sama hátt kann eg ímynda mær, at menn kundu notið gott av eini mannarørslu, sum – ístaðin fyri bara at “grenja” um kvinnur og spæla offurleiklutin við umvendum fortekni – skifta fokus frá kvinnum, sum orsøkina til allar teirra trupulleikar (og sum einans kann føra til eitt stríð MÓTI kvinnum), til at hava fokus á teir kulturellu normarnar, sum læsa menn fastar í eina ávísa fatan av maskuliniteti, sum í denn grad eisini kúgar menn sjálvar, tí hesin heldur avmarkandi kassin rætt og slætt ikki loyvir teimum bara at vera menniskju uppá gott og ónt.

Altíð at skula liva upp til at vera dominerandi og sterkur, sum inniber ongantíð at kunna vísa minsta vet av veikleika, er ikki eitt privilegium, men er ofta bara eitt haft um beinið á monnum, sum ikki bara er orsøk til kúgan av kvinnum, men eisini kúgar ein stóran part av teimum sjálvum. Menn hava eisini – sum eg dugi at síggja tað – nógvar góðar orsøkir til at gera uppreistur ímóti kúgandi kynsnormum, at standa upp fyri seg sjálvar og síni javnrættindiog stríðast FYRI javnstøðu við hitt kynið, til fyrimuns og win-win fyri bæði kyn. Eingin yvir. Eingin undir. Bara javnvág.

Harvið ikki sagt, at eg ikki viðurkenni, at harðskapur og órættvís viðferð finst, har kvinnur kunnu vera offur fyri menn, og har menn kunnu vera offur fyri kvinnur. Sjálvsagt eru nógv dømi um tað, men tann veruligi syndarin her er ikki kynið í sær sjálvum, sum fremur harðskap ella órættvísa viðferð av hinum kyninum, men kulturelli normurin, sum plaserar okkum øll í hesar avmarkandi kynskassarnar, har menn skulu vera so og so fyri at kunna rópa seg “rættar menn” og kvinnur so og so fyri at kunna rópa seg “rættar kvinnur”, sum ofta førir til ómetaligar frustratiónir, ið kunnu enda við, at fólk í desperatión fremja fysiskan ella psykiskan harðskap.

Harvið heldur ikki sagt, at als eingin munur er á kvinnum og monnum. Sjálvsagt eru kvinnur og menn ikki eins, men munurin eigur ikki at brúkast sum ein umbering fyri at kúga hitt kynið. Hvørki av monnum ella kvinnum. Punktum.

Við hesum innslagnum vil eg nettupp vísa á, hví eg eri við monnunum og fegin vil stuðla teimum 100 % í teirra stríði fyri at betra korini hjá monnum. Eg tosi einans um mítt persónliga sjónarmið um feminismu sum eitt dømi um, hvussu nógv menn og kvinnur hava til felags í veruleikanum, tí í botn og grund hava menn og kvinnur í stóran mun sama trupulleika, nemliga nakrar kulturellar normar, sum avmarka bæði kynini, kanska á hvønn sín hátt, men bæði kynini líða undir stereotypu fatanunum, vit hava av kvinnum og monnum.

Tí skilji eg, hví menn eisini vilja hava sín stríðsdag. Sama siga nógvir menn, sum rópa seg feministar, nettupp hetta: at stríðið hjá kvinnum eisini er teirra stríð fyri einum betri samfelag, har kvinnur og menn ikki stríðast móti hvørjum øðrum, men fyri einum samfelag, har øll kunnnu rúmast uttan at óttast diskriminering. Tí stuðla teir kvinnunum.

Alla virðing fyri, at menn eisini fáa sín stríðsdag, eins og kvinnurnar hava sín. Í báðum førum hjálpir tað til at gera alt samfelagið menniskjansligari – ikki bara fyri menn ella fyri kvinnur, men fyri øll. Tí vil eg fegin geva úttrykk fyri mínum stuðli.

…………………

Um ein veruliga er áhugaður í at skilja tann problematikkin, sum eg tosi um omanfyri, so lurta eftir hesum sera áhugaverda fyrilestrinum:

https://www.ted.com/talks/tony_porter_a_call_to_men

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2016/11/20/hvi-ein-altjoda-stridsdag-fyri-menn/

Jun 10 2016

Hví velja vit aggressivar politikarar?

Í 1984 gav Jens Pauli Heinesen eina bók út, sum hann nevndi “Ískoyti til 1984”. Bókin var eitt savn av greinum um “Tann totalitera statin”. Árstalið sipaði til víðagitnu bókina hjá George Orwell “1984” frá 1949 um eina dystopiska framtíð, har “Big Brother Is Watching You” – ein bók, sum á mangan hátt spáar óhugnaliga rætt. Í sínari bók “Ískoyti til 1984” skrivar Jens Pauli eisini nøkur brot, sum raka seymin á høvdið, tá umræður viðurskifti, sum í løtuni – enn einferð í heimssøguni – tykjast gera seg óhugnaliga galdandi – m.a. hetta:

“Tað er eingin ódygd hjá einum politikara at vera aggressivur. Hansara nátúr er maktmenniskjans, men tað veldst alt um, hvat hann er aggressivur fyri. Og til eru tvey sløg av politikarum: tann positivt aggressivi, tann negativt aggressivi.

Vit skulu hugsavna okkum um hetta seinna slagið. Hvar koma hansara negativu aggressiónir frá? Tær koma frá eini ússaligari sálarútgerð, frá ómegd og undirlutakenslum, talentloysi og ósigrum av ymsum slag. Ein slíkur persónur hevur næstan altíð lyndi til at halda, at tað eru onnur, ið eru sek í hansara maløri. Hann hevur av tí sama stak avskeplað viðurskifti við umheimin og veruleikan. Hann hatar mikið og droymir um hevnd og soraðar granar og minnir um eitt menniskja, ið slæst í blindum. Ein politikari av hesum aggressiva slagnum kann meir enn so vera heilt raskur til at uppbyggja eitt land, at byggja havnir, brýr, vegir og mangt av slíkum. Men tá ið tað snýr seg um andslív, er hann púra kaldur og tvørur. Og ofta endar lagna hansara við, at hann brýtur alt niður aftur, hann hevur verið við til at bygt upp.

Slíkir politikarar fáa ofta eina ótrúliga undirtøku. Hitler var ein. Men hvussu ber tað til? Tað ber soleiðis til:

Vit velja slíkan politikara – ikki av kærleika til hansara, í roynd og veru hava vit ikki so lítið av andstygd fyri honum. Nei, so merkiligt tað ljóðar, so velja vit hann vegna hansara negativu aggressiónir.

Tað er nevniliga soleiðis statt við okkum, at eisini vit gjøgnum lívið hava fingið eitt vist mát av negativum eins væl og positivum aggressiónum, og tað hendir seg meir enn so, at tær negativu hava so mikið vald á okkum, at tær taka okkum av ræði. Vit halda okkum vera alt ov illa viðfarin, ikki bara av lívinum, men eisini av okkara medmenniskjum. Ómegdin pínir og plágar, og hvør annar er tað, ið nívir okkum niður, enn hesi beistini, vit eru noydd at liva ímillum.

Tí sita vit í loynirúmi okkara og hata og droyma um hevnd og soraðar granar. Men tað verður bert til ein dreym, vit einki tora at gera við. Men tað er ein, ið torir at gera tað fyri okkum: politikarin við teimum negativu agressiónunum. Vit fáa hann til at hata fyri okkum og knúsa granarnar. Meir hann fussar og buldrar, betri dámar okkum. Og vit hugsa: meir av hasum, gamli, gev teimum á grúkin, fast takið teimum og illa brakið teimum. Ja, tí velja vit hann. Í grundini móti okkara vilja.

Politistaturin, tann totaliteri staturin, er skaptur av politikarum við negativum aggressiónum. At stríðast fyri friði er tí ikki bara at stríðast móti avvápna og kríggi, tað er eisini at stríðast fyri tí góða politikaranum, ið skilir vandamálini, og ímóti tí negativa.

Hetta kann tykjast eitt vónleyst og fáfongt stríð. Men tað er tað einasta við høpi í.”

……….

Soleiðis skrivaði Jens Pauli Heinesen í 1984. Ein kann bert ímynda sær, hvørjir politikarar í dag hóska inn í hesa ímynd.

 

BigBrotherIsWatchingYou

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2016/06/10/hvi-velja-vit-aggressivar-politikarar/

Oct 29 2015

Bíligari flogferðaseðlar nú!

AtlanticAirwaysAirbusSo leingi, sum tað er so lutfalsliga dýrt at flyta fólk og farm millum Føroyar og umheimin, verður sera torført at fáa fleiri fólk til Føroya og harvið skapa nóg stórt grundarlag fyri øktum virksemi í landinum. Men økja vit um samferðsluna – t.d. við at bjóða bíligari flogferðaseðlar – setir bara hugflogið markið fyri møguleikunum at menna samfelagið til nýggjar tíðir og økja livimøguleikarnar her.

Kostnaðarmikli flutningurin er kappingaravlagandi fyri føroyskt vinnulív. Tað er ikki nóg gott, at bíligir ferðaseðlar einans kunnu fáast við at bíleggja teir fleiri mánaðar áðrenn ferðina. Vinnulívið – og mong onnur – hava brúk fyri bíligum ferðaseðlum, sum verða keyptir við stuttum skotbrá.

Kappingarneytar inni á evropeiska meginlandinum sleppa nógv bíligari – bæði tá tey skulu flyta sínar vørur ella sjálvi skulu ferðast kring um í heiminum á handilsferðum, umframt at tað er nógv bíligari hjá kundunum at ferðast til teirra – eisini hóast tey skulu ferðast yvir størri fjarstøður – enn tað t.d. er hjá kundum at ferðast til Føroya. Føroyingar verða frávaldir sum “business partners” av júst somu ávum. Og hetta leggur uttan iva trýst á kostnaðarstøðið sum heild.

Sum er, tora bankar og íleggjarar illa at gera íløgur í virksemi innan t.d. ferða-, upplivingar- og tænastuvinnu, tí tey vita, at so leingi tað er lutfalsliga nógv dýrari at ferðast til og úr Føroyum, enn aðrastaðni, so halda nógv potentiel ferðafólk og handilssambond seg burtur og fara heldur til kappingarneytarnar, har tað er bíligari at brúka sínar pengar.

Dýrur flutningur skapar sotatt eina risa forðing fyri nógvum vinnuligum virksemi, sum kundi trivist her á klettunum, um umstøðurnar vóru øðrvísi.

Nógvar familjur eru eisini spjaddar í ymiskum londum, og hava stóran tørv á at hitta hvønn annan oftari. Ikki minst tá tey knappliga noyðast at fara til jarðarferðir t.d. Men tað er ikki hugsingur um við tí ferðaseðlakostnað, sum er. Hetta er sera óheppið, tá alt fleiri ynskja at ferðast meira, og alt fleiri eisini ynskja at arbeiða ella samstarva tvørtur um landamørk. Fáa tey ikki nógv betri møguleika til tess, eru hesi fólkini noydd at rýma til onnur lond, har tað ber betur til.

Føroyar mugu latast upp
Kostnaðarmikli flutningurin girðir í veruleikanum landið inni og avbyrgir fólkið. Kenslan av, at vit eru meira avbyrgd enn onnur í londunum kring okkum, sum vit samanbera okkum við, úrslitar í, at nógvir føroyingar fáa tað, sum danir rópa “ø-kuller”. Tá samfelagið letur seg ov nógv aftur um seg sjálvt, verða fleiri rakt av útlongsli, sum økir sannlíkindini fyri, at fleiri velja at flyta av landinum. Hetta hevur helst nógv størri týdning, enn tey flestu gera sær greitt.

Um føroyska samfelagnum skal vera lív lagað í framtíðini, so mugu fólk sum heild hava møguleika fyri at kunna ferðast sum onnur, arbeiða lønandi arbeiði sum onnur við tí, tey brenna fyri, og í heila tikið hava møguleika fyri einum lívsstíli her, sum tey trívast við. Vit kunnu ikki lata eyguni aftur fyri, at alt fleiri føroyingar kenna seg meira sum partar av alheimssamfelagnum (ofta eru tað kvinnur), enn tey kenna seg sum part av gamla siðbundna føroyska samfelagnum – í øllum førum tí partinum, sum letur seg aftur um seg sjálvan.

Okkurt má tí gerast við forðingarnar fyri øktari samferðslu millum okkum og umheimin. Um kundagrundarlagið eisini skal økjast í Føroyum hjá øðrum virksemi enn fiski- og alivinnu, má atgongdin til Føroya og út í heim gerast nógv lættari, smidligari og bíligari. “Motorvegirnir” millum Føroyar og umheimin mugu og skulu heilt einfalt breiðkast! Ongantíð nóg skjótt.

Føroyar eru allar, sum tær eru, ein útjaðari, sum tystar eftir smidligari samferðslu við umheimin fyri ikki at doyggja út. Hetta er nakað, sum vit bara í felag kunnu gera nakað við. Eitt einstakt flogfelag kann ikki fáa tað at mala runt – ikki við núverandi kundagrundarlag – um ferðaseðlaprísurin skal niður. Vit fáa heldur ikki kappingina, sum fær prísirnar niður, tí onnur flogfeløg standa sjálvandi ikki í bíðirøð fyri at sleppa at flúgva uppá Føroyar. Tey halda seg burtur, tí tey vita sera væl av, at tað ikki kann loysa seg, sum er. Kappingin kemur ikki.

Hetta er stutt sagt er ein trupulleiki, sum bítur seg sjálvan í halan. Vit fáa ikki bíligari ferðaseðlar, fyrr enn kundagrundarlagið er nóg stórt, og vit fáa ikki nóg stórt kundagrundarlag, fyrr enn ferðaseðlarnir eru nóg bíligir.

Vit mugu “breiðka motorvegirnar”
Vit eru tí partú noydd til at umhugsa møguleikan fyri, um ikki tað var tað vert, at tað almenna brúkar nakrar av skattakrónunum til at “breiðka motorvegirnar” til og úr Føroyum – tvs. stuðla samferðsluni, eins og samferðslan til og úr útoyggjunum verður stuðlað, tí hon er ein fyritreyt fyri, at fólk vilja búgva har. Tað, sum samfelagið soleiðis missir uppá “karussellina”, kann uttan iva tjenast fleirfaldað inn aftur uppá “gynguna”.

Hvør rindar motorvegirnar út í heim aðrastaðni? Tað gera skattaborgararnir – gleðiliga, tí at øll vita, at tað er til felags besta. Flogsambandið er okkara motorvegur út í heim – vit hava ongan annan máta at ferðast til og frá útheiminum enn flog- og sjóvegis. Hesir ‘motorvegir’ eru líka so alneyðugir hjá okkum at hava, sum tað er neyðugt hjá øðrum londum at hava motorvegir og jarnbreytir til umheimin fyri at samfelagið/vinnulívið skal kunna virka optimalt har. Tí er tað nattúrligt, at tað almenna – tvs. vit øll – er við til at gjalda.

Men um ferðaseðlarnir verða bíligari, fara nógv fleiri føroyingar so ikki bara uttanlands at brúka sínar pengar? Jú, kanska í ávísan mun, men nógv fleiri fólk fara eisini at koma til Føroya at brúka sínar pengar her. Og nógv fleiri fyritøkur fara at síggja fyrimunin í at hava sæti her, tá dýrir ferðaseðlar ikki longur eru nøkur forðing.

Hetta er ein íløga, sum kann kasta nógv av sær, so tað í síðsta enda kemur øllum samfelagnum til góðar kortini. Jú betur vit duga at “selja” okkum, jú meiri virksemi skapa vit, jú fleiri fólk verða drigin hendan vegin. Fólk fara ikki at kenna seg so avbyrgd, umframt at samfelagið fer at vera nógv meira fjølbroytt og spennandi. Hetta fer at gera tað nógv meira attraktivt at búgva í Føroyum.

Eru vansar við at lata Føroyar meira upp?
Men tað er, sum um at tey, ið sita við valdinum, hava ein íbygdan mótvilja móti at gera nakað við hetta. Onkur óttast kanska, at um vit lata landið meira upp og gera tað lættari og bíligari at ferðast til og úr Føroyum, so fer hetta at broyta samfelagið til okkurt, vit ikki kenna okkum aftur í. Vit fara at missa virðir, sum vit hava nú. Onkur hevur kanska hug at spyrja: “Er tað ikki ein ov høgur prísur at gjalda fyri at skapa fleiri vinnuligar møguleikar? Hava vit tað ikki betri við júst at vera eitt sindur avbyrgd frá umheiminum? Og við bara halda okkum til tað, vit eru von við?”

Eg skilji óttan. Men vit hava í veruleikanum einki val, tí lata vit standa til, so stendur samfelagið í stað – og so eru vit í nógv størri vanda fyri, at fólkatalið alsamt minkar, so tað endar við, at bara eldri føroyingar verða eftir í Føroyum, tí tey ungu, burðarføru og virkisfúsu rýma so við og við. Tað hava vit undir ongum umstøðum ráð til kortini.

Eg haldi ikki, at vit skulu óttast so nógv fyri at lata Føroyar meira upp. Fyri tað um vit flyta okkum frameftir og menna okkum, merkir tað ikki, at vit skulu blaka alt burtur her, sum vit halda av. Tvørturímóti! Kanska kann økt samferðsla til og úr umheiminum nettupp vera við til, at vit kunnu varðveita ymiskt, sum í dag tykist deyðadømt. Við hugflogi ber saktans til at varðveita nógv av tí, sum nógv fata sum grundarlagið undir samleika okkara sum føroyingar – bara tillagað nýggju tíðini. Vit byggja jú okkara samleika sjálvi allatíðina.

Hvussu gagnnýta vit virðini?
Við skili og skynsemi ber til at varðveita tað besta av tí, vit hava, sum er til gagns fyri okkum øll – nettupp við at gagnnýta tað, og so lata annað fara, ið bara heldur okkum aftur. Alheimsgerð noyðir okkum t.d. ikki at blaka alt siðbundið burtur, sum føroyingar virða, eru ernir av og ikki vilja vera fyriuttan. Við eitt sindur av hugflogi og endurnýggjan, kann tað í veruleikanum fáa nýtt lív, heldur enn at fara heilt fyri skeyti. Tað ræður um at hugsa tað inn í nýggju tíðirnar og seta tað inn í eitt nýtt høpi.

Í veruleikanum er tað soleiðis, at tað siðbundna lívið, sum enn er møguligt at liva her, um ein ynskir tað – og sum jú er so tætt tengt at tí umhvørvi og tí veðrinum, vit nú einaferð hava í Føroyum – tað hóskar júst so avbera væl til alheims “simple living” rákið. Hugsa t.d. um sera væl umtóktu sendingarnar “Bonderøven”.

Her eru ómetaligir møguleikar fyri at veita unikkar vørur og ríkandi upplivingar til ein heim, ið tystar eftir júst tí, vit kunnu bjóða, um vit duga at marknaðarføra tað á rætta stað til røttu tíð. Tað ræður bara um at duga at fortelja ta góðu søguna til røttu málbólkarnar. Kraftin í góðari “storytelling” er sera undirmett, sum er. Her kann fáast so nógv meira burturúr, um fleiri fara at skilja betur, hvussu vit kunnu gagnnýta okkara evni at fortelja “ta góðu søguna” um Føroyar.

Einføldu og reinu rávørurnar, vit hava, kunnu gerast eftirspurdar kring allan heim, duga vit at tillaga og marknaðarføra tær rætt. Nógvar av teimum kunnu kanska ikki hópframleiðast, men júst hetta kann vendast til ein fyrimun, tá eftirspurningurin er størri enn útboðið. Til ber kanska at framleiða nóg mikið til “feinschmekkararnar”, sum vilja gjalda eyka, eins og vit longu gera í alt størri mun.

Dømi um virði, ið kunnu gagnnýtast betur
T.d. hava kokkar okkara verið við til at sett eina heila rørslu í gongd, har heimurin veruliga hevur fingið eygað á virðini í norðuratlantiskum mati. Hugsa bara um KOKS, sum er skýrd besta matstova at vera í Norðurlondum og um NOMA, sum er skýrd heimsins besta matstova. Fínastu restauratiónir í heiminum bjóða mat gjørdan úr føroyskum rávørum. Eins og Guðrun & Guðrun hava megnað at skapa eitt bundnatroyggjurák, ið er farið sum eldur kring allan heimin. Sjálvt heimskenda blaðið The New York Times er farið at skrivað, at Føroyar eru “hip”.

Men har liggja enn fleiri møguleikar enn teir, vit longu eru farin at troyta. Skapandi fólk og mentanarvørur av alskyns slag hava vit eina ørgrynnu av í Føroyum. T.d. eru føroyskir tónleikarar í heimsflokki. Tónleikurin, føroyingar gera í dag, hevur alheims potentiali. Eisini annað føroyskt handverk, so sum bátabygging, og kanska eisini føroysk ross, bara fyri at nevna okkurt dømi, kunnu við alheiminum sum marknað gerast bæði upplivingar- og útflutningsvørur, onnur vilja keypa í nógv størri mun, um vit leggja okkum eftir tí við okkara evnum til fantastiska “storytelling”.

“Adventure” og “extreme sport” upplivingar eru stak væl umtóktar kring heimin í løtuni. Onkur er farin undir at bjóða hetta í Føroyum við hepni. Vit hava ríkiligar møguleikar at bjóða ferðafólki øðrvísi upplivingar – sjálvandi skynsamiliga tillagaðar føroysku náttúruni uttan at oyðileggja hana. T.d. ber til at læra fólk at reka seyð, síga í bjørgum og fara fiskitúrar við útróðrabátum. Alt fleiri fáa eyga á hesar møguleikar.

Føroyar hava eitt lutvíst reint umhvørvi – í øllum førum í mun til onnur – og duga vit nóg væl at verja og fara væl um umhvørvið á burðardyggan hátt, kunnu vit í nógv størri mun fáa nakað burturúr tí, so tað kann gerast ein ágóði, ið kastar nakað av sær.

Vit kunnu flenna at teimum, sum bjóða ferðafólki upplivingar, so sum “whale watching” og “catch & release” fiskitúrar, har fiskurin verður blakaður livandi aftur í havið, men aðrastaðni ríka fólk seg upp av slíkum. Hvalirnir og fiskarnir kunnu endurnýtast umaftur og umaftur at tjena pengar fyri. So hvør flennur síðst her?

Harumframt hevur Føroyar ríkiligt av meira ella minni avbyrgdum og náttúruvøkrum støðum, sum kunnu gerast frálík “sanctuaries” – verulig friðskjól fyri tey, sum vilja burtur frá heimsins larmi og strongd at fáa leking og vælveru og finna seg sjálvi í frið og náðum her. Her liggja eisini stórir møguleikar fyri virksemi, ið bjóðar tænastur innan heilsu og vælveru t.d.

Lokal virðir kunnu sostatt gerast nógv meira global onkusvegna, um vit bara duga at síggja og dyrka hesi virði og duga at brúka tey positivt, kreativt og burðardygt – eisini vinnuliga – til fyrimuns fyri okkum sjálvi og onnur.

Modernað og siðbundið saman
Føroyingar mugu viðurkenna, at hóast summi okkara trívast væl við siðbundna lívinum og við siðbundnu størvunum, so vil ein stórur partur av føroyska fólkinum eisini liva eitt annað lív og hava onnur arbeiði. Hesi mugu eisini kenna, at tað er rúm fyri teimum her á landi. Føroyar verða tó aldrin til nakað New York kortini. Men fyri tað noyðast vit ikki at fara heilt í hina gjónna og lata sum um, vit øll enn kunnu liva, sum fyri 50-100 árum síðani. Tí tað gera tey flestu av okkum ikki – og ynskja tað heldur ikki.

Tíbetur noyðist lívið ikki at vera antin-ella. Vit hava tann framíhjárætt, at vit noyðast ikki at velja ímillum, um vit skulu vera ANTIN siðbundin ELLA modernað. Hesir lívsstílir kunnu saktans sameksistera í ein ávísan mun, sum teir longu partvíst gera. Eisini fyri tann einstaka, um hann ella hon hevur hug til at hava part í báðum. Vit kunnu sagtans vera “hybridføroyingar”.

Tað er ikki nakað eindømi, at fólk ein part av síni tíð t.d. menna KT-skipanir um dagin saman við indarum í India, og um kvøldi eru DJ’s í onkrum náttklubba, meðan tey ein annan part av síni tíð ganga fjøllini, fletta seyð ella fara til útróðrar. Soleiðis er tíðin – tann postmodernaða tíðin – í Føroyum. Mótsetningarnir eru fluttir inn í okkum, og nógv av okkum hava tillagað okkum og vant okkum við ta nýggju tíðina og hennara fjølbroytni og tíðarforskjótingar í globalu bygdini.

Tað er nettupp tað góða við føroyska samfelagnum: at tað er so mótsetningsmikið, tí er tað ikki júst tað, sum ger landið spennandi at búgva í? Er tað ikki júst hetta, sum nógv av okkum føroyingum í veruleikanum dámar so væl við Føroyum? Og er tað ikki júst hetta, sum eisini hugtekur mangan útlending, sum kemur hendanvegin?

So ja, vit hava vit ráð til bíligari floferðaseðlar. Vit mugu tora at satsa. At minka um flogferðaseðlaprísirnar kostar nakrar almennar krónur at byrja við, sjálvsagt, men tað er ein íløga, sum eg eri vís í, loysir seg í longdini, tí tað kann økja nógv um inntøkumøguleikarnar hjá vinnulívinum og samfelagnum sum heild, so pengarnir koma aftur í øktum skattainntøkum.

So óttist ikki, góðu føroyingar. Latið okkum nú fáa bíligari ferðaseðlar, so vit kunnu koma í gongd við veruliga at menna hetta samfelagið til nýggjar tíðir og bøta um livimøguleikarnar her.

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2015/10/29/biligari-flogferdasedlar-nu/

Oct 22 2015

Syndanna fyrigeving

Hús í HavnLang stuttsøga

Í litríka rabarbukvarterinum í Havnini standa eini lítil gul hús av betongi við reyðum vindeygum og ljósagrønum blikktaki. Har búgva hjúnini Marin og Hans Petur Joensen saman við einasta vaksna soni teirra, Jógvani, og ommu hansara Jovinu.

Jógvan er ein forkelaður og sjálvsøkin ótangi. Hóast hann er vorðin 38 ára gamal, býr hann heima enn. Hann tímir rætt og slætt ov illa at klára seg sjálvan. Hann hevur sína lítlu íbúð í kjallaranum hjá foreldrunum, har hann býr ókeypis. Hann etur í køkinum uppiá hjá mammu síni hvønn dag. Hvønn morgun, áðrenn Jógvan fer til arbeiðis, fær hann morgunmat frá mammuni. Og tá hann kemur heim á døgurða, stendur heiti maturin klárur til hansara á borðinum akkurát kl. 12.20, tá útvarpstíðindini byrja.

Mamma Jógvan, Marin, er 65 ára gomul. Hon er ein prátingarsom, elskulig og móðurlig lítil kona, sum heldur, at sonur hennara er tað besta, sum er hent her í verðini. Øll tíðin hjá Marini fer við at taka sær av Jógvani og skirvisliga manni sínum, Hans Peturi, umframt av gomlu vermammuni, Jovinu.

Pápin Hans Petur er  68 ára gamal og hypokondari. Hann er ikki minni elskuligur, men sigur ikki so nógv annað enn, at hann hevur tað ikki so gott. Hann orkar ikki nógv annað enn bara at sita frammanfyri sjónvarpinum og lesa vikubløð og annað tílíkt.

Omman Jovina er ein heldur serlynt dama, sum fyllir nógv í rúminum, har hon er. Hon er 89 ára gomul og púrasta klár í høvdinum.  Beinini eru tó nakað vánalig, so hon situr í kamarinum hjá sær mestu tíðina, har hon nýtir at leggja kabalur umaftur og umaftur. Tá hon ikki ger tað, blandar hon undarlig urtakrem ella lesur í einari gamlari læknabók frá fyrru helvt av 20. øld. Hon hevur svørt og skyggjandi eygu, við myrkabrúnum rondum rundan um eyguni, og so litar hon sær hárið svart, so hon líkist einum sigoynara. Sagt verður um hana, at hon dugir meira enn at mæta sær. Hon fær ofta vitjan av eldri konum. Tær teska spakuliga saman aftanfyri afturlatnu dyrnar til kamarið. Marin heldur, tað er eitt sindur óhugnaligt. Tær eldru konurnar halda, at Jovina onkursvegna hevur gagnliga ávirkan á heilsustøðuna og vælveruna hjá teimum og fara so væl nøgdar út aftur.

Jógvan arbeiðir sum sveisari á Skipasmiðjuni. Hann heldur sjálvur, at hann er skaptur til okkurt størri enn at vera sveisari og hevur lyndi til at blása seg upp. Starvsfelagar hansara, sum ikki lata seg lumpa av hansara kávalótum, arga hann.

- Nú? Klókasti maður á vertshúsinum, siga teir við hann.

Jógvan argast av teimum, men roynir ikki at latast um vón. Men tá hann kemur heim, fáa foreldrini av at vita. Hann er ongantíð komin ordiliga burtur úr uppreistraraldrinum.

Men við ommu sína er Jógvan altíð blíður. Hann er góður við hana, hóast hann óttast hana eitt sindur. Onkuntíð, tá Jógvan er óargiligur við foreldrini og fer um mark, hyggur omman hvassliga at honum. Tá skundar hann sær at gevast.

Jógvan er eisini góður við svørtu kettuna Bellu, hóast Bella til tíðir hevur tað við at fýsa eftir honum og klóra hann, tá hann kínir hana ov nógv.

Mamman vaskar øll klæðini hjá Jógvani og ruddar og vaskar í hansara altíð óruddiligu íbúð. Jógvan ansar ikki hennara stríð og virðismetir tað heldur ikki. Hann er vanur við at vera forkelaður, blakar klæðini og skógvarnar, har tað passar honum og roykir Cecil og stroyur øskuna allastaðni. Fimm minuttir eftir, at mamman hevur verið og ruddað og vaskað upp og niður, er alt næstan líka óruddiligt og skitið aftur.

Hin vegin, so gongur Jógvan sera høgt uppí sjálvur at síggja so reinur og nossligur út sum gjørligt. Hann verður firtin inn á mammu sína, um hon ikki hevur vaskað og strokið ta røttu skjúrtuna, hann nú ætlaði sær at fara í. Jógvan gongur høgt uppí sína útsjónd. Tað er bara, tá hann er til arbeiðis, at tað ikki rættiliga ber til hjá honum at vera so reinur og nossligur – ella tá hann er í garasjuni og arbeiðir uppá sín elskaða bil, ið hann pussar og fer við, sum var bilurin eitt lítið pinkubarn. Men tá hann ikki smáputlar við bilin, stendur hann frammanfyri speglinum so ofta, hann kann, og smáputlar við seg sjálvan. Hann lyftir vektir og hevur keypt sær útgerð at trena við heima.

Klædnastílurin hjá honum svarar bara ikki heilt til tað, sum er uppi í tíðini. Jógvan klæðir seg heldur gamalsligt. Hann gongur í klæðum, sum vóru tíðarhósskandi, tá hann sjálvur var tannáringur, men hann veit ikki av tí sjálvur. Hann heldur seg rigga stak væl.

Jógvan hevur onga fasta unnustu. Ikki tí hann ikki kann skora damur. Hann sær ikki ringast út, og hann er t.d. rættiliga hárfagur. Hárið er myrkt, tjúkt og sunt, og hann hevur næstan eingi grá hár. Og so er hann heldur ikki feitur, sum so mangir menn í hansara aldri eru vorðnir. So heilt óeiggiligur er hann ikki.

- Jógvan vil ikki gifta seg, tí hann hevur ongan hug at binda seg, sigur mamma hansara. - Hann vil hava sítt frælsi…

Men veruliga orsøkin man heldur vera tann, at hann er alt ov óbúgvin til at fara inn í eitt parlag við teimum skyldum, ið fylgja við tí. Hann ropar og prumpar hart og heldur tað verða megakul. Í heila tikið er hann rættiliga barnsligur.

Tá Jógvan fer í býin, er hann í góðum lag, og prátar við fólk alla tíðina – bæði fólk, hann kennir, og fólk, hann ikki kennir. Oftast lýgur hann. Mest um síni egnu roysnisverk, tá hann fiskaði rækjur við einum stórum trolara bæði í Grønlandi og í New Foundlandi og tjenti nógvar pengar. Í veruleikanum var talan um nakrar fáar túrar við einum lítlum línubáti, sum fiskaði norðanfyri Føroyar – als ikki nakað at gerast ríkur av.

Jógvan er í heila tikið sera upptikin av dreyminum um nógvar pengar. Men hann dugir ikki at spara  pengar upp. Hann blakar pengar burtur til høgru og vinstru beinanvegin, hann fær hendur á teimum. Hann letur sum um, at hann eigur eina rúgvu av pengum og roynir altíð at keypa sær vinir. Hann erpar sær við sínum stórum potensforleingjara av einum amerikanarabili og gólar og skrøggar, har hann kann. Men tað kann hann bara, tí hann býr heima hjá foreldrunum.

Hin vegin er altíð lív og rok, har sum Jógvan er, tá hann fer í býin. Jógvan elskar at fara í býin í vikuskiftunum og at dansa til tónleik, sum helst skal vera frá 60′unum. Og hann elskar at spæla kontritónleik á sínum risastóra stereoanleggi í bilinum. Í vikuskfitinum gongur hann á Café Natúr, har serliga bygdafólk savnast, og so keypir hann øl til eitt harkalið av dreingjum, nógv yngri enn hann, og bjóðar teimum at koyra biltúr við sær kring um býin í hansara stóra amerikanarabil, hóast tað langt síðani er farið av móta at koyra biltúr. Men bygdadreingjunum dámar væl.

18 ára gamli grannadrongurin, Ragnar, er fastur privatsjafførur hjá Jógvani í vikuskiftinum. Hann hevur nýliga fingið koyrikort og vil heldur koyra bil, enn at drekka seg fullan saman við hinum. Dreingirnir hanga út gjøgnum bilvindeyguni, meðan kontritónleikurin dundrar úr yvirvaksnu hátalarunum í bilinum, og teir flenna og geyla eftir teim “gudiligu”, sum teir siga, ið halda útimøti fyri at frelsa glataðar sálir eins og tær hjá teimum.

Ungu dreingirnir vilja heldur hoyra tungmálm enn kontri. Teir fáa náðiligast loyvi til tað av og á, um teir sjálvir hava fløgu við. Men ikki uttan eitt heitt kjak við Jógvan um tónleikasmakk fyrst. Jógvan kann vera treiskur, sera treiskur – serliga tá tað kemur til tónleik, og tað hendir meira enn so, at heitu kjakini enda við bardaga.

Jógvan spælir klókur fyri unga harkaliðnum. Honum dámar væl at vera tann elsti, sum kann reypa sær av væl fleiri lívsroyndum, enn teir hava. Dreingjunum dámar hann væl – ikki tí hann oysir av sínum lívsroyndum, men tí hann eigur tann serstaka vælpussaða amerikanarabilin – og tí teir fáa ókeypis øl frá honum, sjálvandi. Jógvan skorar sær nøkur bílig poeng á tann hátt.

Men so er hann eisini noyddur at vísa, at hann er við uppá tað ringasta. Teir ungu bjóða honum hash. Teir parkera bilin við Boðanes og ganga oman til grýtuta økið út móti sjónum at seta seg, har eingin sær. Har roykja teir sær eina chillum. Jógvan roykir við, og teir standa har og glana út á sjógv í einum tjúkkum roykskýggi og fáa gríniflipp. Serliga Jógvan.

Jógvan skorar damur, sum sagt, men oftast bara gentur, sum eru lættlivandi og tráa eftir mannligari viðurkenning og lættast lata seg lumpa av hansara skrøggi. Hin vegin, so hendir tað nokkso ofta, at hann fær eina dámu heim við sær.

Jógvani dámar best at leggja tær niður í bilinum úti í garasjuni, tá Ragnar hevur koyrt tey heim, hevur sett bilin og er farin heim til sín. Jógvani dámar best, at tað hendir, meðan eitt ávist kontrilag við Skeeter Davis spælir í anlegginum, samstundis sum hann stoytir reint vodka í seg. Oftast nær hann ikki heilt at fullføra eina samlegu, áðrenn hann hoknar saman omaná gentunum, og sovnar. Summar gentur eru fittar at royna at vekja hann og hjálpa tí hálvgun avdotna Jógvani inn í song. Færri eru nóg treiskar til at vera verandi hjá honum alla náttina.

Oftast er tað tann runda Dora við bleiktum hári, sum heldur ógvusligu snorkanina og rama sprittuta kropssluktin hjá Jógvani út heilt til tann ljósa morgun. Dora tilbiðjur Jógvan, men Jógvan leggur einki í hana. Hon er ein sjálvfylgja fyri hann, eins og so mangt annað.

Mamman gevur sínum hundasjúka soni morgunmat á seingina sunnudag fyrrapart, tá hon kemur heim úr kirkju klokkan hálvgum tólv. Tá er Dora farin avstað aftur. Mamman sussar:

- Tú skuldi vitað, hvussu góð gudstænastan var í dag, Jógvan!

- Ja, sikkurt, sigur Jógvan likaglaður.

- Og har vóru so nógv… veitst, hvør var har…?

- Nei, og eg vil heldur ikki vita tað!

- Ojøsus, prestur er so fittur… og so klókur eisini, Jógvan. Hevði tú vitað, hvussu áhugaverd prædikan var. Eg haldi, at….

Jógvan ýlir:

- Mammaaaaa! Halt nú kjaft eina løtu! Eg tími ikki at hoyra uppá teg. Sjúgva tær av fananum til úr mínum kamari!

- Ojé, ojé… tú ert ikki í góðum lag í dag, sigur mamman og bakkar so eyðmjúk út gjøgnum hurðina.

- Nei! sigur Jógvan hvassliga og sendir eyguni eftir mammuni, sum letur hurðina spakuliga aftur.

Jógvan hevur ongar veruligar vinir. Hann er í grundini rættiliga einsamallur, hóast hann altíð er saman við nógvum fólki. Einaferð í sínum heilt ungu døgum, hevði hann ein vin, sum æt Sofus Petersen. Sofus fekk góða útbúgving sum løgfrøðingur og er vorðin ein fínur maður. Hann verður ofta intervjúaður í miðlunum. Foreldrini hjá Jógvani hámeta Sofus. Og mamma Jógvan droymir:

- Jógvan góði, hví bjóðar tú ikki gamla vini tínum, Sofus, heim til okkara at eta døgurða. Tit vóru SO væl…

Jógvan fýsir eftir henni.

- Halt nú munn, tín tápuliga gamla kelling… tú veitst ikki ein lort um nakað sum helst!

Av og á koyrir Jógvan einsamallur seint um kvøldið framvið húsini, har sum barndómsvinurin býr. So steðgar hann á eitt bil og situr  úti í myrkrinum og starir øvundsjúkur inn gjøgnum tey stóru ljósu vindeyguni og eygleiðir barndómsvinin liva tað góða lívið saman við konu síni og børnunum. Jógvan torir ongantíð at fara inn og koyrir so nakkalangur avstað aftur – sníkir seg burtur, sum tjóvur á nátt.

Ein dagin stendur Jógvan og prátar við Ragnar uttanfyri ta fínu kaféina Hvonn í Vágsbotni. Hann hyggur inn gjøgnum vindeygað og fær eyga á eina ljóshærda, sólbrenda gentu. Hon sær heilt øðrvísi út, enn tær genturnar, sum Jógvan plagar at skora. Meðan Jógvan tosar við Ragnar, eygleiðir hann ta sera prátingarsomu gentuna, sum situr saman við eini aðrari gentu, ið ikki tykist at klíva í tvey.

Jógvan gerst forvitin og sigur við Ragnar:

- Skulu vit ikki fara inn á Hvonn?

Ragnar hyggur undrandi at Jógvani.

- Hvonn? Tað er ikki eitt stað, tú plagar at vitja, sigur hann og fylgir tó trúliga Jógvani inn á Hvonn.

Teir seta seg við borðið yvir av borðinum við vindeygað, har tann ljóshærda og hin tigandi gentan sita, soleiðis at teir síggja í vangarnar á teimum. Jógvan hoyrir, at tann ljóshærda tosar danskt, og at hon kallar hina gentuna sína “grankusine”. Jú meira hann hyggur at donsku gentuni, jú býttari gerst hann av henni. Hann tosar við Ragnar og reypar eitt sindur harðari enn vanligt í vónini um, at hon skal leggja merki til hansara:

- Ragnar, veitst tú hvussu nógv kilo eg lyfti í dag? Ja, altso, bænkpress.

- Nei? sigur Ragnar.

- 80  kilo – akkurát sum einki.

Men tað eydnast ikki at vekja ans hjá gentunum yvirav. Eftir eina løtu reisist tann danska og fer avstað og letur sína “grankusine” sita eftir. Men áðrenn hon fer út sigur hon:

- Okay, så ses vi bare her i morgen. Samme tid, ik?

Dagin eftir fer Jógvan aftur á Hvonn um somu tíð, hesaferð einsamallur, og píkasjey, tá er hon aftur har saman við “grankusinuni”. Hesaferð setir hann seg, so hon sær beint á hann, men hon sær hann kortini ikki. Eina lítla løtu seinni er hon og “grankusinan” farnar.

Triðja dagin kemur Jógvan aftur. Skuldi hann verið so heppin, at hon kemur aftur? Hann er vónbrotin, tá hann sær, at hon ikki situr við vindeygað, har hon sat hinar dagarnar. Hann steðgar á, áðrenn hann fer inn og biðjur eina lítla bøn innantanna um, at gentan kemur har aftur í dag. Hann setur seg at bíða. Ein knappur tími gongur. Tá hann er líka við at geva upp, kemur hon mín sann. Nú er hon einsamøll. Hon setir seg við sama borð sum hinar dagarnar.

Hesaferð møtast eyguni hjá teimum stutt, og hon smílist til hansara. Tað gevur honum dirvi. Hann mannar seg upp,  fer yvir til borðið hjá henni.

- Kan jeg byde på en øl eller en kaffemund eller noget andet?

Hon heldur tað ivaleyst vera hugnaligt og forkunnugt at tosa við ein ektaðan lokalan føroying.

- Jamen, jeg siger da ikke nej tak til en kop café latte.

Jógvan fer beint yvir til diskin at bíleggja. Hann keypir eisini sær sjálvum ein café latte, hóast hann aldrin hevur droymt um at smakka tað áður.

Eina lítla løtu seinni veit hann nógv meira um hana.

- Jeg må hellere præsentere mig. Jeg hedder Katja, og hvad hedder du så?

- Jeg hedder… bare Jógvan Joensen.

- Bare?

Katja flennur.

- Erik? Van Joensen?

- Nej! Jógvan…!

- Jegvan?

- Ja, J-Ó-G-V-A-N – det udtales bare Jegvan.

- Det er vist et meget færøsk navn, er det ikke?

- Jo, det tror jeg nok.

- Hvad laver du så, Jegvan.

- Nej, ikke noget…?

- Ikke noget? Er du arbejdsløs?

- Nej, nej, nej… jeg arbejder på skibesmedjen…

- Hvaffornoget…?

- Her ovre, hvor vi laver skibe…

- Nååå, skibsværftet!

- Ja, jeg er formand der. Ellers er jeg lige kommet i land, ved du… jeg har sejlet som skipper på en rejetrawler. Oppe i Grønland…. Gode penge, det kan jeg sige dig!

- Nåh… En rigtig færøsk sømand, forstår jeg.

- Ja, det kan man vist godt sige, sigur Jógvan og fattar sær á.

- Hvorfor er du så her på Færøerne, når du kan tjene gode penge i Grønland, spyr Katja forvitin. Jógvani dámar illa spurningin og smekkar bara til.

- Nej, nu ville jeg bare hjem. Jeg har tjent nok penge… for en tid. Men hvad laver du? spyr hann fyri at avleiða.

- Jeg arbejder på et reklamebureau í København som AD’er.

Tað ljóðar sera fínt i oyrunum á Jógvani, sum ikki ánar, hvat ein AD’ari er, so hann skundar sær at tosa um okkurt annað.

- Å…ja… okay? Hvad laver du så på Færøerne?

- Det er ikke nogen forretningsrejse eller noget. Jeg har faktisk færøske aner, så jeg fik pludselig ideen at jeg ville besøge mine forfædres land. Jeg så en artikel i Politiken, og så jeg fik bare så meget lyst til at tage afsted… ja, bare give mig selv en fødselsdaggave og rejse væk her og nu. Væk fra larmen og bilosen i København.

- Fødseldag? spyr Jógvan forvitin.

- Ja, jeg blev 29 i sidste uge. At tænke sig… 29, du! Huhh… Næsten oppe at kysse de 30… Er det noget at fejre, hva?

- Ja, hvorfor ikke… du ser jo meget yngre ud.

- Åh, det er sødt sagt. Tak. Sandheden er, at jeg trængte bare til et pusterum fra arbejdet, sigur hon og suffar. - Jeg har altid hørt så meget om disse mærkelige, stormomsuste øer i Nordatlanten, hvor min abbi voksede op. Men jeg har aldrig været her før.

- Bor du hos din abbi?

- Nej, han er død forlængst. Men hans søster lever, så jeg bor hos hende – her i Tórshavn. Nu har jeg været her en uge, og jeg skal hjem på søndag.

- Søndag? sigur Jógvan og ljóðar vónbrotin.

- Ja, og du kan tro, jeg har nydt det. Jeg er så overrasket over folks åbenhed og den gæstfrihed, jeg har mødt på Færøerne – for ikke at tale om jeres megaflotte natur! Ej, altså!

Jógvan lurtar eftir orðafloyminum, og heldur hana vera heldur løgna, men hann er kortini púra burtur í serliga vakurleika hennara, og í, at hon er so øðrvísi. Hon hevur eitt undarligt árin á hann, tí hatta við tí vanliga reypinum riggar ikki ordiliga við henni. Hon er alt ov fín til slíkt. Haraftrat er hann heldur ikki so øgiliga stívur í donskum. Men Jógvan kennir ikki so nógvar aðrar mátar at gera seg upp fyri kvinnum, so hann roynir at reypa tað, hann kann.

Nú gongur tann runda avbleikta Dora uttanfyri. Hon er saman við eini klænari vinkonu við longum myrkum hári og einum stórum múlatrútnum munni mitt í einum sera hvítum andliti. Dora hyggur inn gjøgnum stóru vindeyguni í kaféini og sær Jógvan sita saman við Katju. Hon kvøkkur við. Hon sær beinanvegin, at Jógvan er burtur í donsku gentuni. Dora og klæni fylgisneyti hennara koma beint inn í kaféina, og Dora gongur so sjónskt og avgjørd framvið tey bæði og heilsar uppá Jógvan, sum nóg illa varnast hana.

Dora og vinkonan seta seg niður eitt stað, har sum Dora tryggjar sær, at Jógvan sær hana. Og so roynir hon á ymsan hátt at fáa hann at varnast hana, uttan at øll onnur varnast hana eisini. Hon blunkar til hansara og hálar kjólan eitt sindur longur upp, so lørini síggjast betur. Katja situr við rygginum til Doru og sær einki. Men Jógvan sær bara Katju. Til sína sorg, sær Dora, hvussu Jógvan bráðnar alt meira í nærveruni hjá Katju. Tá tey hava drukkið upp, spyr Jógvan:

- Må jeg byde på en kop mere?

- Nej, tak, Jógvan, det er meget sødt af dig, men nu skal jeg altså gå, sigur hon og ressast. Jógvan verður fjálturstungin. Hann er ikki klárur at siga farvæl longu.

- Jeg kan godt køre dig, hvorhen du vil, skundar hann sær at siga. Jeg har en lækker bil.

- Nej, min ven, det behøver du ikke. Jeg klarer mig fint.

- Men det vil jeg gerne. Du siger bare til, hvor du vil hen.

- Hmmm… Er du sikker?

- Ja, helt hundrede procent.

- Jamen, så okay da. Jeg skal bare hjem.

So reisast tey, og Jógvan fer út saman við Katju. Dora sendir síni vátu, ásttiknu eygu eftir rygginum hjá Jógvani. Og vinkonan uggar ta sorgarbundnu Doru.

- Er det virkelig din bil, sigur Katja, tá hon sær amerikanaramonstrið hjá Jógvani á Skálatrøð og flennur hjartaliga. Jógvan er eitt sindur óvissur, um hann skal vera stoyttur ella taka tað sum eitt komplimang.

- Sådan en har jeg aldrig nogensinde kørt med.

Tá Jógvan og Katja sita í bilinum, spyr han:

- Jamen, hvis du ikke skal noget andet, så kan vi godt køre en lille tur med bilen, så du kan nyde turen og se lidt af Tórshavn.

Katja er heldur ivasom eitt lítið bil, men sigur so:

- Okay, jeg er frisk.

Hon heldur tað vera eitt sindur stuttligt at verða kurtiserað av einum – fyri henni – heldur frumkendum, bygdasligum føroyingi. Jógvan livnar eitt sindur upp og setur eina romantiska kontriplátu í anleggið.

- Nej, hvor cool, sigur hon. – Rigtigt amerikansk!

Tey koyra til eitt sera vakurt stað og fara úr bilinum fyri at hyggja at sólini seta.

- Hvor er der bare flot her!

Katja er full í lovorðum um føroysku náttúruna. Jógvan kveitir í loyndum at henni alla tíðina. Katja leggur ikki rættiliga merki til tað. Hon er burtur í náttúruni kring tey. Hvørja ferð Jógvan roynir at nærkast henni, so prátar og sussar hon so nógv, at hann má geva upp.

- Nogen burde virkelig bruge det her sted som en flot location til en eller anden film! Det er bare VILDT fedt! Ej, altså, det er bare så råt….! sigur hon á rótkeypmannahavnskum.

Jógvan koyrir hana at enda heim. Tá bilurin steðgar uttanfyri portrið, har sum Katja gistir, lenar hon seg yvir móti Jógvani og klemmar hann og mussar hann á kjálkan. Jógvan rodnar,  smæðin av hesum óvæntaða knappliga kropsliga nærleika. Hann er vanur við, at tað er hann, ið stýrir slíkum.

- Ej, Jegvan altså. Tuuuusind, tusind takk for din fantastiske venlighed.

So leypir hon skjótt úr bilinum og fer inn til sín sjálvs, áðrenn Jógvan nær at gera ella siga nakað. Beint áðrenn hon letur hurðina aftur, snarar hon sær eitt sindur á, sendir honum eitt smíl og eitt lítið vink. Hjartað í Jógvani leypur eitt slag um.

Jógvan koyrir heim. Hann blakar seg niður á beinkin við spísiborðið í køkinum. Hann er glaður, tá mamman setur drekkamunn og vaflur á borðið til hansara.

- Túsund takk, mamma. Fitt av tær at geva mær drekka.

Hann hyggur so vinaliga at mammu síni, og so hyggur hann so droymandi út í luftina.

- Mammu’sa vaflur eru tær bestu! sigur hann so burturblíður.

Mamman hyggur bilsin at honum og undrast á hansara óvæntaða mildleika. Men so nikkar hon fyri seg sjálva og fer smágnisandi inn til pápan í stovuni og sigur við spakuligari rødd, so Jógvan ikki skal hoyra tað i køkinum.

- Nú rokni eg við, at tað má vera hent, Hans Petur. Jógvan man hava funnið sær eina fitta gentu. Kanska fer neyðardýrið hjá okkum endiliga at fella til ró.

Hans Petur nikkar, smílist og ætlar at reisa seg upp, men so sessast hann aftur og suffar.

-  Oy, ryggurin, ryggurin.

- Sit nú bara í frið, góði. Ikki overvað teg. Tú veitst, hvussu tað er…. sigur Marin og fer eisini inn til ommuna at siga henni frá tíðindunum. Omman hyggur heldur tortrúgvin uppá hana.

- Man tað fara at vera, høh, sigur omman turrisliga.

Jógvan vil fegin seta seg í samband við Katju aftur. Hann finnur telefonnummarið til tey, sum búgva í húsinum, har hann setti hana av, og roynir at ringja, og tryggjar sær, at tað er sum loyniligt nummar, men tá onkur tekur telefonina í hinum endanum, torir hann ikki at siga nakað og leggur rørið spakuliga á aftur.

Hann koyrir framvið húsinum, har Katja gistir, í vónini um at fáa eyga á hana. Men hann sær onga Katju.

Fríggjakvøld fer hann í býin sum vanligt. Stórt vónbrot. Eingin Katja. Hann drekkur seg etandi fullan og er saman við Doru. Dora er so findarglað, men Jógvan blakar hana út, tá hann hevur verið í song við henni – í bilinum, sum vanligt. Tá hann skal lata seg í buksurnar aftur, sær hann at gamla buksureimin er slitnað.

- Fuck! sigur hann.

Leygardagin fer Jógvan í SMS at keypa sær eina nýggja buksureim. Í klædnahandlinum rennir hann næstan beint á Katju, sum er á veg út úr einum  royndarrúmi í einum vøkrum kjóla. Hon sær fyrst eitt sindur ørkymlað út, tá hon sær hann, men kemur so opinberiliga í tankar um, hvør hann er.

- Hej med dig. Øhh… hvad var det nu, du…

- Jógvan, sigur Jógvan.

- Nå, ja, det var det…. er du her? Jeg skulle bare prøve en kjole, og se, hvordan jeg så ud i spejlet derovre.

- Jeg synes, du ser rigtig flot ud, sigur Jógvan.

Katja hvørvur inn í royndarrúmið aftur fyri at fara úr kjólanum og lata seg í aftur. Jógvan bíðar uttanfyri og ímyndar sær, hvussu hon sær út har aftanfyri forheingið. Hon kemur út aftur við kjólanum hangandi um armin og gerst eitt sindur kløkk av, at Jógvan stendur har enn yviri við kassan. Jógvan hálar straks mappuna fram fyri at gera seg upp.

- Eg vil gjarna betala fyri reimina og fyri kjólan hjá hasi damuni har yviri.

Tá Katja kemur fram at kassanum og vil gjalda, hyggur gentan við kassan ørkymlað at henni.

- Men han har betalt, sigur hon og peikar á Jógvan.

- Nej, det sku’ du da ikke! sigur Katja.

- Jo, nu er det gjort. Så der er ikke noget at gøre.

- Jamen altså, det kan jeg jo ikke tage imod… du må give kjolen til en anden, sigur hon og roynir at geva honum kjólan. Men hann vil ikki taka ímóti.

- Katja, jeg har masser af penge, ved du jo, så det betyder ingenting. Det gør ingen forskel for mig. Så tag den nu bare.

- Ihh, altså… du er en værre én. Okay, Jegvan, så siger vi det. Men så skylder jeg dig jo penge eller noget…

- Nej, nej, nej, nej, nej… dét gør du ikke. Jeg vil gerne give dig kjolen i fødselsdagsgave, Du sagde, at du lige havde haft fødselsdag!

- Hmmm…. ja, det har jeg jo. Men så må jeg jo bare sige tusind tak.

Jógvan hyggur grundandi at henni og spyr:

- Nå, hva’ så? Hvad skal du lave i aften – det er jo lørdag… så går alle færinger i byen…

- Jeg har en aftale, skundar hon sær at siga.

- Okay?

- Ja, jeg skal i biografen med min grankusine. Og jeg skal faktisk skynde mig, så du må hygge dig… og tusind tak ska’ du ha’ – endnu en gang, ik?

Jógvan er so fjálturstungin, at tað kemur honum ikki til hugs at spyrja: Og hvat so aftaná? Hon er longu farin og smílist fitt langt har yviri til hansara og vinkar. Jógvan er forsyndaður inn á seg sjálvan, at hann blívur so fjáltraður av henni, men nú veit hann í øllum førum, hvar tað ber til at finna hana um kvøldið.

Um kvøldið er Jógvan saman við nøkrum bygdadreingjum frá harkaliðnum, 22 ára gamla Ívar, og 23 ára gamla Andrias – og so tí unga Ragnari, sum koyrir amerikanarabilin. Teir drekka. Jógvan drekkur sær dirvi til. Í kvøld má og skal tað vera. Katja fer jú avstað í morgin.

Teir bíða í bilinum uttanfyri biografin. Katja og “grankusinan” koma út úr biografinum og ganga eftir gongubreytini. Jógvan sær til sína frøi, at Katja er farin í kjólan, sum hann gav henni um dagin. Bilurin hjá Jógvani koyrir fram til teirra og fylgir teimum spakuliga. Jógvan rullar rútin niður:

- Nå, flot kjole, du har på, Katja…

- Ja, synes du ikke, svarar Katja.

- Hvad siger damerne til en lille biltur? roynir Jógvan seg.

Tær flenna bara.

- Hvat sigur sjafførurin um tað? sigur grankusinan Lydia.

- Eg eigi bilin, so eg bestemmi, hvør kemur við ella ikki, svarar Jógvan.

- Nå ja, det er jo din megaflotte bil, Jegvan, sigur Katja.

- Ja, nemlig! Men hvad siger du så? spyr Jógvan.

- Hmmm…  jeg har ikke tænkt mig at være med til så meget i aften. Jeg skal være frisk til i morgen, for jeg skal jo flyve til København.

Men Jógvan hevur kenning og vil ikki lata seg kýsa. Hann er errin av bilinum og eggjaður av, at Katja rósar bilinum.

- Jamen, netop derfor… Du kan ikke bare tage hjem nu. Du må udnytte tiden, du har tilbage på Færøerne… det er ikke hver dag, man kan køre i sådan en bil… og så her i Tórshavn….

Hann leggur høvdið á skrá og hyggur við biðandi hundaeygum at henni, so hon má flenna.

- Okay… jeg skylder dig også lidt… venlighed for den kjole…

Teir hyggja allir biðjandi uppá hana í bilinum. Katja himlar við eygunum og ristir við høvdinum.

- Men ikke ret længe, sigur Katja og setur seg inn í bilin á baksetrið saman við Jógvani. “Grankusinan”, sum eitur Lydia, fer og setur seg á baksetrið hinumeðin frá. Jógvan bjóðar teimum snaps. Katja eygleiðir, hvussu snapsurin gongur runt. Katja flennir, tá hon fær bjóðað snapsaglasið:

- Mener du det…. Skal jeg virkelig….?

- Ja, selvfølgelig. Det er lørdag aften, sigur Jógvan bragdligur.

- Okayy… Ja, når man er blandt indfødte, så må man skik følge eller land fly. Er det ikke sådan, man siger?

Hon tømir glasið í botn, og roðin breiðir seg um andlitið á henni.

Ragnar situr saman við Andriasi framman. Hini fýra sita aftan. Ívar fer beint í holt við at amast uppií Lydiu, “grankusinuni”. Tað sær út til at eydnast hjá honum. Skjótt sita tey og mussast. Katja prátar so nógv, at tað gongur ikki líka væl hjá Jógvani. Hann bjóðar henni meira snaps, og hon drekkur eins og hini fyri at vera við, meðan hon pjátrar.

Tá tey hava koyrt eitt sindur aftur fram, bjóðar Andrias, sum er sera fullur, teimum heim í sína kjallaraíbúð, og tey koyra heim til hansara. Katja er, beint ímóti síni ætlan, við at fáa góða kenning, og er nú eitt sindur lættari at fáast við. Tey spæla harðan tónleik. Katja gerst alt kátari og kenningin er vorðin í so góð. Hon tosar allatíðina:

- Åh, nej, det er forfærdeligt, at jeg er blevet så fuld. Jeg skal rejse i morgen, for fanden, sigur Katja fleiri ferðir og flennir.

Hon hevur tað ov stuttligt til at vilja fara. Andrias biðjur hana um ein dans, og tey bæði fara upp at dansa. Eingin leggur merki til, at Lydia og Ívar eru langt síðani farin inn í eitt kamar. Katja dansar og smýkir sær sum ein ketta, og Jógvan er heilt burtur í henni. Hann verður sjalu inn á Andrias, so hann reisir seg upp og fer inn í millum teirra og yvirtekur dansin. Skjótt dansa tey tætt saman og Katja fnisar og gnisar. Andrias blakar seg í ein stól og er skjótt sovnaður. Knappliga sigur Katja, at hon orkar ikki meira.

- Jeg er helt rundt på gulvet. jeg er nødt til at lægge mig ned, ellers bliver jeg dårlig, sigur hon og leggur seg á sofuna at blunda.

Nú eru tað bara Jógvan og Ragnar eftir, sum eru vaknir. Ragnar fer á vesið. Jógvan hyggur at Katju. Nærkast henni og mussar hana blídliga á pannuna. Eggjaður av, at hon onga mótstøðu ger, mussar hann hana á nøsina og so á munnin. Knappliga letur Katja eyguni upp og hyggur beint uppá hann, tortrúgvin. Jógvan hevur seg afturá sum ein flongdur hundur. Eina løtu er støðan pínlig. Men so kemur Ragnar innaftur. Katja letur sum einki.

Men týðiligt er, at nú er hon meira ansin. Jógvan roynir aftur við sínum klombrutu royndum at dára hana, men Katja er óstøðug og hál sum ein állur.

- Nej, ved du hvad. Nu er jeg altså NØDT til at gå. Kan jeg blive kørt hjem, eller skal jeg ringe efter en taxa?

Ragnar, sum er edrúur sigur:

- Jeg har ikke drukket, så jeg kan sagtens køre.

Tey fara út til amerikanarabilin og Katja setur seg avgjørd  á setrið framman við síðuna av Ragnari, sjafførinum. Jógvan má seta seg einsamallan aftanfyri.

Tá tey steðga uttanfyri hjá Katju, roynir Jógvan at gera eina síðstu vónleysu roynd at vinna hennara tokka.

- Skal jeg køre dig på flogvadlen i morgen tidlig?

- Undskyld, hvad…?

- Jeg mener, til Vágar, hvor flypladsen er.

- Nej, tak, jeg har bestilt en taxa…. så det skal du ikke, nej.

- Ved du hvad, Katja? Ved du, at jeg tager til Bahamas på ferie her i vinter.

- Jamen, det var da godt for dig, Jegvan…

- Kunne du ikke godt tænke dig at komme med? Altså, jeg betaler…. Penge har jeg nok af, ved du. Det kunne fandeme være hyggeligt, du… Tænk dig, Bahamas…! Hva? Os to?

Hon ristir við høvdinum og brýtur hann av.

- Nej tak, Jegvan. - Du har gjort min sidste aften på Færøerne til en uforglemmelig aften. Det har været KONGE fedt! Men der bliver nok ikke noget Bahamas til mig, Jegvan.

Hon vil bara sleppa avstað og leitar í taskuni hjá sær og gevur honum sítt visitkort.

- Hvis du kommer til København en dag, ik? Så ved du, hvor du kan finde mig, ik’?

Jógvan er glaður. Hann tekur innbjóðingina bókstaviliga og fatar ikki, at hon bara vil sleppa sær av við hann á lættasta hátt. Hon fer úr bilinum, og hann eygleiðir hennara eiggiliga kropp, har hon fer gangandi í kjólanum, hann keypti henni, og hvørvur inn í húsini hjá abbasystrini. Ragnar floytar, og Jógvan vendir sær á og hyggur misnøgdur at honum.

- Koyr nú bara heim, okay….

Dagin eftir stendur Jógvan og hyggur so hugtungur upp í luftina, tá hann hoyrir flogfarið flúgva avstað við Katju við kós móti Danmark. Og frá tí løtu er alt galið í Føroyum. Jógvan tímir einki meira. Alt er keðiligt og nakað lort. Tá hann ikki er til arbeiðis, situr hann bara inni í sínari lítlu íbúð og kínir kettuni Bellu, so leingi hon tímir og ikki klórar, og spælir tær mest syrgiligu kontripláturnar, hann eigur.

Ein fríggjadag fyrrapart fer mamma Jógvan, Marin inn í SMS. Hon fer í kioskina við Miklagarð at keypa soninum nakrar pakkar av Cecil. Tá hon skal gjalda við diskin, lokkar ungi maðurin við kassan hana til at keypa sær ein skava&vinn lutaseðil. Hon skilir ikki rættiliga, hvat tað gongur út uppá, men hon er fólkalig og av kurteisi keypur hon lutaseðilin í tí trúgv, at tað er ein vanligur lutaseðil, og at hon nú hevur gjørt eina góða gerð og stuðlað onkrum lokalum ítróttarfelag ella skótarørslu. Tá hon kemur heim, leggur hon tann óskravaða lutaseðilin á spísiborðið í køkinum og fer í holt við at gera døgurða.

Jógvan kemur sum vant heim at eta døgurða í døgðurðatímanum. Hann líkist einum toruskýggi. Hann sær lutaseðilin og spyr mammu sína:

- Hví hundan keypir tú sovorðið forbannað tvætl. Tað plagar tú ikki. Harraguð, sigur hann og vendir tað hvíta út av eygunum.

- Jamen, góði. Ungi maðurin í kioskini var so fittur, at eg keypti tað bara, sigur mamman.

- Idiot… Spill av pengum, fýsir Jógvan.

Tá tey hava etið og Jógvan situr og drekkur kaffi, fer hann so burturhugaður undir at skava skava&vinn lutaseðilin, meðan mamman vaskar upp. Fyrst sær hann talið 500.000 kr., so sær hann talið 500.000 kr. aftur. Nú vaknar hann eitt sindur við. Pápin, sum situr og lesur eitt vikublað ansar ongum. Tá Jógvan fer undir at skava tað síðsta burtur, sær hann fyrst ett fimmtal og so tvey nullir, eitt punktum og… hann skavar skjótt allan tegin og vil ikki trúgva sínum egnu eygum, tá trý nullir aftrat koma undan. Hann blundar og hyggur einaferð aftrat. Jú, mín sann, har stendur 500.000 kr. fyri triðju ferð! Hann rættir lutaseðilin yvir móti mammuni, sum stendur við rygginum móti honum.

- M-m-m-men mamma, tú hevur jú vu….

So brýtur hann seg sjálvan av. Steðgar í rørsluni og hugsar seg um.

- Hvat sigur tú, góði? spyr mamman.

- Nei, einki, sigur Jógvan skjótt og skundar sær at stinga lutaseðilin í lumman. Hann rennir oman í sína egnu íbúð og setir seg at gløða at lutaseðlinum, meðan smílið breiðir seg alt meira um andlitið. Knappliga loypir hann úr stólinum og rópar:

- Yessss!

Hann setur eina gamla singleplátu á við Chubby Checker “Let’s twist again”, skrúvar for frá og dansar sum svakur runt í lítlu stovuni.

Enn er eitt sindur eftir av av døgurðatimanum. Jógvan tekur eina skjáttu við sær og fer beint í kioskina í SMS at fáa eitt prógv fyri virðislønina, ringir til Dansk Tipstjeneste, upplýsir kontunummarið og verður vístur til sín banka. Hann fer beint í bankan, vísir teimum prógvið og tekur allar pengarnar út – 500 túsundkrónuseðlar – sum hann koyrir í skjáttuna. Bankadaman við diskin undrast og spyr, um hann er vísur í, at hann skal hava so nógv út í kontantum. Jú, Jógvan er púra vísur.

- Tað eru mínir pengar, sigur hann uppátikið smáfirtin.

Jógvan er  ov seinur til arbeiðis. Tað er hann annars ongantíð, so starvsfelagarnir hyggja undrandi at honum, tá hann avgjørdur fer skundandi beint upp til skrivstovuna hjá stjóranum við einum stórum smíli. Jógvan, sum annars er sera undirbrotligur fyri stjóranum, er knappliga so braneggjaður, at stjórin er heilt paff av honum.

- Eg eigi feriu til góðar, og eg vil fegin taka feriuna nú.

- Nú? Beint nú, sigur stjórin eitt sindur ovfarin.

- Ja, eg eri noyddur at fáa frí benanveig, tí eg skal til Danmarkar longu í morgin fríggjadag í sera týdningarmiklum privatum ørindum.

- Men hvat skalt tú?

- Nei, tað kann eg ikki upplýsa um, sigur Jógvan avgjørdur. Stjórin er tikin á bóli og gevur honum sítt samtykki.

- Jamen, Jógvan, so siga vit tað.

Jógvan rennir oman trappurnar og burtur frá skipasmiðjuni. Stjórin eygleiðir hann frá vindeyganum. Hann klórar sær í nakkanum og ivast í, um hann leyp framav og var ov eftirgivin.

Jógvan skundar sær beint til fyrstu ferðastovuna at keypa sær ein flogferðaseðil og fer so heim at pakka sær eina tasku. Hann syngur og dansar alla tíðina. Mamman spyr so stúrin, um hann veruliga hevur ráð til at fara og ferðast. Hann rópar eftir henni.

- Blanda teg uttanum, mamma! Eg eri ein vaksin maður. Eg geri sjálvur av, hvar og nær eg fari at ferðast. Tað rakar ikki teg!

- Men góði, skalt tú ikki hava eitt oyra frá mammu, um tú skalt niður? roynir hon.

- Mamma, for fanin! Hvat roknar tú meg fyri? Heldur tú ikki, eg kann klára meg sjálvan, ha?

Marin tegir og letur hann fara. Hon hyggur stúrandi aftaná honum, tá hann fer inn í taxabilin.

Jógvan hevur bara einaferð fyrr verið uttanlands – tvs. í Danmark – men bara vð Norrønu. Hann hevur ongantíð flogið fyrr, so hann er fullur í nervum á veg umborð í flogfarið. Hann blundar allatíðina, tá flogfarið fer á flog.

Jógvan keypir sær ov mikið av spruttið og drekkur seg skít rættiliga skjótt. Hann gerst skjótt kátur og fjákutur og byrjar at føla uppá rumpurnar hjá flogternunum og ger sær fyri skommum. Tær hyggja varnar at honum, skuldi hann farið heilt um mark.

Jógvan fer í part við síðumannain, ein annar fullur føroyingur – tann lítli bleiki Hjalmar úr Klaksvík, sum er 23 og brúkar brillur.

- Eg fari til Danmarkar – at lesa til verkfrøðing, sigur Hjalmar.

- Okay… ja, og eg fari til Danmarkar at vitja donsku damuna hjá mær, Katju. Hon er Ædéari. Tað er sovorðið fínt nakað við reklamu og sórnum.

Víð stórum orðum greiðir hann Hjalmari frá tí lekru Katju, hvussu gott hon sær út, og hvat hann hevur hugsað sær at gjørt við hana, tá hann fer at møta henni. Jógvan vísir Hjalmari hennara smarta visittkort. Tann ungi Hjalmar hyggur hugtikin at Jógvani. Jógvan sigur:

- Eg kundi hugsað mær at gjørt damuna ordiliga bilsna og bjóða henni á fínt hotell í morgn. Hvat sigur tú til at búgva á fínum hotellið í nátt? Tú ert vælkomin! Eg betali!

- Meinar tú tað, sigur Hjalmar. – Ætlanin hjá mær var at flúgva víðari til Århus, men eg havi møguleikan fyri at útseta mína innanríkis flogferð við upp til 24 tímar… soeh… jú, tað kunnu vit gott siga.

Hjalmar velur at fylgja Jógvani fyri at vita, hvat hendir. Hann er næstan líka so óvitandi sum Jógvan um alt í Danmark.

Eftir at teir eina góða løtu hava roynt at finna runt í floghavnini, finna kuffertini og finna eitt stað at herberga kuffertunum hjá Hjalmari til í morgin, koma Jógvan og hansara nývunnið lagsbróður endiliga út úr floghavnini. Teir síggja út, sum teir eru dotnir av mánanum. Ein taxabilur koyrir yvir og steðgar frammanfyri teimum, og sjafførurin báknar til teirra um at koma inn í bilin.

- Kan du køre til det flotteste hotel i hele København? sigur Jógvan á ordiliga gøtudonskum og setur seg inn í bilin, framman.

- Men først skal vi lige forbi en fin forretning med dametøj. Det fineste i København, leggur Jógvan aftrat og veittrar við einum bunti av túsundkrónuseðlum frammanfyri nøsini á sjafførinum.

Taxasjafførurin, sum beinavegin skilir, at teir báðir føroyingarnir ikki eru staðkendir, koyrir ein langan umveg. Jógvan staðfestir bara:

- Ja, København er en meget stor by, hva? Det er sgu flot, at du kan finde rundt i sådan en storby, chaffør.

Teir steðga við handilin hjá Madam Dunk beint við Strøgið. Jógvan keypir tveir av teimum dýrastu kjólunum í handlinum. Hareftir koyrir taxabilurin teir til Hotel d’Angleterre á Kongens Nytorv. Jógvan rindar taxabilin við gleði, og leggur eina rúgvu av drykkjupengum aftrat.

Tá taxasjafførurin hevur latið hurðarnar upp fyri Jógvani og Hjalmari, og teir eru á veg inn á hotellið, fer hann beint yvir til ein annan taxabil, sum stendur beint frammanfyri, fyri at tosa við hin sjafførin, ein starvsfelaga, sum hann kennir. Hann flennir at teimum báðum føroyingunum og sigur:

- Hvis du er ude efter nemme ofre, så check de to ud dér, du. Hold kæft, nogle idioter. Men gavmilde var de!

Og so vísir hann starvsfelaganum teir nógvu pengarnar, hann júst hevur fingið. Eyguni á hinum gerast stór.

Tann uniformklæddi durðavørðurin er líka við at burturvísa teir báðar fullu føroyingarnar og biðja teir stillisliga um at fara avstað, men tá hann sær stóra pengabuntið í hondini á Jógvani, hjálpir hann teimum skjótt við at bera kuffertini inn í forhøllna við einum professionellum, heldur stívum smíli. Jógvan presenterar seg sjálvan og lagsbróður sín við diskin - uttan at tað eydnast honum at vera álvarsligur.

- Ja, vi er forretningfolk, som er kommet til Danmark for at samrådes.

Hjalmar gnisar sum ein skúlagenta, meðan Jógvan bíleggur eina suitu.

Teir koma upp til suituna, og so skjótt sum piccoloin hevur fingið ríkiligt av drykkjupengum og hevur latið hurðuna aftur eftir seg, fara teir báðir at flenna púra ótálmað, sum kenna teir ikki afturhald, leypa upp í væl fjarandi sengurnar og hoppa og skroppa sum svakir. Teir hava tað avbera stuttligt og Jógvan ringir til resepsjónina:

- Jeg vil gerne bestille fire flasker champagne – den fineste, som hotellet har… Og…. så skal vi også have rejecocktalis… og en masse mad, bare et eller andet mad.

Onkur spyr okkurt í hinum endanum av telefonrørinum.

- Kokken kan bare selv finde på, sigur Jógvan, leggur rørið á og flennur hjartaliga.

Sjampanjan og tann serstakliga vakurt og væl borðreiddi maturin verður borin upp til teirra í suituni. Teir eta grammliga og spræna sjampanju á hvønnannan. Jógvan sigur alla tíðina:

- Er tað ikki deiligt í Danmark! Í Danmark hava tey stíl! Tað er nakað heilt annað enn lorta Føroyar!

Jógvan og Hjalmar semjast um, at hetta er ikki nakað verandi stað.

- Vit mugu í býin at ballast og síggja konufólk.

- Eg havi hoyrt um ein náttklubba í Kjøbinhav, sum eitur Waterloo, har konufólk strippa, sigur Hjalmar, og Jógvan er ikki seinur at svara.

- Har fara vit!

Teir fara oman í forhøllina og út á gøtuna, har taxabilarnir standa í rað og bíða, og taka so tann fremsta fyri at koyra til náttklubban Waterloo.

Teir føra teir seg rættiliga fram í taxabilinum og í náttklubbanum. Jógvan gevur Hjalmari eitt stórt pengabunti, og teir nærmast kappast um, hvør kann stinga flest pengaseðlar í trussurnar hjá stripparunum. Genturnar flokkast sjálvandi um teir og teir kenna seg báðir sum rættiligir verðinsmenn. Teir fáa gott eyga á tvær ansaliga vakrar gentur, Lailu og Lulu, sum bjóða seg til. Jógvan bjóðar fleiri umgangir av dýrum blandaðum drekkivørum. Hann reypar:

- Ja, vi to… vi bor på det fine hotel d’Angleterre.

Tá genturnar skjóta upp, um tey ikki skulu fara heim til teirra, eru teir ikki seinir at játta. Hjalmar spyr tó varliga Jógvan:

- Jamen, hvat við henni sjálvari…. dámuni hjá tær?

Jógvan svarar so nonsjalantur og braneggjaður:

- Tað, sum Katja ikki sær, fær Katja ikki ilt av.

Teir taka ein taxabil heim aftur til hotellið. Durðavørðurin sær ikki blíður út, tá hann sær teir báðar fullu føroyingarnar koma malandi har við tveimum hálvnaknum og eggjandi ílætnum, væl smurdum dámum. Tað er ikki ilt at gita, hvat tær báðar takast við. Men so skjótt, Jógvan stingur nakrar pengaseðlar í hondina á durðavørðinum, velur hann ikki at látast um vón.

Tey bæði pørini taka liftuna upp til suituna og lata seg úr og gera seg klár beinanvegin til at seta seg í stóra gosbaðið í baðirúminum – øll fýra. Jógvan bíleggur aftur meira sjampanju og onkran leskiligan náttarbita, sum tey blaka gramm í seg. Og so fara tey í bað, har tey stuttleika sær við at skrubba hvørjum øðrum.

Genturnar hjúkla um mennirnar og eggja teimum til við teirra væl formaðu, vátu og glinsandi kroppum. Og teir njóta sjónina í stórum. Tá tey eru komin úr baðnum fáa teir hvør sín umgang av vøddamýking á hvør sínari song. Køna handaviðgerðin kenst so óendaliga væl og maklig, og teir eru so líðandi vorðnir so mettir, móðir og linir, at teir sovna so søtan, áðrenn teir nakrantíð eru komnir so langt sum til at fara í song við gentunum, sum hugurin annars var til.

Morgunin eftir vaknar Jógvan fyrst og sær, at genturnar eru horvnar. Jógvan hevur ringar timburmenn og fer beint í køliskápið, men tað er tómt. Har er einki drekkandi annað enn vatn úr krananum í baðirúminum. Jógvan vil hava ein javnara og ringir til resepsjónina og bíleggur fýra øl.

Ein tænari kemur við ølunum og bíðar eftir drykkjupengum. Jógvan stingur hondina niður í taskuna við síðuna av seingini og fær ein skelk, tá hann varnast, at pengarnir eru burtur. Hann leypir úr seingini. letur taskuna ordiliga upp og sær, at hon er tóm. Hann leitar ørkymlaður runt í suituni, men til fánýtis. Innast inni veit hann væl av, at alt er stolið, men vónar, at Hjalmar kanska hevur spælt honum eitt puss. Hann ristir í Hjalmar og teskar:

- Hjalmar, hvar hevur tú goymt pengarnar….?

Tænarin gerst alt meira ótolin. Hjalmar raknar við og rættir seg eftir jakkanum hjá sær. Hann leitar í jakkanum, og bjargar spentu støðuni, tá hann finnur pengar í einum loyniligum innara lumma í jakkanum hjá sær, sum gleðisgenturnar ikki hava funnið. Hann gevur tænaranum ein hálvtrýsskrónuseðil. Tænarin nikkar og bakkar út gjøgnum hurðina.

- For heitasta hulasta…. sigur Jógvan, tá tænarin er farin. – Tær eru stungnar av við øllum… ØLLUM hjá mær!

Hjalmar er ovfarin. Luftin er fullkomiliga farin úr Jógvani. Hann er sum sløktur.

- Nú kann eg ikki gjalda fyri hotellið, sigur hann stillisliga.

Teir sita eina løtu og glana, men so sigur Hjalmar:

- Vit mugu rýma…  skjótast gjørligt!

- Men vit kunnu ikki ganga gjøgnum forhøllina við stóra kuffertinum hjá mær… uttan at betala! sigur Jógvan og sær bara enn meira uppgevandi út.

- Nei, men tað er kanska ein baktrappa.

Teir fara fyrst út á gongina at hyggja, um tað finst ein annar vegur út enn við lyftuni. Jú, har eru einar baktrappur.

- Hjalmar, kanst tú fara at vita, hvagar trappurnar føra? Eg kann standa her uppi í gongini og halda vakt.

Hjalmar fer oman gjøgnum trappurnar, meðan Jógvan bíðar. Eina løtu aftaná kemur Hjalmar upp aftur.

- Trappurnar føra út í ein bakgarð. Í bakgarðinum er eitt hegn inn til ein annan bakgarð, sum hoyrir til eitt annað hús – og har tykist vera eitt portur út á gøtuna. Hegnið er bara nakað høgt… eg veit ikki, um vit sleppa upp um….

Teir hugsa seg um eina løtu.

- Eg havi eitt hugskot, sigur Hjalmar. – Vit kunnu gott blaka kuffertini uppum hegnið, og so fara eftir teimum seinni hinumegin frá. Og så sjálvir fara út gjøgnum høvuðsdyrnar… sum um vit bara skulu eini lítil ørindi….

- Okay, so gera vit tað – so fara vit tann vegin.

Teir fara niður gjøgnum baktrappurnar við stóra kuffertinum og posunum hjá Jógvani og út í bakgarðin, har teir blaka kuffertið og posarnar upp um hegnið til garðin við síðuna av, alla tíðina ræðsluslignir fyri at vera uppdagaðir.

So fara teir upp aftur til hæddina, har sum suita teirra er, og taka lyftuna niður, ganga spakuliga gjøgnum forhøllina. Teir royna at lata sum luft, men tað gongur ikki heilt væl. Duravørðurin fylgir teimum við eygunum at vita, um tað er okkurt, hann kann trýsta teir eftir meira pengum fyri. Ræðsluslignir um, at onkur av starvsfólkunum skal venda sær til teirra, ganga teir so hoknir framyvir sum tveir skeldaðir hundar.

Men starvsfólkini hava úr at gera og hava ongan illgruna til nakað. Lætnaðir um hjarta skunda teir sær um hornið og finna portrið inn til garðin, har sum kuffertini liggja. Tíbetur er portrið opið, so teir sleppa inn í garðin. Teir finna kuffertið og posarnar, og ganga so yvir til Gothersgade við teimum, har teir seta seg inn á kaféina Café au Lait.

Jógvan er sera fámæltur. Hann situr bara og starir fram fyri seg. Hjalmar roynir at ugga hann.

- Tú finnur uppá okkurt. Hvat við hasari Katju, tú veit. Kanst tú ikki bara fara heim til hana?

Jógvan ristir við høvdinum, og Hjalmar reisir seg upp.

- Eg má heldur fara… eg skal jú náa flogfarið til Århus.

- Ja, okay…

- Eg havi enn eitt sindur eftir av pengunum, sum gleðisgenturnar ikki fóru avstað við. Tú kanst fáa burturav, so tú ikki hevur heilt einki…

Hann leggur eitt sindur á borðið til Jógvan. Tá Hjalmar er farin, situr Jógvan eftir og sær út sum heimsins einsamallasta menniskja við høvdinum langt niðri millum akslarnar og við kuffertinum hjá sær og posunum við teimum báðum kjólunum, sum hann keypti dagin fyri.

Hann stingur hondina niður í lumman og fiskar lítla smarta visittkortið hjá Katju upp úr lummanum. Spælir eitt sindur við tað og granskar tað gjølliga. Rosenborggade stendur á. Hann spyr ein tænara, sum turkar borð.

- Dueh… hvor er Rosenborggade?

- Rosenborggade? Ja, det er jo lige her oppe… du går bare hele vejen forbi Kongens Have op mod Nørreport, så er det sidste gade til venstre før Nørreport.

Jógvan reisir seg knappliga so avgjørdur upp, fer út og gongur so heim til Katju við kufferti og kjólaposum.

Hann finnur Rosenborggade og uppgongdina. Hurðin stendur víðopin, so hann fer inn í uppgongdina og gongur ómetaliga spakuliga upp gjøgnum trappurnar. Hann stendur leingi uttanfyri hurðina hjá Katju, tekur seg saman og setir fingurin á duraklokkuna. Hann hoyrir, at tað verður spældur techno-tónleikur inni í íbúðini og at onkur kemur fyri at lata hurðina upp. Tað er Katja í eini kongabláari kinesiskari silkikápu. Hon hyggur vantrúgvin at honum. Hann smílist foyur og illa heitin til hennara.

- Dig! sigur hon og ljóðar als ikki glað.  - Guuud, hvad var det nu du hed, det har jeg glemt!

Ein djúp mannfólkarødd rópar onkustaðni inni í íbúðini.

- Hvem er det?

Katja rópar aftur:

- Det er bare én, jeg mødte på Færøerne.

Við Jógvan sigur hon næstan teskandi.

- Du æh, hvad det nu er du hedder, du må altså meget undskylde, men det er altså ikke så godt lige nu, vel? Du må hellere gå, ikke? Jeg er virkelig ked af det, men du kan godt se…, ikke?

Og so letur hon hurðina aftur beint fyri nøsini á Jógvani.

Jógvan skilir ikki, hvat hendir. Heldur eina løtu, at hon fer at koma aftur. Tá ein løta er farin, ringir hann aftur á hurðina. Ein løta aftrat gongur, og so verður hurðin latin upp. Katja stingur nøsina út og sigur:

- For helvede, kan du ikke få det ind i dit tykke hoved, at jeg er ikke interesseret i at…

Jógvan rættir posarnar fram ímóti henni. Hon lyftir hondina, sum fyri at verja seg, so posarnir detta niður á gáttina. Tann eini kjólin glíður úr posanum og út á gólvið. Katja sær, hvussu fínur kjólin er. Eitt lítið bil steðgar hon á, tekur kjólan upp og strýkur tí mjúka floyalinum, men so hálsar hon um líka so knappliga og blakar kjólan frá sær niður aftur á gólvið.

- Nej, du kan ikke købe mig en gang til, altså! Hvad fanden regner du mig for! Hold dog op, rópar hon, fer inn og ripar hurðina aftur.

Jógvan ringir aftur á ringiklokkuna. Hesa ferð er tað tann næstan tveir metrar høgi og sera vøddamikli Per, sum letur hurðina upp. Per stígur út gjøgnum hurðina út í uppgongdina, so hann kemur til at standa sera tætt upp at Jógvan, sum má boyggja nakkan langt afturav fyri at kunna hyggja inn í eyguni á Peri.

- Sig mig, forstår du ikke dansk? sigur Per. – Hørte du ikke, hvad damen sagde?

Jógvan stendur bara púra stívur.

- Eller skal jeg hjælpe dig til at forstå det? sigur Per og tekur í herðatoppin á Jógvani, sum letur seg sleipa oman gjøgnum trappurnar. Hálvan vegin niðri í trappunum blakar Per Jógvan sum ein eplasekk tað síðsta petti. Aftaná koma kjólarnir, og so fer Per inn aftur í íbúðina við føstum fetum og ripar hurðina aftur.

Jógvan hevur verið fyri einum av sínum lívs ósigrum. Hann vil bara sleppa heim. Tíbetur hevur hann sín opna flogferðaseðil. Hann tekur kjólarnar undir armin og leigar sær ein bil út í Kastrup Lufthavn fyri sínar allarsíðstu pengar. Hann nær út har akkurát áðrenn síðsta flogfarið skal fara til Føroya og er heppin, at har eru tøk setur umborð

Tá hann lendir í Føroyum stendur politiið á flogvøllinum fyri at taka ímóti honum. Jógvan verður handtikin, ákærdur fyri at vera rýmdur frá einari rokning uppá meira enn 28.000 kr, sum jú er tað sama sum stuldur, og fær harumframt eina bót uppá somu upphædd omaná.

Jógvan verður varðhaldsfongslaður í Mjørkadali. Hann fær at vita, at av tí at hann ikki hevur pengarnar, má hann í rættin í at fáa dóm. Tað kann enda við fongsulsrevsing. Hann ringir til mammuna, sum er um at svíma av kvøkkinum um, at sonurin er varðhaldsfongslaður. Jógvan kærir sína neyð, men foreldrini hava ikki so nógvar pengar og fáa ikki hjálpt.

- Jógvan, góði. Eg veit kanska onkran, sum kann hjálpa, sigur mamman.

Mamman kemur niðan í Mjørkadal við gamla vininum hjá Jógvani, Sofusi Petersen, sum er advokatur. Sofus lovar at verja Jógvan. Hann skal gera tað ókeypis, sigur hann. Jógvan er serstakliga foyur og fær seg næstan ikki til at hyggja at Sofusi, enn minni til at tosa við sín gamla vin.

Í rættinum fær Jógvan valið at gjalda pengarnar ella fara inn at sita. Hann velur – eftir ráðunum frá Sofusi og við sera ringum tannabiti at seta sín elskaða amerikanarabil til sølu. Tað skal ganga skjótt, um hann skal náa gjaldsfreistina. Ragnar, sum leingi hevur ligið uppá lúr at fáa fatur á bilinum hjá Jógvani, keypir glaður bilin við hjálp frá pápa sínum, sum er skipari og tjenar nógvar pengar. Jógvan rindar tað hann skyldar Hotel D’Angleterre, umframt bótina og sleppur sostatt undan at skula inn at sita. Men hann nevnir ikki eitt einasta orð um tær 500.000 kr., sum hann snýtti mammuna fyri. Tað veit eingin av, at hann gjørdi, so tað dylir hann sum mansmorð.

Tá Jógvan kemur heim, kemur Dora at vitja hann um kvøldið. Hon fortelur, at hon er vorðin umvend. Jógvan hyggur bara dølskur at henni. Tað er, sum um einki rínir við.

- Eg havi sæð ljósið, Jógvan, sigur hon. Eg havi lagt lív mítt í Harrans hendur.

Dora uggar tann sera hugtunga Jógvan og sigur honum, hvussu høgt hon elskar hann, og hvussu høgt Jesus elskar hann.

- Jesus doyði á krossinum fyri teg, sigur Dora. – Tú kanst eisini blíva frelstur, góði. Kom við mær á møti. Tú angrar tað ikki. Eg lovi tað. Tú kanst bera vitnisburð og fáa syndanna fyrigeving. Veitst tú ikki av, at Jesus tók tínar syndir á seg og reinsaði teg við sínum blóði, tá hann doyði á krossinum, Jógvan? Jesus hevur givið tær møguleikan fyri frelsu, veist tú av tí? Tað einasta tú skalt gera, er at lata hjarta upp fyri honum og bekenna tínar syndir. Gev Jesusi títt hjarta, góði. So verður tú frelstur frá øllum illum.

Jógvan hyggur at Doru. Tað er, sum um hann raknar spakuliga við og sær hana fyrstu ferð. Rukkurnar hvørva í pannuni. Og hann fær eitt friðsælt yvirbrá í andlitið. Ein vón tendrast í eygum hansara.

Nakrar vikur ganga. Tað er útimøti í miðbýnum í Havn. Tað er dýrdarlogn og tað regnar. Regndroparnir detta lodrætt niðureftir. Undir einum regnskjóli standa foreldrini hjá Jógvani arm í arm og lurta, meðan tey hyggja at teimum syngjandi luttakarunum á møtinum. Dora stendur har og syngur, og Jógvan stendur við síðuna av henni og murrar við. Tey standa saman hond í hond og hyggja so eym og alskin at hvørjum ørðum. Jógvan sendir foreldrunum eitt vinsælt eygnakast. Foreldrini nikka afturímóti so eydnusom.

Knappliga kemur ein stórur amerikanarabilur framvið við eini rúgvu av ungum hangandi út gjøgnum vindeyguni. Tað er gamli bilurin hjá Jógvani. Ragnar situr í leðurjakka og sloktum hárið við rattið og líkist eini mini-útgávu av Jógvani. Harði tónleikurin streymar úr stereoanlegginum í bilinum. Tey ungu í bilinum rópa og geyla eftir teimum, sum eru á møti  - nakrir smáir bólkar av fólki, sum tyrpast saman her og har, meðan tey skultra seg í regninum við sínum regnskjólum. Bilurin koyrir beint í ein stóran hyl, so móruvatn spruttar á fleiri av møtiluttakarunum. Men eingin letst um vón. Jógvan smílist so mildur og umberandi at teimum og traðkar fram ímóti mikrofonini.

- Einaferð var eg júst sum tey, tey ungu, sum koyra her framvið okkum og spotta okkum. Eina ferð var sinnið mítt fult av myrkri…

Jógvan heldur eina brennandi inniliga røðu, har hann við eldhuga greiðir frá øllum sínum ræðuligu syndum. Hann reksar tær upp eina fyri eina, har hann ger sær ómak við at lýsa allar teir ónærisligu smálutirnar, sum Jesus hevur frelst hann frá. Fólkini ógvast við og hyggja at honum við stórum eygum, og Jógvan veksur líkasum í vavi, hvørja ferð tey nikka í andakt, tá hann nevnir Jesusar navnið, og hvussu Jesus hevur bjargað honum frá øllum hesum ónærisligheitunum og ræðuliga ólevnað. Jógvan hevur funnið ta fullkomnu áhoyrarafjøldina, og kennir seg ongantíð so heima sum nú á Vaglinum við Doru við sína lið og tí lítlu mannamúgvuni við Gamla Bókhandill, sum heldur møti við Jógvani fremst.

Heima í rabarbukvarterinum í lítla gula húsinum av betongi við reyðum vindeygum og ljósagrønum blikktaki situr sigoynaraomman Jovina við svørtu Bellu liggjandi á akslunum og hyggur út gjøgnum opna loftsvindeygað hjá sær og roykir cigar. Hon hoyrir gjellini frá hátalarunum á møtinum á Vaglinum, sum runga gjøgnum hálvan miðbýin. Jovina blæsir roykin út gjøgnum opna vindeygað og situr og ristir forhánisliga við høvdinum.

- Frelstur… hahhh! My ass….! mølmar hon fyri seg sjálva og letur vindeygað aftur.

Tað heldur uppat at regna og náttarlyktirnar skyggja í skínandi gøtunum í heimsins nalva, sum liggur har sum ein lítil himmalska ljósur blettur í stóra myrka Atlantshavinum.

ENDI

 

Intentionen er, at filmen først og fremmest skal være et kærligt og medrivende portræt af et særligt miljø og de mennesker, der bor i det – med hovedvægt på hovedpersonens liv naturligvis. (Tænk lidt ‘Life is sweet’ og lidt ‘Trainspotting’ og lidt ‘Gummo’ og lidt Nicholas Cage i ‘Wild at heart’.) Filmen starter med en masse små lidt fragmentariske scener med hverdagssituationer, der beskriver personernes liv og karaktertræk. Samtidig bygges der en spænding op omkring hovedpersonen, som tydeligvis lever et umuligt liv, der nødvendigvis må føre til et eller andet brud. Belysningen af karaktererne og deres omgivelser er det væsentligste her. Jeg har i synopsen valgt at lægge stor vægt på at beskrive personernes karaktertræk og motivationer udover at beskrive konkrete scener. Derfor kommer dette til at fylde forholdsvis meget – naturligvis mere end det vil gøre i det færdige manuskript.

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2015/10/22/syndanna-fyrigeving/

Oct 18 2015

Jaliga støk

relationship-dreedom-single-Favim.com-635657Pør – pør – pør! Keðiligt, at síggja tey alla staðni, tá ein er stakur, ha? Tá er skjótt at fara og droyma um at fáa sær sjeik/dámu sum skjótast. Um ikki annað kanst tú troysta teg við, at tíbetur verður tú ikki longur sædd/ur líka so nógv niður á sum stakur/støk, sum fyrr í tíðini. Og satt at siga, hví skuldi tú verið tað?

Greinin “Jaliga støk!” er skrivað av Thea Newcom. Týtt hevur Elin Brimheim Heinesen.

Alt í lagi… tað kann vera torført at venja seg við – serliga í fyrstani. So øll støk fólk hava uttan iva av og á fyri neyðini at hyggja at teim ljósu og góðu síðunum við at vera stakur/støk. Gott er at minna seg á, á hvønn hátt tað kann vera gott at vera stakur.

Eitt tað fyrsta, ein ofta hevur hug til, tá ein gerst stakur, er at renna beint mótsatta veg – helst beint inn í eitt nýtt parlag! Bara OKKURT parlag! Mítt ráð til tey fólkini, ið hava hug til tess, er: Ikki binda teg beinanvegin í einum nýggjum parlag! Tað kemur sjáldan til at virka væl (heldur ikki, um tú heldur, tað hevur virkað fyrr). Lít á meg í hesum førinum. Eg havi roynt tað…. tvær ferðir!

Tá vit standa og rilla eftir eitt kalt og hart brot við sjeikin ella dámuna, so er fyrsta kenslan ofta: Stúran. Vit stúra fyri, um nakar nakrantíð fer at verða drigin at okkum aftur, um nakar fer at tíma at ganga saman við okkum og koma í song við okkum aftur, um vit nakrantíð fara at finna ‘sannan kærleika’ og eydnuna.

Svarið er, um tú hugsar teg um, uttan iva: Ja! Einaferð, tá tú kemur yvir stúranina, kanst tú fult út viðurkenna og virðismeta alt tað, sum er gott við at vera stakur/støk. Í veruleikanum er tað ein rúgva, sum er sera gott við tí.

Mítt ráð til tín beint nú er: Ikki spilla tína virðismiklu tíð við at stúra fyri at gerast eldri og enda við at vera einsamallur/einsamøll. Royn heldur og njót staka lívið beint nú!

Tú kanst fegnast um alt tað frælsið, tú hevur nú – t.d.: Tú kanst sova nær og hvar, tú vilt (fyri ikki um at tala við hvørjum, tú vilt, og hvussu ofta!)

Álvara… Hugsa um tað eina løtu. Hvussu kul er tað ikki? Tínir giftu vinir, ella vinir í parlag, kunnu ikki gera tað (í hvussu so er ikki við góðari samvitsku).

Tú kanst eta tað, tú hevur hug til, tá tú hevur hug til tað. Onkuntíð hevur tú hug til at eta nógv og onkuntíð hevur tú hug til bara at smáeta okkurt – onkuntíð hevur tú hug til at eta sunt og onkuntíð ósunt. Tað er líkamikið – eingin kann gremja seg um tínar etivanar.

Í fyrstani kann tað vera eitt sindur løgið at keypa inn einsamallur/einsamøll, tí tú finnur knappliga teg sjálva/n í ferð við at ivast í, um hetta merki av morgunmatarvørum var tað, tær nú dámdi best – ella var tað nú fyrrverandi sjeikurin/dáman, ið dámdi tað best? Hin vegin er tað deiligt, at tú kanst fylla køliskápi við júst tí, tær dámar best, uttan at skula óttast fyri, um onkur nú – tá tú ikki sært – fer at fáa sær júst tað úr køliskápinum, sum tú gleddi teg til at eta ella drekka.

Støk kunnu brúka tíð saman við øllum, sum tey hava hug til at brúka sína tíð saman við, uttan at skula ringja og geva onkrum eina frágreiðing ella spyrja onkran um loyvi. Tey kunnu fara út, hvar tey vilja, tá tey hava hug – ella vera verandi heima, tá tey hava hug til tað.

Um eg skal tosa av egnum royndum, so vil eg siga, at lívið sum stakur/støk veruliga kann geva styrki og vera mennandi í stóran mun. Tá sjeikurin gjørdi tað liðugt við meg, var eg noydd at finna mær eitt annað stað at búgva, ein annan bil at koyra og eitt starv, sum eg kundi liva av. Innanfyri fáar mánaðir koyrdi eg ein fýrahjólsdrivnan jeep, fann eitt deiligt hús og eitt gott starv, fekk mær mítt egna gjaldskort og mítt egna bankalán! Rós til mín!

Mánaðirnar eftir, at tað var liðugt millum meg og sjeikin, ferðaðist eg til London, New York, San Fransisco og Amsterdam. Tað endaði við, at eg fekk meira í lag uppá eitt ár, har eg var støk, enn eg fekk í 7 ár í parlag! Tað var fantastiskt.

Tá tú ert stakur/støk, sleppur tú at vera akkurát so sjálvglað/-ur, sum tú vilt, uttan at fáa ringa samvitsku av tí. Tú sleppur at savna teg 100 prosent um tað, tú hevur hug til at fáa burturúr lívinum, uttan at skula skeldast við nakran um tað. Hvar vilt tú búgva? Hvørjar litir vilt tú mála tínar veggir við? Hvat slag av bili, vilt tú keypa og koyra í? Hvar vilt tú halda tína summarfrítíð?

Støk kunnu t.d. fara á skeið í fremmandamálum, taka upp frítíðarítriv ella ítrótt og møta nýggjum fólkum hesi støð, uttan at standa til svars fyri nøkrum øðrum enn sær sjálvum.

Staka tíðin er ein tíð, har tú kanst sleppa at royna okkurt, tú altíð fegin hevur viljað roynt (serliga um tað er okkurt, sum fyrrverandi sjeikurin/dáman ikki vildi hava teg at gera!). Tað er ein tíð, har tú kanst taka tær um reiggj og koma í form – bæði sálarliga og kroppsliga.

Tá tú ongan hevur í tínum lívi, sum tú skalt taka atlit til ella mást biða um loyvi frá, so hevur tú fult frælsi til at seta egin persónlig mál. Tá tú ert í einum parlag, so kanst tú ikki loyva tær hetta marglætið í sama mun, tí tá er altíð ein annar/ein onnur at taka atlit til.

Nógv fólk, sum eru í parlag, hava nóg mikið í sær sjálvum. Staka tilveran er móteitur móti júst tí – at hava nóg mikið í sær sjálvum.

Líkamikið um tú ert kvinna ella maður, so hevur tú nú tíð til at vera saman við vinum og familju, sum tú annars hevur forsømt. (Og betri enn: Tú noyðist ikki at vera saman við vinum og familju hjá sjeikinum/dámuni, sum tú ikki brýggjaði teg um kortini!) Er tað ikki herligt?

Stutt sagt: Finn teg sjálva/n og lær teg sjálva/n at kenna aftur, tí vit øll hava lyndi til at gloyma okkum sjálvi burtur, tá vit gerast partur av einum parlag, og missa tað, sum vit veruliga eru, úr eygsjón. Eitt ella annað stað á vegnum kann persónligi samleikin hvørva í samanrenningini millum teg og ein annan. Tað er ikki til at koma uttanum – serliga ikki í einum longri varandi parlag.

Eg vil fegin siga tær frá einum loynidómi: Tað, at kenna seg sjálva/n og tað, at elska seg sjálvan, eru lyklarnir til at finna ta eydnuna, tær leingist so eftir. Um tú nært tí, so fellir alt annað uppá pláss eisini – arbeiði, kærleiki og vinarlag – tað vil vísa seg samsvarandi.

Her eru nøkur ting, sum mær dámar so stak væl við at vera stakur/støk:

• Eg kann sova nær og hvar (fyri ikki um at tala við hvørjum), eg havi hug!

• Eg kann arbeiða til klokkan tvey um náttina uttan at fáa skuldarkenslu.

• Eg kann sova uppá tvørs í mínari dupultsong, um eg havi hug – eingin er har, sum kann stjala dýnuna frá mær og halda meg vakna/n við snorkan ella øðrum kroppsligum ljóðum.

• Eg kann logga á netið, tá eg vil – t.d. eisini klokkan trý um náttina í mínari egnu song uttan at órógva nakran við síðuna av mær – meðan eg rógvi út á netinum, kjatti og skrivi. (Júst tað elski eg!)

• Eg kann hyggja upp og niður eftir monnum/kvinnum allastaðni har eg fari, uttan at kenna meg seka/n.

• Eg noyðist ikki at finna meg í vánaliga ‘smakinum’ í tónleiki ella klæðum hjá sjeikinum/dámuni.

• Eg havi fullkomið sjálvræði og frælsi til at gera, hvat eg vil, tá eg vil, uttan mun til avleiðingarnar.

• Eg kann fara í akkurát tað, sum eg havi hug til, uttan at skula stúra fyri, hvussu tað sær út, ella um tað nú sær nóg gott ella nóg sexut út!

• Eg kann eta, hvat eg vil, tá eg vil (so nógv ella lítið, eg vil) uttan at vera skuldsett av nøkrum.

• Eingin er at grenja inn á meg ella til at niðurgera meg.

• Einastu vanarnir, eg kann argast inn á, eru mínir egnu ( – øhhh, eg tosi kanska í so nógv við meg sjálva/n nú…)

• Eg skal ikki rudda óruddið upp eftir øðrum – ella taka uppvaskið eftir øðrum – ella vaska klæðini hjá øðrum – alt er bara mítt egna!

• Eg finni ongantíð hár (ella okkurt annað!) á vesibrettinum ella í baðikarinum – og vesibrettið er altíð niðri/uppi!

• Eg vitji vinir so leingi ella so stutt eg vil – uttan skuldarkenslu.

• Eg hyggi at teim sjónvarpsrásunum ella sendingunum, eg havi hug til, uttan at skula berjast um fjarstýringina við nakran.

• Eg havi ikki ringa samvitsku um at hyggja eftir teimum sendingum í sjónvarpinum, mær dámar best – og eri ongantíð tvungin til at hyggja at sendingum, sum eg ikki orki fyri.

• Eg kann fara í biograf at síggja teir filmar, eg havi hug til ( – ikki øllum dámar at fara í biograf einsamøll, men eg fari ofta – og alt poppkornið er mítt!)

• Tónleikurin, eg lurti eftir á anlegginum, er altíð tann eg sjálv/ur havi valt.

• Øll íbúðin er innrættað eftir mínum smaki við mínum møblum.

• Tvey orð: Skápspláss og rásarúm!

• Um eg knappliga fái hug at fara onkustaðni burtur eitt vikuskifti, kann eg bara gera tað, uttan at hugsa um nakran annan.

• Eg havi ongan, sum skundar undir meg, tá eg eri úti og keypi – t.d. fløgur – ella sum kann fáa meg at kenna meg sekan fyri at keypa “enn eina fløgu, mær ikki nýtist”!

• Eg sleppi at uppliva tann “fyrsta mussin” og fyrsta litinskapin aftur og aftur (um eg havi hug).

• Allan matin í mínum stóra køliskápi eigi eg sjálv/ur.

• At enda – og serliga – tá mínir vinir í parlag grenja fyri mær um teirra parlag, so eri eg takksamur/-som fyri, at eg ikki noyðist at finna meg í teimum trupulleikunum persónliga (sum nú er í hvussu er).

Tá mær leingist eftir at vera í einum parlag, so kann eg bara lesa henda listan fyri at minna meg á, hvussu heppin eg eri at vera stakur/støk (ikki altíð, men so sanniliga beint nú).

Eg síggi pør fara at eta døgverða sunnudagar hjá verforeldrunum – ella hvat tey nú gera – og kenni meg sera takksama/n fyri, at eg havi sunnudagin heilt fyri meg sjálva/n!

Eg kann ærliga og reiðiliga siga, at eg elski frælsið og sjálvræðið. Einasta parlag, eg havi í løtuni, er tað við meg sjálva/n. Eg kenni meg sjálva/n nógv betur av tí. Eg kann lættliga siga, at eg eri blivin nógv sterkari og eydnusamari av upplivingini at vera stakur/støk aftur.

Tú, sum stúrir, fert eisini at vera tað – við tíðini.

Beint nú snýr tað seg so bara um at eta ein góðan døgverða við stearinljósum fyri trý – mær, mær sjálvum og mær. Eg vil ráða tær til at gera tað sama. Far við tær sjálvum, júst soleiðis sum tú ynskir, at onnur fara við tær.

Permanent link to this article: http://heinesen.info/wp/blog/2015/10/18/jaliga-stok/

Older posts «